#Article 1: Føroyar (4750 words)


Føroyar (danskt: Færøerne; 62° norðurbreidd, 7° vesturlongd) eru oyggjaland í Norðuratlantshavi. Føroyar eru partur av Norðurlondum, staddar í Norðurevropa og eru limur í Ríkisfelagsskapinum. Føroya íbúgvar verða nevndir føroyingar, og tungumál føroyinga er føroyskt. Føroyska flaggið verður nevnt Merkið og føroyska skjaldarmerkið ímyndar ein veðr á bláum skjøldri. Oyggjarnar hava egið løgting og egið flagg. Føroyar eru ikki limur í­­ ES, hóast Danmark er. 

Føroyar liggja í Norðuratlantshavi, 280 km norðan fyri Hetland, 430 km frá Íslandi og 575 km vestan fyri Noreg. Landið er fjallaland, 18 størri og smærri oyggjar, umleið 1400 km2 til samans. Norður og suður er landið 113 km, og eystur og vestur eru 75 km. Veðurlagið er óstøðugt. 

Hin 1. juli 2011 búðu 49.267 fólk í Føroyum . Fiskivinnan er tann týdningarmesta inntøkukeldan í Føroyum, og hon fevnir um 95 % av øllum útflutningi úr Føroyum  .

Høvuðsgrein: Føroya søga

Tá ið ístíðirnar vóru av um ár 12 000–10 000 f. Kr., komu Føroyar undan ísinum, men enn lógu tær óbygdar í nógv túsund ár. Sjálvt eisini eftir at fólk um 4 000 f.Kr. búsettust í Orknoyum og Hetlandi. Eftir at ísurin var horvin, kom gróðurin umsíðir, borin av havstreymum og vindi, og líðir og dalar vallaðust. Rannsóknir av jóansøkugrasfræi kundu bent á búseting í Føroyum longu um 2300 f. Kr., m. a. í Hoydølum. Jóansøkugras er planta, ið fylgir menniskjum og dýrum. Pytheas úr Massalia gjørdi umleið 310 f. Kr. rannsóknarferð út í Norðuratlantshavið. Hann kom til Bretlands, haðan sigldi hann í seks dagar norðureftir og síðani eystureftir og kom til land, ið hann nevndi Thule. Semja er ikki um, hvat land hetta var, gitt hevur verið Orknoyar, Hetland, Føroyar og Noreg.

Írski munkurin Dicuil skrivar í 825 bókina Liber de mensura orbis terrae (føroyskt: Bók um mát jarðarkringsins), har oyggjar, ið helst eru Føroyar, verða nevndar. At døma eftir fjarstøðu og landafrøðiligu lýsingini mugu hesar oyggjar vera Føroyar. Hann sigur, at norskir ránsmenn nú hava rikið einbúgvarnir burtur. Grímur Kamban er fyrsti landnámsmaður umleið 825. 998 taka føroyingar við kristnari trúgv, men tað er politiskt og átrúnaðarligt stríð millum Sigmundar Brestissonar og Tróndar í Gøtu. Tróndur í Gøtu stendur á odda fyri mótstøðuni móti trúarskiftinum. 

Føroyar verða nevndar sum biskupssetur í pávabrævi í 1133. Ormur, Føroya biskupur, er á kirkjufundi í Lund í 1139. Av tí at hann er hin 4. biskupurin, kann bispasetrið verða stovnað fyri 1100. 1035 tekur Leivur Øssursson Føroyar í len frá Noregs kongi og 1100 verða Føroyar biskupsdømi undir Nidaros erkabiskupsdømi. Erlendur bispur skrivar í 1298 Seyðabrævið í Kirkjubø, har Kirkjubømúrurin síðani verður byrjað bygdur í 1300, men ikki bygdur liðugur. Erlendur er biskupur í Føroyum 1269–1308. 

Vatikanríkið fær pæturspengar/rómaskatt úr Føroyum fyri árini 1319–1326. Rómaskatt guldu húsbøndur við ávísari ogn. At rokna eftir hesi uppgerðini vóru tá í minsta lagi 270 sjálvstøðug hús við hesi áogn í Føroyum. 1380 fylgja Føroyar við Noregi undir danskan kong. Eftir trúbotina 1538 verður biskupstólurin niðurlagdur og Føroyar verða biskupsdømi undir Bergens biskupi. Kongur tekur 2/3 av kirkjugóðsinum. 1619 fylgir handilin við Føroyar úr Bergen til Keypmannahavnar. 1620 kemur Føroya kirkja undir Sælands biskup. 

Í Gablatíðini 1655–1709 fær Kristoffur Gabel Føroyar í len. 1662 fær hann, og seinni sonurin, eisini einkarrætt til Føroya handil. 1673 skrivar presturin Lucas Debes bókina Færoæ et Færoa reserata. Eldur er í í Tinganesi, og flestu bygningar handlisins brenna í grund. 1688 verður Norsk Lóg galdandi í Føroyum. Stóra turkaránið er í Hvalba í 1629. Sjórænarar á tveimum skipum úr Algeria, ið tá var partur av turkiska Osmannaríkinum, drepa 6 fólk og taka fleiri enn 30 konur og børn við sær til trælamarknaðin í Norðurafrika. Annað skipið fer á land í Hvalba og gerst vrak. Helst høvdu hesi somu skip í 1627 rænt 250 fólk í Íslandi; 35 íslendingar vórðu seinni leyskeyptir úr trældómi. Men eingin føroyingur kom aftur. 

Seyðabrævið verður týtt til danskt í 1637. Nú hava danskir myndugleikar ikki longur skilt tað norrøna málið. Seyðabrævið var í gildi, til Hagalógin kom í 1886. Síðan 1709 er kongligur einahandil. Rybergs handil er 1768–1788 í Vágsbotni, Tórshavn. Føroyingar læra at salta sild, og klippfiskur verður útfluttur. Umsitingin av Føroyum verður 1776 løgd undir Sælands stiftsamt. 1781–1788 er føroyaferð Jens Christians Svabos, sum skrivar bókina Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781–1782.

Nólsoyar Páll byggir Royndina Fríðu 1804. Eisini í 1804 verður latínskúlin stongdur (stovnaður 1547). 1809 gongur Nólsoyar Páll burtur við skipi sínum. Eftir Fríðin í Kiel 1814 fer Noreg frá Danmark og undir svenskan kong. Føroyar, Ísland og Grønland vera verðandi saman við Danmark. Løgtingið verður avtikið 1816 og Føroyar verða danskt amt. 

Ein avleiðing av kjakinum um undirvísingarmálið í fyribils skúlaskipanini verður, at V. U. Hammershaimb ger uppskot til føroyskt skriftmál í 1846, ið tekur støði í norrøna upprunanum. Við smærri broytingum er hetta tað skriftmál, vit nýta í dag. Giftingarbannið í “Trælalógini” frá 1777 verður tikið av. 28 føroyingar senda umbøn til stættartingið í Roskilde, um at fáa løgtingið endurreist sum ráðgevandi stovn. Brennivínsnýtslan er farin at vaksa. Avhaldsrørslan byrjar. 

Danska grundlógin frá 1849 verður sett í gildi í Føroyum 1850. Fyrsta val í Føroyum til danska ríkisdagin er 1851, og 1852 verður Løgtingið endurreist sum ráðgevandi amtsráð. Kongligi einahandilin verður avtikin hin 1. januar 1856. Føroyar hava nú fríhandil.

Tann tjóðskaparligi fundurin í tinghúsinum er 2. jóladag 1888 og førir til, at Føringafelag verður stovnað. Fundurin samtykti m. a., at virkast skuldi fyri:

At fremja hesi endamál varð Føroyingafelag stovnað ein mánað seinni. Í 1890 fór Føroyingafelag undir blaðútgávu. “Føroyingatíðindi” var fyrsta blað, ið varð skrivað á føroyskum. Jóannes Patursson og Rasmus Effersøe stóðu á odda fyri nýggju føroysku tjóðskaparrørsluni. 

Fyrstu politisku flokkar í Føroyum verða til 1906–1908: Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, ið fyrstu ferð fær meiriluti á tingi 1918. Løgtingsskipanin verður broytt 1923: Amtmaður og próstur eru ikki longur løgtingsmenn. Tingið velur sjálvt formann. 1928 fær Javnaðarflokkurin umboð á tingi. 1937 setir Løgtingið Føroya Studentaskúla á stovn. Grein 7 í fyriskipan frá 1912, um at undirvísingarmálið í skúlunum skuldi vera danskt, verður avtikin hin 13. desember 1938. Føroyskt varð kirkjumál hin 13. mars 1939. 

Í 1957 verður Útvarp Føroya stovnað. Føroyar fáa 12 fjórðingafiskimark í 1964. Fróðskaparsetur Føroya verður sett á stovn í 1965. 

Føroyar fáa umboð í Norðurlandaráðnum í 1970, og í 1974 er løgtingssamtykt um, at Føroyar ikki gerast limur í E. E. C. 

Fyrsta føroyska frímerkjaútgávan Postverks Føroya er 1. apríl 1976. Árið fyri hevði danska postverkið útgivið frímerki við føroyskum teksti. 

Fyrst í 1990'unum valdaði kreppa í Føroyum. Kreppan, ið vardi frá 1989 til 1995, hevði við sær eina mikla fráflyting. Sagt verður, at umleið 10 % av samlaða fólkatalinum flutti av landinum, nógv av hesum til Danmarkar.

Høvuðsgrein: Føroyingar

Føroyingar stava partvíst frá víkingum úr Noregi og partvíst frá trælkonum teirra úr Írlandi og Skotlandi. Norðbúgvar úr Noregi komu til Føroya at seta búgv. Í Føroyingasøgu stendur skrivað, at Grímur Kamban víkingur var fyrstur at búseta seg í Føroyum. Mett verður, at hetta var í ár umleið 825, hálvthundrað ár áðrenn Naddoddur víkingur á veg úr Noregi til Føroya rak av leið og kom sum fyrsti víkingur til Íslands. Hann støðaðist tó ikki har, men vendi aftur til Føroya. Tað var á døgum Haralds Hárfagra serliga, at sagt verður í Føroyingasøgu, at mikið fólk flýddi úr Noregi undan harðræði hansara og valdu at seta búgv í Føroyum, aðrir í Íslandi og øðrum óbygdum londum. 

Føroyingar eru sambært Føroyingasøgu, eru tí føroyingar ættaðir úr Noregi. Av fyrstan tíð hava føroyingar havt sama sið, mentan og mál sum aðrir norðbúgvar í til dømis Noregi og Íslandi, men síðan hevur málið broytt seg og nøkur ár hundrað seinni, kann føroyska málið sigast at vera sítt egið, tí tað hevur skilt seg so mikið frá hinum. Somuleiðis broytti mentan og siður seg við tíðini og nøkur ár hundrað seinni, høvdu føroyingar skilt seg frá norðmonnum og íslendingum, og kundu har við kallast føroyingar av røttum. Málið æt í landnámstíðini donsk tung og varð talað í Danmark, Noregi, Føroyum og Íslandi. Málið í Svøríki minti um, men var øðrvísi við eysturlendskum orðum og framburði. Orsakað henda uppruna, er føroyska málið nærskylt íslendskum og í minni mun summum bygdarmálum í Vesturnoregi. Í skrift er málið mest líkt íslendskum og eitt sindur nýnorskum. Eisini líkjast siðir íslendinga og norðmanna mest føroyinga siðum. Seyðarhøvd verður etið í Noregi og Íslandi til dømis. 

Í 2014 var 88,67% av fólkinum føtt í Føroyum, 7,3% – í Danmark, 0,5% – í Íslandi, 0,37% – í Noregi og 3,17% – aðrastaðni. 

Høvuðsgrein: Eftirnøvn í Føroyum 

Vanligasta givna dreingjanavnið í 2014 var Benjamin, næstvanligasta Liam og triðvanligasta Rókur. og næststørsti bólkurin, sum verður mettur at vera 10 prosent, hoyrir til brøðrasamkomuna. Av tí at brøðrasamkoman ikki skrásetur limir, eru eingi nágreinilig hagtøl yvir, hvussu nógv hoyra til brøðrasamkomuna. Restin eru smærri trúarbólkar, sum flestir eru kristnir. Sambært fólkateljingini tann 1. nov í 2011 eru yvir 95 prosent av øllum føroyingum kristnir (allir kristnir samkomubólkar eru taldir saman) . Føroysku útisetarnir eru tó einans 0,415 % av samlaða danska fólkinum, sum um sama mundið var 5 427 459. Øll trý ættarliðini hava tó til felags, at aldursbólkarnir 25-39 ár og 7-16 eru størstir. Hetta er felags fyri bæði kyn. 

Eisini hava øll trý ættarlið til felags, at størsti parturin av hesum eru búsitandi í Keypmannahavnarøkinum, Norðurjútlandi, Ribe kommuni og Århus kommunu. Minst av føroyingum búgva í Bornholms Regiónskommunu  Norðurøki er Norðoyggjar og Eysturoy. Miðøki er Streymoy, Sandoy og Vágar og smærru oyggjarnar. Suðurøki er Suðuroy og Lítla Dímun.

Í mars 2014 samtykti løgtingið, at eldraøkið skuldi leggjast út til kommunurnar at umsita. Løgtingið samtykti í apríl 2014 Løgtingslóg um kommunalt samstarv á eldraøkinum, Løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v. m., og Løgtingslóg um ávís starvsfólkaviðurskifti, tá heimatænastan, eldrarøktin v. m. Tað var Annika Olsen, táverandi landsstýriskvinna í almannamálum, ið tók stig til tað. Ætlan hennara var fyrst, at kommunusamanlegging skuldi fremjast fyrst, soleiðis at tað bert fóru at vera fáar kommunur í Føroyum. Men tað fekst ikki meiriluti fyri kommunusamanlegging, og á fólkaatkvøðu søgdur føroyingar nei til kommunusamanlegging. Eldrøkið varð lagt út til kommunurnar frá 1. januar 2015. Økini eru ikki sýslurnar men nýggj øki. 

Kommunalu samstørvini um eldraøki eru hesi:

Føroyar er skipað í 30 kommunur, og fyri hvørja kommunu stendur eitt kommunustýri, sum verður valt av fólkinum. Kommunur taka sær av lokalum málum, tó at býtið millum land og kommunur ikki altíð er so greitt. Viðvíkjandi grundlóg og ríkisrættarligum viðurskiftum eru viðurskiftini í Føroyum ógreið. Danska grundlógin er ongantíð sett í gildi við fólkaatkvøðu ella samtykt í Løgtinginum. Men hon verður útinnt av dómsvaldinum og øðrum myndugleikum. Tó er heimastýrislógin uttan iva partur av stjórnarlógargrundarlagnum í Føroyum. 

Føroyar eru ikki limur í ES, og allur handil við onnur lond er skipaður við serligum handilsavtalum. 

Á løgtingsvalinum 19. januar 2008 gjørdist úrslitið hetta:

Eftir valið 2008 skipaðu Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Miðflokkurin stjórn við 17 tinglimum. Hetta var ein lítil meiriluti, sum kom at merkja samstarvið ímillum flokkarnar. Henda samgongan skipaði seg við Jóannes Eidesgaard sum løgmann. Í samgonguni var tó ikki langt lív lagað, tí longu í septembur 2008 segði løgmaður samstarvið við Tjóðveldi upp. Orsøkin til uppsøgnina av samstarvinum snýði millum annað seg um ósemju um undirsjóvartunnil til Sandoyar, ósemju um skerjing av fiskidøgum umframt ósemju um, hvat ráð skuldi hava eina skrivstovu úti í Tinganesi. 

Eftir at samstarvið við Tjóðveldi varð sagt upp, fór Jóannes Eidesgaard undir samráðingar við Fólkaflokkin og Sambandsflokkin. Teir skipaðu samgongu í septembur 2008. Samgongan skipaði seg við Kaj Leo Johannesen sum løgmann. Henda samgongan var ein sonevnd meirilutasamgonga, hon hevði 20 av 33 tinglimum aftanfyri seg.

Høvuðsyvirskriftin fyri ta samgonguna var: Sjálvbjargni, altjóðagerð og samhaldsfesti. 

Sjey politiskir flokkar vóru valdir í løgtingi á valinum í 2011. Kaj Leo Johannesen helt fram sum løgmaður.

Løgtingsval varð tann 1. september 2015. Úrslitið av valinum sá soleiðis út:

Føroyar hava heimastýri í Ríkisfelagsskapinum. Hóast Danmark er limur í Evropasamveldinum, eru Føroyar ikki fevndar av danska ES-limaskapinum. Tó eru føroyingar danskir ríkisborgarar og kunnu tí í ávísum førum, sum eru heft at bústaði, fáa tey rættindi, sum danski ES-sáttmálin fevnir um, til dømis rætt at búseta seg og arbeiða í einum ES-landi. Sum føroyingur kanst tú velja annaðhvørt føroyskt pass ella danskt ES-pass. Í veruleikanum hevur valið av passi onga ávirkan á, hvørji rættindi ein føroyingur fær, tá ið hann fer til eitt ES-land. Tað, sum er avgerandi, er bústaðurin. Hetta merkir, at ein føroyingur búsitandi í Føroyum hevur ikki rætt at búseta seg og arbeiða í einum ES-landi sambært felagsmarknaðarrættinum. Hinvegin fær ein føroyingur, sum er danskur ríkisborgari, somu rættindi sum ein ES-borgari, er hann búsitandi í Danmark – uttan mun til um viðkomandi hevur føroyskt-danskt pass ella danskt ES-pass.

Í rættarskipanini verður munur gjørdur á samkyndum og hinkyndum. Eitt nú hava samkynd ikki loyvi at skráseta sítt parlag, og samkynd sleppa ikki at ættleiða. Var uppskot lagt fyri tingi í 2011, um at loyva samkyndum at skráseta seg í parlag, hevði tað ikki verði samtykt  Í 2013 starvaðust 10 lærarar á Frískúlanum í Havn. Frískúlin við Hoyvíkstjørn varð settur á stovn í 1966. Tað var Adventistasamkoman ið setti skúlan á stovn og sum rekur hann enn í dag. 1. august 2003 varð Frískúlin við Hoyvíkstjørn broyttur til sjálvsognarstovn og frískúla sambært løgtingslóg nr. 46 frá 26. mars 2002 við egnum viðtøkum. Frískúlin Keldan í Skálabotni varð settur á stovn í 2010, ein av stigtakarunum var Jastrid Høj. Fyrsta árið var ein forskúlaflokkur og ein 1. flokkur.

Studentar ella HF-næmingar fara ofta á Fróðskaparsetrið ella annan hægri lærustovn at lesa meiri. Lesturin varir vanliga 3-7 ár og endar við próvtøku.

Høvuðsgrein: Føroysk mentan

Føroysk mentan hevur sín uppruna í norrønari mentan. Málið er runnið úr fornnorrønum eins og í grannalondunum. Í stórum eru føroyingar kristnir hóast ymsar áskoðanir eru um júst, hvussu stórur partur av fólkinum er kristin. Við aldagomlu kvøðingini hava føroyingar siðvenju fyri kvøðing og sangi. M. a. orsakað av vantandi viðarvøkstri var ikki vanligt at nýta ljóðføri í Føroyum, og føroyingar hava dansað og kvøðið í staðin. Í 20. øld betraðist millumlanda vøruflutningurin, og føroyingar fóru tá at nýta innflutt ljóðføri, sum nú verða nógv nýtt. Á sama hátt tók myndlistin dik á seg í 20. øld, og er síðani nógv ment.

Høvuðsgrein: Føroysk landafrøði

Føroyar liggja í Atlantshavi nøkurlunda miðskeiðis ímillum Norra, Skotland og Ísland. Mitt í Golfstreyminum í Norðuratlantshavi á 62 stigum norður. Her í Atlantshavi renna saman heitir og kaldir luftstreymar, og veðurlagið er skiftandi sól, regn og mjørki. Um summrini eru Føroyar rímiliga kaldar, við miðalhitanum 11 °C (52 °F). Miðalhitin í okkara kaldasta mánaði er 3 °C (37 °F). Sjálvt um tær liggja á 62° norður, so heldur Golfstreymurin veðurlagið flótt, so vit hava mildar vetrar. Veðurlagið er rímiliga vátt, við nógvum regni og toka, og onkuntíð stórum stormum eisini.  

Oyggjarnar eru 1 399 km2 til víddar. Fólk býr á 17 av teimum 18 oyggjunum. Oyggin, sum einki fólk býr á, Lítla Dímun, er rættiliga lítil (0,82 km2), og er umringað av brøttum, høgum bjørgum, so hon er ring at sleppa til. Einans seyður og fuglur býr á oynni. Úr suðri í norður er frástøðan 113 km, og úr eystri í vestur er hon 75 km. Strandalinjan er 1 289 km. Ongastaðni í landinum ert tú meira enn 5 km frá havinum. Tórshavn, sum er høvuðsstaður við umleið 20 000 íbúgvum, liggur sunnarlaga í Streymoynni. 

Slættaratindur er hægsta fjall í Føroyum (882 m høgur) og er á norðara enda av Eysturoy. Norðanfyri er næsthægsta fjall í Føroyum, Gráfelli . Størst er Streymoyggin, 373 km2, og minst er Lítla Dímun, 0,82 km2. 

Oyggjarnar eru úr basalti, gosgróti, ið síðan fornu eldgosini er grivið burtur av jøklum í seinastu ístíð. Hesir jøklarnir eru nú firðir, sund og dalar, og orsøk til, at Føroyar eru tað oyggjasamfelagið, sum vit kenna í dag. Av tí, at Føroyar eru skaptar soleiðis, at ísurin lættliga kundi renna burtur, rennur vatn eisini lættliga burtur. Sum oftast er hetta ikki ein trupulleiki, tí nógv regn er í Føroyum. Men tað kemur fyri, at einki regn er í fleiri mánaðir. 

Føroyar hava oyggjaveðurlag við ógvuliga skiftandi veðri. Bert stutt løta kann vera millum sólskin og regn, logn og storm. Sólskin, regn og mjørki hvørt um annað. Í Føroyum mást tú altið laga teg eftir veðrinum. Sjógvurin frystir ongantíð. Miðalhitin um veturin er umleið 3 °C (37 °F) og um summarið umleið 11 °C (51 °F). Veturin er lýggjur; ofta við regni, vindi og við hvørt nakað av kava og kulda, sum ikki liggur serliga leingi. Summarið er ljóst – á hásumri nærum alt samdøgrið. Hitin liggur ofta um 10-12 °C (50-53 °F), men onkrar dagar krýpur hann upp í 20 °C (68 °F). Hóast landið er lítið, er ikki altíð sama veður allastaðni í landinum. 

Oyggjarnar úr landnorðingi eru: Fugloy, Svínoy, Viðoy, Borðoy, Kunoy, Kalsoy, Eysturoy, Streymoy, Nólsoy, Vágar, Mykines, Koltur, Hestur, Sandoy, Skúvoy, Stóra Dímun, Lítla Dímun og Suðuroy. 

Høvuðsgrein: Føroyskur búskapur

Bruttotjóðarúrtøkan (BTÚ) hjá Føroyum í 2006 var 11 878 milliónir krónur. Skift á fólkatalið var bruttotjóðarúrtøkan umleið 250 000 krónur í 2006. 

Í Føroyum er ein størri partur av fólkinum arbeiðsvirkin enn í øðrum londum. 93 % av mannfólkinum og 83 % av konufólkinum eru virkin á arbeiðsmarknaðinum. Men ein stórur partur arbeiðir tó ikki fulla tíð. Av mannfólkunum arbeiða 81 % vanliga fulla tíð, meðan tað bert eru 45 % av konufólkunum, ið arbeiða fulla tíð. Heili 83 % av føroysku kvinnunum eru virknar á arbeiðsmarknaðinum. Samanbera vit við Vesturevropa undir einum, so er talið har bara 66 % av kvinnunum. Í Norðurlondum er tað Finnland, sum hevur lægstu luttøkuna av kvinnum á arbeiðsmarknaðinum við 73 %.

Størsti parturin av teimum arbeiðsvirknu eru løntakarar. Í november 2005 vóru 85 % av teimum arbeiðsvirknu løntakarar, 11 % vóru sjálvstøðug, og 5 % vóru ólønt. Í 1990 vóru 76 % av mannfólkunum løntakarar og 68 % av konufólkunum. Í 2005 vóru tølini 73 % av mannfólkunum og 74 % av konufólkunum. Ein størri partur av konufólkunum er sostatt komin út á arbeiðsmarknaðin. At løntakaraparturin millum mannfólk er minkaður, kemst helst av at alt fleiri arbeiða sum sjálvstøðugt vinnurekandi. 

Áðrenn kreppuna í 1990'unum var lítil og eingin skráseting av arbeiðsloysi í Føroyum. Tá Arbeiðsloysistryggingin varð sett á stovn, bar til at fáa hagtøl um gongdina í arbeiðsloysinum. Í 1995 var miðalarbeiðsloysið uml. 13 %, men minkaði síðan ár undan ári fram til 2002, tá tað var komið niður á 2,3 % av arbeiðsfjøldini. Síðani tá er tað komið nakað upp aftur, og í mars 2014 var tað gjørt upp til 4,3 %, ið enn er lágt sammett við onnur lond. Tað er 0,3 prosentstig minni enn fyri einum ári síðani, tá ið tað var 4,7 %. Hettar síðsta árið er arbeiðsloysið annars minkað 123 fulltíðar arbeiðsleys. Fleiri kvinnur hava verið arbeiðsleysar enn menn og í miðal hava 133 fleiri kvinnur verið arbeiðsleysar, enn tað eru menn, men tilsamans eru nú 1158 fólk arbeiðsleys. Annars vísir uppgerðin, at arbeiðsloysið er nógv størst í Sandoy, har tað er heili 8,4 %. Minst er arbeiðsloysið í Eysturoy, har tað er 3,5 %. Annars liggur arbeiðsloysið javnt ímillum 4,5 % í Norðoyggjum til 5,6 % í Suðuroy. Tey flestu arbeiðsleysu eru ímillum 55 og 66 ár, har arbeiðsloysið er 5,9 %, minst er arbeiðsloysið hjá teimum í góðum árum, frá 35 til 54 ár.

Føroysk skip fiskaðu í 2004 samanlagt 580 túsund tons á øllum havleiðum og umleið helvtin varð fiskað á føroyskum sjóøki. Hetta er meira enn tvífalt tað, sum fiskað var fyrst í 1990'unum. Nógv tann størsti parturin var tað vit kalla uppisjóvarfiskur, sum fiskað vórðu omanfyri 400 túsund tons av. Um 150 túsund tons vóru botnfiskasløg. Besta fiskiárið var 2003, tá fiskað vórðu 617 túsund tons, og tá vóru 420 tons av uppisjóvarfiski og 160 tons av botnfiskasløgum. 

Fiskur er mest týðandi útflutningsvøran. Av vøruútflutninginum hava fiskavørur seinastu árini talt umleið 95 % av øllum útflutninginum. Sjálvt tá tænastuútflutningurin verður taldur uppí, telir fiskaútflutningurin nógv størsta partin – í 2004 taldi fiskaútflutningurin 82 % av øllum útflutningi av bæði vørum og tænastum samanlagt. Útflutningurin av fiskavørum í 2005 var slakar 3,4 miljardir krónur. Av virðisøkingini í landinum taldi fiskiskapur 16 % í miðal árini 1998–2003. 

Fiskiskapur telist eisini millum tær vinnur, har mesta arbeiðsvirksemi er. Løntakarateljingin vísir, at í 2005 vóru tað um 2 400 fólk, ella 10 % av løntakarunum, sum høvdu høvuðsinntøkuna úr fiskiskapi. Bæði talið og prosentparturin eru minni enn í 1990, tá tey vóru 2 900 og taldu góð 12 % av løntakarunum. Haraftrat eru fleiri sjálvstøðug vinnurekandi í fiskiskapi, sum útróðramenn og reiðarar, men øll starvandi í fiskiskapi telja somuleiðis 10 % av arbeiðsvirknum borgarum. 

Føroyar vóru í 2003 á 25. plássi, tá talan er um størstu fiskiveiðitjóðir í heiminum, meðan Noreg var á 8. plássi, Ísland var á 11. plássi og Danmark á 18. plássi. Størstu fiskiveiðitjóðirnar eru Kina, Peru og Indonesia. Kina einsamalt fiskaði í 2003 næstan 10 miljardir tons, sum er 15 % av øllum heimsins fiskiskapi upp á 67 miljardir tons, næst teimum Peru, sum fiskaði 9 % og síðani Indonesia 5 %. 

Í hagtølum kalla vit innflutning og útflutning av vørum fyri uttanlandshandil. Handil er eisini við tænastum um landamark, men tænastuhandilin verður uppgjørdur í gjaldsjavnanum og vanliga ikki í hagtølum um uttanlandshandil. 

Fiskur og fiskaúrdráttir eru 97 % av útflutningsvirðinum hjá føroyingum. Sambært hagtølum er ferðavinnan næststørsta vinnan, og eftir henni kemur útflutningur av ullvørum og øðrum tilvirkaðum vørum. 

Innflutningurin umfatar allar tær vørur, sum okkum tørvar, meðan útflutningurin umfatar tær vørur, sum vit eru dugnalig til at framleiða. Innflutningurin er í so máta endamálið við uttanlandshandlinum, meðan útflutningurin er tað, vit lata afturfyri, fyri at fáa ráð til innflutning. 

Í einum so lítlum landi sum Føroyum, er tørvurin á innflutningi stórur, tí vit hava ikki støddina og orkuna at framleiða tað breiða vøruúrval, sum okkum tørvar til at skapa neyðuga trivnaðin í tilveruni. So at siga allar vørur, sum okkum nýtist til at seta búgv við og til dagliga nýtslu hjá húsarhaldinum, koma úr útlondum. Somuleiðis koma flestallar vørur til vinnuligt virksemi úr útlondum, tí vit hava so at siga bara fiskin, eitt lítið sindur av landbúnaðarvørum og nakað av orkukeldum til egna nýtslu. Restin av vørunum koma uttaneftir. 

At vit kunnu hava so høgt livistøði í Føroyum, við einum vøruúrvali átøkt tí í ríku grannalondunum, ber bara til, tí at vit afturímóti eru før fyri at útflyta fyri stór virði av fiskavørum. Samfelagsbúskaparliga ber til at siga, at fyri alt hetta stóra vøruframboðið er goldið við fiski. Føroyar hava spesialiserað seg til at framleiða fiskavørur, sum onnur lond vilja gjalda so nógv fyri, at vit afturímóti kunnu innflyta vørur, sum hóska til okkara høga livistøði. 

Handilsjavnin er úrslitið av endaliga roknskapinum, uttanlandshandlinum viðvíkjandi. Tá árið er runnið, verður handilsjavnin gjørdur upp sum munurin millum inntøkurnar frá útflutningi av vørum og útreiðslunum av innflutningi av vørum. Síðani 1988 hava verið 5 ár við halli á handilsjavnanum, 11 ár við avlopi og 3 ár, har handilin so at siga hevur javnviga. Ofta – hóast ikki altíð – er tað so, at tá framgongd er í búskapinum, verður hall á handilsjavnanum, tí innflutningurin til íløgur og nýtslu veksur, meðan tað hinvegin ofta er avlop av handilinum í vánaligum tíðum, tí at keypsorkan er lág og íløguhugurin minni. Minkar útflutningurin av serligum ávum sum fiskaloysi, prísfalli ella tí fiskaalingin fer fyri bakka, kann tað sjálvsagt eisini elva til hall av uttanlandshandlinum. 

Inn- og útflutningurin av vørum, skift á ávikavist upprunaland og nýtsluland fyri 2007, sær soleiðis út sambært Hagstovu Føroya: 

Seta við tølini saman fyri bæði loft- og sjóleiðirnar, so kann samlaða talið av útlendskum ferðafólkum til Føroyar roknast at vera 38 560 í 2008. Afturat teimum 38 560 ferðafólkunum koma tey, ið komu til Føroyar við ferðamannaskipi. Hesi vóru, við manning, 33 000. Samanlagda ferðafólkatalið av útlendingum í Føroyum kann sostatt sigast at vera 71 560. Visit Faroe Islands metti í 2005, at 45 000 ferðafólk vitjaðu Føroyar. Talið var mett at standa í stað í 2006. 

Ferðafólkaflutningurin loftvegis til Føroyar er tann ferðabólkurin, ið hevur økt mest um ferðafólkatalið. Seinastu tíggju árini er ferðafólkatalið tvífaldað til uml. 230 000.  Her er talan um komur og fráferðir. Metingar hjá Visit Faroe Islands meta, at 79 % av ferðafólkunum hjá Atlantic Airways eru føroyingar. Í 2008 komu 111 033 ferðafólk til Føroyar. Av teimum vóru 21 % útlendingar, um vit fylgja metingum hjá Visit Faroe Islands, svarandi til 23 316 útlendingar (í 2006 – 21 690). 

Norröna, ið er einasta ferðamannaskip við regluligum túrum til Føroyar, flutti í 2006 31 533 ferðafólk til Føroyar. Av teimum vóru 46,5 % føroyingar. Hini 53,5 % komu í høvuðsheitum úr Skandinavia (33,8 %) og Norðurevropa (13,4 %) og vóru 16 870 av samlaða ferðafólkatalinum. 

Talið av ferðamannaskipum, ið koma inn á Tórshavn, tykist at vera í støðugum vøkstri. Nevnast kann, at í 1999 var talið av ferðafólkum, sum komu við ferðamannaskipum, stívliga 7000, uttan manning. Longu í 2006 var hetta talið nærum fýrafalda, tá talið av ferðandi var 25.000, uttan manning. Verður manningin tald við, vóru umleið 33.000 ferðafólk í hesum bólki í 2006. Ein kanning, sum var gjørd í 2006 av einum bólki, settur av Tórshavnar kommuna vísti, at ferðafólkini brúka í miðal bert 100 kr. hvør. Brúkar hvørt av ferðafólkunum 100 kr. í miðal, tá eru útferðir ikki íroknaðar, kann inntøkan roknast at vera 2,5 mió. kr. Um manningin verður tald við, er inntøkan 3,3 mió. kr. Tá samlaða BTÚ fyri Føroyar var 11.738 mió. kr í 2006, var nýtslan hjá hesum ferðafólkunum einans 0,028 % av samlaðu bruttutjóðarúrtøkuni.

Síðani 1945, og serliga síðani fyrst í 1970-árunum, er millumtjóða handil vaksin nógv. Ein avleiðing av hesum er búskaparliga altjóðagerðin, sum hevur viðført handilsliga frælsisgerð millum lond. Sum avleiðing av samráðingum í GATT og síðan 1995 í Heimshandilsfelagsskapinum er altjóða handil vorðin alsamt meira opin. Hetta hevur millum annað havt við sær, at tollur er lækkaður, og at aðrar handilsforðingar eru beindar burtur. Føroyar eru til dømis limir í heilsufrøðiliga økinum í ES og gjørdust í 2005 partur av alevropiska miðjarhavsøkinum um samsavnan av uppruna (EMFTA, Euro-Mediterranean Free Trade Area). Føroyar hava síðan 1. januar 1995 verið fevndar av danska limaskapinum í WTO. Sostatt eru altjóða ásetingar, sum eru gjørdar í hesum felagsskapi, eisini galdandi fyri Føroyar. 

Føroyar hava í løtuni fríhandilssáttmálar við Evropasamveldið og EFTA-londini Noreg, Ísland og Sveis – hetta eru fýra sáttmálar við tilsamans 28 lond. Umframt hetta er MFN-sáttmáli við Russland komin í gildi í 2006. Hetta er ikki ein handilssátmáli, men ein sáttmáli sambært Most Favoured Nation-meginregluni í WTO, sum sigur, at allar sømdir, eitt land veitir einum øðrum, skulu galda fyri øll WTO-lond. Føroyar kunnu sostatt ongantíð fáa verri sømdir enn nakað annað land, ið hevur handilssamband við Russland. Í roynd og veru merkir hetta, at tollurin á fleiri vørum er farin í helvt. Føroyar hava áður havt handilssáttmálar við Finnland, Svøríki, Pólland og Estland, sum allir fullu burtur, tá hesi fýra londini gjørdust limir í ES. Føroyar og Russland royndu í fleiri ár at fáa ein handilssáttmála landanna millum, men tað eydnaðist kortini ongantíð at koma endaliga á mál, tí Russland knýtti WTO-limaskapin at handilssáttmálnum. Úrslitið var, at Føroyar gjørdu ein sáttmála við Russland, sum byggir á grundregluna hjá WTO um Most Favoured Nation Treatment. Sáttmálin kom gildið í 2006. 
 
Sáttmáli Føroya við ES frá 1996 er fríhandilssáttmáli, ið loyvir ídnaðarvørum frítt at fara millum partarnar báðar meðan tað eru avmarkingaravmarkingar á landbúnaðar- og fiskivinnuøkinum. Føroyar hava at kalla veitt ES fullkomnan fríhandil (seyðakjøt og mjólkaúrdrátt undantikið), meðan tað eru avmarkingar hinvegin. Kortini hevur gongdin síðan 1991 verið, tá ið Føroyar á fyrsta sinni fingu fríhandilssáttmála við EF, at færri og færri handilsforðingar eru. Í 2005 gjørdust Føroyar partur av kummuleringskipanini, eisini nevnd samsavningarskipanini, hjá ES. Í stuttum merkir hetta, at tað er lættari hjá Føroyum at hava handil við ES-limalondini, Ísland, Noregi og Sveis. Skipanin hevur fleiri tættir, sum vinnulív í Føroyum kann nýta. Ein av meginreglunum í skipanini er, at vørur kunna skifta uppruna millum lond í skipanini. Tað ber til at keypa rávøru, tilvirka vøruna og útflyta hana sum føroyska vøru.

Høvuðsgrein: Djóralívið í Føroyum

Ríkt djóralív er í Føroyum. Nógvur seyður og nógvur fuglur, har uppií lundar og eisini tjøldur, sum er tjóðarfuglur landsins. Í havinum eru ein ørgrynna av fiskasløgum, kópum, krabbum, rækjum, og hvalum, m. a. bóghvítuhvalur, grindahvalur og augustur. Hendinga høgguslokkur sæst eisini. Seyðurin er tann mest eyðsýndi parturin av djóralívinum í haganum. Samstundis hevur hann eisini so mikið stóra ávirkan á vøksturin, at hann setur dám á skordýra- og fuglalívið. Rotta og mús liva í Føroyum, hóast músin er á einum avmarkaðum øki, á nøkrum fáum oyggjum (Músin, sum livir í Føroyum er vestanmúsin (Mus domesticus)) 




#Article 2: Borðoy (145 words)


Borðoy liggur mitt í Norðoyggjum. Hon er nógv innskorin og hevur tí nógvar endar, barð, og oyggin hevur fingið navn eftir hesum barðum. Nógv tað størsta plássið er býurin Klaksvík, sum við sínum 4 600 fólkum hevur 80 % av fólkatalinum í Norðuroyggjum. Hon er eisini størsta fiskivinnuhavnin í landinum. 

Borðoy er tann størsta av teimum seks Norðoyggjunum og hevur 8 bygdir. Frá suðuri: Norðoyri, Klaksvík, Ánirnar, Árnafjørður, Norðtoftir, Depil, Norðdepil og norðast er tann nú manntóma bygdin Múli. Borðoy er kend fyri sína fjølbroyttu náttúru við stórbærum fjøllum, djúpum dølum og vøkrum firðum. 

Í 1837 bygdi Kongaliga einahandilin úthandil í Klaksvík. Tá ið einahandilin helt uppat, vórðu handilshúsini seld. Í dag eru tey karmur um fornminnissavnið í býnum. Í 1963 fekk Klaksvíkin nýggja stásiliga kirkju, sum hóskar sera væl til príðiligu fjøllini uttanum býin.

Ánirnar, Árnafjørður, Depil, Klaksvík, Múli, Norðdepil, Norðoyri, Norðtoftir, Skálatoftir, Strond




#Article 3: Eysturoy (197 words)


Eysturoy, ið er 286 km² stór, er næststørsta oyggj í Føroyum. Her búgva umleið 10.000 fólk. Við sínum góðu busssambondum bæði í oynni og til hinar partarnar av landinum, kann við røttum sigast, at oyggin er ein miðdepil í Føroyum. Oyggin bjóðar teimum vitjandi eina ørgrynnu av upplivingum, sum røkka frá undurvøkrum landslagi, hugnaligum bygdum, søguligum støðum til framkomnar, nýmótans bygdir og býir. Syðst á oynni er landslagið eftir føroyskum viðurskiftum reiðiliga slætt og lætt at ferðast í til gongu. Norðantil er Eysturoyggin brattari við høgum fjøllum; trý av teimum eru yvir 800 metrar høg, tey eru Slættaratindur, sum er 882 metrar høgt og sostatt hægsta fjall í Føroyum, Gráfelli og Svartbakstindur.

Gisting er møgulig í flest øllum bygdum í Eysturoy. Gistingartilboðini røkka frá hotellum til skótadeplar, tjalding og ból og bita. Tjaldingarpláss og pláss til búvognar eru eisini í oynni, og harafturat finnast matstøð og kaffistovur um alla oynna. Í flestu bygdunum eru nýggj upplýsingarskeltir sett upp. 

Eiði, Elduvík, Fuglafjørður, Funningsfjørður, Funningur, Gjógv, Glyvrar, Gøtugjógv, Hellurnar, Innan Glyvur, Kolbanargjógv, Lambareiði, Lambi, Leirvík, Ljósá, Morskranes, Nes, Norðragøta, Norðskáli, Oyndarfjørður, Oyrarbakki, Oyri, Rituvík, Runavík, Saltangará, Saltnes, Selatrað, Skálafjørður, Skáli, Skipanes, Strendur, Svínáir, Syðrugøta, Søldarfjørður, Toftir, Undir Gøtueiði, Æðuvík.




#Article 4: Fugloy (517 words)


Fugloy, sum hevur fingið navn av tí nógva fugli, ið har búleikast, er tann minsta av Norðoyum, 11.1 km², og hon liggur eisini longst burtur frá hinum. Fugloyggin er ein kommuna við tveimum bygdum. Tær eru Kirkja og Hattarvík. Kirkja og skúli eru í báðum bygdunum. Tær báðar bygdirnar í oynni eru brimpláss, og hetta saman við hennara fjarleiki hevur gjørt, at fólkatalið er nógv minkað; í 40'unum búðu omanfyri 200 fólk í Fugloy. Í 1950 vóru skrásett 195 fólk. Fólkatalið var 38 við ársbyrjan 2014. Í prosentum upplivdi Fugloyar kommuna nógv tann størsta fólkavøksturin í 2014-2015. Í tíðarskeiðinum 1. mars 2013 ti 1. mars 2014  øktist fólkatalið í Fugloy við trimum úr 38 upp í 41 fólk, og tað svarar til ein vøkstur upp á heili 7,9 prosent.

Fugloyggin er eitt náttúruvakurt stað. Mótsatt teimum sunnaru oyggjunum í Føroyum er Fugloyggin sermerkt, við at tað, sum er omanfyri sjóvarmálan, bert eru tær ovastu basaltfláðirnar, tí er oyggin brøtt við steyrrøttum homrum runt alla oynna, omaná er grønt og gróðrargott og fleiri sjáldsamar plantur eru at finna. Fuglalívið er fjølbroytt, og eins og í Mykinesi er atkomuligt lundaland í haganum. Í bjørgunum runt oynna er stórt fuglameingi. Fugloyggin hevur havt elligamlar skipanir við røkt og veiðu í fuglabjørgunum. Men gongdin við tí stóra fallinum í fólkatalinum og at tað eru flest gomul fólk á oynni, ger tað torført hjá teimum yngru á staðnum at søkja bjørgini. Tað er eitt vandamál, at tey ungu ikki vera lærd upp í hesum yrki. 

Í Hattarvík eru fleiri elligamlar toftir og niðurdottin gróthús og úthús eins og nógva aðrastaðnis í Føroyum. Fyri nøkrum árum síðani var farið undir at laga nøkur av hesum uppaftur og seta tey í upprunaligan stand. Onkur av hesum úthúsum vera nevnd í eitt nú søgnini um floksmenninar. Hetta arbeiði er ikki bara til prýðis fyri bygdina, men er eisini av søguligum og mentanarligum týdningi. Arbeitt verður við ymiskum verkætlanum. Ein er Fugloy í søgu og søgn. Málið er at byggja upp eina væl skipaða og burðardygga ferðavinnu í oynni, sum kann styrkja búsetingina. Verkætlanin er eitt tiltak, ið Útoyggjafelagið og bygdarfólki hevur tikið stig til. Umframt hetta verður í løtuni roynt virksemi við mati úr lokalari rávøru. 

Hægsta fjall í Fugloy - Klubbin - er 621 m. 

Fugloyggin var av fyrstu tíð flotoyggj. Menn róðu at henni at kasta stál á hana og festa hana í botn, men einki batti, tí fult stóð av trøllum fram við bakkanum, og tey loftaðu øllum, ið blakað varð í land, og tveittu tað aftur á sjógv.
So vóru allir prestarnir heintaðir saman fyri at fáa oynna til at standa. Teir vóru fluttir út til hennara og bíndu ikki av henni alla tíðina, meðan róð varð, at hon skuldi ikki fara burtur úr eygsjón.  Ein av prestunum stóð fremstur í bátinum og kastaði Bíbliuna upp á land, meðan allir hinir stardu fast upp á oynna.
Tá hjálpti, teir vóru mentir yvir trøllunum og vendu tey um til túgvur. Túgvurnar hava staðið tjúkt eftir bakkanum við Kirkju fyrr, men nú eru tær burturfarnar, sum tað er matað niðan undir av brimi.




#Article 5: GNU Free Documentation License (109 words)


GNU Free Documentation License (GFDL ella GNU FDL) er eitt copyleft loyvi til frælst innihald, skapað av Free Software Foundation (FSF) til GNU-verkætlanina.

Loyvt er at skapa til ritbúnaðar skjalprógv. Loyvi ber við sær, at øll avrit av tilfari, hóast tað er broytt, hava sama loyvi sum upprunatilfarið. Hesi avrit kunnu seljast, men um tey verða hópframleidd, skulu tey vera í einum sniði, sum gjørligt er at gera fleiri broytingar í. Wikipedia er størsta tilvísingarverkætlanin, sum brúkar loyvi í løtuni.

Fyri at eitt skjal kann vera umfatað av GFDL, skal ein viðmerking skoytast uppí um upphavsrætt undir GFDL.

Øll Wikipedia-skjøl eru útgivin til almenningin undir GNU Free Documentation License.




#Article 6: Wikipedia (196 words)


 
Wikipedia er ein alfrøði við opnum innihaldi, skrivað í samarbeiði millum sínar brúkarar. Wikipedia verður stýrd av Wikimedia, ein non-profit grunnur stovnaður til endamálið. Her í   fevnir hon um eitt stórt evnisøki og hevur  greinar í føroysku útgávuni.  Í januar 2004 vóru umleið 400 000 greinar á ymiskum málum í Wikipedia. Meginparturin, ella umleið 200 000, vóru á enskum.

Wikipedia byrjaði við ensku útgávuni tann 15. januar 2001. Tann føroyska útgávan byrjaði tann 20. juni 2004.

Tey trý eyðkennini við Wikipedia eru:

Wikipedia verður stuðlað av Richard M. Stallman og Free Software Foundation.

Ein av avbjóðingunum hjá Wikipedia er vandalisma - skilt sum tápuligur ella uppøsandi broytingar í greinum.

Sarah Lane, vertur fyri Sarah's Blog Report, sum er ein partur av sjónvarpssendingini Screen Savers, vandaliseraði í eini sending Wikipedia-síðuna um monkeypox í ensku Wikipedia-útgávuni. Hon skrivaði Sarah Lane is totally cool and does not have monkeypox. Seinni skrivaði hon: Although this excites me in its ease and simplicity, it's a little frightening. I mean, what if I had instead written 'My boss is a big fat **** and his phone number is ****'? Sure, somebody would delete it, but this calls for some seriously dedicated moderators. 




#Article 7: Alfrøði (178 words)


Alfrøði er ikki ein ávís vísindagrein, sum so nógvar aðrar. Orðið alfrøði merkir frøði um alt. Vanliga inniheldur ein alfrøði ikki serliga nógva vitan um nakað serstakt, men eitt sindur um næstan alt. Ein alfrøði er ofta ein endurspeglan av teirri vitan, sum er til; eitt savn av stuttum upplýsandi greinum um mestsum alt, so fólk lætt kunnu leita sær fram upplýsingar. Franski heimspekingurin Diderot tók stig til fyrstu alfrøðina, har hann fekk fremstu heimspekingar, rithøvundar og granskarar í tíðini at skriva greinar um øll hugsandi evni. Henda fyrsta alfrøðin taldi heili 37 tjúkk bind. Tað eru túsundatals greinar um ymisk evni í Alfrøðini. Í hvørji grein eru tilvísingar til myndir, og í hvørjari mynd eru talmerktir smálutir. Greinin um skurðviðgerðaramboð hevur ikki færri enn tólv slíkar smálutir.

Einhvør alfrøði er skipað sum eitt uppslagsverk, t.e. eitt verk, ið lætt er at sláa upp og finna upplýsingar í um eitthvørt.

Sum Encyclopædia Brittanica, ein stór og kend enskmælt alfrøði, tekur til; As knowledge grows, so do we; ella á føroyskum; So hvørt sum vitanin veksur, vaksa vit við.




#Article 8: Wiki (177 words)


Hugtakið Wiki vísir til eitt slag av ritbúnaði, sum gevur brúkarum møguleika at samstarva um at savna og skifta um vitan og kunning um ávís evni. Ward Cunningham hevur ment forritið. Hann og Bo Leuf hava saman skrivað bókina The Wiki Way (2001), sum tøkniliga er avoldað, men sum kortini greiðir væl frá wikihugburðinum. Orðið, Wiki, stavar frá hawviiska WikiWiki.

Í einum Wiki kunnu brúkarar frítt skriva og almannakunngera tilfar, serliga skrivað tilfar, men í nýggjari forritum ber eisini til at goyma eitt nú myndir og fílur av ymsum sløgum. Brúkarar kunnu frítt broyta tilfar hjá hvørjum øðrum, teir kunnu kjakast um ávís evni og eru í vissan mun við til at tilevna skipanina av eini Wiki.

Grundskipanin í eini Wiki er ovurtekstaskipanin (hypertekstaskipanin), sum er høvuðsskipanin á internetinum. Ein Wiki er forritað t.d. í PHP, og dátur (síður) verða goymdar í einum dátugrunni, ofta MySQL.
Síður verða heintaðar ella stovnaðar við at brúka HTTP-protokollina og boðini, GET og POST.
Lesing fer fram á vanligari vevsíðu, meðan skriving og rætting fer fram í formpartinum á eini vevsíðu.




#Article 9: Danmark (641 words)


Danmark er eitt land í Skandinavia í Norðurevropa við 5,75 mió. íbúgvum. Danmark verður saman við Grønlandi og Føroyum nevnt Kongsríki Danmarkar. Danmark hevur mark til Týskland í suðri og er umgirt av fleiri høvum: Norðsjógvurin (Vesterhavet), Skagerrak og Kattegat móti vestri, norði og eysti frá Jútlandi, Kattegat og Eystrasalt norðan og sunnanfyri tær donsku oyggjarnar. Danmark er hálvoyggin Jútland og 443 navngivnar oyggjar og hólmar.
Størsti býurin og høvuðsstaðurin er Keypmannahavn. Miðallívsævin í landinum er 78,13 ár. Høvuðsmálið er danskt. Størsti landspartur i Danmørk er langa, smala nesið, Jútland, sum hevur mark ímóti Norðurtýsklandi. Eystan fyri Jútland er tað, sum eftir er av landinum; næstan fimm hundrað oyggjar, einar hundrað teirra eru bygdar. Danmørk er tað syðsta av Norðurlondum og eitt av slættastu londum í heiminum.

Fyrsti kongurin, teir søgufast vita um ráddi fyri øllum danaveldi, var Gormur gamli um 930. Tá var landið nógv størri enn nú; alt tað sunnasta av Svøríki harafturat alt Suðurjútland var danskt land. Longu tíðliga í miðøldini fóru týskarar at troðka seg norður eftir, og so við og við fingu teir alt tað sunnasta av Suðurjútlandi undir seg. Í árinum 1864 mátti Danmark avluta alt Suðurjútland til týskarar, men teir fingu norðaru helvtina aftur í 1920. Í árinum 1376 varð Ólavur, sonur Margretu drotning í Danmark og norska kongin Hákun tann 6. kongur í Danmark, og í 1380 gjørdist hann kongur í Noregi og hjálondunum. Eftir hetta komu Noreg og Danmark at vera eitt ríki líka til 1814, tá ið tey skiltust av svenskum ávum, meðan Føroyar, Grønland og Ísland vóru eftir. Millum 1600-1700 minkaði landið stórliga. Donsku kongarnir, sum tá ráddu, góvu seg í bardaga við Svøríki, og hesir bardagar endaðu við, at Svøríki legði alt land eystan Oyrasund undir seg.

Meginparturin av fólkinum í Danmark býr í býum við strendurnar. Býirnir vórðu bygdir her, tí at havið og vøtnini vóru týdningarmiklar samferðlsuleiðir. Í flestum londum í Vesturheiminum (Europa og Norðuramerika) eru mong, ið hava eina rættiliga frílynta áskoðan á hjúnalag og húski. Henda hugsan er eisini galdandi í Danmark og í hinum Norðurlondum. Mong donsk børn vaksa nú á døgum upp hjá annaðhvørt ógiftum foreldrum, ið hava somu lógarrættindi sum gift foreldur, bara mammuni ella bara pápanum. Vanligt er eisini nú, at menninir eru uppi í øllum húsligum arbeiði, og alt fleiri og fleiri konufólk arbeiða úti. 1 % av fólkinum eru ikki lesifør og 2,8 % av fólkinum er arbeiðsleys. 

Útlendingar økja fólkatalið í Danmark; 86 prosent av fólkavøkstrinum frá 2009 til 2013 stavaði frá útlendingum . Tað merkir, at øll skulu hava undirvísing frá 0.-9. flokk. Undirvísingarskyldan byrjar 1. august tað árið, ið barnið fyllir 6 ár. Foreldur kunnu velja ímillum fólkaskúlan, privatskúlar og heimaundirvísing. Síðan er møguleiki fyri at næmingurin kann ganga í 10. flokki, taka eina vinnuútbúgving ella eina miðnámsskúlaútbúgving (gymnasiala útbúgving). Eftir tað verður eitt stórt úrval av ymiskum útbúgvingum útbjóðaðar á ymiskum støði og innan ymiskar vinnur.

Tað eru otta fróðskaparsetur í Danmark, harav tað elsta er Københavns Universitet. Harumframt eru Aarhus Universitet, Syddansk Universitet, Aalborg Universitet og Roskilde Universitet ið øll hava fleiri fakultet, og harafturat eru Danmarks Tekniske Universitet, Copenhagen Business School og IT-Universitetið í Keypmannahavn, ið hava eitt fakultet. 
Professiónsháskúlar ella sonevnd university colleges eru at finna kring alt landið, umframt útbúgvingarstovnar innan tónleik, list og arkitektur.

Vegirnir í Danmark eru bæði góðir og nógvir. Jarnbreytirnar eru eisini ógvuliga tættar, so skjótt er at koma ímillum teir ymsu landspartarnar eftir jarnbreytini. Fyri at lætta um samferðsluna hava teir bygt tvær stórar brúgvar: Lítlabeltsbrúnna og Stórstreymsbrúnna. Úr Keypmannahavn slepst við toki til tey flestu lond í Evropa. Í Kastrup tætt við Keypmannahavn er óføra stór flógstøð. Millum teir ymsu donsku landspartarnar verður dúgliga flogið, og eisini millum Keypmannahavn og Føroyar. Ferðamannaskipini tróta heldur ikki, hvørki innansyndis ella millum Danmark og útheimin. Til Svøríkis er fartur fleiri ferðir hvønn dag, og sama er til Týsklands.




#Article 10: Lívfrøði (142 words)


Lívfrøði (biologi) er læran um lív. Grikska orðið, biologi, er samansett av orðunum bio, sum merkir liv og logos, som merkir vitan ella frøði. Lívfrøðin fevnir sera vítt, og fleiri øki verða ofta roknað sum sjálvstøðugar vísindagreinir.

Lívfrøðin kann førast aftur til gomlu grikkarnar. Serliga Aristoteles (384 f.Kr. - 322 f.Kr.) eygleiddi nógv dýr og plantur. Hann bólkaði og setti fram ástøðir. Í 1600-talinum var mikroskopið uppfunnið og framdi hetta eina kollvelting innan økið. Til bar nú at síggja kyknur, bakteriur og annað. Í 1859 gav Charles Darwin bókina On the Origin of Species út og legði harvið lunnar undir læruna um lívmenningina. 

Í 20. øld varð funnið útav, at arvaeginleikarnir liggja goymdir í lítlunum kromosomunum, og nógv framstig vóru síðani gjørd innan arvalæruna, sum t.d. at kromosomini eru ein dupultspiralur, sum nú verður nevnt DNA.

Innan lívfrøðina eru nógvar lærugreinar savnaðar:




#Article 11: Tú alfagra land mítt (187 words)


Síðan Føroyar fóru at taka lut í altjóða fótbólti, er tjóðsongur okkar borin fram víða um lond. Henda yrkingin, sum fyri 100 árum síðani varð yrkt í Føgrulíð, har sum søgan í dag teskar úr hvørjum steini, hoyrist nú langt út um Føroya strendur, men fyrst og fremst hevur hon vunnið sær pláss í føroyinga sál. 

Tú alfagra land mítt,
mín dýrasta ogn!
á vetri so randhvítt,
á sumri við logn,
tú tekur meg at tær
so tætt í tín favn.
Tit oyggjar so mætar,
Gud signi tað navn,
sum menn tykkum góvu,
tá teir tykkum sóu.
Ja, Gud signi Føroyar, mítt land!

Hin roðin, sum skínur
á sumri í líð,
hin ódnin sum tínir
mangt lív vetrartíð,
og myrkrið, sum fjalir
mær bjartasta mál,
og ljósið, sum spælir
mær sigur í sál:
alt streingir, ið tóna,
sum vága og vóna,
at eg verji Føroyar, mítt land.

Eg nígi tí niður
í bøn til tín, Gud:
Hin heilagi friður
mær falli í lut!
Lat sál mína tváa
sær í tíni dýrd!
So torir hon vága

at bera tað merkið,
sum eyðkennir verkið,
ið varðveitir Føroyar, mítt land!




#Article 12: Teldur (129 words)


Ein telda er ein (vanliga elektronisk) maskina, sum handfer dátu og upplýsingar, hon fær frá brúkarum ella forritum ella báðum. Hetta merkir fyri ein vanligan brúkara, at teldan hevur eina stýriskipan og so nøkur forrit omaná, sum hon nýtir til at loysa ymsar uppgávur við. Í fyrstuni var teldan mest nýtt sum hjálpartól til talfrøðiligar uppgávur, men í dag er hon vorðin ein partur av okkara lívsstíli og er at finna í teimum flestu umhvørvunum, til dømis í fartelefonum, bilum, ídnaðarmaskinum og øðrum.

Fyrstu teldurnar vórðu bygdar í USA, Bretlandi og Týsklandi millum 1940 og 1950. Tær vóru sera stórar, men tey seinastu árini hevur menningin gingið sera skjótt. Í dag eru teldur eisini rættiliga bíligar í mun til, hvat tær kostaðu til dømis fyri bert fáum árum síðani.




#Article 13: Hestoy (503 words)


Hestur liggur millum Streymoynna og Sandoynna og er bert 6 km² til víddar, men har hevur fólk búð líka frá landnámstíð ella eldru miðøld. Hestur er útoyggj, 18 merkur stór, harav 7 merkur kongs. Oyggin er rættiliga høg (421 m), og í erva er hon ein stórur slætti við fleiri smáum og vøkrum vøtnum. Hægstu støðini á oynni eru Eggjarók og Múlin. Vestursíðan í Hesti er brættlendi, har einaferð var nógvur lomvigi í berginum. Oyggin er vøkur og har er nógvur heiðafuglur. Í bygdini hoyrist songurin frá heiðafuglinum sjáldsama væl. Uppi á oynni, omanfyri bygdina liggur m.a. Fagradalsvatn, eitt stað, ið nógv ferðafólk vilja uppliva. Hestbjørgini hava leingið verið eitt væl vitjað ferðamál, og nú eru røddir frammi um, at útbyggja hesar útferðir til gongutúrar runt alla oynna. 

Elsta búplássið man hava verið á syðsta enda á oynni, úti á Hæli, tí har finnast leivdir eftir fornari búseting, og har er besti sólagangur, so korn hevur búnast væl. Men av tí at eingir møguleikar eru at søkja sjógvin haðani, eru hestmenn fluttir hagar, bygdin nú er. Í sambandi við, at nýggj ferjuhavn, Gamlarætt, varð gjørd á vestursíðuni á Streymoynni, og nógv grót mátti spreingjast burtur, varð ein partur av hesum gróti førdur yvir um Hestsfjørð og nýttur til nýggja havn í Hesti, sum hevur givið sjóvinnuni og samferðsluni við oynna stórar fyrimunir. Hóast bygdin er lítil, undir 50 fólk, hevur hon svimjihøll. Hestmenn liva av fiskivinnu og landbúnaði, men eins og í Skúgvi er vestursíðan á Hesti bratt berg, og fuglaveiðan hevði rættiliga stóran búskaparliga týdning fyrr, serliga lundafleyggj. Í fuglabjørgunum eigur alskyns bjargafuglur, m. a. er nógvur lomvigi. Teir gomlu søktu bjørgini, og hetta lá væl fyri, tí gongt var um stóran partin av teimum.  Men bakkin er leysur - fyri einum 200 árum síðani tóku bjørgini at leypa víða hvar undir oynni. 

Í Hestbygd er vinnuvegurin seyðahald og útróður. Umframt hetta eru nøkur almenn parttíðarstørv. Samferðslan ger, at tað ikki gjørligt hjá familjum at búgva í oynni og røkja starv o.a. í Havn, tí eru tað fá sum ferðast í millum til arbeiðis. Hestur liggur bert eitt hanagleiv frá Streymoynni og øllum teimum vælferðarmøguleikunum sum eru har. Hendan stutta fjarstøða til meginlandið kann á ymiskan hátt gagna Hestbygd, m.a. kunnu góðir flutningsmøguleikar skapa grundarlag fyri ymiskum vinnugreinum. Bátahylurin og havnarlagið er fyrsta stigið á leiðini. Útróður var einaferð høvuðsvirksemi á oynni og kann við tillaging til broyttu krøvini aftur gerast ein partur av bygdarlívinum, men ferðavinna er helst tann vinnugvegur, sum í dag er mest sannlýkur.

Oyggin er long og smøl, hægstu støð eru Eggjarók og Múlin, bæði 421 metrar. Oyggin er sløtt omaná - sunnarlaga eru smá vøtn, t.d. Fagradalsvatn og Hálsvatn. Norðari partur av Hesti er høgur og brattur, meðan lendið lækkar longur suður ein kemur. Øll vestursíðan er høgur bakki.  Har eru fýra stakkar, m. a. Álvastakkur við Álvagjógv. Hestur er vøkur 421 metrar høg oyggj. Oyggin er rættliga høg, og í erva er hon ein stórur slætti við fleiri stórum og smáum vøtnum.

Sí høvuðsgrein: Hests kirkja.




#Article 14: Kalsoy (517 words)


Kalsoy er ein long og smøl oyggj, sum eisini er tann vestasta av teimum seks Norðuroyggjum. Til víddar er hon 31 ferkilometrar, og vegasamband og fýra tunlar gera tað koyrandi millum allar bygdirnar. Hon hevur 4 smáar bygdir, sum eru bundnar saman við vegum og 4 tunlum. Best kenda søgnin úr Kalsoynni, er søgnin um Kópakonuna í Mikladali. Í Kalsoy er bert ein kommuna, sum er Húsa kommunu, ið fevnir um bygdirnar Húsar og Syðradal. Áður var eisini Mikladals kommuna, sum fevndi um bygdirnar Mikladal og Trøllanes, men hesar bygdir eru nú partar av Klaksvíkar kommunu. Í teimum fýra bygdunum búgva tilsamans 95 fólk, harav búgva 62 fólk í Húsa kommunu, 48 á Húsum og 14 á Syðradali, 53 fólk búgva í Mikladali og 24 á Trøllanesi. 

Kallsoyggin er ein smøl norð- suðurgangandi fjallarøð og ikki javnt høg. Norðantil, serliga vestursíðan, er høgt berg, men longur suðuri lækkar bergið og verður til brattar líðir og skorar, undirhagin er lítil á verstursíðuni. Eystursíðan er meira grøn og ikki so brøtt. Á oynni eru í alt 11 dalar. Oyggin verður meira høglig longur suður ein kemur. Nestindar (788 m.) eru hægsta fjall á Kalsoynni. Næsthægsta fjallið er Botnstindur, sum er 743 m. høgt. 

Navnið hevur Kalsoy eftir Kallinum, sum var drangur norðast á oynni.

Á Kallsoynni er nógvur haga/landfuglur. Norðantil er nógvur bjargafuglur. Haran er einasta villini súgdjórið á oynni, og hvørki mýs ella rottur finnast, hóast rotta finst á øllum grannaoyggjunum. 

Plantulívið er áhugavert og fleiri sjáldsamar plantur finnast bæði við Galvin og í norðasta parti av oynni. Kalsoyggin er einasta oyggin Føroyum, har tað er staðfest at øll fýra sløgini av føroyskum píli vaksa .

Bygdirnar, ið allar liggja á eystursíðuni á oynni, eita Syðradalur, Húsar, Mikladalur og Trøllanes. Fyrr var eisini bygdin Blankskáli á vestursíðuni á oynni, men eftir ógvusligt skalvalop í 1809 flutti alt fólkið haðani og búsettist í Syðradali í staðin.

Kalsoy er eitt landbúnaðarøki; tey flestu ársverkini eru í landbúnaðinum, harnæst kemur arbeiðið á Smoltstøðini í Knúksdali. Onnur ársverk eru fraktkoyring, busskoyring og læraravstarvið. Parttíðarstørv eru í landbúnaðinum, hjá landsverkfrøðinginum, í handlinum, postútbering, heimahjálp, ein smiður, lastbilakoyring og nakrir eru sjómenn. Nøkur hava sítt dagliga yrki í Klaksvík og aðrastaðnis, onkur av hesum ferðast til arbeiðis og aftur, hvønn dag. Ferðavinnan er við at fáa fótin fastan, og virksemi hjá Sp/f Viljanum fevnur um mat og túrar í oynni. Smiðjan hjá Mikkjal á Trøllanesi er eisini eitt handverk- og ferðavinnutiltak, umframt onnur ferðavinnutiltøk sum eru ávegis. Síðani tunlarnir komu á oynni og lunnar vóru lagdir fyri góðum ferðasambandi, er virksemi økt. 

Nógv seyðahald er í oynni, og í Mikladals kommunu er eisini nógv neytahald. Har eru eini 40-50 neyt, av hesum eru 25 mjólkineyt, sum øll eru á Trøllanesi. Annars eru kalsoyingar til skipsfiskiskap, nakrir arbeiða í Klaksvík, og seinastu árini hevur eisini verið arbeitt við at sambinda allar bygdirnar í oynni við vegum og tunlum. Tað eru fýra tunlar í oynni, sum samanlagt hava eina longd uppá 5.500 metrar. Ein smoltstøð er í Knúksdali millum Húsar og Syðradal, og har arbeiða 5 til 10 fólk. Støðin framleiðir 1,7 millión smolt um árið. 




#Article 15: Koltur (332 words)


Koltur liggur í ein útnyrðing stutt frá Hesti, sum er minsta bygda oyggj í Føroyum, 2,3 km² til víddar. 1 fólk býr fast alt árið í Koltri og hevur gjørt tað síðani 1997. Alt ferða- og flutningssamband við Koltur er við tyrluni hjá Atlantsflog. Hon flýgur mikudag, fríggjadag og sunnudag. Hesar dagar ber til at koma til Havnar og aftur sama dag. Til ber at sigla til Kolturs, men av tí at atløguviðurskiftini eru sera vánalig, er tað ikki gjørligt at koma við báti higar uttan í góðum líkindum, tá tað er kyrt. Onki alment ferðasamband er sjóvegis. Koltur er eitt serliga náttúruvakurt stað, umhvørvið alt lýsir føroyska søgu og siðir fleiri árhundrað aftur í tíðina. Møguleikarnir fyri náttúruupplivingum eru stórir, bæði við útferðum í bjørg og haga, men eisini á slættlendinum við gomlu bygningarnar og í fjøruni við tí hvíta sandinum. 

Har býr bert ein familja, sum hevur oynna í festi frá tí almenna. Umleið helvtin av Føroya jørð er almenn jørð, sum er býtt sundur í bóndagarðar, sum verða festir til ávísar bøndur. Ein av hesum gørðum er oyggin Koltur. Stórur partur av oynni er eitt høgt fjall, ið hevur givið henni navn, og navnið er av fornnorrønum uppruna, kemur av gamla orðinum koltr, ið merkir fjallaknúkur. Koltur eins og Hestur er bygd longu í landnámstíð ella stutt eftir. Upprunaliga hevur oyggin verið ein garður, men hann er býttur í tveir garðar tíðliga í tíðini, og soleiðis eru komnir tveir býlingar. Tann upprunaligi eitur Heimi í Húsi, og hin yngri Norðuri í Gerðum. Seinri fóru hesir garðar aftur sundur, soleiðis at tað vórðu 4 garðar. Fólkatalið vaks og var um 50, tá ið tað var uppá tað mesta. Bóndahjúnini, sum nú eru, búgva Norðuri í Gerðum, og við hjálp av peningaligum stuðli frá almennum og privatum peningastovnum og grunnum er sett í verk eitt arbeiði at seta tann eldra býlingin, Heimi í Húsi, í upprunaligan stand við sethúsum og úthúsum. Ætlanin við hesum er at varðveita ein gamlan føroyskan býling.




#Article 16: Kunoy (303 words)


Kunoy er tann í miðal hægsta oyggin í Føroyum, har 6 av fjøllunum røkka upp um 800 m. Kunoy er sum eitt høgt fjall, øll sum hon er, men norðan fyri bygdina Kunoy gongur ein trong, djúp gjógv, Skarðsgjógv, tvørtur um oynna. Suðurendin á Kunoy eitur Brattanes, og norðurendin Kunoyarnakkur, hann er hægsta forberg í Føroyum - 820 m. Oyggin hevur tvær bygdir, Haraldssund og Kunoy bygd, sum við byrging og tunnli hava fingið vegasamband við Klaksvíkina. Navnið hevur hon av einum drangi við norðurendan, sum eitur Konan. 

Hægstu fjøll á Kunoynni eru Kúvingafjall 831 m, Havnartindur 820 m og Urðafjall 817 m. Kúvingafjall er hægsta fjall á Kunoynni. Millum Borðoy og Kunoy er Haraldssund og Pollurin. Pollurin er millum Kunoyagalv, suðursíðuna á Kunoynni, og Borðoynna, og frá Pollinum norðureftir, millum Borðoynna og Kunoynna er Haraldssund. Í Haraldssuni frá bygdini Ánunum á Borðoy og norður um bygdina Haraldssund á Kunoynni rekur nakað hart, norðari í sundinum er lítið og einki rák. 

Eystanvert við Kunoyarnakk er ein drangur, sum eitur Konan, eftir honum eitur oyggin Kunoy. 

Við seks fjøllum yvir 800 metrar er Kunoy í miðal Føroya hægsta oyggj. Norðast á Kunoy er Kunoyarnakkur, sum rísur steyrrættur 819 metrar upp úr Norðuratlantshavinum. Á Kunoyarnakka er ríkt fuglalív – lundi, rita, lomvigi og onnur fuglasløg búleikast har. Nú eru tvær bygdir í Kunoy – vestanfyri er Kunoy, uppkallað eftir oynni, og eystanfyri er Haraldssund, uppkallað eftir sundinum millum Kunoy og Borðoy. Tað slepst í oynna tvørtur um eina byrging millum oyggjarnar. Tú sleppur vesturum oynna ígjøgnum tunnil, sum gongur tvørtur gjøgnum oynna. Tann triðja bygdin, Skarð, sum var norðan fyri Haraldsund, var avtoftað á vetri 1919. 

Á Kunoynni eru tvær bygdir - Haraldssund á eystursíðuni og Kunoy bygd á vestursíðini. Fyrr var ein bygd aftrat á eystursíðuni, sum æt Skarð, men har býr eingin nú. 




#Article 17: Lítla Dímun (245 words)


Lítla Dímun er minsta oyggj í Føroyum, bert 0,82 km² til víddar, men hon er 414 m høg. Har hevur ongantíð búð fólk, tí oyggin er so brøtt og ring at koma til, bert uppi á kollinum er ein lítil slætti. Men oyggin ber um 270 áseyð, og fuglur, serliga lundi, er nógvur. Lítla Dímun kann eisini vera vandamikil at sleppa uppá við sínum brøttu 414 metrum. Tey, sum eiga Lítlu Dímun, íbúgvarnir í Hvalba og Sandvík, tóku í 2008 stig til eina ferðafólkaverkætlan, sum skal veita pening til viðlíkahald av oynni og til bygdirnar báðar.

Lítla Dímun var eisini kongsjørð, men av tí at ringt var at fáa nakran at festa oynna, vildi kongur selja hana. Tað vóru suðuroyingar og fyrst og fremst hvalbingar, ið høvdu leigað og brúkt oynna, og í 1850 varð uppboðssøla hildin í Hvalba. Faktorin við kongaliga úthandilin á Tvøroyri bjóðaði móti hvalbingum og sandvíkingum, ið høvdu tikið seg saman í felag, og tí mundi prísurin koma so høgt upp. Hvalbingar og sandvíkingar áttu hægsta boð, næstan 5000 rbd (10.000 kr.)

Oyggin hevði eitt serligt seyðaslag, sum ikki er til longur. Seyðurin líktist geitum, hevði svarta og snøgga ull og var smærri enn seyðurin í dag. Hetta var styggur seyður og tí ringur at fáa í rætt. Nøkur ár eftir at kongur hevði selt oynna, varð hetta seyðaslag tikið av. Tað, sum ikki fekst í rætt, varð skotið niður. Tríggir útstappaðir seyðir av slagnum finnast í dag á Føroya Fornminnissavni.




#Article 18: Mykines (676 words)


Mykines er vestasta oyggj í Føroyum, og har búgva 13 fólk. Mykines er við sínum umleið 11 km2 eyðkend við sínum ríka fuglalívi. Her heldur súlan til saman við ørgrynnu av lunda og øðrum fugli. Oyggin er fevnd av lívi og ljóði allan sólarringin. Millum Mykines og Vágar er Mykinesfjørður, og hólmurin er skildur frá oynni av Hólmgjógv, men millum hólmin og oynna er brúgv. Súlan siglir summarhálvuna. Um veturin er tað tyrlan, ið røkir farleiðina. Tyrlan flýgur hvønn mikudag, fríggjadag og sunnudag, alt árið við fólki og farmi. 

Mykines er umleið 11 ferkilometrar til støddar og er tann oyggin, ið liggur longst vesturi í Føroyum. Á henni búgva umleið 10-15 fólk (2006), hóast har eru eini 40 hús. Ein skúli er á oynni, bygdur í 1894 og ein kirkja, bygd í 1879. Hóast fá fólk búgva á oynni, so koma nógv fólk har um summarið, og fyri 60 árum síðani búðu millum 160 og 180 fólk har. Har er nógvur fuglur og eisini ganga yvir 1000 seyðir har.

Mykines er eisini kend orsakað av málaranum Sámal Joensen-Mikines, ið man vera ein av teimum kendastu í Føroyum og verður oftani bara nevndur Mikines. Hann varð føddur í 1906, búði í Innistovu og í dag er verksmiða hansara eitt gistingarhús og eitur Kristianshús. Mikines hevur málað yvir 25 málningar, og eru teir sera eftirspurdir í Føroyum. 

Fyrstu ferð navnið kemur fram er í miðalaldarbrævinum, Skipan um tingfaratoll frá umleið 1400. Í jarðar- og roknskaparbókunum frá 1584, sum eru skrivaðar á donskum, finna vit formin Myggennes. Navnið Mykines hevur verið nógv umrøtt millum granskarar. Ósemja er um, hvat navnið merkir. 

Plantufrøðingurin Jóhannes Jóhansen vísir í sínum kanningum á, at menn eru byrjaðir at dyrka havra í Mykinesi umleið ár 650 – menn vil í hesum føri óiva siga keltar, serliga munkar og eremittar. Tað norrøna landnámið kom umleið 2 øldir seinni og er sermerkt við at dyrka bygg. Innanfyri hesar báðar øldir hava keltar búðsett seg í Føroyum, og hava millum annað lagt eftir seg staðarnøvn. 

Mykines hevur – eins og hinar útoyggjarnar – verið fyri stórum broytingum. Tað mesta av fólkinum er flutt inn á fastlandið. Ein orsøk til hesa fráflyting er, at einki var at forvinna á útoyggjunum. Fyri at fáa eina fatan av, hvussu ógvislig hendan minking í fólkatali hevur verið innan fyri eitt stutt áramál, skulu nevnast nøkur íbúgvaratøl. Í 1925 búðu 179 fólk í Mykinesi, í 1979 vóru 35 fastbúgvandi og í 1999 búðu 7 fólk har versturi. Innanfyri 70 ár er fólkatalið minkað niður í nærum einki. Men eina ferð hevur ríkt felags- og bygdalív verið har – tað ber kirkja, skúli, dansistova og svimjihylur boð um.

Hin 26. september 1970 rendi eitt flogfar hjá Flogfelag Íslands við 34 fólkum umborð á fjallið Knúk. Flogskiparin, íslendingur, og 7 føroysk ferðafólk doyðu.

Vinnuliga virksemi í Mykinesi er landbúnaður, 3 kongsfestir eru. Hóast landbúnaðurin er ein uppløgd vinnugrein í Mykinesi, eru eisini serliga góðir møguleikar í einari komandi ferðavinnu. Mykines er væl umtókt ferðamál, bæði hjá føroyingum og útlendingum. Umleið 10.000 ferðafólk eru í Mykinesi um árið. Ferðafólkastreymurin til Mykinesar er vaksandi men verður hendan vinna málrættað og samskipað kann hon gerast inntøkugrundarlag bæði hjá íbúgvunum og hjá kommununi. Av øðrum virksemi er umsiting av strandferðsluni, posti, tyrlupalltænasta, SEV, o.l. Hartil er Kristianshús, sum veitur innivist og tænastur til vitjandi. Arbeitt verður í løtuni við at byggja gistingarhús, savn og atelier. Hetta er eitt tiltak, ið er málrættað ferðavinnuni. Mykines er á allan hátt eitt náttúruvakurt stað. Og serstakliga áhugaverd hjá ferðafólki at vitja. Tað er serliga Mykineshólmur við og súlunum og vitanum, eins og tað stóra og lætt atkomiliga lundalandið sum dregur. Náttúran er fjølbroytt og stórbar, fuglameingið er stórt eins og plantulívið. Bygdin er gomul og hevur eina ríka søgu. Alt umhvørvið ber boð um eina gamla sagnbundna oyggj, har fólkið hevur búleikast undir serliga óhøgligum korum.

Talið á ferðafólki til Mykinesar er meira enn tvífaldað tey seinastu fimm árini 2014-2019. Háárstíðin er frá mai til august, og í 2014 ferðaðust 12.500 fólk til Mykinesar. Í 2019 er talið hægri enn 29.000.




#Article 19: Nólsoy (383 words)


Nólsoy er ein av smáu oyggjunum í Føroyum, 10 km² til víddar, og liggur stutt eystan fyri høvuðsstaðin Tórshavn. Hóast Nólsoy er 371 metrar høg, so er hon tann lægsta av øllum 18 oyggjunum í Føroyum. Í 2004 kom Nólsoyggin uppí Tórshavnar kommunu eftir at hava verið sjálvstøðug kommuna. Tó at eingin býráðslimur er nólsoyingur er ein fólkavald staðbundin nevnd mannað við nólsoyingum, sum ráðgevur býráðnum í málum, sum viðkoma nólsoyingum og Nólsoynni. Fólkatalið í oynni, tá ið tað var størst (1970), var um 350, men sum í øllum teimum smáu oyggjunum er tað minkað, og í 2014 búgva umleið 220 fólk í Nólsoy. 

Í sanginum hjá Hans Andreasi Djurhuus Lítið yvir Føroyaland tekur hann soleiðis til: Nólsoy ryggin úr sær spennir, stendur stinn - so long og mjá, verjir fyri Havnarvág. So einfalda og sigandi lýsing kann bert eitt skald gera. Vit fáa at vita, hvussu oyggin sær út, og hvønn týdning hon hevur fyri høvuðsstaðin Tórshavn. Um oyggin ikki var, so var Tórshavn ikki høvuðsstaður Føroya.

Um ár 1400 er navnið á oynni skrivað Nors-oy, og málfrøðingar halda navnið hava fornnorrønan uppruna í týdninginum tann smala ella mjáa oyggin. Serliga mjá og lág er hon, har bygdin liggur. Ja, tá ódnarveður er eystaneftir, hendir tað seg, at tað brýtur tvørtur um tað lægsta.
Mitt í bygdini, har oyggin er smalast, var inntil 1984 Holið. Hol kom í oynna umleið 1900, tá lendið byrjaði at máast undan av veðri og sjógvi. Fyrrapartin mánadagin 4. oktober 1984 var so nógv máað undan, at holið datt saman. Í dag er fótbóltsvøllur, har Holið var.

Í 1893 bygdi danska Farvandsvæsenet vita syðst á Nólsoy, og hann er tann størsti í  kongaríki Danmarkar. Vitin á Borðuni varð bygdur í 1893.

Drunnhvítastovnurin í Nólsoy er eitt náttúruvirði í heimsflokki, tí talan er um heimsins størsta drunnhvítabøli. Í juli og august 2012 vórðu drunnhvítar taldir í Urðini í Nólsoy. Økið var 106 000 m2. Hetta er fyrstu ferð, ein tílík teljing verður gjørd í Føroyum. Drunnhvíti býr í holum og undir steinum og kann tí ikki teljast beinleiðis. Náttúrugripasavnið, sum hevur gjørt teljingar av drunnhvíta í Nólsoy, hevur mett, at umleið 50 túsund pør av drunnhvíta eiga í Nólsoy. Harumframt eru umleið 30 túsund pør av lunda. 

Nólsoy hevur eisini fyrsta staðfesta villstovnin av vanligum froski í Føroyum.




#Article 20: Sandoy (264 words)


Sandoy er oyggj sunnan fyri Streymoynna. Í sýsluni, ið telur Sandoy, Skúvoy og Stóru Dímun, búleikast um 1500 fólk í 7 bygdum. Her sum aðrastaðni er fiskivinnan álitið, men eisini er góð landbúnaðarjørð her og fleiri stórir garðar. Økið er sera áhugavert, bæði søguliga og fornfrøðiliga. Í Húsavík eru toftirnar eftir mætu Húsfrúnni, heima á Sandi vita fornfrøðiligar rannsóknir at siga frá, at bygdin man vera ein av elstu bygdum í Føroyum. Úti í Skúgvi búði Sigmundur Brestisson og í Dímun kenna vit søgnina um Anniku, sum mátti lata lív fyri kærleikans skuld. Lætt er at ferðast, bæði til og í Sandoynni. Gott ferðasamband er av Gomlurætt, og bussar koyra til allar bygdir. Av Sandi ber til at sleppa til Skúvoyar við Sildberanum og her ber til at síggja Sigmundarstein og Rannvátoftir.

Í Sandoyar Sýslu er meginvinnan fiskivinna. Eitt flakavirki er á Sandi og eitt er í Skopun. Sandoy Seafood eigur og rekur bæði virkini. Har starvast nógv fólk, og skip og bátar í Sandoynni landa til flakavirkini bæði. Handilslív er eisini í Sandoynni: Nevnast kann m.a. Klædnahandlar, Matvøruhandlar, Føroya Banki, Føroya Sparikassi, Postverk Føroya, Sandoyar Kunningarstova, Sandoyar Sjúkrakassi, Rúsdrekkasøla Landsins, Kommunuskrivstovur í hvørjari bygd, Sjúkraflutningstænasta, Læknaviðtala, Bókhaldsvirki, Skúlar, Bakarí, Grótvirki, Lívfiskastøð, Festibóndar, Barnaverndartænasta, Tilhaldið Hugnin, Timburhandil, smiðir, Multi-tænasta, Barnagarðar, Spælistova, Ítróttarfelag og Landsverk.

Náttúran á Sandi er sera stórbær, serliga fuglabjørgini á vestursíðuni á oynni. Til ber at síggja hesi bjørg við ferðaleiðara um summarið. Tá siglur báturin Hvíthamar við ferðafólki runt oynna. Við til Sandoyar Sýslu hoyra Sandoy, Skúvoy og Stóra Dímun. Í Sandoyar Sýslu búgva tilsamans 1.212 fólk (1. juni 2006). 




#Article 21: Skúgvoy (293 words)


Skúvoy er ein útoyggj vestan fyri Sandoynna. Skúvoyggin er sera kyrruvont pláss, men frá seinnu helvt av 1960'unum og til dagin í dag, er rættiliga nógv gjørt fyri at bøta um lendingarviðurskiftini. Skúvoy liggur ímillum Stóru Dímun og Sandoy. Tað er ein grøn vøkur oyggj við einari fjølbroyttari og stórslignari náttúru. Fuglameingið er stórt, og bjørgini bera nógvan fugl. Tey seinnu árini hevur tó verið afturgongd, serliga í lomvigastovninum. Skúvingar hava, sum kent er, tikið bæði egg og fugl, hetta hevur verið eitt gott ískoyti til húsarhaldið. Landbúnaður er eins og á hinum útoyggjunum tað, sum tey flestu takast við. Av øðrum virksemi eru tænastur fyri strandferðsluna, avgreiðsla av tyrluni, skúlaverkið og innan heilsurøktina. Í Skúvoy eru góðir møguleikar fyri framburði og menning. Landbúnaðurin kann við betur fyriskipanum gerast ein lønandi vinna. Tað tilfeingi, sum oyggin hevur, kann gagnnýtast til fulnar, tá umstøður fyri framleiðslu undir heilsufrøðiligum góðkendum umstøðum vera til staðar. Ferðavinna er ein góður møguleiki í Skúvoy.

Sildberin røkir farleiðina eftir sjónum til Skúvoyar, allir túrar undantikið ein hvønn yrkadag eru við tilkalling. Tyrlan røkir loftvegis sambandið, mikudag, fríggjadag og sunnudag. Ritan siglir við farmi av Havnini eina ferð um vikuna. 

Hóast smæðin í stødd, bert 10 km2 ella 60 merkur, er Skúvoyggin ofta nevnd í fornu søguni. Tað kemst av tí, at oyggin alt frá søguligari tíð gjørdist høvdingasetur. Her búsettust brøðurnir Beinir og Brestir. Miklir menn í mæti og ikki minni virdir og kendir sum hirðmenn Hákun Jals í Noregi. Sigmundur og Tórur, synir hjá Bresti, vuksu upp í Skúvoy. Sigmundur er grivin í Ólansgarði í Skúvoy, og har stendur gravsteinur sum minni um hann. Sigmundur var hann, ið læt fyrstu kirkjuna byggja úti í Skúvoy. Eisini er nýliga reistur minnisvarði um Sigmund: Ein standmynd av Sigmundi sum smádrongur.  




#Article 22: Stóra Dímun (588 words)


Stóra Dímun og Lítla Dímun eru millum minstu oyggjar í Føroyum og liggja millum Suðuroy sunnanfyri og Skúvoy og Sandoy norðanfyri. Stóra Dímun, vanliga rópt Dímun, er 2,65 km² stór og 395 m høg. Hon hevur verið hildin at vera ein góð oyggj, tí hagin er sum bøur, og fuglurin, serliga lundi og ryta, er óføra nógvur. Áseyðatalið er um 400. Stóra Dímun er eitt sjálsamt stað at búsita í ár 2011. Tað at liva á einari so fjarskotnari oyggj við steyrrøttum bergið snipst í havið, við einum grønum kolli omaná, er bert fáum beskorið. Umhvørvið er ikki bert sjálsamt og serstakt men vakurt og avbjóðandi í sama andadrátti. Fuglalívið er fjølbroytt og nógv er av bjargafugli. 

Almenna samferðslan til Dímun er einans við tyrluni hjá Atlantsflog. Ferðasamband er 3 ferðir um vikuna, mikudag, fríggjadag og sunnudag. Bert mikudag ber til at koma til og frá Dímun sama dag. Uttanfyri hesar tíðir kann ikki komast til og av oynni. Av tí at oyggin er illa atkomulig frá sjónum er lítið og onki sjóvegis samband. Tyrludeildin er altíð lagalig at heita á, um okkurt serligt er. 

Málfrøðingar siga, at navnið Dímun hevur keltiskan uppruna. Fyrra stavilsi - dí ella di - týðir tvey, tvær ella tveir, meðan seinra stavilsi - mun - er ein leivd av keltiska orðinum muinn, ið týðir nakki, ryggur ella hædd. Tvs. at Dímun týðir tveir nakkar, tveir ryggir ella tvær hæddir, og var upprunaliga samheitið fyri báðar oyggjarnar, Stóru- og Lítlu Dímum. Hetta gæliska nevnið ið er vanligt í Írlandi gongur eisini aftur í Íslandi og Hetlandi. 

Hóast oyggin er ring at koma til, hevur fólk búð har líka frá landnámstíð. Hon er nógv umrødd í Føroyingasøgu, sum viðger tíðina í Føroyum í 10. og 11. øld. Tá búðu brøðurnir Brestir og Beinir í Skúvoy, og teir høvdu eisini búgv í Dímun. Ófriðarligar tíðir vóru og menn samdust illa. Brestir og Beinir vórðu dripnir, og tá tók Havgrímur úr Suðuroy ræði í Dímun. Sonur hansara, Øssur Havgrímsson bygdi virki í oynni, men hann var dripin av Sigmundi Brestissyni.

Í miðøld varð oyggin kongsjørð og hevur síðani verið ein bóndagarður. Fyrr var skuldi nógv fólk til garðin, og fólkatalið lá um 20-25. Garðurin hevði eisini kirkju frá gamlari tíð, men hon var tikin niður í 1922. Veggirnir standa tó uppi enn. Tað vandamiklasta arbeiðið var fuglaveiðan, og vanlukkur hava verið mangar, serliga í 19. øld og fyrst í 20. øld, tá fullu 17 menn. Teirra millum var sóknarpresturin, sum fall í Kleivini í 1874, tá ið hann var á veg av aftur oynni. 

Uppskrivað er at ein (helst seinasti) gorfuglur varð fingin í Stóru Dímun 1. juli 1808. 

Dímun er eitt festi, sum er fulltíðarstarv hjá festaranum. Seyðahald er høvuðsgrundarlagið afturat einum ískoyti frá fuglaveiðu. Onkur parttíðarstørv eru á oynni, m.a. at passa elverkið hjá SEV og at avgreiða tyrluna. Nógv virksemi er í Dímun. Tað verður bygt eitt framleiðsluhús, ið umfram at skula hagreiða kjøt og fugl, eisini rúmar einum garvaríði. Skinnini verða seld á meginøkinum. Av tí at Stóra Dímun bert er eitt festi og tær náttúruskaptu fortreytirnar avmarka vinnumøguleikarnar, kann oyggin bert uppihalda einari familju. Men søgu- og mentanarliga sæð er tað av stórum týdningi, at oyggin framhaldandi verður búsett, og tí er tað umráðandi at skapa tær neyðugu fortreytirnar fyri hesari búseting. Í Dímun eru tey farin undir at útvega orku við hitapumpu, ið er ein luft til vatn skipan. Hetta er eitt royndartiltak, ið hevur til endamál at spara olju, ið er sera trupul og dýr at fáa til oynna. 




#Article 23: Streymoy (276 words)


Streymoy er størsta og fólkaríkasta oyggj í Føroyum. Úr suðurendanum, Kirkjubønesi, og norður í Tjørnuvíksstakk eru 48 km, og har, sum hon er breiðast, er hon 14 km. Kopsenni (789 m) er hægsta fjall á Streymoynni. Streymoyggin er ein sýsla, sum tann einasta sýslan í Føroyum er hon býtt sundur í tvey valdømi. Tveir tingmenn verða valdir í Norðstreymoyar valdømi, meðan átta tingmenn verða valdir í Suðurstreymoyar valdømi. Streymoyggin liggur millum Vágar og Eysturoynna. 

Fjøllini eru nógv, og helst norðuri á oynni eru tey høg, um ikki so høg sum í Eysturoynni ella Norðoyggjum. Nøkur av teimum hægstu eru Skælingsfjall 768 m, Sneis 745 m, Ørisfelli 748 m, Koppenni 790 m og Melin 764 m, tey eru øll í Norðstreymoy. Tveir djúpir firðir skera seg inn í oynna - Kollafjørður og Kaldbaksfjørður. Aðrar víkir eru Vestmanna, Sjeyndir, Hvalvík, Saksun og Tjørnuvík. Stórir dalar eru til dømis Saksunardalur, Havnardalur og Kollfjarðardalur. Í Kollfjarðardali er Leynavatn, og í Saksunardali er Saksunarvatn. Stórar áir eru Klúftá og Fossá við Haldarsvík, Stórá við Hvalvík, Heljareyga og Fossá við Vestmanna, Sandá við Tórshavn og Leynará við Leynar. 

Norðast á Streymoynni er víkin Sjeyndir. Eystan fyri Sjeyndir er Tjørnuvíksstakkur, hann er norðasti steinur á Streymoynni. Vestan fyri Sjeyndir er hitt prúða forbergið Mýlingur 564 m. Vestan fyri Mýling stendur ein høgur drangur, sum nevnist Stapin, og norðanfyri er ein høgur langur steinur, sum eitur Skeiðið. Úr Mýlingi suður á Múlan, sum er vestasti oddi á Streymoynni, eru óføra prúð fuglabjørg - Vestmannabjørgini, Saksunarbjørgini og Tjørnuvíksbjørgini. 

Argir, Haldarsvík, Hoyvík, Hósvík, Hvalvík, Hvítanes, Kaldbak, Kaldbaksbotnur, Kirkjubøur, Kollafjørður, Kvívík, Langasandur, Leynar, Norðradalur, Saksun, Signabøur, Skælingur, Stykkið, Streymnes, Sund, Syðradalur, Tjørnuvík, Tórshavn, Velbastaður, Vestmanna, Við Áir. 




#Article 24: Suðuroy (393 words)


Suðuroy er syðsta oyggj í Føroyum (uttan um Flesjarnar). Landslagið í Suðuroy er sermerkt av djúpum firðum. Umframt framúrskarandi landslagið kann oyggin bjóða eitt breitt úrval av áhugaverdum tilboðum, frá søguríku Sandvík í norði til náttúruvøkru Sumba í sunnan. Størstu býirnir, Tvøroyri og Vágur, liggja við firðir umgirdir av fjøllum. Vegir eru millum allar bygdir og býir, og ganga hesir gjøgnum bergtakandi náttúrufyribrigdir. Norðastu bygdirnar, Hvalba og Sandvík, hava samband við hvørja aðra gjøgnum eitt av landsins elstu bergholum. Úr hesum bygdum er vakurt útsýni til Føroya einastu mannleysu oyggj, Lítla Dímun. 

Hvalba er einasta pláss, har enn verður arbeitt á kolinum. Hov telist millum elstu bygdir í Suðuroy. Og var Hov høvuðssæti hjá Havgrímur í víkingatíðini, sum eisini er grivin í Hovi. Porkeri er kend fyri sína sermerktu og vøkru trækirkju frá 1847. Sunnast á oynni liggur Sumba, ið fostrað hevur eitt av Føroya mætastu skaldum, Poul F. Joensen. Á veg til og úr Sumba eftir gamla fjallavegnum er Beinisvørð, 470 m høgt, Føroya næsthægsta fuglaberg, sum alkent er fyri sín vakurleika. 

Suðuroyggin er tann oyggin í Føroyum, sum liggur longst burturi frá meginøkinum. Ferðasamband er sjóvegis við Smyril og luftvegis við tyrluni. Smyril siglir 2-3 ferðir um dagin av Krambatanga og tyrlan flýgur 2-3 ferðir um vikuna úr Froðba. Frástøðan til meginøkið er ein av orsøkunum til, at fólkatalið í Suðuroynni er minkað rættiliga nógv seinastu árini. Fólkatalið í Suðuroy er minkað 16 prosent í árunum frá 1985 til 2007. Í sama tíðarskeiði er talið á fólki undir 20 ár minkað 31,5 prosent, og aldursbólkurin 20 til 39 ár minkaður 24,8 prosent. 

Suðuroyarmál er einki sjálvstøðugt tungumál, men eitt føroyskt málføri eins og havnarmál, norðuroyamál, vágamál, o.s.fr.

Ímeðan fólkatalið í miðstaðarøkinum í Føroyum alsamt økist, so er støðan verri fyri Suðuroynna. Hesi seinastu 30 árini 1985 til 2015 er fólkatalið í til dømis Streymoyarøkinum vaksið við 22 prosentum. Tilsamans eru 4.189 fólk fleiri í Streymoyarøkinum, har fólkatalið er farið úr 18.852 fólkum í 1985 upp í 23.041 fólk við árslok 2014. Fólkatalið í Suðuroy er fallið við 1.233 fólkum. Í 1985 var fólkatalið í Suðuroy 5.882, í 2015 er tað fallið niður á 4.649. Eitt fall í fólkatalinum uppá heili 21 prosent. Tað vil siga at Suðuroyggin hevur mist fimta hvønn íbúgva hesi seinastu 30 árini.

Sandvík, Hvalba, Trongisvágur, Tvøroyri, Froðba, Øravík, Fámjin, Hov, Porkeri, Vágur, Nes, Akrar, Lopra, Víkarbyrgi, Sumba.




#Article 25: Svínoy (584 words)


Svínoy hevur fingið navn av svínahaldi, sum var vanligt í Føroyum í víkingatíðini og inn í miðøldina. Eitt annað hugskot sigur, at svín í hesum førinum sipar til ein trýkant (sum í svínafylking), og kemst av skapinum á fjallinum Keldufjall. Svínoyggin stendur eins og Fugloyggin bert av teimum ovastu basaltfláunum, og er jarfrøðiliga eitt áhugavert stað. Náttúran er sera fjølbroytt. Fram við sjóvarmálanum er bratt og illgongt, meðan tað omaná er slætt við stórum fløtum. Fuglameingið er fjølbroytt og nógv er til av heiðafugli. Føroya størsta koloni av Skúgvi finnist her. Eisini er plantulívið fjølbroytt og serstakt. Sjáldsami runnurin Baraldur veksur uppi á oynni. 

Másin siglir úr Hvannasundi hvønn dag, eftir ferðaætlan. Tyrlan hjá Atlantsflog flýgur mikudag, fríggjadag og sunnudag. Ein lastbilur førir farm og ferðagóðs ímillum lendingina og bygdina. Arbeitt hevur leingið verið við at bøta um samferðsluna m.a. við at gera nýggja havn yviri í Havn og ein tunnil til Havnina. Politiskt hevur henda ætlan enn ikki fingið undirtøku.

Svínoy er 27,4 km² til støddar. Oyggin liggur langt burtur frá miðøkinum, so fólkatalið er nógv minkað. 

Størsta virksemið er í landbúnaðinum, men í dag er bert seyðahald í oynni. Mjólkakvotan varð seld fyri nøkrum árum síðani. Afturat hesum eru tey alemnnu parttíðarstørvini m.a. hjá strandferðsluni, postverkinum og tyrlu avgreiðslu. Í dag eru eingin børn í oynni og harvið eingin skúli. Tað verður arbeitt við at økja um ferðavinnuna, og bygdafólk hava í umbúna, at fara undir virksemi til frama fyri ferðavinnu. Landbúnaður hevur møguleika at økjast og gerast meira fjølbroyttur um so er, at fortreytir vera skaptar fyri hesum. Økt framleiðsla innan fiskaaling er uppløgd, men talan kann eisini vera um aðrar nissju vinnugreinar, tó alt hetta treytað av, at tað verður lættari at føra vøru til og frá staðnum. Arbeitt verður við at byggja eitt røktarheim í oynni. Vónin er, at hetta fera at bøta um arbeiðsmøguleikan hjá kvinnum, og gera at tey gomlu ikki noyðast av oynni.

Tað er manna søgn, at Svínoy sum aðrar av oyggjunum var flotoy av fyrstu tíð.  Hon kom upp fyri norðan, men sást sjáldan av fólki, tí at hon førdi sum oftast toku við sær, og var sjálv huld í mjørka.  Nú skal sigast frá, hvussu til bar, at hon varð føst oyggj. - Í bygdini Viðareiði á Viðoynni áttu menn eina súgv, men ongan gølt, og tó varð súgvin kviðin á hvørjum ári og átti grísar. Allir undraðust mikið á hetta, og kundu ikki fáa skil á, hvussu hetta bar til. Fólk søgdu nú, at tey høvdu saknað hana stundum úr bygdini, men at hon tó altíð var komin skjótt aftur. Ein dagin fór hon kvikliga eystur ígjøgnum bygdina og yvir um eið móti Eiðsvík. Ein kona fekk fatur á henni og bant lyklakippu upp í halan á henni. Súgvin fór á sjógvin og svam frá landi. Nakað eftir hetta síggja menn á Viðareiði oyggj koma undan sunnanvert á eiðinum. Teir manna sum skjótast út bát og rógva at oynni, og nú kundu teir bæði finna hana og lenda á henni. Tá ið súgvin hevði borið jarn á hana, festist hon, og straks lýsti í mjørkanum, sum hevði ligið um hana. Og har hevur hon ligið síðani. Men teir kallaðu hana Svínoy, av tí hon var full av svínum, tá teir komu út á hana, og svín hevði fest hana í botn, so at hon ikki var flotoy longur.  Men úti á henni var tað, at Viðareiðissúgvin hevði søkt sær brund.

V. U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi Keypmannahavn 1891 - bind 1, s. 352




#Article 26: Vágar (318 words)


Vágar er oyggj í Føroyum millum Mykines og Streymoy. Vágar er við sínum umleið 178 km2 triðstørsta oyggj í Føroyum, og her búgva umleið 3 túsund fólk. Vágar hevur vegasamband við meginøkið gjøgnum Vágatunnilin, sum var fyrsti undirsjóartunnil í Føroyum. Sambandið út í heim er eisini úr Vágum, har einasti flogvøllurin í Føroyum liggur. 

Vágar eru eyðkendar við stóru vøtnunum Sørvágsvatni/Leitisvatni og Fjallavatni umframt smærri vøtnum, har væl liggur fyri at fiska. Hetta er størsta óbygda øki í Vágum. Øll strondin norðanfyri, frá Gásadali í vestri til Sandavágs í eystri, liggur sum ein stór nátturupark og gevur ríkar møguleikar fyri upplivingum. Størsti hólmarnir í landinum liggja vestanfyri, Tindhólmur og Mykineshólmur. Gistingartilboð í oynni eru Hotel, Vallaraheim, camping, Ból og Biti og summarhús, møguleiki er at eta á matstovu og kaféteria. Serstakt fyri Vágar er einasti flogvøllur í landinum. Hóast oyggin ikki hevur nógv smá vøtn, so eru tey tvey størstu vøtnini, Sørvágsvatn og Fjallavatn her. Í 2003 fekk oyggin fast samband um undirsjóvartunnil til Streymoynna. 

Norðasti landoddi er Slættanes, sunnasti Trælanípa. Móti landsynningi er Stakkurin og móti útnyrðingi Barðið. Uppi yvir Stakkinum stendur Trøllkonufingur. Vágar eru vøkur oyggj, her kunnu vit síggja stillar firðir, breiðar dalar, fuglaberg, høg fjøll, stór vøtn og stórar slættar. Langvegin gjøgnum oynna gongur ein breiður dalur, sum eitur Klovin, og í honum eru tvey størstu vøtn í Føroyum, Sørvágsvatn, studum kallað Leitisvatn, og Fjallavatn. Úr Sørvágsvatni fellur Bøsdalafossur. Fjøllini eru breið omaná og ikki brøtt uttan tey í útnyrðingshorninum. Tey hægstu eru Árnafjall (722 m), Eysturtindur (715 m) og Malinstindur (683 m). Brøtt berg eru um allar síður á oynni fram móti Vestmannasundi. Størstu áir eru Sjatlá og Repsá. Vestur úr sunnara armi á Sørvágslendinum eru hólmarnir Tindhólmur og Gáshólmur. Millum Vágalandið og Tindhólm standa tveir sjáldsama vakrir drangar. Gáshólmssund millum Tindhólm og Gáshólm og Stórasund millum Tindhólm og drangarnar eru ikki farbar uttanfyri kunnigar menn í góðum veðri. Innanfyri drangarnar er Drangasund.  




#Article 27: Viðoy (185 words)


Viðoy er ein oyggj í Føroyum, sum liggur í oyggjabólkinum ið verður nevndur Norðoyggjar, hon er 40,4 m2 til víddar. Viðoy hevur navn eftir tí nógva rekaviði, sum kemur á land í Viðvík á eystursíðuni á oynni. Høvuðsbygdin er Viðareiði, sum er kend fyri sín náttúruvakurleika og hevur verið prestasæti frá fornari tíð. Viðareiði er norðasta bygd í Føroyum. Norðan fyri bygdina røkkur Villingadalsfjall upp í 844 m hædd, tað hægsta fjallið í Norðuroyggjum og nr. 3 í Føroyum. Norðurendin á Viðoynni er Enniberg, sum reisur seg sum ein 754 m høgur og steyrrættur múrur upp frá sjónum. Sagt verður at Enniberg er eitt tað brattasta forberg í verðini, og tað hægsta í Evropa, sum liggur við opið hav. Viðoy er norðasta oyggj í Føroyum. 

Í august og september hoyrdust ógvuslig buldur á Viðoynni, á Viðareiði, og fólk føldu eisini ristingar við hvørt. Jarðfeingi var har norður og royndi at finna eina orsøk til buldrini og ristingarnar, men tey funnu onga orsøk. Buldrini hildu uppat aftur, eftir at hava vart í nakrar vikur.

Á Viðoy eru tvær bygdir – Viðareiði norðanfyri og Hvannasund longur suðuri.
 




#Article 28: Vistfrøði (206 words)


Vistfrøði er læran um verur og samband teirra við tað sum er rundanum tær, av bæði livandi og deyðum. Av tí at hesin partur av lívfrøðini lærir okkum hvussu samanspælið er ímillum ymisk djóra-, plantu- og soppasløg o.s.fr. verður henda lærugrein nýtt sum grund undir ástøðinum fyri (m.a. mat og plantu) framleiðslu sum liggur so tætt uppat náttúrligari djóra- og plantuframleiðslu sum gjørligt. Tí hevur tílík framleiðsla, av órøttum, fingið heitið vistfrøðilig framleiðsla. Verri stendur tó til á enskum, har heiti organic food er at hoyra, t.e. lívrunnin matur. Vistfrøði eru nýggj vísindi, men tey eru týdningarmikil nú á døgum. Vistfrøði gevur okkum innlit í, hvussu alt lív í náttúruni er trytað hvørt av øðrum og av umstøðunum. Vistfrøði gevur eisini kunnleika um, hvussu vit fáa forðað fyri, at plantur og dýr verða týnd, og hvussu trupulleikar, ið standast av t.d. dálking, kunnu verða loystir. Plantur og dýr verða flokkað alt eftir, hvussu tey eru og starva í vistskipanini. Allur plantur fáa orku úr sólini og brúka hana at bera ávøkst. Tær verða tí nevndar framleiðarar. Allar plantur og øll dýr í sama øki eru eitt samfelag. Dýr og plantur í einum samfelag eru liðir í einari føðiketu. Ígjøgnum hesa føðiketu gongur orka um alt samfelagið.




#Article 29: Føroyskt mál (186 words)


Føroyskt er høvuðsmálið í Føroyum. Føroyskt er almenna málið í Føroyum, og tað er tjóðarmál føroyinga. Harafturat verður nógv føroyskt tosað í Danmark og Íslandi. Í Føroyum tosa 48.000 fólk føroyskt, í Danmark umleið 25.000 og í Íslandi umleið 5.000, so samlaða talið av fólkum, ið duga føroyskt liggur um 75-80.000. Føroyskt er tí í altjóða høpi eitt lítið mál. Føroyskt mál hevur fýra føll og trý kyn, og grammatiski málbygningurin líkist ógvuliga nógv íslendskum, meðan orðatilfarið og í summum lutum úttalan líkist norska landsmálinum. 

Venceslaus Ulricus Hammershaimb er kendur sum faðirin at skriftmáli føroyinga. Tað var hann, sum skapti okkum skriftmálið so at siga í sama líki, sum vit kenna tað í dag, og hann eigur soleiðis stóra æru fyri, at føroyingar varðveittu skriftmálið. Tað er einki at ivast í, at føroyska málið var fyri stórum hóttafalli, tá ið trúbótin uml. 1540 varð sett í gildi í Føroyum, tí tá fór prestaskúlin fyri bakka, soleiðis at kirkjumálið gjørdist danskt burturav. 

Føroyskt er eitt indo-evropeiskt mál. Føroyskt er eisini eitt norrønt mál. Tað hoyrir til Vesturnorrønu málættina (saman við íslendskum, norskum og hinum nú útdeyða norn) 




#Article 30: Bókmentir (232 words)


Bókmentir er felagsheitið fyri skriva tilfar av ymiskum slag. Vit skilja ímillum tvey høvuðssløg av bókmentum: Fagrar bókmentir og Yrkisbókmentir. Fagrar bókmentir er tað sum á donskum eitur Skønlitteratur, tað er fiktivur skaldskapur, tvs. at rithøvundurin kann sjálvur finna uppá eina søgu ella yrking, hann ella hon nýtist ikki at halds seg til veruleikan.  
Fagrar bókmentir kunnu býtust upp í:

Yrkisbókmentir er bókmentir sum viðgerða veruligar hendingar, t.d. søgubøkur, siðsøguligar bøkur, lívsævisøgur, endurminningar, bygdasøgur osfr.

Man kann tosa um bókmentir sum eru útkomnar í bók, men sjálvt um t.d. yrking ella stuttsøga ikki er útkomin í bók men bara í til dømis einum tiðindablaði, so er talan álíkavæl um bókmentir. Í Føroyum eru bókmentir ikki so gamlar. Men føroysku kvæðini, sum ikki blivu skrivaði niður fyrr enn einaferð í 1800-árunum eru nógv eldri enn tað, og tað eru bókmentir, sjálvt um tað var munnlig siðvenja fyrstu tíðina. Tað sama er galdandi fyri sagnir og ævintýr bæði úr Føroyum og øðrum londum, at her var talan ofta fyrst um munnliga siðvenju, har fólk fortaldu hvør øðrum søgur ella sungu fyri hvørjum øðrum út frá minninum. Seinni eru hesi fest niður á pappír og givin út í bók. Annars eru skrivaðar bókmentir er gomul siðvenja í eitt nú Grikkalandi. Homer yrkti Ilionskvæði og Kvæði um Oddysseus, sum var Trojanska kríggið. Hildið verður, at kvæðini eru yrkt umleið 12. ella 11. øld fyri Kristi føðing.




#Article 31: Líggjas í Bø (183 words)


Líggjas í Bø (18. juli 1938 í Klaksvík). Æt upprunaliga Eli Sørensen, men keypti sær seinni navnið Líggjas í Bø. Aftan á lokið realprógv var hann til skips í eitt ár, fór í 1956 niður á háskúla, fyrst á Købmandsvile, seinni á altjóða háskúlan í Helsingør. Hann fór so undir hægri handilslestur á Niels Brock-skúlanum og leyk prógv í 1959. Heimafturkomin arbeiddi hann í Samvinnufelagnum í Havn í um 3 ár, var so í nøkur ár vikarur á Trøllanesi - um sumrini til skips.

Í 1968 fór hann undir grannskoðaravirki í Klaksvík, og var hann við til at seta á stovn dátuvirkið Com-Data (saman við Símin Paula Konoy). So av og á hevði hann fyrst í sekstiárunum yrkingar og onkrar týðingar í 14. September og Framanum, og í 1964 gav Oyggjaframi út savnið Til lívið.
 
Innihaldið í savninum kann greidliga skiftast sundur í tríggjar bólkar, týðingar eftir eitt nú Gelsted og Pasternak, lyriskar náttúruyrkingar um summar og várligan vind, Jørðin / á ferð / gjøgnum rúmdir / vælsignað / av sólum, og politiskt medvitnar yrkingar, sum gera Líggjas til nýskapara í føroyskum skaldskapi. 




#Article 32: Hans Jákup Glerfoss (100 words)


Hans Jákup Glerfoss (19. november 1937) er føddur í Mikladali. Best kendur sum málari, men hevur eisini givið yrkingarsøvn út. Glerfoss er føddur í Mikladali í 1937, men vaks upp í Kunoy hjá ommu síni og abba sínum har. Aftan á loknan barnaskúla fór hann fjúrtan ára gamal inn til Klaksvíkar at arbeiða, var eitt skifti til skips, arbeiddi so aftur sum timburmaður í nøkur ár, til hann 27 ára gamal fór at fáast við myndalist og skaldskap burturav. 

Í tíðarskeiðnum 1966-1969 greiddi hann til prentingar trý yrkingasøvn Til B, Fjallafossar og Kvirra í reyðum og bláum, allar frálíka yrkingabøkur. 




#Article 33: Jóanes Nielsen (185 words)


Jóanes Sekjær Nielsen (5. apríl 1953 í Havn) varð føddur í Havn í 1953, og har vaks hann upp. Hann hevur verið sjómaður og arbeiðsmaður. Eisini hevur hann starvast sum rithøvundur burturav. Jóanes hevur roynt seg í fleiri, ymiskum tekstasløgum. Hann hevur skrivað yrkingar, stuttsøgur, skaldsøgur, greinar og leikir. Hann lýsir m.a. verkafólkið og teirra lívstreytir, stættamun, kúgan og órættvísi. Hann er stundum speirekandi og satiriskur, men hann er eisini skemtandi og lívsjáttandi og lýsir inniligar og eymar kenslur. Fleiri av útgávunum hjá Jóanes Nielsen eru útkomnar í Danmark, m.a. skaldsøgurnar Glansbílætasamlarnir og Gummistivlarnir eru tær einastu tempulsúlurnar sum vit eiga í Føroyum. Sjónleikurin Eitur nakað land week-end? og yrkingasøvnini Pentur og Kirkjurnar á havsins botni eru eisini útkomin á donskum. Í desember 2012 gjørdi eitt av heimsins størstu forløgum, Random House, avtalu um at útgeva skaldsøguna Brahmadellarnir hjá Jóanes Nielsen á øðrum málum, í fyrstu syftu skal hon gevast út á týskum. Hetta er fyrstu ferð at ein bók hjá einum føroyskum rithøvunda verður útgivin av so stórum forlagi.

Jóannes Nielsen hevur fimm ferðir verið tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins: 1988, 1994, 1999, 2004 og 2013.




#Article 34: Rasmus Christoffer Effersøe (167 words)


Rasmus Christoffer Effersøe (føddur í Trongisvági 30. mai 1857, deyður 23. mars 1916 í Tórshavn) var agronomur, politikari, yrkjari, og var við til at seta Jólafundin í 1888. Blaðstjóri á Føringatíðindum, Dúgvuni og Dimmalætting. Hann las búnaðarfrøði í bæði Danmark og Svøríki og starvaðist sum landbúnaðarráðgevi. Hann var ein av teimum níggju monnunum, ið kallaðu inn til Jólafundin í 1888, fundin, ið setti gongd á tjóðskaparrørsluna. Saman við Jóannesi Paturssyni verður hann roknaður sum drívmegin í hesum arbeiðnum. Hann var við til at stovna Føringafelag í januar 1889 og var fyrsti blaðstjóri á Føringatíðindum (1890-1906), ið var fyrsta blaðið skrivað á føroyskum og málgagn hjá tjóðskaparrørsluni. Frá 1897 til 1901 sat hann í Føroya Løgtingi. Hann var eisini blaðstjóri á Dúgvuni (1894-1928), ið var málgagn hjá fráhaldsrørsluni og skrivað á donskum máli. Eisini var hann eitt skifti blaðstjóri á Dimmalætting. Umframt blaðskriving skrivaði hann eisini sjónleikir (og leikti sjálvur) og yrkingar.

Á Ólavsøku í 1933 var standmyndin av Rasmusi Christofferi Effersøe avdúkað á vøllinum uttan fyri tinghúsið. 




#Article 35: Venceslaus Ulricus Hammershaimb (327 words)


Venceslaus Ulricus Hammershaimb (25. mars 1819 í Sandavági - 9. apríl 1909 í Keypmannahavn) var ein føroyskur prestur, politikari og málfrøðingur. Hann er kendur sum faðirin at skriftmáli føroyinga. Foreldur hansara vóru Jørgen Frantz Hammershaimb og Armgarð Maria Egholm. Hann gav í 1854 fyrstu føroysku mállæruna út og gjørdi ta nýggju rættskrivingina. Í 1855 varð hann innsettur sum prestur í Kvívík. Í 1862 gjørdist hann prestur á Nesi í Eysturoy, og próstur frá 1867. Her læt hann í 1863 nýggjan prestagarð byggja, sum konan hevði teknað. Hann sat á løgtingi trý skeið. Síðan flutti hann í 1878 við konuni til Danmarkar at búgva. Í Sandavági varð minnisvarði reistur í 1919, V.U. Hammershaimb til heiðurs. 

Hammershaimb eigur stóra æru fyri, at føroyingar varðveittu skriftmálið. Tað var hann, sum gav føroyska málinum bókstavin Ð. Við íblástri frá vinmanni sínum, Jóni Sigurðssyni, professara og málfrøðingi úr Íslandi, kom hann við hugskotinum um etymologiska stavsetingarháttin, har vit fara aftur til frummálið, heldur enn at skriva málið soleiðis sum tað verður framborið. 

Hammershaimbsættin er gomul í Føroyum. Fyrstur í Føroyum av hesi ætt var langabbi V.U. Hammershaimb, Jørgen Frants de Hammershaimb, sum varð føddur í Keypmannahavn 31. oktober í 1688. Hann starvaðist hjá Gablunum og kom soleiðis til Føroya at vera fúti í 1723. Hann giftist sama ár við danskari konu, tey fingu tvey børn. 

Konan doyði tíðliga, og tá giftist Jørgen Frants de Hammershaimb uppaftur við Elisabeth Christine Samuelsdatter, dóttir Samuel Pedersen Lamhauge, løgmann, í Nýggjustovu í Havn. Tey fingu 13 børn – og eitt teirra var V. U. Hammershaimb, sum eisini var fúti. Hann fekk sonin Jørgen Frantz Hammershaimb, sum var Føroya síðsti løgmaður, áðrenn Løgtingið varð niðurlagt í 1816. Jørgen Frants giftist eisini í Nýggjustovu í Havn, eins og abbin, við Armgard Mariu Egholm, og fingu tey bæði sonin Venceslaus Ulricus Hammershaimb og dóttrina Marie Louise Hammershaimb, sum var ógift.

Føroyska tíðarritið Vencil, sum er komið út tvær ferðir um árið síðan 2006, er uppkallað eftir Vencil Ulricus Hammershaimb.

 




#Article 36: Jóannes Eidesgaard (280 words)


Jóannes Dan Eidesgaard (føddur 19. apríl 1951 á Tvøroyri) er føroyskur politikari, fyrrverandi løgmaður og landstýrismaður. Hann varð valdur til løgmann 3. februar 2004 og sat sum løgmaður til september 2008, tá ið hann bleiv avloystur av Kaj Leo Johannesen. Sum løgmaður hevði Jóannes Eidesgaard ábyrgd av stýrisskipanarmálum og fyrisiting. Jóannes Eidesgaard tók læraraprógv í 1977, fekk starv á Tvøroyrar Skúla og var í starvinum, til hann í januar 1991 fór í landsstýrið.

Í 1990 varð hann á fyrsta sinni valdur inn á Løgting fyri Javnaðarflokkin í Suðuroyar valdømi og hevur verið afturvaldur síðan. Frá 1991 til 1993 var Jóannes Eidesgaard landsstýrismaður í almannamálum, heilsumálum og arbeiðsmarknaðarmálum, og eitt stutt skifti var hann eisini landsstýrismaður í  mentanarmálum í samgonguni, ið var ímillum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin. Frá apríl 1993 til september 1994 var Jóannes aftur landsstýrismaður í almanna-, heilsu- og arbeiðsmarknaðarmálum, tá ið Javnaðarflokkurin var í samgongu saman við Sjálvstýrisflokkinum og Tjóðveldisflokkinum.

Í tíðarskeiðnum frá september 1994 til juni 1996 var Jóannes Eidesgaard landsstýrismaður í fíggjar- og búskaparmálum og norðurlandamálum. Hann var eisini varaløgmaður í hesari samgongu millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Verkamannafylkingina.
 
Jóannes Eidesgaard var formaður Javnaðarfloksins frá 1996 til 2011 og formaður í tingbólki Javnaðarfloksins. Jóannes hevur verið limur í uttanlandsnevndini og í Norðurlandaráðnum. Í tíðarskeiðnum 1996 til 1998 var hann fíggjarnevndarlimur.

Í tíðarskeiðnum frá 1998 til 2001 var Jóannes Eidesgaard fólkatingslimur.

Jóannes Eidesgaard varð valdur býráðslimur á Tvøroyri frá 1980 til 2000, men hevur verið í farloyvi, tá ið hann hevur sitið í landsstýrinum. 

Jóannes er sonur Jonu (1917 - 2006) og Erling Eidesgaard (1920 - 1987) á Tvøroyri og er giftur við Anitu, dóttir Johild og Bjarna W. Joensen úr Froðba. Tey eiga tvey børn, Erling og Ingun.




#Article 37: Fríggjadagur (132 words)


Fríggjadagur er ein vikudagur. Dagur Frigg. Tað hevur oftani verið misskilt av nógvum, at dagurin var givin heitið eftir Freju, men so hevði dagurin verið kallaður freyagadagur. Á norrønt : Freyja Tað norrøna heitið á fríggjadegið er : frjádagr. Sostatt, hevði heitið Freja ikki rigga til. Frigg, sum var kona Óðin riggar harafturmóti væl til. Frigg hevði ikki so stóran týdning í norrøna gudalæru, men ímillum vesturgermananir hevði hon stóran týdning. Vesturgermananir høvdu ikki hoyrt um Freju, so teir dyrkaði hana, sum fruktberðs gudindina og ikki Freju. Á gomlum týskum merkir Frigg : Fría og Fríggjadagur eitur fríatag, nytýskum : freitag og á gomlum enskum frígedæg nyenkst friday. 

Á Latíni Veneris dies (Dagur Venus). Dagurin hevur ikki fingið heitið frá gudindini Venus, harafturímóti er tað gongustjørnan Venus, sum dagurin er uppkallaður eftir.




#Article 38: Leygardagur (115 words)


Leygardagur er ein vikudagur. Latín Saturni dies (Dagur Saturns), enskt Saturday.

Heitið á vikudegnum kemur frá norrøna laug og dagr, samansett laugardagr, ið merkir vaskidagur ella baðidagur. 

Í Norðurlondum ber dagurin líknandi heiti við sínum málsligu frávikum (da. lørdag, sv. lördag, fi. lauantai, no. lørdag (nýnorskt: laurdag), ísl. laugardagur. Á til dømis enskum og hollendskum eitur dagurin eftir Saturn, meðan hann á øðrum evropeiskum málum er uppkallaður eftir sabbatinum, (t.d. týskt Samstag og franskt samedi). 

Dagurin er vikuligur halgidagur hjá eitt nú jødum og adventistum, ið rokna hann sum 7. dagin í vikuni. Eftir ISO-standardi (ISO-8601), ið ásetur, hvussu dagfestingar eiga at verða gjørdar í telduforritum og í handilssamskifti, er leygardagurin tann 6. í vikuni.




#Article 39: Sunnudagur (180 words)


Sunnudagur er ein vikudagur. Latín: Solis dies (føroyskt: Dagur sólarinnar enskt : sunday. Í norrønt málið hevur dagurin eisini fingið heitið sítt frá sólini og er eitt avlop frá heidniskum - á norrønt : sunnudagr Ísl : Sunnudagur Da. : Søndag, í merkir solens dag. Á føroyskum merkir tað Dagur sólarinnar. Út frá hesum er tað lætt at staðfesta norrønt, sum eitt mál, ið er ættað úr latíni. Sunnudagur, sum nú á døgum er vikuligi kristni halgidagurin, hevur vanliga í krisindóminum verið roknaður sum fyrsti dagur í vikuni - eftir jødiskari hugsan, har leygardagur / sabbatur var 7. dagur í vikuni. Nú er vanligari at rokna vikuna at byrja við mánadegi (eftir ISO-standardi (ISO-8601), sum ásetir, hvussu dagfestingar eiga at vera gjørdar í telduforritum og handilssamskifti. 

Sunnudagurin er hvíludagur og heilidagur í øllum kristnum londum. Tá verða fyriskipaðar gudstænastur í kirkjum og øðrum gudshúsum. Sunnumorgun ringja kirkjuklokkurnar, og tá ið ringt hevur triðja ferð, fara fólk í kirkju. Í gomlum døgum var tann siður, at konufólkini settu seg vinstrumegin (konufólkamegin) í kirkjuni, og mannfólkini høgrumegin (mannfólkamegin). Hetta varð seinni avlagt. 




#Article 40: Søguligar hendingar (403 words)


Hetta er ein listi yvir søguligar hendingar sum hendu ávísar dagar í árinum.

 januar    1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
 februar   1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 (29) ((30))
 mars      1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
 apríl     1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30
 mai       1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
 juni      1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30
 juli      1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
 august    1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
 september 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30
 oktober   1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
 november  1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30
 desember  1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31

Um tú heldur vilt síggja árið á ein minni kompaktan hátt:




#Article 41: Pólland (896 words)


Pólland er lýðveldi í Miðevropa. Pólland hevur mark við Eystrasalt, Russland (Kaliningrad) og Litava í norðri, Týskland í vestri, Kekkia og Slovakia í suðri og Hvítarussland og Ukraina í eystri. Pólsku mørkini eru, kanska meiri enn onnur evropeisk, broytt óteljandi ferðir í søguni. Dagsins Pólland varð stovnað eftir 2. veraldarbardaga. Pólland er ein blandingur av spjøddum landbúnaðarbygdum og vøkrum miðaldarbýum. Næstan alt landið er fláur slætti, og tilsamans er tað størri í vídd enn hini trý londini í Miðevropa.

Gamla norrøna navnið var Pulinaland. 

Høvuðsgrein: Pólsk søga

Stórslignu miðaldarhúsini í Kraków eru sjónlig dømi um, at Pólland var stórveldi í 15. og 16. øld, áðrenn landið var skift sundur ímillum onnur ríki. Gomlu kirkjurnar, borgirnar og almennu fyrisitingarhúsini í Póllandi eru ímillum tað vakrasta, sum bygt er í Evropa. Mangir bygningar fóru illa ella vórðu oyðilagdir í Seinna heimsbardaga, men í Kraków varð ikki so nógv oyðilagt. Jødarnir í Norður- og Miðevropa flýggjaðu til Pólland og stovna har eina blómandi jødiska mentan í stóru býunum og á bygd. Jødarnir fullu so væl inn í pólska samfelagið, at teir tóku yvir klædnabúnarnar hjá pólska aðalinum, sum enn tann dag í dag er búnin hjá ortodoksu hassidimjødunum.

Fyrst í 1980-árunum settu póllendingar seg meiri og meiri upp ímóti kommunistastýri landsins, sum varð stuðlað úr Sovjetsamveldinum. Fakfelagsformaðurin Lech Walesa stóð á odda í stríðnum, tá ið póllendingar sluppu undan kommunistastýrinum. Hann gjørdist forseti í nýggja fólkaræðisstýrda Póllandi í 1990. Tíggju ár frammanundan høvdu ónøgdir verkamenn á Lenin-skipasmiðjuni í Gdansk mótmælt vánaligu viðurskiftum sínum. Fakfelagið Solidaritet, við Lech Walesa á odda, gekk undan í stríðnum. Skiftið til fólkaræði hevði við sær ótrygg politisk viðurskifti. So leingi Pólland stóð undir Sovjetsamveldinum, var landið við í einari stórari, miðstýrdari búskaparskipan. Til dømis varð stál flutt úr Sovjetsamveldinum til Póllands, har tað m.a. varð nýtt til traktorar, ið síðan vórðu fluttir út til okkurt Sovjetlýðveldi. 

Fyrr búðu mong fólkasløg í Póllandi, men kríggj, jødatyning nasistanna, burturflyting og marknabroytingarnar í 1945 hava havt við sær, at mesta fólkið nú eru póllendingar, ið hoyra til katólsku kirkjuna. 

Høvuðsgrein: Pólskur politikkur.

Frá 1945 til 1989 var Pólland kommunistiskt. Eftir kollvelting í 1989 varð Lech Wałęsa valdur til forseta. Eftir at fólkaræði aftur varð sett í gildi í 1990, hevur Pólland roynt at lagt stóran dent á at lagt um til marknaðarbúskap og at selt privatum fyritøkum tær stóru, ótíðarhóskandi, ríkisriknu verksmiðjurnar.

Pólska fosturtøkulógin er millum tær strangastu í Evropa. Hon er frá 1993 og sigur, at fosturtøkur bara eru lógligar, um lív ella heilsa hjá kvinnuni er í vanda, um fostrið ber álvarslig brek, ella um kvinnan er blivin upp á vegin eftir neyðtøku ella blóðskemd. Sambært pólska heilsumálaráðnum verða einar 1000 lógligar fosturtøkur framdar í Póllandi árliga.

Tjóðartingið í Póllandi er deilt upp í tvey kømur, har tað lægra verður nevnt Sejm og hitt hægra verður nevnt Senatið. Í Sejm sita 460 tinglimir og í Senatinum sita 100 senatorar. Lóggávuvaldið er tvíbýtt, og skal eitt lógaruppskot samtykjast í báðum kømurunum fyri at kunna gerast lóg í Póllandi. Lógaruppskotið byrjar í lægra kamarinum, og fer so víðari til Senatið. Um Senatið ikki samtykkir uppskotið, so hevur Sejm tó møguliga fyri at ógilda hesa samtykt hjá Senatinum.

Til seinasta tjóðartingsval í Póllandi, tann 25. oktober 2015, vann høgravendi populistiski flokkurin Prawo i Sprawiedliwose, ella PiS sum hann vanliga verður nevndur, reinan meiriluta í báðum kømurunum í póllendska tjóðartinginum. Á føroyskum vildu flokkurin PiS allarhelst itið Lóg og Rættvísisflokkurin.

Høvuðsgrein: Pólsk mentan

Høvuðsgrein: Pólsk landafrøði

Pólland er mest eitt slættlendi, alt sum tað er; á markinum til Slovakia er kortini ein høgur fjallaryggur, sum eitur Karpatarfjøllini. Fram við Eysturhavinum eru sandbakkar, og summastaðni byrgja langir sandtangar stórar firðir av frá havinum. Í áarmunnunum er heldur grunt, men kortini er siglandi eftir bæði Oder og Wisla, so tær hava almiklan týdning fyri samferðsluna. Fyri kríggið átti Poland bert eina smala geil norður móti havinum. men tá ið kríggið hæsaði av, varð pólska markið vesturflutt, og landið fekk harvið stórt strekki av Týsklandi, soleiðis at teir nú eiga mikla vídd fram við sjónum. Samstundis sum markið varð flutt vestur á Týskland, varð eisini russiska markið flutt vestur. Nakað suður frá strondini verður landslagið heldur heyggjut við nógvum tjarnum, men moldin er góð. Sunnari koma stórar slættar fløtur við sandmold; sunnan fyri tær hækkar landið so líðandi, men jørðin er av tí besta. og alt er undanvelt. Heilt suðuri ígjøgnum koma so Karpatarfjøllini. Tey eru ikki hægri enn so, at eingin kavi liggur á teimum um summarið, og har vaksa stórir skógir. 

Høvuðsgrein: Pólskur búskapur

Stórur partur av póllendingum er smábøndur, og pólska fólkið legði sær eina við at goyma gamlar siðir øll árini, Sovjetsamveldið hevði so stóran ávirkan í landinum. Tí vórðu bóndagarðarnir ikki lagdir saman í ovurstórar felagsgarðar, sum annars var vanligt í londunum, ið vóru undir kommunistiska sovjetstýrinum. Sumstaðni í Póllandi pløga bøndurnir enn við rossi. Enn er eisini vanligt at virka vørur og gera listhandverk heima. Innbúgvið er litfagurt málað, og vanligt er at prýða húsini innan við baldýringum og útskornum lutum. Um fjórðingur av fólkinum arbeiðir í landbúnaðinum. Mesta grøðin er epli, korn og sukurrøtur; nógv verður eisini gjørt burtur úr neytahaldi. Einstakir bøndur hava marknaðarbrúk burturav, men teir flestu dyrka eitt sindur at selja og hava tað, ið eftir er, til sín sjálvs. Landbúnaðurin er soleiðis, tí at flestu garðarnir eru smáir óðalsgarðar og framíhjávinna. Tey, ið sita við gørðunum, eru eldri fólk í eftirlønaraldri.




#Article 42: Slovakia (283 words)


Slovakia (slovakiskt: Slovensko ella Slovenská republika) er eitt lýðveldi í Miðevropa. Í útnyrðing hevur Slovakia mark við Kekkia, í norðri við Pólland, í eystri við Ukraina, í suðri við Ungarn og í útsynning við Eysturríki.

Slovakia liggur millum breiddarstigini 47° and 50° N, and longdarstigini 16° og 23° E.
Tað slovakiska landslagið er serliga kent fyri tað fjallaríki náttúruna við Karpatafjøllunum, sum strekkja seg tvørtur um alt landið og fevnir um tað mesta av norðara partinum av Slovakia. Í hesum høgu fjøllum eru fjallatindarnir Fatra-Tatra (harímillum eru Tatrafjøllini, stóru Fatra-fjøll og lítlu Fatra-fjøll), slovakisku Ore-fjøllini, slovakisku míðfjøllini ella Beskids. 

Hægstu fjøllini standa norðuri í landinum, í Karpatafjøllunum tætt við markið til Pólland. Teir hægstu tindarnir eru Gerlachovský štít (2.655 m) og Kriváň (2494m).

Tað lægsta láglendi er tað fruktagóða láglendi í útsynningshorninum av landinum, sum kallast Donau-slættin (slovakiskt: Podunajská rovina). Síðan kemur eystara slovakiska láglendi í ein landssynning.

Slovakia, sum vit kenna tað í dag, er í veruleikanum annað landið, ið hevur borið hetta navn. Fyrsta landið var Fyrsta slovakiska lýðveldið (Prvá slovenská republika), ið var til undir seinna heimsbardaga.

Folk siðvenja hevur sterkar røtur í Slovakia og sæst aftur í bókmentum, tónleiki, dansi og arkitekturi. Eitt dømi um hetta er tann slovakiski tjóðsangurin Nad Tatrou sa blýska, sum hevur røtur í einum fólkatónleikalagi frá Kopala studienku mentanini.

Slovakia er eitt demokratiskt lýðveldi við parlamentariskari fleirflokkaskipan. Seinasta parlamentsvalið var í mars 2012, og seinasta forsetavalið var í apríl 2009.

Slovakia er býtt sundur í 8 regiónir (slovakiskt: kraj, fleirtal kraje). Hesar eru uppkallaðar eftir høvuðssætinum í regiónini. Regiónirnar hava síðan 2002 í ávísan mun havt sjálvstýri.

Regiónirnar eru býttar sundur í fleiri smærri distriktir og kommunur. Tað eru tilsamans 79 distriktir í Slovakia.




#Article 43: Sambandsflokkurin (149 words)


Sambandsflokkurin varð sum tann fyrsti flokkurin í Føroyum stovnaður í 1906. Ikki ber til við vissu at dagfesta, nær flokkurin varð stovnaður, men tann 18. august 1906 boða 13 av 22 tinglimum frá í Dimmalætting, at teir hava skipað seg í ein politiskan flokk á tingi, ið nevnir seg ”sambandsmenn”. Flokkurin er ein liberalur flokkur, sum virkar fyri eini støðugari og frísinnaðari menning av Føroya fólki, búskaparlig, mentunarliga og stjórnarliga. Flokkurin gongur inn fyri, í ríkisfelagsskapi við Danmark, at reka ein framburðssinnaðan politikk á øllum økjum. 

Á løgtingsvalinum 31. august 2019 fekk Sambandsflokkurin 7 tingfólk vald.

Á løgtingsvalinum 29. oktober 2011 fekk Sambandsflokkurin 8 tingfólk vald. Hin 10. februar 2014 vaks flokkurin við einum tingmanni afturat, tá Gerhard Lognberg gjørdist limur í flokkinum, eftir at hann varð koyrdur úr Javnaðarflokkinnum 2. november 2013 og síðan var uttanflokkatingmaður í góðar tríggjar mánaðar. Sambandsflokkurin hevur ikki havt 9 tinglimir síðan 1932.




#Article 44: Hin føroyski fólkaflokkurin (112 words)


Hin føroyski Fólkaflokkurin (radikalt sjálvstýri) varð stovnaður í 1939. Fólkaflokkurin er ein konservativur flokkur á Løgtingi. HUXA er nevndin hjá fólkafloksungdómi. Fólkaflokkurin er ein borgarligur og afturhaldssinnaður flokkur. Flokkurin vil hækka skattalágmarkið, og betri lánmøguleikar til at fíggja íløgur til umleggingar og útbyggingar av vinnulívi landsins. 

Fólkaflokkurin gjørdist limur í felagsskapinum Alliance of European Conservatives and Reformists (AECR) í november 2013 

Á løgtingsvalinum 31. august 2019 fekk Fólkaflokkurin 8 tingfólk vald.

Fólkaflokkurin fekk 8 umboð vald á Føroya Løgting í 2011, men í sep. 2013 gjørdist Janus Rein limur í Fólkaflokkinum, hann varð valdur inn á ting fyri Framsókn, men fór úr Framsókn á heysti 2012. Tingmanning Fólkafloksins øktist tí til 9.




#Article 45: Fríðrikur Petersen (177 words)


Fríðrikur Petersen (* 22. apríl 1853 í Saltnesi - † 26. apríl 1917 í Frederiksberg) var próstur við bústaði á Nesi, yrkjari, umsetari og politikari. Petersen varð føddur á Saltnesi í Eysturoy í 1853. Í 1875 tók hann studentsprógv í Íslandi og í 1880 cand.theol.-prógv við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Hann starvaðist sum prestur í Sandoy og í Suðuroy og var próstur á Nesi í Eysturoy. Hann var virkin í politikki. Hann sat í løgtinginum (1890-91, 1893-1917) og í landstinginum (1894-1902/1906-1917). Hann stovnaði saman við øðrum Sambandsflokkin í 1906. Hann var formaður í flokkinum frá 1906 til 1917. Fríðrikur hevur skrivað fleiri av okkara kendastu fosturlandssangum.

Hann varð studentur í 1875, prógv í filosofikum í 1876 og gudfrøðisprógv (cand.theol.) í 1880. Hann yrkti nógvar sangir, m.a. fyrsta føroyska tjóðsangin Eg oyggjar veit og Gleðilig jól. Hann var mammubeiggi Hans Jacob Højgaard, tónaskald. 

Fríðrikur Petersen var løgtingslimur 1890-1891 og 1893-1917. Hann umboðaði Sambandsflokkin á tingi frá at flokkurin varð stovnaður í 1906 fram til 1917. Somuleiðis var hann formaður floksins 1906-1917. Hann var landstingslimur 1894-1902, 1906-1914 og 1915-1917.




#Article 46: Erlendur Patursson (241 words)


Erlendur Patursson (20. august 1913 - 16. juni 1986) føddur í Kirkjubø, sonur Jóannes Patursson og Guðny. Blaðungur fór hann til Íslands, har hann í 1933 tók studentsprógv. Haðani fór hann til Oslo, har hann tók 1. part í búfrøðislestri, fullfíggjað cand. polit prógv tók hann á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 1942. Heimafturkomin til Føroya eftir stríðslok var hann fíggjarligi ráðgevi løgtingsins 1946-1947, eitt skifti fiskimaður og í 1953 varð hann kosin til formann í Føroya Fiskimannafelag. Nú kom hann av álvara upp í politikk. Hann var við til at stovnseta Tjóðveldisflokkin og gjørdist í apríl 1949 blaðstjóri á málgagni floksins 14. September, eitt starv hann røkti í fyrstu atløgu fram til 1962 og aftur frá august 1973 til januar 1976.

Í 1954 varð hann valdur tingmaður fyri Sandoyar valdømi, sum hann umboðaði fram til 1966. Frá 1970 hevur hann verið valdur á ting fyri Suðurstreymoyar valdømi. Hann var landsstýrismaður í sjálvstýrislandsstýrinum 1963-1966 og føroyskur fólkatingsmaður 1973-1977. Patursson hevur lagt úr hondum frágera nógv skrivligt tilfar, umframt tær hundraðtals politisku blaðgreinirnar og tey mongu ritini, ið viðgera samfelagsmál, hevur hann skrivað tvey stórverk.

Annað er minningarrit Føroya Fiskimannafelags»Fiskiveiði - Fiskimenn 1850-1939 I-II, sum kom út 1961, og fram-haldið Fiskivinna og fiskivinnumál 1940-1970 I-II-III, ið kom út í tíðarskeiðinum 1976-1981, og hitt er ein Føroya søga, ið ætlandi kemur í 5 pørtum, harav tríggir eru komnir. Fyri ritverk síni fiskivinnuni viðvíkjandi fekk høvundurin í 1981 heiðursløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 




#Article 47: Jóannes Patursson (1064 words)


Jóannes Patursson (føddur 6. mai 1866 í Kirkjubø, deyður 2. august 1946) vanliga nevndur Bóndin, búði í Kirkjubø, har hann eisini festi størsta kongsgarðin í Føroyum. Foreldrini vóru Trina Dionedatter f.1840 á Velbastað, norði á Heyggi og Páll Patursson úr Kirkjubø. Jóannes var langabbasonur Nólsoyar Páll. Jóannes giftist við Guðny Eiriksdóttur úr Karlsskála í Íslandi. 

Jóannes fór til Noregs í 1882, har hann fekk landbúnaðarútbúgving. Hann hevði stórar ætlanir um landbúnað í Føroyum. Í 1884 kom hann heimaftur og hitti á vegnum ein komandi føroyskan tjóðskaparmann, Rasmus Christoffer Effersøe, sum hann fór at samstarva nógv við í framtíðini.

Í 1887 tók skriving seg upp í Dimmalætting um Føroya støðu í mun til Danmarkar, og hetta bleiv í 1888 til veruligt kjak. Og jóladag 1888 var Jólafundurin í tinghúsinum, har samtykt varð, at virkast skuldi fyri at varðveita føroyska málið, sum tá var hótt. Hetta førdi til stovnanina av Føringafelagi í 1889.

Jóannes varð valdur í Løgtingið í 1901, og fór har at virka fyri endamáli Føringafelags, sum var

Hann sat í løgtinginum restina av lívinum. Her býttust føroyskir tinglimir í liberalar, sum Jóannes hoyrdi til, og konservativar. Í 1906 var Sambandsflokkurin formliga stovnaður, og grundarlagið undir føroysku flokkskipanini skapt.

Fyrsta tíðin í løgtinginum gekk væl, og Løgtingið vann nógvar pengar tey fyrstu árini. Jóannes og Christian Bærentsen, vinstri- og amtmaður, fingu fleiri lógir ígjøgnum, eitt nú nýggja lønarlóg fyri lærarar, skipatrygging o.s.fr. Eisini fingu teir Fólkatingið at játta Føroyum 57 000 kr um árið. Jóannes setti uppskot um tað sonevnda 'hvalagjaldið', har Løgtingskassin vann um 10 000 - 15 000 krónur um árið, sum eisini varð viðtikið. Hugsjónir Jóannesar byrja spakuliga at koma til lívs, og tað tykist, at skjótt vera Føroyar sjálvstøðugt, sum Jóannes hevur ynskt.

Á Ólavsøku í 1902 legði Jóannes fram uppskot, at brennivínstollurin, sum áður var farin í ríkiskassan og var størsta inntøka ríksins úr Føroyum, skuldi nú umsitast av Løgtinginum. Hetta tók ongin av tingmonnunum undir við, og er tað hetta uppskotið sum seinni spøkir aftur, tá Jóannes 'fellur' í 1906. 

Jóannes sat í danska fólkatinginum 1901-1906 og í danska landstinginum 1918-1920 og 1928-1936. 1901-1906 umboðaði hann Suðuroyar valdømi, og Suðurstreymoyar valdømi 1906-1946.

Tjóðskaparkensla Jóannesar fánar ikki, tá hann verður fólkatingslimur. Tvørtímótir. Hann nýtir høvið í fyrstu talu síni at greiða donsku pressu og politikarum frá um føroysk viðurskiftir. Dentur varð framvegis lagdur á móðurmálið og skúlagongd, har hann krevur, at næmingar skulu læra føroya søgu. Hann staðfestur, at ongin fíggindaskapur fylgdi við teimun tjóðskaparligu viðurskiftinum, og loysing frá Danmark enn ikki ein ætlan. Áður er Jóannes stemplaður sum “danahatari” og stuðlari av 'separatismu'. Hugtøkini verða fyrstu ferð nýtt um Jóannes í 1894 í eini veistlu fyri sýslumanninum, H. C. Muller, tá Jóannes læt glasið standa á borðinum, tá skálað varð fyri “móðurlandinum Danmark”.

Við fólkatingsvalið í 1903 møtir Jóannes harðari mótstøðu. Hann hevði stutt fyri valið givið út bókina 'Færøsk Politik', har hann lýsir føroyskan politikk. Hann setur spurnartekin við dosnku grundlógina og metir, at skipanin ikki var nóg góð fyri føroyingar. Hann setur fram ta áskoðan á framtíðar stýrislag Føroya, í fimm pørtum, har endamálið er at:

	Løgtingið verður alt fólkavalt og skipar seg sjálvt við formanni og næstformanni. Ríkisins umboðsmaður sleppur á fundirnar, men hevur ikki atkvøðurætt. Eingin lóg verður gandandi í Føroyum, uttan hon øll er samtykt av løgtinginum.  Løgtingið kann gera lógaruppskot, sum stjórnin beinleiðis kann góðkenna. Løgtingið fær undir uppsýni av stjórnini ræðið á serligu føroysku fíggjarviðurskiftunum.

Leygardagin 14. september 1946 var fólkaatkvøða um ríkisrættarstøðu Føroya, og ein meiriluti av fólkinum valdi loysing. Men av tí at Jóannes doyði 2. august, slapp hann ikki at síggja tað henda.

Bóndagarðurin hevur nógv ættarlið á bakið, og mentanin er sterk. Har er nógv at byggja á og kenna ábyrgd fyri. Á ungum árum, leggur pápin hesa ábyrgdarkensluna niður í sonin. Foreldrini hava uttan iva spælt ein avbera stóran leiklut í, hvør Jóannes gerst sum persónur. Sum 15 ára gamal, fer Jóannes til Noregs á landbúnaðarskúlan, Stend. Seinni tekur hann búnaðarprógv í Os, uttanfyri Oslo. Heimafturkomin, festir hann kirkjubøgarð. Hann tekur ikki bert vitanin um landbúnaðin við sær heim aftur. Í Noreg hoyrir hann stríð Bjørnstjerne Bjørnson um Norska flaggi, og um onnur, tá, óvunnin rættindi; og á skúlanum eru eisini íslendingar ið hava sína ávirkan.

Í 1906 merkist av álvara at føroyski tjóðskaparhugurin er givin at blóma. Hin 14.mai 1906, leggur Jóannes, fram eitt tilboð til Løgtingið frá donsku stjóruni. “Tilboðið” vildi í høvuðsheitinum føra við sær at Løgtingið fekk størri ábyrgd á nøkrum málsøkjum í Føroyum, afturfyri at fáa eisini krevja skatt inn. Eftir viðgerð á tingi í mai mánaði, var samtykt at heita á løgmalaráðharran um at koma við einari skrivligari orðing av tilboðnum. Eisini kann sigast, at Oliver Effersøe, sum umboðaði komandi sambandsflokkin, gjørdi sær stóran ómak at tala niður um “Tilboðið”, sum seinni gjørdist niðurlag fyri Jóannes.

Sama ár er bæði fólkatings- og løgtingsval. Fólkatingsvalið hin 22. juni gjørdist ein stórur ósigur fyri bóndan úr Kirkjubø, har mótstøðumaðurin, Oliver Effersøe, fekk meir enn tvífalt so nógvar atkvøður sum Jóannes. Sjálvstýrispolitikkur var av álvara í vanda fyri falli. Á løgtingsvalinum hin 18. juni vóru valdir 8 sjálvstýrispolitikkarar, meðan Sambandsflokkurin fekk 12 valdar. Við hesum var løgtingið býtt í tveir partar: ein sambandsflokk og ein sjálvstýrisflokk. Sambandsflokkurin var settur á stovn í 1906. Sjálvstýrisflokkurin hevði virkað sum flokkur síðan 1903, tá Føroya Framburðsfelag varð sett á stovn, men varð formliga settur á stovn í 1908 ella 1909. 

Tá “Tilboðið” verður viðgjørt á Ólavsøku í 1906, verður tað eitt sjálvsagt niðurlag fyri Jóannes (meirluturin var jú sambandsmenn).

Jóannes varð skuldsettur fyri bæði eitt og annað. Tað at Fríðrikur Petersen, próstur, var í móti Jóannessar politisku hugsjónum, hevur verið ein avgerandi faktorur, tá Jóannes 'fall'. Fólkið í Føroyum hevði stóra virðing fyri prósti, og tá hann og floksmenn hansara skuldsettu Jóannes fyri bæði danahatur og 'separatismu', hevði bóndin ongan kjans. Hugtøk sum 'Brændevinspartiet' og 'ædruelighedens fjende nr. 1', sum hava uppruna í 1902, tá hann setti fram uppskot um brennivínstoll, vórðu tikin fram aftur. Danmark hevði umsitið brennivínstollin í mong ár, men er tó ongantíð komið undir slíkt hugtak. Viðhaldsmenn Jóannessar blivu stemplaðir sum 'skilsmissepolitikere' og ótrúgvir ríkisfelagsmenn'.  Umframt skuldsetanir, varð hótti ein av høvuðsfaktorinum til fallið. Tá tala var um m.a. “Tilboðið”, hótti Skattaræðingin við høgum skatti og segði at avleiðingar vóru “innliming til ein annan stat”. Virðingin fyri danir var so høg, at fólkið ikki longur vildi kennast við Jóannes og sjálvstýrispolitikk hansara. 




#Article 48: Regin Dahl (208 words)


Regin Dahl er føddur í Sandagerði í Havn 5. november 1918, deyður 29. mars 2007 í Keypmannahavn. Hann var føroyskt skald og tónaskald. Regin var sonur Jákup Dahl, próvst. Lívsstarv hansara var hjá danska forlagnum Gyldendal sum forlagsráðgevi. Dahl fekk Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens bæði í 1973 og í 1979. Hann er eisini kendur í Føroyum fyri at hava endurnýggjað føroyskan tónleik. Tá hann fylti áttati í 1998 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins. Hetta var fyrstu ferð hendan virðisløn var givin.

Hann var estetikari, yrkjari, tónleikari, týðari og mangt annað. Hann var kendur í Danmark fyri at týða yrkjaran Baudelaire til danskt.

Regin las fagrar bókmentir og norrønt í Keypmannahavn. Tá hann var átjan ára gamal gav hann út fyrsta yrkingasavnið í útlegd. Hann yrkti her um útlegdina, ið er eitt afturvendandi tema í hansara skaldskapi, mest tí hann alt lívið var útiseti. Fyrstu yrkingarnar komu í Varðan í 1936. Eftir hetta skrivaði hann átta søvn. Regin kom at endurnýggja føroyska yrking. Heitini til søvnini eru egin og sýna málsligt tilvit, so sum Beltisgyrði, ið er bandið, sum bakkamenn hava um miðjuna at heingja fuglin í, Gongubitar, ið eru bitar, ið menn høvdu við sær í hagan, t.d. á fjalli, Eftirtorv, ið er torv, sum sløðist eftir á heiðini.




#Article 49: Tórshavn (2369 words)


Tórshavn ella Havnin (danskt heiti: Thorshavn) er høvuðsstaður í Føroyum og nógv størsti býurin, hóast hann ivaleyst er ein av heimsins minstu høvuðsstøðum. Í meira enn 1.000 ár hevur Tórshavn verið miðdepil landsins. Men ikki fyrr enn í 1866 varð Tórshavn formliga viðurkendur sum sjálvstýrandi eind, sum veruligur høvuðsstaður. Havnin er ein nútímans, virkin býur við handilslívi, ídnaði og fyrisiting, við skúlum og fjølbroyttum valmøguleikum til víðari útbúgving, við ítrótti og einum blómandi mentanarlívi. 

Býurin er bygdur rundan um tvær smáar vágir: Vestaru Vág og Eystaru Vág, sum Tinganes gongur út millum. Havnin er vaksin nógv seinastu hundrað árini. Eins og í nógvum øðrum nútímans stórbýum eru nógv frítíðartilboð, og møguleikarnir at fáa arbeiði ella at nema útbúgving eru betri í Havn enn á bygd. Havnaøkið hevur stóran týdning. Her verður farmur lossaður, og flestu ferðafólkini koma og fara um Havnina. Árliga koma og fara 3.400 skip um Tórshavnar havn, og 680.000 tons fara um bryggjukantin. 

Havnin er sjálvur landsins landafrøðiligi miðdepil, og her er landsins tingstaður, sum hann hevur verið í meira enn 1.000 ár. Í Tórshavn og økinum rundanum búgva uml. 20.000 fólk.

Navnið er samansett av Tór, sum er norrønur gudur, og havn. Av tí at fyrri liðurin Tórs hevur verið lítið brúktur á manna munni, hevur almenna býarnavnið Tórshavn ikki broytt snið gjøgnum tíðina, eins og heitini Hósvík og hósdagur, har Tórs- við tíðini er blivið til Hós-.

Í Føroyingasøgu kunnu vit lesa, at í Tórshavn hevur líka frá gamlari tíð verið tingstaður hjá føroyingum. Tá komu Føroya bøndur við stórum fylgi til tings í Tórshavn. Úti í Tinganesi settu teir búðir sínar upp, og har vórðu tær standandi, so leingi sum tingið vardi. Longu í landnámstíðini gjørdist Havnin ein savnandi miðdepil, har føroyingar hittust. Eftir tátíðarmáti var tað eitt fátæksligt pláss, við kargari jørð og nógvum mjørka, ongum rekaviði og ongum fuglabjørgum, og harumframt trupult at verja móti álopum. Eisini vóru lendingarviðurskiftini vánalig, sjálvt eftir føroyskum mátistokki, og var Havnin tískil ikki egnað sum niðursetupláss. Men sum miðdepil varð hon vælegnað, og her hittust føroyingar – til avgerð av trætum, til rættargongd og til tingsetur. Og her varð avgerðin tikin ár 999, at føroyingar skuldu taka við kristnari trúgv. Í tilknýti til tær árligu tingseturnar vaks upp ein marknaður, og Tórshavn gjørdist eitt fast handilspláss. Saman við tingsetunum kom eisini handilsskapur, og Tórshavn gjørdist handilsstaður og miðstøð føroyinga. 

Tá Føroyar komu undir Noreg og seinni undir Danmark, kom einahandilin og við honum embætismenninir. Hesir búsettust í Havnini og bygdu teir skansar fyri at verja handilsvørurnar. Tað nógva virksemið í Havnini fekk nógv fátækrafólk av bygd at flyta til Havnar, tí har kundu tey vinna sær til lívsins uppihald við handilin, við at byggja skansa ella sum soldátar. 

Longu undir einahandlinum fekk Niels Ryberg loyvi at seta á stovn ein transithandil í Vágsbotni. Við hesum byrjaði nýggj tíð, og eitt nýtt handverk kom fram. Fólk lærdu seg at salta sild og at turka klippfisk. Um somu tíð vórðu undan um Havnina stykkjaðar út traðir og latnar Havnarfólki til traðarbrúk. 

Við nýggju donsku grundlógini í 1849 varð nýggj fyrisiting skipað við amtum og kommunum í danska ríkinum, og tann 16. februar 1866 kom lóg um Thorshavns kommunale Forfatning. Tá gjørdist Tórshavn serstøk kommuna, ið umfataði staðin sjálvan og garðarnar uttanfyri, Húsagarður og Álaker við tí, ið til teir hoyrdu. Til at stýra kommununi skuldu veljast 5 borgarar í borgaraumboðið, Borgerrepræsentationen, sum tað kallaðist. Hesir fimm skuldu stýra saman við landsins fúta, sum var fastur limur í stýrinum. 

Á nesinum og uttan um Eystaruvág var so búsetingin. Fólkatalið fór at vaksa og var komið upp á 850, tá ið einahandilin var avtikin og fríhandil settur á stovn í 1856. Byrjanin til tann føroyska fiskiflotan varð løgd, tá Trappubrøðurnir úr Havn keyptu sluppina Fox. Men orsakað av teimum vánaligu havnarviðurskiftunum í Tórshavn mentist tann nýggja vinnan skjótari úti á bygdunum. Tað var eyðsæð, at neyðugt var at bøta um havnarviðurskiftini, og í 1927 var Tórshavnar Havn ein veruleiki. 

Havnin gjørdist keypstaður tann 1. januar 1909, og býurin er í støðugari menning.

Havnin hevur nógv skip og nógv tað størsta handilsvirksemið í Føroyum. Har er t.d. stór skipasmiðja, har nógv skip verða bygd, bæði úr stáli og viði. Havnin er brimpláss, hon liggur opin fyri havalduni, men har er so góður brimgarður gjørdur, at tað er leggjandi at í næstan øllum veðri. Higar koma eisini ferðafólk úr útheimi til Føroya, og meginparturin av øllum farmi, og vestanfyri er hugnalig smábátahavn og fyrr eisini fiskivinnuhavn. Til Havnar kemur nógv fólk ferðandi úr útlondum og úr øllum bygdum í Føroyum. Føst innanoyggja ferðasigling er til Havnar úr Suðuroy og úr Nólsoy.

Í Havn er alt, sum einum stórbýi hoyrir til. Bæði til arbeiði, frítíð, lærustovnar, studentaskúli, fólkaskúlar og ymiskt til persónliga røkt og menning. Her eru dagstovnar, skúlar, ítróttaøki við fótbóltsvøllum, svimjihøll og rennibreyt, heilsuverk við sjúkrahúsi, og øðrum viðgerðarmøguleikum, tilhald til eldri fólk, eins og fleiri ellis- og røktarheim og sambýli eru í býnum. Stór hús eru til dømis tey gomlu amtmanshúsini, Føroya Fólkaháskúli, Landssjúkrahúsið, Hotel Hafnia, Hotel Føroyar, telefonhúsið, Kommunuskúlin, Bacalao og SMS. Í Havn eru fleiri danskir stovnar: Sorenskrivarin, Ríkisumboðsmaðurin, Landslæknin og Løgreglan. Har er eisini bæði Føroya biskupur, Fornminnissavnið,  Landsbókasavnið og Býarbókasavnið. Í Tórshavn er hægstu skúlar í Føroyum – Glasir, Vinnuháskúlin og Fróðskaparsetur Føroya. Har eru breiðar beinar gøtur, prúð hús og vakrir urtagarðar, og ein stór viðarlund er mitt í býnum. Í viðarlundini stendur ein prýðilig standmynd til minnis um føroyskar sjómenn, sum gingu burtur undir 2. heimskríggi.

Tann gamli býurin er tætt bygdur við trongum gøtum og skotum og við trappum, har ið bratt er. Sjálvt til gongu er skjótt at koma sær niðaná og fáa útsýni oman yvir býin og landslagið. Húsini fylgja sum heild hæddarstrikunum og venda sær út ímóti fjørðinum. Húsalitirnir vísa so ella so til aldurin á teimum, tey gomlu eru mest svørt, tey nýggjaru í nógvum ymiskum litum og tey nýggjastu varliga hvít ella ljóst jarðlitað. Tey flestu stakhús eru til eitt húski. 

Á Skansatanga, sum fyrr var nevndur Stanganes, bygdi Magnus Heinason ein skansa til at verja Havnina fyri ófriðarskipum. Húsini og virkini hava, serliga aftan á Seinna heimsbardaga verið í ringum standi, men nú er bøtt um tey, so skansin er í dag eitt søguligt prýðiligt minni.

Teir elstu bygningarnir í Havn standa helst í Tinganesi, teirra millum eru Leigu­búðin og Munkastovan, sum eru úr miðøld og óivað elstu hús í Havn.

Tórshavn liggur mitt í landinum. Á gamla tingstaðnum Tinganesi hevur landsins stjórn, landsstýrið, sæti. Hetta er nesið, sum býtir sjálvu havnina sundur. Eystanfyri er havnin fyri ferðafólk og farm. Havnin breiðir seg nú um dyrkað traðalendi og út í hagan norðanfyri. Landslagið uttan um Havnina er javnt og rundað. Havnardalur, Hoydalar, eiðið í Nólsoy, Kaldbaksfjørður og onnur sund og firðir eru skapað av ístungunum úr jøklunum. Høg berg, máað av brimi, finnast at kalla ikki nærindis Havnini. Reynini vestanfyri og sunnanfyri koma upp í 350 metra hædd. Tvær stórar áir, Sandá og Hoydalsá, og tvær minni, Rættará og Havnará, mynda lendið. Havnará rennur gjøgnum miðbýin, nú mest undir loki. Dyrkaða lendið og tey bygdu økini eru enn sum heild undir 100 metra hædd.

Í miðstaðarøkinum eru fleiri kommunusamanleggingar farnar fram seinastu umleið tjúgu árini. Síðan 1974 er kommunan økt munandi við kommunusamanleggingunum við Kaldbak, Hoyvík, Argir, Nólsoy, Hest og Kollafjørð. Hetta hevur givið høvuðsstaðarkommununi størri møguleikar at menna byggimøguleikar og virksemi annars, og við tí alt størri fólkagrundarlagnum, sum nú er umleið 20.227 (2015) fólk, eisini størri møguleikar at átaka sær ymiskar uppgávur, sum almennu Føroyar áður hava røkt.  

Fyri einum 65 milliónum árum síðani tóku seg upp eldgos á havbotninum millum evropeiska og norðuramerikanska/grønlendska meginlandið. Tá í tíðini lógu Norðuramerika og Evropa væl nærri hvørt at øðrum og uml. 10 stig sunnari enn nú á døgum. Meginlondini róku og reka enn hvørt frá øðrum, og sprung­ur í atlantiska havbotninum eru framvegis virknar við gosi innan úr jørðini. Soleiðis vórðu basaltfláirnar til, sum Føroyar eru partar av. Tríggjar høvuðsgostíðir vóru og vóru tær fleiri túsund ár. Fláir í ymiskum tjúkdum við gosgrýti og øsku vórðu til, soleiðis sum tað sæst aftur í homrum og líðum. Landið sakk sum frá leið í ein landnyrðing, so at tær elstu fláirnar og miðfláirnar síggjast sunnanfyri og vestanfyri, og tær yngstu eru at síggja norðanfyri og eystan­fyri. Landssynningsøkið av Streymoynni við landslagnum uttan um Havnina er partur av ovastu basaltfláunum.

Tá ið tertiertíðin endaði fyri einum 2,5 milliónum árum síðani, var basaltháslættin umskapaður til eitt toluliga javnt heyggjalendi við breiðum dølum. Vatn hevði matað teir jarðfrøðiliga veiku partarnar burtur og slóðað fyri teimum komandi landsløgunum. Einar 15-20 ístíðir komu aftaná og fylgdu hesum slóð­­um og skapaðu sund, firðir og dalar. Flestir ganga úr einum vesturhallum norðan í ein eysturhallan sunnan, og hetta eyðkennir landslagið og strendurnar nú. Ísurin var einar 500-700 metrar tjúkkur, og tey hægstu fjøllini rukku upp um ískápuna og eru so statt eldri enn ístíðarlandslagið. Undir ísinum varð landið brýnt og rundað. Úr Mykinesi til Fugloyar sæst eitt marknaskil, har jøklarnir fluttu seg annaðhvørt norðureftir ella suðureftir. Sandoy og Suðuroy høvdu hvør sína ískápu. U-skapaðu jøkulsdalarnir síggjast aftur í sundum og firðum millum oyggjarnar og hava gjørt, at har er sum heild rættiliga grunt.

Føroyar hava tempererað oyggjaveðurlag, og veðrið er sera skiftandi. Ta einu løtuna skínur sólin av klárum himni, og næstu løtuna dregur hann á luftina, og tað fer at regna. Veðurlagið fer frá at verða bólkað sum tempererað til at vera arktiskt, tá ið miðalhitin fyri heitasta mánað er minni enn 10 °C. Sjógvurin frystir ongantíð.  Hitin er høgur í mun til norðurleikan. Luftin er rein og frísk alt árið. Miðalhitin í Tórshavn var 6,3°C í 2010 - tann lægsti í langa tíð. 

Veðurlagið í 2010:

Býarvøksturin hevur verið ógvuliga stórur seinastu árini. Í 1801 var íbúgvaratalið í Havn 554, í 1950 10 ferðir so stórt – 5.607. Í 2015 var íbúgvaratalið í nýggju stórkommununi vaksið til 20.227. Meira enn 1/3 av fólkinum í Føroyum býr í Tórshavnar kommunu, og enn flyta fólk til Havnar.

Tríggir fótbóltsvøllir eru í Havn: Ovari vøllur, Niðari vøllur, og Tórsvøllur. Tveir teir fyrstu umsitur mentamáladeildin hjá Tórshavnar kommunu. Grunnurin Tórsvøllur umsitur Tórsvøll. Ein og hvør kann læna fótbóltsvøllirnar, tá fótbóltsfeløgini ikki nýta teir. Tað er ókeypis at brúka fótbóltsvøllirnar hjá Tórshavnar kommunu.

Fimm almennir svimjihyljar eru í kommununi. Tann størsti er Svimjihøllin í Gundadali. Hinir fýra eru í Argja skúla, Eysturskúlanum, Kollafjarðar skúla og úti í Hesti. Svimjihøllin í Gundadali verður í høvuðsheitum brúkt til almenna svimjing, men eisini skúlar, stovnar og feløg brúka hana. Hinir svimjihyljarnir eru fyrst og fremst til skúlabrúks, men tann í Kollafirði er eisini opin fyri almenninginum. Svimjihylurin í Hesti er einans í nýtslu um summarið. 

Nú býr Føroya yvirvald úti á Tinganesi, tí har hevur Føroya Landsstýri innivist. Enn kemur Føroya Løgting saman í Tórshavn á hvørjum ári, men løgtingshúsið er ikki á Tinganesi, tað stendur longur uppi í býnum. 

Býráðið í Tórshavnar kommunu hevur 13 limir, ið verða valdir eftir reglunum í kommunulógini. Býráðið ger av, nær og hvar regluligir býráðsfundir skulu vera. Fyrst í hvørjum álmanakkaári verður hetta kunngjørt á tann hátt, sum vanliga verður nýttur í kommununi. Vanliga hevur býráðið almennan fund eina ferð um mánaðin. Borgarstjórin fyrisitur dagligu leiðsluna av kommununi. Hann ansar eftir, at málini verða býtt út til avvarðandi nevndir og starvsfólk í kommununi. Um tað er neyðugt, ger hann reglur fyri, hvussu málini skulu verða avgreidd. 

Býráðslimirnir í Tórshavnar kommunu eru borgaravald umboð, sum eru stillað upp í politiskum flokkum. Limirnir skipa seg í ein meiriluta og ein minniluta, har meirilutin er at líkna við samgonguna í landspolitikki. Siðvenjan við meiriluta og minniluta hevur verið í kommununi í fleiri áratíggju. Tey, sum skipa meiriluta, undirskriva eitt samgonguskjal, har ætlanirnar hjá meirilutanum fyri valskeiðið verða settar út í kortið. Í Tórshavnar kommunu er ikki vanligt at almannakunngera sjálvt samgonguskjalið. Nývalda býráðið velur ein borgarstjóra fyri alt valskeiðið. Starvið sum borgarstjóri er fulltíðarstarv. Eisini velur býráðið ein 1. og ein 2. varaborgarstjóra og mannar síðani tær føstu nevndirnar: Fíggjarnevndina, Teknisku nevnd, Mentamálanevndina, Trivnaðarnevndina, Vinnunevndina, Náttúru- og umhvørvisnevndina, Byggi- og býarskipanarnevndina og Økisnevndina. Limirnir í føstu nevndunum skulu vera býráðslimir. 

Kommunuval er fjórðahvørt ár annan týsdag í november. Til Tórshavnar býráð verða valdir 13 limir. Fyri at kunna velja og stilla upp til kommunuval í Tórshavnar kommunu, skalt tú vera fylt/-ur 18 ár og hava heimarætt í Føroyum. Eisini skalt tú vera tilmeldað/-ur hjá fólkayvirlitinum í kommununi í seinasta lagi 2 vikur fyri valdagin og framvegis vera búsitandi í kommununi sjálvan valdagin. Borgarar úr øðrum londum, ið hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini undan valinum, hava eisini rætt at velja og stilla upp til kommunuval. Uppstilling fer fram á vallista, har í minsta lagi 15 og í mesta lagi 25 stillarar kunnu stilla millum 1 og 17 valevni upp til býráðið. Í Tórshavnar kommunu er siðvenja at hava politiska uppstilling, t. v. s. at valevnini verða stillað upp í politisku flokkunum, ið vit kenna frá landspolitikki. Ein valnevnd, sum býráðið velur, hevur evstu ábyrgdina av valinum í kommununi. Aftrat henni eru valstýri, sum taka sær av valinum í teimum ymsu atkvøðuøkjunum. Nýggja býráðið tekur við 1. januar árið eftir valið og situr í fýra ár. 

Býráðið ásetir skattaprosentið í kommununi á hvørjum ári, tá fíggjarætlanin verður viðgjørd. Skattainntøkan verður brúkt til tær tænastur, kommunan veitir sínum borgarum. Taks tekur sær av skattaálíkningini, bæði viðvíkjandi kommunuskatti, landsskatti, kirkjuskatti o. ø. Tað er eisini Taks, sum krevur skattin inn.

Niðanfyri sæst atkvøðubýtið á býráðsvalinum 8. november 2016.

Vøruflutningurin millum bygdir var fram til umleið 1970 bara at kalla sjóflutningur við skipum og bátum. Sambandið við útheimin gekk um Havnina, og bátar førdu vørur og fólk í land. Verulig havn við atløgubryggjum kom sein­ast í 1920-árunum. 

Vegur varð lagdur til torvheiðarnar vestanfyri, Landavegurin kallaður. Annars var fyrsti rættiligi vegurin úr Havnini gjørdur í 1907, og tað var vegurin niðan á Sanatoriið, bróstsjúkrahúsið í Hoydølum. Vegur varð gjørdur til Hvítanes í 1950, men ikki fyrr enn í 1966 var Oyggjarvegurin liðugur, og trý ár seinni var koyrandi allan vegin norður og suður í Streymoynni.

Broytingarnar í ferðslumynstrinum hava havt við sær, at strandferðslan við skipum er nógv minkað, at meginparturin av fólkaflutninginum í onnur lond fer fram við flogfari, og at Havnin hevur fingið eina nógv vaksna ferðslu við bilum. 




#Article 50: Hans Jacob Jacobsen (160 words)


Hans Jacob Jacobsen (skaldanavn Heðin Brú) varð føddur í Skálavík 17. august 1901. Andaðist 18. mai 1987. Hann hevur havt stóran týdning fyri føroyska bókmentasøgu og er rithøvundurin aftanfyri m.a. skemtiligu skaldsøguna Feðgar á ferð. Eisini hevur hann skrivað ymiskar stuttsøgur. 

Hans Jacob Jacobsen var á Føroya Fólkaháskúla veturin 1919 - 1920, og haðani fór hann til Danmarkar á landbúnaðarskúla. Síðani arbeiddi hann nøkur ár á ymsum gørðum, og í 1925 fór hann á Landbúnaðarháskúlan í Keypmannahavn, har hann tók prógv sum búnaðarfrøðingur í 1928. Eftir at hann var komin aftur til Føroya, arbeiddi hann innan landbúnaðin, og í 1942 varð hann settur sum búnaðarráðgevi. Skrivingin, sum var byrjað í lestrarárunum í Danmark, var ítriv, hann hevði við síðuna av dagliga yrki sínum. Umframt skaldsøgur og stuttsøgusøvn týddi hann ein hóp av bókmentum til føroyskt.

Hansara síðstu dagar, gingu mest við at týða ymisk ævintýr, og at skriva bókina Endurminningar, og í 1982 vann hann tann høgt metta bókmentaheiðurin Holberg-Medaljuna.




#Article 51: Slovenia (319 words)


Slovenia er lýðveldi í Miðevropa. Í vestri hevur Slovenia mark við Italia, í norðri við Eysturríki, í eystri við Ungarn og í suðri við Kroatia. 

Høvuðsgrein: Slovensk landafrøði

Fjallalandið Slovenia er í útnyrðingspartinum á Balkan, millum Alpurnar og Adriahavið. 

Vakra landslagið við høgum fjøllum, vøtnum og skógum dregur mong ferðafólk. Alpurnar eru suður í Norðurslovenia. Her eru høg fjøll og djúpir, avbyrgdir dalar. Smáir býir og smáar bygdir við smølum krókutum vegum og timburhúsum eru í dølum og líðum, har ikki er árent fyri skalvi og omanlopi. Av tí at so ringt er at koma fram í hesum kavatakta og bratta lendi, vórðu hesi búpláss mestsum avbyrgd í øldir, men nú á døgum eru tey ímillum best umtóktu ferðamannastøð í Slovenia. 

Størsta áin í Slovenia eitur Sava. Hon rennur úr norðara parti í ein landsynning ígjøgnum landið út móti Kroatia og Donaudalinum.
Aðrar kendar áir eru Soča (hon rennur tætt við markið til Italia og eitur Isonzo á italskum), Drava og Mura.

Mesta fólkið í Slovenia býr í smáum býum ella í mongu bygdunum, ið eru um alt landið. Um 300.000 fólk búgva í høvuðsstaðnum Ljubljana - hann er næstminsti høvuðsstaður í Evropa. 

Slovenskir býir við fleiri enn 20 túsund íbúgvum í 2011.

Høvuðsgrein: Slovensk mentan

Hóast slovenar vóru undir eysturríkarum í nærum túsund ár, hava teir varðveitt mentan sína og mál sítt, sum hoyrir til slavisku málini. Litføgur klæði við baldýraðum mynstrum og eitt sjáldsamt høvuðklæði eru partur av mentan teirra. 

Høvuðsgrein: Slovensk søga

Eftir at hava staðið undir Eysturríki og síðan verið samveldisríki í Jugoslavia, gjørdist landið frælst í 1991. 

Høvuðsgrein: Slovenskur búskapur

Kríggið í gomlu samveldislondunum er farið illa við búskapinum, helst í ferðavinnuni. Stórir skógir eru í Slovenia: haðan fæst viður til saguløð og pappírsverksmiðjur. Seinastu árini hava slovenar fingið nógvar vesturevropeiskar fyritøkur at loyvt slovenum at byggja verksmiðjur, sum gera til dømis bilar, trukkar, mortorsúkklur og køliskáp í verksmiðjum í Slovenia. 

Høvuðsgrein: Slovenskur politikkur




#Article 52: Estland (187 words)


Estland er lýðveldi í Norðurevropa. Í suðri hevur Estland mark við Lettland, í eystri við Russland, og í vestri við Eystrasalt og í norðri við Finnlandsfjørðin. Høvuðsstaðurin er Tallinn (fyrr Reval).

Landið er sum øll tey baltisku londini slættlendi, men ikki er meira enn fjórðingurin av tí dyrkaður. Hetta kemur av tí, at jørðin nógvastaðni er so botnvát, at hon ber einki uttan gras. Í støðum eru stórar mýrar, sum teir skera torv í. Mitt í landinum er jørðin betri, og har velta teir væl av korni. Stórir skógir vaksa ymsastaðni, og hópur av viði verður útfluttur. 

Í mei 2008 varð Jóhan Páll Joensen útnevndur til konsul fyri Estland av Matti Maasikas aðalskrivara í estlendska uttanríkisráðnum. 

Av ídnaðarvaru gera teir pappír, sement og klæði. Nú á døgum er stórur búskaparvøkstur í Estlandi. Hagtøl fyri tann fyrsta ársfjórðingin í 2011 vísa, at bruttotjóðarframleiðslan var 2,1 prosent størri enn í oktober ársfjórðingi í 2010. Samanborið við januar ársfjórðing í 2010 var vøksturin 8,1 prosent. Hagtølini eisini vísa, at útflutningurin av ídnaðarvørum er vaksin heili 53 prosent samanborið við januar ársfjórðing í 2010. Hinvegin er inflasjónin framvegis stór, 5,4 prosent 




#Article 53: Týskland (2809 words)


Samveldislýðveldið Týskland (týskt: Bundesrepublik Deutschland) er eitt land í Miðevropa og er eitt av ríkastu londum í heiminum. Í vestri hevur Týskland mark við Holland, Belgia, Luksemburg og Frakland, í norðri við Danmark, í eystri við Pólland og Kekkia og í suðri við Eysturríki og Sveis. Sjómarkini eru við Norðsjógvin og Eystrasalt. Høvuðsstaður er Berlin, og landið hevur umleið 81 milliónir íbúgvar. Týskland er grønasta land í heiminum. Tey hava vunnið hendan heiður eftir í 2007 at hava minkað um CO2-útlátið við meira enn nakað annað land í heiminum; 5,6 % har útlátið í heiminum tilsamans vaks við 2,4 %.

Høvuðsgrein: Týsk søga

Fyrsta stigið til Týskland kann sigast at vera tað Eysturfrankiska Ríkið, sum varð stovnað eftir at Frankiska Ríkið var býtt sundur millum tríggjar abbasynir hjá Karlamagnusi í 843 við friðinum í Vardun. Av hesum verður eystasti parturin upphavið til Týskland, meðan vestasti parturin verður upphavið til Frakland.  Tá tann eysturfrankiski herskarin Otto I, sum bæði víðkaði og staðfesti ríkisins og sítt egna vald, so læt hann seg knúna í 962 við tí rómversku keisarakrúnuni av páva Johannes XII, tá gjørdist hann keisari yvir tað týsk-rómverska ríkið ella tað Heilaga rómverska ríkið. Hetta keisararíkið var meira eitt samveldi av statum við einum felags keisara sum formellur regentur.

Hetta ríkið varir til 1806, tá Napoléon 1., keisari í Fraklandi, vinnur á ríkinum.

Eftir royndir at savna ríkið, avgera tey trý kríggini ímóti Danmark í 1864, Eysturríki í 1866 og Fraklandi í 1870-71 úrslitið, og í januar 1871 verður Wilhelm I krýndur til fyrsta keisara í einum savnaðum Týsklandi.

Hetta týska ríkið heldur sær til endan av fyrra veraldarbardaga, tá partar av landinum verða givnir til m.a. eitt endurstovnað Pólland. Í millumkrígstíðini verður landið ofta kallað Weimarlýðveldið.

Undir seinna veraldarbardaga veksur Týskland munandi um økið hjá sær við at innlima Eysturríki, Kekkia, og stórar partar av Póllandi. Seinni koma eisini Estland, Lettland, Litava og partar av Hvítarusslandi og Ukraina undir týskt vald.

Eftir at teir fýra sigursharrarnir, Stóra Bretland, Frakland, USA og Sovjetsamveldið ikki kundu sameinast um framtíðina hjá Týsklandi, vórðu Lýðveldini Vesturtýskland (á týskum Bundesrepublik Deutschland (BRD)) og Eysturtýskland (Deutsche Demokratische Republik (DDR) Týska Fólkaræðisliga Lýðveldið) stovnað, Vesturtýskland hin 23. mai 1949 og Eysturtýskland hin 7. oktober sama árið. Eftir seinna heimskríggj streymaðu nógv týskttalandi flóttafólk til Týsklands, í 1950 var talið á flóttafólkum sum komu uttanífrá komið upp á 12,5 milliónir. Vesturtýskland var við til at stovna Evropasamveldið í 1957. Undir kalda krígnum var sambandið millum báðir teir týsku statirnir ikki góðir, sambandið batnaði tó í 1970'árunum. Kanslarin Willy Brandt setti á stovn Ostpolitik til tess at betra um viðurskiftini við Eysturevropa. Í 1973 gjørdust bæði Vestur- og Eysturtýskland limir í ST.

Dagsins Týskland varð til, tá londini Vesturtýskland og Eysturtýskland vórðu sameind 3. oktober 1990, eftir at Berlinmúrurin fall hin 9. november 1989.

Høvuðsgrein: Týsk landafrøði

Týskland er stórur partur í Miðevropa. Belgia, Luksemborg, Niðurlond og Frakland eru vestanfyri, Kekkia, Slovakia og Sveis sunnanfyri, Pólland eystanfyri og Norðsjógvurin, Eystarasalt og Danmark norðanfyri. Landslagið í Týsklandi er fjølbroytt, úr fruktagóða slættlendinum fyri norðan og vestan til snjóklæddu tindarnar í vøkru bayersku alpunum fyri sunnan. Úr slættlendinum á vesturstrondini og norðurstrondini hækkar tað so líðandi. 

Týskland varð ikki savnað í eitt ríki fyrr enn í 1871. Fyri tað var týska fólkið í mongum sjálvstøðugum smáríkjum. Nú á døgum er landið í 16 landspørtum, nevndir Länder, og við einari samveldisstjórn, lík henni í Sambandsríki Amerika. Hvør landspartur hevur sína egnu landspartastjórn, sum ræður fyri heimligum viðurskiftum, til dømis útbúgvingarmálum. Mangir týskarar kenna seg bundnar tjóðskaparliga at landslutinum, teir búgva í, og siga seg fyrst vera til dømis bayrar (úr Bayern) og so týskarar. 

Norðari partur í landinum er slætt og smáheyggut búnaðarlendi. Meðan tað nógvastaðni kann vera so, at tað er ein meginá ella ein fjallaryggur, ið er mark millum tvey lond, er ikki so millum Danmark og Norðurtýskland. Har gongur markið mest gjøgnum slættan bø, og bert málaðir marknasteinar siga frá, um tú ert norðan ella sunnan fyri markið. Landið frá danska markinum suður ímóti Kielargryvjuni rópa teir Slesvík; landslagið har er meinlíkt tí í danska partinum av Suðurjútlandi; á eystursíðuni skera djúpir firðir seg inn í landið, sum er slætt við stórum ryggjum og herðum uppímillum. Moldin her er mest leirmold. Longur vesturi er slættari, men har er sandmold, so hon ber ikki so væl korn; allarvestast móti Norðsjónum er heilt slætt og so lágt, at teir hava bygt verjigarðar til at forða fyri, at sjógvurin skal leggja innyvir, tá ið vestanódnirnar herja. Á hesum lendinum fruktar væl, og teir rópa tað marsk. Slesvík er gamalt danskt land, men í 1863 noyddist Danmark at avluta tað til Týskland. Sunnan fyri Kielargryvjuna er Holstein; lendið har líkist tí norðan fyri gryvjuna. Frá Holstein norður móti Harzen er alt Norðurtýskland eitt slættlendi, men kortini eru ryggir uppímillum. Summastaðni eru stórar lyngheiðar; men tær eru nógv minkaðar, tí teir hava antin velt tær undan eller plantað trø á teimum. Meginparturin av teirri norðurtýsku jørðini lá fyrr sum óveltar heiðar og víðar mosafløtur. Lüneburgar-heiðarnar vóru tvær ferðir so stórar sum Føroyar. Nú á døgum eru heiðarnar minkaðar burtur í lítið og einki, tí stórar víddir eru lagdur undir plógv, og tað, sum eftir er, er plantað við trøum. Í støðum eru stórir furuskógir. Megináirnar Weser, Elbá og Oder renna allar makar, og reinar og djúpar eru tær, so tær verða nógv brúktar at flyta varu eftir. Fyri at gera tað enn lagaligari fyri siglingina hava teir eisini grivið gryvjur millum teirra.

Suðurtýskland er alt ein háslætti, men so ganga einstakir fjallaryggir gjøgnum landið. Navnið á teimum flestu fjøllunum endar við wald sum til dømis Schwarzwald, og landið er ógvuliga væl dyrkað. Jørðildið er morenusandur og eyrur, men blandað við kálk, tí fjøllini sunnanfyri eru kálkfjøll. Landið er mest sum alt velt til gras og humla, epli og korn. Veðurlagið er lýtt um summarið, men heldur kølið um veturin. Syðst í landinum koma fjøllini upp í 3000 metra hædd. Oman úr fjøllunum renna stórar og nógvar áir. Tær størstu eita Neckar, Donau og Main. Vestari parturin av háslættanum eitur Bayern. Høvuðsstaðurin í Bayern eitur München. München er serliga gitin fyri síni stóru ølgerðarhús. Nógvastaðni í bæði Mið- og Suðurtýsklandi eru stórir skógir. Kendastu skógirnir eru Harzen, Thüringer Wald og Schwarzwald í útsynningspartinum í Suðurtýsklandi. Eitt hitt kendasta og fagrasta økið í landinum er Schawarzskógur í Suðurtýsklandi, nevndur eftir myrka nálaskóginum, ið veksur har. Harzen er eitt fjallalendi nakað miðskeiðis í Týsklandi. Harzen er slættur omaná við einstøkum høgum tindum. Teir hægstu tindarnir eru einar 1000-1100 m. høgir; hægsti teirra millum eitur Bloksbjørg sum er 1142 m. høgur. Uppi á Bloksbjørgi er útynið vítt í allar ættir. Skógur veksur á fjøllunum, og har eru natúrvakurt pláss. Av tí at fjøllini reisa seg so knappiliga, er har frálíkt útsýni; fleiri hundrað bygdir skulu í góðum sýni kunna síggjast av hægstu toppunum. Teir høgga blýggj og silvur í Harzen, og sink er eisini. Hagar niðan streymar ferðafólk bæði summar og vetur. Fjallalíðirnar eru væl veltar í neðra og vaksnar við skógi í erva heilt niðan undir tindarnar. Oman úr fjøllunum renna í djúpum gjáum stórar áir,  sum verða byrgdar inni til stór vøtn. Vatnið verður nýtt at framleiða elstreym, sum fær gongd á sær mongu maskinurnar í námsvinnuni og bræðingarhúsunum. Nógvir av býunum í Harzen hava eins og teir suðurtýsku býirnir varðveitt tað gamla sniðið. Nakað sunnan fyri Harzen er fjallaryggurin Thüringerwald, sum er meinlíkur Harzen. 

Fyri eystan slættan eru bøhmisku fjøllini, sum eru mark millum Týskland og Kekkia, og fyri sunnan eru Bayersku alpurnar. Donau springur upp í Schwarzwald og rennur so eystur gjøgnum landið og inn í Eysturríki. Á vegnum renna fleiri greinar oman úr Alpunum í hana. Rín springur upp undir St. Gothards fjallinum í Sveis; hon rennur út í Bodenvatnið. Komin úr aftur vatninum ger hon stóran foss við býin Schaffhausen. Har hava teir bygt fleiri stór elverk. Síðan rennur hon eitt strekki beint vestur, men við býin Basel sneiðir hon beint norðurá og verður nú marknará millum Frakland og Týskland. Fløtan, sum hon her rennur ígjøgnum, millum Sveis og Vogesurnar, eitur Rínslættan og er eitt tað gróðrarbesta plássið í Týsklandi. Rínslættin er ein tann fruktabesti bletturin í øllum Týsklandi, tí veðurlagið er lýtt, og fjøllini líva so væl. Á Rínslættanum er tætt av stórum bygdum. Allastaðni fram við Rínánni eru bygdir og býir. Stundum standa býirnir beint yvir av hvørjum øðrum. Hesir býir eru av fyrstantíð bygdir, har sum ein brúgv ella ein ferja hevur gingið yvir um ánna. Á leiðini, har sum áin Main rennur út í ánna Rín, eru býirnir Wiesbaden og Mainz beint hvør yvir av øðrum. Norðan fyri Mainz rennur áin Rín inn í ein trongan dal í Skifurfjøllunum. Hesin dalur eitur Ríndalurin. Ríndalurin er í støðum so trongur, at teir hava noyðst at skotið sær vegin ígjøgnum áarbakkan. Suðursíðan á Ríndalinum er øll velt í tvørteigar, og garðar laðaðir uttan um teigarnar at verja, so at moldin skal ikki regna burtur. Tvørteigarnir eru allir vaksnir við vínviði. Vinið kalla teir Rínvín. Á norðara áarbakkanum er sólargangurin ikki nóg góður til vínvið; har vaksa stórir eikiskógir. Uppi í Ríndalinum bygdu riddarar og kongar í miðøldini sær sterkar borgir til verju móti fíggindunum og at gera herferðir frá. Nakrar av hesum borgum eru til enn, men vera nú nýttar til ferðamannaheim. Norðan fyri Køln rennur áin Ruhr út í ánna Rín. Við Ruhrá er ein tann størsti ídnaðardepilin í Evropa. Frá gamlari tíð er nógv kol høgt í Ruhr. Nú er mest evnafrøðiídnaður, maskinídnaður og stálidnaður. Býirnir eru mest sum allir samanvaksir. Hin gamli býurin Solingen er á hesum leiðum. At enda rennur Rín vestur í Niðurlond og út í Norðsjógvin.

Fimm av teimum størstu býunum í Týsklandi eru 

Í Týsklandi eru 11 stórbýarregiónir. Í teimum 11 regiónunum búgva umleið 49 miliónir íbúgvar, sum svarar til nærum 60 % av fólkatalinum í Týsklandi.

Høvuðsgrein: Týskur politikkur

Í alheimsorkufrágreiðingini hjá BP fær Týskland heiðurin at vera heimsins grønasta land.

Sambært frágreiðingini minkaði Týskland sína orkunýtslu 5,7 prosent í 2007 í mun til árið fyri. Sama ár vaks orkunýtslan við 2,7 prosent um allan heimin. Tey lond, ið nýta mest orku, eru Kina, USA og India. 

Frágreiðingin vísir, at Týskland minkaði 16 prosent um kjarnorkunýtsluna umframt at skerja nýtsluna av gassi og olju. Kolnýtslan er tó vaksin hetta árið. 

Eftir at nýggju umhvørvislógirnar vórðu samtyktar, segði týski kanslarin, Angela Merkel, at lógirnar vóru neyðugar fyri at verja veðurlagið. Ætlanin er at minka CO2 útlátið í Týsklandi við 40 prosent í 2020 í mun til 1990. 

Upp gjøgnum 90'ini, tá milliónir av russarum fluttu til Týsklands, nokt­aði týska stjórnin at góð­kenna russisku univers­i­tetsút­búgvingar teirra  Í 2012 vóru fráboðanir um 300.000 fleiri tilflytarar enn fólk ið fluttu úr Týsklandi.

Týsk børn fara fyrst í forskúla og síðan í grundskúla. Tíggju ára gomul fara tey í tað, teir rópa Gymnasium, Hauptschule ella Realschule. Fyrst nevndi er bókligur skúli, har næmingarnir taka studentsprógv. Hinir báðir fyrireika næmingarnar til yrkisligar útbúgvingar. Annars er skúlaskipanin ólík í teimum ymsu landspørtunum.

Í Týsklandi kann hvør lutstatur velja sín egna útbúgvingarpolitikk, og hetta ger at skúlaskipanirnar broytast alt eftir hvørjum landsluti ein er í. Í høvuðsheitum er skúlagondin tó rættiliga eins í teimum ymisku landslutunum. 

Týsk børn byrja at ganga í skúla, tá tey eru 6 ára gomul. Øll mugu ganga í skúla í minsta lagi í 9 ella 10 ár. Harafturat koma nøkur ár í miðnámsskúla. Samanlagda skúlatíðin er sum oftast í minsta lagi 12 ár. 

Umframt teir klassisku universitetsbýirnir (Tübingen, Heidelberg, Jena, Freiburg, Göttingen og fleiri afturat) eru eftir 1945 ein røð av nýggjum universitets- og háskúlum settir á stovn kring um í Týsklandi.

Høvuðsgrein: Týsk mentan

Undir gotiska tíðarskeiðnum blómaði myndahøggara- og málningalistin í Týsklandi og fleiri týskir meistarar fingu týdningarmiklar uppgávur kring um í Evropa. Undir renessansuni eru Lucas Cranach (eldri), Hans Holbein (yngri), Albrecht Dürer og Matthias Grünewald týðandi nøvn.

Av listafólkum frá romantikkini finnur man Caspar David Friedrich, Philipp Otto Runge og Arnold Böcklin.

Størsta navnið í Impressionismuni í Týsklandi er Max Liebermann.

Fyrst í 1900-talinum mentust tveir sera týðandi ekspressionistiskir bólkar í Týsklandi: Die Brücke og Der Blaue Reiter.

Ein av teimum størstu kvinnuligu listafólkunum hetta tíðarskeiðið var Käthe Kollwitz.

Millumkrígsárini í 20. øld vóru fleiri listafólk, sum framdu djarva eksperimenterandi list við listafólkum sum Georg Grosz og dadaistin Max Ernst.

Seinna helming av 20. øld vóru mest týðandi listafólkini t.d. Joseph Beuys, A. R. Penck, Wolf Vostell, Gerhard Richter, Sigmar Polke, Anselm Kiefer, Georg Baselitz og Rosemarie Trockel.

Ein av mest týðandi myndafólkum í 20. øld var August Sander sum, eins og Albert Renger-Patzsch, brúkar listagreinina die Neue Sachlichkeit. Av myndafólkum sum komu fram seinni kunnu nevnast Bernd og Hilla Becher, Andreas Gursky, Wolfgang Tillmans og Candida Höfer.

documenta er millum heimsins størstu og týdningarmiklastu framsýningum við samtíðarlist og verður hildin fimta hvørt ár í Kassel, seinast í 2012 sum dOCUMENTA (13). Næststørsta samtíðarlistaframsýningin í Týsklandi er Berlinbiennalen, sum fer fram í Berlin annað hvørt ár um summarið líka tal (2014, 2016 osfr.).

Nógvir av teimum kendastu tónasmiðjunum gjøgnum søguna hjá tí klassiska tónleikinum eru úr Týsklandi. Í barock-tíðini virkaði Johann Sebastian Bach (1685–1750), sum tann møguliga kendasti barocktónasmiðurin av øllum. Sjálvt Ludwig van Beethoven (1770–1827), sum virkaði í tí klassisistiska tíðarskeiðnum, hoyrir til tann absolutt størsta innan klassiskan tónleik. Menning av orkesturtónleiki og ikki minst av symfoniforminum, er Týsklands størsta íkast til tónleikasøguna. Í seinromantikkinum byrjaði ein sterk rørsla móti menning av týskari operuni, sum náddi sítt hæddarpunkt við verkum eftir Richard Wagner og Richard Strauss. Aðrir týdningarmiklir tónasmiðir vóru eitt nú Georg Friedrich Händel, Johannes Brahms, tann ungarskføddi Franz Liszt, Felix Mendelssohn, Robert Schumann, Max Reger, Paul Hindemith, Carl Orff og Kurt Weill. Ein av teimum ið seinni setti síni spor var Karlheinz Stockhausen. Stockhausen var ein av undangongumonnunum innan nýmótanst elektroniskan og elektroakustiskan listtónleik og fyri hetta fekk hann Polar-virðislønina.

Týskur tónleikur er ofta knýttur at schlager, har Týskland hevur verið eitt av leiðandi londunum. Schlagern tónleikurin hevði sína stórheitstíð til  1970-árini við artistum sum Peter Maffay og Rex Gildo men eisini útlendskir artister, til dømis Udo Jürgens, Siw Malmkvist, Wenche Myhre og Gitte Hænning. Týskland hevur vunnið Eurovision Song Contest tvær ferðir: 1982 við Ein bisschen Frieden við Nicole og 2010 við Satellite framført av Lena Meyer-Landrut.

Høvuðsgrein: Týskar bókmentir

Nakrir av teimum best kendu týsku rithøvundunum eru Friedrich Schiller, Johann Wolfgang von Goethe, Heinrich von Kleist, Joseph von Eichendorff, E.T.A. Hoffmann, Erich Maria Remarque, Rainer Maria Rilke og dramatikarin Bertolt Brecht. Týskir rithøvundar, ið hava fingið Nobelvirðislønina í bókmentum eru Gerhart Hauptmann, Thomas Mann, Hermann Hesse, Nelly Sachs, Heinrich Böll, Günter Grass og Herta Müller.

Av kendum nýtíðar rithøvundum kunnu eisini nevnast eitt nú Thomas Brussig, Dietmar Dath, Wladimir Kaminer, Daniel Kehlmann, Martin Mosebach, Ulrich Peltzer, Rafik Schami, Bernhard Schlink, Ingo Schulze, Uwe Tellkamp, Uwe Timm og Juli Zeh.

Síðan einaferð í 1980-árunum eru tað komin fleiri og fleiri bókmentahús í Týsklandi (tý: Literaturhaus). Hesi verða í høvuðsheitum rikin av ikki-kommersiellum feløgum og reka eitt fjølbroytt virksemi kring bókmentir, sum t.d. Lesungen (rithøvundar lesa úr og práta um bøkur, meðan áhoyrarar eru til staðar), fyrilestrar, framsýningar,  föredrag, utställningar, útbúgvingarskeið osfr. Nøkur bókmentahús hava eisini bókhandil, bókasavn og kaffistovu. Sum fyrimynd fyri henda trendin nýta tey vanliga Literaturhaus Berlin, sum varð stovnað í 1986.

Á tí týska bókamarknaðinum finnast í dag umleið 2.200 virkin bókaforløg. Á hvørjum heysti verður Bókamessan í Frankfurt hildin, hon er heimsins størsta av sínum slag. Næst størst í Týsklandi er Bókamessan í Leipzig, sum verður hildin á hvørjum vári.

Týskland var eitt av teimum londunum, har filmurin mentist tíðliga, og Berlin gjørdist miðdepil fyri tann týska filmin fyrst í 1900-talinum. Týskur filmur hevði sína fyrstu stórheitstíð í 1920- og 1930-árunum við filmum sum Metropolis og Der blaue Engel. Filmsleikstjørnir vóru eitt nú Fritz Lang, F.W. Murnau og Josef von Sternberg. Ufa var Týsklands stóri filmsídnaður áðrenn Seinna heimskríggj.

Undir triðja ríkinum flýddu mong av teimum stóru nøvnunum innan týska filmsídnaðin til USA; umframt fleiri filmsleikstjórar, so fóru sjálvt kendir sjónleikarar sum til dømis Marlene Dietrich. Nazistýrið og propagandaráðharrin Joseph Goebbels tók ræðið á filmsídnaðinum og gjørdi eina røð av ideologiskum propagandafilmum, til dømis Triumph des Willens (sv: Viljans triumf) eftir Leni Riefenstahl. Eftir Seinna heimskríggj skuldi tað vara líka til 1960-árini, áðrenn týskur filmur aftur fekk eina framgongd nýggjum týskum filmum við nýskapandi filmsleikstjórum sum Alexander Kluge, Volker Schlöndorff, Werner Herzog, Rainer Werner Fassbinder og Hans-Jürgen Syberberg.

Verkini hjá dramatikaranum Bertolt Brecht – eitt nú Die Dreigroschenoper (da: Laser og pjalter, sv: Tolvskillingsoperan) – eru blivin spæld kring allan heimin. Eftir kríggið starvaðist Brecht í Eysturberlin.

Kend týsk ítróttafólk

Oktoberstevnan í München er tann størsta av mongu øldrykkjustevnunum, ið verða hildnar um alt Týskland. Hon stendur í fjúrtan dagar, og fleiri milliónir fólk koma hagar. Øl er tjóðardrykkur Týsklands, men teir drekka eisini nógv vín. Væl umtóktur matur, umframt breyð, er til dømis saltklingrur, køkur, kaldir kjøtrættir og ostur. Týskarum dámar ógvuliga væl pylsur, og nógvir landspartar hava sínar uppskriftir.




#Article 54: Tjaldur (158 words)


Tjaldrið (frøðiheiti - Haematopus ostralegus) er tjóðarfuglur í Føroyum og er at síggja alt summarið. Longd 45 cm. 

Tjaldrið er at síggja alt summarið. Tey flestu tjøldrini eru í Wales um veturin, men nøkur flúgva heilt til Fraklands. Tey koma aftur til Føroya á grækarismessu tann 12. mars, og sagt verður, at tey hava fult reiður á Krossmessu 3. mai. 

Eitt tjaldursreiður er ein lítil kulla, ið kann verða fóðrað við smásteinum og skeljum. Eggini eru gulbrún við myrkabrúnum plettum og strikum, og tey eru uml. 57 x 40 mm til støddar. Ungarnir klekjast eftir 25 døgum. Tjaldrið er ein av teimum fáu vaðfuglunum, ið fóðrar ungar sínar. Tá foreldrafuglurin t.d. hevur fangað ein maðk, verður hann lagdur frammanfyri ungan, sum so etur hann. Ungarnir halda ofta til í grýtutum lendi, og har eru kamoflasjulitirnir hjá ungunum tann besta verjan. Øll, ið nærkast reiðri og unga, verða harðliga útskeldað.

Stevið í Fuglakvæðinum yngrum hjá Nólsoyar Páll ljóðar soleiðis:




#Article 55: Hans Andrias Djurhuus (911 words)


Hans Andrias Djurhuus (føddur í Tórshavn 20. oktober 1883, deyður 6. mai 1951) er bróðir navnframa yrkjaran Janus Djurhuus, og saman ganga teir mangan undir heitinum Áarstovubrøðurnir. Orsøkin til navnið er hon, at barnaheim teirra var Áarstova í Havn. Hans Andrias var lærari í fólkaskúlanum, realskúlanum og í læraraskúlanum. Hann verður mangan nevndur Føroya kærasta fólkaskald; sum skald var Hans Andrias ógviliga virkin og fjølbroyttur og royndi seg á flestøllum skaldskaparøkjum, t.d. sum yrkjara, sálmaskald, stuttsøgu-og ævintýrahøvund, skaldsøgu-og sjónleikahøvund.   Tað mesta av tí, hann skrivaði, er komið út í verkinum Ritsavn I-VII. 

Hans Andrias Djurhuus varð borin í heimin hin 20. oktobur í árinum 1883. Hans Andrias vaks til í Tórshavn, har barnaheim hansara var Áarstova. Umstøður teirra vóru truplar, og húskið virkaði undir trongum og fátæksligum korum. Faðirin var útróðrarmaður, meðan móðirin var húsmóðir. Í Áarstovu høvdu tey miklan ans fyri mentan og søgu, og faðirin kvað og segði børnum sínum frá gomlum søgum og sagnum. Foreldur Hans Andriasar vóru Óla Jákup Djurhuus og Elsa Maria Djurhuus, ið fingu sera nógv børn saman. Hans Andrias var ikki fyrsta barn teirra, tí áður hevði Elsa Maria borið átta nýføðingar í heimin. Fimm teirra varð ikki lív lagað, og teir andaðust fáar mánaðir eftir barnsburðarnar. Seinni fingu Elsa Maria og Óla Jákup tvær døtur, ið doyðu stutt eftir, at tær vóru bornar í heimin. Fimm av børnum teirra komu tó undan við lívinum, og tey vóru: Armgarð, Janus, Christian, Hans Andrias og Poul Juel. Móðir Hans Andriasar doyði á ungum árum av tuberklasmittuni, ið herjaði um alt landið. Elsa Maria doyði í árinum 1897, og eftir sat faðirin, Óla Jákup, við fimm børnum. Eftir at móðirin var deyð, tók Armgarð, ið var elsta systir Hans Andriasar, húskið á herðar sínar. Svár hevur sorgin verið teimum, og fátæksligu liviumstøður teirra hava neyvan bøtt um støðuna. 

Hin 8. august í árinum 1899 stóð grein í Fuglaframa, har Sverre Patursson skrivaði, at Símun av Skarði og Rasmus Rasmussen fóru undir háskúlavirksemi í Føroyum.  Nakað seinni kom Hans Andrias á Føroya Fólkaháskúla at ganga. Tað hevði sera stóran týdning fyri Hans Andrias, at hann kom á Føroya Fólkaháskúla at ganga, tí á skúlanum fekk hann kunnleika til føroyskt mál og bókmentir. Hans Andrias fór nú at yrkja á føroyskum, eftir at hava yrkt á donskum áðrenn. Hans Andrias sat nú og yrkti í Føgrulíð. Háskúlin í Føgrulíð, ið er vestantil á Borðoynni, vakti av álvara yrkjarahug Hans Andriasar. Í árinum 1902 fór Hans Andrias á læraraskúla, har hann tók prógv í 1905. Í tveimum umførum var Hans Andrias eisini á læraraskúla í Danmark. Lærarastarvið gjørdist lívsstarv hansara, og lærari var hann í Sandavági, á Tvøroyri og í Tórshavn. Eitt skifti hevði Hans Andrias eisini verið avloysari í Klaksvík. 

Lívið var ikki uttan trupulleikar fyri Hans Andrias. Í árinum 1923 misti hann konu sína, Juttu. Orsøkin var aftur herviliga tuberklasmittan, og Hans Andrias gjørdist einkjumaður. Hans Andrias giftist tó uppaftur í 1925, og í seinnu giftu giftist hann við Petru. Hjúnarlagið teirra millum helt síðani á, inntil Hans Andrias andaðist í 1951.

Fyrsta almenna verk Hans Andriasar var yrkingin, Harður er stormur á firði, ið kom út í árinum 1901, meðan Hans Andrias var næmingur í Føgrulíð. Fáar mánaðir frammanundan hevði Janus Djurhuus, eldri bróðir Hans Andriasar, eisini latið úr hondum fyrstu almennu yrking sína. Yrking Janusar fekk betri skoðsmál enn yrking Hans Andriasar, tó at mikið rós varð veitt yrking Hans Andriasar. Sermerktu skaldagávur Hans Andriasar bóru boð um, at eitt stórskald var ávegis.

Hans Andrias Djurhuus er stórvirknasta skaldið, ið Føroyar nakrantíð hava fostrað. Ikki bert hevur hann roynt evni síni sum yrkjari, men harumframt hevur Hans Andrias fingist við onnur sløg av skaldskapi. Hans Andrias hevur millum annað skrivað sjónleikir, ævintýr, stuttsøgur, eina skaldsøgu og mangt annað. Tískil kann ikki sigast annað enn, at ritverk hansara er sera fjølbroytt og fevnir víða.

Tað er tó einki at taka seg aftur í, at týdningarmesti partur av ritverki Hans Andriasar uttan iva er yrkingarnar og barnaskaldskapurin. Yrkingarnar kunnu býtast sundur í fleiri smærri partar, tí sera ymiskt er, hvussu Hans Andrias yrkir. Millum annað hevur Hans Andrias yrkt tjóðskaparsangir, søguligar yrkingar, sjómansrímur, barnarímur, minnisyrkingar og sálmar. 

Hóast ritverk Hans Andriasar er sera fjølbroytt og spennir sera víða, sæst týðiliga, at týdningarmiklir felagsnevnarar eru í øllum skaldskapi hansara. Hugsað verður serstakliga um lívskáta og ljósa hugburðin, ið er sum afturljóð í skaldskapi hansara. Tískil er eyðvitað, at lyndi og heimsfatan Hans Andriasar týðiliga koma til ásýnis í skaldskapi hansara. Fatan okkara av Hans Andriasi, sum barnsins og fólksins vinur, er tískil sprottin úr káta yrkingarhátti og lyndi hansara. Føroysku náttúruna, ið er bæði harðbalin og hóttandi, lýsir hann vakra og hugtakandi. Dagsins strev og barnsins leik, ja, alt samalt lýsir hann við miklari gleði og sóma, soleiðis er Hans Andrias og skaldskapur hansara. 

Hans Andrias hevur í mong ár veitt føroyska samfelagnum dýrar gripir, ið flestu fólk hava kærar. Av verkum hansara kunnu millum annað nevnast Undir víðum lofti frá 1934, Yvir teigar og tún frá 1936, Sjómansrímur frá 1925, Beinta frá 1927, Søgumál frá 1922 og Føroya søga frá 1924. Navnframastu verk hansara eru tó uttan iva barnabøkurnar Barnarímur frá 1915 og Barnabókin, bd. 1-2 frá 1923-1924.  Óvitar og ungdómar hava í mong ár fingið innlit í hesi verk, tí tilfarið í teimum verður dúgliga nýtt til skúlabrúks.

Í skaldskapi sínum vendir Hans Andrias sær tessvegna til bæði vaksnamannasálina og barnasálina. Káta huglagið eyðkendi Hans Andrias sum persón, nakað ið týðiliga sæst aftur í skaldskapi hansara.




#Article 56: Noreg (371 words)


Noreg, í talumáli ofta Norra, á gomlum føroyskum Noregur og Norðvegur; er kongsríki í Norðurevropa. Í eystri hevur Noreg mark við Svøríki, Finnland og Russland, í suðuri við Skagerrak, í norðri Barentshavið og vesturi er Atlantshavið. Høvuðsstaðurin í Noregi er Oslo. Landið er eitt av ríkastu londum í heiminum. Gott 5 000 000 fólk búgva í Noregi í 2014. Á meginlandinum búgva í miðal 13,8 fólk á hvørjum km2, men tað er ymiskt, hvussu tættbygt tað er. Teir norðastu partarnir eru fámentir, og fjølmentast er rundanum Oslofjørð. Eini 77 % av norðmonnum búgva í býum ella í øðrum tættbygdum økjum. Góð 23 % búgva í fámentum økjum. 

Tað er langt land, sum smalkar ímóti norði. Har smalast er, eru bara 6,3 km frá sjónum og eystur at svenska markinum. Størsti parturin av landinum er fjallalendi, og fram við allari strondini er skergarður við túsundtals oyggjum. Norðuri í Íshavinum eigur Noreg oyggjarnar Jan Mayen, 550 km í ein landnyrðing úr Íslandi, og longur norðuri Svalbarð, sum er felagsnavn fyri Bjarnoynna og Spitsbergen, 3 stórar og nakrar lítlar oyggjar, tilsamans 61 229 km2. Langa strond Noregs er útnyrðingsmarkið á evropeiska meginlandinum. 

Høvuðsgrein: Noregs søga

Fyrsta, vit hoyra um Noreg í søguni, er, at landið var býtt í høvdingadømi, og hvør høvdingur ella kongur hevði rætt til at taka skatt av tí landsparti, hann sat á 

Sí eisini: Politiskir flokkar í Norra

Noreg er kongsveldi. Stjórnarovasti er Haraldur kongur V; Harald V kongur av Noregi saman við Haakon Magnus krúnprinsi og dóttur hansara Ingrid Alexandra, sum er nummar trý í arvafylgjuni til norsku trónuna. Núverandi norska kongshúsið er ungt. Abbi núverandi Noregs kong, Håkon VII, var í 1905 á eini fólkaatkvøðu valdur til kong eftir at samveldið við Svøríki fór í upploysn. Áðrenn hann gjørdist kongur í Noregi, nevndist hann Carl prinsur og var næstelsti sonur Fríðrikk VIII í Danmark. Núverandi Noregs kongur er triðjur í røðini í hesi ættini. Olav V ráddi fyri borgum frá 1957 til 1991, tá núverandi Harald 5. tók við. Ongantíð fyrr hevur fólksligi stuðulin til norska kongshúsið verið størri enn í 2014; ein kanning, sum Norstat hevur gjørt fyri NRK vísir, at 82 prosent av fólkinum í Noregi tekur undir við at Noreg framhaldandi skal vera eitt kongsveldi 




#Article 57: Ísland (750 words)


Ísland (íslendskt: Ísland) er heimsins norðasta tjóðveldi. Høvuðsstaður Íslands er Reykjavík, og í Íslandi búgva umleið 350.000 fólk. Av hesum búgva eini 120.000 í Reykjavík. Hægsti staður í Íslandi er tindurin Hvannadalshnúkur, sum er 2109,6 m. Ísland er oyggjarland og oyggin er 108.846 km2, harav 11.800 km2 av oynni er innlandsísur. Gjaldoyra Íslands er íslendsk króna (ISK). Miðallívsævin í landinum er 80 ár. Ísland hevur verið undir norskum og donskum harradømi, til landið í 1944 fekk fullveldi. Ísland var undir norskum stýri í árunum 1262 til 1380 og donskum stýri frá 1380 til 1944.

Íslendskur tjóðardagur er 17. juni. Íslendingar hava valt føðingardag Jóns Sigurðssonar, tjóðarhetju, sum sín tjóðardag. 

Norskir niðursetumenn komu til Ísland um somu tíð, sum landnámið var í Føroyum. Eins og Føroyar var Ísland fyrst undir norskum (1262–1397) og seinni undir donskum valdi (1397–1944). Ísland fekk heimastýri í 1914, gjørdist fullveldi í 1918 og lýðveldi í 1944.

Íslendska húsarhaldið hevur altíð verið bundið at fiskiskapi. Av teirri grund flutti Ísland fiskimarkið út á 200 fjórðingar í 1979, men tað var við tógvið stríð og nógv rok á fiskigrunnunum. Havið uttanum Ísland er reint, millum annað tí Ísland ikki sjálvt er eitt dálkandi land. Í havinum kring Ísland er ein rúgva av fiskasløgum, m.a. toskur, hýsa, lodna, upsi, sild og kalvi. Av skeljadjórum, sum nógv er til av, kann nevnast jomfrúhummarar, rækjur og jákupsskeljar. Fiskiflotin er nýmótans og telist millum teirra best útgjørdu í heiminum. Útflutningurin av fiskavørum er megin­parturin frystur fiskur, men teir útflyta eisini turran fisk, saltfisk, niðursjóðaðan fisk, fiskaolju og fiskamjøl. 

Bert 1 % ella 1030 km2 av Íslandi er dyrkað jørð. Grasið verður mest nýtt til jóturdýr, men eitt sindur av hoyggi selja teir av landinum. Áseyðatalið liggur um 500.000. Hvørt heyst verður umleið helvtin av stovninum slaktaður. Neytini eru uml. 75.000, rossini uml. 77.000, svín uml. 4.000 og høsn uml. 160.000. Um heystið verður á rossabaki farið eftir seyðinum, sum verður rikin í eina serliga rætt, sum líkist einari ringreið. Fyrst verða allir seyðirnir riknir inn í miðjuna á rættini, og so verða teir býttir út til eigararnar, sum hvør eigur eina rætt út frá miðjuni. Seyðirnir eru markaðir, so hvør kennir sínar. Ísland flytir seyðakjøt av landinum, og einki verður flutt inn. Eitt sindur av ullarvørum verða eisini útfluttar. 

Í Íslandi er lítið av ráevnum, men tað er hampiliga lætt at fáa fatur í orku. Hetta hevur havt við sær, at teir hava bygt sínar egnu verksmiðjur, ið framleiða burtur úr innfluttum rá­evnum. Henda fram­leiðsla hevur stóran týdning fyri út­flut­ning­in. Nærindis Reykjavík liggur ein nýmótans aluminiumsverksmiðja. Fyri at tað skal bera til at framleiða aluminium, noyðast teir at innflyta rávøruna, og framleiðslan má hava nógva og bíliga el-orku. Til at framleiða eitt tons av aluminium mugu teir hava 22.000 kWh. Í 1988 brúkti verksmiðjan 33,5 % av allari el-orkuni, sum varð framleitt í Íslandi. Verksmiðjan var bygd í 1968, og har arbeiða 600 fólk. Hon liggur tætt við strondina, so tað er lætt at lossa málmin, ið kemur frá Avstralia, Afrika og Grønlandi. Ætlanir eru nú um at byggja eina verksmiðju aftrat, tætt við ta gomlu. 

Seyður hevur altíð havt ómetaligan týdning fyri Ísland. Í øldir hava fólk hórað undan orsakað av seyðinum. Av seyðinum fingu fólk bæði mat og klæði. Í gomlum døgum mjólkaðu íslendigar eisini seyðunum og brúktu seyðamjólkina til skyr. Tað gera tey ikki longur, men tey eta nógv seyðakjøt, og av tí bleytu ullini gera teir teppir, klæðir o.m.a. 

Í 2015 var bruttotjóðarúrtøka Íslands 51.261,875 fyri hvønn íbúgva.

Ísland er eitt tjóðveldi, sum verður stýrt av einari stjórn. Stjórnin er Altingið, sum er tað íslendska tingið, og forsetin. Forsetin, sum ikki er limur í nøkrum politiskum flokki, verður valdur 4. hvørt ár. Leikluturin hjá íslendska forsetanum er symbolskur. Tað eru 63 fólkavald umboð í Altinginum úr øllum teimum politisku flokkunum. Ísland hevur sum einasta land í heiminum ein politiskan kvinnuflokk. 

Ísland hevur ongantíð havt egna hermegi, men í 1951 gjørdu Ísland og USA avtalu um, at ein NATO støð skuldi vera í Íslandi. Hon er í Keflavík, og er ein heimur fyri seg. 

Ísland hevur verið tað av Norðurlondum, sum eina harðast hevur verið ímóti limaskapi í ES. Hendi tað, so fór allur tjóðskapur og samleiki og sjálvsavgerðarrættur fyri bakka. Men meina fíggjarkreppan í Íslandi seinastu tíðina hevur fingið stóran part av íslendingum at hálsa um. Seinastu meiningakanningarnar vísa, at heili 80 pst. av íslendingum halda, at Ísland eigur at søkja um ES-limaskap. 

Íslendska stjórnin letur 57,6 evrur í almennari menningarhjálp fyri hvønn íbúgva í Íslandi í 2013 




#Article 58: Kirkjubøur (736 words)


Kirkjubøur er ein bygd í Streymoy. Umleið 76 fólk búgva í Kirkjubø. Kirkjubøur er millum elstu bygdir í Føroyum og er ein hin søguríkasta. Bygdin var í miðøldini, við sínum bispasæti, miðdepil fyri átrúnaðarliga og mentanarliga virkseminum í landinum. Umstøðurnar at búgva í Kirkjubø hava verið góðar. Gott rekapláss og góður sólargangur og tí eisini fruktargott. Bygdin hevur onkuntíð verið munandi størri, enn hon er nú, og hevur, har hon liggur mitt í landinum, eisini verið ein hin týdningarmesta føroyska bygdin. 

Søguligi kongsbóndagarðurin, hin størsti í Føroyum, hevur verið í somu ætt síðani miðskeiðis í 16. øld við sínum sermerktu hugnaligu húsum. Ikki minst aldargomlu stokkastovurnar og roykstovan. Kendasta fornminni føroyinga er gamli dómkirkjumúrurin í Kirkjubø, St. Magnus Katedralurin ið helst ongantíð varð bygdur liðugur. Í Kirkwall í Orknoyum er ein St. Magnus Katedralur, vígdur sama halgimenni. Kortini er verandi sóknarkirkjan enn eldri, og er elsta kirkja í landinum. Saman við Velbastað gjørdist Kirkjubøur partur av høvuðsstaðarkommununi 1. januar í 2005.

Kirkjubøur er ein av elstu bygdunum í landinum og í avgomlum døgym tykist hon at hava verið ein stór bygd við stórum, sløttum bø, ið gekk langt út. Men sum árini hava liðið, hevur havið máað seg longur og longur inn, brimið og streymurin hava etið petti eftir petti burtur av landinum. Tí er Kirkjubøur í dag ein lítil bygd. Men Kirkjubøur er ein hin søguríkasta bygdin í oyggjunum, og haðani hava vit m.a. søgina um Gæsu (Æsu). Søgnin um Bardagan í Mannafalsdali verður vanliga hildin at vera um byggingina av Kirkjubømúrinum.  Múrurin í Kirkjubø er eitt av mætastu fornminnum í Føroyum.

Í miðøld var Kirkjubøur kirkju- og mentanarmiðdepil føroyinga.

Kirkjubøur var høvuðsstaður í Føroyum til siðabótatíðina. Okkurt um miðjuna á elliftu øld vóru Føroyar gjørdar eitt bispadømi, og bispurin, sum oyggjunum stýrdi, hevði setur sítt í Kirkjubø. Og biskuparnir, ið har búðu, høvdu hug at byggja. Úti á líkhúsi kalla tey tann staðin, har sum hinar elstu leivdirnar av kirkjubyggingi enn eru at síggja. Nú stendur eftir bert eitt sindur av einum horni av hesi nevndu kirkju; bakkin er burtur mataður, so alt hitt er farið út á sjógv.

Her við bispasetrið í Kirkjubø var ein skúli, sum ungir menn gingu í fyri at fáa prestalærdóm; prestarnir í Føroyum vóru vandir upp í hesum føroyska prestaskúlanum; eisini kann tað vera, at sumir av teimum, ið her lærdu, fingu embæti í Noregi. Vist er tað, at m.a. Sverri, sum seinri var kongur í Noregi, gekk í skúla í Kirkjubø í tíðini um 1160-1170, og at hann har fekk allan tann lærdóm, sum hevur gjørt hann tiltiknan millum konga.

Kirkjubøur, sum nú er lítil bygd, var í miðøld týdningarmesa pláss í Føroyum. Eingin bygd eigur so nógv søgulig minni sum hon. Har kunnu vit sígga Múrin, leivdirnar av einari dómkirkju, sum fyri o.u. 700 árum síðani var bygd har av føroyskum gróti. Kálkið, sum er brent úr føroyskum skelsandi, og sum kallast skilp, heldur væl enn. Múrurin er prýddur við høgdum grótmyndum, og inn í veggin er settur ein myndskrýddur steinur, sum á innaru síðuni í einum lítlum rúmi goymir ymsar halgilutir, soleiðis sum tá var siður skuldi vera í einari dómkirkju. 

Eldri enn Múrurin sigst kirkjan at vera; í henni vóru skurðmyndir av apostlunum, Ólavi kongi Halga, o.ø, men tær eru latnar úr Føroyum og eru nú í Keypmannahavn. Gomul er eisini roykstovan í bóndahúsunum; hon er úr stokkaviði og man vera elligomul. Føst í henni vóru áður eini stokkahús; tey tóku niður av kavaomanlopi, men sumt er uppsett aftur soleiðis, sum tað var áður. Frá gamlari tíð eru eisini stóru kjallarnir undir bóndahúsunum. Í katólskari tíð búðu bisparnir í Kirkjubø, har var prestaskúla, og har vaks Sverri Sjúrðarson upp, hann, sum seinni varð kongur í Noregi. Hjá bispinum Róa lærdi hann til prest. Søgnin sigur, at hann varð føddur í Kirkjubø, og oman fyri bøgarðarnar er Sverrahola, har sum móðir hansara skuldi krógva hann. 

Í Kirkjubø er einasta staðið í landinum, har fornminnini eru so stórfingin og av slíkum monumentalum slagi, at til ber at ferðast beinleiðis í einum fornminnaumhvørvi.

Í Kirkjubø er størsti bóndagarður í Føroyum; áður var hann 52 merkur, men nú er hann festur sundur í smærri festi. Bøurin er fruktagóður og slættur. Úti fyri Kirkjubø er Kirkjubøhólmur, har eiga nógvar æður. Út fyri lendingini í Kirkjubø er Suggan, hon er av bestu rekaplássum. Sunnan fyri hana er Brandansvík, og aftur sunnari var áður ein bygd, sum nevndist Úti á Bø.




#Article 59: Hvalba (947 words)


Hvalba er ein bygd í Suðuroy og Hvalbiar kommuna, ið eisini fevnir um bygdirnar Sandvík og Nes-Hvalba. Oyggin Lítla Dímun hoyrir eisini til sóknina í Hvalba og Sandvík. 

Hvalba liggur norðantil á Suðuroynni. Eitt eykenni fyri Hvalba er at tað eru atkomumøguleikar sjóvegis bæði eystan- og vestantil. Á vestursíðuni er tað Fiskieiði ella Hvalbiareiði. Her varð gjørt eitt stórt arbeiði fyrst í 20. øld fyri at bøta um atkomumøguleikarnar. Á eystursíðuni eru tríggjar keiðir. Tveir smábátahylar og ein hylur til skipini, sum hoyra heima í Hvalba. 

Lendið, ið nevnt verður á Bønhúsfløtu, liggur uttanfyri býlingin í Nesi í Hvalba. Lendið liggur niðan frá bakkanum, vestur frá Fleksá. Nýggja skrásetingin hjá Føroya Fornminnissavni hevur víst, at tað á Bønhúsfløtu finnast nógv fleiri fornar bústaðaleivdir enn bert tað, ið hildið var at vera eitt bønhús, soleiðis sum søgur hava gingið frá. Í 1905 varð lendið, ið lá uttangarðs, lagt inn til eina trøð. Garðar vórðu laðaðir bæði niðan við Fleksá, eystan fyri Fløtuna og niðan við einum áarløki í einum gili fyri vestan. Sethúsini, har fólk settust á trøðna, standa enn uppi ovarlaga í lendinum. Hildið varð, at henda fløtan, sum tá lá í haga, var nakað fyri seg, eins og mannahond hevði verið á. Tað hevur leingi verið Føroya Fornminnissavni greitt, at sjónligar bústaðaleivdir eru niðast á bakkanum á Bønhúsfløtu í Nesi. Tó, nú tykist havið av álvara at máa bakkan, og tí eru hesar leivdir rættiliga hóttar. Á vári 2008 boðaði eigarin av Bønhúsfløtuni Fornminnissavninum frá, at tað í februar 2008 hevði verið nógvur landnyrðingsuppgangur - hegn og ein gomul smoga, var farið og slættað niður. Nú stóð bakkin manshøgur frá mølini upp á svørðin. Eisini varð sagt, at ymist var at síggja í bakkanum, ið helst mundi vera gjørt av mannahond, umframt tað, at har var eitt hol inn í bakkan, einar 1,5 m. undir svørðinum, ið var fylt við fliðum og onkrum beinum. Tað var serliga tann innari parturin av bakkanum, har líkt var til, at eitthvørt fjaldi seg undir svørðinum, og sum kundi vera ein toft, ið mest var máað burtur av. 

Hvalba er næstnorðasta bygd í Suðuroynni. 

Bygdin er bundin saman við grannabygdunum Trongisvág fyri sunnan og Sandvík fyri norðan við tveimum tunlum. Hvalbiartunnilin, sum er millum Trongisvág og Hvalba er Føroya elsti tunnil, hann var gjørdur í 1963 og er beint við kolanámini. Sandvíkstunnilin er á norðara armi av Hvalbiarfirði, eystanfyri Hvalbiarbygd. Tunnilin varð tikin í brúk í 1970.  

Seinastu árini hevur talið av ferðafólki, sum ferðast til Hvalbiar, verið økjandi, og fleiri nýggir ferðavinnuveitarar eru eisini komnir í Hvalba, eitt nú innan síging. Í Hvalba er enn eitt ávíst virksemi í einum av kolanámunum har, og tað er rættiliga væl dámt hjá ferðafólki. Tó er trongi hvalbiartunnilin ein avmarking, tí stórir ferðamannabussar kunnu ikki koyra ígjøgnum tunnilin. 

Norðara eiði í Hvalba eitur Norðbergseiði. Tað er vakurt náttúruøkið, sum m.a. verður vitjað av ferðafólki, bæði av føroyingum og útlendingum. Í 2009 byrjaði ein bólkur av hvalbingum at bjóða síging á Norðbergseiðinum sum ferðavinnumál. Tað var væl eyndað og í 2010 vóru tað uppaftur fleiri, ið royndu at síga á Norðbergseiðinum enn tað vóru árið fyri. Norðanfyri sjálvt eiði er bergið Norðberg, sum eiði eitur eftir. Eitt hol er í helluni á Norðbergseiðinum, har er stik sett rundanum, so fólk ikki detta niður í tað. Havið sæst niður gjøgnum holið. Niðri á helluni á Norðbergseiðinum er sermerkt stabbagrót.  

Í Hvalba er tvírøtt. Har er lendandi bæði fyri eystan og fyri vestan. Lendingin fyri vestan sæst á frímerkinum og eitur Fiskieiði, eisini rópt Hvalbiareiði. Hon var sera trupul at nýta, tí har er bratt og høgt oman á sjógv, men tíðliga í 20. øld var gjørt eitt stórt arbeiði har, so lendingarviðurskiftini gjørdust rættiliga góð. Hetta var í teirri tíðini, tá ið árabátar vórðu nýttir. Seinri eru fiskiførini vorðin størri, hava fingið motor og sigla skjótari, so nýtslan av Fiskieiðinum sum lending er fallin burtur. Tó verður lendingin á Fiskieiðinum nú brúkt til stuttleika túrar og til ferðavinnu. Túrar verða gjørdir fyri ferðafólk, bæði føroyingar og útlendingar.

Suðuroy er einasta oyggj í Føroyum sum hevur havt kolaframleiðslu. Hildið verður við vissu, at kolasøgan í Suðuroynni í hvussu so er byrjaði í 1770'unum, um ikki fyrr. Kolanám (kolaminur) og framleiðsla hevur verið í Hvalba, í Rangabotni í Trongisvági og í Fámjin. Hvalba er einasta stað í Føroyum, har tað enn er kolaframleiðsla. Seinasta kolanámið, sum var sunnanfyri tunnilsmunnan Hvalbiar megin læt aftur í 2009. Í 2009-10 byrjaði so arbeiði uppá at gera eitt nýtt kolanám á fjallinum norðanvert tunnilsmunnan. Gamla kolanámið var umleið 30 ára gamalt og er nú í so ringum standi, at tað ikki kann brúkast til ferðavinnu longur, tað var annars sera vælumtókt at vísa fram til skúlaflokkar og bólkar av ferðafólki. Men ætlanin er at brúka tað nýggja námið til ferðavinnu eisini.

Ítrótturin í Hvalba hevur altíð veri nógvur. 

Hvalba hevur eitt virki bóltfelag, sum eitur Royn. Bóltfelagið Royn er sentrali parturin um stóran part av ítróttarlívið í bygdini og um mentunarlívið annars. Felagið varð stovnað 23. oktober í 1923 . Í 2010 spældi Royn í 3. deild. Teir gjørdust nummar 3, men ryktu upp í 2. deild, av tí at felagið sum gjørdist nummar tvey longu hevði eitt lið í 2. deild frammanundan. Royn hevur eisini lið í fleiri av barnadeildunum. Felagið hevur fyrr samstarvað við onnur feløg í oynni, og í 2010 var dreingjaliðið felags við TB. Dreinjaliðið TB/Royn vann silvur í 2010. Smádreingirnir hjá Royn vunnu silvur í 2009 . 

Í Hvalba eru nógvar størri og smærri fyritøkur. Hvalba er eisini kent fyri sín kolagrevstur. Í nógv ár hevur tað verið full gongd á kolagrevstrinum í Hvalba og framvegis í dag eru tað menn, sum arbeiða á kolinum.




#Article 60: Løgting (951 words)


Løgtingið er hægsti politiski myndugleiki í Føroyum. Løgtingið viðtekur lógir um, hvussu samfelagsviðurskiftini í Føroyum skulu verða skipað. Á løgtingi sita fólk, ið vald eru av øllum teimum, sum hava valrætt í Føroyum, og sum hava verið á vali. Vanliga er val til løgtingið fjórðahvørt ár. Eitt valskeið er fýra ár. Tað merkir, at løgtingslimur er valdur fyri fýra ár í senn. Tó kunnu løgtingið og løgmaður samtykkja, at val skal vera, áðrenn eitt fýra ára valskeið er runnið. Føroya løgting hevur røtur heilt aftur til landnámstíðina umleið 825 og er við tí lóggávuvaldi, sum løgtingið fekk við heimastýrislógini 1948, sostatt eitt hitt elsta lóggávuting í heiminum. 

Upprunaliga var tingið eitt alting, sum bæði hevði dómsvald og lóggávuvald. Útinnandi vald var einki í landinum. Tað var tí ættin, ið setti eitt nú dómar altingsins í verk. Eftir at Føroyar umleið 1035 gjørdust norskt skattland, minkaði vald altingsins. Altingið gjørdist í 1300-1400-talinum til eitt løgting, hvørs høvuðsuppgáva var at vera dómsvald. Løgmaður, sum tingformaðurin nevndist, varð nú tilnevndur av kongi, og løgrættumenn, sum tingmenn nevndust, vórðu tilnevndir av kongsins umboðsmanni í Føroyum. Um 1380 komu Føroyar saman við Noregi undir Danmark, men oyggjarnar høvdu tó eina serstøðu sum gamalt norskt land. Hóast hesa gongd varðveitti Føroya løgting ávirkan á lóggávu og landsins stýri fram til tíðarskeiðið við einaveldi, sum byrjar frá umleið 1660, tá myndugleiki løgtingsins av álvara tók at vikna. Henda gongd endaði við, at aldagamla Løgtingið varð avtikið við kongligari fyriskipan í 1816, samstundis sum dómsvald Løgtingsins varð lagt til aðrar stovnar, eitt nú Føroya rætt. 

Tá ið Danmark 1849 fekk frælsa grundlóg, komu Føroyar undir hesa lóg, og gjørdi hon sostatt enda á tí serstøðu, Føroyar høvdu havt fyrst í norska ríkinum og seinni í danska. Við grundlógini gjørdust Føroyar formliga ein partur av danska ríkinum. Í Føroyum vóru mong, sum vildu hava Løgtingið endurreist, eitt nú fyri at amtmaðurin ikki einsamallur skuldi ráðgeva donskum myndugleikum við lóggávu fyri Føroyar. Tann, ið stríddist sum mest fyri hesum og sum heild fyri at vinna føroyingum frælsari politiskar ræsur, var Niels Winther 

Tann 26. mars 1852 kom ríkisdagslógin um, at Føroya løgting skuldi setast aftur á stovn. Tingið fekk tó ikki lóggávuvald, men var í roynd og veru bert eitt amtsráð. Men hóast endurreista løgtingið hevði lítlan politiskan myndugleika, so fekk tað sum frá leið týdning bæði sum umboðan mótvegis stjórnini og sum eitt forum, har politiskt áhugaðir føroyingar kundu vinna sær politiskar royndir. Endurstovnaða løgtingið helt eftir fornum siði sín fyrsta tingfund ólavsøkudag 1852, eftir at tingmenn frammanundan høvdu verið til gudstænastu í Havnar kirkju. 

Løgtingið og tess myndugleiki eru munandi broytt frá 1852 til í dag. Á endurreista løgtinginum var amtmaðurin tingformaður, men í 1923 varð skipanin broytt soleiðis, at løgtingsformaðurin varð valdur av tingmonnum. Í 1935 fekk løgtingið heimild at krevja inn løgtingsskatt, og undir seinna heimsbardaga virkaði Løgtingið í roynd og veru sum ein lóggevandi stovnur. Tá seinni heimsbardagi endaði 1945, var sjálvsstýrisrákið so sterkt, at eingin vildi venda aftur til amtsstøðuna, ið hevði verið galdandi, til kríggið brast á, og Føroyar vórðu hersettar. Eftir drúgvar samráðingar millum Føroyar og Danmark og eftir eina fólkaatkvøðu, har ein lítil meiriluti var fyri loysing, var heimastýrislógin sett í gildi hin 1. apríl 1948. Við hesi lóg fekk Føroya løgting lóggávuvald á ávísum lóggávuøkjum. Við nýggjari stýrisskipanarlóg frá 1995 var parlamentarisman knæsett sum politisk meginregla, eins og tingið við hesi lóg gjørdist meira líkt øðrum lóggávutingum í Norðurlondum.

Arbeiðið hjá Løgtinginum er at gera lógir. Fjórða hvørt ár verður løgtingsval, Til 2007 sótu millum 27 og 32 umboð á Løgtingi, men við broytingini til 1 valdømi í 2008 er tingmannatalið fast 33. Okkara politiska skipan byggir á politiskar flokkar. Hvør politiskur flokkur hevur sín egna politikk, sum hann ynskir at fremja á løgtingi. Veljarin velur ein flokk, ella eitt valevni á listanum hjá flokkinum, og atkvøðurnar verða roknaðar til tinglimir eftir at atkvøðurnar eru taldar. Oftani eru fleiri flokkar noydd at semjast og ganga saman at føra ein politikk, tí sjáldan fær ein einstakur flokkur meirilutan í valinum. Tá ið fleiri flokkar semjast um ein politikk, eitur tað ein samgonga. 

Løgtingið er gjørt av nevndum og formansskapi, og í Føroyum eru 7 fastar nevndir: Fíggjarnevndin, Uttanlandsnevndin, Landsstýrismálanevndin, Vinnunevndin, Trivnaðarnevndin, Mentanarnevndin og Rættarnevndin. Hesi nevndini skulu veita og geva Landsstýrið og Løgtingið tilmæli í málum. Í Løgtinginum eru 45 fastir nevndarsessir, so tað merkir, at tá bert 32 løgtingslimir eru, kemur onkur at sita í minst tveimum nevndum. Møguligt er at skipa fleiri nevndir, sum geva tilmæli í ávísum málum, um tað er neyðugt. Tó mugu hesar nevndini bert sita til teirra mál er liðugt, og ikki longri enn til tingsetan endar. 
Allir borgarar kunnu koma við hugskot til ein nýggj løgtingslóg, men bert løgmenn, landsstýrismenn ella løgtingslimur kunnu leggja lógaruppskot á tingið. Hvørt lógaruppskot skal hava tríggjar viðgerðir, og soleiðis verða lógini viðgjørd á Løgtinginum:

 
Tá ið lógir verða gjørdar, syrgir Landsstýrið fyri, at lógirnar verða útinnað og at lógirnar rigga í gerð. Løgmaður tilnevnir landsstýrismenninar, og hevur eftirlit við arbeiðinum hjá Landsstýrinum.
 
Hóast Løgtingið hevur valdið, syrgja fakfeløg fyri so góðum korum fyri teirra limir sum møguligt. Tað er í málum sum løn, arbeiðsumstøður, eftirløn o.s.fr. Um lógir skulu gerast, og lógirnar ávirka økini hjá limirnir, kunnu fakfeløg ummæla lógini og hjálpa til við at smíða lógaruppskotið áðrenn tað verður lagt fyri tingið. Á tann háttin kann man siga, at fakfeløg eru við til at ávirka politiskar avgerðir. Eisini sæst áhugabólkar og áhugafeløg sum eisini ávirka politiskar avgerðir og fylgja væl við í politikki. Ein ‘lobbyist’ er ein ið er við í ein áhugabólk, og royna at ávirka politikarar ella koma við hugskot.

Á løgtingsvalinum 20. januar 2004 vóru 31.788 fólk á vali, hetta er ein valluttøka uppá 92,3%.




#Article 61: Atlantic Airways (152 words)


Atlantic Airways (føroyskt; Atlantsflog) varð stovnað tann 10. november 1987 og fleyg sín fyrsta túr millum Føroyar og Danmark 28. mars í 1988. Atlantic Airways varð stovnað til tess at menna føroyska flogvinnu og flogferðslu. Stjórin í Atlantic Airways er Jørgen Holme. Skrivstovan hjá Atlantic Airways liggur á flogvøllinum í Vágum og á Kastrup Flogvølli í Keypmannahavn.

Búmerkið hjá Atlantic Airways er ein súla - hetta er ikki tað einasta búmerkið, Atlantic Airways hevur havt. Áðrenn var tað 2 A í føroyskum flagglitum, sum vóru samantvinnað. 

Starvsfólkaliðið taldi í 2012 168 ársverk, flogførini eru fýra og tyrlurnar tríggjar í tali hjá felagnum.Til samanberingar, so vóru í fyrsta ársfjórðing í 2008 204 fulltíðar starvsfólk hjá Atlantic Airways, og hevði felagið 7 flogfør og 3 tyrlur.  Felagið rekur størsta arbeiðsplássið í Vágum og telist eisini millum tey størstu í Føroyum.

Flotin hjá Atlantic Airways telur í dag (juli 2014) 4 flogfør og 2 tyrlur




#Article 62: Súgdjór (471 words)


Súgdjór (frøðiheiti - Mammalia) er ein bólkur av djórum, sum er sermerktur við, at kvenndjórini kunnu framleiða mjólk til ungar sínar. Eitt annað eyðkenni er, at súgdjór føða livandi ungar, øvugt egg. Øll súgdjór hava hár ella feld, hava heitt blóð og støðugan kropshita, og ungarnir súgva mjólk frá mammuni. Kvennsúgdjórið gevur bestu javnvágina av fiti og eggjahvíta, so ungarnir búnast skjótt. Menniskjað er bara eitt av umleið 4000 hugtakandi súgdjóra-sløgunum á jørðini. Menniskjað hoyrir upp í súgdjórabólkin, vit nevna primatar. Aðrir primatar eru apur og mannapur, og teimum líkjast vit mest. 

Súgdjór hava øll møgulig skap og allar støddir, men tey, ið líkjast mest, verða roknað upp í sama bólk ella hóp. Í hvørjum hópi eru ymiskar slektir ella sløg. Tað eru 21 ymiskir súgdjórabólkar og eini 4000 ymisk sløg. Flestu súgdjór hava lívmóður. Ungarnir búnast í lívmóðurini inni í mammuni. Summi súgdjór verða nevnd pungdýr - hesir ungarnir verða lagdir óbúnir og vaksa í einum húðarfaldi á búkinum á mammuni. Minsti bólkurin er nevdýrini, og tey og mýriigulin eru einastu súgdjór, har ungarnir verða klaktir úr eggi. Størsti súgdjórabólkurin er gnagdýrini, 1702 sløg. Afrikanski fílurin er størsta súgdjór á landi.

Súgdjór eru næstan allastaðni - í ísoyðimørkum, í kuldaøkjum, í turrastu og heitastu oyðimørkum. Flestu eru á landi, onnur halda til í sjógvi. Øll eru væl lagað til umhvørvið, tey liva í. Mong súgdjór halda til niðri í moldini, í holum ella gongum. Her leggja tey ungarnar, og her krógva tey seg. Tey flestu mugu fara úr holuni at finna sær føði ella vatn, men summi, til dømis moldvørpan, eru holubúgvar burturav og koma sjáldan upp úr holuni. Mong súgdjór halda til í áum og áarstreymum, stórum vøtnum og mýrlendum. Men hóast tey eru sum skapt at liva í vatni, so mugu tey tíðum upp at anda. Havsins strendur eru heim hjá mongum súgdjórum. Summi eru ein part av tíðini í sjónum og ein part á landi, tá ið tey leggja og ansa eftir hvølpunum. Onnur eru alla tíðina í sjónum. Hvalir eru einastu súgdjór, sum eru í sjónum burturav.

Summi súgdjór halda saman í bólkum, tí tá er lættari at veiða sær føði og at verja seg. Samanbornir við onnur djór, eru súgdjóraungar longur bundnir at teim vaksnu. Súgdjór eta alt møguligt. Tey eta fyri at fáa orku - á sama hátt sum ein bilur má hava brennievni. Hjá villini súgdjórum ræður um at veiða sær nóg mikið til matna. Øll súgdjór hava evni at verja seg, verða tey álopin. Og tá samanum kemur, so vilja øll sleppa undan at verða etin ella fáa mein. Summi kúvenda og flýggja undan. Onnur ørkymla fíggindan á ymsan hátt. Súgdjór hava sterkan kropp, tí tey eru ryggdjór, hava beinagrind. 

Steinrenningar prógva, at súgdjór hava livað á jørðini í eini 200 mió. ár. Mong súgdjór eru í stórum vanda at verða avoydd.




#Article 63: Brendan (341 words)


Sankta Brendan (* umleið 489, † umleið 580)

So tíðliga sum í 6.-7. øld sigldu frómir írskir menn í skinnbátum, curragh, víða um høvini við bretsku oyggjarnar, og komu langt til havs til fjarlagdar oyggjar. Endamálið var millum annað støð, har teir í friði og einsemi kundu liva fyri sína kristnu trúgv. Tiltikin er Sankta Brandan, ið ferðaðist í samfull níggju ár um høvini og kanska kom so langt sum til Amerika.

Brandanus, ábáti og játtari, varð borin í heim í Írlandi umleið 489, doyði umleið 580 í kleystrinum Clonfert, eitt av mongum kleystrum, ið hann skuldi hava grundað. Í halgisøgu frá 900- ella 1000 árunum, Navigato Sancti Brendani, sum finst í mongum handritum, verður greitt frá hesi ferð:

Søgumenn hava sum vera mann verið ójavnir á máli um, hvussu hendan halgisøga skuldi tulkast. Summir vilja vera við, at Brandan kom bæði til Føroya og Íslands, kanska eisini til Grønlands og Amerika, teir flestu munnu ivast í, um nakað grundarlag er fyri slíkari giting - bretsku oyggjarnar eru mangar.

Írski søgugranskarin og sjómaðurin Tim Severin, var millum teirra, ið helt, at søgan um Brandan var meira enn vanlig hugfloygd miðaldarlig søga, full av undurverkum og ótrúligum tilburðum. Har mundi vera ein kjarni av sannleika, ið gjørdi tað sannlíkt, at írar høvdu verið í Amerika 1000 ár undan Kolumbus og 400 ár undan Leivi Hepna.

Til tess at prógva, at ein slík ferð yvir Atlantshav veruliga kundi gerast við opnum skinnbáti, helt hann í 1976 av stað saman við fýra monnum á einum fari, ið var smíðað nágreiniliga sum tey høvdu verið gjørd fyri 1500 árum síðan. Á leiðini løgdu teir inn í Føroyum, har Severin helt, at Seyðaoyggin og Fuglaparadísið mundu vera. Ein av manningini var føroyingur, Tróndur Patursson, listamaður úr Kirkjubø.

Um veturin varð steðgað í Íslandi, og várið eftir varð hildið fram vestureftir. Hetta var tann hættisligasti parturin av túrinum, teir komu í illveður og ís. Men eftir at hava verið 50 samdøgur á sjónum og siglt ein tein uppá 3.500 fjórðingar um Atlantshav, nomu teir land í Nýfundlandi.




#Article 64: Jólafundurin 1888 (216 words)


                Ein og hvör
 bjóðast at koma í tinghúsið annan jóladag
 kl. 3 e.m., har. sum vit atla, at samráðast
 um at verja Förja mál og Förja siðir.
 
 E. D. Bærentsen. H. N. Jacobsen. D. Isaksen.
       S. F. Samuelsen. R. C. Effersø.
         Jens Olsen. Just Jacobsen.
       C. L. Johannesen. J. Padurson.

Við hesi innbjóðing, ið 9 vælkendir føroyingar skrivaðu undir, byrjaði eitt nýtt tíðarskeið í søgu Føroya fólks - tá byrjaði tjóðskaparrørslan av álvara.

Hetta var ein illveðursdag, regn og vindur, tøssut at ganga, men kortini fór maður av húsi niðan í tinghúsið. Fundurin vardi í tríggjar tímar, har drúgvar røður vóru hildnar um øll tjóðskaparlig viðurskiftið; serliga var dentur lagdur á málið í skúlum og kirkjum. Umframt røður, vóru føroyskir sangir sungnir, millum annað læs Rasmus Effersøe yrkingina Málstrev (Nú er tann stundin), ið tann ungi bóndin úr Kirkjubø, Jóannes Patursson, hevði yrkt til høvið. 

Boðskapurin í hesi longu yrking verður borin fram longu i fyrsta ørindi:

Fundurin endaði við fundarsamtykt í 6 greinum:

Tað ringa veðrið forðaði bygdarfólki í at koma til Havnar, tí varð innkallað tíl nýggjan fund 6. januar 1889, har Føroyinga-felag varð stovnað við hesum stevnumiði:

Sostatt varð tjóðskaparhugsjónin longu tá rúmkað til sjálvstýrishugsjónina.

Bárður Jákupsson hevur sniða frímerkjuni høgrumegin ið avmynda teir 9 ið sendu inbjóðingina til Jólafundin út í 1888.




#Article 65: Merkið (719 words)


Merkið er føroyska flaggið. Merkið, tann 25. apríl 1940 varð viðurkent sum tjóðarmerki føroyinga av bretska hersetingarvaldinum. Flaggið er ein týðandi partur av tí føroyska samleikanum. Ítróttafólk bera við stoltleika Merkið á bringuni, tá ið tey umboða Føroyar. Merkið verður vundið á stong, tá ið føroysk skip koma í fremmanda havn. Og undir krígnum, tá ið okkara sjófólk sigldu vandasjógvar, veittraði Merkið í mastrartoppinum. Tann hvíti dúkurin við reyða krossinum og bláu rondini minnir okkum á søgu og mentan okkara. Samstundis er Merkið okkara tjóðarbúmerki, og hevur tí ein týðandi leiklut í bæði okkara samleika og samfelagi. 

Fleiri tykkara minnast tíðina áðrenn Merkið varð viðurkent. Og tit minnast tað stríð, ið skuldi til, áðrenn føroyingar kundu savnast um Merkið. Eftir 21 ára stríð og harða mótstøðu móti tí, bæði úr Danmark og innanhýsis í Føroyum, varð Merkið viðurkent sum tjóðarmerki føroyinga í bardagaárunum. 

Eins og alt annað, so hevur eisini føroyska Merkið sína søgu. Merkið varð á fyrsta sinni borið fram av føroysku studentunum Emil Joensen,Jens Olivur Lisberg, Janusi Øssurssyni og Paula Dahl í Keypmannahavn longu í juni 1919, og longu tíðliga í 1920-árunum vóru fólk farin at flagga við tí. Hetta vant rættiliga upp á seg eftir 1930, men loyvt var tað ikki, og eitt flaggstríð tók seg upp í Løgtinginum og millum føroyingar og donsku myndugleikarnar. Tað vóru serliga sjómenninir, ið førdu hetta stríð. Longu 9. apríl 1940, sama dag sum Danmark varð hersett av Týsklandi undir seinna heimsbardaga, byrjaði sluppin Eysturoyggin at flagga við Merkinum. Hetta tí at danska flaggið ikki kundi brúkast, meðan Danmark var hersett av Týsklandi. Boðini frá bretska hersetingarvaldinum 25. apríl 1940 vóru fyrsta almenna viðurkenningin av, at føroyingar høvdu sítt egna tjóðarmerki. Nú kundu føroyskir sjómenn sigla øll heimsins høv undir egnum tjóðareyðkenni. 

Seinnapartin 13. apríl 1940 komu tveir vápnaðir trolarar og krússarin Suffolk á Havnarvág og eitt herlið frá Royal Marines var sett á land. Bretska hersetanin av Føroyum var byrjað. Føroyingar tóku móti bretsku herdeildunum sum vinir, og viðurskiftini við hersetingarvaldið vóru yvirhøvur góð tey 5 krígsárini. Løgtingið mótmælti tó bretsku hersetingini av Føroyum, men mótmælið var bara ímyndarligt. 

Á føroyskum leiðum sigldu nógvir týskir kavbátar og frá støðum í Noregi sveimaðu nógv týsk bumbuflogfør, ið gjørdu álop á skipafylgi hjá teimum sameindu vesturi í havi. Hugsast kundi, at rættiligt kríggj kom at standa í Norðuratlantshavi. Tí høvdu Føroyar stóran hermálsligan týdning. Bretar bygdu flogvøll við hangari og flogstøð til vatnflogfør, settu loftverjukanónir og aðrar kanónir upp víða hvar og minuløgdu firðirnar. 

Havið um Føroyar gjørdist sera vandamikið, men føroyingar, ið eru bundnir at havinum, høvdu einki annað í at velja enn at halda fram við at sigla. Trot var á fiski í Bretlandi, og føroysk fiskiskip tóku upp eina lønandi sigling við ísfiski úr Íslandi á bretska marknaðin. Bretska hersetingarvaldið kravdi nú, at øll føroysk skip skuldu flagga við føroyskum flaggi og at føroyskt flagg og orðini Faroes og Føroyar skuldu verða málað á skipsíðurnar.

Kríggið var Føroyum dýrt. Skip, ið fiskaðu ella sigldu við fiski til bretskar havnarbýir, vórðu minusprongd, torpederað ella søkt av kavbátum, onnur vórðu álopin av flogførum, ið kastaðu bumbur og skutu við maskinbyrsum. 1/3 av føroyska fiskiflotanum fór til havsins botn og 150 mans í bestu árum doyði. Hetta var meira enn ½ av fólkinum. Síðan 1947 hevur 25. apríl verið hildin sum føroyskur flaggdagur. Tá hava skúlabørnini frí og flaggdagshald er víða hvar um bygdir og býir. Sum vera man leita tankarnir tá til teirra, ið fullu í krígnum. Í sambandi við, at heimastýri varð sett á stovn í 1948, var Merkið endiliga viðurkent av donskum myndugleikum sum tjóðarflagg føroyinga.

Sjá, tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð,
men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð.
Har tú veittrar á báru, fjalli, bergi og ong,
syngur tjóðin tær glaðasta song.
Um enn nær ella fjart
ert tú sál míni kært,
sum tú fedrunum vart;
tí tú glógvar so bjart
sum tú sóleyga bart
gjøgnum náttmyrkrið svart,
blátt sum loftið, sum brimbrotið skært.

Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt,
tað ber kvøðu frá landi mínum fagurt og frítt;
og eg kenni meg orna gjøgnum mønu og merg,
síggi brim randa strendur og berg,
hoyri vetrarins brot
boða summarsins lot,
hoyri heystmyrka lag,
boða várljósan dag.
Fylkjast rað vit í rað,
kenna hjørtuni tað:
vit við tær stevna stinnir avstað.




#Article 66: William Heinesen (391 words)


William Heinesen (15. januar 1900 í Tórshavn - 12. mars 1991) er Føroya gitnasta skald.  

Skaldsøgur hansara, stuttsøgur og yrkingar eru týddar til mong mál. Men hesin gávuríki havnarmaður var ein sera fjølbroyttur listamaður, ið gjørdi vart við seg á fleiri økjum innan sjónleik, tónleik og myndlist.  Myndaheimur hansara er ein grein av tí skaldsliga hugflognum – myndevnini koma fyrst av øllum úr sagnunum, ævintýrunum og gudalærunum, eisini úr tí Edens urtagarði, ið á sinni fór í forna.  Hesin myndaheimur er kveiktur av náttúrukenslu, sniðfundigum skemti, spei, ramligari og ovfarakátari lívsgleði og livandi ansi fyri tí ornamentala og dekorativa.

William Heinesen vaks upp við, og hevði livandi áhuga fyri, tjóðskaparrørsluni, ið m.a. merkti, at áhugin vaks fyri fólksins mentan – málinum, dansinum, kvæðunum og sagnunum.  Og fyri teirri føroysku náttúruni.  Í einum anda, ið kann samanberast við Bauer og Arosenius í Svøríki – Kittelsen og Werenskjold í Noregi, gjørdi William Heinesen ein hóp av bókamyndum við evnum úr sagnum og ævintýrum.
Í pastellmálningum fekk hann fram eftir kríggið og í 1950árunum eitt serstakt gyklandi gandakent huglag.  Myndevni frá tilveru teirra fornisku verða margtýdd og glíða uttan at ein varnast tað yvir í satiru – í andlitunum á fittum trøllum kenna vit aftur drøgini frá politikkarum, vinnulívsmonnum og alskins hyklariskum dárarum og forførarum.  Í tekningum av monnum og konum úr gomlu Havnini, sum hann mintist hana, kemur eitt serligt góðsligt kæti til sjóndar – somuleiðis hansara sermerkti ansur fyri strikunnar organisku arabesk.

Teir stóru veggjamálningarnir í Tórshavnar Kommunuskúla, við evnum úr Sjúrðarkvæðunum, eru eitt gjøgnumbrot til tann dekorativa arkadiska heimin, sum William Heinesen gav seg yvir til síni seinnu ár.  Skaldskapurin var komin í fyrstu røð, og umstøður høvdu ikki verið fyri nakrari veruliga samanhangandi myndlistarligari menning, fyrr enn miðskeiðis í 1970árunum, tá ið William fór undir at gera pappírsklipp síni. Eitt 10ára skeið untist honum at klippa.  Árini 1976-78 avrikaði hann serliga nógv.  Í hesum slóðbrótandi brotamyndum og klippum finnur dekorativa hugflogið støðugt nýggjar leiðir.

Hesin gróðrarríki barokki myndaheimur hevur ríkað føroyska list.  Ófatiligt, hvat William Heinesen hevur fingið av skafti – tekningar í hópatali, hundraðtals bókapermur til Bókagarð, bókamyndir, plakatir, blaðtekningar, plátuhylki o.m.a.
Hann eigur sín part av æruni fyri, at myndlistin mentist her á landi – sum hann dastið av øldini hevur lagt til rættis og stílað fyri, skrivað og ummælt, kveikt og stuðlað.  Altíð við tí góða orðinum.




#Article 67: Janus Djurhuus (258 words)


Jens Hendrik Oliver Djurhuus, vanliga nevndur Janus, livdi frá 26. februar 1881 til 1. september 1948. Havnframi Hans Andrias Djurhuus var bróðir Janusar. Saman ganga Hans Andrias Djurhuus og Janus Djurhuus undir heitinum Áarstovubrøðurnir.

Hann varð borin í heim í Havn í 1881. Hann vísti seg skjótt at vera evnaríkur út yvir tað vanliga, og las longu í realskúlanum grikskt og latín. Sum skilst fekk hann ans fyri móðurmálinum, tá hann í skúlanum hoyrdi ein av sínum floksfeløgum, Jákup Dahl, lesa yrkingina Nú er tann stundin..., av yrkjaranum og tjóðskaparleiðaranum Jóannes Patursson.

Janus tók preliminerprógv í 1897, og fór so til Danmarkar at ganga á studentaskúla. Hann var fyrst í Keypmannahavn, men flutti so til Bornholm, har fyrrverandi lærari hansara, Emil Bruun, var prestur. Janus tók studentsprógv í 1900, og árið eftir kom fyrsta yrking hansara Blíð er summarnátt á Føroya landi. Í 1911 gjørdist Janus Djurhuus cand. jur., og virkaði síðan sum løgfrøðingur í Danmark og í Føroyum. Í 1914 kom fyrsta yrkingasavnið: Yrkingar. 

Restina av søguni kenna vit. Fimm yrkingasøvn og ein mongd av umsetingum, m.a. av teimum klassisku griksku yrkjarunum. Størsta verk hansara var umsetingin av Illiaduni eftir Homeros, Janus nevnir verkið Ilionskvæði á føroyskum. Tá Janus Djurhuus doyði í 1948, lógu yvir 200 yrkingar og umsetingar eftir hann. 

Tær klassisku fornbókmentirnar og kunnleikin til grikst og latín seta dám á poetisku verkini hjá Janusi Djurhuus. Men eisini tjóðskaparromantiska rørslan, tokkin til føroyska málið og kunnleikin til fornnorrønu bókmentirnar hava gjørt hann til hin mest týðandi føroyska yrkjaran – faðir at tí bundna føroyska nútíðarskaldskapinum.




#Article 68: Poul F. Joensen (322 words)


Poul Frederik Joensen (18. november 1898 - 27. juni 1970) er kendasta skaldið í Suðuroy og eisini ein av mest týðandi skaldum í Føroyum. Hann var ættaður úr Hørg í Sumba, og hann nevndi seg viðhvørt Hargaskaldið.

Poul F. var fólkafloksmaður um ein háls. Hann fór til skips 14 ára gamal og royndi sjólívið í eitt ár. Hann hevði ætlað sær at halda fram við tí, og skuldi fara við Robert Miller í 1914, men foreldur hansara søgdu nei og sendu hann á læraraskúla í Havn í staðin. Tað vísti seg at vera hansara bjarging, tí sama túrin gekk Robert Miller burtur við mann og mús. Poul F. fór so á Læraraskúlan, har hann tók læraraprógv í 1917. Meðan hann búði í Havn, var hann ofta á Færø Amtsbibliotek, sum seinni broytti navn til Føroya Landsbókasavn, og har las hann bókmentir úr øðrum londum. Honum dámdi serliga væl yrkjararnar Robert Burns og Heinrich Heine, og í fyrsta yrkingasavni sínum eru fleiri yrkingar hjá teimum báðum, sum Poul F. hevði týtt leysliga til føroyskt úr donskum. Áðrenn hann gav út fyrsta yrkingasavnið í 1924, fekk hann nakrar yrkingar útgivnar í bløðum og tíðarritum, eitt nú í Tingakrossi og í Varðanum. Hann hevði eisini nakrar barnasøgur við í Barnablaðnum í 1920-árunum, men hesar hevur hann ikki tikið við, tá hann seinni hevur givið út bøkur sínar. Hann hevur eisini yrkt nøkur føroysk kvæði, t.d. um frísarnar í Akrabergi.
Hann var lærari í Froðba 1919 til 1927 og í Lopra og á Økrum frá 1947 til 1949. Hann giftist til Froðbiar við Juliu Mortensen og varð búgvandi har alt lívið. Eftir at hava sagt lærarastarvið frá sær, arbeiddi hann sum traðarmaður og verkamaður, til hann andaðist í 1970.

Afturat hesum er okkurt prentað í øðrum verkum. Eitt nú er minnisyrking hansara um Victor Danielsen prentað í Z. Zachariassen: Bíblian á føroyskum í hálva øld, bls. 423f. (Leirkerið, Gøta, 2000) (Upprunaliga 14. september 4. mars 1961)




#Article 69: Christian Matras (103 words)


Christian Matras (f. 7. desember 1900 í Viðareiði - d. 16. oktober 1988 í Tórshavn) var føroyskur yrkjari og málfrøðingur.

Føddur og uppvaksin á Viðareiði, fór hann ungur til Havnar at ganga í realskúla og haðani til Danmarkar í studentaskúla. Í 1928 gjørdist hann magistari í norrønari málfrøði. Seinni gjørdist hann doktari og professari. Hann flutti aftur til Føroya í 1965 og var leiðari á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Matras var virkin á mongum økjum. Umframt at vera nýskapandi yrkjari og framúr góður týðari, var hann málfrøðingurin, ið legði dygga grund undir føroyskt orðabókaarbeiði. Kristjan á Brekkumørk legði mangar týdningarmiklar vísindaligar útgávur til rættis.




#Article 70: Jørgen-Frantz Jacobsen (304 words)


Jørgen-Frantz Jacobsen (29. november 1900 - 24. mars 1938).

Jørgen-Frantz Jacobsen úr Tórshavn var cand. mag. í søgu og fronskum frá Keypmannahavnar universiteti. Hann hevði sera stóran áhuga fyri søgu, og skrivaði sum blaðmaður í Keypmannahavn eina røð av kronikkum og greinum, umframt tvær avbera góðar bøkur um Føroya politisku viðurskifti við Norðurlond og Danmark. Longu 21 ára gamal fekk hann tuberklar í lungunum, og drúgv tíðarskeið av sínum stutta lívi var hann bundin at bróstsjúkrahúsum. 

Jørgen-Frantz Jacobsen hevði bókmentaligar ætlanir, og í 1934 fór hann undir lívsverk sítt - ta søguligu bókina Barbaru. Skaldsøgan, ið varð skrivað á donskum (Barba og Harra Pál, føroysk týðing, Christian Matras) og kom út árið eftir deyða hansara, gjørdist brátt víðagitin og varð týdd til mong mál. Jørgen-Frantz náddi ongantíð at skriva endan á søguni, og hesin er tí skrivaður av Williami Heinesen. Teir høvdu tosað saman um, hvussu søgan skuldi enda, og tí er endin væntandi í anda Jørgen-Frantz'.

Jørgen-Frantz Jacobsen var yvirhugaður brævskrivari og stóð í føstum brævaskifti við javngamla vinmann sín og frænda, Williami Heinesen skaldi (1900-91), ið eisini var tikin úr leikum sum brævskrivari. William Heinesen gav í 1963 út eitt úrval av brøvunum hjá Jørgen-Frantz í bókini Det dyrebare liv (føroyskt: Dýrmæta lív). Í einum brævi verður tikið til: 

Í brøvunum umrøður hann sítt at síggja til vónleysa ástarband við eitt konufólk, sum hann rópar Barbaru, og sínar ætlanir um at skriva eina skaldsøgu, hvørs søgugongd skal uttaná byggja á sagnir um ta ungu prestakonuna Beintu Broberg, ið hugtók øll við sínum vakurleika og yndi. Hendan søguliga sorinskrivaradóttir var eftir søgnini tveimum monnum at deyða og tí triðja til stóra vanlukku. Men tað søguliga hevur einans týdning sum ytri ramma - tann samansetta, órannsakandi og sera menniskjaliga Barba hevur lítið til felags við tað ónda konufólkið í søgnini. Um Barbu skrivar hann: 




#Article 71: Jens Christian Svabo (123 words)


Jens Christian Svabo (1746 í Miðvági - doyði 14. februar 1824 í Tórshavn) var ein føroyskur málgranskari og rithøvundur. Føddur í Jansagerði, prestagarðinum í Miðvági. Hann las fyrst hjá pápanum, ið var prestur, og fór so til Havnar at ganga í realskúla, har hann var liðugur í 1765. So fór hann til Keypmannahavnar at lesa náttúrufrøði, men prógv tók hann ongantíð. Danska rentukamarið hevur í 1770-árunum ætlan um at fáa gjølligari upplýsingar um donsku hjálondini í Norðuratlantshavi. Nicolaj Mohr byrjar hetta arbeiðið, men letur arbeiðið frá sær, og so sleppur Svabo at halda fram við uppgávuni.

Hann ger ferð til Føroya í 1781-1782 og savnar tilfar til Indberetninger fra en Reise i Færøe. Hetta stórverkið, ið ivaleyst er hitt besta um Føroyar yvirhøvur.




#Article 72: Sámal Joensen-Mikines (458 words)


Sámal Elias Frederik Joensen-Mikines (23. februar 1906 í Mykinesi - 21. september 1979 í Keypmannahavn) var ein av Føroya størstu listamonnum. 

Hann varð borin í heim á teirri brimbardu útoynni Mykinesi.  Hann tók sær navnið á oynni til eftirnavn. Alt lívið kendi Mykinesmálarin - ella Mikines, sum vit plaga at rópa hann - seg tætt knýttan at dramatisku náttúruni á síni føðioyggj og at bygdarfólkinum har.

Í 1928 - 1932 fekk Mikines útbúgving sum listamaður á Kunstakademiets Malerskole í Keypmannahavn. Mikines var fyrsti føroyski yrkislistamaður, og av røttum verður havt á orði, at hann er faðir at føroyskari myndlist.

Eftir lokna útbúgving vendi Mikines heim aftur til Føroya, og síðan skifti hann ímillum at búgva í Mykinesi, Havn og Keypmannahavn. Føðioynna vitjaði hann at kalla á hvørjum sumri, hann fann myndevni síni har og aðrastaðni í Føroyum. Undantøk frá hesum eru landslagsmálningar, hann málaði á Bornholm og í Bovbjerg í Danmark eitt skifti í 1960-árunum.

Ein eyðkendur norrønur ekspressionistiskur tóni er í list Mikinesar. Í tíðarskeiðnum 1933 — 1940 er menniskjalig líðing eitt ástøðiligt myndevni. Tann kensluborni listamaðurin kennir deyðans nánd — trý systkin hansara og faðirin doyggja av tuberklasjúkuni. Hartil kemur, at skipbrot og aðrar vanlukkur á havinum raka næstringar hansara. 
Havið tekur mangar Mykinesmenn í bestu árum — skyldmenn, grannar og vinmenn og Mikines tekur á seg byrðuna at lýsa líðingina.
Í monumentalum komposisjónum við einføldum stórum rørslum og døkkum litum málar hann tey, ið eftir sita, um børuna, eftir jarðarferð, í ervi.
Ein røð av sterkum andlitsmyndum er eisini málað hetta tíðarskeiðið, ið uttan iva telist millum hansara mest upprunaligu og týðandi.  Við Edvard Munch kundi Mikines siga: 

Ein drúgv uttanlandsferð í 1937 fekk avgerandi týdning fyri framhaldandi listarligu menning hansara. Ferðin gekk til Bjørgvins, Oslo, Stokkhólmar, Keypmannahavnar, Haag, Amsterdam og París. Íblástur av hesi ferð loysir upp fyri liti og kenslulagi og birtir í eina uppgerð við 1930áranna deyða-myrkur.

Í 1942 tekur Mikines upp ein tátt, ið skuldi gerast hansara lívs avbjóðing: Grindadrápið.  Í stórum fýrnum komposisjónum viðger hann hetta dramatiska myndevni, har lívið og deyðin standa í álvarsligum stríði. Hansara ovurhugaða romantiska sinni ger vart við seg í eini langari røð av litríkum variasjónum yvir hetta tema.

Eftir kríggið broytist listin hjá Mikines.  Ein koloristiskur stílur vellir fram, ið leggur minni dent á ekspressionistiska innihaldið.  Frá hesum tíðarskeiði stava mangir landslagsmálningar - serliga úr Mykinesi.

Miðskeiðis í 1950'unum melur hann tó aftur á blóðið og tekur upp aftur líðingina og deyðan sum myndevni.  Hann skapar tá eina røð av týðandi høvuðsverkum, ið umboða eina hepna samanrenning av ekspressionismuni frá 1930'unum og teirri nýggju kolorismuni. Myndevnini til tey 4 frímerkini í hesi røð eru dømi um hetta.

Listasavn Føroya eigur eitt gott úrval av verkum Mikines, tey verða sýnd fram í Listaskálanum alt árið.




#Article 73: Eivør Pálsdóttir (146 words)


Eivør Pálsdóttir (fødd 21. juli 1983 í Syðrugøtu) er ein føroysk songkvinna. Hon var ársins føroyingur 2004. Hon vann Ársins Songrødd og saman við Clickhaze vann hon Prix Føroyar. Eitt skifti búði hon í Íslandi, har hon fekk plátusáttmála við 12 Tónar í Íslandi. Hon er ein tann kendasta av føroyskum tónleikarum og framførir ymsa staðni í Evropa. Hon hevur ofta fingið sera góð viðmæli. Hennara fyrsta fløga saman við plátufelagnum 12 Tónum í Íslandi nevnist Krákan og kom út í 2003. Eitt tað kendasta lagið er ivaleyst Nú brennur tú í mær. Fyrsta fløgan hjá Eivør kom út í 2000. 18. februar 2010 skrivaði Eivør sáttmála vid Copenhagen Records. Eivør hevur fleiri ferðir vunnið føroysku tónleikaheiðurslønina Planet Awards. Í 2012 vann hon 3 Planet Awards: ársins songkvinna, ársins einstaklingur og fløga hennara Room varð kosin ársins útgáva. Í 2012 varð Eivør tilnevnd til Tónleikavirðisløn norðurlandaráðsins




#Article 74: Atli Pætursson Dam (211 words)


Atli Pætursson Dam (12. september 1932 - 7. februar 2005) føddur og uppvaksin á Tvøroyri, búsitandi í Tórshavn seinastu árini av lívinum, var Føroya løgmaður árini 1970-1981, 1985-1989 og 1991-1993. Foreldur hansara vóru Sigrid Ragnhild f. Strøm, úr Trongisvági og Peter Mohr Dam av Tvøroyri. Hann var giftur við Oddvør Sólvá f. Hovgaard av Tvøroyri. Hann var útbúgvin Maskinverkfrøðingur í 1964. Hann varð valdur á Føroya Løgting í 1970 fyri Javnaðarflokkin í Suðuroyar valdømi. Hann varð valdur inn fyri Suðuroyar valdømi øll árini frá 1970 til 1990, tá hann stillaði upp fyri Suðurstreymoyar valdømi og varð valdur inn har og umboðaði Suðurstreymoy á Føroya Løgtingi árini 1990 - 1994. Hann var Føroya løgmaður fimm ferðir og fólkatingslimur frá 1987-88 og 1990-94. Hann tók seg aftur sum løgmaður 18. februar 1993 orsakað av fíggjarkreppuni og av heilsuávum. Marita Petersen tók við sum løgmaður eftir hann.

Hann var undirstjóri fyri Føroya Realkreditt frá 1981–1985 og aftur frá 1989 til hann doyði í 2005.

Eitt ið verður mett at vera tað størsta ið hann uppnáddi sum politikari, var tá ið hann megnaði at gera eina avtalu við táverandi danska forsætisráðharran Poul Schlutter, at Føroyar kundu yvirtaka undirgrundina og fingu øll rættindini til undirgrundina ið hoyrir til Føroyar. Yvirtøkan av undirgrundini fór fram í 1992.




#Article 75: Kristian Osvald Viderø (975 words)


Kristian Osvald Viderø (ofta bert umrøddur sum Viderø) (27. mai 1906 í Skálavík - 8. apríl 1991 í Keypmannahavn)

Sum so mangir av sínum javnaldrum fór Viderø blaðungur til sjós og var sjómaður í nøkur ár. Men í 1920-árunum fór hann til Keypmannahavnar, har hann tók studentsprógv í 1930 og gudfrøðiligt embætisprógv í 1941. Tann langa lestrartíðin stóðst serliga av vallarahuganum hjá tí unga Viderø. Hesa tíðina reikaði hann runt í Evropa, vitjaði sámarnar í Norðurnoregi, fór so langt eystureftir sum til Volga, reikaði um á Balkan og í Miðeystri, ja enntá eisini í Norðurafrika. Vallarasøgurnar hjá Viderø vóru sera væl umtóktar í Studentafelagnum í Keypmannahavn, har tað sigst, at hann kundi fáa áhoyrararnar at gapa av bilsni og gella av látri.

Í tíðarskeiðinum 1947–52 var Viderø prestur í Hvalvík í Norðurstreymoyar prestagjaldi. 1953-65 var hann í Suðurstreymoyar prestagjaldi, og eina stutta tíð (1965-69) var hann prestur á Viðareiði. Frá 1969 og til hann fór frá vegna aldur var K. O. Viderø prestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi við sæti í Hvalba.

Tað finnast óteljandi søgur um Viderø sum prest, um hansara fráverandi verumáta og tær hugleikandi prædikurnar, sum ofta fóru fram uttan handrit.

Eftir deyða Jákups Dahls varð tað K. O. Viderø, sum fullførdi umsetingina av Bíbliuni úr hebraiskum. Hetta megnararbeiði førdi til fyrstu góðkendu bíbliuútgávu Fólkakirkjunnar á føroyskum í 1961.

Tá Viderø fór frá sum prestur í 1977, fór hann aftur út í heimin at ferðast. Hann var m.a. í Suðurevropa, Miðeystri og Ásia, og kom ongantíð heimaftur til Føroya. Hann doyði í Keypmannahavn í 1991.

Bøkur

Á annað Suðurlandið : ferð mín til Jorsala oman av himni . - Tórsh. : Bókagarður, Emil Thomsen, 1990.

Á Suðurlandið. - Tórsh. : Bókagarður, Emil Thomsen, 1990. 

Ferð mín til Damaskusar. - Tórsh. : Bókagarður, Emil Thomsen, 1997. 

Ferð mín til Jorsala. - Tórsh. : [s.n.], 1957.

Ferð mín til Jorsala / við formæli eftir Sverra Egholm. - Ljósmyndað, offset-endurprent. - Tórsh. : Bókagarður, Emil Thomsen, 1984. 

Ferð mín til Jorsala á himni. - Tórsh. : Bókagarður, Emil Thomsen, 1990. - 2 bind.

Frá landi á fyrsta sinni. - Tórsh. : Bókagarður, Emil Thomsen, 1991.

Saga Eysturoyar. - Tórsh. : Bókagarður, Emil Thomsen, 1994.

Saga Norðuroya. - Tórsh. : Bókagarður, Emil Thomsen, 1994. 

Saga Skálavíkar, Húsavíkar, Skarvanesar, Dals, Skúoyar, Dímunar, Sands, Skopunar, Hestoyar, Kolturs. - Tórsh. : Bókagarður, Emil Thomsen, 1991.

Saga Streymoyar og Nólsoyar. - Tórsh. : Bókagarður, Emil Thomsen, 1994.

Saga Suðuroyar. - Tórsh. : Bókagarður, Emil Thomsen 1994. 

Saga Vágoyar og Mykiness. - Tórsh. : Bókagarður, Emil Thomsen, 1994.

Týðingar

Bíblia : tað er Halgabók : Gamla testamenti og Nýggja / týdd úr frummálunum. - 1. útg.- Keypmh. : Det Danske Bibelselskab, 1961. Týtt: J. Dahl og K.O. Viderø.

Bíblia : Halgabók : Gamla testamenti og Nýggja / týdd úr frummálunum. - 1. [i.e. nýsett] útgáva, 1. uppl.- Keypmh. : Det Danske Bibelselskab, 2000. Týtt: J. Dahl og K.O. Viderø.

Ilionskvæði / J.H.O. Djurhuus [og K.O. Viderø] týddi ; um Ilionskvæði eftir N. Ladegaard Pedersen (Hans Jacob Joensen týddi). - Tórsh. : Mentunargrunnur studentafelagsins, 1967.

Hope, Ludvig
Eitt orð í dag : lestrar til hvønn dag í árinum / Ludvig Hope ; í týðing Kristian Osvald Viderø. -Tórsh. : Emil Thomsen, 2006.

Sámuelsbøkurnar / givið út við studningi frá Føroya kirkjufólki og Danska bíbliufelagnum.- Tórsh., 1953. 
Týtt: K.O. Viderø.

[Prædika] 1. sunnudag eftir trinitatis – Luk. 12, 13 -21 –
Lívið spratt av kærleiks rót : lestrar úr Norðurstreymoy til aðru tekstarøð / lagt til rættis: Axel Tórgarð. - [Hoyvík] : Stiðin, 1995. 

[Prædika] 4. sunnudag eftir trinitatis – Matt. 5, 43 – 48 –
Lívið spratt av kærleiks rót : lestrar úr Norðurstreymoy til aðru tekstarøð / lagt til rættis: Axel Tórgarð. - [Hoyvík] : Stiðin, 1995. 

Árant í Hattarvík farin um tey áttati.
Tingakrossur 1967, nr. 26.

Eg síggi landið.
Lesibók til annan real. - Føroya skúlabókagrunnur, 1967.

Ferð mín til Jorsala.
Føroyskar bókmentir í úrvali 4.- Føroya skúlabókagrunnur, 1986.

Ferð mín til Jorsala.
Varðin 1985.

Fylling tíðarinnar.
Følv 1955.

Guðs dýrd.
Følv 1956.

Hugskot eftir grein av Brimnes presti um fólkakirkjuna og annað.
Dagblaðið 1964, nr. 20.

Hvat er á ferli?
Følv 1962.

Hvør býttlingur kann gerast ríkur – 
Orðið er tær nær / Axel Tórgarð. - Tórsh. : Bókadeild KFUMs, 1992

Jag ser landet.
Noveller från Färöarna. - P.A. Norstedt, 1976.

Jólaaftan í Jerusalem.
Følv 1957.

Jólainngangur.
Hugnalig jól 1965.

Ljós títt kemur.
Følv 1960.

Ljósið.
Følv 1954.

Minningarorð um Rudolf á Skarvanesi.
Tingakrossur 1967, nr. 4.

O, um tú hevði rivið sundur himnarnar og stigið niður!”
Følv 1958.

Og ljósið skínur í myrkrinum.
Følv 1953.

[Prædika] Ólavsøkudag
Lívið spratt av kærleiks rót : lestrar úr Norðurstreymoy til aðru tekstarøð / lagt til rættis: Axel Tórgarð. - [Hoyvík] : Stiðin, 1995. 

Prædika.
Følv 1959.

Sonur er føddur.
Følv 1963.

Tiga og lýða á.
Følv 1961.

Útgivin verk:

Á annað Suðurlandið : ferð mín til Jorsala oman av himni (Bókagarður).

Á Suðurlandið (Bókagarður).

Ferð mín til Damaskusar (Bókagarður).

Ferð mín til Jorsala (Bókagarður).

Ferð mín til Jorsala á himni I (Bókagarður).

Ferð mín til Jorsala á himni II (Bókagarður).

Frá landi á fyrsta sinni (Bókagarður).

Saga Eysturoyar (Bókagarður).

Saga Norðuroya (Bókagarður).

Saga Skálavíkar, Húsavíkar, Skarvanesar, Dals, Skúoyar, Dímunar, Sands, Skopunar, Hestoyar, Kolturs (Bókagarður).

Saga Streymoyar og Nólsoyar (Bókagarður).

Saga Suðuroyar (Bókagarður).

Saga Vágoyar og Mykiness (Bókagarður).

Ikki útgivin verk:

Apokryfirnar (Bókagarður).

Bræv til Karsten Hoydal 1977 (E 715.1).

Bræv til Símunar av Skarði 1927 (E 558.22).

Ferð mín hin síðsta (Bókagarður).

Gilgamesj (Bókagarður).

Hugskot um triðja heimin og tíman frammanundan (Bókagarður).

Ilionskvæði / Homer (Bókagarður).

Jeremias (Bókagarður).

Kosakkar / Leo Tolstoj (Bókagarður).

Kristur á vegum Indialands / E. Stanley Jones (Bókagarður).

Kviða Odyssar / Homer (E 293).

Leiðsøgn handa lestrabørnum (Bókagarður).

Morgunlestrar / Ludvig Hope (Bókagarður).

Nakrar leiðvísanir á siglingarferð lívsins (Bókagarður).

Odysseus kvæði / Homer (Bókagarður).

Prædikur (Bókagarður).

Ævisøga / Maxim Gorki (Bókagarður).

Føroya Landsbókasavn

 Framsýning á Føroya landsbókasavni




#Article 76: Tróndur í Gøtu (175 words)


Tróndur í Gøtu (føddur 945, deyður 1035 í Gøtu)  eisini nevndur Tróndur Gøtuskegg ella Gøtutróndur var ein víkingahøvdingi í Føroyum. Hann er ein av teimum týdningarmiklastu persónunum í Føroyingasaga saman við Sigmundi Brestissyni og øðrum. Hann var ein av máttmiklastu monnum í Føroyum um tað mundi. Hann búði í Gøtu og var sonur Tórbjørn Gøtuskegg og Guðrun, sum var systir Svínoyar Bjarna.

Tróndar kredda:

Sum hon stendur í Færeyinga saga:

Gangat ek einn út,

fjórir mér fylgja

fimm Guðs englar;

ber ek bæn fyrir mér,

bæn fyrir Kristi;

syng ek sálma sjau,

sjái Guð hluta minn.

Sum hon stendur í Føroyinga søgu:

Gangi eg ei eina út,

fýra mær fylgja,

fimm Guðs einglar;

beri eg bøn fyri mær,

bøn fyri Kristi;

syngi eg sálmar sjey,

síggi Guð yvir luta mín.

Sum hon stendur í Sálmabókini:

Givnir eru einglar góðir,

ganga ei eg eina má,

ferðum mínum fylgja fróir

fagrir einglar Guði frá;

biði bøn eg, fyri Krist

bera mína bøn teir vist;

syngi sálm eg Guð at æra,

sær hann til mín lut at varða.




#Article 77: Teitur Lassen (1307 words)


Teitur Lassen (f. 4. januar 1977) er ein tann fremsti føroyski sangarin og hevur yrkt nógvar sangir. Hansara tónleikastílur er singer/songwriter. Hann hevur í samstarvi við altjóða plátufelagið Universal givið út eina stórtseljandi fløgu (selt umleið 45 000 eintøk) undir heitinum Poetry and Aeroplanes. 

Teitur. Er hann nevndur, er hann kendur. Teitur hevur altíð fingist við tónleik. Hann lærdi at spæla orgul sum 13 ára gamal. Fyrstu ferð føroyingar hoyrdu um Teit Lassen var í samband við bólkin Mark No Limits, har fólk sum Mark Joensen og Malan Eyðunsdóttir spældu við. Teitur var forsangari. Bólkurin luttók í Prix Føroyum í 1997 og endaði við at vinna kappingina.
Mark No Limits spældi mest lættisoppa- og søtan popp við fangandi rútmum. Síðani hoyrdi man lítið og einki frá Mark No Limits, og til endans fór bólkurin hvør til sítt.
Bæði Malan Eyðunsdóttir, Mark Joensen og Teitur byrjaðu hvør sítt solo-projekt. Teitur royndi seg við fløguni “Sólin og regnið”, ið kom út í 2002. Teitur flutti til London. Tá fór hann at liva av tónleikinum hjá sær. Tað gekk so mikið væl hjá honum, at hann og Universal Records skrivaðu undir sáttmála í 2003, og hann fekk Christian Ulf-Hansen sum umboðsfólk. Teitur gav fløguna “Poetry and Aeroplanes” út í 2003 á plátufelagnum Universal Records. Teitur spældi løg av tí nýggju fløguni í sambandi við Prix Føroyar 2003, men hetta var ikki væl móttikið av lurtarafjøldini. Tá fløgan kom út tveir mánaðir seinni, varð hon sera væl móttikin í Føroyum, har Teitur var við at gerast tað heilt stóra innan føroyskan tónleik. Sáttmálin hjá Teiti við Universal varð ikki tikin í álvara millum almenningin, fyrrenn fløgan kom út. Teitur túraði í USA í 2004 og 2005. Hildið varð, at sáttmálin og fløgan fóru at geva Teiti eitt altjóða gjøgnumbrot, men ístaðin bleiv hann bert eitt av teimum mongu listafólkunum, Universal Records hevur sáttmála við. Á vári 2006 ljóðaðu tíðindini um, at Teitur var farin frá Universal orsakað av trupulleikum við rættindum o.l. Stutt aftaná kom Teitur við fløguni ((Stay Under the Stars)), sum kom út á nýstovnaða plátufelagnum ((Arlo  Betty Recordings ltd.)) í samstarvi við Playground Music. Teitur stovnaði við Christian Ulf-Hansen Arlo  Betty recordings Ltd. Plátufelagið eitur eftir tveimum gittarum hjá Teiti. “Stay under the Stars” gjørdist beinanvegin tað heilt stóra. Sangir sum “Louis, Louis” og “Don´t want you to wake up” rungaðu í útvarpinum. Teitur fór konsertferðir til USA og Kanada, hann spældi nógv í norðanlondum, og hann var við í nógvum sjónvarps- og útvarpssendingum. Tá hóvastákið, ið “Stay under the Stars” hevði við sær, var við at leggja seg, kom Teitur út við einari føroyskari fløgu: “Káta Hornið”. Fleiri ummælarar undraðust á, hví Teitur vendi aftur til tað føroyska málið. Teir hildu, at hendan fór at vera ein fusari í sama stíli sum “Sólin og regnið”, men so varð als ikki. “Sólin og regnið” og “Káta Hornið” eru torførar at samanbera. Stílurin er heilt ymiskur á teimum báðum fløgunum. Tá ið “Káta Hornið” kom út, vóru yvirskriftir sum “Meistaraverkið hjá Teiti” og “Vælkomin heim, Teitur” at síggja í fjølmiðlunum. Fløgan bleiv skjótt tað heilt stóra, og Teitur víðkaði sína lurtarafjøld.
Danish Music Awards er eitt award-show, ið verður hildið í Danmark. Teitur vann heitið sum besti sangari í Danmark í 2007. Mæt nøvn sum Simon Kvamm, Troels Abrahamsen og Thomas Helmig vóru nominerað til sama heiti. Men havnardrongurin vann á teimum øllum og valdi at halda sína takkartalu á føroyskum.

Síðan hevur Teitur útgivið fløgurnar The Singer (2008) og Let the Dog Drive Home (2010). Fløgan The Singer vann ein prís á Danish Music Awards 2009 í bólkinum Ársins danska Singer/Songwriter útgáva.

Teitur Lassen hevur givið 6 fløgur út. Av tí at Teitur longu var kendur millum føroyingar sum forsangarin í Mark No Limits, vóru fólk varug við fløguna “Sólin og regnið”. Hon er ikki marknaðarførd á sama hátt sum hansara nýggjaru fløgur, og lættari er at kenna seg aftur í tekstunum í teimum sangunum. Sangirnir vórðu skrivaðir samanhangandi á sumri 2002, tá Teitur var heima í summarfrí. Teitur heldur sjálvur, at hetta ikki er ein rættilig Teitur-fløga. Fyrsta Teitur-fløgan kom út í 2003 og er nevnd “Poetry and Aeroplanes”. “Poetry and Aeroplanes” varð væl móttikin av flestu ummælarum og lurtarum. Hendan fløgan var tann, ið var grundvøllurin hjá Teiti í altjóða høpi. Fløgan varð sera væl seld í Amerika. “Poetry and Aeroplanes” varð sera væl marknaðarførd, og Teitur spældi nógvar konsertir í sambandi við útgávuna.
Onnur Teitur-fløgan varð nevnd “Stay under the Stars” og varð givin út í 2005. Her heldur Teitur fram við sínum søgum um lívið, heimin og kærleikan. Fløgan var á top 10-listum í Danmark, og Teitur varð biðin at spæla á fleiri festivalum í Evropa. Hóast Stay Under the Stars hevur selt betur í Evropa enn “Poetry and Aeroplanes”, so er søgan júst tann øvugta í USA, ið annars hevur verið kjarnumarknaðurin hjá Teiti. 

 

Teitur hevur fingið nógv rós fyri útgávuna »Káta hornið«, har hann aftur roynir seg á føroyskum, og viðger føroyska samfelagið anno 2007. Fløgan er uppkallað eftir Káta Horninum í Tórshavn. Á fløguni tekur Teitur veruliga blaðið frá munninum og sigur sína hugsan um nógv føroysk viðurskiftir. Hann syngur um vantandi tolsemi og religiøsa fanatismu í Føroyum; um málsligt snævurskygni, og at Havnin í roynd og veru er ein lítil bygd, hóast havnarfólk alla tíðina royna at sannføra bæði seg sjálvi og onnur um tað øvugta. Fløgan er tann einasta, ið hevur megnað at fingið 6 stjørnur út av 6, tá ið fløgur verða ummældar í Dimmalætting:

 

Hetta skrivaði Uni Leitisstein Hansen, tá hann ummældi nýggju fløguna hjá Teiti í Dimmalætting.

 

Hóast “Káta Hornið” ikki verður mett sum tann mest lurtara- ella útvarpsvinarliga Teitur-útgávan, verður hon sæð sum ein heit, livandi og ótrúliga væl samanskrúvað fløga, ið hevur nógv á hjarta og bara veksur við hvørjari gjøgnumspæling.

Sólin og regnið		        2002
Poetry and Aeroplanes		2003
Stay under the Stars		2006
Káta Hornið			2007
The Singer			2008
Let the dog drive home		2010

Í 2007 fór Teitur í holt við triðju enskt-mæltu fløguna, sum hevur heitið ((The Singer)). Hendan fløgan varð upptikin á Gotlandi í Svøríki. Tróndur í gøtu hevur lagt løgini til rættis saman við Teitur. Teitur fór á turné, og hevði heiðurin at opna størsta pallin, Orange Scene, vid sanginum Fishlips, á Roskilde Festival 2008.

Á ein hátt ber til at siga, at Teitur við »Káta horninum« gongur í fótasporunum hjá Kára P. í 70'unum og Frændum í 80'unum. Hann er vorðin røddin hjá sínum ættarliði. Ein rødd, ið viðger tíðarinnar rák, tvístøður og setur orð á kenslur og spenningar, sum bilgjast í yngru ættarliðunum. Hetta er ein leiklutur, ið klæðir Teiti, sum við sínum tónlistarliga virki longu er gingin undan og hevur kveikt eina trúgv á egin evni í ungum føroyingum.

Teitur viðger evni, ið eru uppi í samfelagnum. Hetta ger hann á ein heilt serstakan hátt. Tá ið hann syngur er tað stutt og greitt orðað. Hann hevur ein boðskap, ið hann sendir út til áhoyrararnar. Tørvur er á einum stuttum og greiðum boðskapi. Hettar tosar til ungdómin og aðrar áhoyrarar. Man fær ein steðg frá øllum tí háfloygda og tí, ið er lýst út í æsir.
Stílurin er singer/songwriter, ið er algongdur um allan heim. Øll ljóð, ljóðføri, og orð skapa ein ávísan dám og søgu. Teitur hevur í øllum stillum greinað og neyvkannað arvaeginleikarnar hjá heimliga tónleikarliga dýrgripinum, sum hann er uppvaksin við gjøgnum Útvarp Føroya. Hann hevur brúkt hesa vitan til at genspleysa feita, føroyska retro-úttrykkið, ið myndar »Káta hornið« tónlistarliga. Hetta eru Tey av kamarinum, Faroe Boys, Simmi, Birni Dam, Havnarkórið, Hermann Jacobsen, Kári P. og Hanus G. Hetta er tapet frá 50- og 60-unum og eitt sindur modni lukturin av gomlum teppi heima hjá ommu og abba. Hetta eru »Kvøðuljómarnar til sjófólkið« ein gráan, regnvátan sunnudag. Hetta er seigt, slavið og sorgblítt. Hetta er føroyskt, men mest av øllum, hetta er meistarligt.




#Article 78: Föroya Bjór (179 words)


Föroya Bjór er føroyskt bryggjarí. Við meiri enn hundrað árum á baki er Föroya Bjór ein av teimum elstu fyritøkunum í Føroyum. Tá Símun í Vági fór til Danmarkar í 1883 at læra til bakara, lærdi hann samstundis at bryggja øl. Fimm ár seinni byrjaði hann sína egnu fyritøku. Eftir at hava arbeitt sum bakari, bryggjari, bóndi og reiðari í næstan 50 ár doyði hann 72 ára gamal í 1935. Sonurin, Einar Waag eldri, sum eitt skifti var løgtingsmaður, tók yvir og bygdi bryggjaríið út fleiri ferðir, áðrenn hann fyri gott 30 árum síðani læt triðja ættarlið koma til.

Föroya Bjór røkir umleið 70 prosent av føroyska marknaðinum fyri pilsnarøl og 60 prosent av gulløli.  Meiri enn onnur hvör sodavatn, ið verður drukkin í Føroyum, kemur frá Föroya Bjór.

Umleið 40 fólk arbeiða á Föroya Bjór, harav 16 á skrivstovuni og bryggjarínum í Klaksvík.

Beiggarnir Einar og Heini Waag hava átt hvør sína helvt av felagnum fram til desember 2008, tá ið Heini valdi at selja sín part til Einar. Einar Waag er tískil einsamallur eigari av Föroya Bjór.




#Article 79: Mál (762 words)


Eitt mál kann sigast at vera ein kota hjá tjóðum og fólkum til at senda boðskap við. Menniskju brúka málið til at samskifta við hvønn annan, fyrst og fremst við talu men eisini á skrivt ella við teknum. Málið er sett saman av orðum, og hvørt orðið hevur ávísa merking. Í øllum heiminum eru um 6-7000 mál. Føroyskt er eitt av heimsins minstu málum av talaðum málum. Nógv smá mál kring heimin verða ikki talaði longur.

Mál er neyðugt amboð í politiskum, fíggjarligum og mentanarligum virksemi; alt meir sum eitthvørt tjóðmál breiðir seg, alt meir økist sostatt veldið og ávirkanin hjá tjóðini. Nú royna Stóra Bretland og USA at víðka nýtsluna av enskum, og hetta fær ikki verið uttan samband við royndina at víðka teirra megi og ávirkan. Sagt verður, at franskir myndugleikar stúra fyri, hvussu tað gongur aftur á hondina við tí franska málinum. Hetta er, tá ið samanum kemur, ikki bert eitt málsligt vandamál, men rakar eisini franskt vald og franska ávirkan á heimsins leikpalli.

Málvísindini verða nevnd málfrøði. Summir málfrøðingar vilja vera við, at um eini 100 ár eru helmingurin av teimum o.u. 6000 tungumálunum, ið eftir liva í heiminum, deyð. Og tað er ikki bert málini, ið doyggja; eisini øll tann fjølbroytta mentan, ið livir og er treytað av einum máli, doyr við tí. Vandin er tann, at málið hjá teimum, ið politiska og fíggjarliga valdið hava, trokar seg inn á málið hjá teimum minni mentu, ikki tí at tað málsliga er nakað betri, men stutt sagt tí at tað umboðar vald. Í samskifti, har ið luttakararnir hava ymisk móðurmál, men allir bert nýta eitt teirra, er valdið lagt í hendurnar á tí, sum hevur hetta málið til móðurmál; men trupulleikarnir, ið standast av málsligum smámunum og vantandi kunnleika í samskiftismálinum eru latnir teimum, sum ikki hava hetta samskiftismálið til móðurmál. Harafturat verður við heimsmálum ikki bert framt málslig, men við lít eisini mentanarlig kúgan.

Málið hevur tvær funksjónir:

Hesar báðar funksjónir hava tvær mótstríðandi avleiðingar: Samskiftisfunksjónin hevur við sær at tað verður meiri standardisera og eins, meðan identitetsfunksjónin hevur við sær fjølbroytni og variasjón.

Tá mann sendir boðskap við máli, so er tað grundleggjandi fýra endamál:

Í málinum er vanligt at skilja í millum týdningin av orðum

Tá mann greiðir mál, býtur mann málið upp í:

Málið skal; vera passandi, hava gjøgnumskygni, fella væl og vera rætt. Málið ger, at fólk í felag geva sær far um, tað sum tosað verur um, og at fólk kunnu samskifta um hvat sum helst; bæðið veruligt og óveruligt, í og uttanfyri støðuna, tey sjálvi eru í.

Vit kunnu gera vart við okkum, við tí samma málsliga mynstri men við ymiskum ljóðum - accent. Hvørja dialekt mann nýtir, veldst um hvagani mann er, men eisini hvussu vil vera viðgjørdur av móttakaranum. Harafturat veldst tað um evni, samskiftismiðil, og hvat mann væntar av málinum.

Eitt, sum verður nógv nýtt í málinun uttan at mann ger sær far um tað, er metonymi. Tað er, tá mann nýtir eitt orð, men orðið merkir meiri, enn grundtýdningurin. Dømi: Hann gongur á Hoydølum. Hoydalar í hesum døminum merkir studentaskúlin, sum liggur í Hoydølum. Annað dømi: Halldor Laxness liggur á hylluni. Tað er ikki persónurin, sum liggur á hylluni, men ein bók, har hann er rithøvundur til, sum liggur á hylluni.

Mann varierar hvat mál og dialekt mann nýtir, alt eftir hvør tað er, mann tosar við. Her sipast til individualisering og fløktar sosialar identitetir. Sosialur status ger av hvussu rætt orðini mann nýtir eru. Verða orð nýtt, sum vera nýtt av fólkum av høgum sosialum statusi, so verða hesu orð góðtikin og sæð sum at vera røtt. Tað vil siga, í hesum sammanhengi snýr tað seg ikki um at tey røttu orðini vera vald útfrá innlitið, men meiri av tilvild. So sjálvsmyndin ella identiturin, sum mann ger av sær sjálvum gjøgnum málið, ikki kann koma fyri uttan so, at mann samanber og metir um sosialar bólkar.

Málið verður eisini ávirka av útlandinum. Hvussu mann sær uppá aðrar tjóðir og mentanir hevur nógv at gera við makt og dominans. Tey mál, sum mann sær upp til, lænir mann orð og hættir frá. Til dømis íslendskt hevur havt eina ávirkan á føroyskt.

Í 1929 komu granskarar framm eini hypotesu, sum er uppkallað eftir teimum, sum sigur at fólk eru avmarkaði, tá tað snýr seg um, hvat tey kunnu hugsa, alt eftir hvat mál tey nýta. Tað er ógjørligt at hugsa tankar sum málið ikki loyvir. Málið er sum ein ramma, har hugsaðu tankarnir ikki kunnu fara út um. Vísindin er ikki komin til nakað endaligt svar um hetta.




#Article 80: Stavrað (215 words)


Eitt stavrað er eitt rað av bókstavum. Hvør bókstavur umboðar eitt ljóð. Bókstavirnir eru antin sjálvljóð ella hjáljóð. Tað føroyska stavraðið sær soleiðis út:

A Á B D Ð E F G H I Í J K L M N O Ó P R S T U Ú V Y Ý Æ Ø

Í føroyskum teksti síggjast kortini av og á aðrir stavir, til dømis c, q, ü, w, x, z, å og þ, tá ið fremmandaorð verða endurgivin. 

Tvíljóðini eru: EI EY OY

Ymisk mál raða (en: lexiographical ordering) mangan orð ymiskt, eisini um málini nýta somu stavir. 

Á teldu kann raðan av orðum gerast á føroyskum við at áseta locale, 
t.d. export LANG=fo_FO.utf8 (-sourceforge: ), 
áðrenn raðan verður framd, til dømis við sort (- en.wp: ). 

Í forritum ávirkar locale funkur sum strcoll og wcscoll. (- en.wp: )

Føroyskar orðabøkur hava nýtt ymiska stavraðan yvir tíð. Til dømis er á viðhvørt raðað sum stakur stavur eftir a, og viðhvørt sum javnsett, men fylgjandi eftir, a. 

Í Orðafar () verður mælt til at stavraða bøkur og greinir, fólkanøvn, landafrøðilig nøvn o.s.fr. sum víst niðanfyri.

Stakir stavir í føroyskari stavraðan eru tá hesir

Har skilt verður millum stórar og smáar stavir, verða stórir stavir vanliga raðaðir undan smærri.

Tøl 0,1,2,3,4,5,6,7,8,9 vera vanliga raðað undan stavum.




#Article 81: Niels Ryberg Finsen (163 words)


Niels Ryberg Finsen (føddur 15. desember 1860 í Tórshavn, deyður 24. september 1904 í Keypmannahavn) var føroysk-danskur lækni. Finsen er einasti føroyingur, ið hevur fingið Nobelvirðislønina (læknafrøði, 1903). Læknaprógv frá 1890. 

Hann var sonur Hannes Finsen, sum var amtmaður í Føroyum 1871–1884. Hannes var av íslendskari ætt, við røtum í íslandi heilt aftur til 10.øld. Móður Niels Finsen, Johanne Fröman var eisini frá Íslandi. Niels Finnsen gekk tann fyrsta partin av síni skúlagongd í Føroyum, t.e fólkaskúlan. Hareftir fór hann til Herlufsholm í Danmark, at ganga í skúla. Eftir eitt stutt tíðarskeið í Danmark flutti hann til Reykjavík, Ísland í 1876, her kláraði hann seg væl, sjálvt um hann ikki hevði málsligan førleika, at tosa íslendskt. 

Í 1882 fór Niels Finsen til Keypmannahavnar at lesa læknafrøði, og tók sína endaligu próvtøku í 1890. Sama árið bleiv hann professari í  kropsbygnaðarfrøði á fróðskaparsetrinum í Keypmannahavn, hetta var ein sessur, sum hann segði frá sær í 1893, fyri at leggja meiri orku í sítt vísindaliga arbeiði. 




#Article 82: Sjónleikur (537 words)


Sjónleikur er ein listagrein, har ein ella fleiri sjónleikarar framføra ein ella fleiri leiklutir fyri einum áskoðara ella eini áskoðarafjøld. Framførslan hevur oftast form av einum verki, sum er bygt upp við samrøðum millum persónar og eini søgugongd, sum kemur til sjóndar gjøgnum tað, ið fiktivu persónarnir í verkinum gera og siga.

Sjónleikurin hevur djúpar røtur aftur í mannasøguna. Granskarar føra hesa listargreinina aftur til ritualini, sum vóru partur av frummentanum hjá fyrstu menniskjunum (og kunnu eygleiðast enn í dag hjá sonevndum frummentanum). Hildið verður at hesi ritual hava havt sín uppruna í eini viðføddari trongd hjá menniskjum at endurgeva veruleikan í spæli.

Evropeisk leiklist, sum vit kenna hana í dag, hevur sínar røtur í griksku leiklistini, sum var í hæddini umleið 500-300 f.Kr. Serliga hava harmaleikirnir hjá Ayskylos, Sofokles og Evripides, sum vóru skrivaðir og spældir í tíðarskeiðnum 500-400 f.kr., havt stóra ávirkan á seinni leiklist. Ikki minst tí at grikski heimsspekingurin og vísindamaðurin Aristoteles skrivaði bókina Um yrkingalistina, ið lýsir griksku dramaini og greiðir frá, hvussu eitt drama eigur at vera uppbygt fyri at hava mestu listarligu ávirkanina á áskoðaran. Grikska dramaið og Aristotelesar lýsing av tí gjørdist fyrimynd fyri evropeiska sjónleikaskriving frá renesansuni og fram.

Tað naturalistiska dramaið, sum var í hæddini í tíðarskeiðnum 1870-1900 og framvegis má sigast at vera tað, ið vit uppfata sum normurin, ið øll onnur leiklist verður mett eftir, byggir grundleggjandi á leiklistarfrøðiligu grundreglurnar í grikska dramanum: Har ein høvuðspersónur, sum vit liva okkum inn í, har er ein søgugongd við eini innbygdari konflikt, sum verður spent upp, til hon umleið miðskeiðis í gongdini nær einum punkti, har tað ikki vendist aftur (point of no return), og síðani fylgir ein gongd, har hendingagongdin miðvíst fer ímóti einum enda, sum annað hvørt upploysir konfliktina (hollywood-modellið) ella førir til katastrofu fyri høvuðspersónin (tað siðbundna dramaið). Tann naturalistiski sjónleikurin er førdur víðari við filmslistini, har tað sonevnda hollywood-modellið fyri filmshandritaskriving í stóran mun nýtir grundbygnaðin í naturalistiska dramanum.

Sjónleikurin í nýggjari tíð hevur ment seg í nógvar ymiskar rættningar.  Nógv moderna leiklist er kropslig og nærkast dansinum. Aðrir leiklistaformar leggja dent á tekst og eitt abstrakt, ikki-naturalistiskt úttrykk.

Høvuðsrákini í sjónleikarsøguni eru:

Í Føroyum hevur sjónleikur verið spældur síðani eina ferð í 1780'unum, tá vit fyrstu frætta um sjónleikarframførslu í Havn. Tá spældu studentar Holberg á donskum. Í 1880'unum vóru fyrstu leikirnir skrivaðir og spældir á føroyskum. Havnar Sjónleikarfelag varð stovnað í 1918 og Sjónleikarhúsið var innvígt í 1926.

Frá umleið 1960 fór Havnar Sjónleikarfelag undir miðvíst at menna virksemi sítt listarliga, tá Føroya fyrsti útbúni yrkissjónleikari Eyðun Johannessen fór at arbeiða har sum leikstjóri og sum fyriskipari av skeiðum fyri sjónleikarar. Hetta virksemið helt fram til seinast í 1970'unum.

Yrkissjónleikur kom ikki í gongd í Føroyum fyrr enn í 1977, tá sjónleikarbólkurin Gríma varð stovnaður. Bólkurin hevði ikki egin høli, men leigaði seg inn frá verkætlan til verkætlan. Í 1998 fekk Gríma fyri fyrstu ferð sítt egna sjónleikarhús, tá salurin í Gamla Meiaríi varð tikin í nýtslu. Hóast trong fíggjarlig kor helt Gríma fram við virksemi sínum líka fram til 1. januar 2005, tá Tjóðpallur Føroya byrjaði virksemi sítt og tók yvir hølini.

Tjóðpallur Føroya er ein almennur stovnur og er einasta yrkissjónleikarhús í Føroyum. Tjóðpallurin heldur til í Gamla Meiaríi.




#Article 83: Jens Fink-Jensen (239 words)


Jens Fink-Jensen er føddur 19. desember 1956 í Keypmannahavn, rithøvundur, lýrikari, fotografur og tónasmiður.

Byrjaði sítt rithøvundavirkið innan fagrar bókmentir í 1975 við stuttsøguni Juni 1995. Stuttsøgan stóð at lesa í dagblaðnum ”Information”. Í mai 1976 komu fýra yrkingar ”Hvedekorn” nr. 76/1. 19.10.1981 kom bókin við yrkingarsavninum Verden i et øje. Bókin í óbundnum máli við stuttsøgusavninum Bæsterne kom 5.6.1986. 18.3.1994 kom út barnabókin Jonas og konkylien.

Jens Fink-Jensen er nýmálsligur studentur frá Herlufsholm Kostskole í 1976. Síðani gjørdi hann herðskyldu og næm sær útbúgving í Kongaliga Danska Lívgardanum. Hann gjørdist arkitektur (MAA.,cand.arch.) frá Kunstakademiets Arkitektskole í Keypmannahavn 1986, og tók prógv sum multimediedesignari frá sama staði í 1997.

Sum limur í upprunaliga bólkinum av rithøvundum í 1980-unum, sum savnaðust í bólkin rundan um Hvedekorn blaðstjóran Poul Borum, skipaði Jens Fink-Jensen í 1980 eitt nú saman við rithøvundastarvsfelagnum Michael Strunge, ”NÅ!!80” i Huset, Keypmannahavn.

Jens Fink-Jensen ferðast við multigmedielýrikkshowum - við at lesa upp yrkingar, sýna egin dias og synthesizierkompositiónir á studentaskúlum og festivalum saman við keyboradspælaranum Fredrik Mellqvist og saxofonistiunum Jens Severin.

Jens Fink-Jensen hevur eitt nú gjørt fotoframsýningarnar Sydens Skibe, Bejjing Ansigt, yrkinga/fotoframsýningina OrdBilleder og ljóðdiasshowið Øje på verden – om bøgernes råstof.

Í 1999 kom út yrkingasavnið Nær afstanden, á arabiskum, og var tað Jamal Jumas, sum umsetti til arabiskt. Forlagið Alwah, í Madrid útgav savnið, líka sum nakrar yrkingar herfrá stóðu at lesa í dagblaðnum ”Al-Quds Al-Arabi” (London, 1996) og tíðskriftið ”Nizwa”, Oman í 1999.




#Article 84: Gjaldoyra (328 words)


Gjaldoyra er peningseind í einum landi. Peningur er rætt og slætt pappírslepar og smá metalpetti, sum myndugleikarnir hava givið okkum at gjalda við, tá ið vit keypa. Tað hevur tí einki at siga, hvørjum tað er, vit gjalda við, bara fólk eru samd um virðið á gjaldoyranum. 

Í gomlum døgum hava fólk ymsastaðni í heiminum brúkt til dømis neyt, tubbak, te og metal sum gjaldoyra. Fyri meira enn 2000 árum síðan gjørdu fólk pengar av dýrum metalli, til dømis silvuri og gulli. Men fyri 1000 árum síðan fóru kinverjar at brúka pengaseðlar, t.e. pappírslepar, sum bankin lovaði at taka og lata gull í staðin. Fyrstu kinversku pengarnir vóru gjørdir úr bronsu og høvdu skap sum amboð. Í langar tíðir gav eisini Tjóðbanki Danmarkar henda umbýtingarrætt, men varð hann avtikin í 1931. Elstu myntirnir eru næstan 3000 ára gamlir og eru úr Lýdia í Turkalandi. Í dag eru myntir helst tað, vit kalla smápengar. 

Pengaseðlar eru størri upphæddir, teir eru torførir at falsa og nógv lættari enn myntir. Pengaseðlar eru gjørdir úr serligum pappíri. Vatnmerki er á teimum. Tað sæst, um tú heldur seðilin upp móti ljósi. Stjórnirnar í teim ymsu londunum geva út pengaseðlar og svara fyri virðinum, sum er skrivað á teir. Á seðlunum eru mynstur og myndir, sum eru sera torfør at falsa. Tað er bannað at falsa ella prenta pengaseðlar, og tey, ið falsa pengaseðlar, skulu rokna við harðari revsing. Danski Tjóðbankin hevur einkarrætt at gera føroyskar og danskar pengaseðlar. Fyri at tryggja okkum ímóti falsan, er ein plasttráður ella metaltráður drigin ígjøgnum pappírið. Allir seðlarnir eru eisini talmerktir. Den Kongelige Mønt (partur av Tjóðbanka Danmarkar) hevur eisini einkarrætt at sláa mynt. Hvør einstakur myntur hevur serstakt snið og eitt tal, sum sigur, hvussu nógv hann er verdur, og árið, hann er sligin. Pengaseðlar og myntir hava enn stóran týdning sum gjaldoyra, men reiðipeningur verður alt minni brúktur millum manna, í staðin fara vit at gjalda fyri okkum á annan hátt, til dømis við plastkorti. 




#Article 85: Alisfrøði (159 words)


Alisfrøði er læran um náttúruna í breiðasta høpi. Alisfrøðingar granska samanspæli millum massa, rúmd og tíð og royna at seta hetta í støddfrøðiligar lógir. Vísindini alisfrøði hevur verið nevnd náttúruheimspeki. Navnframir alisfrøðingar hava roynt at svara spurningum, so sum “hvat heldur okkum at Jørðini” ella “hvat er tíð?”. Alisfrøðingar hugsa seg fram til ymisk ástøði og gera royndir. Royndirnar kunnu so prógva, um ástøðið er satt. Royndir at kanna ymisk fyribrigdi kunnu eisini gera, at komið verður fram á nýggj ástøði. Nógv av hesum ástøðum eru so væl prógvað, at tey nú kunnu roknast at vera náttúrulógir. Týskarin Albert Einstein bar í 1905 fram sítt tilmunarástøði, sum m.a. sigur, at einki fer skjótari enn ljósið. Alisfrøði eru vísindi um orku og evni. Tær ymsu greinirnar í alisfrøði fevna um eitt veldugt øki, heilt frá atomum til rúmdina. Stjørnufrøðingar brúka alisfrøðina at fáa greiði á upprunanum og byggingarlagnum í jørðini. Sólini og teimum fjaru stjørnunum. Hesa alisfrøði rópa vit stjørnualisfrøði. 




#Article 86: Sosialurin (416 words)


Sosialurin er eitt føroyskt tíðindablað ið kom út fyrstu ferð 24. mai 1927 sum Føroya Social Demokrat. 14. apríl 1945 til 26. mars 1955 var navnið Føroya Sosial-Demokratur og eftir 2. apríl 1955 var tað Sosialurin. 

Sosialurin kom út fyrstu ferð 24. mai í 1927. Blaðið nevndist tá Føroya Social-demokrat og var málgagn hjá nýstovnaða Javnaðarflokkinum. Navnið broyttist eitt sindur við tíðini, so heitið fekk ein meira føroyskan dám, Føroya Sosialdemokratur, men millum manna varð blaðið stutt og greitt kallað Sosialurin, og í fimmtiárinum varð navnið broytt samsvarandi.

Blaðið virkaði fyrst og fremst sum málgagn fyrstu mongu árini, men mentist kortini til eitt tíðindablað. Hendan menning tók serliga dik á seg í sjeytiárunum, tá fleiri blaðfólk vórðu sett í starv.

Tá blaðið í 1982 flutti í nýggju blaðhúsini á Argjum - við egnari prentsmiðju í kjallaranum, var tað eitt sera stórt framstig.

Gjøgnum áttati- og nítiárini hevur blaðið lagt størri og størri dent á at gerast eitt veruligt tíðindablað og kjakblað, sum kundi hýsa øllum sjónarmiðjum. 

Í 2000 løgdu Sosialurin og Dimmalætting prentsmiðjurnar saman í eina stóra prentsmiðju, sum hevur til húsa í hølum Dimmalættingar. Bæði bløðini arbeiddu í hvør sínum lag við at útbyggja prentsmiðjurnar - men samstarvsviljin vann tó, og báðir partar samdust um at leggja saman prentvirksemið.

Í 2004 gjørdi Sosialurin av at flyta alt virksemið heim í gomlu handilshølini hjá Valdemar Lutzen í Vágsbotni í Havn, sum stóðu klár tann 15. apríl í 2005 - nevnd Miðlahúsið í Vágsbotni.

Í februar í 2006 almannakunngjørdi Javnaðarflokkurin, at hann fór at selja alt blaðvirksemið, sum hevði við Sosialin at gera. Flokkurin var komin til ta niðurstøðu, at flokkurin ikki átti at eiga ein so stóran og týðandi miðil, sum Sosialurin var mentur til at vera. Endalig søluavtala varð gjørd í mai í 2006, tá Sp/F Miðlafelagið, sum leiðsla og starvsfólk á Sosialinum eiga, og Føroya Tele keyptu bæði partafeløgini aftan fyri Sosialin, Sp/F Sosialin og Sp/F Húsið fyri tilsamans 10 milliónir krónur. Á vári í 2008 keypti Miðlafelagið partabrøvini aftur frá Føroya Tele, og eigur Miðlafelagið nú allan partapeningin í Sp/F Sosialinum, sum er lagt saman við Sp/F Húsinum.

Sp/F Sosialurin eigur eisini allan partapeningin í Sp/F Miðlavarpinum, sum í 2007 keypti Rás2.

Frá 2010 eru tað Sosialurin og Nema, sum eiga P/F Prentmiðstøðina í felag. Sosialurin eigur 34 prosent og Nema 66%.

Á vári 2011 keypti Sosialurin VikuBlaðið, sum er eitt lýsingarblað, sum verður borðið í hvørt hús í landinum hvørt mánakvøld.

Sosialurin, Rás2, VikuBlaðið og in.fo verða rikin úr Miðlahúsinum í Vágsbotni.




#Article 87: Átrúnaður (124 words)


Átrúnaður ella religión snýr seg um, at menniskjað á ein ella annan hátt stendur í samband við maktir uttanfyri menniskjað, sum hava ávirkan á lív og umstøður menniskjans. Menniskju hava til allar tíðir havt sinar átrúnaðir. Fra nátturureligion og persónligum spiritualiteti til trúnna á fleiri gudar til trúnna á ein Guð.

Fyri hvønn átrúnað sær kann ein hyggja at ymsum síðum, t.d. læru, ritualum, menniskjafatan, gudsfatan o.s.fr. 

Høvuðsgrein: Átrúnaður í Føroyum

Flestu føroyingar hoyra til fólkakirkjuna. Av teimum, sum hoyra til fólkakirkjuna, eru kanska umleið 10% knýtt at Heimamissiónini. Hin føroyska heimamissiónin er føroyska greinin av Dansk Indremission. Eini 12 % av føroyingum halda seg til Brøðrasamkomuna. Hesi standa fyri tað mesta uttanfyri fólkakirkjuna. 

Í Føroyum eru fleiri trúarbólkar - nógv teir flestu kristnir. 




#Article 88: Kristindómur (461 words)


Kristindómurin varð til fyri 2.000 árum síðan. Stovnari var Jesus Kristus, ið varð føddur í Betlehem í Ísrael. Jesus var føddur jødi, men fór at leggja út jødisku skriftirnar øðrvísi enn teir skriftlærdu. Eftir at hann var deyður, varð læra hansara skrivað niður, og er tann parturin av Bíbliuni, sum verður róptur Nýggja Testamentið. Tey kristnu trúgva á ein Gud, og at Jesus er sonur Guds. At hann reis upp frá deyðum, og at tey, sum trúgva á hann, skulu eiga ævigt lív. Tekn kristindómins er krossurin, sum Jesus doyði á. 

Í fyrstu øld e.Kr. stóð Ísrael undir rómverskum valdi, hóast tað var ímóti jødafólksins vilja. Um ár 30 fór smiðurin, nevndur Jesus, at prædika. Læra hansara varð væl umtókt og mong fylgdu honum. Men høvuðsprestarnir og hinir elstu í jødiska samfelagnum løgdu Jesus undir at spotta Gud og villeiða fólkið. Teir fingu rómverska landshøvdingan Pontius Pilatus at fáa hann fyri rættin. Hann var funnin sekur í gudspottan og krossfestur um ár 33. Viðhaldsfólk hansara hildu hann vera Messias, hin útvalda - á grikskum Khristos, haðan navnið á trúarlæru hansara - kristindómur - er komið.

Ein maður, sum í fyrstuni eldhugaður stríddist ímóti læru Jesusar, men brádliga varð umvendur, var ein lærdur jødiskur tjaldmakari úr Tarsos í Lítlaásia. Hann æt Saul - betri kendur undir navninum Paulus. Lív sítt vígdi hann til at boða nýggju trúnna og gjørdist ein av oddamonnum hennara. Í fyrstuni vóru tað næstan bara tey, sum kendu Jesus og høvdu fylgt honum, ið hugsaðu um krossfestingina og trúðu, at hann var risin upp frá deyðum. Men eftir rættiliga stuttari tíð var læra hansara borin um rómverska heimin, og í 313 var kristindómurin alment góðkendur í Rómaríkinum.

Kristin fólk trúgva, at Bíblian er innblást (inspirerað) av Gudi. Bíblian er býtt í tveir høvuðspartar: Gamla Testamenti (heilaga skrift jødanna) og Nýggja Testamenti, skrivað í 1. øld við ápostlunum sum heimildarmonnum.

Kvødið fyri, at hann doyði, át Jesus sína seinastu máltíð saman við lærusveinunum, og hann breyt breyð og gav teimum at eta og vín at drekka. Allir drukku úr sama kaliki, og hann bað teir gera tað so ofta, teir kundu, til sínar áminningar. Alt frá tí degi hava kristin fólk býtt breyð og vín í einum rituali, sum verður kallað evkaristi, ella altargangur. Evkaristi er grikskt og merkir at veita tøkk 

Ovast á listanum er Norðurkorea, og hetta er sjeynda árið á rað, at Norðurkorea verður mett sum tað mest fíggindaliga landið mótvegis kristindóminum. Har verður sagt, at kristindómurin er skaðiligur fyri landið, vil Open Doores verða við. Felagsskapurin sigur, at umstøðurnar eru vanlukkuligar í Norðurkorea. 50.000 kristin eru í arbeiðslegum, og dagliga verða kristin fólk bukað, pínd ella dripin orsaka av teirra trúgv.

Av teimum 10 londunum ovast á listanum hjá Open Doors eru sjey muslimsk lond 




#Article 89: Ólavsøka (285 words)


Ólavsøka verður hátíðarhildin 28. og 29. juli og er tjóðarhátíð føroyinga.

Í túsund ár hava føroyingar hildið hátíð fyri sameiningini av politikki og kristindómi á deyðadegi Ólavs Heilaga. Hesin Noregs kongur fall í bardaga á Stiklastøðum hin 29. juli 1030 og gjørdist halgimenni norðmanna.

Deyðadagur hansara gjørdist tingdagur føroyinga. Føroyingar vóru teir einastu norðurlendingar, sum settu ting á ólavsøku. Eingin veit rættuliga hví. Men hon verður hildin enn í dag í Tórshavn, tá ið tingmenn, kirkjumenn og høgir embætismenn ganga í skrúðgongu úr Løgtingshúsinum oman í Dómkirkjuna til guðstænastu og niðan aftur í Løgtingið, sum verður sett hvørt ár á ólavsøku. At tinghald og ólavsøka hoyra saman er hjá føroyingum ein næstan túsund ára mentanarlig siðvenja.

Hátíðarhald hevur helst altíð verið í sambandi við tinghaldið. Vit vita frá gomlum keldum, at nógv fólk kom til Havnar á ólavsøku. Sambandið millum Løgting og kirkju er eisini gamalt, tó helst ikki eldri enn 1609, tá ið fyrsta kirkja varð bygd í Tórshavn, úti á Reyni. Í 1673 skrivaði prósturin Lucas Debes, at hvør tingdagur byrjaði við guðstænastu í Havnar kirkju. Núverandi Havnar Kirkja, Dómkirkjan, varð bygd í 1788.

Í dag er skrúðgongan ein fastur partur av ólavsøkuni. Tað tykist at hava verið ógvuliga ymist, sum skrúðgongan hevur verið skipað. Í hvussu er var eingin føst skipan, t.d. um raðfylgjuna. Við hvørt hevur eisini politisk ósemja verið um henda spurning. Tað hevur ikki enn eydnast at fáa eina fasta skipan.
Men kortini - so sæst á hvørjari ólavsøku enn í dag hitt gamla sambandið millum ting og kirkju.

Og hin stóra mannfjøld, sum hvørt ár skoðar skrúðgonguna við løgtingsmonnum, prestum og donskum embætismonnum úr løgtingshúsinum oman í Dómkirkjuna og niðanaftur, væntar at síggja hesa sjón ár um ár.




#Article 90: Santiago de Compostela (101 words)


Santiago de Compostela er høvuðsstaður í tí sjálvstýrandi Galicia, sum liggur í útnyrðingshorninum av Spania, og hevur umleið 94,000 íbúgvar (ár 2008). Býurin er uppkallaður eftir Jakob eldra, ið var ein av teimum 12 apostlunum hjá Jesus. Grøv hansara er í dómkirkjuni (katedralinum) í býnum. Síðan miðøldina hava pílagrímar gingið pílagímsgongu til grøvina. Vanligt er, at fólk ið hava vitja grøvina, seta eina Jákupsskel á klæði síni, sum eitt tekin um at tey hava verið har.

Gamli býarparturin av Santiago de Compostela kom á listan hjá UNESCO yvir heimsarv í 1985. Býurin hevur egið fróðskaparsetur. Í 2000 var býurin Evropiskur mentanarhøvuðsstaður.




#Article 91: Sørvágsvatn (235 words)


Sørvágsvatn, verður í Vágum eisini nevnt Vatnið og í nýggjari tíð eisini Leitisvatn, liggur í Vágum og er størsta vatn í Føroyum, 3,4 km2 til víddar. Sørvágsvatn liggur millum bygdirnar Sørvág, Miðvág og Vatnsoyrar. Vatnið liggur í einum av náttúruvakrastu økjum í landinum. Vanligt hevur verið at fiska síl í vatninum. Undir krígnum var vatnið sjóflogbreyt hjá enskum flogførum, og flúgvarabedingin, sum nú er tilhald hjá húsvognum, ber enn boð um hetta.

Tað liggur í Vágum, stutt frá Vága Floghavn, og kallast Leitisvatn í bygdunum eystanfyri vatnið, meðan sørvingar kalla tað Sørvágsvatn. Sørvágsvatn liggur í 32 metra hædd í einum breiðum dali millum fjøllini á sunnara parti av Vágum. Vatnið er 3,56 km2 í vídd, uml. 6 kilometrar langt og uml. 800 metrar har tað er sum breiðast. Miðaldýpið er 27,5 metrar og har tað er djúpast, 59 m. Frárenslið er tann stutta Bøsdalsá, sum rennur út av berginum í Bøsdalafossi, beinleiðis á sjógv. Suðursíðan av Vágum er illa jarðslitin og eyðkend fyri bratta bjargalendið, m.a. forbergið Trælanípan, sunnanfyri Bøsdalafoss.

Strondin er mest hella og leyst smágrót, men norðasti endin av vatninum hevur sandstrond. Við norðurendan liggur annars einasta innlandsbygd í Føroyum, Vatnsoyrar.

Undir Øðrum heimsbardaga, áðrenn floghavnin varð bygd, nýtti bretska hersetingarvaldið vatnið at lenda á við sjóflogførum, ið vardu føroysku havleiðirnar og annars fluttu manning og tilfar til hernaðarstøðina. Tað finnast enn mangar slóðir og toftir eftir virksemið hjá bretska hervaldinum við Sørvágsvatn.




#Article 92: Føroyska krónan (329 words)


Føroyska krónan hevur sama virði sum danska krónan (DKK). Serligir føroyskir seðlar verða prentaðir til nýtslu í Føroyum, hóast føroyskir myntir ikki verða slignir. Føroyskir pengaseðlar eru viðurkendir, men tá ið Føroyar ikki hava egið gjaldoyra, er ein føroysk króna tað sama sum ein donsk króna.

Undir seinna heimabardaga varð sjálvstøðug føroysk króna stovnsett. Føroyska krónan varð við lóg ásett at vera 1/20 av enska pundinum. Hesi bæði gjaldoyruni vóru tá í einari sonevndari Currency board-skipan, sum merkir, at tvey gjaldoyru ella fleiri eru sett beinleiðis í lutfall til hvørt annað. Minkar eitt í virði, so minkar hitt ella hini við. Orsøkin til stovnanina av føroysku krónuni var týska hersetingin av Danmark. Í Føroyum hildu danskir myndugleikar formliga fram at vera til. Sambært føroyskari løgfrøði varð Danmark ongantíð hersett, men flutt í Amtmansborgina í Havn. Amtmaður umsat so at siga alt, sum danskir myndugleikar undan honum høvdu gjørt. Tí varð krónan ikki avtikin, hon helt fram at vera til, óheft av veruligu donsku krónini. 

Í fyrstu atløgu fingu danskir seðlar eitt stempul frá amtmanni, sum segði frá, at seðilin bara var galdandi í Føroyum. Seinni vóru tó serligir seðlar prentaðir og myntir slignir til føroyska nýtslu. Hesir nýggju føroysku pengarnir vórðu framleiddir í Onglandi. Føroyska gjaldoyrað varð verandi soleiðis líka til 1949, hóast seinni heimsbardagi endaði í 1945. Heimastýrisskipanin kom ikki í gildi fyrr enn í 1948, og ikki fyrr enn eftir hetta varð føroyska krónan broytt til tað, hon er í dag. 12. apríl 1949 kom lóg í gildi, sum ásetir, at Føroyar hava egið gjaldoyra, sum eitur ein króna. Og lutfallið millum føroysku og donsku krónuna er 1 króna = 1 krone. Í lógini verður eisini ásett, at serligir føroyskir seðlar verða prentaðir til nýtslu í Føroyum. Men eingir serligir føroyskir myntir verða slignir. Danskir myntir verða brúktir í Føroyum. Lógin hevur gildi enn. Tí er, sambært lóg, einasta lógliga gjaldoyra í Føroyum hin føroyska krónan (og danskir myntir), sum tó hevur sama virði sum hin danska.




#Article 93: Hetland (579 words)


Hetland (enskt Shetland, skotskt gæliskt: Sealtainn, skotskt: Ȝetland/Zetland) er ein oyggjabólkur norður úr Skotlandi. Formliga er Hetland partur av Skotlandi, sum formliga er partur av Sameinda Kongaríkinum í Stórabretlandi.

Hetland verður ofta roknað sum nærmasti granni hjá Føroyum, men hetta er ikki rætt. Úr Sumbiarenda til vestastu oynna í Hetlandi, Foula (føroyskt: Fugloyggin), eru 150 fjórðingar ella 282 km; men úr Sumbiarenda til North Rona í Hebridunum eru bara 260 km, sum sostatt er nærmasti granni hjá Føroyum. Av oyggjunum í Hetlandi, sum eru 117 í tali, er ein nógv tann størsta, Mainland (Meginlandið). Á henni eru størstu býirnir: Lerwick, 350 ára gamal, og Scalloway, gamli høvuðsstaðurin. 

Hetland var í fornøld bygt av piktum, sum annars vóru í Norðurskotlandi. Men tá norðbúgvar fóru at búseta seg har um 800, vóru piktarnir helst horvnir.

Eins og í Føroyum var eitt Alting, har allir frælsir menn kundu møta og allar ósemjur vóru loystar.

Hetland var ogn hjá norsku krúnuni eins og Føroyar. Men 28. mai 1469 var Hjaltland, sum tað æt tá, pantsett fyri 8000 rínskar gyllin til skotakong. Hetland hevur verið skotsk ogn síðani.

Lógirnar, sum hetlendska Altingið gjørdi í sínari tíð, eru ongantíð settar úr gildi. Hetta merkir, at Hetland verður stjórnað sambært gamlari norrønari lóg, hóast Altingið langt síðani er farið í søguna.

Av 22 limum í Hetlandsráðnum, sum er hægsti myndugleiki í Hetlandi eftir fólkið, eru 5 valdir politiskt (liberal-demokratar). Í Skotska Tjóðartinginum síggjast politiskir flokkar betur aftur. Ein liberal-demokratur er valdur at umboða Hetland beinleiðis við Hetlandi sum valdømi. Men Skotland hevur tvey sløg av valdømum, og Hetland er partur av einum teirra. Í Hálondunum og oyggjunum, sum er eitt valdømi ið umfatar Hetland, eru tveir limir valdir umboðandi Konservativa flokkin, tveir fyri Labourflokkin, ein fyri Grøna flokkin og tveir fyri Scottish National Party.

Málið í Hetlandi er skotskt, men skotska málið í Hetlandi er serstakt og hevur m.a. fleiri norrøn orð enn onnur skotskt málføri, men eisini nógv hollendsk orð, sum úrslit av ovurstórari hollendskari hjáveru í Hetlandi síðan 1540 tá hollendski sildafiskiskapurin við Hetland tók seg upp. Serliga fólk í Lerwick, ið eisini bleiv róptur Amsterdam of the North, dugdu ræðið hollendskt. Fyri tvey- trýhundrað árum síðani var norrøna málið Norn enn tosað av almúguni úti á bygd í Hetlandi, men tá kristna vekingin tók seg upp, fóru hesi at læra seg enskt fyri at kunna skilja bíbliuna, og tá almennur ensktmæltur skúli bleiv settur á stovn í Hetlandi, var síðsta stigið tikið til avtøkuna av norrøna málinum , tey seinastu ið dugdu málið livdu í fjarskotnu oyggjunum Unst og Foula.  Tað sum livir eftir í dag, er serliga staðarnøvn, og nøkur navnorð ið lýsa fuglar, fisk og gamla bóndasamfelagið. Sagt hevur verið at hetlendskir fiskimenn brúktu hetta málið til samskifti í Føroyum, men fleiri keldur vilja vera við, at hesir hetlendingar heldur høvdu lært føroyskt, sum við teirra serliga framburði kundi ljóða sum okkurt fremmant, men tó skiljandi.

Hetland er millum Føroyar og skotska meginlandið. Landslagið líkist nakað aftur í tað í Føroyum, men Hetland er betur vallað, og fjøllini eru ikki so høg, tað hægsta, Ronas Hill, er bara 480 m. Veðurlagið er nakað sum í Føroyum, heldur eitt sindur lýggjari. 

Av teimum 117 oyggjunum eru 19 bygdar. Størsta oyggin er Mainland. Nakrar av hinum eru hesar:

Fair Isle er umleið mitt millum Hetland og Orknoyar, men verður ofta roknað sum partur av Hetlandi og umsitin haðani. Outer Skerries eru eystan fyri oyggjabólkin.

Brennivínsframleiðsla er ein nýggj og lovandi vinna í Hetlandi.




#Article 94: Súsanna Helena Patursson (212 words)


Súsanna Helena Patursson livdi frá 27. august 1864 til 15. desember 1916. Hon er fødd í Kirkjubø og foreldur hennara vóru kongsbóndi Poul Peder Pedersen (Páll Patursson) (1836-1893) og Ellen Cathrine Djonesen (Elin Dalsgarð) (1840-uml. 1866). Helana var fyrsta føroyska kvinnan, sum er kend fyri at stríðast fyri rættindum hjá kvinnum og at arbeiða fyri javnstøðu millum kynini. Hon skrivaði fyrsta sjónleikin á føroyskum máli og útgav fyrsta føroyska blað fyri kvinnur, skrivað á føroyskum. Blaðið nevndist Oyggjarnar. Meðan hon búði í Keypmannahavn bar hon so í bandi, at føroyskar kvinnur eisini kundu gerast limir í Føroyingafelagnum í Keypmannahavn, hetta hendi í 1896. Hon var systir Jóannes Patursson og Sverra Patursson. Hon var ógift og átti ongi børn.

HELENA PATURSSON

Hon ynskti sær sól og summar;
tó aldri ta eydnu fann.
Sóttin hom tærdi livsins rót,
og langliga stundin rann.

Hon vildi fegin hjálpa
og benda á beina leið -
men fólkið svav og tað svevur enn,
og verkið eydnaðist ei.

Nú ynskti hon bert at sova,
brotin á legu hon lá. -
Og deyðin, hann kom á vinarhátt,
streyk henni um eygnabrá. -

Og nú er tað hvíld friður. -
Vár móðir í mold teg fjól.
Gleði teg Harrin á evstu stund,
hann gevi summar og sól

(Hans Andrias Djurhuus, 1917)




#Article 95: Benadikt XVI (131 words)


Bænadikt 16. pávi varð føddur Joseph Alois Ratzinger hin 16. apríl 1927 í býnum Marktl am Inn í Týsklandi. 86 ára gamli Ratzinger er konservativur, trúgvur móti lærusetninginum og berjist hart móti liberaliseringum í rómversku-katólsku kirkjuni. Hann var erkibispur í München, áðrenn hann gjørdist leiðari í deildini hjá Vatikaninum fyri spurningar um lærusetningin. Hesa støðuna brúkti hann millum annað til at berja niður suðuramerikonsku frælsisteologina, sum var ávirkað av marxismu. Ratzinger er kendur fyri at hava verið høgra hond hjá Jóannesi Páll 2. páva. 

Tann 85 ára gamli pávin Bænadikt 16. almannakunngjørdi 11. februar 2013, at hann fór frá sínum embæti, sum tann fyrsti pávin síðani Grækaris 12. í 1415. Orsøkin er, at pávin ikki longur metur seg hava heilsu til at halda fram. Eftir maður hjá honum gjørdist Frans pávi.




#Article 96: Katólsk kirkja í Føroyum (394 words)


Katólska Kirkjan í Føroyum telur umleið 270 fastbúgvandi katolikkar úr umleið 23 ymiskum londum (2017). Miðdepil fyri katólsku kirkjuna í Føroyum er Mariukirkjan í Tórshavn. Føroyingar verða tiknir upp í kirkjuliði við jøvnum millumbili, seinast var í juli 2020. Hin kendasti man einahelst vera William Joensen úr Sumba, bróður Pól F. Hann og Kinn Magnussen umboðaðu Føroyar, tá Jóannes Páll 2. pávi var í Danmark í 1989. Bæði vóru í føroyskum búnum, og bæði upplivdu tey at fáa tað heilagu kommuniónina frá Jóannes Páll páva. 

Árið 999 sendir Ólavur Tryggvason, kongur í Noregi, Sigmund Brestisson til Føroyar saman við prestum at skíra fólkið og kenna teimum tað fremsta í teirri kristnu trúgv. Innihaldið í kristindóminum, kirkjulæran, var rómversk katólsk.

Í árinum 1100 verða Føroyar skipaðar sum eitt bispadømi, og í 1111 varð fyrsti bispurin settur í Kirkjubø, har bispasetrið var. Har sótu tey næstu 400 árini 34 katólskir bispar.

Tann seinasti av hesum var Ámundur Ólavsson, sum sat í embæti sínum til í 1538. Christian III hevði avtikið norska ríkisráðið í 1535, og gjørt Noreg (og Føroyar) til danskt land. 1537 avgjørdi kongur, at trúbótin skuldi galda fyri Noreg og hervið eisini fyri Føroyar. Við siðaskiftið varð gamla biskupsembætið avtikið, somuleiðis prestaskúlin; og øll tann jørðin, sum katólska kirkjan átti í Føroyum, fór undir kong. Kirkjumálið varð danskt.

Eftir trúarfrælsið í 1849 vórðu royndir gjørdar at stovna katólsku kirkjuna aftur í Føroyum. Georg Bauer prestur, slektaður úr Bayern, kom til Føroyar í 1857. Hann bygdi eina kirkju í Rættará. Tá Bauer prestur umleið 1880 fór úr Føroyum, var eingin at taka við starvi hansara. Í 1900 var bert ein katolikkur í Føroyum. Hetta var ein kona, sum búði á Hvítanesi.

Í 1931 varð katólska kirkjuliðið endurreist. Tveir nýlærdir prestar, E. G. Boekenogen og Thomas King, vildu fegnir átaka sær starv í Føroyum. Í húsi Fransiskanasystranna, ið komu til Føroya sama árið, varð ein lítil kirkja vígd tann 23. mai 1931. Millium tey fyrstu, ið leitaðu til kirkjuna, vóru nøkur gomul, sum í barnaárunum komu í kirkju hjá Bauer presti. 

Skjótt var kirkjan í Bringsnagøtu ov lítil, og saman við tí nýggja skúlanum, Sankta Frants skúla, sum Fransiskanasystrarnar lótu byggja eftir tekning hjá H.C.W. Tórgarð, arkitekti, varð eisini bygd ein vøkur kirkja, ið var vígd 19. desember 1933.

Nýggja sóknarkirkjan, Mariukirkjan, stóð liðug í 1987 og var vígd við eini eukomeniskari gudstænastu í august 1987. 




#Article 97: Javnaðarflokkurin (810 words)


Javnaðarflokkurin varð stovnaður 25. september 1925. Flokkurin er ein sosialdemokratiskur flokkur á Løgtingi.

Javnaðarflokkurin átti inntil 2006 tíðindablaðið Sosialin. Blaðið varð selt til P/F Miðlafelagið, sum leiðsla og starvsfólk á blaðnum eiga. Síðani hevur P/F Miðlafelagið selt ein triðing av blaðnum til Føroya Tele.

Flokkurin broytti í 2010 navn frá Føroya Javnaðarflokkur til Javnaðarflokkurin.

Føroyski Javnaðarflokkurin varð grundaður í 1925.

Í høvuðsheitum vóru tað teir somu, sum frammanundan høvdu lagt lunnar undir Socialistisk Ungdomsforbund (SUF) og Thorshavn Arbejderforening, ið tóku stig til at stovna flokkin. Tað er eisini mangt, sum bendir á, at gott samband var við danska Javnaðarflokkin, meðan fyrireikingarnar til floksstovnanina fóru fram.

Nakrar mánaðir seinni stovnaðu fólk á Tvøroyri felagið Froðbiar Sóknar Javnaðarfelag. Petur Mohr Dam var ein av høvuðsforsprákarunum.

Í báðum førum eru tað somu fólk, sum vóru við til at stovna fakrørsluna her á landi, sum eisini gingu á odda at stovna javnaðarfeløgini.

Sum kunnugt var Petur Mohr Dam lærari á Tvøroyri. Hann hevði eisini tætt tilknýti til arbeiðarafelagið á Tvøroyri Enigheden, har hann óløntur starvaðist tað mesta av ævi síni.

Í 1926 gingu bæði javnaðarfeløgini saman um at stovna Føroya Javnaðarflokk við egnari politiskari skrá, sum í høvuðsheitum fylgdi hinum norðurlendsku javnaðarskráunum. Men henda skrá varð víðkað við 11 punktum, sum vóru um serføroysk mál. Týdningarmestu av hesum 11 punktunum vóru krøvini um nýggja og fólkaræðisliga útbúgvingarskipan, ein almennan fiskivinnubanka, umfatandi almannaverk, útstykking av almennari jørð til fæloysingar og almannager av stórhvalaveiðini.

Til løgtingsvalið 1928 stillaði Javnaðarflokkurin upp fyrstu ferð. Men til fólkatingsvalið frammanunadan stillaði M. S. Viðstein upp móti tí frammanundan trygga valevni Sambandsfloksins Andrassi Samuelsen. M.S. Viðstein gav Sambandsflokkinum veruliga kapping.

Tann 23. januar 1928 fekk Javnaðarflokkurin 671 atkvøður um alt landið t.e. 10, 6% av atkvøðunum og tvey umboð á ting nevniliga Petur Mohr Dam av Tvøroyri og M. S. Viðstein úr Tórshavn.

Fyrstu árini vóru merkt av tætta samstarvinum millum flokkin og fakfelagsrørsluna, og tað eyðkendi eisini politikk floksins á tingi. Hetta sást aftur í uppskotum um tjóðartøkur, arbeiðsloysistuðul, almannaskipanir, broyting í jarðarviðurskiftunum og uppskotum um nýggja og øðrvísi skúlaskipan. Men við tí stóru borgarligu yvirvág, sum var í tinginum, hevði flokkurin smáar møguleikar at fáa ávirkan á førda politikkin. Men harafturímóti hevði politikkur Javnaðarfloksins á tingi stóra ávirkan á vanliga fólkið, sum livdi undir verri og verri korum øll tríatiárini. Flokkurin fekk eisini stóra framgongd til valið 1936, tá tað eydnaðist at fáa 6 limir valdar, 1 úr Eysturoy, 1 úr Suðurstreymoy, 1 úr Sandoy og 3 úr Suðuroy.

Tey fyrstu árini vóru ikki uttan innanhýsis trupulleikar. Flokkurin hevði ilt við at halda lív í floksblaðnum Føroya Social-Demokrat. Hugsjónarlig ósemja fór eisini at gera um seg millum ein part við M. S. Viðstein, sum vildi halla seg til 3. Internationala, og ein annan við Petur Mohr Dam á odda, sum vildi fylgja sjónarmiðunum hjá norðurlendsku arbeiðararørsluni. Hetta innanhýsisstríð hevði við sær, at M. S. Viðstein í 1936 fór úr flokkinum og úr politikki. Hann livdi restina av lívi sínum sum typografur og skald. Síðandi leiddi Petur Mohr Dam flokkin við myndugleika og dugnaskapi til deyða sín 8. november 1968.

Javnaðarflokkurin tók virkin lut í fyrireikingunum, sum førdu til Heimastýrislógina 1948. Javnaðarflokkurin tók av fullum huga undir við Heimastýrislógini og hevur virkað undir henni síðan. Flokkurin ásannar tó, at tíðin nú er komin at loysa Heimastýrislógina av við nýggja tíðarhóskandi lóg, Sjálvstýrislógina.

Javnaðarflokkurin luttók í fyrsta landsstýrinum eftir nýggju skipani, men fór úr landsstýrinum 1950, og aftaná at hava verið andstøðuflokkur í 8 ár eydnaðist tað at fáa eitt gott val 1958. Flokkurin fekk umboð í øllum valdømum uttan Norðstreymoy - tilsamans 8 - og gjørdist størsti flokkur. Petur Mohr Dam gjørdist løgmaður í samgonguni við Sambandsflokkin og Sjálvstýrisflokkin.

Í tíðini eftir gjøgnumbrotið 1958 hevur Javnaðarflokkurin luttikið í øllum landsstýrum, uttan 1963-67, 1981-85, 1989-91 og 1996-04. Síðani valið í 2004 hevur Javnaðarflokkurin havt leiðsluna av samgonguni millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.

Javnaðarflokkurin er limur í Norðurlendsku Arbeiðararørslusamtakinum (SAMAK) og hevur møtirætt í Socialistisk International (SI).

SU, Sosialistiskt Ungmannafelag, varð stovnað í 1965. Tað er politiskt ungmannafelag við tilknýti til Javnaðarflokkin. SU er umboðað í leiðslu floksins á líkaføti við øll valfeløgini hjá flokkinum. SU stuðlar Javnaðarflokkin í flestu viðurskiftum, men hevur eisini havt serstøðu um serstøk politisk mál. SU er limur í FNSU, Sosialistisku Ungmannafeløgini Í Norðurlondum, og IUSY, Alheims Felagsskapurin Hjá Ungsosialistum.

Javnaðarflokkurin stovnaði blaðið Føroya Social Demokrat, sum kom út fyrstu ferð 24. mai 1927. Seinni bleiv hetta til tíðindablaðið Sosialurin, har millum blaðstjórarnar kunnu nevnast Vilhelm Johannesen og Jan Muller. Blaðið var ogn floksins heilt fram til 2006. Í hesum tíðarskeiðið gjørdist Sosialurin størsta tíðindablaðið í Føroyum. Nýtt felag myndað av blaðleiðslu, starvsfólkum og Føroya Tele yvirtóku Sosialin og reka hann í dag sum fjølmiðlafyritøkan Miðlahúsið.

Á løgtingsvalinum 31. august 2019 fekk Javnaðarflokkurin 7 tingfólk vald.

Niðanfyri verða nevnd tey ið vóru vald inn fyri Javnaðarflokkin, eisini løgtingslimir ið seinni gjørdist leysgangarar ella fóru í annan flokk.




#Article 98: Nýtt Sjálvstýri (1197 words)


Sjálvstýri (fyrr Sjálvstýrisflokkurin og Nýtt Sjálvstýri) varð formliga stovnaður í 1909, men fekk umboð á tingi í 1906. Í 1906 varð Sambandsflokkurin, sum tann fyrsti politiski flokkurin her á landi, stovnaður. Umleið eitt ár seinni, varð Sjálvstýrisflokkurin formliga stovnaður. Ikki ber til við vissu at dagfesta, nær flokkarnir vórðu stovnaðir, tí sum flokkar skipaðu teir seg so við og við. Tó verður vanliga sagt, at Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin báðir vórðu stovnaðir í 1906. Sjálvstýrisflokkurin er sjálvstýrisflokkur  . 

Jóannes Patursson, sum gjørdist fyrsti formaður Sjálvstýrisfloksins, sat í Fólkatinginum frá 1. juni 1901 til 22. juni 1906 og í Landstinginum frá 13. mai 1918 til 3. februar 1920.

Sjálvstýrisflokkurin varð formliga stovnaður í 1909. Sjálvskrivaði fyrsti formaður Sjálvstýrisfloksins var Jóannes Patursson. Á løgtingsvalinum 18. juli 1906 fingu sjálvstýrismenn 8 og sambandsmenn 12 umboð á ting. Av valtølunum fyri tey fyrstu løgtingsvalini sæst, at undirtøkan hjá sjálvstýrisflokkinum var ógvuliga ymisk í teimum ymsu valdømunum - líka fra 90,8 % niður í 11,4 % av øllum atkvøðunum. Tað eru ikki stórar broytingar tey fyrstu valini; tó hevur Sambandsflokkurin munin fram til 1. verðaldarbardaga. Stríðið hesa tíðina millum flokkarnar stendur mest um stjórnarligu støðu okkara í ríkinum, har sambandsmenn vilja varðveita verandi støðu sum amt í danska ríkinum, meðan sjálvstýrismenn vilja hava broytingar til størri sjálvsavgerðarrætt fyri føroyingar. Sum heild mundi mótstøðan móti Sjálvstýrisflokkinum frá donsku embætismonnunum vera størst, meðan Svenning Rytter var amtmaður í Føroyum 1911 til 1918. Men av valtølunum sæst eisini, at tá fer Sjálvstýrisflokkurin at ganga skjótt fram í atkvøðum, og í 1916 standa flokkarnir at kalla javnir. Í 1918 fær Sjálvstýrisflokkurin fyrstu ferð reinan meirluta á løgtingi. 

Sjálvstýrisflokkurin fekk ongantíð aftur reinan meirluta á løgtingi. Ein av orsøkunum mundi vera, at í 1928 stillar Javnaðarflokkurin upp í øllum valdømum uttan í Norðoya valdømi og fær tvey umboð á ting. Í 1936 fær Javnaðarflokkurin 6 umboð á ting, meðan tann nýstovnaði Vinnuflokkurin fær 2 umboð. Í 1938 kom nýggj jarðarlóg, sum nógvir stórbøndir vóru stórliga misnøgdir við, og tá teir við Jóannes Patursson á odda royndu at fá Sjálvstýrisflokkin at fella lógina, og teir ikki fingu meirlutan í flokkinum í sín part, vórðu teir so sintir, at teir fóru úr flokkinum, og Jóannes Patursson fór upp í Vinnuflokkin. Patursson hevði verið formaður floksins síðan hann varð stovnaður, og sjálvt um hann ikki varð afturvaldur í 1936, so var tað hann, sum mestsum myndaði flokkin við sama lag. Tá Patursson í 1940 saman við Vinnuflokkinum ger nýggjan flokk, Fólkaflokkin, fáa teir 6 menn á ting, og Sjálvstýrisflokkurin einans 4 menn. Longu sama ár minkar flokkurin við einum manni afturat, tá Rasmus Rasmussen fer upp í Fólkaflokkin. 

Tíðin undir 2. heimsbardaga varð ein hørð tíð í føroyskum politikki og serliga fyri Sjálvstýrisflokkin. Serliga ágangandi var Fólkaflokkurin, sum gjørdi alt fyri at jarðleggja Sjálvstýrisflokkin. M.a. komu teir fram við uppskoti um at broyta vallógina soleiðis, at flokkur skuldi hava minst ein umdømisvaldan mann fyri at fáa tillutað nakað eykaumboð. Hetta uppskot vann frama og úrslitið varð, at hóast Sjálvstýrisflokkurin í 1943 fekk 10,3 % av øllum atkvøðunum, so fekk hann ongan mann av teim 25 valdu tingmonnunum. Sama hendi á valinum í 1945. Á valinum 8. nov. 1946 fekk Sjálstýrisflokkurin aftur 2 menn á ting, S.P. Zachariasen fyri Norðoya valdømi og Louis Zachariasen fyri Suðurstreymoyar valdømi. Hetta var beint eftir fólkaatkvøðuna 14. september, og nú varð avrátt, at Sjálvstýrisflokkurin skuldi stilla upp saman við Javnaðarflokkinum, fyri at atkvøður ikki aftur hesaferð skuldu fara fyri skeyti. Flokkurin fær nú aftur ta ávirkan í føroyskum politikki, hann áður hevði havt. Hann fer í samgongu við Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin og fær avgjørdan leiklut í teim tingingum, sum aftan á valið vórðu tiknar upp við donsku stjórnina um støðuna Danmark-Føroya ímillum í framtíðini, tingingar sum førdu til, at vit fingu heimastýrislógina 1. apríl 1948. 

Av teimum trimum samgonguflokkunum var Sjálvstýrisflokkurin tann nógv mest sjálvstýrisáhugaði, og tí var tað hansara lutur at fáa hesa lóg so rúmliga á sjálvstýrisleið sum til bar. Í fyrsta landsstýrinum, sum varð skipað í 1948, var Sjálvstýrisflokkurin umboðaður, og hann er tann flokkur á tingi, sum oftast hevur verið í samgongu. Hóast tingmanningin hevur ligið ímillum 1 og 3, so hevur flokkurin í nógvum førum havt ein avgerandi leiklut, tá samgonga skuldi skipast. Tískil hevur flokkurin havt størri ávirkan á politisku gongdina, enn talið av tingfólki annars kundu rættvísgera.

Endamálið við politikki floksins er at skapa haldgott grundarlag fyri sjálvstýri Føroya. Málið er, at føroyingar taka fulla ábyrgd og fáa fullan avgerðarrætt fyri tjóðini . 

Virkað verður fyri fullum sjálvstýri, at føroyingar gerast sjálvbjargnir, og at Føroyar verða viðurkendar sum tjóð. Grundlóg verður gjørd fyri Føroyar. Ríkisrættarliga støða Føroya verður løgd út til fólkaatkvøðu. Bert lógir, sum í síni heild eru samtyktar av Føroya Løgtingi eiga at galda í Føroyum. Føroyskur heimarættur og føroyskt pass eiga at verða staðfest. Fólkatingssessirnir verða tiknir av. Føroya løgmaður verður valdur beinleiðis av fólkinum. Tryggjast skal, at tilfeingið á landi, í sjógvi og undirgrund er ogn Føroya fólks. Undirgrundin út á hálva leið til næstu grannalond verður løgd undir føroyskt vald. 

Fíggjarorka landsins verður grundað á tað vinnuvirði, sum samfelagið skapar. Peningakervi landsins eigur at vera føroyskt sermál. Langtíðaravtala verður gjørd við donsku stjórnina um fíggjarviðurskifti landanna millum, serliga blokkstuðulsskipanina og uttanlandsskuldina. Íleggingar verða langtíðarraðfestar. Løgtingsfíggjarlógirnar skulu javnviga. Skatta- og avskrivingarlóggávan verður tillagað soleiðis, at hon eggjar til privata uppsparing og arbeiðis- og vinnuskapandi virksemi. Bruttoskattaskipanin verður dagførd og víðkað, lagt skal verða upp fyri, at láginntøku- og barnaríkar familjur verða ikki fyri vanbýti. Skattagjaldið má í ongum føri fara upp um 50 %; toll- og merivirðisgjald á føroyskum vørum og tænastum verður endurskoðað og tillagað, so at tey gagna vinnulívinum. 

Vatn-, vind-, og aðrar nýtiligar orkukeldur verða at kanna og brúktar, tá ið tøknin og fíggjarliga grundarlagið eru í lagi, og raksturin væntast at bera seg. Tó má farast um náttúruna og umhvørvið við størsta varsemi. Føroyskt oljufelag verður sett á stovn. Dentur verður lagdur á at gera okkum tilbúgvin til at vera uppi í oljuvinnuni, tá olja verður funnin í føroysku undirgrundini. Føroyingar skulu hava fult ræði á øllum viðurskiftum í sambandi við rannsóknum og vinnu úr havbotninum ella slíkari vinnu á landi. Við áløgdum burturleggingum skal verða forðað fyri, at stórar tíðaravmarkaðar inntøkur til landið avskepla búskap og kappingarføri okkara á øðrum økjum.

Øllum borgarum verður tryggjað ókeypis lækna-, tannlækna- og sjúkraviðgerð, eins og læknakanning til tess at fyribyrgja sjúkum. Sjúkratryggingarskipanin verður dagførd og skipað til føroysku fyrisitingina at reka. Heilsumiðstøðir verða bygdar, har tørvur er á teimum. Lívsneyðugur heilivágur verður ókeypis.

Landsstýrið leiðir allar samráðingar við onnur lond um mál, ið viðvíkja Føroyum. Føroyar skulu eisini hava sjálvstøðuga umboðan í Norðurlandaráðnum. Virkað verður fyri linna í heiminum gjøgnum altjóða samstarv. Í teimum londum, sum vit samskifta við, eiga vit at nýta rættin til at seta egin umboð á donsku sendistovurnar. Sjálvstýrisflokkurin er ímóti føroyskum ES-limaskapi .

Á løgtingsvalinum 31. august 2019 fekk Sjálvstýri 1 tingfólk valt.

Bæði fyrsta og annað varafólk Sjálvstýrisfloksins hava tikið sæti á tingi, meðan Kári P. Højgaard var í landsstýrinum og onnur stytri tíðarskeið eftir at landsstýrismaðurin misti landsstýrissessin. Jógvan Skorheim var samstundis borgarstjóri í Klaksvík, tí tók hann ikki sæti í løgtinginum tað fyrsta gott hálva árið, í staðin tók Kristianna Winther Poulsen sæti í Løgtinginum.




#Article 99: Monako (174 words)


Fúrstadømi Monako (franskt: Principauté de Monaco) ella bara Monako, er næstminsta landið í heiminum. Eisini er tað næsttættast bygda landið í heiminum; næst-fjølbygdasta landið í verðini er tað lítla fúrstadømið Monako. Tað er alt ein býur, sum síðan 1297 hevur verið eitt sjálvstøðugt ríki. Landið er einans 1,95 km2 til støddar, og har búgva uml. 35 000 fólk. Um fólkið í Føroyum skuldi búð líka tætt, so hevði tað svarað til, at øll 49 000 kundu búð í Stóru Dímun. Lítla ríkið Monako er á Miðjarðarhavsstrondini, tætt við italska vesturmarkið. Mitt inni í landinum er býurin Monte Carlo, kendur fyri sítt spælikasino og Grand Prix-kappkoyringina. Monako er frælst fúrstadømi, og síðan 1297 hevur Grimaldi-ættin stýrt landinum.

Frá 1641-1817 var Monako saman við Fraklandi. Bara lítil partur av fólkinum er úr Monako; meiri enn helmingurin eru franskir borgarar. Lýggja veðurlagið í Monako og glæsiliga umdømi landsins draga túsundtals ferðafólk. Nógv ríkfólk flyta hagar at búgva, tí skatturin er lágur. Mong teirra hava stórar stuttleikabátar liggjandi fyri teymi í gomlu havnini. Monako er eisini altjóða handilsmiðdepil.




#Article 100: Grønland (810 words)


Grønland, á grønlendskum Kalaallit Nunaat, eru oyggjaland í Arktis og Norðuratlantshavi, og er partur av danska ríkinum saman við Danmark og Føroyum. Høvuðsstaður er Nuuk, og í landinum búgva umleið 60 000 íbúgvar. Høvuðsmálið er grønlendskt. Grønland er heimsins størsta oyggj og er næstan alt í norðurpolarringinum.

Í 2008, tá fólkaatkvøða varð hildin í Grønlandi um sjálvstýrislógina hin 25. november 2008, var greiður meirluti í Grønlandi fyri størri sjálvstýri. Meira enn tríggir fjórðingar av grønlendingum, sum vóru á fólkaatkvøðu, atkvøddu fyri nýggju sjálvstýrislógini. Góð 70 % av grønlendingum luttóku í fólkaatkvøðuni 

Høvuðsgrein: Grønlands søga

Helst hava forsøgulig fólk verið í Grønlandi frá um 8000 f.Kr. Fremri mentanir tóku seg upp um 2000 f.Kr. Ein teirra er smáreiðskapsfólkið í Arktis, sum kanska er ættað frá sibirum, ið høvdu gingið um Beringssund úr Asia til Alaska, meðan tað var landfast í seinastu ístíð. Teir búsettu seg heilt eysturi í Grønlandi um 2000 f.Kr. Seinni býttu teir seg sundur í ættbólkar og verða nú á døgum nevndir inuittar. Í Evropa hava teir verið nevndir eskimoar. Inuittar dugdu at laga seg til harðbalna lívið í kalda grønlendiska veðurlagnum. Teir veiddu til dømis reindýr og kóp. 

Elsta søga um Grønland er at finna í íslendingasøguni Eiriks søga reyða, sum fortelur um norðbúgvan Eirik Reyða, ið flutti úr Íslandi til eitt land vestanfyri. Hann nevndi landið Grønland, tí hann metti hetta vera eitt gott og jaligt navn. Við tíðini settust nógvir norðbúgvar í Grønlandi. 

Fyri góðum 1000 árum síðan - í 982 - tóku víkingar land í Suðurgrønlandi. Teir komu úr Noregi, Íslandi og Danmark. Norrønu búsetningini var tó ikki langt lív lagað. Tá ið eini 500 ár vóru liðin, var eingin norðbúgvi eftir á lívi. Í 1721 fót norski presturin Hans Egede til Grønlands at kristna norðbúgvar, men av ættarmonnum hansara, var eingin á lívi. Egede og felagar hansara fóru í staðin at bera grønlendingum kristniboðini. Um hetta sama mundi tók handilin seg up millum Evropa og Grønland. Við handilsstøðunum vórðu at kalla allir grundsteinarnir til stórplássini lagdir. Grønland gjørdist um hesa tíðina danskt hjáland. Í 1862 fingu grønlendingar staðarráð. Í 1908 vórðu tvey landsráð stovnað - eitt í Norðurgrønlandi og annað í Suðurgrønlandi.

Undir 2. heimsbardaga var einki samband millum Danmark og Grønland. Amerikumenn bygdu í hesum tíðarskeiði hernaðarvirki í Grønlandi. Herstøðirnar í Syðra Streymfirði og Thule eru har alsamt. Í 1953 gjørdist Grønland danskt amt. Í 1979 kom Danmark sær upp í Evropeiska Felagsmarknaðin EF við vali. Val var í Grønlandi um hetta málið, men 70% atkvøddu ímóti upptøku í felagsskapin. Men Grønland gjørdist kortini, eins og øll donsk amt, limur í EF. Í 1979 fingu grønlendingar eina heimastýrisskipan, sum í so mongdum líkist okkara. Grønland fekk nú egið ting og egna stjórn - landsstýri. Í 1982 atkvøddu grønlendingar aftur um EF. Á hesum sinni snúði valið seg um, um landið skuldi verða verandi í felagsskapinum ella ikki. Tá ið atkvøðurnar vóru taldar, vóru 52% ímóti at vera í EF. Eftir samráðingar í Brússel á vetri í 1984 varð umsíðir viðtikið at loysa Grønland úr EF nýggjársdag í 1985.

Í mai 2019 læt USA eina skrivstovu upp í Nuuk við einum embætisfólki. Embætisfólkið býtir starvstíðina millum Nuuk og amerikansku sendistovuna í Keypmannahavn.

Í august 2019 gjørdi Donald Trump, forseti av at avlýsa ætlaðu vitjanina í Danmark, sum skuldi vera fyrst í september. Orsøkin var, at danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, ikki vildi umrøða spurningin um at lata USA keypa Grønland. Tað var amerikanski miðilin Wall Street Journal, sum fyrst bar boðini um, at amerikanski forsetin var áhugaður í at keypa Grønland, og søgan varð seinni váttað av Hvítu Húsunum.

Í 2020 fer USA at stovna eitt konsulát í Nuuk í Grønlandi. Har fara at starvast sjey fólk.

Høvuðsgrein: Grønlendskur politikkur

Grønland og Føroyar eru í ríkisfelagsskapi við Danmørk.

Grønlendingar atkvøddu sum væntað fyri sjálvstýrislógini á fólkaatkvøðuni 25. november 2008. Tríggir av fýra veljarum søgdu ja, meðan ein segði nei. Valluttøkan var 72 %, sum er nógv í Grønlandi. Úrslitið av fólkaatkvøðuni var ein sannførandi meirluti fyri øktum sjálvstýri. Tá talt var upp, vóru 75,54 % fyri og 23,57 % ímóti. Restin av atkvøðunum vóru antin blankar ella ógildugar. Tilsamans 39 285 fólk høvdu atkvøðurætt og vallutøkan var 71,96 %. Tað var beinanvein greitt, tá farið varð undir at telja atkvøðurnar, at greiður meirluti var fyri øktum sjálvstýri. Eitt skifti var meirlutin oman fyri 80 %, men tá úrslitini komu úr teimum stóru býunum í Vesturgrønlandi, minkaði meirlutin eitt sindur. Í Nuuk var mótstøðan størri enn í restini av landinum, orsøkin kann vera, at fólkið í Nuuk er meira samansett og at fleiri danir búgva har  Seinni sama dag skrivaði Aleqa Hammond út nýval, sum varð hildið 28. november 2014. Siumut endurvann valið, tó við fáum atkvøðum fleiri enn IA. Nýggj samgonga varð skipað millum Siumut, Atassut og Demokraatit við Kim Kielsen frá Siumut sum nýggjum landsstingsformanni.

Í 2013 búðu 57 714 fólk í Grønlandi 




#Article 101: Malan Marnersdóttir (110 words)


Malan Marnersdóttir professari í bókmentafrøði, dr.phil, er fødd tann 25. januar 1952 í Klaksvík sum Malan Simonsen. Malan Marnersdóttir tók studentsprógv í Hoydølum í 1971. Við Københavns Universitet las hon danskt og tók hjágrein í fronskum á Århus Universitet. Í 1979 fær hon prógv sum magistari. Afturkomin til Føroya gerst hon lærari í føroyskum, donskum og fronskum í Hoydølum 1979-81; í 1981 tekur Malan Marnersdóttir pedagogikum á Aurehøj Statsgymnasium í Gentofte. Lektari í donskum og føroyskum á Johann-Wolfgang-Goethe Universität, Frankfurt am Main 1981-83. Hevur síðan 1983 starvast á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya har hon var rektari 1998-2004. Í 2004 gjørdist hon professari í bókmentum 2004 við ritgerðini Hvør av øðrum. 




#Article 102: Christian Pløyen (146 words)


Christian Pløyen (12. januar 1803 í Keypmannahavn - 9. juni 1867 í Holbæk) var helst fólkakærasti amtmaður Føroya. Hann var danskur løgfrøðingur og embætismaður. Frá 1830 var hann fúti í Føroyum, og frá 1837 til 1847 var hann føroyskur amtmaður. Hann var ógvuliga væl líddur millum fólk, og skrivaði millum annað Grindavísuna og lærdi seg føroyska málið. Í 1837 varð Pløyen, sum hevði verið fúti, tilnevndur amtmaður. Hann var øðrvísi enn flestu amtmenn og yvirhøvur væl dámdur, ikki minst tí hann sum fúti hevði yrkt Grindavísuna, sum lýsir grindadráp væl. Pløyen dugdi eisini at tosa føroyskt. Í 1839 var hann saman við trimum føroyingum á eini kanningarferð í Hetlandi fyri at læra av hetlendsku fiskivinnuni, sum tá var meira framkomin enn fiskivinnan í Føroyum. Ein liður í hesum framburðsstrevi var at úthandlar vóru settir á stovn á Tvøroyri (1836), í Klaksvík (1838) og í Vestmanna (1839). 




#Article 103: Jens Christian Djurhuus (199 words)


Jens Christian Djurhuus (21. august 1773 Nes, Eysturoy - 29. november 1853 í Kollafirði), eisini nevndur Sjóvarbóndin, tí hann var bóndi við Sjógv í Kollafirði, var kvæða- og táttayrkjari. Hann yrkti fleiri føroysk kvæði og var ein av teimum fyrstu, sum yrktu á føroyskum máli. Hann var fjórði sonur Johan Christian Djurhuus (1741–1815) og Mariu Rønning (1741–1807), tey búðu á Nesi í Eysturoynni. Abbi hansara var danski presturin, Christen Djurhuus (1708–1775), sum var fluttur til Føroya at starvast sum prestur. Í 1797 giftist hann Jóhannu Mariu Jensdóttir úr Kollafirði, hon var dottir Jens Didriksen, Við Sjógv, sum var bóndi. Eftirsum hon var einabarn, so arvaði hon festi. Tey bæði fluttu inn í bóndagarðin sama árið sum tey giftist. Bóndagarðurin gjørdist ein mentanarligur miðdepil í bygdini. Jens Christian Djurhuus og Nólsoyar Páll yrktu báðir kvæði á føroyskum og mugu sigast at vera teir týdningarmestu persónarnir í føroyskum bókmentum í fyrra helmingi av 19. øld. 

Sagt verður frá - prógv er tó einki - at hann gekk í latínskúla í Havn. Hann hevur havt stóran áhuga fyri gomlum nørrønum søgum, tí úr hesum hevur hann yrkt flestu av kvæðum sínum. Sjóvarbóndin er kendasti kvæðayrkjari okkara, men hann hevur eisini yrkt tættir.




#Article 104: Wikimedia (396 words)


Wikimedia Foundation Inc. er foreldrafelagið hjá Wikipedia, Wiktionary, Wikiquote, Wikibooks (og eisini Wikijunior og Wikiversity), Wikisource, In Memoriam 9/11 , Wikimedia Commons, Wikispecies , Wikinews, og Nupedia (ikki virkin). Tað er ein áhugafelagsskapur skipað eftir lógunum í Florida, USA. Stovnanin av felagnum var formliga kunngjørd av fyrrverandi Bomis stjóranum og Wikipediustovnaranum Jimmy Wales 20. juni 2003 . 

Málini hjá stovninum eru at menna og varðveita opin, wiki-grundaðar verkætlanir og at bjóða almenninginum alt innihaldið á teimum verkætlanunum ókeypis. Umframt at reka ta longu mentu fleirmæltu almennu alfrøðina Wikipedia, er ein fleirmælt orðabók og samheitaorðabók nevnd Wiktionary, ein savning av sitatum nevnd Wikiquote, ein goymsla av keldutekstum á einumhvørjum máli nevnd Wikisource og ein savning av t-bókatilfeingi ætlað lesandi (so sum tekstbøkur og viðmerktar bøkur, ið eru public domain) nevnd Wikibooks. Wikijunior er ein ungdómsætlað verkætlan.

Stovnurin rekur eisini eitt minningarsavn av greinum um álopini 11. september 2001 og virksemið hjá hvílandi verkætlanini Nupedia (sum ikki er wiki, men tó opið innihald). Framhaldandi vøksturin av øllum Wikimedia verkætlanunum er fyrst og fremst orsakaður av . Wikimedia Stovnurin roynir at vaksa um inntøkurnar við alternativari fígging, so sum játtanir og stuðulveitan.

Navnið Wikimedia var smíðað av Sheldon Rampton í einum boðum til postlistan hjá ensku Wikipedia í mars 2003. Tað er av og á kritiserað fyri sín líkskap við navnið Wikipedia, sum førir til fløkju millum nýkomarar til verkætlanina.

Við fráboðanini av Stovninum flutti Wales eisini ognarrættin av øllum Wikipedia, Wiktionary and Nupedia navnaøkjum til Wikimedia saman við ognarrættinum til alt tilfar í hartil hoyrir til verkætlanirnar, sum vóru stovnaðar av Bomis starvsfólkunum ella Wales sjálvum. Telduútgerðin, sum Wikimedia-verkætlanirnar eru á, vóru eisini latnar av Wales til Stovnin. Navnaøkini  og  vórðu tryggjað Grunninum av Wikipedia-stuðlinum Daniel Mayer. Bandvíddin hjá Wikimedia og orkan eru goldin av stuðli til verkætlanina frá feløgum og einstaklingum.

Í januar 2004 útnevndi Jimmy Wales sínar Bomis-felagar Tim Shell og Michael Davis til nevndina hjá Wikimedia Stovninum. Í juni 2004 var val hildið fyri at finna tvey brúkaraumboð í nevndina. Eftir ein mánað av valstríði og tvær vikur av atkvøðugreiðslu á internetinum vóru Angela Beesley og Florence Nibart-Devouard vald í nevndina. Síðani tað hevur Wales havt Beesley í starvi í fleiri vinnuframtøkum. 

Seinni vóru fleiri onnur formlig størv ment: Tim Starling varð útnevndur menningarleiðari fyri at hjálpa samskipanini av menningini av MediaWiki-ritbúnaðinum, og Daniel Mayer varð útnevndur fíggjarleiðari fyri at halda roknskap og samskipa fíggjarframtøk.




#Article 105: Heimastýrislógin (553 words)


Heimastýrislógin ella Lóg um Føroya heimastýri ella Færø Amts Kundgørelse Nr. 11 af 31. Marts 1948 af Lov om Færøernes Hjemmestyre er lóg, ella millumlandasáttmáli, ið í høvuðsheitum staðfestir politisku viðurskiftini millum Føroya og Danmark.

Heimastýrislógin kom í gildi 1. apríl 1948 eftir at Danmark og Føroyar høvdu verið hersett av Týsklandi og Bretlandi ávíkavist, eftir fólkaatkvøðu um heimastýri ella loysing, og síðani eftir samráðingar millum meiriluta á løgtingi eftir løgtingsvalið 8. november 1946 og donsku stjórnina.

Heimastýrislógin ásetur hvørji málsøki verða umsitin í Føroyum, og hvørji verða umsitin í Danmark vegna føroyskar myndugleikar. Mál og málsøki, ið verða umsitin í Føroyum verða nevnd føroysk sermál meðan mál og málsøki, ið verða umsitin í Danmark vegna føroyskar myndugleikar verða nevnd felagsmál.

Lógin hevur ásetingar um hvussu donsk lóggáva skal fremjast í Føroyum. Hon sigur okkurt um hvussu uttanríkispolitikkur kann verða samskipaður soleiðis at hann samsvarar við føroysk áhugamál.

Í henni verður ásett, at orðini Føroyingur og Føroyar skulu standa í serligum føroyskum passi. Eisini staðfestir heimastýrislógin hvat ein føroyingur er.

Føroyskt mál er høvuðsmál samstundis sum danskt skal lærast væl og virðiliga, umframt at kann nýtast í almennum viðurskiftum.

Føroyska tjóðarflaggið, Merkið, verður viðurkent samstundis sum danskir myndugleikar verða álagdir bara at nýta danska flaggið Dannebrog á landi og sjógvi.

Nógv stríð er staðist av orðingunum í Heimastýrislógini, og orðingunum í henni. Serliga er tað fyrsti setningur í fyrstu grein, sum hevur skapt trupulleikar:

Í donsku útgávuni verður orðið folkesamfund nýtt í staðin fyri føroyska orðið tjóð. Hetta hava føroyskir og danskir myndugleikar tulkað ymiskt við ymiskum avleiðingum.

Í sama andadrátti, sum sagt verður, at Føroyar eru í danska ríkinum, verður sagt at Føroyar eru sjálvstýrandi tjóð. Hetta kann tykjast eitt sindur tvørvent.

Orðini í danska ríkinum kunnu bæði merkja at vera undir donsku grundlógini og at vera í kongsfelagsskapi við Danmark. Somuleiðis kunnu orðini Føroyar eru sjálvstýrandi tjóð bæði tulkast sum at Føroyar hava okkurt slag av sjálvræði undir donsku grundlógini og at Føroyar eru sjálvstøðugt fullveldisríki.

Víst hevur, í kritikki, verið á hvussu Heimastýrislógin er blivin til. Fyrst var fólkaatkvøða hildin 14. september 1946 um eina heimastýrisskipan ella loysing, og loysingin vann. Síðani fóru samráðingar fram millum føroyskar og danskar myndugleikar og ein semja funnin, Heimastýrislógin. Hon varð síðani samtykt í Føroyum og í Danmark í hvør sínum lagi eftir hvør sínari mannagongd. Og føroysku orðingina, við føroyska orðinum tjóð, undirskrivaði amtmaður og kunngjørdi hana, uttan so mikið sum eina viðmerking.

Øll, ið lesa heimastýrislógina, tykjast tulka hana upp á sín egna máta. Og júst hesin eginleikin, at hon kann tulkast so ymiskt, er ivaleyst grundin til at hon hevur verið so leingi í gildi uttan so mikið sum at verða broytt.

Á Ólavsøku 2005 kom Yvirtøkulógin í gildi. Lógin er eitt ískoyti til Heimastýrislógina og gevur Føroyum eina nýggja sjálvstýrisskipan. Danska grundlógin, Heimastýrislógin og Yvirtøkulógin avgerða støðu Føroya í danska ríkinum. Í yvirtøkulógini verður nevnt, at lógin byggir á ein sáttmála millum Føroya landsstýri og donsku stjórnina sum tveir javnlíkar partar. Við Yvirtøkulógini eru møguleikarnir hjá Føroyum at yvirtaka økið ið hava verið donsk mál, víðkað munandi. Føroyskir myndugleikar hava útinnandi og lóggevandi vald yvir teimum málum, ið eru yvirtikin og hava eisini fíggjarligu ábyrgdina av teimum. Tað eru føroyskir myndugleikar ið avgerða, nær eitt málsøki verður yvirtikið. Mál ið ikki kunnu yvirtakast, og sum yvirtøkulógin tí ikki fevnir um: 




#Article 106: Jens Olivur Lisberg (151 words)


Jens Olivur Lisberg (føddur 24. desember 1896 í Fámjin og deyður 31. august 1920) var løgfrøðilesandi í Keypmannahavn, og gjørdist kendur eftir at hann saman við øðrum gjørdi Merkið. Hinir ið gjørdu føroyska flaggið vóru Emil Joensen úr Bø, Janus Øssursson úr Havn og Pauli Dahl úr Vági. Ninna Jacobsen, systir mótadesignaran Liffu Gregoriussen, seymaði síðan sjálvt flaggið eftir skitsu teirra. 

Jens Oliver Lisberg gjørdist tann fyrsti, ið heysaði flaggið í Føroyum, tað hendi 22. juni 1919, tá hann var heima í summarfrí í heimbygdini Fámjin og heysaði flaggið eftir gudstænastuna í Fámjins kirkju fyri fyrstu ferð á føroyskari grund. Hetta var nokk tað ið gjørdi, at hann fekk størstu æruna av at hava gjørt Merkið, sjálvt um teir tríggir gjørdu tað í felag. 

Lisberg doyði av lungnabruna í Fámjin hin 31. august 1920, áðrenn hann náddi at gera seg lidnan við lesnaðin í Danmark.
Upprunaflaggið hongur inni í Fámjins kirkju.




#Article 107: Bitland (152 words)


Bitland er smápartafelag og verkætlan, sum skal stimbra nýskapan og altjóðagerð innan tøknifyritøkur í Føroyum. Felagið varð stovnað í 2004 av 12 føroyskum fyritøkum. Undir Bitland paraplyini húsast ikki færri enn 15 fyritøkur við 35 fólkum. Stjóri í Bitland er Ólavur Gregersen.

Ætlanin er at venda lítlu støddini á Føroyalandi til fyrimun. Hugsanin er at Føroyar eru eitt fullkomiliga nýmótans samfelag, hvat tøkni viðvíkir. Og av tí at Føroyar eru so lítlar, er lutfalsliga bíligt at royna nýggja tøkni í Føroyum enn í øðrum (stórum) londum. Hetta nýskapandi virksemið í Føroyum skal so skapa arbeiði til føroyskar tøkniligar fyritøkur.

Bitland nágreinir sítt virksemi at fevna um:

Við hesum virksemi er ætlanin at Føroyar skulu vinna framá í kappingini móti øðrum londum innan tøkni.

Fríggjadagin 30. mai 2003 kl. 9:00 var almennur tíðindafundur, har Bitland verkætlanin alment kunngjørd. 

Smápartafelagið Bitland varð stovnað av 12 fyritøkum. Hesi eru:

Í nevndini hjá Smápartafelagnum Bitland sita:




#Article 108: Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens (262 words)


Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens er bókmentavirðisløn, ið Tórshavnar Býráð letur á hvørjum ári. 

Fyrsta virðislønin varð latin í 1958. Nú á døgum verður Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens latin trimum fólkum, ið verða hildin at hava bókmentaligt og mentanarligt virði. Virðisløn verður latin fyri fagurbókmentaligt verk, fyri yrkisbókmentaligt verk, og fyri annað mentanaravrik. Hetta seinasta er t.d. bygdasøgur, endurminningar og verk um myndlist ella tónlist. Tær kunnu eisini latast fólki, sum verður mett at hava avrikað nógv fyri føroyska mentan á móðurmálinum.

Upphæddin verður ásett av Tórshavnar Býrað. Ein fimmmannanevnd ætlar um og ger av hvør ella hvørji, ið virðisløn skulu fáa. Tórshavnar Býráð velur tríggjar limir í nevndina, Rithøvundafelag Føroya ein og Fróðskaparsetur Føroya ein. Í skrivandi stund (2020) eru hesi limir í nevnd M.A. Jacobsens: Erling Isholm, Jákup Jacobsen og Høgni Joensen, valdir av býráðnum, Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir fyri Fróðskaparsetrið. Vónbjørt Vang býarbókavørður er skrivari. Eingin formaður er í nevndini, men fastur skrivari er býarbókavørðurin.

Tað er treyt, at virðislønarverdu verkini eru skrivað á føroyskum máli. Hava føroyskir rithøvundar skrivað og givið út á útlendskum máli, eiga tær at verða týddar, áðrenn tær koma til umrøðu í virðislønarnevndini. Virðislønir fyri fagrar bókmentir og yrkisbókmentir kunnu bert latast fyri verk, sum eru útgivin.

Virðislønirnar verða latnar 17. september, sum er føðingardagur M. A. Jacobsens. Býráðsformaðurin handar vanliga vanliga teimum virðisløntu virðislønina saman við skrivi frá fimmmannanevndini, har tilskilað er, hvørji verk, virðislønirnar eru givnar fyri, og hvat nevndin metti gjørdi verkini virðislønarverd. Á sama hátíðarhaldi verður eisini Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs handað.

Áðrenn 1969 vórðu hesar mentanarvirðislønir latnar:




#Article 109: Jákup Pauli Gregoriussen (129 words)


Jákup Pauli Gregoriussen (føddur 1932 í Tórshavn) er ein føroyskur arkitektur, rithøvundur og grafikari.

Jákup Pauli er sønur Liffu og Magnus Gregoriussen. Hann er útbúgvin arkitektur frá Det Kongelige Danske Kunstakademi, Keypmannahavn. 

Hann hevur m.a. teknað Listasavn Føroya í 1970 og útbyggingina av Listasavninum í 1993. Sum grafikari hevur hann teknað eina røð av føroyskum frímerkjum fyri Posta (fyrr Postverk Føroya), og illustrerað bøkur við býar og landslagsmotivum úr Føroyum, Russlandi, Póllandi, Rom og Egyptalandi.

Í 1998 fekk hann Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri verk sítt í fýra bindum um kirkjurnar í Føroyum (1995-1999). Verkið er teknað av honum og greiðir frá um Føroya kirkjusøgu. J.P. Gregoriussen hevur eisini virkað sum ráðgevi í sambandi við ístandsetan av føroyskum kirkjum.

Hin 15. januar 2016 fekk hann Heiðursgávu Landsins frá Mentamálaráðnum.




#Article 110: Sigri Mitra Gaïni (125 words)


Sigri Mitra Gaïni er føroyskur/iranskur/norskur yrkjari og sjónleikari. Hon varð fødd 1975 í Oslo, hevur føroyska mammu og iranskan pápa. Hon vaks upp bæði í Føroyum og Noregi, gekk í fronskum skúla í Noregi, meðan hon búði har. Hon gekk á studentaskúla í Føroyum og er búsitandi í Føroyum. Sigri er dóttir Lív Joensen, abbadóttir Sigurð Joensen og Sigrið av Skarði og langabbadóttir Símun av Skarði, sum yrkti føroyska tjóðsangin Tú altfagra land mítt. Hon spældi ein av høvuðsleiklutunum í føroyska/danska filminum Bye Bye Bluebird hjá Katrini Ottarsdóttir. Sigri spældi leiklutin sum Barba. Filmurin bleiv vístur á fleiri filmsfestivalum uttanlands og vann eisini prísir. Sigri hevur givið fýra yrkingasøvn út, øll eru skrivaði á føroyskum. Í 2004 fekk hon Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir.




#Article 111: Bárður Jákupsson (252 words)


Bárður Jákupsson er føddur 23. desember 1943 í Tórshavn og er føroyskur listamálari og rithøvundur.

Bárður varð føddur í Havn í 1943, hann er sonur kenda føroyska rithøvundan Heðin Brú (Hans Jacob Jacobsen) og Katrinu Malenu Dalsgaard. Í 1967 giftist hann við Kristin Hervør Lützen frá Gjógv. Tey búgva í Hoyvík og eiga tríggjar synir: Róaldur (1974), Sveinur (1976) og Heðin (1980).

Hann lærdi til lærara og eftir tað gekk hann á listaskúlanum Kunstakademiet í Keypmannahavn 1970-1972. Síðan gjørdist hann lærari á Føroya Fólkaháskúla, og frá 1975-89 var hann leiðari á Listaskálanum í Havn, frá 1989 til 2003 var hann stjóri á Listasavni Føroya. 

Sum rithøvundur skrivar hann serliga um føroyska list. Hann hevur verið fyrilestraferðir í Danmark, Svøríki, Álandi, Finlandi og Grønlandi. Hann var ritstjóri á tíðarritinum “Mondul” (Føroya Fornminnissavn útg.) 1975-1991, hevur skrivað mangar greinar um siðsøgulig evni í Mondli; Fyrireikað og lagt til rættis 15 siðsøguligar framsýningar um føroysk evni, m.a. í Smithsonian Institute, Washington DC og Seattle 1976, “Færøerne i Fokus”, Forum Kph. 1986 og “Färöarna på Skansen”, Stokkhólmi 1988. Hann var eðarbeiðari við “Hunters of the North” (Veiðimentan í Útnorðri), Norðurlandahúsið o.fl. 2002. Í 2005 var hann kurator við “TransForm” (íslendsk-grønlendsk-føroysk sniðgeving) á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn í 2005. Hann var meðarbeiðari við Weilbachs Kunstnerleksikon 1994-2000. Í 2001-02 stóð hann fyri sjónvarpsrøð í 11 pørtum um føroyska myndlist.

Hevur harumframt skrivað eina langa røð av greinum í tíðarrit, myndaskráir, yvirlitsverk, listafrøðisbøkur o.t. um føroyska list; 

Myndskrýtt rættiliga nógvar bøkur: 

Senografi til ballettina Harra Pætur og Elinborg, Íslendska Ballettin.




#Article 112: Hans Jacob Debes (155 words)


Hans Jacob Debes (17. juli 1940 - 26. januar 2003).

Hann vaks upp og gekk í skúla við Gjógv. Árini 1955-1957 fór hann til skips við føroyskari slupp og íslendskum trolara. Og hann tók preliminerprógv í Havn í 1959 og í 1962 nýmálsligt studentsprógv.

Í 1970 tók hann embætisprógv sum cand. mag. á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í søgu og enskum. Hann var síðani lærari í Føroya Studentaskúla og HF-skeiði, til hann í 1986 fór í starv sum lektari á Fróðskaparsteri Føroya. Í 1986 gjørdist hann dr. phil. frá Háskóla Íslands við ritgerðini Nú er tann stundin .... Í 1989 varð hann tilnevndur professari í almennari søgu og Føroya søgu á Fróðskaparsetri Føroya.

Hans Jacob Debes sat í stjórn Føroya Fólkaháskúla 1973-1990, í stýrinum fyri Norðurlandahúsið í Føroyum 1988-1992, í Føroya skúlastjórn 1975-1978, Landsskúlaráðnum 1988-1992 og var formaður í stýrinum fyri Húsalánsgrunnin 1975-1979 og 1989-1991. Eisini var hann tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin frá 1986 til 1988.




#Article 113: Høgni Hoydal (146 words)


Høgni Karsten Hoydal (føddur 28. mars 1966 í Keypmannahavn) er føroyskur politikari. Foreldrini eru Gunvør og Kjartan Hoydal. Kona hansara er Hildur Hermansen, og tey eiga trý børn. Hann er útbúgvin í søgu og samskifti á lærda háskúlanum í Roskilde. Áðrenn hann gjørdist politikari starvaðist hann sum sjómaður, sum læraravikarur, og sum tíðindamaður í Sjónvarpi Føroya. Høgni Hoydal hevur givið út tvær bøkur um politisk viðurskifti. Onnur nevnist Myten om Rigsfællesskabet, sum kom út á vári í 2000, og hin nevnist Frælsi er ábyrgd, sum kom út stutt fyri jól sama ár. 

Í 1998 varð hann valdur á ting fyri Tjóðveldisflokkin og gjørdist varaløgmaður og landsstýrismaður við ábyrgd av fullveldisætlanini, norðurlendskum samstarvi og lógarmálum. Seinni varð hann valdur til formann í Tjóðveldisflokkinum. 5. desember 2003 skrædnaði tásitandi samgonga og nýval varð útskrivað. Høgni varð afturvaldur á ting og gjørdist tá formaður í størsta flokki í andstøðu. 




#Article 114: Løgtingsval (342 words)


Løgtingsval er týdningarmesta valið í Føroyum.

Endamálið við løgtingsvali er, at velja tinglimir at sita á Løgtingi. Valskipanin hevur verið rættiliga ymisk gjøgnum tíðirnar. Løgtingsval verða hildin við einum millumbili, sum í mesta lagi er fýra ár.

Núverandi valskipan er lutfalsval millum politiskar flokkar í einum landumfevnandi valdømi. 33 tinglimir verða valdir. Skipanin hevur verið galdandi frá løgtingsvalinum í 2008 og er enn galdandi, tó at ávísar royndir verða gjørdar at fáa okkurt slag av valdømisskipan aftur.

Áðrenn 1906 var løgtingsvalskipanin meirilutaskipan. Tað merkir, at ein lítil meiriluti kundi fáa allar tingsessir, meðan ein næstan líka stórur minniluti ongan fekk. Slíka skipan dámdu føroyingum ikki, og tí varð hon broytt til lutfalsskipan.

Henda nýggja lutfalsskipanin var ikki fullkomin tó. Í 1918 fekk Sambandsflokkurin 50,2% av atkvøðunum og Sjálvstýrisflokkurin 49,8%. Men Sambandsflokkurin fekk bara 9 tinglimir og Sjálvstýrisflokkurin 11.

Kvinnur fingu valrætt til løgtingsval í 1916 og kundu fyrstu ferð velja í 1918.

Í 1923 varð vallógin endurskoðað soleiðis, at eitt skiftandi tal av eykaumboðum skuldi útjavna møguligt skeivt býti millum politiskar flokkar. 3 tinglimir kundu veljast soleiðis. Í 1930 varð hetta talið hækkað til 5.

Valskipanin varð so lagað til í 1978, at tilsamans 27 tinglimir skuldu veljast í seks valdømum við ymiskum støddum. Eitt lógarásett tal av tinglimum í hvørjum valdømi. Samsvaraðu valdu tinglimirnir hjá flokkunum ikki lutfalsliga við samlaða atkvøðubýtið hjá flokkum, vórðu upp til 5 tinglimir eykavaldir. Soleiðis hevur Løgtingið skiftandi tal av tinglimum millum 27 og 32. Frá 1978, til og við løgtingsvalið í 2004 var altíð tørvur á øllum teimum eykavaldu.

Niðanfyri sæst talva við prosentbýtinum á løgtingsvali hjá hvørjum flokki sær í øllum landinum tilsamans eftir floksbýtið í 1906, tá ið fyrstu føroysku politisku flokkarnir blivu til. Jú longri afturi í tíðini løgtingsvalið er, jú verri passa bókstavirnir við valstavirnar hjá flokkunum.

Talvan niðanfyri sýnir valdar tinglimir á sama hátt sum talvan omanfyri sýnir prosentbýti millum politisku flokkarnar:

Viðmerkingar: í 1946 stillaðu Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin upp saman. Í talvuni við prosentbýti, er hetta sett undir Javnaðarflokkin. Í talvuni við tinglimum er hetta sett undir báðar flokkarnar.




#Article 115: Uni Debess (150 words)


Uni Reinert Debess er tónleikari, yrkjari, tónasmiðjur, sangari og gittarleikari. Hann er føddur 24. november 1979 í Havn. Uni er sonur Per Debess, sála, sum eisini var tónleikari.

Uni byrjaði seint at fáast við tónleik. 1999-2001 lærdi Uni um tónleikaástøði og gittarleik á Tórshavnar Musikkskúla. Hann hevur gingið til ymsa gittarvenjing eftir tað.

Í 2001 spældi hann við bólkinum Teir á Free Føroyar-konsert. Í 2002 spældi hann á ólavsøkukonsert við Bates Motel, í 2003 við Headache Blues Treo og í 2004 við GoGo Blues.

Uni spælir við ymiskum bólkum og tónleikarum, m.a. Debess Blues Station, Crawling Blue og saman við øðrum einstøkum tónleikarum. M.a. hevur hann framført saman við Froðbiar Sóknar Blues Orkestri og við Trónda Enni úr Suðuroynni og við pápabeiggja sínum Edvard Nyholm Debess. Teir báðir hava spælt saman í einum bólki sum teir nevna Debess Blues Station. Í desember 2010 góvu teir fløvu út við sama heiti.




#Article 116: Vatikanið (134 words)


Vatikanið (latín: Status Civitatis Vaticanae, italskt: Stato della Città del Vaticano), eisini nevnt Vatikanríkið, er mitt í Rom og er heimsins minsta frælsa ríki. Mong fólk koma higar at vitja, tí at hetta ríkið hevur stóran átrúnaðarligan týdning, og har eru stór mentanarsøvn. Vatikanið hevur egið flagg, egnan tjóðsang, egin frímerki og egnar myntir umframt dagblað og útvarpsstøð. Har búgva eini 1.000 fólk. 

Pæturskirkjan er í Vatikanríkinum, og er ein av størstu kirkjunum í heiminum, og miðdepil hjá katólsku kirkjuni. Her hevur katólska kirkjan høvuðssæti, og her býr pávin. Fyrr ráddi pávin fyri mongum ríkjum í Italia; men nú á døgum er bara Vatikanríkið eftir. Pávin er hægsti myndugleiki fyri róma-kirkjuni. 900 milliónir eru rómversk-katólskar. 

Vatikanið er eitt teokrati. 

Vatikanríkið er í Róm. Tað er bara 0,44 km2 og er heimsins minsta sjálvstøðuga land. 




#Article 117: Norn (262 words)


Tungumálið norn var ein grein av fornnorrønum. Tað varð tosað av norðbúgvum í Hetlandi, Orknoyum, Norðurskotlandi og norðast í Suðuroyum (við síðuna av gæliskum) meðan hesi øki vóru undir norskum yvirvaldi, annars var upprunamálið í økinum piktiskt. Eftir at hesi øki høvdu verið undir norskum valdi í meir enn 500 ár, vórðu tey aftur løgd undir skotska kongsríkið í 15. øld; norn bleiv tá mótvirkað av stjórn og kirkju, og skotskt mál kom í staðin eina tíð og síðani enskt.

Ikki er greitt júst nær norn doyði út. Tað kann hava verið tosað í pørtum av londunum báðum til 18. øld. Smáir partar av málinum og tøkuorð yvirlivdu og komu inn í lokalt skotskt enskt eftir at høvuðsmálið sjálvt doyði.

Ymisk bygdamál vórðu eisini tosað á meginlandinum í Skotlandi. T.d. á Katanesi (Caithness á enskum), men doyðu út mangar øldir áðrenn í Orknoyum og Hetlandi. Tískil tosa summir frøðingar um katanesnorn, meðan aðrir ikki gera tað. Man veit minni um katanesnorn enn um norn í Orknoyum og Hetlandi.

Lutfalsliga lítið av skrivaðum norni hevur yvirlivað. Tað, sum er til, umfatar bønina Faðir vár.

Matteus 6:9-13 ella Faðir vár á ymsum tungumálum.

Ein hetlendsk guddick (gáta) á norn, sum Jakob Jakobsen, skrivaði niður á norðastu oynni í Hetlandi, Unst.

Svarið er ein kúgv. Fýra júgur hanga, fýra bein ganga, tvey horn og tvey oyru standa uppí ský, tvey eygu vísa veg á bø og ein hali darlar aftast.

Tá G. Low vitjaði á Foula í 1774, skrivaði hann Hildinakvæðið, Faðir vár bønina og ein orðalista við norn orðum niður.

Norn orðalisti Foula 1774 




#Article 118: Tórshavnar kommuna (367 words)


Tórshavnar Kommuna er størsta kommuna í Føroyum. Tórshavnar Kommuna hevur umleið 19#8239;905 íbúgvar (2011). Kommunan fevnir um Tórshavn, Hoyvík, Argir, Hvítanes, Kaldbak, Kaldbaksbotn, Kollafjørð, Kirkjubø, Velbastað, Norðradal, Sund, Syðradal, Oyrareingir, Signabø, Hest, Koltur og Nólsoy. 

Umleið 650 bátapláss eru í kommununi. Flestu teirra eru í Havn og á Argjum, tilsamans 520 pláss. Í Kollafirði og Signabø eru 74 pláss, í Nólsoy 25, og í Kaldbak og Hesti eru eini 15-20 í hvørjum stað. 

Fólkatalið í Tórshavnar kommunu hevur støðugt verið veksandi seinastu árini. Í november 2015 búðu 20#8239;468 fólk í høvuðsstaðarkommununi.

Tórshavn er gamal staður og frá fyrstu landnámstíðini varð høvuðsting føroyinga hildið á Tinganesi, nesinum sum skilir havnalagið sundur í Eystaruvág og Vestaruvág.

Tórshavn liggur mitt í landinum. Saman við tingsetunum kom eisini handilsskapur og Tórshavn gjørdist handilsstaður og miðstøð føroyinga. Á nesinum vórðu goymsluhús og handilshús reist, her helt kongaligi einahandilin til, sum stóð fyri øllum vøruflutningi í Føroyum og ímillum lond.

Á nesinum og uttan um Eystaruvág var so búsetingin. Fólkatalið fór at vaksa, og var komið upp á 850, tá ið einahandilin var avtikin og fríhandil settur á stovn í 1856.

Men staðurin hevði ikki sína egnu umsiting, var ikki býur, men bygd sum aðrar bygdir í landinum, skipað eftir avgerðum í tinginum og seinni av danska embætisverkinum, tá ið løgtingið varð niðurlagt í árunum 1816-1852.

Við nýggju donsku grundlógini í 1849 varð nýggj fyrisiting skipað við amtum og kommunum í danska ríkinum, og tann 16. februar 1866 kom lóg um Thorshavns kommunale Forfatning. Tá gjørdist Tórshavn serstøk kommuna, ið umfataði staðin sjálvan og garðarnar uttanfyri, Húsagarður og Álaker við tí, ið til teir hoyrdu.

Til at stýra kommununi skuldu veljast 5 borgarar í borgaraumboðið, Borgerrepræsentationen, sum tað kallaðist. Hesir fimm skuldu stýra saman við landsins fúta, sum varð fastur limur í stýrinum.

Í 1866 hevur Tórshavn verið kommuna. Nógv er broytt, kommunan gjørdist býur og keypstaður í 1908, landaøkið er vaksið og ikki minst er fólkatalið økt og liggur nú nær teimum 19 000. Býráðsumsitingin heldur nú til í gamla kommunuskúlanum frá 1894, gróthúsunum í miðbýnum.

Í meira enn 1000 ár hevur Tórshavn verið miðdepil landsins. Men ikki fyrr enn í 1866 varð Tórshavn formliga viðurkendur sum sjálvstýrandi eind, sum veruligur høvuðsstaður.




#Article 119: Mary (krúnprinsessa) (305 words)


Krúnprinsessa Mary er fødd 5. februar 1972 í Hobart, Avstralia sum Mary Elizabeth Donaldson. Hon eigur saman við Fríðriki krúnprinsi børnini Prins Christian (Christian Valdemar Henri John), føddur 2005, Prinsessa Isabella, fødd 2007 og tvíburðarnir Prins Vincent (Vincent Frederik Minik Alexander) og Prinsessa Josephine (Josephine Sophia Ivalo Mathilda), fødd 2010. 

Mary er dóttir John Donaldson, professara, og Henrietta Clark Donaldson. Bæði eru fødd í Skotlandi og fluttu til Tasmania í 1963. 

Hon er útbúgvin BA í løgfrøði og virkisbúskapi (Bachelor of Commerce and Law - BCom.LLB) frá University of Tasmania (1989 til 1994). Hon hevur starvast hjá DDB Needham í Melbourne, Young  Rubicam í Sydney og hjá Microsoft Business Solutions í Danmark.

Hon gistist Fríðriki krúnprinsi hin 14. mai, 2004.

Krúnprinsessa Mary gjørdist Riddari av Elefantordanum í 2004.

Hon er fødd í Hobart í Tasmania í Avstralia. Mary er yngst av fýra systkjum. Hon eigur beiggja og tvær systrar. Foreldur hennara, John Dalgleish Donaldson og Henrietta Clark Donaldson, eru bæði úr Skotlandi, men fluttu  í 1963 til Tasmania, har Mary er fødd og uppvaksin. Mamma Mary doyði í 1997 undir einari hjartaskurðviðgerð, og fýra ár seinni giftist pápi hennara uppaftur við Susan Moody, ið er rithøvundur.

Sum trý ára gomul fór Mary í forskúla. Síðan gekk hon í skúla øll árini frá 1978 til 95. Fyrst tvey ár í USA, har pápi hennara arbeiddi fyri NASA í Houston, Texas. So Taroona High School, Hobart College og seinast Lærdi háskúlin í Tasmania, har Mary tók ta sokallaðu Bachelorútbúgving í búskapi og løgfrøði. Eftir Lærda háskúlan tók Mary eina tvey ára langa útbúgving innan marknaðarføring, og var síðan í fleiri stórum lýsingarfyritøkum m.a. í Melbourne, Edinburgh og seinast í Sydney, fyrst hjá Young  Rubicam og seinni hjá Love Branding.

Donaldson flutti til Danmarkar í 2002 í eina íbúð á Langelinie, og 8. oktobur 2003 vóru tey trúlovað.




#Article 120: Fólkaatkvøðan 14. september 1946 (195 words)


Meðan kríggið leikaði á, kundi einki politiskt samband vera millum Føroya og Danmark. Tí máttu føroyingar klára seg sjálvar undir krígnum.

Síðani fóru samráðingar fram millum umboð fyri Løgtingið og donsku stjórnina í Danmark um framtíðarstøðu Føroya. Eftir mánaðalangar samráðingar kláraðu føroyingar ikki at semjast innanhýsis, og enn minni at semjast við donsku stjórnina. Danska stjórnin gjørdi tó eitt uppskot um eina heimastýrisskipan.

II. Ynskja tygum loysing Danmark og Føroya millum?

Atkvøðugreiðslan fór fram á tann hátt, at krossur skuldi setast fyri tað punktið, veljarin ynskti. Tó skal viðmerkjast at fólkafloksmenn, sum ynsktu fleiri punkt at velja millum, heittu á fólk um at skriva nei útfyri punkt eitt, um tey ikki ynsktu tað. Javnaðarmenn somuleiðis viðvíkjandi øðrum punkti.

Fólkaatkvøðan var hildin 14. september 1946, og var úrslitið hetta:

Eftir at úrslitið varð kunngjørt fór ein meiriluti av Løgtinginum at fremja loysingina, sum fólkið hevur samtykt, sambært meirilutanum. Jákup í Jákupsstovu varð tveittur úr Javnaðarflokkinum afturfyri at vera uppií meirilutanum.

Síðani fóru nýggjar samráðingar fram millum nýggja løgtingsmeirilutan og donsku stjórnina. Hesar samráðingar endaðu við, at Heimastýrislógin kom í gildi 1. apríl 1948. Sum mótmæli ímóti heimastýrislógini varð Tjóðveldisflokkurin stovnaður á fundi 22. og 23. mai.




#Article 121: Færingetidende (119 words)


Færingetidende er fyrsta avísin, sum kom út í Føroyum. Niels Winther flutti sum nýútbúgvin løgfrøðingur heim til Føroya og byrjaði at geva fyrstu føroysku avísina út 13. mai 1852.

Við Færingetidende varð fyrstu ferð funnist at donsku embætismonnunum í Føroyum og kongliga einahandlinum.

Mønustingin fekk blaðið, eftir at tað í blaði nr. 8 ákærdi einahandilin fyri at snýta við vørum móti einum rættarleysum og fátækum keypara. Niels Winther varð dømdur at gjalda eina bót áljóðandi 600 ríkisdálar fyri ærumeiðing. Hetta tí at umtalaði keyparin ikki vildi standa fram og vitna.

Einans 9 bløð komu út av Færingetidende, fyrstu ferð 13. mai 1852 og seinastu ferð 27. juli sama ár. Málið var danskt, tí føroyskt hevði enn ikki vunnið frama.




#Article 122: Niels Christopher Winther (138 words)


Niels Christopher Winther (2. juli 1822 - 24. februar 1892) arbeiddi sum sakførari í Havn og í Hjørring til 1868. Hann gav fyrsta blað út í Føroyum, Færingetidende, sum tó bert kom út 9 ferðir í tíðarskeiðnum 13. mai 1852 til 27. juli sama ár. Hann sat á løgtingi frá 1852 til 1857 og var valdur fyrst í Eysturoyar valdømi og síðani í Norðstreymoyar. Harafturat sat hann á fólkatingi frá 1851 til 1857. Á fyrsta fólkatingsvalinum í 1851 varð Niels Winther valdur. Hann var úr Havn, har pápi hansara var snikkari. Hann hevði góð evni, og sorenskrivarin Niels Hunderup tók sær av honum og hjálpi honum seinni at lesa løgfrøði í Keypmannahavn. Hann var liðugur sum juristur longu í 1842 og kom til Føroya í 1849 fyri at virka sum sakførari og fá ár seinni eisini sum politikari. 




#Article 123: Hertugadømið Finnland (293 words)


Finnland var partur av Svenska Kongaríkinum, men hóast hetta hevur landið altíð havt serliga støðu t.d. við serstøkum dømandi og fyrisitandi løgdømi. Í 1581 fekk landið heiti sum svenskt stórhertugadømi.

Í finska krígnum, kríggj millum Svøríki og Russland frá februar 1808 til september 1809, varð Finnland hertikið av russum.

Serliga løgfrøðiliga støðan hjá Finnlandi hevði við sær, at tað ikki varð limað inn í Russiska Tsarveldið. Tsarurin, Aleksandur I, helt tað vera skilabetri at varðveita somu støðu, sum Finnland hevði havt í øldir undir svenskum yvirræði.

Finskur ríkisdagur varð fyri fyrstu ferð hildin í 1809. Úrslitið var ein sáttmáli millum tsarin og ríkisdagin um eitt samveldi. Finnland fekk egna stjórnarskipan og tsarurin gjørdist finskur konstitutionellur monarkur við heitinum stórhertugi.

Við skipanini boðaði tsarurin frá, at Finnland nú var tjóð millum tjóðir. Markið millum Finnland og Russland var eisini varðveitt.

Í 1917 fór ein kollvelting fram í Russlandi. Tsarsins vald varð latið einari serligari russiskari bráfeingisstjórn. Við hesum stóð Finnland eftir uttan nakran stórhertuga. Bráfeingisstjórnin metti seg hava tsarsins heimildir í Finnlandi. Finnar, sum óttaðust ruðuleikarnar í Russlandi, vildu heldur hava valdið flutt til ein heimligan stovn, helst ríkisdagin.

Fyrsta royndin miseydnaðist, tá bráfeingisstjórnin ikki vildi staðfesta sonevndu heimildarlógina frá 1917. Í staðin varð ríkisdagurin sendur til hús og nýtt val útskrivað.

Seinna royndin at slíta frá russum eydnaðist í mánaðunum november-desember 1917. Greiður meiriluti av ríkisdegnum gjørdi av, at ríkisdagurin fyribils skuldi hava tær heimildir, sum fyrr lógi hjá tsari og stórhertuga. Hetta var mett sum de facto loysing frá Russlandi og formlig frælsisyvirlýsing varð samtykt nakrar dagar seinni.

Nýggja russiska stjórnin, sosialistiska sovjet-stjórnin, valdi at viðurkenna finska fullveldið.

Í 1918 var borgarakríggj í Finnlandi. Og í 1919 bar til at fáa semju um eina lýðveldisskipan við forseta. Hertugadømið Finnland var nú søga.




#Article 124: Flotoyggj (615 words)


At fólk veruliga hava trúð upp á flotoyggjar, framgongur av einum greinarstubba úr bókini Færoæ Et Færoa Reserata, sum danski presturin Lucas Debes gav út í 1673. Í kapitlinum Færøes Land skrivar hann soleiðis:

Fleiri íbúgvar hava boða frá, at ein flotoyggj ofta hevur verið at síggja norðan fyri landið. Hetta er ikki bara frásagnir ið eru bornar víðari frá forfedrunum, men eisini fólk nú á døgum siga fyri satt, at tey hava sæð hana í nakrar tímar. Tey siga seg hava sæð fjøll og dalar á henni, áir ið streyma í dølunum og at tey týðuliga sóu at hon var grøn í neðra og í dølunum.

Tann 28. apríl fyrra árið kom skiparin Poul Baadsted til Føroyar við sínum skipi. Bæði hann og tveir ungir prestar, ið vóru við á ferðini, nevniliga Gregers Pederssøn og Peder Clementsøn, søgdu frá, at teir á leiðini sóu eina oyggj, tá skipið var rikið av kós sunnanfyri Føroyar. Tá teir komu nær oynni, sóu teir hana týðuliga við fjøllum, bjørgum og streymandi áum, grøn við sjóvarmálan og við klettum og skerum undir landi, ikki ólík teimum føroysku oyggjunum. Men teir sóu ongar aðrar oyggjar og mettu tí at teir vóru snýttir. Teir sigldu tí víðari norðureftir og komu eftirhondini fram til Føroyar. 
Skiparin metti at oyggin lá ellivu míl í ein landsynning úr Føroyum. Um nøkur føst oyggj lá á tí positiónini, hevði hon fyri langari tíð síðani verið funnun, eftirsum skipini ið sigla á Ísland ofta sigla á tí leiðini. Tey skip ið koma sunnanífrá og stevna norður um Hetland, seta kósina eftir Føroyum, og mugu tí koma framvið tí staðnum. So um ein føst oyggj lá har, hevði hon verið kend frammanundan.

Enckhuyser Eyland, ið varð funnin og navngivin av hollendingum, lá undir 65 gradum norðari breidd ella latitude, 45 míl í ein útnyrðing úr Føroyum. Tað er týdningarmikið at nevna hana, av tí at hon ikki longur finst.
Tað er upp til tann einstaka at avgera um tað er natúrligt, at ein sovorin landmassi av hørðum gróti kann hava verið til og so hvørva aftur. Um oyggin var av plantum og viksteini, so kundi tað verið, men so mátti hon hava floti omaná, sum flotoyggjarnar í ferskvatni, samanvovin av rótum, við eitt sindur av mold og grasi.

Íbúgvarnir siga annars um Svínoynna, at hon upprunaliga hevur verið ein flotoyggj. Teir meta, at um ein kundi komi út á tað (flot)oynna ið ofta sæst, og kasta stál á hana, so hevði hon sett seg. Hetta svarar til yvirtrúnna hjá kavarum, ið leggja stál á dýrgripirnar teir finna á havbotninum, so tey fornisku ikki skulu flyta teir, tá kavararnir fara upp aftur. Mong eru tey ið siga frá tílíkum flotoyggjum, og vilja vera við at tær eru veruleiki. Men eg trúgvi hesum ikki, ei heldur nakrari yvirtrúgv (teimum viðvíkjandi). Hevði tær ikki verið sagdar at líkjast vanligum oyggjum, so vildi eg hildið at tær vóru ísfjøll ið eru komin rekandi úr Grønlandi. Um so ikki er, so er tað mín fasta trúgv, at hetta er fyrigykling og sjónarvilling hjá Djevlinum, sum í sær sjálvum er ein sannur meistari í slíkum. Tí hann hevur ofta gykla teir fyrr í øðrum líki. Tað er kent millum manna, hvussu Satan um nætur, tá teir eru á útróðri um veturin, hevur víst seg fyri teimum sum ein bátur við manning og fiskireiðskapi. Hann hevur tala við teir, givið teimum agn og sagt teimum frá góðum miðum. Teir bæði kenna til og nýta tey mið ið hann hevur sagt teimum frá. Um Satan kann vísa seg í bátalíki fyri íbúgvunum, so kann hann eisini gera tað í landalíki, kanska fyri at lokka tey vantrúnu til sín og føra tey út í vanlukku...




#Article 125: Risin og Kellingin (272 words)


Norðan fyri bygdina á Eiði, ytst á flógvanum, sum er millum Eysturoy og Streymoy, standa framman fyri landi tveir stórir drangar, sum rópast Risin (71m) og Kellingin (69m), hin ytri og hon innari landinum, og har er rætt sund ímillum teirra, tá ið kyrt er.

Um hesar drangarnar er søgnin, at einusinni ætlaði Ísland at flyta Føroyar norður til sín og sendi tí ein stóran risa og konu hansara at fáa tær fluttar har norður.

Tey komu bæði at tí ytsta berginum, sum rópast Eiðiskollur og longst móti útnyrðingi. Risin varð standandi úti í sjónum, meðan kellingin fór upp á kollin at fatla byrðuna. Hann skuldi bera, og skúgva hana fram á hann.
Fyrsta tak hon tók, var so fast, at Ytri Kollur skrædnaði frá; hon royndi tí at fáa fetilin fastan í einum øðrum stað á kollinum, men ikki vildi bera í lag hjá teimum; - grundvøllurin var fastur, og oyggjarnar ikki lættar at flyta.
So er sagt, at enn stóð kelling uppi á kolli, tá ið dimmi tók at lætta; - tey ræddust dagin, og hon fór tí sum skjótast oman til risan, sum stóð í sjónum og bíðaði eftir henni; men ov leingi høvdu tey drálað, tí í sama bili, tey funnust undir kollinum og skuldu vaða leið sína norður til Íslands, risin undan og kellingin aftaná, tá reis sól úr havi, og tey gjørdust bæði til steinar, og standa nú og líta ímóti Íslandi, men sleppa ongan veg.

Aðrir siga, at tey vóru send at fáa korn úr Føroyum, av tí at kornneyð var heima í Íslandi; tað sæst, at kellingin hevur sum knýti ella posa á baki.




#Article 126: Víkingur (322 words)


Heitið víkingur verður brúkt um norrønar ferðamenn í Víkingaøld, um mentanina hjá hesum norðbúgvum, um tíðarskeiðið, um sjálvar ferðirnar og um fólk, ið búgva í víkum. Víkingar voru týdningarmiklir leikarar í evropeiskari søgu.

Víkingur er eisini navnið á fótbóltsfelag í Eysturoy, sum er ein samanlegging av Gøtu Ítróttarfelag og Leirvíkar Ítróttarfelag.

Upprunin av orðinum víkingur er ikki greiður. Flestu serfrøðingar eru tó samdir um at tað kemur av orðinum vík. Summir serfrøðingar halda at orðið upprunaliga hevur merkt virksemi í víkum. Seinni verður orðið samheiti við sjóferð. Ein víkingur er so einhvør ið fæst við slíkt virksemi ella býr í einari vík.

Í íslendingasøgum merkir at fara í víking tað sama sum at fara á sjóferð. Ein víkingur er ein sjómaður ella hermaður, ið er við á ferðini.

Í handritum úr miðøld, sum ikki eru skrivað av norðbúgvum, merkir víkingur sjórænari. Víkingar vóru kendir fyri síni álop á kleystur og kirkjur í víkingaøld, so tað er ikki løgið, um orðini víkingur og sjórænari av hesum eru vorðin samheiti.

Orðið er varðveitt í nútíðarføroyskum sum heiti fyri fólk, ið búgva í víkum. Dømi eru klaksvíkingur, hoyvíkingur og húsavíkingur. Orðið var eisini nýtt á henda hátt í víkingaøld av norðbúgvum sjálvum.

Víkingaøld er heiti fyri eitt ávíst tíðarskeið í evropeiskari søgu frá um leið 750 til um leið 1050. Tíðarskeiðið byrjar við teimum fyrstu kendu álopunum í Bretlandi og endar við trúðarskiftinum frá Ásatrúnni til Kristindóm, tá Miðøld tekur við.

Stórur fólkavøkstur var í Norðurlondum hesa tíðina. Norðurlendsku kongsríkini Noreg, Danmark og Svøríki vórðu til. Mong fólk fóru um hav á ránsferðum, handilsferðum og at búseta seg í bygdum og óbygdum londum. Sambært Føroyingasøgu savnaði Haraldur Hárfagri Noreg í eitt ríki við tí úrsliti at stór mannfjøld flýggjaði vestur um hav.

Upp á tríggjar øldir megnaðu norðbúgvar, sum áðrenn víkingaøld ikki høvdu gjørt nógv um seg, at leggja Ongland undir seg, at koma til Grønlands og Ameriku og at leggja lunnarnar undir Russiska Ríkið.




#Article 127: Anker Eli Petersen (219 words)


Anker Eli Petersen, føddur tann 7. juni 1959 á Tvøroyri, er ein føroyskur grafikari, myndprýðari og yrkjari. Hann varð føddur á Tvøroyri, men flutti seinni til Havnar at búgva, og býr nú á Sjællandi.  Hann er sjálvlærdur listamaður. Hann er serfrøðingur í kollasju og teldugrafikk. Fyrimyndir hansara eru William Heinesen, ið eisini var pappírsklipp listamaður og Elinborg Lützen.

Anker Eli lærdi seg fornnorrønt, meðan hann gekk í skúla, í verkum hansara eru ein mongd av motivum úr norrønu gudalæruni. Hann hevur starvast sum netvørður og hevur týtt nógvar tekstir úr føroyskum til danskt og enskt og hevur eisini skrivað greinir um føroysk viðurskifti. Hann hevur eisini skrivað sangir, teir kendastu munnu vera barnsangurin Á ferð til dreymaland og Ljóðsmynd. Síðstnevndi varð valdur til Ársing føroyski sangur í 20. øld.  Terji Rasmussen gjørdi lagi, sangurin er við á útgávuni Terji og Føstufressar, ið var útgivin í 1990. Hann hevur eisini myndprýtt fleiri bøkur og tónleikaútgávur. Anker Eli hevur gjørt grafiskt arbeiði fyri tað danska orkestrið Othala, sum sást í albummi teirra Når alting er glemt, ið varð útgivið á heysti 2007.

M.a. í Norðurlandahúsinum. Smiðjuni í Lítluvík. Foreningen Norden í Hørsholn, Birkerød og Allerød.  Foreningen Norden í Gøteborg.  Det Finske Kulturinstitut, Keypmannahavn.  Føroyahúsið í Keypmannahavn.  Vestnorrænt menningarsetur, Hafnarfjörður.  Udstilling Nordlys, Horsens. L. Tandrup støtteprojekt, Horsens.  Ymsar framsýningar fyri Postverk Føroya.




#Article 128: Ásatrúgv (302 words)


Ásatrúgvin var átrúnaður norðbúgva í fornøld og víkingaøld. Ásatrúgv verður eisini nevnd norrøna gudalæra.

Nærum øll vitan um ásatrúgv er skrivað av fólki, sum ikki sjálvt var ásatrúgvandi. Eddukvæðið eldra (Sæmundar edda) og Eddukvæðið yngra (Snorra edda) eru týdningarmestu keldurnar, og eru skrivaðar í Íslandi í kristnari tíð. Ein onnur áhugaverd kelda er frásøgan frá einum muslimskum sendimanni nevndum Ahmad Ibn Fadlan, ið fór á ferð til Norðurlanda í 922.

Ásatrúgv doyði út, tá ið kristindómur kom til Norðurlanda og fólkið tók við kristnari trúgv. Sagnir eru tó um, at ávísar bygdir hava verið verandi heidnar, t.e. ásatrúgvandi, langt upp í miðøld. Fólk er síðan farið at trúgva uppá hesa trúgv aftur. Nøkur hundrað skrásett ásatrúgvandi eru í Norðurlondum í dag.

Ásatrúgvandi, blótarar ella heidningar, trúgva uppá gudar nevndir æsir; eintal ásur. Av hesum er orðið ásatrúgv avleitt.

Hesir æsir liva í Ásgarði, meðan menniskju liva í Miðgarði. Í Útgarði liva jatnir, sum vilja æsum til lívs.

Hægstur av æsum er Óðin. Hann er alfaðir og kongur ásanna. Hann er einoygdur eftir at hava latið annað eyga sítt í veð fyri at drekka úr Mímis brunni, haðan hann hevur fingið vísdóm sín. Ravnar Óðins, Hugin og Munin, flúgva um verøld alla og boða Óðini frá tí, ið fyri ferst í heiminum.

Mætastur av æsum er Tórur. Hjá sær hevur hann hamaran Mjølnir.

Nornurnar, Urð, Verandi og Skuld, ráða fyri mannalagnu. Tær spinna lagnutráð.

Heiðursverdasti deyði, ið menn kunnu fáa, er at doyggja á vali, á krígsvølli. Teir, ið doyggja soleiðis verða av valkyrjunum førdir í Óðins høll til Valhalla, har teir sleppa at halda veitslu og stríðast hvønn dag til ragnaraka.

Millum Ásgarðar og Miðgarðar er brúgvin Bivrøst, ælabogin, har ásurin Heimdallur situr á varðhaldi. Tá ið jatnir koma eftir Bivrøsti, skal Heimdallur blæsa í Gjallarhornið. Tá verður ragnarøk, t.e. heimsins undirgangur.




#Article 129: Karsten Hoydal (145 words)


Karsten Hoydal (28. mars 1912 í Hoydølum - 4. apríl 1990) var føroyskur rithøvundur.

Hann fór ungur til Danmarkar at útbúgva seg innan landbúnað og fiskivinnu og starvaðist innan hetta arbeiðsøkið. Eitt skiftið var hann í Ekvador sum ráðgevi hjá Sameindum Tjóðum. Hann var løgtingsmaður og landsstýrismaður umboðandi Tjóðveldisflokkin. Karsten var fjøltáttaður høvundur og skald. Hann skrivaði yrkingar, stuttsøgur, týddi, ummælti, skrivaði yrkisgreinar og barnasøgur. Í sínum skaldskapi lýsti hann m.a. náttúruna, lívskorini, barnalyndið og vandan við kríggi og hernaðardubbing. Karsten Hoydal var nýskapandi høvundur, bæði málsliga og innihaldsliga.

Fyrsta útgáva hansara var yrkingasavnið Myrkrið reyða í 1946. 
 

Karsten Hoydal gav út 4 yrkingasøvn: »Myrkrið reyða« 1946, »Syngjandi grót« 1951, »Vatnið og ljósið« 1960 og heildarsavnið »Teinur og tal« 1972.

Kona hansara var Maria Louisa, fødd Falk-Rønne. Saman áttu tey fýra børn: tvíburðarnir Gunnar og Kjartan, Anniku og Egil. Politikarin Høgni Hoydal er abbasonur hansara.




#Article 130: Hattarvík (2118 words)


Hattarvík er ein bygd í Fugloy. Hon er tann eystasta bygdin í Føroyum. Hattarvík varð fyrstu ferð nevnd í Hundabrævinum, sum varð skrivað einaferð í tíðarskeiðnum 1350-1400. Í Fugloy eru tvær bygdir: Kirkja og Hattarvík. Strekkið ímillum Kirkju og Hattarvík er 6 km. Í sjeytiárunum varð vegur gjørdur millum bygdirnar á Fugloynni. Arbeiðið við at gera vegin byrjaði miðskeiðis í sjeyti-árunum og varð vegurin tikin í nýtslu í umleið 1990. Í dag eru nøkur akfør í oynni. Kirkja og Hattarvík eru bygdir, sum síggjast at hava verið um leið ár 1350-1400, men sum kunnu vera eldri. Íbúgvatalið vaks upp í 100 fólk beint fyri Seinna heimskríggj og tók so at minka serliga frá 1960 og úteftir. Sambært tølum frá Hagstovuni í 2014 búgva 14 fólk í Hattarvík, men um veturin eru í mesta lagi seks fólk har. Tá mest fólk búðu í bygdini – umleið 1940 – vóru tey umleið 100. Í bygdini er kirkja og skúli. Kirkjan er bygd í 1899 og skúlin er bygdur í 1926. Kirkjan hevur áður verið á Kirkju, men tá nýggj kirkja skuldi byggjast í 1830-árunum, varð avgjørt at byggja hana í Hattarvík. Á Kirkju var ongin, ið tá kundi vera kirkjuverji, av tí at flestu menn á Kirkju gingu burtur við báti í 1818. Og ongin orsøk var at flyta hana frá Hattarvík, so ístaðin bleiv nýggj kirkja bygd har í 1898-1899, tí fyrra kirkjan var illa farin.

Sandoyarbók, sum Jóannes í Króki fór undir í 1821 og fullførdi 10 ár seinni, er uttan iva høvuðsavrikið hjá Jóannesi í Króki. Hetta verk var øðrum til fyrimynd, og úti í Fugloy fór Hanus Hansen (Hanus Hanusarson) (1794-1854), bóndi á Kellingargarði í Hattarvík, undir eitt sovorðið stórarbeiði. Hansara verk, Fugloyarbók, hevur 97 kvæði á 399 blaðsíðum. Hon varð givin próvstinum V. U. Hammershaimb sum gáva. Hóast Fugloyarbók má roknast at vera av minni týdningi enn Sandoyarbók, inniheldur hon nógv, ið ikki er at finna aðrastaðni. 

Tann 5. februar 1818 vóru teir flestu av monnunum á Kirkju - sjey í tali - á útróðri. Á heimleið drakk báturin í ósløttum sjógvi, og hann sakk. Bert tveir vórðu bjargaður, men annar teirra doyði, áðrenn teir vunnu upp hús í Svínoy. Tá oyggin, stutt eftir hetta, skuldi hava nýggja kirkju - sum higartil hevði verið á Kirkju - varð avgjørt at byggja hana í Hattarvík. Kirkjan var vígd í 1833. Í 1881 verður kirkjusýn hildið. Tá verður um kirkjuna sagt: Kirkjan í Fugloy er í ringum standi. Tornið er rotið og somuleiðis viðurin undir vindeygunum. Kirkjusýn vóru aftur í 1893 og 1896, men ikki fyrr enn í juni 1898, tá Símun Mikael Zachariassen staðfestir at kirkjan er at kalla ónýtilig, hendir nakað. 3. august hetta árið skrivar kirkjueftirlitið til Føroya Løgting við umbøn um at játta DDK 5836,70 kr. til at byggja nýggja kirkju fyri í Hattarvík, 24 x 12 alin til støddar. Tilboðið hevur Petur í Mattalág givið, og 20. september skriva hann og Christian Bærentsen, amtmaður, undir byggisáttmála. Afturat sær hevði Petur Magnus av Kamarinum, sum gjørdi timburarbeiði, og í Hattarvík vóru fleiri menn bæði til grót, træ og jarn, sum ivaleyst hjálptu til meir enn teir átta pliktarbeiðs-dagarnar, teimum vóru álagdir. 9. november 1899 sigur prósturin í skrivi amtinum frá, at Heilmann, prestur á Viðareiði, hevur vígt kirkjuna 29. oktober. Og vígsludagin hava Líggjas í Keldhúsinum og Guttormur í Geilini sýnað hana og váttað, at alt er væl úr hondum greitt. Gamla kirkjan stóð uppi í Húsi á markinum millum bø og haga. Nýggja kirkjan verða sett í býlinginum niðri í Húsi - á grundstykki, sum festið í Uttarstovu átti.

Fugloyggin var av fyrstu tíð flotoyggj. Menn róðu at henni til at kasta stál á hana og festa hana so í botn, men einki batti, tí fult stóð av trøllum fram við bakkanum, og tey loftaðu øllum, ið blakað varð á land, og tveittu tað út aftur á sjógv. So vóru allir prestarnir heintaðir saman fyri at fáa oynna til at standa. Teir vóru fluttir út til hennara og bíndu ikki av henni alla tíðina, meðan róð varð, at hon skuldi ikki fara burtur úr eygsjón. Ein av prestunum stóð fremstur í bátinum og kastaði Bíbliuna upp á land, meðan allir hinir stardu upp á oynna. Tá hjálpti; teir vóru mentir yvir trøllunum og vendu tey um til túgvur. Túgvurnar hava staðið tjúkt eftir bakkanum við Kirkju fyrr, men nú eru tær burturfarnar, sum tað er matað niðanundir av brimi.   

Tríggir menn komu úr Noregi til Fugloyar í Føroyum um tað bilið, tá ið Haraldur kongur hin hárfagri legði alt Noregs land undir seg. Gunnar æt hann, ið fyri teimum var, og Tróndur æt annar teirra, ið við honum vóru. Gunnar búsettist í Hattarvík. Hann hevði nógv gull við sær og ein ring um armin, sum kundi verja hann fyri trølldómi.  Ein gandakelling, Steinvør, sum búði við Kellingará í Hattarvík, átti eina fosturdóttur, sum hon vildi so fegin hava gifta við Gunnari. Hon hevði allar vælir sínar frammi at fáa hann til at vera góðan við hana, men ikki batti. Tá gáddi hin gamla um ringin, sum hann hevði um armin, slepti so Gunnari og gav seg í lag við Trónd at lokka hann. Honum fekk hon skjótt bilbugt við, tí hann hevði einki til at verja seg fyri gandi. Hon sigur við hann, at hann fær ikki Gunnhild, dóttur sína, uttan hann fær henni fatur í ringin, sum Gunnar ber um armin. Ringurin er eitt virðileyst ting, heldur hon fyri, og hevur einki at týða, so tað er tað minsta, hann kann gera henni afturfyri. Tróndur lovar at royna. Um náttina, meðan Gunnar svevur, skal hann taka ringin burtur av armi hansara; men Gunnar vaknar í sama bili, sum hin nertir við, og drepur so Trónd, tí at hann sær, at hann vil svíkja seg. Meðan hevur kellingin skapað fosturdóttrina um til ein ravn. Tá ið Gunnar kastar tann blóðiga kroppin út, situr ravnurin uppi á tekjuni. Gunnar tekur boga sín og skjýtur hann, so hann dettur deyður niður, og kennir nú kroppin á Gunnhild, sum er vorðin umskapað aftur í fólkalíki. Nú er kellingin kjarnað og svør, at hon skal hevna honum hetta aftur tíðliga ella seint. Hon roynir allar vælir at fáa fatur á einum lindormi til at leggja á gull Gunnars og forða honum at koma at tí. Ein morgun, sum hon hyggur út, sær hon lindormin liggja á bønum. Nú er frøi á henni; hon gevur orminum bróst síni at súgva, at hann skal trívast væl og vaksa skjótt. Hon kennir á sær, hvussu hann drekkur lívið úr henni, sum hann sýgur; men hon leggur ikki lag í tað, bara hon fær hevnd. Næsta vár fór Gunnar víkingur burtur at herja. Alt visti kellingin og sá, at hann festi sær konu tað sama summarið. Tá ið nakað leið at tíðini, sum Gunnar skuldi koma aftur, bar hon lindormin út á gull hansara; tað var goymt í jørðini undir húsi Gunnars, har sum nú Gullheyggjur er. Ein stór jøvn hella liggur uppiá, skínandi hvít at síggja. Har gróv kellingin undir grundini og setti kropp Trónds aftur í holið sum tøpp. Ikki hevði hon bindindi at bíða, til Gunnar kom; tá ið hon sá skip hansara, skapaði hon seg um til ein hval, fór ímóti skipinum og slerdi tað sundur í sor. Tað var Gunnars bani, tí ringurin vardi hann bert á landi og ikki á sjógv. Men gandakellingin læt sítt lív har eisini, tí lindormurin hevði sogið allan merg burtur úr henni. Lindormurin varðveitti gullið og liggur á tí enn. Høvur hansara liggur undir øskudunganum (“niðri á øskudunga”, sum tey rópa tað) tætt undir húsunum í Hattarvík, men halin liggur “inni á tjørn” (innantil á hálsinum, hálvan fjórðing frá bygdini). Buktin liggur á gullinum undir Gullheyginum. Søgn er, at, fær ormurin høvdið út undan øskudunganum, skal Hattarvík forganga.

Seksti ár herfyri fóru nakrir menn úr Hattarvík at grava eftir gullinum oman fyri Dyrhamar, har sum kellingin skuldi seta tøppin í, men góvu arbeiðið yvir, tí at teir hildu seg hoyra blástur av orminum.

Onnur frásøgn um gullið í Gullheyggi er tann, at Gongu-Rólvur skuldi koma skipráki til Hattarvíkar og so grava gullkistu niður har í áðurnevnda heyggj.

Einaferð fyrr í tíðini búði løgmaður í Fugloy. Hann æt Jústinus og sat sum bóndi á Kellingargarði í Hattarvík. Hann sigst at hava fingið løgmansembæti í Føroyum í løn fyri tað, at hann bjargaði einari bátsskipan niðri við lendistøðina í Hattarvík. Síðan hevur tað plássið verið nevnt Jústinusartangi eftir honum. Jústinus og ein húskallur hansara fóru eina ferð við bát út í Bispin (stakkur norðan fyri Fugloynna) til at fleyga fugl. Húskallurin kleyv upp í stakkin, men Jústinus var eftir í bátinum. Tá sá løgmaðurin ein steinkóp, sum lá og fetti sær á einari fles, nakað um hálvan fjórðing sunnan fyri stakkin. Hann róði til flesina og bant bátin fastan við tangan, leyp upp á flesina eftir kópinum, men vann einki. Hann vildi venda aftur, men tá var báturin losnaður frá og fór rekandi norðureftir. Húskallurin í Bispinum var varur við bátin, ið kom rekandi, og til alla lukku bar streymurin hann so tætt at stakkinum, at maðurin fekk lagt netið á fleygastongini niður yvir stevnið á bátinum og drigið hann til sín. So róði hann til flesina og bjargaði húsbónda sínum. Henda flesin, sum nevnd hevur verið “løgmansskerið” síðani, er nú burturtikin av brimi.

Einaferð kom Jústinus løgmaður óvart á ein tjóv, rætt sum hann var at bróta inn í eitt gróthús hansara. Tjóvurin bønaði hann einki at gera sær, og Jústinus slepti honum, men varnaði hann ikki at gera slíkt oftari. Sama árið fór løgmaður til Havnar til ólavsøkutingið, men sum hann sat í rættinum, kom hesin sami tjóvur inn og spurdi løgrættismenninar, hvussu mikil sekt ið lá á manni, sum slepti einum tjóvi og segði ikki frá honum. Tá svaraði løgmaðurin, sum kendi skálkin aftur og visti, hvat ið hann hevði í huga: “Eg skal lata tjóvabøturnar, men tú skalt hanga í gálganum.” Og løgmaður galt peningin alt fyri eitt og legði seksti dálar fram á borðið, men tjóvurin varð hongdur.

Um hetta mundið sat ein einkja á Húsagarði í Hattarvík, sum átti ein so frálíkan fuglahund, at tí manni, sum fór til fugla við honum, kravdist einki annað enn at fylgja honum til plássið og so leggja seg at sova. Tá ið maðurin vaknaði, kundi hann fara heim við eini heilari byrði av lundum, sum hundurin hevði fangað. Løgmaðurin bar ofta upp á mál við hana um at selja sær henda hund, men hon sýtti hvørja ferð. So kastaði hann hatur á hana og gjørdi tað í hevnisøk, at hann rak hana burtur av garði hennara í Hattarvík. Hon átti eitt annað festi í Hvannasundi í Viðoy og flutti hagar at búgva. Men løgmaður var eftir henni og fekk gjørt so mikið, at hon misti hetta festið við. So flutti hon inn á Strendur í Eysturoy, hvar hon átti eina hálvmørk í jørð. Men heldur ikki her varð hon verandi. Tá stóð kirkja á Skála við ta ánna, sum rópast Kirkjuá. Men ein sunnudag í kirkjutíð kom eitt vatnlop so dáttliga á, at tað tók kirkjuna út á sjógv, og øll, ið inni vóru, týndu lívið. Tá varð tað lovað, at, har sum tað fyrsta sprekið av kirkjuni kom rekandi, í tí staði skuldi hon verða bygd upp aftur, og tað var beint niðri undir hálvmørkini, sum hin áðurnevnda einkjan átti og búði á. So skifti hon til Nólsoyar. Har náddi løgmaður henni ikki, og síðan livdi hon í friði og náðum alla sína ævi.

Jústinus løgmaður átti tveir synir. Hin eldri fekk Kellingargarð eftir pápan; hin yngri giftist til løgmansgarðin á Steig í Vágum. Við skilnaðin gav løgmaður yngra soni sínum fýra óðalsmerkur innangarðs uttan fyri Tvættá á Kirkju (í Fugloy) og ein hagapart fyri seg sjálvan ytst í Skarðsvík. Festibrævið skrivaði løgmaður “uppi á Krossi”, á fjallinum ímillum Kirkju og Hattarvíkar.

Floksmenninir vóru tiltikin bartrog, ið livdu í Føroyum fyri nógvum hundrað árum síðan. Teir itu Høgni Nev, Hálvdan Úlvsson og Rógvi Skel og vóru úr Hattarvík. Ein fjórða, Sjúrð við Gellingará, noyddu teir afturat sær. Teir søgdu fyri kongi, at tað livdist ikki í Føroyum fyri ófriðarkroppum og fingu hann at senda sær svørð og onnur vápn at verja sær við. Men veruliga ætlan teirra var at leggja undir seg allar Føroyar. Fimti mans fingu teir í part við sær, flestar úr Suðuroy, og stevndu teimum til fundar á Gøtueiði at leggja til rættis. Men yvirvøldin í Havn frætti um ætlanina, tók viðhaldsmenn teirra og sendi síðan fólk at taka floksmenninar. Eftir harðan bardaga í Svínoy vórðu teir tiknir og dømdir til deyða fyri m.a. at hava dripið bóndan í Árnafirði. Floksmenninir vóru síðani førdir uppá á hægstan Valaknúk, omanstoyttir haðani og grivnir niðriundir. 




#Article 131: Áland (386 words)


Áland, svenskt: Åland, finskt: Ahvenanmaa er oyggjaland millum Finnland og Svøríki. Áland er partur av Norðurlondum og Norðurevropa, og hoyrir framvegis til Finnland. Áland hevur bara 27.000 íbúgvarar, t.v.s. beint omanfyri helvtina av Føroyum. Áland verður kallað friðaroyggjarnar. Tað er einasta sjálvstýrandi landøki í Evropa, sum er hernaðarfrítt og uttanveltað (neutralt) sambært millumtjóða sáttmála. Ferðavinnan hevur stóran týdning fyri Áland. 

Áland er gomul sjóvinnutjóð. 

Áland er undir finskum stýri, men hevur heimastýri, eins og Føroyar og Grønland. Áland er eisini limur í ES sum partur av finska ríkinum. Álendska heimastýrið ber í sær, at uttanríkismál, verjumál og skattamál eru felagsmál. Áland hevur egið ting, Landsstýrið. 30 landsstýrismenn eru. Í Mariehamn er landsstýrishúsið. Har halda teir 30 landsstýrismenninir fund. Landsstýrið verður valt fjórðahvørt ár. Øll eldri enn 18 ár við álendskum heimarætti hava valrætt. Álendingar velja ein tingmann í finska ríkisdagin. Í Álandi er hvørki hervald ella skansi. Álendsk mannfólk hava ikki herskyldu. Í 1970 gjørdist Áland limur í Norðurlandaráðnum saman við Føroyum og Grønlandi. Hóast tað eru 60 oyggjar sum fólk búgva á, hava álendingar ikki sæð tað neyðugt at hava meira enn eitt sjúkrahús. 

Áland er ein oyggjabólkur, sum liggur í Eystursjónum millum Finnland og Svøríki. Landið er nøkulunda líka stórt sum Føroyar, 1527 ferkilometrar, men oyggjarnar eru ikki minni enn 6.500 í tali, tó eru bert 62 av teimum bygdar. Í Álandi búgva 27.000 fólk (2008). Meginparturin (90 %), býr í Fasta Álandi, sum er tann størsta oyggin. Høvuðsstaður er Mariehamn. Víddin á lendinum er 1.526 km2. Sjógvur, vøtn og áir eru 5.257 km2. Áland veksur, tí undirgrundin verður trýst upp. Størsta oyggin er Áland. Eystur og vestur er hon 45 km, og suður og norður er hon 50 km. Har Áland er hægst, er tað 122 m. 16 kommunur eru í Álandi. Størsta kommunan er Mariehamn, har búgva 11.000 fólk. Í minstu kommununi, Sottunga, búgva 153 fólk. Sottunga er minsta kommunan í Finnlandi. 

Sjóvinna og ferðavinna hava stóran týdning hjá øllum álendingum. Meiri enn ein millión ferðafólk eru í oyygjahavinum hvørt ár. Teirra trafikkkervi er útbygt soleiðis, at har ferðast yvir 500.000 bilar til oyggjarnar um árið, og yvir 1 millión ferðandi. Ferðafólk koma til Álands at vera í náttúruni, at fiska síl og annað, at spæla golf, at síggja gamlar kirkjur og minnismerki, ella at fara útferð á onkra av nógvu oyggjunum. 




#Article 132: Finnland (406 words)


Finnland (finskt: Suomi) er lýðveldi í Norðurevropa. Finnland hevur mark við Noreg í norðri, Svøríki og botnisku víkina í vestri, Eystrasalt í ein útsynning Finnlandsfjørðin í suðri og Russland í eystri. Finnland er norðasta sjálvstøðuga land í heiminum eftir Ísland.

Í øldir var Finnland undir svenskum yvirvaldi (Hertugadømið Finnland), til tað kom undir Russland í 1809. Finnland gjørdist sjálvstøðugt land í 1917. 

Ríkisdagurin í Finnlandi samtykti 28. nov. 2014 við teprum meiriluta eitt uppskot um at loyva hjúnaband millum persónar av sama kyni.gjørdist sigursharri.  

Størsti parturin av landinum er skógur, har fura, grann og bjørk vaksa. Kavin liggur næstan allan veturin. 

Stórir partar av Finnlandi eru skógvaksnir, og har eru mong vøtn, tí at skriðjøklarnir gróvu djúpar lægdir í lendið í seinastu ístíð.

Mesta fólkið livir av jarðarbrúki og skógbrúki. Tað er so í Finnlandi, at til hvønn garð liggur eitt strekki av skógi, og hetta gevur ofta líka nógv av sær sum tað, fólkið fær burtur úr jørðini. Um summarið verða neytini rikin á skógin. Kornsløgini, tey dyrka í Finnlandi, eru mest bygg og havri, men tey velta ikki sørt av hveiti. Inni í landinum kann tað ofta henda, at hann legst við náttarfrosti, tá ið akrarnir eru farnir at næla, og so er alt strevið burturspilt. Kornið stadnar ikki allastaðni á bønum, so teir mugu turka tað inni. Eplum og rótum verður nógv velt av. Røturnar verða brúktar til neytini. Neytatalið í Finnlandi er heilt stórt, og tey kirna væl av smøri. Skógbrúkið hevur ovurhonds nógv at týða fyri finnlendingar; um tveir triðingar av landinum er skógvaksið, og væl ber til at floyta viðin eftir áunum, sum renna millum tey ymsu vøtnini; kortini kann tað henda, at stórir fossar eru á vegnum, og tá ber ikki til, men so hava teir grivið gryvjur millum vøtnini. Hægsti fossurin í Finnlandi eitur Imatra: har er bygt stórt elverk. Tað eru ikki bara stórvið og borðvið, teir flyta út úr Finnlandi. Nøgd av viði, helst av tí, sum lítið virði er í, verður gjørt til pappír, og Finnland flytur pappír út í stórum; krosslineri flyta teir eisini nógv út av; finskir svávulpinnar eru væl kendir. Í nýggjari tíð verður nógvur viður nýttur í klædnagerð (kunstsilki, eisini kallað rayon). Kol ella olja finst ikki í landinum, men fossamegín trýtur ikki, so teir brúka elkraft til drívmegi á ídnaðarvirkjunum. Eitt sindur av jarni er í landinum, men ikki nóg mikið til egið brúk; harafturímóti er væl til av kopari.




#Article 133: Mann (292 words)


Isle of Man, Mann ella Mon sum hon eisini verður nevnd (Ellan Vannin á manskum), er sjálvstýrandi oyggj í Írska sjónum, men undir enskum kongadømi. Stjórnin á oynni eitur Tynwals, og her verða summar týðandi avgerðir tiknar. Upprunamálið er manskt - keltisk mál, sum næstan er útdeytt og bara verður talað við hátíðarligt høvi. Oyggin hevur áður havt sjálvræði. Árini 1405 til 1765 var oyggin Man sjálvstøðugt kongsríki. 

Høvuðsgrein: Manns søga

Søgan hjá Mann er elligomul. Oyggin var longu bygd, áðrenn keltar komu til bretsku oyggjarnar, og hon hevði sína frælsu og óheftu skipan fram til 1765, tá Duke John av Atholl varð kroystur at selja ensku krúnuni síni rættindi fyri 70.000 sterlingpund. Við hesi sølu fekk Stóra Bretland fult vald at krevja inn allan toll á oynni og tryggja, at Navigation Act varð upphildin eisini á Mann. Manbúgvar noyddust eftir hetta at venda aftur til gomlu vinnuvegirnar, landbúnað, fiskivinnu og námsvinnu, blýggj og kol. Frammanundan hesi sølu varð mett, at Manbúgvar árliga stóðu fyri eini smugling, ið snýtti bretsku krúnuna fyri virðir, sum svara til góð 300.000 pund. Ryberg royndi at flyta henda handil til Føroya. 

Høvuðsgrein: Manskur politikkur

Mann er ikki eitt heimastýri. Mann er eitt sjálvstøðugt ríki í kongsfelagsskapi við Ongland. Gordon Brown hevur einki at siga í Mann. Men tað hevur enska drotningin harafturímóti. Mann er fullkomiliga sjálvstøðugt, men er tó ikki viðurkent av altjóða samfelagnum sum fullveldisríki. 

Høvuðsgrein: Mansk mentan

Gamla gæliska talumálið, manskt bleivð avloyst av enskum í 19-du øld. 

Høvuðsgrein: Mansk landafrøði

Mann liggur í Írlandshavinum, einar 50 km suður úr Skotlandi og einar 75 km eystur úr Norðurírlandi. Oyggin er 572 ferkilometrar til støddar, t.e. nakað sum Streymoy, Vágoy og Kalsoy til samans. Høvuðsstaðurin, Douglas, liggur miðskeiðis á eystursíðuni á oynni. 

Høvuðsgrein: Manskur búskapur




#Article 134: Írland (land) (909 words)


Írland, (enskt: Ireland, írskt: Éire, ulster skotskt: Airlann) er lýðveldi í Vesturevropa. Landið Írland, ið ikki má mistakast fyri oynna Írland, hevur landamark norðureftir við Norðurírland, ið er partur av Stórabretlandi. Sjómark hevur Írland við Atlantshavið, Írska havið og Ermasund. 

Írland hevur sjálvstýri, øvugt Norðurírland, sum er partur av Stóra Bretlandi. 

Dublin er høvuðsstaður í Írlandi og aðrir stórir býir er Cork, Limerick, Galway og Waterford.

Írland var leingi undir bretskum yvirvaldi. Í 1922 fekk syðri partur – um fýra fimtingar av oynni – sjálvstýri í Bretska Heimsveldinum og gjørdist óheft lýðveldi í 1948; men Norðurírland varð verandi saman við Bretlandi. 

Írski frístaturin varð settur á stovn í 1922 sum ein  (sjálvstjórnandi hjáland) í bretska Commonwealth og fekk økt sjálvstýri ígjøgnum m.a.  og . Í 1937 varð ein nýggj stjórnarskipan (), ið lýsti landið sum fullveldisríki undir heitinum Ireland sett í gildi. Og í 1949 vórðu seinastu formligu bondini við Sameinda Kongsríkið (UK) slitin, tá ið Írland tók loysing og lýsti seg sum tjóðveldi. 

Meðan landið var undir bretskum veldi og fyrstu árini sum tjóðveldi var Írland eitt av fátækastu londunum í Vesturevropa og fráflytingin úr landinum var stór. Í 1950’unum varð protektionistiski búskapurin opaður, og í 1973 gjørdist Írland limur í Europeiska Felagsmarknaðinum EF (nú Europeiska Samveldið ES). Ein búskaparkreppa noyddi landið til at fremja nýskipanir seinast í 1980’unum, og skattur og reglur vórðu linkaði ógvusliga í mun til onnur ES-lond.

Írski loysingarherurin, IRA, stríddist í sekstiárunum fyri at fáa teir seks norðastu landspartarnar uppí Írland ístaðin fyri, at teir skulu vera partar av Stóra Bretlandi. 

Seinastu 20 árini hevur Írland havt ein stóran búskaparvøkstur, og landið hevur í dag tann 31. størsta búskapin í heiminum. Í 2009 varð landið mett at hava hægstu lívsgóðsku í heiminum. Men altjóða kreppan hevur eisini rakt Írland hart, og hevur ført arbeiðloysi og økta fráflyting við sær.

Írland er limur í ES, OECD og ST.

Írskir forsætismálaráðharrar (írskt: Taoiseach, fl. Taoisigh)

Upprunaliga var Írland býtt í 26 amt (), og hesi mynda framvegis tær mentanarligu og ítróttarligu eindirnar eins og postnumrini. Men fyrisitingarliga uppbýitið er í dag 29 eindir, County Dublin varð í 1990’unum býtt í trý og Tipperary í tvey í 1890’unum. Aftrat hesum koma 5 býir (), teir eru Dublin , Cork , Limerick, Galway og Waterford . Haraftrat koma fimm býarkommunur nevndar '' (sama orð sum norrønt ‘borgir’), tær eru Clonmel, Drogheda, Kilkenny, Sligo og Wexford, ið hava ávíst sjálvstýri innanfyri kommunumark. Hóast Kilkenny verður roknað sum ein ‘borough’ hevur býurin lógligan rætt sum ‘city’.

Írska grundlógin sigur at staturin má ikki umboða nakra ávísa trúgv, og hon tryggjar trúðarfrælsi fyri øll. Umleið 86,8% av fólkinum eru rómverskir katolikkar; og sambært úrslit av kanningum, so eru írar tey ídnastu at ganga regluglia til messu () í kirkju hvønn sunnudag í vesturheiminum. Men somu kanningarúrslit vísa eisini eina stóra minking í kirkjugond í landinum, seinastu 30 árini. Millum 1996 og 2001 minkaði kirkjugongdin frá 60% til 48%, (áðrenn 1973 var kirkjugongdin omanfyri 90%) , og fleiri katólskir lærustovnar eru stongdir.

Næststørsta kristna samkoman er anglikanska ‘’ ið eftir áhaldandi minking í limatali ígjøgnum alla 20’du øld, nú aftur hevur upplivað eina framgongd. Eins og aðrar smærri kristnar samkomur so sum brøðrasamkoman (Presbyterian) og metodistakirkjan. Millum 2002 og 2006 vaks talið av muslimum í Írlandi við 69% og islam er nú triðstørsta og skjótast vaksandi trúgvin í írlandi. Eisini hevur lítla jødiska samfelagið og nýggjara hinduistiska samfelagið upplivað ein vøkstur seinastu árini.

Størstu halgimenni Írlands eru Sankta Pátrik (),  og . Men Saint Patrick er tann einasti av hesum ið regluliga verður roknaður sum Høvuðshalgimenni. Pátriksmessa () 17 mars verður hildin í Írlandi og uttanlands sum írskur tjóðardagur, við skrúðgongum og øðrum tiltøkum.

Sambært ein kanning frá 2006 vóru tað 186.318 fólk (4,4%) ið søgdu seg onga trúgv hava, men í hesum tølum eru bæði ikki-trúgvandi og fólk ið rokna seg sum ‘spirituel’ og heiðin (ikki-kristin) íroknaði. Aftrat hesum komu 1.515 fólk ið roknaðu seg sum agnostikarar og 929 ið lýstu seg beinleiðis sum ateistar. Samlað verður talið á ikki-trúgvandi fólkum sostatt 4,5% av fólkinum. Onnur 70.322 svaraðu ikki fyri um tey høvdu trúgv ella ikki.

Upprunaliga grundlógin í írlandi frá 1937 gav  eina ‘serstøðu’ sum kirkja meirilutans, men viðurkendi aðrar kristnar rørslur og jødadóm. Sum í øðrum katólskum londum hevur Írland upplivað eina áhaldandi sekularisering ígjøgnum 20’du øld. Í 1972 var lógin ið nevndi átrúnarligu bólkarnar, katólsku kirkjuna íroknaða, strikað úr grundlógini.

Hóast átrúnarligar skipanir reka nógvar av skúlunum í Írlandi, fer ein framhaldandi sekularisering fram í írska fólkinum, serliga hjá unga ættarliðnum.
Í katólsku skúlunum kunnu foreldur biða um at børn teirra verða frítikin fyri átrúnarliga frálæru, og sama frálæra snýr seg í dag, um átrúnað sum heild, heldur enn um eina ávísa trúgv. Átrúnarligir skúlar ið fáa almennan stuðul hava ikki loyvi til at diskriminera næmingar vegna teirra trúgv, ella væntandi trúgv. Men ein avmarkandi skipan fyri upptøku, har næmingar hvørs virði samtvinnar við skúlans virði, verða upptiknir áðrenn aðrir næmingar finst tó.

Í Írlandi finnast øki har írskt (gæliskt) framvegis verður tosað. Hesi øki verða kallað Gaeltachtai.

Írland er kent fyri sín ríka fólkatónleik, ein kendur bólkur er The Dubliners. 

Veðurlagið í Írlandi er lýtt og slavið, og tí er lendið nógvastaðni arbeitt og græsgrønt. Landbúnaður er enn høvuðsvinna; men eisini í Írlandi eru mong fólk – helst ungfólk – flutt av bygd til býirnar. Náttúrutilfeingið er ikki nógv, og áðrenn ídnaðurin og ferðavinnan tóku dik á seg, var Ìrland eitt av fátækastu londunum í Vesturevropa.




#Article 135: Stóra Bretland (752 words)


Stóra Bretland ella Hitt Sameinda Kongsríki Bretlands og Norðurírlands (enskt: United Kingdom of Great Britain and Northern Ireland, United Kingdom ella Great Britain) fevnir um tey fýra londini Ongland, Wales, Skotland og Norðurírland. Hóast Bretland ikki er so stórt land, hevur tað havt ógvuliga stóra ávirkan á allan heimin. Einaferð var tað ovurstórt heimsveldi, og tí er enskt eitt heimsmál. Høvuðsstaður er London og høvuðsmálið er enskt. Í Stóra Bretlandi búgva umleið 63,3 milliónir fólk (2013) á einum øki, ið er 242.910 km² til støddar. 

Stóra Bretland er í søguligum høpi eitt av heimsins størstu og mætastu londum. Bretska kongaríkið fevndi eitt skiftið um meira enn ein fjórðapart av heiminum, og seinast í 19. øld hevði ríkið lagt seg á odda á fleiri økjum, til dømis innan ídnað, sjóvegis flutning og altjóða handil. Í seinastu øld førdi afturgongd á ídnaðarøkinum til, at kappingarførið innan bretsku handilsvinnuna versnaði, samstundis sum sosialir trupulleikar fóru at gera vart við seg. Seinastu árini hevur aftur gingið framá. Við aldarmótið er Stóra Bretland í ferð við at staðfesta seg sum ein av týdningarmiklastu tjóðunum í Evropa við stórari ávirkan á politiska, handilsliga, búskaparliga og mentanarliga økinum, og London er ein av týdningarmestu miðdeplum í heiminum.

Írar vildu ikki vita av enska yvirvaldinum, og í 1922 vóru teir komnir so langt í frælsisstríði sinum, at stórar partur av Írlandi fekk sjálvstýri í Bretska Heimsveldinum. Í 1949 gjørdist Írland óheft lýðveldi.

Síðan 1950-árini er Bretland vorðið alt meiri fjølmentað samfelag. Mong fólk úr gomlu bretsku hjálondunum í Karibia, Afrika og India hava búsett seg í Bretlandi og ríkað bretskt andslív við fremmandu mentanum sínum.

Mangir bretar búgva í býarforstøðum, tí har er reinari og rúmligari og góðir samferðslumøguleikar inn í miðbýirnar, har nógv fólk starva. Bretar eru heimkært fólk, og teir flestu seta sær fyri at eiga egin hús. Bretum dámar betur at búgva í vanligum sethúsum og raðhúsum enn í stórum íbúðarhúsum, og í frítíðini dámar teimum væl at røkja urtagarðin og væla um uttandura og innandura. 89 % búgva í býum og 11 % búgva á bygd.

Bretar eru ítróttahugað fólk. Um veturin spæla teir fótbólt og rugby, og krikket og golf um summarið. Bæði rugby, krikket og golf - ítróttargreinir, sum nú verða spældar um allan heimin - tóku seg upp í Bretlandi, og fótbóltsspælið spratt úr spølum, spæld vórðu á enskum dreingjaskúlum.

Bretska stjórnin situr í London í Onglandi; men tað eru sterkar frælsisrørslur bæði í Skotlandi, Wales og Norðurírlandi. Norðurírar hava sítt egna ting, og tað fáa skotar og valisar um stutta tíð. Tjóðskapareyðkennini í hesum londum verða goymd í sermerktum handverki og siðum. Til dømis eru enn mangir skotar, sum serligar hátíðardagar lata seg í puntuta skjúrt sítt. 

Trý viðurskifti eyðkenna serliga bretskan uttanríkispolitikk. Tey eru tætta sambandið við USA, tilknýtið til tey mongu londini, sum eru við í Bretska Samveldinum (The Commonwealth) og sambandið við Evropa, serliga við Evropeiska Samveldið. Eftir valið í 2001 fór Robin Cook frá sum uttanríkisráðharri, og Jack Straw, sum tók við starvinum, gjørdi beinanvegin vart við, at góða sambandið við bæði USA og ES skuldi varðveitast. Bretsku myndugleikarnir eru greiðir yvir, at globaliseringin og teir ágóðar og vansar, hon hevur við sær, á mangan hátt ikki akta vanlig landamørk. Tá ið tað ræður um umhvørvisspurningar, narkotikatrupulleikar og størri samskipaðan kriminalitet, er fragasta loysnin ofta at loysa trupulleikarnar í ymiskum altjóða felagsskapum. Yvirgangsatsóknirnar 11. september 2001 hava tó havt við sær, at meginparturin av bretska uttanríkispolitikkinum seinastu tvey árini hevur staðið í skugganum av hesari hending og bardaganum ímoti altjóða yvirgangi, har Bretland hevur verið hollasti stuðulin hjá USA.

Føroyar og Stóra Bretland eru grannatjóðir og hava í mong ár samstarvað væl. Í søguligum høpi hevur leingi verið samstarvað landanna millum á fiskivinnuøkinum, men seinastu tíðina er samstarv eisini fingið í lag til dømis í oljuvinnu, útbúgving, ferðing og mentan. Seinastu árini, hava ávísar broytingar eisini havt við sær, at møguleikarnir fyri meira samstarvi eru mentir. Í Stóra Bretlandi er ein av stóru broytingunum til frama fyri meira politiskum samstarvi helst, at skotska heimastýrið varð stovnsett; men eisini oljuleitingarvirksemið á føroyskum havleiðum, øktir útbúgvingarmøguleikar og betri ferðasamband til grannan fyri sunnan munnu vera atvoldin til, at føroyska-bretska samstarvið er ment.

Samkynd í Stóra Bretlandi kunnu skráseta seg í parlagi, men tey verða ikki viðurkend sum hjún; í 2005 varð lógarbroytingin um skrásett parlag samtykt í Bretlandi. Í 1988 setti konservativa stjórnin við Thatcher á odda í verk Section 28. Section 28 var ein reglugerð, sum bannaði lokalum myndugleikum at kunna um samkyndleika, eins og sýna viðurkenning mótvegis samkyndleika 




#Article 136: Antarktis (249 words)


Antarktis er meginlandið á suðurpólinum og bleiv funnið 1820. Suðurkollur er undir millumtjóða sáttmála, sum bannar londum at eiga ella gangnnýta landið.

Suðurkollur er stórt meginland, og uttan um eru stór høv. Suðurkollur er fjarskotnasta og ómildasta land í heiminum. Oman á næstan øllum meginlandinum er tjúkkur ískappi; úti við strendurnar brotnar í heilum burtur av ískappanum - ísurin kálvar - og ovurstór ísfjøll - upp í 200 km reka til havs. 

Suðurkollur er einasta meginland, har fólk ongantíð hevur búsett seg - einastu fólk, ið eru har, eru granskarar, ið granska til dømis jarðfrøðina, veðurlagið og lofthavið uppi yvir Suðurkolli.

Bara um 1200 fólk eru á Suðurkolli um veturin; um summarið eru um tríggjar ferðir so nógv fólk. Øll eru vísindafólk og granska, og 46 granskingarstøðir eru spjaddar um alt meginlandið. Øll hús eru ógvuliga væl bjálvað fyri nógva kuldanum, og nøkur eru grivin niður í ísin, har tað lívir betur, serliga í vindi. Dieselmotorar gera ravmagn til húsini, og allar støðir hava nóg mikið niður fyri av olju, mati og aðrari útgerð til í minsta lagi eitt ár, skuldi ikki verið komandi fram til teirra fyri veður.

Granskarar úr øllum heiminum koma til Suðurkoll at granska veðurlagið, jarðfrøðina og sjáldsama dýra- og plantulívið. Av elligomlum grótsløgum fæst vitan um menning jarðarinnar í jarðfrøðiligari fornøld, og mongu torusteinarnir, sum eru dotnir niður á ísin, geva granskarum upplýsingar úr rúmdini.

Vísindafólk bora niður ígjøgnum ískappan og taka kjarnan upp, soleiðis kunnu tey granska broytingar, sum hava verið, í veðurlagnum.




#Article 137: Berlin (172 words)


Berlin er høvuðsstaður Týsklands. Berlin varð grundaður við ánna Spree. Eftir gryvjum er siglandi í tvær aðrar stórar áir, Oder og Elbá. 

Í 2. heimbardaga varð Berlin illa bumbaður. Eftir kríggið varð hann býttur sundur í vestur- og eysturtýskan býarpart. Frá 1961 inntil 1990, býtti ein høgur múrur, Berlinmúrurin, fólkið sundur í teir báðar býarpartarnar. Nú er múrurin tikin niður, men munurin á báðum býarpørtunum er sjónskur. Tað verður leingi, áðrenn týska fólkið aftur fer at kenna seg sum eina tjóð. 

Í 1989 varð múrurin brotin niður, og í 1990 vórðu tey bæði týsku londini løgd saman. Tá ið kríggið endaði, lá helvtin av húsunum í Berlin í toftini, og íbúgvatalið var ógvuliga nógv minkað. Annars er at siga, at eitt risaarbeiði er gjørt, síðan kríggið endaði, til at fáa ruddað toftirnar og reist nýggj hús. Til hetta arbeiðið hava berlinarar fingið stuðul frá   Sambandsríkjunum.

Brandenburger Tor varð bygt í 1791 og er á gamla markinum millum Vesturberlin og Eysturberlin.

Hann er ikki gamal býur, og vegirnir eru tí beinir og breiðir. 




#Article 138: Keypmannahavn (491 words)


Keypmannahavn (danskt: København, latín: Hafnia) er høvuðsstaður Danmarkar og størsti býurin í Høvuðsstaðarregiónini. Hann er størsti býur og handilsmiðdepil í Danmark. Ferðafólk, ið ganga í trongum, gomlum gøtum ella á gitnu gongugøtuni Strøget, koma skjótt fram á gamlar kirkjur, áhugaverdir marknaðir og vøtn og tjarnir. Mangir keypmannahavnarar eru at síggja á súkklu, og súkklubreytir eru lagdar út til forstaðirnar, har fólk í býnum hava summarhús síni. 

Keypmannahavn er landsins størsti býur. Har búgva fleiri enn 1,2 milliónir fólk, og býurin er miðdepil í handli og ídnaði. Býurin er eisini høvuðsstaður, har býr drotningin, og har eru Fólkatingið og stjórnin. Í miðbýnum eru sjónleikarhús, forngripasøvn, kirkjur og mong stór handilshús. Býarpartarnir eru nógvir, t.d. Vesturbrúgv, Norðurbrúgv og Eysturbrúgv. Millumtjóða floghavnin í Keypmannahavn, Kastrup, hevur flogsamband við allar heimspartarnar.

Keypmannahavn er størsta ferðamál føroyinga. Ferðasambandið millum Keypmannahavn og Vágar er gott við minst tveimum dagligum flogførum.

Keypmannahavn og Bergen vóru størstu býirnir í danska-norska ríkinum í 18. øld. Í Keypmannahavn búðu 80#8239;000 fólk, og Keypmannahavn var sjey ferðir størri enn Bergen.

Keypmannahavn er høvuðsstaður Danmarkar, so har eru allar ráðharrastovurnar, tær eru rundan um borgina Christiansborg, har Fólkatingið, hægstirættur og móttøkustovurnar hjá drotningini eru.

Nógvar stórar fyritøkur, bankar og tryggingarfeløg hava høvuðssæti sítt í miðbýnum í Keypmannahavn. Í miðbýnum eru eisini leikhús, søvn, matstovur, konserthallir og biohallir í stórum tali. Í miðbýnum í Keypmannahavn eru nógv arbeiðspláss: Úr øllum heimi koma fólk at keypa úr teimum nógvu serhandlunum. Í miðbýnum eru eisini nógvar skrivstovur. Í miðbýnum verða næstan øll húsini brúkt til skrivstovur, handlar og aðrar fyritøkur. Hóast húsini standa tætt, er ikki nógv pláss til íbúðir. Íbúðirnar, sum eru, eru mangan lítlar. Tí eru tað mest smá húski, eldri fólk og skúlaungdómur, sum búgva í miðbýnum. Húski við børnum búgva mest í forstaðunum, har tað er rúmsáttari. Í stuttum kann sigast, at Keypmannahavn er politiski, fíggjarligi og mentanarligi miðdepilin í Danmark. 

Tøl frá World Meteorological Organization.

Baðistrendur og baðibrýr eru í høvuðsstaðarøkinum. Har eru baðistøð við kanalirnar, á Østerbro, á Amager, á Bellevue og í Hellerup.

Í stórbýum sum Keypmannahavn er nógv fartan aftur og fram. Fólk, sum arbeiða í øðrum býarparti, enn har tey búgva, mugu fara hvønn dag ímillum heim og arbeiði. Nógv fólk súkkla til og frá arbeiði, til og frá skúla ella universiteti, til hetta endamál eru súkklubreytir á báðum síðum á mestsum øllum teimum størru vegunum í Keypmannahavn.  Í Keypmannahavn arbeiða uml. 2/3 í aðrari kommunu enn teirri, tey búgva í. Tí er nógv ferðsla tíðliga um morgunin, tá ið fólk fer til arbeiðis, og seint seinnapartin, tá ið fólk kemur heim aftur. Nógv av hesum fólkum í Keypmannahavn koyra sjálv, men nógv brúka eisini almenna ferðasambandið: bussar og tok. Í Keypmannahavn eru fleiri enn 100 bussleiðir, sum binda allan býin saman. Í Keypmannahavn eru eisini tokleiðir, S-tok, sum flyta fólk stað úr staði bæði skjótt og væl. Hvønn dag fara eini 200.000 fólk úr forstaðunum inn til Keypmannahavnar til arbeiðis. Flogvøllurin í Keypmannahavn er Kastrup Flogvøllur.




#Article 139: Grímur Kamban (169 words)


Grímur Kamban var sambært Føroyingasøgu fyrsti víkingur at seta búgv í Føroyum. Roknað verður við, at hetta hendi umleið ár 825. Sambært Dicuil búðu tó írskir munkar í Føroyum áðrenn Grímur Kamban setti búgv í Føroyum.

Fyrsta vers í Føroyingasøgu greiður stutt frá búseting Grím Kambans í Føroyum:

Aðrar frásagnir eru ikki í Føroyingasøgu um Grímur Kamban. Føroyingasøga verður tó mett at hava skeiva tíðarfesting ísv. Harald Hárfagra, tí abbasonur Grím Kambans, Tórálvur Smør, sambært Landnámabók var við á rannsóknarferðini hjá Flóka Vilgerðarsson til Íslands áðrenn ár 874, og landnám Grím Kambans í Føroyum tí má hava verið um hálva øld áðrenn ferð Tórálvs.

Fornavnið Grímur er av norrønum uppruna, meðan eftirnavnið Kamban verður mett at vera av keltiskum uppruna. Summir granskarar meta tí, at føroyska landnámi kom ikki beinleiðis frá Noregi, men umvegis norrøn niðursetuøkir á keltiskum øki, til dømis Hetlandi, Hebridunum ella Írlandi.

Vanligt er at siga, at Grímur Kamban setti búgv í Funningi í Eysturoynni.

Gøtan Gríms Kambans gøta í Havn er uppkallað eftir Grími Kamban.




#Article 140: Føroyingasøga (1380 words)


Føroyingasøga ella Føroyinga søga er skrivað í Íslandi og varðveitt í gomlum íslendskum handritum, men tó ikki sum sjálvstøðug bók. Kortini ivast granskarar ikki í, at hon einaferð hevur verið tað. Mett verður, at hon er skrivað umleið ár 1210 - 1215, og har við ein av elstu íslendsku søgum. Samansettu søgurnar eru at finna í kenda íslendska handritinum Flatoyarbók (norrønt: Flateyjarbók). Í 1832 savnaði danski søgumaðurin Carl Christian Rafn hesi brot saman og gav tey út undir heitinum Færeyinga saga, sum so varð týtt til føroyskt. Høvundurin er ókendur og Føroyingasøga er skrivað 200 ár eftir hendingarnar eru farnar fram. Tískil er ivi um, hvussu høvundurin hevur fingið alla vitanina og tilfarið til vegar, men hildið verður, at høvundurin hevur kent til føroysk viðurskifti og tilfarið er komið frá fólki, sum hevði samband við Føroyar, ella serliga vitan um oyggjarnar. 

á føroyskum

Tróndur fór til Danmarkar

Torbjørn var ríkur maður og gamal, tá ið hesi tíðindi bórust. Tollakur giftist har í oyggjunum, men var tó heima hjá faðir sínum í Gøtu. Stutt eftir at Tollakur var giftur, andaðist Torbjørn Gøtuskegg og var útborin í heyg eftir fornum siði; tí tá vóru allir føroyingar heidnir.           

Synirnir skiftu nú arvin ímillum sín. Men báðir vildu hava jørðina í Gøtu, tí hon var besta ognin. Teir lutaðu, og heimaparturin líknaðist tá Trónda. Tollakur beyð nú Trónda at býta um, lata seg annan fáa heimabúgvið og hann meira av leysagóðsi. Men Tróndur vildi ikki. Tollakur fór tá burtur haðani og fekk sær annan bústað í oyggjunum. 

Tróndur tók til sín nógvar leiglendingar fyri mestu leigu. Um summarið gjørdi hann skip út og sigldi til Noregs; men tók lítlan farm við sær. Hann vistaðist hjá einum bónda allan veturin; men hann tóktist fyri tað mesta vera dapur í huga.

Tá var Haraldur Gráfeldur kongur í Noregi.

Summarið eftir fór Tróndur suður til Danmarkar við keypmonnum á farmaskipum og kom til Háloyrar. Har var nógv fólk saman komið. Sagt er, at hagar kemur størsta mannfjøld í Norðurlondum, meðan keysstevnan stendur.

Tá ráddi í Danmark Haraldur kongur Gormsson, ið menn róptu Blátonn.

Haraldur kongur var á Háloyri um summarið og stór mannfjøld við honum. Tveir menn av kongshirðini eru nevndir, sum tá vóru við honum, annar æt Sjúrður og annar Hárekur. Hesir brøðurnir báðir gingu javnan um keypstaðin og vildu keypa størsta og besta gullringin, ið fáast kundi. Teir komu inn í eina búð; hon er útgjørd av tí besta. Har situr maður inni, sum tekur blídliga ímóti teimum og spyr, hvat teir vilja keypa. Teir søgdust vilja keypa stóran og góðan gullring. Hann svaraði, at her var gott úr at velja. Teir spyrja hann at navni, og hann nevnir seg Holmgeir ríka. Hann breyt nú upp fyri dýrgripum sínum og vísir fram tjúkkan gullring og metir hann so dýrgoldnan, at teir tóktust ikki vita, um teir í løtuni kundu fáa til vega alt tað silvur, ið kravdist, og bóðu bíða sær til morgins. Teir fara nú við hesi avgerð, og líður so náttin.  

Um morgunin gongur Sjúrður út av búðini, og Hárekur er eftir staddur. Stutt eftir kemur Sjúrður fyri uttan tjaldsmunnan og ropti: Hárekur frændi, skunda tær, fá mær pungin við silvurinum til ringkeypið, tí nú er keypið gingið í lag; men bíða tú her og ansa búðini. Nú fær hann honum silvurið gjøgnum tjaldsmunnan.

Ráðagerð Tróndar

Hann svarar: Eg fekk tær silverið í áðni.

Kongur og aðrir menn halda tað vera eyðvitað, at silvurið er stolið frá teimum. Kongur leggur nú fráfaringarforboð á, so eingi skip skulu sigla burtur, so sum sakir standa.

Hetta tókti mongum manni mikil vansi, sum nú var vorðið, at vera heftir har longur enn keypsstevnan stóð. Tá hildu norðmenn stevnu sínámillum til ráðagerð.

Tróndur var á teirri stevnuni og tók til orða: Her eru menn heldur ráðleysir.

Teir spyrja hann: Veitst tú tá nøkur ráð?

Teir spyrja, hvat hann leggur á.

Hann svarar: :Hvør tykkara skal lata meg fáa ein oyra í silvuri. Teir halda hetta vera nógv, men ganga undir, at hvør maður fær honum hávan oyra í silvuri, og annan hálvan oyra, um hetta spældi væl av.

Dagin eftir setur kongur ting og sigur, at aldri skuldu menn vera leysir haðani, fyrr enn stuldurin var greiddur.

Tá tekur til orða ein ungur maður, ývið, reytt hár upp av kolli, frøknutur og heldur grefligur í ásjón: Her eru menn heldur enn ikki ráðleysir.

Kongsins ráðgevarar spyrja nú, hvørji ráð hann kann leggja.

Hann svarar: Tað er mítt ráð, at hvør maður, ið higar er komin, skal leggja fram so mikiðsilvur, sum kongur setur á, og tá ið fæið er saman komið í eina rúgvu, bøti tá teimum, sum fyri skaðanum vóru; men kongur havisær tað til sømdar, sum var loypur; hann vill sketta væl um tað, sum honum líknast, veit eg, og menn noyðastikki at vera heftir her, so mikil manna múgva, sum her ersaman komin, sær til miklan vansa.

Tað var skjótt tikið undir av mannamúgvuni, og allir søgdust vilja leggja fram fæ og sømdarpening til kong, heldur enn at vera tálmaðir her, sær til stórt ógagn. Eftir hesum ráðum verðdur gjørt, fæ borið saman, og tað verður ein stór rúgva.

Beint eftir hetta sigldu tey flestu skipini burtur haðani. 

Kongur helt tá ting. Hugt var at hesum nógva fæi, og brøðurnir fingu nú skaðan afturbøttan. Kongur talaði við sínar menn um, hvat ið gerast skuldi við tað nógva fæið, sum eftir var.

Tá tekur ein maður til orða og sigur: Harri mín, hvat tykist tygum hann er verdur, sum hetta ráð gav?

Teir síggja nú, at hetta er sami ungi maður, sum legði ráðini, og sum nú stóð fyri kongi.

Tá mælti Haraldur kongur: Alt hetta fæ skal býtast í helvt. Aðra helvtina skulu mínir menn hava. Hin helvtin skal aftur fara í tvíningar. Annan helmingin skal hesin ungi maður hava, meðan eg taki hond um hin.

Tróndur takkaði kongi fyri hetta við nýtum og blíðum orðum, og so stór var pengarúgvan, Trónda lutaðist, at illa fekst tølur á.

Haraldur kongur sigldi tá burtur og øll mannfjøldin, ið har hevði verið.

Tróndur fór til Noregs við teimum norsku keypmonnunum, sum hann var komin hagar við, og teir guldu honum tað fæið, hann hevði kravt av teimum. Hann keypti nú stórt og gott farmaskip, laddi í tað hitt miklafæið, hann hevði fingið í hesari ferð. Síðani stevndi hann til Føroyar við skipinum og lendi har í øllum góðum, reisti búgv í Gøtu um várið, og skortar nú ikki fæ.

Tróndur var stórur maður av vøkstri, reyðhærdur, reyðskeggjutur, frøknutur, grefligur í ásjón, mykur við smámenn, men fagurlátin við tann meira menta og altíð við svikagerð í kvittanum.

Sigmundur Brestisson og Tórir føddir

Einar æt ein heimamaður hansara; han var róptur Suðringur; ein annar var hjá Havgrími, ið æt Eldjarn Kambhøttur. Hann var orðhavin, illorðaður, fávitskutur og illskur, latur og meinskur, illgrundað lyguvætti.

Tveir brøður eru nevndir í hesi søgu; teir búðu í Skúvoy; annar æt Brestir og him Beinir, synir Sigmund, sum var bróðir Tórbjørn Gøtuskegg, faðir Trónd. Teir báðir Brestir og Beinir vóru viðgitnir menn og høvdingar, høvdu helvtina av oyggjunum í len av Hákuni jalli Sjúrðason, sum tá hevði vald inni í Tróndheimi, og teir vóru hirðmenn hansara og kærastu vinir. Brestir bar av øllum monnum bæði í stødd og styrki og máddi meir till víggja enn aðrir høvdingar, sum tá vóru í oyggjunum. Hann var ásýniligur maður og fimur í øllum leikum. Beinir var bróðurinum líkur í mongum, men tó ikki javnlíki hansara. Kaldligt var millum teir og Trónda, hoast teir vóru nær skyldir. Brøðurnir vóru ikki giftir, men frillur høvdu teir. Cecilia æt frilla Brestis, men hin, sum fylgdi Beinir, æt Tóra. Sonur Brestir æt Sigmundur; hann vísti tíðliga góð mansevni. Tóri æt sonur Beinir; hann var tvey ár eldri enn Sigmundur. 

Annað búgv áttu brøðurnir í Dímun, og tað var tað minna búgvið. Synir teirra vóru blaðungir, tá ið hesi tíðindi vóru. Snæúlvur, verfaðir Havgríms, búði í Sandoynni. Ætt hansara var úr Suðuroyum; hann flýddi haðani til Føroyar fyri manndráp og onnur illskubrøgd. Fyrra partin av ævi síni hevði hann verið í víking og var alsamt líka ódællur og harðrendur.

Skaðatilburðir í Føroyum

Tingstaður føroyinganna var í Streymoynni, og har er havnin, teir rópa Tórshavn.

Havgrímur, sum búði í Suðroynni í bygdini Hovi, var mikil blótmaður; tí tá vóru allar Føroyar heidnar.




#Article 141: Fámjin (588 words)


Fámjin liggur mitt á vestursíðuni á Suðuroynni, sum mest sum øll er høg og brøtt og ring at koma til. Einans heilt fáar bygdir eru at finna her. Norðan- og vestanfyri er bakkin høgur og brattur undir Gluggunum (610 m), hægsta fjalli í Suðuroy, har markið er móti Froðbiar sókn.  Millum Laðafelli og Borgarknapp er markið móti Hovi, og víðari úr hesum vakra tindi yvir Borgina og Glopprók í Gásadalsgjógv er markið móti Vági. Sunnan fyri bygdina er bakkin eisini høgur. Gjøgnum tann breiða dalin, ið er umgivin av kambum, tindum og botnum, rennur Áin Mikla.  Fleiri smá vøtn eru við ánna. Á hjallanum norðanfyri bygdina er tað stóra Kirkjuvatn. Hóast einki sethús er í gerð í bygdini, so hevur fólkatalið seinastu 30 árini ligið støðugt omanfyri 100. Seinasta uppgerðin frá Hagstovuni í februar 2014 vísir, at 106 fólk búgva í Fámjin, og er tað lægsta fólkatalið síðani 1985. Tá fólkatalið í Fámjins kommunu, sum bert snýr seg um hesa einu bygdina, var uppá tað mesta vóru 135 skrásett her. Hetta var í 1993, men síðani er talið minkað javnt og samt. 

Tvørtur um ta breiðu víkina, har bygdin liggur í fleiri býlingum, er eitt sandriv, ið verjir móti tí opna havinum. Ein siglingarrenna er opin í rivinum.  Inni í pollinum er kyrt, sum í eini havn, og hagar reka teir grind. Fámjin er grindavág. 24 merkur í jørð eru í Fámjin, av teimum 2 merkur og 5 gyllin kongs. Hagarnir eru Botnur, Múlhagi, Rókhagi, Fjallið Mikla, Miðhagi (deildur í Sunnara og Norðara part), Hamrahagi og Fløtan. Í Fámjin var smoltstøð, hon læt aftur í 2003. Nú er sparkivøllur á staðnum, har sum kørini hjá smoltstøðini stóðu. Í 2006 vann Fámjin heiðurin sum best røkta bygd, umframt best røkta strandarlinja. Aftur í 2010 vann Fámjin heiðurin at vera best røkta bygd.
Fámjin er ein av føroysku bygdunum, sum fyrstu ferð verður nevnd í Hundabrævinum, sum varð skrivað einaferð í tíðarskeiðnum 1350 - 1400.

Navnið Fámjin er sjáldsamt, og torført er hjá málfrøðingum at týða, hvønn uppruna tað hevur. Men gomul søgn sigur, at bygdin fyrr æt Vesturvík, men tað finnist ongin skrivlig kelda, ið nevnir Fámjin fyri Vesturvík. So hendi tað, at maður í bygdini og sonur hansara fingu fatur á tveimum konufólkum av einum fronskum skipi, ið lá uttanfyri. Tá ið skipsmenninir sóu, at teir róðu til lands við teimum, fóru teir at rópa: 

Soleiðis skuldi bygdin broyta navn. Brim kom og skipið sigldi burtur. Feðgarnir tóku sær hesar báðar til konu. Mangir sterkir avrekskappar sigast at vera komnir undan teimum.

Best hugsandi er at navnið hevur okkurt við fóm (skúm) at gera, tí oftani er sera nógvur skúmur í mølini tá ið brim er og tað samstundis er nógvur gróður í sjónum.

Fámjins kirkja er bygd í 1876, hon er úr gróti, hvítkálkað og takt við fløgugróti. í kirkjuni hongur tað fyrsta føroyska flaggið, Merkið, sum Jens Olivur Lisberg (1896-1920) úr Fámjin gjørdi í 1919 saman við Janusi Øssurssyni og Paula Dahl. Merkið veittraði fyrstu ferð í Føroyum hin 22. juni 1919, møguliga í samband við eitt brúdleyp í familjuni hjá Jens Olivur. Hann liggur grivin í kirjugarðinum við kirkjuna í Fámjin. Í forkirkjuni stendur ein rúnasteinur, funnin í kirkjugarðinum, óivað gravsteinur.  Kirkjan undan hesari varð bygd í 1826, í miðøld skal hava verið bønhús í Fámjin.

Fámjin hevur tvær ferðir fingið heiðurin Best røkta bygd. Umhvørvisátakið er afturvendandi tiltak, sum Umhvørvisstovan, Visit Faroe Islands, Agenda 21 Stovan og Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag skipa fyri í felag. Fámjin vann heiðurin í 2006 og aftur í 2010.




#Article 142: Seyðabrævið (137 words)


Seyðabrævið er ein føroysk lóg, sum varð sett í gildi hin 28. juni 1298 av Hákuni Jarli Magnussyni. Lógin er skrivað á norrønum av biskup Erlandi, og er elsta varðveitta skriv í Føroyum. 

Brævið er ein víðkan av Gulatingslógini (landlov) skrivað í 1274 av Magnus Lagabøte. Erland biskupur var biskupur í Føroyum frá 25. januar 1269 fram til 1305, har hildið er, at Kongur Hákun 5. Magnusson setti hann av, vegnað krav frá føroyingum, tí Erland biskopur kravdi ov nógvan skatt, og kravdi arbeiðsmegi til at byggja nýggja Magnusar-Katedralin.

Tað finnast í dag tvey eintøk av Seyðabrævinum. Annað er á Landsskjalasavninum í Tórshavn, og hitt er á universitetsbókasavninum í Lund (Svøríki).

Í mótsetning til Føroyingasøgu, sum er skrivað í Íslandi, er Seyðabrævið skrivað í Føroyum, og er ein betri kelda til hvussu tann tíðin var fyri føroyingar.




#Article 143: Sumba (181 words)


Sumba er sunnasta bygd í Suðuroy og harvið eisini í Føroyum. Sumba er størsta bygdin í Sumbiar kommunu, ið eisini fevnir um Lopra, Akrar, Víkarbyrgi og Akraberg. Tó eru tað bert í Sumba, Lopra og Økrum at fólk búgva, ongin fastbúgvandi er í Víkarbyrgi og Akrabergi. Sumbiar kommuna hevur høvuðssæti í Sumba. Fólkatalið í Sumba er farið nógv aftur síðan kreppuna í 1990-árunum. Í 1985 var fólkatalið í bygdini 540. Hin 1. januar 2016 var tað 237.

Sumba er ein av gomlu bygdunum í Føroyum við fleiri býlingum. Ein er býlingurin í Hørg, ið liggur ovarliga í bygdini. Kendasta skaldið í Suðuroy, Poul F. Joensen (1898-1970), var ættaður úr Hørg, og verður eisini nevndur Hargaskaldið.

Úr Sumba eru nógvar sagnir uppskrivaðar, og ein teirra er Hargabrøðurnir synir Sterku Marjun. Søgnin um Hargarbrøðurnir er um fýra brøður í Hørg, ið vóru tiltiknir fyri styrki. Einaferð ránsmenn úr Írlandi gjørdu innrás í Hvalba, var boð sent um oynna eftir hjálp. Tá kom dirvið og styrkin hjá Hargabrøðrunum væl við, so teir ikki sluppu longur suður á oynna, men vóru riknir aftur til sjós.




#Article 144: Fróðskaparsetur Føroya (680 words)


Fróðskaparsetur Føroya er universitetið í Føroyum og varð sett á stovn tann 20. mai 1965. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya, sum er ásett í løgtingslóg, er at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg. 

Í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya sita sjey limir. Landsstýrismaðurin velur fýra teirra uttan fyri stovnin, starvsfólkini velja tveir og tey lesandi ein lim. Fyri hvønn lim verður varalimur eisini valdur. Valskeiðið er 4 ár, fyri tey lesandi er skeiðið tó 1 ár. 

Á Setrinum eru umleið 1000 lesandi. 

Fróðskaparsetur Føroya varð stovnað í 1965 við tí latínska heitinum Academia Færoensis. Tað vóru limirnir í Føroya Fróðskaparfelag, stovnað í 1952, sum tóku stig til at fáa ein lærdan háskúla í Føroyum. Føroya Fróðskaparfelag arbeiddi miðvíst fyri einum vísindaligum umhvørvi. Av virksemi felagsins kunnu nevnast útgávan av Fróðskaparriti og eitt sera umfatandi arbeiði at savna føroyskt orðatilfar. 

Við einum uppskoti frá Fróðskaparfelagnum sum grundarlagi samtykti Føroya løgting í 1965 at seta á stovn Fróðskaparsetur Føroya, við tí endamáli at inna vísindaligt rannsóknarstarv og hægri undirvísing. Skylda læraranna er at fremja bæði. Føroyingar fingu tá ein hægri lærdómsstovn. 

Fróðskaparsetrið byrjaði virksemið við einum professara, Christiani Matras, og einum skrivara, Maud Heinesen. Virksemi tey fyrstu árini fevndi um ársskeið í náttúrusøgu og í føroyskum fyri lærarar. Hetta vóru skeið, sum Fróðskaparfelagið hevði tikið stig til, og sum Fróðskaparsetrið helt fram við. Ársskeiðini fyri lærarar vórðu hildin toluliga regluliga á setrinum til tað seinast í 1980'unum varð avgjørt, at eftirútbúgving av lærarum skuldi skipast á Landsskúlafyrisitingini. 

Umframt ársskeiðini skipaði setrið fyri almennum fyrilestrum um ymisk evni og kvøldskeiðum í føroyskum. Tey fyrstu árini stílaði setrið fyri eini innsavningarnevnd, ið varð sett í 1967, og hevði til uppgávu at bjarga føroyskari fólkamentan. Sum framhald av hesi nevnd varð tjóðlívsnevndin sett í 1970 til at savna tilfar um føroyskt fólkalív og føroysk fólkaminni. Hetta tilfar er í dag á goymslu á Føroyamálsdeildini. Harumframt varð sett ein nevnd í 1972 at skipa fyri innsavning av føroyskum sálmasangi og andaligum vísusongi. 

Verulig akademisk útbúgving byrjaði í 1970 við heimspeki og skeiði til ”filosofikum”. Tann akademiski próvlesturin byrjaði við eini náttúruvísindaligari-heimspekiligari støðisútbúgving í 1972. Síðani 1981 hevur verið undirvíst regluliga í stødd-/alisfrøði og lív-/evnafrøði, og frá 1987 eisini til BS í ymsum greinum. 

Á Føroyamálsdeildini varð farið undir próvlestur í 1974. Fyrsta árið bert sum eitt ára lestur, men síðani 1976 sum 2 ára lestur til exam.art. Eisini her varð farið undir víðari lestur í 1987, til cand.phil. Í 1976 varð farið undir eina 2 ára útbúgving í gudfrøði. Tey fyrstu árini vóru royndarár, men í 1978 varð avgjørt at seta Gudfrøðideildina á stovn. Avtala varð gjørd við universitet í Íslandi og í Danmark um, at studentarnir kundu gera lesnaðin lidnan har. Gudfrøði og søguvísindi vórðu løgd saman til eina deild, og í 1987 varð farið undir at undirvísa í søguvísindum, fyrst til exam.art, síðani til BA og cand.phil. Av ymsum grundum steðgaði undirvísingin í guðfrøði í 1988. 

Í tíðarskeiðnum 1993-1995 varð skipað fyri ársnámum í ávíkavist samfelagsvísindum og búskapi, handli og máli. Hesin lestur steðgaði í kreppuárunum, men í 2000 vóru studentar aftur tiknir inn til ársnám. Seinni bleiv hetta til eina BSSc í stjórnmálafrøði. Frá 1999 hevur Náttúruvísindadeildin við dyggum stuðli frá oljufeløgum kunnað bjóðað út útbúgving í kolvetnisverkfrøði. Fyrstu studentarnir fingu prógv í kolvetnisverkfrøði á vári 2002. 

Á heysti 2002 byrjaði nýtt útbúgvingartiltak, kallað opið setur, við útbúgving í KT-frøði. Talan er um parttíðarlestur, sum kann samskipast við arbeiði innan KT-vinnuna. Fyrstu 11 studentarnir fingu BS-prógv í KT-frøði í februar 2005. Í 2003 kom nýggj útbúgvingarkunngerð fyri allar útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum, har allar útbúgvingar vóru skipaðar eftir Bologna leistinum við bachelor, master og Ph.D., vanliga umrøtt 3+2+3 skipanin. Allar deildir Setursins skipaðu sínar útbúgvingar eftir hesum leisti frá lestrarárninum 2004-2005. 

Í løtuni (2020) eru fimm deildir á Fróðskaparsetrinum:  , ,  og . Harafturat er umsitingin skipað í , har  eisini hoyrir til. 

Í 2020/2021 skipa tær fimm deildirnar á Fróðskaparsetrinum fyri 11 bachelorútbúgvingum, fimm masterútbúgvingum og trimum hjánámum. Eisini skipar Setrið fyri .

 í 2020/2021 eru hesar: 

 í 2020/2021 eru hesar:

 í 2020/2021 eru hesi:




#Article 145: Hans Nicolai Jacobsen (209 words)


Hans Nicolai Jacobsen er føddur í Havn 4. mai 1832. Hann giftist í Havnar kirkju í 1853 við Jóhonnu Mariu úr Koytu heiman av Sandi. Tá var hann bert 20 ára gamal, sum tá var rættuliga óvanligur giftingaraldur. Var við til at seta Jólafundin í 1888. Hann var faðir Dr. Jakobsen. 

Hans Niklái gekk í skúla úti á Reyni hjá A.C. Lutzen skúlameistara at læra at lesa, skriva og rokna, umframt at hann lærdi allan kristiligan barnalærdóm, sum tíðin kravdi. So skjótt Hans Niklái var komin so mikið til manna at hann kundi gera lít, hevði pápin hann við sær til alt arbeiði, á trøðni og á heiði so væl sum á báti, og tá var onki, sum æt hjá ungdóminum at líva sær. Tað verður sagt um hann at hann var ikki meira enn 13 ára gamal, tá ið hann fór undir mansbyrðu. Hans Niklái lærdi at binda bøkur inn, mest handilsbøkur, men eisini álmanakkar og sovorðið smátt. So væl lá hetta arbeiði fyri hjá honum, at ikki leið leingi um, fyrr enn hann beyð sær til at binda bøkur inn fyri fólk. Hann fekk ikki sórt at gera, og tann frammíhjávinningur, hann hevði av handverki sínum, kom honum væl við og gjørdist grundarlagi undir virki hansara seinni. 




#Article 146: Útvarp Føroya (644 words)


Útvarp Føroya (ÚF) var almenna útvarpið í Føroyum og eitur nú Kringvarp Føroya.

Fyribils stjórin eitur Kári Sólstein.

Útvarp Føroya varð stovnað í 1957 og fór undir regluligar sendingar 6. februar 1957. Løgtingið hevði í 1956 samtykt at seta á stovn eitt alment útvarp í Føroyum. Fyrsti útvarpsstjórin var Axel Tórgarð, ið seinni gjørdist prestur, fyrsta programmfólkið var Hjørdis Thomsen úr Nólsoy. Elias Johansen, Lias í Rættará, sum fyrr hevði verið blaðstjóri, var eisini eitt av fyrstu starvsfólkunum í útvarpinum, í fyrstani keypti útvarpið tíðindi frá honum fyri ávíst krónutal, men seinni varð hann settur í fast starv. Eftir Axel Tórgarð, í 1960, tók Niels Juel Arge við sum útvarpsstjóri, og hann leiddi stovnin, til hann legði frá sær fyri aldur í 1990. Niels Juel byrjaði í føstum starvi sum upplesari í útvarpinum longu í mai 1957.

Sent varð ein hálvan tíma á miðdegi og millum hálvan og heilan tíma um kvøldið. Høvuðsinnihaldið vóru tíðindi, veðurtíðindi og nakrar talu- og tónleikasendingar. 

Útvarpið menti seg gjøgnum øll trýssini, stundum við stórum framleiðslum av útvarpsleikum, beinleiðis sendingum, týðing av heimsbókmentum o.s.fr.

Útvarp Føroya hevði ikki nokk av pengum til at mennast nóg nógv, og tí var farið undir at fáa fleiri inntøkur til vega, hetta gjørdist við eydnuspælinum V4. Tað varð sambært løgtingslóg sett í verk í november 1969. V4 vísti seg at gerast ein rimmar inntøkukelda hjá útvarpinum. Samstundis fekk útvarpið sína størstu viðgongd nakrantíð við undirhaldssendingunum, sum folk bara nevndu V4. Ferðast varð kring landið, og sent varð av bygd og úr bý í eini 10 ár.

Fyrstu árini varð sent av Bryggjubakka í hølum, sum útvarpið upprunaliga leigaði frá Telefonverkinum, og keypti fyrst í sjeytiárunum. Farið varð undir byggingina av nýggjum útvarpshúsi á heysti 1978, og 2. juli 1981 varð flutt inn í tann eystara partin av húsinum, sum hevur tríggjar útvarpsstovur og skrivstovu- og redaksjónsrúm.

Á sjálvum 25 ára degnum, tann 6. februar 1982, varð alt húsið tikið í brúk. Nú vóru eisini forhøllin, útvarpshøllin og leikhøllin klárar. Útvarpið hevði nú einar 2200 fermetrar av gólvi at húsast á, og bara útvarpshøllin einsamøll hevði líka stóra gólvvídd, sum tey gomlu hølini á Bryggjubakka tilsamans.

Útvarp Føroya var síni fyrstu mongu ár einasti luftborni miðil í landinum. Kapping var frá norskum, donskum og íslendskum útvarpi. Í henni stóð Útvarp Føroya seg væl.

Umleið 1980 fekk ÚF eisini kapping frá sjónvarpi í Føroyum. Sendingarnar hjá fyrst Sjónvarpsfelagnum í Havn og síðani Sjónvarpi Føroya tóku í fyrstani nógvar lurtarar ein part av degnum, men sum frá leið stóð útvarpið seg eisini væl í hesi kapping og menti seg.

Í nítiárunum kom fyrst kapping frá fylgisveinasjónvarpi og síðani øðrum føroyskum útvarpsrásum. Umstøðurnar hjá Útvarpi Føroya broyttust, og kappingin um lurtararnar harðnaði enn meir.

Útvarpið fór undir sínar sendingar við einum lítlum 5 kW-sendara frá Marconi, sum kom úr Suðurafrika, hagar hann varð sendur miðskeiðis í fimtiárunum. Hann varð tó ongantíð uppsettur har og kom síðani til Føroya, har hann varð settur upp uppi á Varða í Havn.

Hesin sendari var leingi álitið hjá Útvarpi Føroya at bera boð til Føroya folk, men hann hevði sínar veikleikar og onkuntíð kavaði hann inni, so hann fekk ikki sent. Hjálpt varð um hetta um tíggjuáraskifti 1969-1970, tá tríggir FM-sendarar vórðu settir upp á Húsareyni, á Brúnaskarði og á Hestinum.

Hesir sendarar sendu ikki so langt sum millumbylgjan, men ljóðgóðskan var munandi betri, og gjøgnum hesar sendarar hoyrdu eitt nú hetlendingar sínar fyrstu sendingar í stereo. Útvarp Føroya varð seinni í sjeytiárunum fyrsta útvarpsstøð, sum rakk um alt landið við stereo.

Øll áttiárini varð arbeitt fyri nýggjum og sterkum millumbylgjusendara at røkka sjófólkið, sum hevði sítt arbeiðspláss víða um Norðuratlantshav. Hetta fekst loksins í lag, og avrátt varð at byggja ein 200 kW-sendara í Akrabyrgi. Hann sendi í 18 ár, til hann í 2008 varð skiftur út við tveir nýggjar sendarar, ein á 100 kW og ein á 50 kW.




#Article 147: Smyril (fuglur) (1090 words)


Smyril (frøðiheiti - Falco columbarius subaesalon) er einasti ránsfuglur sum eigur í Føroyum í dag, men hildið verður at havørnin átti í Føroyum í gomlum døgum. Hann er av minstu falkum. Steggin er dimmgráur omaná, gulbrúnur við dimmum strikum í neðra og um hálsin; bøgan er smáflekkut av dimmum og ljósum brúnum. Ungfuglurin líkist bøguni, men dimmari. 

Smirilin er líka grammur sum veiðifalkurin. Starar, steinstólpur, títlingar og aðrar smáfuglar drepur hann í meingi. Leingi kann hann sita samanhoykin á eini túgvu og skimast — avbara væl skygdur er hann. Nú fær hann eyga á ein grátítling langt burtur. Lágt yvir jørðini flýgur hann — títlingurin støkkur upp, og kvikur sum ein hvirla er smirilin eftir honum. Men hin lítli er knappur í vendini, hvørja ferð hann kennir smirilin tætt at sær, snittar hann til viks, so smirilin verður áhaldsin í takinum. Men títlingurin møðist, og finnur hann ikki eitt friðskjól, so er deyðin vísur. Mót einum garði heldur hann ferðini, smýgur inn í eina holu og er bjargaður. Nipin setur smirilin seg uppiyvir at lúra, men títlingurin kemur ikki út, fyrr enn hann er farin. 
 
Starar tyrpast tætt saman í flokk undan honum, og flúgva so høgt upp í loft — væl vita teir, at uttan hann er uppi yvir teimum, fær hann hvørki nev ella kløur í teir. Og onkursvegna munna teir eisini fáa ørkymlað hann í flognum, tí tá ið teir halda seg væl saman, má hann oftast fara frá við ongum. So ræddur kann stari vera, at hann flýgur undan inn í roykstovuna og ytst undir væðingina; og so morðgírugur er smirilin, at hann eltir; men tá ið hann sær fólkið inni, skundar hann sær út aftur. Eisini størri fuglar, sum lógv og snípa, mugu stundum lata lív fyri honum. Smiril eigur víða í norðanlondum, men einans í Føroyum er hann alt árið. Reiður tímir hann ikki at gera sær, tekur heldur eitt krákureiður; tá verður bardagi millum bæði, men knappur og knáur, sum smirilin er, má krákan oftast dvína, alt hon er nógv størri. Smiril verpur 4 reyðbrún egg, og 3 vikur seinni koma ungarnir út. Kemur tú at reiðrinum, so blaka teir seg á ryggin og høgga upp ímóti tær við klónum — teir eru av tí berginum brotnir — bregða ikki úr ætt. — Ljótt er at síggja, hvussu smiril drepur smáfugl, og ofta illskast vit inn á hann, men annars kann hann ikki liva. Hvat skulu vit tá siga um teir »sportsmenn«, sum mest til stuttleika drepa og særa hundraðtals av fuglum, særa teir so, at teir mangan fáa óreiðiligari deyða, enn tá ið smiril tekur teir. 

Ránsfuglar, ið hoyra til falkaættina, kennast á flogi av sera spísku veingjabroddum teirra og heldur langa veli. Tætt hjá sært tú, at smyrilin hevur rættiliga tjúkt nev, ið beint aftan fyri niðurbenda oddin á yvirnevinum hevur eina tonn, ið nevnist falkatonnin, ið fellur inn í samsvarandi foyru á undirnevinum. Í falkaættini (Falconidae) eru uml. 60 ymisk sløg, ið liva um meginpartin av heiminum. Smyrlarnir eru býttir sundur í 10-11 ymisk sløg, sum eiga norðalaga á norðurhálvu. Tað smyrlaslagið, ið sæst í Føroyum bæði sum búfuglur og sum flytifuglur, eitur á látíni Falco columbarius subaesalon, og eigur eisini í Íslandi og í Skotlandi. Tað eru serliga teir longu veingirnir á hesum slagnum, sum bróta frá slagnum aesalon, ið eigur norðalaga í Norðurlondum, heilt eystur í Siberia. 

Smyril er minsti falkur í Evropa. Hann er 25 til 30 cm til longdar og hevur eina veingjabreidd frá 50 til 60 cm. Stórur munur er á steggja og bøgu. Steggin er grábláur omaná og reyðbrúnur um búkin og hevur breiðar álir. Omaná er bøgan morreyð og um búkin er hon heilt ljósagul og hevur breiðar morreyðar álir. Teir ungu fuglarnir líkjast bøguni til fram ímóti vári, tá teir missa gomlu fjaðrarnar og grábláir fjaðrar vaksa fram á bakinum á ungu steggjunum. Bøgan vigar í miðal 210 gr, og er tí heldur størri og tjúkkri enn steggin, sum í miðal vigar 50 g minni. 

Í dag eiga uml. 25 – 50 pør av smyrlum í Føroyum. Stovnurin er í framgongd, eftir eina stóra minking miðskeiðis í farnu øld. Ein orsøk til framgongdina í dag eru teir rættiliga veðurgóðu vetrarnir, har starar og gráspurvar hava klárað seg væl, og tí eru eitt gott føðslugrundarlag hjá smyrlunum. Hildið verður, at ein partur av føroyska stovninum er búfastur. Íslendski stovnurin telir ímillum 1000 og 2000 pør, harav teir flestu eru flytifuglar. Nógvir av teimum eru í Føroyum á vári og heysti, á veg til vetrarbýli á bretsku oyggjunum og í Fraklandi. Nakrir av smyrlunum, sum eru í Føroyum um veturin, eru helst íslendskir. Bert teir norðastu smyrlarnir eru flytifuglar av teirri einfaldu orsøk, at smáfuglarnir, teir liva av, flyta suðureftir um heystið. 

Smyril veiðir ofta har frítt og opið er, og ger ofta óvæntað snarálop. Flestu fuglar verða tiknir á jørðini ella nær við jørðina. Serliga er tað sjónin, ið ger smyril til ein framúr góðan ránsfugl. Sjónarkyknurnar í eygunum eru 1 mill. fyri hvønn mm². Til samanberingar hevur menniskjan bert 100 túsund. Í Føroyum er fongurin vanliga stari, títlingur, steinstólpa og spurvur, ja sjálvt vaðfuglur sum t.d. lógv og snípa má lúta. Tað er ótrúligt, at smyrilin er førur fyri at taka ein so stóran fugl sum lógvin, ið vigar uml. tað sama sum hann sjálvur. 

Smyril velur sær øki, sum er nóg stórt til at føða ungarnar. Í Íslandi kann eitt tílíkt øki vera uml. 35 km² til støddar. Smyril eigur ofta í brøttum líðum, men hann byggir tó ikki reiður sítt sjálvur. Finnur hann eitt gamalt kráku- ella ravnareiður á hóskandi staði, er tað nóg gott. Viðhvørt verpir hann beint á bera hellu uttan nakað reiður. Verpingin byrjar í mai og eggini eru millum trý og seks í tali, men vanliga fýra. Eggini eru uml. 40 mm til longdar og rættiliga rund, tey eru morreyð við tøttum døkkum deplum. Klekingin tekur uml. fýra vikur og ungarnir eru floygdir eftir øðrum fýra vikum. Tá ungarnir eru klaktir, er tað steggin sum veiðir, og hann roytir ofta fongin, áðrenn hann verður givin bøguni á einum ávísum staði tætt við reiðrið við ungum. Bøgan skræðir fongin sundur í hóskandi bitar, sum hon gevur ungum sínum.

Smyrilsnavnið er grógvið inn í føroyska gerandisdagin. Suðuroyarleiðin verður røkt av Smyrli og eitt skipafelag Smyril Line ber eisini smyrilsnavnið. Smyrilin er nevndur í Fuglakvæðinum, ið Nólsoyar Páll yrkti fyrst í nítjandu øld. Ein máliska, sum enn hoyrist, t.d. tá børn spæla væl saman og ein ótangi kemur og spillir spælið og friðin, er: Nú kom smyril í staraflokk!. 




#Article 148: M/F Smyril (904 words)


M/F Smyril er ferðaskip hjá Strandfaraskipum Landsins, sum siglur ímillum Tórshavn og Tvøroyri.

Suðuroy er heldur fjarskotin frá hinum oyggjunum, og tí er tað skilligt, at postflutningur til og úr oynni í gomlum døgum var bæði torførur og óregluligur. Tá ið fríhandilin kom í 1856, vórðu nógvir handlar stovnaðir kring landið, og tað var tí skjótt monnum greitt, at tað kravdist eitt betri postsamband oyggjanna millum, enn tað ið var. Tosað varð aftur og fram um, hvussu hetta skuldi gerast, men tað vóru bert orð.

So tóku Mortensens menn á Tvøroyri sær um reiggj og gjørdu sáttmála við Kochum Mekaniska Verkstad Aktiebolag í Malmø um at smíða teimum eitt dampskip til innanoyggjasigling. Tað var tí ein stórhending, tá ið Smiril við froyði frá bógnum 19. desember 1895 kom inn um Høvdan og inn eftir Trongisvágsfirði á síni fyrstu ferð úr útlondum nýkomin av bakkastokki og legði at Mortensens brúgv. Hesin fyrsti Smirilin byrjaði siglingina í januar 1896, og tað var ein kollvelting í føroyska postflutninginum, tí nú komu bæði bløð, brøv og annar postur skjótari út á bygdirnar. Eftir ferðaætlanini hevði Smiril vítt at fara í innanoyggjasiglingini - hann skuldi á hvørja bygd at kalla. Í mai mánaði 1917 seldi A/S J. Mortensens Eft. Smiril til Færøernes Amtskommune. Endaliga skeytið uppá hann fekk Amtskommunan í 1921, og varð hann nú skrásettur í Tórshavn.

Í 1931 læt Tingið nýggjan Smiril smíða í Frederikshavn, og hann kom til Føroya í 1932. Tá ið hann kom á Havnina, varð hann móttikin við bæði tónleiki og sangi, og fólk helt hann vera eitt ógvuliga vakurt skip og serstakliga innan við stórari salón, bleytum sofum og stólum. Eisini var ein lítil roykisalón og kahúttir niðriundir til ferðafólkið og á dekkinum til yvirmenninar. Eftir tátíðar krøvum var hetta eitt stásiligt ferðamannaskip, sum sigldi til tær stóru bygdirnar eftir fastari ferðaætlan, sum t.d. Vestmanna, Vágar og onkuntíð Mykines, Nólsoy, Klaksvík og bygdirnar á eystursíðuni á Eysturoy, Sandoy og Suðuroy. Tveir dagar eftir, at hann var komin, varð hann settur í sigling millum oyggjarnar, og sama dag fór gamli Smiril til Keypmannahavnar. Tað var við sorgblídni, at havnarfólk eygleiddu hann, har hann fór suður gjøgnum fjørðin út ímóti Borðuni. Hann hevði tá røkt siglingina millum oyggjarnar í yvir 35 ár.

Miðskeiðis í 1960-árunum samtykti løgtingið at byggja nýtt skip til Strandferðsluna, og 14. januar 1967 fór ein nýggjur Smyril av bakkastokki á Tórshavnar Skipasmiðju í Havn (sambært broytingum í rættskrivingarreglunum var stavihátturin nú broyttur frá Smiril til Smyril). Hann tók væl meira av fólki enn tann, ið var undan honum, og var pláss fyri 300 ferðafólkum umborð. Hann hevði so stóran motor, at siglitíðin millum Suðuroy og Tórshavn var bert 3 tímar, og hildu fólk, at hetta var eitt óført framstig. Hesin triðji Smyrilin hevði, í mun til teir báðar fyrru, dieselmotor. Hinir báðir fyrru høvdu dampmaskinu. Hesin Smyrilin var útgjørdur við øllum nútímans navigasjónstólum: radara, automatiskari stýring, o.s.fr. 10 kahúttirnar vóru við tilsamans 30 koyggjum miðskips til ferðafólk. Manningin var 14 og búði har afturi, skipari og yvirmenn frammi í erva. Á ovasta dekki var stór uppihaldssalón við kafeteria, á niðara dekki vóru kahúttirnar til ferðafólk og ein roykisalón tvørtur um alt skipið. Hann var eitt sera sjógott skip, og teir, ið førdu hann, høvdu bara gott at bera honum. Hann hevði einki hvalabak framman, so at fordekkið borðfyltist viðhvørt, tá ið hann fekk onkran sjógvin oman yvir seg, men var sum heild eitt róligt skip, ið bar seg væl í sjónum. Smyril varð settur í Suðuroyðarsiglingina og suðuroyingar vóru væl nøgdir við, at ferðin norður um fjørð nú einans tók 3 tímar og ikki sum áður 4. Sum nakað nýtt kundi hesin nýggi Smyrilin flyta nakrar fáar bilar millum oyggjarnar. Hann hivaði einar 4-5 niður í lastina, men tá máttu teir ikki vera ov stórir. Ein bilur varð settur á dekkið, hvørjumegin lastalúkuna og ein á sjálva lúkuna, men tað kravdi gott veður, um bilarnir ikki skuldu koma at liggja undir í sjóroki. Hesin bilflutningur vant so nógv upp á seg, at tú skuldi vera heppin at fáa bilin við, um tú ikki hevði biðið um pláss frammanundan.

Tey, ið vildu hava bil við, tá ið tey ferðaðust millum Tórshavnar og Suðuroyar, gjørdust alsamt fleiri og skjótt var monnum greitt, at neyðugt var at útvega størri skip, ið kundi flyta nógv fleiri bilar og fólk á Suðuroyarleiðini. Tað bar á, at trongligt var umborð, og tá ið fólk og bátar skuldu flytast til tær ymsu stevnurnar kring landið, var hann mangan ov lítil. Tosað varð aftur og fram um hetta, og ymsar vóru meiningarnar, onkur vildi byggja skip, og onkur vildi keypa skip. Í 1975 var so 6 ára gamla ferjan Morten Mols keypt frá Molslinjen, og tað var eitt stórt og prýðiligt far afturímóti Smirlunum, ið verið høvdu frammanundan. Smyril varð beinanvegin settur í innanoyggjasiglingina (og uttanlandssigling !), og hetta var nakað heilt nýtt fyri suðuroyingar at sleppa norður til Havnar um morgunin og suður aftur um kvøldið. Nógv varð tosað um hetta skip í fyrstuni, sum t.d. um tað var egnað til sigling í okkara sjógvi ella ikki, so flatbotnað, sum tað var. Ikki skal dyljast, at illa rullaði tað í ringum líkindum og fór nakað langt viðhvørt. Men síðani stabilisatorarnir vóru settir í Smyril, er hann eitt heilt annað skip. Hann er farin mangan ringan hesi 23 árini, síðani hann kom til Føroya, og ógvuliga sjáldan hevur hann avlýst nakra ferð fyri veður. 4. Smyrilin siglir enn.




#Article 149: Peter Mohr Dam (114 words)


Peter Mohr Dam (11. august 1898 í Skopun - 8. november 1968 í Tórshavn) var løgmaður í Føroyum og útbúgvin lærari. Dam var lærari á Tvøroyri. Hann hevði eisini tætt tilknýti til arbeiðarafelagið á Tvøroyri Enigheden, har hann óløntur starvaðist tað mesta av ævi síni. Dam var ein av høvuðsforsprákarunum, tá ið  fólk á Tvøroyri stovnaðu felagið Froðbiar Sóknar Javnaðarfelag.

Petur Mohr Dam var formaður Javnaðarfloksins í tíðarskeiðnum 1936 - 1968. Í tveimum skeiðum var han Føroya løgmaður 1958-1962 og 1967-1968. Frá 1928 - 1968 var hann løgtingsmaður, árini sum løgmaður undantikin. Í tíðarskeiðnum 1964-1967 var hann fólkatingslimur.

Børn: Atli Pætursson Dam  (1932 - 2005), Signar Dam, lækni, Bergur P. Dam (faðir Rigmor Dam)




#Article 150: Robert Joensen (108 words)


Robert Joensen (28. august 1912 í Klaksvík - 19. mai 1997) var kommunuskrivari í Klaksvík, fólkalívsfrøðingur og heiðursdoktari á Fróðskaparsetrinum í 1990. Átjan ára gamal leitaði hann sær til Danmarkar, har hann tók preliminerprógv og seinni studentsprógv. Hann tók so upp guðfrøðislestur fyrst á lærda háskúlanum í Árhus og seinni í Keypmannahavn, men hann var staddur heima, tá 2. heimsbardagi brast á og skipasambandið Danmarkar og Føroya millum varð kvett -tá ið kríggið var av, hevði Joensen fingið starv sum skrivari hjá Klaksvíkar kommunu, fimm ár vóru liðin, og hann tók ikki gudfrøðislesturin upp aftur. 

Robert hevur havt mong álitisstørv, m.a. sat hann á løgtingi umboðandi Fólkaflokkin 1943-1945.




#Article 151: Anfinn Kallsberg (112 words)


Anfinn Kallsberg (19. november 1947) var løgmaður í Føroyum 1998-2004, hann hevur eisini verið fiskimálaráðharri, fíggjarmálaráðharri, løgtingsformaður og formaður í Løgtingsins Fíggjarnevnd. Hann var limur í Danska Fólkatinginum frá 2005 til 2007. Anfinn er útbúgvin innan skrivstovu og handil. Hevur starvast sjálvstøðugur við bókhaldi og annað á Viðareiði í tíðarskeiðinum frá 1974 til 1996. Harumframt hevur hann starvast hjá J.F. Kjølbro í Klaksvik frá 1964 til 1974. Anfinn Kalsberg legði frá sær sum løgtingsmaður í januar 2011, tá Fólkaflokkurin avgørdi at gera ymiskar umrokeringar í flokkinum. Jørgen Niclassen fór frá sum uttanríkisráðharri og fór í staðin í Løgtingið. Annfinn hevði tá verið virkin í føroyskum politikki á Føroya Løgtingi í 30 ár.




#Article 152: Sveis (316 words)


Sveis (týskt: Schweizerische Eidgenossenschaft, franskt: Confédération Suisse, italskt: Confederazione Svizzera, rætoromanskt: Confederaziun Svizra) er eitt land í Miðevropa. Í norðri hevur Sveis mark við Týskland, í eystri við Liktinstein og Eysturríki, í vestri við Frakland og í suðri við Italia. Hóast Zürich er størsti býur í Sveis, er Bern høvuðsstaður. Landið er eitt av ríkastu londum í Evropa. 

Sveis gjørdist uttanveltaland í 1815 og hevur ikki verið uppi í nøkrum kríggi í Evropa síðan. Nú er landið býtt í 26 landspartar (kantonir), og hesir hava so skipað seg sum eitt tjóðveldi við einum samveldisforseta sum oddamanni. Mong fólk búgva í rættiliga avbyrgdum dølum, og fólkið talar ikki sama mál. Í Sveis eru fýra almenn mál: franskt, sveisaratýskt, retoromanskt og italskt. 63 % av fólkinum talar sveisaratýskt. Í Zürich og Bern tala tey týskt, men í t.d. Genève og Lausanne tala tey franskt. 

Høvuðsgrein: Sveisisk søga

Høvuðsgrein: Sveisiskur politikkur

Sveis, sum verður stýrt sum tjóðveldi, er í fleiri smáum ríkjum, sum teir kalla kantonir. Hvør kantonin hevur heimastýri, men allar hava felags samveldisforseta. Í Sveis eru fýra mál: í vestara parti er móðurmálið franskt, í syðra parti italskt, í útsynningspartinum er eitt fornt romanskt mál, tey kalla retoromanskt, og í norðara og mittasta partinum er eitt týskt mál, sum tey kalla sveisartýskt. 

Sveis hevur ikki verið í nøkrum bardaga í 200 ár, men hevur ofta verið nýtt av teimum stríðandi at halda friðarsamráðingar í. Í Genève verða á hvørjum ári hildnir alheims friðarfundir. Reyði Krossur, sum sveisarin Jean Henri Dunant (1828-1910) setti á stovn í 1864 at veita krígsherjaðum medisin og læknahjálp, hevur høvuðssetur sítt í Genève. Sveis er ikki limur í ES, men hevur eina avtalu um tey fýra frælsini: vørur, arbeiðsmegi, tænastu og kapital, sum ger, at landið í heilt stóran mun virkar sum ein partur av innara marknaðinum í ES.

 
Sveisiska fólkið hevur í 2014 atkvøtt fyri at steðga streyminum av tilflytarum til landið 




#Article 153: Erlendur (139 words)


Erlendur ella Erland (d. 13. juni 1308) var biskupur í Kirkjubø frá 1268 til 1308. Biskup Erland bleiv 25. januar 1269, í Nidarós-dómkirkjuni, settur í starv sum biskupur í Føroyum. Hann setti bú í Kirkjubø á Kongsgarðinum. Hin 25. Juli 1280 fór Erland biskupur til Bergen til krúningina av Erik Præstehader.

Erland biskupur fór í uml. ár 1300 undir at byggja Magnus-Katedralin, eisini nevndur Kirkjubømúrurin. Fyri at byggja katedralin var Erland noyddur til at seta skattin upp hjá føroyingum og kravdi, at fólk skuldu arbeiða við at byggja katedralin eisini. Hetta elvdi til uppreistur, og var orsøk til at húsið hjá biskup Erlandi varð brent. Hetta var eisini orsøk til bardagin í Mannafalsdali.

Føroyingar kravdu her eftir, at Erlendur biskupur bleiv settur frá av kongi Hákun 5. Magnusson og sendur aftur til Bergen. Erlendur Biskupur doyði í Bergen 1308.




#Article 154: Nólsoyar Páll (818 words)


Nólsoyar Páll (upprunaliga Poul Poulsen Nolsøe) (doyptur 11. oktober 1766 í Nólsoy - 1809) er ein tjóðarhetja í Føroyum. Páll var sjómaður, rithøvundur, bóndi og bátasmiður. Í 1804 bygdi hann Royndina Fríðu á Fløtuni Fríðu í Vági. Veturin 1808-1809 gekk hann burtur við skipinum á veg heim til Føroyar. 

Nólsoyar Páll var borin í heim í Nólsoy í árinum 1766. Hann var ein næmur drongur, ið fegin vildi læra, men skúlaamboð vóru eingi, og tí sat hann og lærdi seg at skriva við einum pípuleggi, og øskan á grúgvuni var fyrsta skrivibók hansara. Seinni keyptu pápin honum talvu og griffil, verður sagt. Úti í Nólsoy var nógv at síggja og hoyra hjá einum røskum smádreingi. Hinumegin fjørðin sá hann Havnina, og úti í fjørðinum komu handilsskipini fyri fullum seglum inn úr havinum. Stundum komu stór orlogsfør við øgiligum kanónum og flagginum uppi stevnandi uttan av havi. Og har hevur óivað hin lítli Páll droymt sínar fyrstu dreymar um at koma langt út í stóru verð. Men so mikið visti hann, at skuldi hann fara burtur og gerast ein rættur maður, so mátti lærdómur til. Tað næsta, vit tí frætta um Páll, er, at hann er farin at ganga í skúla. Í Nólsoy var eingin skúli. Hann var tí farin til Havnar, og tað var hjá sjálvum fútanum, at hann hevði byrjað sína skúlagongd. Tað var eitt aftrat, sum Páll visti, at skuldi hann nakrantíð hava vón um at gerast ymirmaður á skipi, so noyddist hann at læra seg siglingarfrøði. Eitt sindur av hesum lærdi hann hjá manninum, ið førdi handilsbøkurnar í Tinganesi. 

Seinni kom hann sær til Keypmannahavnar og lærdi seg tað, sum í restaði. So slapp hann sær út í stóru verð. Eingin visti reðiliga, hvar hann fór. Tá eini 12 ár eru liðin, er hann aftur heima í Føroyum, hann kom rætt sum undan kavi. Hann giftist sama árið úti í Nólsoy. Og longu árið eftir fær hann skip at føra. Tað er skip, sum kongligi handilin eigur, og sum siglir millum Danmark og Føroyar. Konan doyði skjótt. Hann giftist á øðrum sinni, og nú fær hann bóndagarð á Oyri á Borðoynni, seinni á Myrkjanoyri. Og so væl royndist hann sum bóndi, at hann fekk heiðursløn í silvuri fyri framúr góðan bóndaskap. Men havið dró. Hann kundi ikki geva seg til tols uppi á landi. Á sølutingi í Suðuroy keypti Nólsoyar Páll, saman við Peri bónda í Gørðum og Jákupi bónda í Toftum, burtur av rovum av skipum, ið vóru farin á land, og flutti hetta úr Hvalba til Vágs. Á Fløtuni Fríðu bygdu teir av hesum tilfari eitt skip, ið teir nevndu Royndina Fríðu. Tað var í 1804. Hetta var fyrsta skip, føroyingar høvdu átt í øldir. Við skipi sínum ger Nólsoyar Páll, sum hann nú helst verður nevndur, handilsferðir til Keypmannahavnar og Bjørgvins. 

Teir, sum høvdu handilin í hondum, vóru ikki fegnir um handilsferðir hansara, og teir royndu at forða honum, alt teir kundu. Teir reistu m.a. sakarmál ímóti honum, men støða teirra var ikki mætari enn so, at hann eisini kundi stevna teimum fyri lógarbrot. Tað kom soleiðis einki burtur úr sakarmálinum. Men hann stuttleikaði sær so um teir høgu harrarnar, at hann yrkti ein tátt ella eitt kvæði um teir, Fuglakvæði tey nevna. Tað var ikki lukkuligt at nevna teir høgu harrarnar við navni, men hann var so beinrakin í sínum fuglanøvnum, at eingin var í iva um, hvar og hvør, og fólk stuttleikaðu sær óført og gera tað enn. Sjálvur var hann fuglin í fjøruni við sínum nevi reyða, hann var tjaldrið, ið vardi smáfuglarnar móti rovfuglunum. Hesi árini vóru ófriðarár. Kríggj var og bardagi á landi og sjógvi. Tá ið Nólsoyar Páll í árinum 1807 var komin til Danmarkar eftir kornfarmi, kom hin bretski herskipaflotin har og fór avstað við øllum teimum donsku orlogsskipunum. Nólsoyar Páll heitti á bretska yvirmannin um loyvi at sigla til Føroya við farminum, og tað varð játtað honum. Hann kom í øllum góðum heim og legði farmin upp á land í Suðuroynni. Tað var skjótt, at korntrot gjørdust aftur, og summarið eftir fór Nólsoyar Páll avstað aftur til Keypmannahavnar eftir korni. 

Á heimleiðini varð Royndin Fríða tikin av bretskum herskipi og førd til Svøríki, har hon fór á land og gjørdist vrak. Nólsoyar Páll slapp sær so yvir til Stóra Bretlands og klagaði um ta ringu viðferð, hann hevði fingið. Har fekk hann farm og skip av nýggjum og legði í havið. Men henda ferðin kom at vera hansara seinasta. Skipið kom ikki fram, og einki spurdist, hvat ið orsøkin var til tess. Fólk gittu, men einki kundu sigast við vissu. Korntunnur av skipi hansara komu rekandi til Hetlands. Tað var alt, ið spurdist frá teimum. Nólsoyar Páll og menn hansara vóru allir farnir í ta vátu grøv. Men føroyingar kundu ikki bara gloyma stórmennið Nólsoyar Páll. Og á Fløtuni Fríðu suðuri í Vági er reistur minnisvarði um tað bragd, hann saman við øðrum útinti. 




#Article 155: Havnar Kirkja (580 words)


Havnar kirkja ella dómkirkjan er næstelsta kirkjan í Føroyum. Hon varð bygd í 1788 á Bryggjubakka í Havn og varð vígd 3. sunnudag í advent sama árið. Ein størri umbygging og víðkan varð gjørd í 1865, og fekk hon tá størri vindeygu, skifertak og tað høga sermerkta klokkutornið. Kirkjan varð vígd av nýggjum í 1865. 

í 1990 vórðu Føroyar skildar burtur úr Keypmannahavnar biskupsdømi og gjørdar til egið stift, og Havnar kirkja gjørdist dómkirkja.
Uni Næs hevur verið dómpróstur síðan 2010 og Jógvan Fríðriksson Føroya biskupur síðan 2007.

Forsøga kirkjunnar er heldur fløkt. Eftir øllum at døma var eingin kirkja i Havn í miðøldini, í mesta lagi eitt 'bønhús'. Hildið hevur verið, at havnarfólk hildu gudstænastur sínar í Munkastovuni úti á Reyni.

Rasmus Jørgen Winther verður prestur í Havn í 1780, og í 1782 tekur hann stig til at byggja nýggja kirkju. Av roknskaparbókunum framgongur tíverri ikki, hvørjir ið gjørdu arbeiðið, men fyristøðumaður hevur uttan iva verið tann tiltikni Johannes Poulsen, timburmaður, sum búði í Havn. Kirkjan varð ikki liðug fyrr enn í 1788.
Kirkjan úti á Reyni varð síðan tikin niður og í 1789 seld á uppboði. Sumt av innbúgvinum varð flutt í nýggju kirkjuna, og sumt varð selt til aðrar kirkjur í Føroyum.
Tá tann nýggja kirkjan varð bygd í 1788, var Havnarbýur ikki størri enn so, at kirkjan tá varð bygd 'nordenfor Byen' - har hon enn stendur aftaná umfatandi umbygging. Tíverri eru ongar frágreiðingar um hesa kirkju, men nakrar fáar tekningar siga okkum, at hon varð smíðað nakað sum gomlu bygdakirkjur okkara, bara nógv størri, bert 3 1/2 alin styttri enn tann, sum nú stendur. Í 1788 búðu umleið 600 fólk í Tórshavnar sókn og í 1865 umleið 900.
Í 1865 varð kirkjan heilt umbygd. Fyristøðumaður var íslendingurin Guðmundur Sigurðsson, Tórshavn, vanliga nevndur Sivertsen. Ein tilbygningur varð gjørdur á eystursíðuni, 3 1/2 alin til longdar og 12 alin breiður. Hetta er innvikið í kórinum, har ið altarið nú stendur.
Í 1935 varð aftur bygt 4,05 x 6,99 m stórt rúm uppí eystureftir, tí at kirkjan tá fekk hitaverk, kolovn, og farnristir vórðu settar í eysturveggin hvørjumegin altartalvuna. Kirkjan varð aftur longd í 1968, tá kontór og onnur rúm vórðu bygd uppí kórið. Í skipinum eru 44 beinkir og uppi á pulpiturinum eru 14.

Á norðurbróstinum hongur altartalvan, ið er frá 1647. Myndin er Hin Heilaga Kvøldmáltíðin, málað við djúpum, reinum litum beinleiðis á træið, 100 x 100 cm stór. Á talvuni stendur skrivað: 

Mett verður, at málningurin er málaður eftir koparprenti av málningi, ið Peter Candid, sum var hovmálari hjá Wilhelm V í München, málaði til fransiskanarakleystrið har í 1616. Ramman er frá sama tíðarskeiði, ein renessansuramma, útskorin og málað. Í 1961 var altartalvan umvæld av Ernst og Holmer Trier, Vallekilde í samarbeiði við Fraser Eysturoy.

Klokkan sigst vera komin í kirkjuna í 1708 og er komin av skipinum Norsku Løvu, sum fórst í Lambavík nýggjársaftan 1707. Klokkan er prýdd við palmettum, og á einum stað er henda innskriftin: 'Danscke Ostindische Compagnies Scheb Nordische Lowe 1704'. Hæddin er 30 cm, tvørmát á slagringi uttan er 41,5 cm.

Í 1952 var klokkuspælið enn í gerð á De Smithske Jernstøberier í Ålborg, Danmark. Klokkuspælið hevði 9 klokkur og ætlanin var, at tað skuldi spæla Tíðin rennur eftir J. Waagstein. Nú á døgum byrjar klokkan at sláa kl. 8 á morgni og slær dagsins seinasta slag kl. 23. Kl. 9, 12, 15, 18 og 20 spælir klokkan umframt tímasløgini eitt lag - kl. 12 er lagið nettupp Tíðin rennur.




#Article 156: Føroya Realkreditstovnur (656 words)


Føroya Realkreditstovnur ella Realurin  (upprunaliga Færøernes Realkreditinstitut) er føroyskur fíggjarstovnur, sum hevur sum endamál at veita lán við veð í fiskiførum, farmaskipum, flótandi eindum og førum í frálandsvinnu og fiskaaling við heimstaði í Føroyum.. Realurin hevði í 2011 ein eginpening á 718 mió. kr., útlán á 723 mió. kr. , eina fíggjarstøðu á 1.013 mió. kr, og hevði hann 3 starvsfólk í starvi.

Realurin var stovnaður av danska statinum við fígging frá Marshallhjálpini í 1955. Realurin varð yvirtikin av føroysku myndugleikum í 1998, og hevur síðani virkað undir føroyskari løgtingslóggávu.

Longu í 1909 varð mál um at stovna kredittfelag tikið upp á Løgtingi, men væntandi lóggávu (tinglýsing og matrikulering) gjørdi, at tilgongdin steðgaði, hóast hjálp frá donskum myndugleikum.

Í 1945 var málið tikið uppaftur, og í samband við samráðingarnar um heimastýrisskipanina var í uppskotinum til heimastýrislóg tilsøgn givin frá donsku stjórnini um at hjálpa at seta á stovn eitt kredittfelag (Kredittforening). Sambært heimastýrislógini, ið varð samtykt í 1948, varð kredittfeløg føroyskt sermálsøki, og hóast nakrar royndir vóru gjørdar, steðgaði tilgongdin at stovna realkreditfelag í Føroyum aftur hesuferð.

Sum part av Marshall-hjálpini samtykti Fólkatingið lóg nr. 209 frá 7. juni 1952 om anvendelse af modydelsen af Det i henhold til det Europæiske genopbygningsprogram modtagne gaveydelser, ið m.a. heimilaði donsku stjórnini at lata 10 mió. kr. av Marshallhjálpini til føroysk endamál. Av hesum skuldi 2 mió. kr. latast sum grundfæ til eitt realkredittfelag í Føroyum, meðan restin skuldi lánast til føroyskt vinnulív, og skuldu rentur og avdráttir síðani fara til grundfæið í realkredittfelagnum. Fyri at uppfylla lógina var 21. august 1953 sett nevnd med den opgave at overveje spørgsmålet i forbindelse med oprettelsen af et realkreditinstitut for Færøerne og fremsætte forslag til lov om oprettelse af et sådant institut. Í nevndina vóru valdir 16 limir, og gjørdist Viggo Kampmann formaður. Av teimum 16 fingu føroyingar 2 limir, Hákun Djurhuus, landsstýrismann, og Jóhann Djurhuus, skrivstovustjóra í landsstýrinum. Arbeiðssetningurin hjá nevndini segði onki um, hvat skuldi lánast út til, men valdi nevndin at avmarka seg til at ummæla realkredit til sethúsa- og  skipafígging, umframt lán til kommunur og Løgtingið. Í álitinum frá nevndini, Betænkning angående oprettelse af et realkreditinstitut på Færøerne afgivet af det af statsministeriet den 21. august 1953 nedsatte udvalg, ið var útgivið í 1954, varð niðurstøðan, at realkredittstovnurin, ið skuldi hava heitið Færøernes Realkreditinstitut skuldi avmarka seg til lán við veð í fiskiskipum, men at tað seinni kundi verða ynskiligt við lóg at víðka virksemi til onnur endamál seinni. Við støði í álitinum samtykti Fólkatingið 12. mars 1955 Lov om Færøernes Realkreditinstitut.

Grundarfæið á 2. mió. kr. plus rentur og avdráttir av hinum 8 mió. kr. munaði ov lítið, og tí fekk stovnurin ymsa aðra fígging, bæði við og uttan veðhald frá donskum myndugleikum. Seinasta veðhaldið frá danska statinum til Realin var 300 mió. kr. gekk út 31. mars 1994.

Tann 10. juni 1998 varð avtala gjørd millum landsstýrið og donsku stjórnina fyri at enda tað sonevndu  Bankakreppuna millum londini. Í avtaluna var m.a. semja gjørd um, at føroyskir skuldu yvirtaka rættin, ið danski staturin hevði yvir fyri Realinum. Tí var fólkatingslógin um Realin avtikin, og nýggj løgtingslóg, Løgtingslóg nr. 75 frá 5. november 1998 um Føroya Realkreditstovn, varð samtykt av løgtinginum. Realurin hevur tí ikki longur nakað tilknýti til danska statin.

Realurin er stýrdur av eini stjórn, hvørs tríggir limir verða tilnevndir av landsstýrinum fyri eitt 5 ára tíðarskeið hvørja ferð. Stjórnin kann seta undirstjóra og metingarmenn. Eisini hevur Realurin eitt umboðsráð við 8 limum, ið verða tilnevndir fyri 4 ár í senn. í umboðsráðnum sita 2 umboð fyri landsstýri, 2 fyri skuldararnar hjá Realinum, 2 fyri Føroya Reiðarafelag, meðan Føroya Fiskimannafelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Føroya Maskinmeistarafelag saman velja 2 limir í umboðsráðið.
Í løtunu (2012) eru limirnir í stjórnini Óli E. Heinesen, Virgar Dahl og Ulla Svarrer Wang. Undirstjóri er Leivur D. Michelsen.

Nevnast kann, at Atli Dam, fleirfaldur løgmaður Føroya, var varastjóri í Realinum frá 1981 - 1985 og frá januar 1989.




#Article 157: Gregorianski kalendarin (349 words)


Gregorianski kalendarin verður brúktur í Vesturheiminum. Hann er ein tillaging av julianska kalendaranum. Aloysius Lilius skeyt upp at brúka kalendaran, og Gregorius XIII pávi, sum kalendarin fekk navn eftir, setti hann í gildi 24. februar 1582. Summir mæltu til at rætta kalendaran við at loypa leypárini um 10 ferðir. Soleiðis hevði kalendarin verið fluttur 10 dagar fram. Gregorius XIII pávi vildi kortini hava hetta gjørt í einum við at stytta oktober 10 dagar, og soleiðis kom dagurin eftir hósdag 4. oktober 1582 at eita fríggjadagur 15. oktober 1582. Ymiskt var, hvussu lond tóku ímóti gregorianska kalendaranum, men so við og við tóku øll katólsk og síðan protestantisk lond við kalendaranum.

Gregorianski kalendarin varð gjørdur, tí at julianski kalendarin var eitt sindur skeivur. Miðalsólárið er ikki eitt heilt dagatal – tað er 365,2422 dagar ella umleið 365 dagar – so neyðugt er við árum við ymiskari longd, og tí vórðu leypár (eisini nevnd skotár) sett inn í julianska kalendaran. Julianski kalendarin hevði fast leypár 4. hvørt ár, t.v.s. 100 leypár fyri hvørji 400 ár. Við rættingum í gregorianska kalendaranum verða 97 leypár fyri hvørji 400 ár. Í gregorianska kalendaranum er árið í miðal 365 dagar ella 365,2425 dagar; hetta er so mikið neyvt, at tað ganga 3571 ár, áðrenn kalendarin er eitt samdøgur skeivur.

Í Danmark var ikki farið yvir til gregorianska kalendaran fyrr enn ár 1700. Danski astronomurin Ole Rømer arbeiddi við málinum, og tá Fríðrikur IV kongur tók við eftir Christian V í 1699, fekk Ole Rømer sannført hann um broytingina. Kongur gjørdi av, at dagurin eftir sunnudag 18. februar 1700 skuldi eita mánadagur 1. mars 1700. Men í Føroyum hendi hetta skiftið ikki fyrr enn í november 1700, tá dagurin aftan á leygardag 16. november varð sunnudagur 28. november.

Katólska kirkjan vildi hava kalendaran endurskoðaðan fyri at páskirnar kundu verða hildnar á teirri tíðini, ið katolikkar hildu verða komið ásamt um á fyrsta ráðnum í Nicæa í 325. Sjálvt um ein kirkjulóg frá ráðnum sigur, at allar kirkjur skulu halda páskir í senn, gjørdu tær ikki tað. 

Eftir tí gregorianska kalendaranum er árið býtt í 12 mánaðir:




#Article 158: Evropa (1215 words)


Evropa verður vanliga roknað sum ein av teimum sjey heimspørtunum á jørðini; men í hesum føri er meir ein spurningur um menniskjaligar/politiskar heldur enn jarðfrøðisligar orsøkir til tess, tí semja er ikki til fulnar um, hvar markið gongur hjá Evropa, sum í meginlandahøpi meir er at rokna sum ein stór hálvoyggj vestantil í Evrasia. Evropa er næstminsta meginlandið í heiminum, tað fyllir umleið 10 390 000 ferkilometrar ella 2 % av flatu jarðar. Einasta meginlandið, sum er minni, er Oseania. Tá talan er um fólkatal, er Evropa triðstørst (Í Ásia og Afrika búgva fleiri fólk). Í Evropa búgva fleiri enn 712 000 000 fólk (t.e. umleið 11 % av fólkunum í heiminum. Norðan fyri Europa er Arktiska Havið, vestanfyri Atlantshavið og sunnanfyri er Miðjarðarhavið og sambært siðbundnari jarðfrøðisligari definitión Kaukasusfjøllini. Eystureftir er tó heldur verri at seta markið, men søguliga verða Uralfjøllini og Kaspiska havið roknað sum markið millum Ásia og Evropa. 

Búskaparliga kunnu vit enn býta Evropa í tvey. Vesturevropa við nógvum ógvuliga ríkum londum, t.d. Týsklandi, Sveis og Fraklandi. Í Eysturevropa harafturímóti, ið var kommunistiskt til fyrst í 1990-árunum, eru londini nógv fátækari, t.d. Pólland, Ungarn og Rumenia. Tey stríðast við at menna búskapin, so at tey kunnu gerast kappingarfør á heimsmarknaðinum. Vælferðin og lutfalsliga støðugu politisku viðurskiftini í Evropa hava drigið mangar tilflytarar til heimspartin, flestu teirra úr gomlu hjálondunum. Hetta hevur havt við sær, at í mestsum øllum londum, helst í Vesturevropa, búgva nú stórir tjóðarminnilutar. Í Fraklandi t.d. hava norðurafrikanarar úr Algeria og øðrum gomlum hjálondum búsett seg í stórbýum, t.d. Marseilles og París. Í 1957 gingu fimm lond saman og stovnaðu Europeiska Búskaparliga Felagsmarknaðin (EEC). Tey hildu, at neyvt búskparligt samstarv fór at avmarkað vandan fyri kríggi ímillum limalondini og at skapa vælferð í Evropa. Seinni komu fleiri onnur lond uppí, og nú eitur felagsskapurin Evropasamveldið (ES). 15 lond eru limir, og umframt búskaparliga samstarvið verður nú virkað fyri at gera ES til politiskt samveldi.

Evropa er sundurbýttur heimspartur, og yvir 40 sjálvstøðug ríki eru í Evropa; men í fleiri londum eru loysingarrørslur, sum stríðast fyri at vinna sær størri sjálvræði ella fult frælsi frá tí landi, tær eru partur í. Eitt dømi um hetta eru baskar í Baskalandi í Útnyrðingsspania. Seinastu árini hava vit sæð, hvørja megi tjóðskaparkensla hevur; tí bæði í gamla Sovjetsamveldinum og Jugoslavia hava fólk vunnið sær frælsi og stovnað óheft ríki. Onkustaðni spældi hetta friðarliga av, onkustaðni endaði tað við stórkríggi.

Evropa skifta vit sundur í Norðurevropa (Norðurlond við Skandinavia), Vesturevropa, Miðevropa, Suðurevropa og Eysturevropa. Í høvuðsheitum kunnu vit siga, at høg faldfjøll - Pyrineafjøll og Alpurnar - skilja kaldara Norðurevropa frá heita Suðurevropa. Frá strondunum norðan Norðurpólkring og nakað suður eru træleysar frostmýrar, til nálaskógarbeltið tekur við. Tað er vestan úr Noregi og eystur ígjøgnum alt Russland. Sunnanfyri er fruktagóði norðurevropeiski lágslættin, sum er besta kornlendið í heimspartinum, har veksur eisini leyvskógur. Longri suðuri er miðjarðarhavsøkið; har er veðurlagið heitt, og sumstaðni er lendið oyðimarkarkent. Gosfjøll eru bara í Íslandi og Suðuritalia, har Etna og Stromboli enn eru virkin. Uralfjøll og Kavkasus eru mark ímóti Asia. Alpurnar taka seg upp í landsynningspartinum í Fraklandi, fara ígjøgnum Sveis og Norðuritalia og langt inn í Eysturríki. Seinastu 2 milliónir árini hevur ísurin broytt landslagið og gjørt pýramiduskapaðar tindar, hvassar fjallakambar og røðir, fagrar fossar og djúpar lægdir, sum nú eru vøkur vøtn. Nógvar plantur, m. a. fransagras, hava lagað seg til gróðrarumstøðurnar so høgt uppi. Tey 15 vøtnini í tjóðargarðinum Lake District í útnyrðingsonglandi eru í U-skapaðum dølum, ið greina seg úr nøkrum lágum fjøllum sum snældur úr hjólshjarta. Fyri øldum síðan runnu áir í dølunum, men í seinastu ístíð gróvu skriðjøklarnir seg djúpt niður í dalarnar; men tá ið ísurin tiðnaði, byrgdi grótið, ið jøklarnir høvdu skumpað íyri sær, dalarnar, so at teir fyltust við vatni. Av tí at stóru dalarnir gjørdist so djúpir, „hingu síðudalarnir nú langt oman fyri høvuðsdalin og nógvastaðni runnu nú høgir fossar út av vøtnunum. Ígjøgnum norðara part í Evropa gongur stórt nálaskógarbelti. Nálatrø, t.d. grann, standa grøn alt árið og tola bæði kava og nógvan kulda. Nálaskógurin veitir eisini mongum dýrum lívd og føði hørðu vetrarmánaðirnar. Donau, ið vellir fram í Týsklandi og er longsta á í Vesturevropa, rennur í ein landsynning eystur ígjøgnum Evropa og út í Svartahav. Hon er týdningarmikil flutningsvegur í teimum níggju londunum, hon rennur ígjøgnum. Donauoyrarnar, har áin skilur seg í nógvar smáar áir og vatnræsi, eru stórt vátlendi við nógvum dýralívi. Fleiri enn 300 fuglasløg eru sædd her og eisini dýr sum villsvín, hjørtur og villkøttur.

Í londunum við Miðjarðarhav er serligt veðurlag. Um summarið er heitt og turt; og um veturin er lýtt, og tað regnar illa. Hetta veðurlagið hevur við sær, at t.d. aldinfruktir, vínber og oljutrø vaksa væl. Mong trø, t.d. tundureikin, hava tjúkkan børk, sum verjir tey fyri nógva hitanum um summarið. Norðurevropiska slættlendi er úr Suðuronglandi, ígjøgnum Frakland og Týskland og heilt eystur at Uralfjøllum í Russlandi. Næstan allur slættin er láglendi, og í Niðurlondum er hann so lágur, at partar av honum eru niðan sjóvar. Hesin víði slætti er eitt hitt besta kornlendið í heiminum. Undir honum eru bæði kol, olja og gass. Slættin er eisini fjølbygdasta økið í Evropa, og her eru mangir stórir býir. Evropa er fjølbygdur heimspartur. Í vídd er hann næstminstur, men bara í størsta heimspartinum, Ásia, er meiri fólk. Tað hevur við sær, at mong búgva í býum. Ikki er bara nógv fólk í Evropa, har eru eisini mong lond - fleiri enn 40; og ósemjur landanna millum (t.d. um landamark og átrúnað) eru javnan endaðar við kríggi. Bara í hesari øldini hevur stríð, kyknað í Evropa, elvt til tveir heimsbardagar. Men hóast hesar trupulleikar er Evropa ríkur heimspartur, og mong evropeisk lond eru ímillum tey ríkastu í heiminum. Nøkur fátæk lond eru, men samanumtikið eru lívskorini góð, samanborið við hvussu fólk hava tað nógva aðrastaðni í heiminum. Henda vælferð er komin av mestsum støðugum ídnaðarvøkstri, og at Evropa áður var mikið hjálandaveldi og ráddi í mongum londum í Afrika, Asia og Amerika (Norðuramerika og Suðuramerika). Mesta fólkið í Evropa býr í stórum býum. Fjølbygdasti parturin í Evropa er úr Suðuronglandi, ígjøgnum Norðurfrakland, Belgia, Niðurlond og nakað eystur í Týskland. Í hesum økjum hevur fólkavøksturin verið so stórur, at einstakir grannabýir eru vaksnir saman í tað, sum verður nevnt stórstaðarøki. Størstu stórstaðarøkini eru í Ruhr í Týsklandi. Í Eysturevropa býr harafturímóti størri partur av fólkinum á bygd og í smáum býum. Einir 578 milliónir evropearar eru trongdir saman á einum landøki, sum tilsamans er lítið størri enn Avstralia. Av tí sama eru nøkur lond í Evropa ímillum tey fjølbygdastu í heiminum. Í Niðurlondum eru fleiri enn 400 fólk á hv. km2. Eysturevropa er ikki so fjølbygt sum Vesturevropa, men eisini her er fólkatættleikin væl oman fyri heimsmiðalfólkatalið. Bera vit saman við Afrika og Ásia, er fólkatalið í flestum londum í Evropa støðugt -tað hvørki veksur ella minkar. Fá børn verða fødd, og fólk liva leingi - um 75 ár í miðal í flestum londum; harafturímóti er miðallívsævin í India og mongum londum í Afrika undir 60 ár. Tað ger, at fólkið í Evropa er eldri enn nógva aðrastaðni í heiminum. Stórur partur er farin um 65 ár.

Hetta yvirlitið sýnir fyrst viðurkend fullveldisríki, undir hesum standa landslutir ella lond uttan fullveldi, og undir hesum eru aftur aðrir landslutir og lond. 

Viðmerkingar:




#Article 159: Anne Frank (211 words)


Anne Frank, fødd Annelies Marie Frank í Frankfurt 12. juni 1929, deyð mars 1945, var av jødiskari ætt, og familjan mátti tí flyta til Amsterdam í 1933 fyri at sleppa undan vaksandi nasistiska áganginum í Týsklandi.

Ágangurin móti jødum í Niðurlondum vaks eisini, eftir at landið varð hersett av týskarum, og tí máttu tey fjala seg fyri teimum. Í juli 1942 noyddust tey at búgva í fjaldum rúmum í bygninginum, har pápin Otto Frank hevði arbeitt.

Tvey ár seinni tann 4. august 1944 vóru tey avdúkað og flutt til týningarleguna Auschwitz. Har blivu menn og kvinnur skild sundur og sóu einki til hvønn annan meira. Í oktober sama ár vóru Anne, systirin Margot og Augusta von Pels, sum eisini hevði goymt seg saman við teimum, fluttar til Bergen Belsen. Mamman, Edith Frank var verandi eftir í Auschwitz. Í mars 1945 fór tyfus at ganga í leguni og drap 17 000 fangar, harímillum Anne og systrina Margot.

Tær liggja grivnar á ókendum stað í hópgrøv í Bergen Belsen saman við øllum hinum, ið máttu lata lív í týningarleguni. Anne Frank gjørdist kend, av tí at hon skrivaði dagbók meðan hon fjaldi seg í Amsterdam. Dagbókin varð funnin í 1946 og givin út. Síðan er hon spæld bæði á palli og sum filmur.




#Article 160: Mads Andreas Jacobsen (266 words)


Mads Andreas Jacobsen (17. september 1891 í Tórshavn - 31. mai 1944) var ein føroyskur rithøvundur, politikari, lærari og bókavørður. Eftir preliminerskúlan í Havn í 1907, fór hann til Keypmannahavnar at ganga á studentaskúla. Hann tók studentsprógv í 1910. Í nøkur ár læs hann síðan matematik, alisfrøði, evnafrøði og astronomi, men hann gjørdi seg ikki lidnan við lesnaðin. Frá 1914 til 1919 var hann lærari í realskúlanum og á Føroya Læraraskúla. Í 1919 bleiv hann útvaldur av Føroya Løgtingi til at seta á stovn eitt føroyskt bókasavn. Hann fór til Danmarkar at nema sær útbúgving til tað endamálið, og í 1921 varð hann settur í starv sum bókavørður á Færø Amtsbibliotek, sum seinni fekk navnið Føroya Landsbókasavn, og har arbeiddi hann til hann andaðist í 1944. Hann gjørdist formaður fyri Føroya Fornimmissavn í 1920. Hann var formaður í Varðanum frá 1918-34, nøkur ár saman við Richard Long. Hann skrivaði nakrar stuttsøgur og nakrar yrkingar, men tað mesta av tí hann skrivaði var yrkisbókmentir og vísindalig verk. Hann skrivaði m.a. bøkur til undirvísingarnýtslu og tók sær eisini av at ritstjórna og at útgeva bøkur ið onnur høvdu skrivað.

Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens eitur eftir honum. Tórshavnar býráð valdi at heiðra minni um M.A. Jacobsen við at heiðra einum ella fleiri føroyskum rithøvundum hvørt ár á føðingardegi hansara. Virðislønin var í fyrstani bert givin til ein ella tveir rithøvundar, men í 1969 var virðislønin býtt upp í tveir partar, ein virðisløn (ella fleiri) skuldi latast fyri fagrar bókmentir, og ein (ella fleiri) skuldi gevast fyri yrkisbókmentir. Í 1983 legðist ein bólkur afturat, sum verður nevndur Annað mentunarligt avrik.




#Article 161: Rithøvundafelag Føroya (267 words)


Rithøvundafelag Føroya er felag fyri føroyskar rithøvundar og týðarar. Felagið varð sett á stovn 24. mars 1957. Í 2018 vóru umleið 110 limir.

Endamál felagsins er at virka fyri áhugamálunum hjá føroyskum rithøvundum og verja rættindi teirra. Harumframt virkar felagið fyri, at føroyskar bókmentir fáa góðar umstøður at mennast og trívast. 

Rætt til at gerast limur hava øll, ið skriva bøkur á føroyskum máli ella á annan hátt starvast sum rithøvundar.  sum skrivað antin fagrar ella yrkisbókmentir.

Dagført í oktober 2019

Virðislønin ber navnið eftir rithøvundan Ebbu Hentze, sum livdi 25. Sep.1929 – 20. Mai 2015.

Tað er nevndin í Rithøvundafelag Føroya, ið ger av, hvør fær virðislønirnar, sum er ásett at vera 25.000 kr. Nevndin hevur heimild at lata eina virðisløn árliga, men eisini onga at lata.

Ebba Hentze var ein fjølltáttaður og viðurkendur høvundur, sum skrivaði bæði barnabøkur, stuttsøgur og yrkingar. Mest kend var hon tó fyri sítt virki sum týðari. Gjøgnum árini hevur Ebba Hentze umsett eitt ótal av bókum til danskt úr enskum, týskum og svenskum, men mest úr føroyskum. Hennara íðna virki við at umseta føroyskar bøkur hevur havt ómetaligan týdning fyri kunnleika til og útbreiðslu av føroyskum bókmentum í Danmark og hinum norður­londunum.

Umframt sítt víðfevndi virksemi sum rithøvundur og týðari legði Ebba stóran dent á at veita yngri høvundum ráð og vegleiðing. Tá ið hon skrivaði testamenti, hevði hon eisini rithøvundar og serliga teir yngru rithøvundarnar í huganum. Í testamentinum stendur soleiðis skrivað:

Við hesum í huga setti nevndin fyri Rithøvundafelag Føroya 26. november 2017 á stovn EBBU-virðislønina, við krónum 570.155,54 á konto.

Fyrsta virðislønin verður handað 20. Mai 2018.




#Article 162: Hvannasunds kommuna (456 words)


 Hvannasunds kommuna, kommuna í Føroyum. Í september 2008 var fólkaatkvøða í kommununi um sammanlegging við Klaksvíkar kommuna. Úrslitið av fólkaatkvøðuni var eitt greitt nei til samanlegging. 

Hvannasunds kommuna var í 1872 partur av Norðoya Prestagjdalds kommunu.
Í 1908 var Hvannasunds kommuna uppi í Viðareiðis, Fugloyar og Svínoyar sóknar kommunu.
Í 1950 gjørdust tær seks bygdirnar við Hvannasund til Hvannasunds kommunu. Hesar seks bygdirnar eru: Múli, Fossá, Norðdepli, Depli, Norðtoftir og Hvannasund.
Fossá (nú avtoftað) og Norðdepli eru niðurseturbygdir frá 1866-68. Hinar fýra bygdirnar eru aldargamlar. Múli er nevnd í Hundabrævinum frá 1300-talinum. Í Depli stendur friðaður garður. Hesin er frá 1815.
Hvannasunds kommuna er sum flestu gomlu kommunur í Føroyum broyttar frá gamla bóndasamfelagnum til fiskivinnu- og ídnaðarsamfelag.
Vinnulívið í kommununi er nærum alt fiskivinna og útróður. Havnaviðurskiftini eru góð.
Í 1963 varð flakavirki bygt í Norðdepli. Síðani bergholini vóru gjørd í 1967, er samvinnan við Klaksvíkinga vorðin sera stór. Koyrdar verða bæði virkaðar og óvirkaðar vørur millum kommunurnar.
Tvey stór alibrúk eru í kommununi, eitt hvørju megin byrgingina.
Samferðslukervið er væl útbygt. Koyrandi er millum allar bygdir í kommununi. Í 1974 kom byrging um Hvannasund, so Borðoyggin og Viðoyggin vórðu samanbundnar. Rutubáturin út til Svínoyar og Fugloyar siglir út frá Hvannasundi.
Sjálvt um roynt varð at stovna skúla eystan Múla í 1737, kom ikki gongd á fyrr enn í 1835. Tá fór viðingur, giftur á Toftum (Norðtoftum), at lesa við børnunum á Toftum, Depli og Múla. Í 1837 fór annar viðingur at lesa við børnunum á Viðareiði og Hvannasundi.
Í 1895 varð skúli bygdur í Norðdepli, og hesin stendur uppi enn. Børnini í Hvannasundi vórðu rógvin í skúla, og hini noyddust at ganga. Skúli varð so aftur bygdur í Hvannasundi í 1932. Hesin er í dag kommunuskrivstova.
Í 1985 varð nýggjur skúli bygdur á Fossánesi, og her ganga nú øll børnini í kommununi í skúla til og við 7. skúlaár. Skúlabørnini í framhaldsdeildini verða koyrd til Klaksvíkar. 

Í Hvannasundi er øll jørðin kongsjørð, meðan øll jørðin í Norðdepli er ogn. 

Hvannasund er fyrndarbygd. Fýra fýramarkað festir eru í bygdini. Hetta eru ikki stór festir – 90 áseyðir hvørt – men afturat eini aðrari inntøku, ber til. 

Fyrr var jarðarskipanin í Hvannasundi soleiðis, at festararnir áttu ein fjórðing í hvørjum hagaparti, men soleiðis er ikki longur. Jørðin varð skift fyri kortum, og tað hevði við sær, at hvør festari hevur sín haga. Hetta ger tað samstundis høgligari hjá hvørjum einstøkum festara, sum ikki longur nýtist at ganga á fjall so ofta, sum frammanundan. 

Norðdepil er niðurseturbygd. Sambært gomlum bókum vóru tveir hagapartar í Depli – fýra merkur hvør. 

Bøkurnar siga, at hagapartarnir vóru kallaðir Depli for sønden og Depli for norden. Í tí syðra partinum er ein partur kongs, men í norðara parti er alt ogn. 




#Article 163: Klaksvíkar kommuna (202 words)


 Klaksvíkar kommuna er næststørsta kommuna í Føroyum.

Tórshavn hevði fingið kommunuskipan longu í 1866, men tað var ikki fyrr enn í 1873, at kommunuskipan varð sett í gildi fyri allar Føroyar. Frammanundan – síðan 1850 – høvdu Føroyar verið býttar sundur í 8 ”fattigforstanderskaber”, Klaksvíkin saman við restini av Norðuroyggjum. Tá kommunuskipanin kom í 1873 varð sami leistur nýttur. Føroyar vóru býttar sundur í 8 sóknarkommunur, Norðuroyggjar gjørdust ein kommuna. Kommunufundir vóru hildnir skiftivís á prestagarðinum í Ónagerði á Viðareiði og á einum bóndagarði í Klaksvík.

Tá Klaksvíkin, sum ein avleiðing av, at Kongaligi Einahandilin varð avtikin í 1856 fór at mennast vinnuliga, gjørdist hendan skipan óhøglig. Hóast høvuðsvinnan var landbúnaður alla øldina, so vóru bæði handil og fleiri fiskiskip á staðnum longu í 1865. Fólkatalið, sum í 1860 hevði ligið um tey 200, var í 1908 vaksið upp í 700.

Hetta hevði m.a. við sær, at Klaksvíkin gjørdist sjálvstøðug kommuna í 1908, og í 1911 fekk bygdin, sum í fyrisitingini hevði verið nevnd Vágur, navnið Klaksvík. Høvuðsuppgávan hjá Klaksvíkar Kommunu, sum í 1972 fekk býarheiti, gjørdist at skapa hóskandi karmar um tað vaksandi virksemið í bygdini. 

Sí Býráðsformenn í Klaksvíkar kommunu

Klaksvíkar kommuna setti á stovn Listavirðisløn Nólsoyar Páls í 2013.




#Article 164: Viðarlundin (147 words)


Viðarlundin í Havn er størsta viðarlund í Føroyum. Viðarlundin verður eisini rópt Plantasjan. Viðarlundin fór illa í eini ódn í 1988. 

Sangurin Eitt sunnukvøld í Plantasjuni, sum Simme gav út í 1957, gjørdist ein sonn landaplága, og fimti ár seinni varð sangurin kosin Størsta landaplágan í Føroya søgu av Útvarpið Føroya. Sangurin útkom sama ár sum Útvarp Føroya byrjaði at senda. Plátan var ein av teimum fyrstu føroysku tónleika útgávunum.

Í Viðarlundini rennur Havnará. Har er eitt lítið vatn mitt í Viðarlundini, har dunnur og svanar halda til, benkur standa rundan um vatnið og aðrastaðnis í Viðarlundini. Havnarfólk og vitjandi dáma væl at ganga túr í Viðarlundini. Viðarlundin er millum Varðagøtu, Gundadalsveg og Hoydalsveg. Listasavn Føroya er í norðara enda av Viðarlundini.

Ein standmynd stendur á einum heyggi mitt í viðarlundini. Standmyndin er minnsvarði til minnis um teir 210 føroysku sjómenninar, ið lótu lív undir Seinna Heimsbardaga.




#Article 165: Støddfrøði (553 words)


Støddfrøði er læran um mynstur í mongd, bygnaði, broytingum og rúmi. Við øðrum orðum, støddfrøði er skilbundin frøðigrein um støddir og viðurskifti teirra millum. Harav av navnið, støddfrøði. Elsti farvegurin eftir støddfrøði er ógvuliga gamal. Bæði í Egyptalandi og Bábylon fingust fólk við støddfrøðilig fyribrigdi eini 2000 ár f.Kr. Tað vóru tó grikkar sum mentu støddfrøðina til rættulig vísindi ár 300 til 250 f.Kr. Seinni, eftir hóttafallið í griksku mentanini, mentist støddfrøðin í India um ár 400, og kom við arábum aftur til Evropa um ár 1200. Seinni aftur fekk hon innvist á lærdum háskúlum, og í bæði 16. og 17. øld hendu stór framstig. Støddfrøðin fær tá tað skap, sum vit kenna aftur í dag. 

Í støddfrøðini verða ofta langar og rúgvumiklar, skilvísar útgreiningar gjørdar, sum lítið tykjast hava við veruleikan at gera. Hetta júst tí, at støddfrøðin er skilbundin. Tað merkir, at hon byggir ikki á eygleiðingar, men á skilvísar útgreiningar eftir ásettum reglum. Støddfrøði var upprunaliga læran um tær reglur, sum galda fyri tøl og skap av ymsum slag. Millum onnur vísindi hevur hon ta løgnu serstøðu, at hon ikki nýtist at verða grundað á nakað ítøkiligt, t.e. tað, sum sansirnir siga okkum. Harafturímóti verður altíð sett krav, at ongar mótsøgnir skulu vera í støddfrøðiliga lærubygninginum. Eingin ivast í, hvat ið jarðfrøðingar, alisfrøðingar, lívfrøðingar, evnafrøðingar og aðrir frøðingar gera. Teir kunnu allir eftirkanna síni ástøðiligu úrslit í náttúrufyribrigdum ella við royndum. Tað ber ikki altíð til hjá støddfrøðinginum. Hetta merkir tó ikki, at støddfrøðilig úrslit ikki kunnu verða nýtt til at viðgera ítøkilig fyribrigdi, tvørturímóti, men tað merkir, at tey skulu nýtast við varsemi, eisini tá ið støddfrøðiliga fyrimyndin er grundað á tað, sum veruligt er. Partar av støddfrøðini eru siðsøga, aðrar partar kunnu vit best lýsa sum amboð. Og amboð er støddfrøðin av sonnum. Tað eru næstan ikki tey vísindi, sum ikki dagliga nýta støddfrøði sum amboð. T.d. verður hon lýst sum málið í alisfrøðini. Á tann hátt hevur støddfrøðin neyvt samband við tøkniliga støðið í samfelagnum, og tí við fíggjarviðurskifti og lívskor hjá tí einstaka. Heiðurin fyri t.d. teldurnar eiga serliga støddfrøðin og alisfrøðin. Støddfrøðiligi parturin eru tær skipanir, sum teldurnar virka eftir. 

At læra støddfrøði kann á mangan hátt berast saman við spæl, til dømis at telva. Skalt tú telva, eru nakrar grundreglur, tú mást duga fyrst. Tú mást vita, hvussu borðið er skipað, hvussu talvfólkið sær út, hvussu tað flytur o.s.fr. Á hesum støði er ikki so nógv at skilja. So byrjar telvingin, og teir nógvu møguleikarnir koma til sjóndar. Nú krevst, at tú hevur hugflog, at tú dugir at síggja og kanna teir ymsu møguleikarnar, og hevur tú gloymt onkra grundreglu, til dømis hvussu riddarin flytur, ber einki til. Fyrst mugu vit læra nakrar grundreglur, t.e. slíkt sum tey, sum undan gingu, hava hildið verið skilagott at gjørt viðtøkur fyri. Á tí støðinum er ikki júst so nógv at skilja. Tá ið vit so seinni fara at seta saman hesar lutir, veksur støddfrøðiligi lærubygningurin fram. Tá krevst hugflog eins og í telvingini, og ikki ber til at ivast í grundarlagnum. Kann henda, at tú tá kanst nýta støddfrøðina til at kanna eitthvørt fyribrigdi, sum eingin áður hevur kannað, og skuldi staðið í botni, er ikki at falla í fátt, men heldur bíta á kampi, so mikið størri verður frøin, tá ið komið er á mál. 




#Article 166: Pauli Ellefsen (349 words)


Joen Pauli Højgaard Ellefsen, best kendur sum Pauli Ellefsen, ( 20. apríl 1936 - 24. august 2012, føddur í Miðvági), var føroyskur politikari og ríkisgóðkendur grannskoðari. Hann varð løgmaður í Føroyum frá 5. januar 1981 til 10. januar 85.

Sum ungur var hann fiskimaður og útróðrarmaður. Miðskeiðis í fimtiárunum var hann við sluppini William Martin í tvey ár, sum abbi hansara, Dánjal Petur Højgaard úr Rituvík, átti. Sluppin var til fiskiskap undir Føroyum og Íslandi.
Seinni fór hann í skúla og lærdi til telegrafist og hevði kjans hjá danska reiðarínum Dansk-Fransk í tvey ár. Hann las til grannskoðara í Keypmannahavn. Meðan hann las arbeiddi hann samstundis sum grannskoðari. Eftir at hann var liðugur at lesa, arbeiddi hann í nøkur ár hjá revisiónsfirmanum C. Jespersen. Í 1969 gjørdist hann ríkisgóðkendur grannskoðari. Hann flutti heimaftur til Føroya fyrst í 1970-árunum, har hann eitt skifti hevði grannskoðaravirkið Sundstein  Ellefsen saman við Jógvani Sundstein. Í 1975 stovnaði hann sítt egna virki. Hann arbeiddi sum grannskoðari til 2006. Meðan Pauli var upptikin av politikki hevði hann onnur at taka sær av grannskoðaravirkinum. Robert LeFevre var stjóri eitt skifti, meðan Pauli var í politikki. Ein sonur og síðani ein verdóttur komu sum frá leið upp í fyritøkuna, seinni eisini sum ríkisgóðkendir grannskoðarar. 

Pauli gjørdist av álvara virkin í føroyskum politikki í 1974, tá hann fyri fyrstu ferð var valdur inn á Føroya Løgting fyri Sambandsflokkin. Táverandi formaður Sambandsfloksins, Trygvi Samuelsen, varð ikki afturvaldur, og tí bleiv nýggjur formaður valdur, og valið fall á nývalda Paula Ellefsen. Hann varð formaður floksins til hann valdi ikki at stilla upp aftur í 1990. Pauli var eisini virkin á danska Fólkatinginum, 1. mars 1977 varð hann valdur inn á Fólkatingið fyri fyrstu ferð. Tað var meðan Pauli Ellefsen var løgmaður, at samtíðarskattaskipanin varð sett í verk.

Foreldrini hjá Paula vóru Sofía, fødd Højgaard, úr Rituvík og Joen Elias Ellefsen úr Miðvági, hann var elstur av átta syskjum. Pauli giftist í 1963 við Henni Egholm Ellefsen, fødd Rasmussen. Eftir at hava búð nøkur ár í Danmark, fluttu tey til Føroya og búsettust í Hoyvík. Har vuksu børn teirra eisini upp.




#Article 167: Marita Petersen (497 words)


Marita Petersen (fødd Marita Johansen 21. oktober 1940, Vágur - 26. august 2001, Tórshavn) var løgmaður í Føroyum 1993 - 94. Marita Petersen er fyrsta kvinnan, ið náddi ovastu rók í føroyskum politikki. Tann 18. januar 1993 varð hon tann fyrsti kvinnuligi løgmaður í Føroyum. 

Í 1988 varð hon fyrstu ferð vald á ting. Frá 1990 – 1993 var hon landsstýrismaður í mentamálum, har hon m.a gjørdi vart við seg við at endurskoða yrkisútbúgvingarnar í Føroyum og fáa samtykt lógarverk innan hetta øki. Hon var talskvinna fyri at skipa miðnámsskúlarnar í deplar. Eisini legði hon broytingar í rúsdrekkalógini fram, ið viðførdu ta skipan, sum vit kenna í dag. 

Tíðin, sum Marita var løgmaður í Føroyum, frá januar 1993 til september 1994, var eitt av svárastu tíðarskeiðunum í Føroya søgu. Bankarnir vóru um at fara av knóranum, og vinnulívið á sjógvi og landi var við at fara sama veg. Arbeiðsloysið var methøgt, fráflyting úr Føroyum og tvangsauktiónir av sethúsum vóru gerandishendingar.
Sum løgmaður stóð Marita Petersen á odda fyri samráðingunum við danir og Den Danske Bank fyri at forða fyri, at Føroyar fóru av knóranum. Úrslitið av hesum samráðingum var millum annað, at Føroya landsstýri keypti partabrøvini í Føroya Banka frá Den Danske Bank. Hetta keypið hevði seinni sokallaða bankamálið við sær, har ákærur vórðu reistar ímóti Den Danske Bank fyri ikki at hava kunnað Føroya landsstýri um veruligu fíggjarstøðuna í Føroya Banka innan søluna av partabrøvunum. 

Marita Petersen stóð sum løgmaður eisini á odda, tá ið semja var gjørd við donsku stjórnina um eina bjarging fyri føroyska búskapin. Henda avtalan hevði við sær, at danska stjórnin afturfyri setti krøv um kvotuskipan innan fiskivinnuna og skipanina av Føroya Fiskavirking. 

Fyri at sleppa undan hópuppsagnum innan tað almenna samráddist Marita við almennu fakfeløgini um lønarniðurskurð. Eisini legði hon stóran dent á skipanarlig viðurskifti og var stigtakari til nýggju føroysku stýrisskipannarlógina frá 1994. 

Í 1993 bleiv Marita Petersen eisini forkvinna fyri Javnaðarflokkin eftir Atla Dam, ið ikki stillaði uppaftur sum formaður. Innanfloks arbeiddi hon við at útbyggja demokratiið í flokkinum og at endurnýggja politikkin hjá flokkinum. 

Hon legði dent á, at kvinnurnar eisini vóru virknar bæði innan- og uttanfloks. Hon hevði eitt netverk av kvinnum, ið hon eisini gjørdi brúk av, meðan hon var landstýrismaður og løgmaður. Hon hevði ein virknan leiklut í samband við at løgtingið í 1994 samtykti Javnstøðulógina. 

Aftaná løgtingsvalið í 1994 stóð hon á odda fyri samgongusamráðingunum. Javnaðarflokkurin fekk ikki løgmann, og Marita Petersen valdi aftur at taka sæti á løgtingi. Harvið breyt hon siðvenjuna hjá Javnaðarflokkinum um, at floksformaðurin hevði sess í landsstýrinum. Hon var sum tann fyrsta kvinnan vald til løgtingsformann í 1994. 

Í 1995 bjóðaði Jóannes Eidesgaard henni av sum formansvalevni í Javnaðarflokkinum, Marita vann formannsvalið, men á landsfundinum í 1996 legði hon frá sær sum formaður fyri Javnaðarflokkin. Til løgtingsvalið í 1998 stillaði Petersen ikki uppaftur, og fór hon sostatt úr føroyskum politikki. 

Marita var leiðari av Sernámsdeplinum frá 1997 og til hon, eftir stutta sjúkralegu, doyði tann 26. august í 2001. 




#Article 168: Evnafrøði (380 words)


Evnafrøði ella kemi er læran um eginleikarnar hjá evnum, lívrunnum sum ólívrunnum, og hvussu tey samspæla við onnur lívrunnin og ólívrunnin evni. Av tí at evni, sum eru ymiskar samansetingar av atomum, eru so fjølbroytt, so granska evnafrøðingar ofta, hvussu atom av ymiskum frumevnum samspæla og soleiðis skapað mýl, og eisini hvussu ymisk mýl samspæla sínamillum. Evnafrøði verður ofta kallað tann miðsavnandi vísindin, av tí at hon knýtir aðrar vísindagreinir saman. Evnafrøðingar kunnu við evnisandgerðum gera t.d. heilivág, plast, litir og mangt annað, sum vit brúka dagliga. Teir kanna, hvat er í evnunum, og hvussu ið nýggj evni kunnu verða gjørd. Umleið fimm mió. evni eru til. Vit brúka dagliga umleið 35#8239;000 evni, sum eru gjørd úr einfaldum evnum - frumevnunum. Áðrenn evnafrøðin gjørdist vísindi, hildu fólk, at til vóru bara fýra frumevni: mold, eldur, luft og vatn. Nú vita vit, at 98 frumevni eru í náttúruni. Eisini kunnu nøkur fá (30 higartil) verða gjørd í starvsstovum. Vanligasta frumevnið í alheiminum er vatnsevni hydrogen (H2). Tað er mesta tilfarið í stjørnunum. Egyptar vóru fyrstu evnafrøðingarnir. Evnafrøði eitur eisini kemi. Tað kemur av chem, ið merkir svørt mold. Soleiðis æt gamla Egyptaland. Nútíðar evnafrøði tók seg upp við fraklendinginum Antoine-Laurent de Lavoisier (1743-1794), sum var fyrstur at gera ástøði um andgerðir. Hetta var um 1790. Enski vísindamaðurin John Dalton (1766-1844) vísti í 1808 á, at evnabindingar eru samanrunnin frumevnisatom. Russarin Dmitri Ivanovich Mendeleev setti í 1871 frumevni í skeiðbundna skipan, sum vísir, hvussu ið tey líkjast í evnafrøðiligum eginleikum. 

Fyrr í tíðini søgdu granskarar, at fýra grundlutirnir eldur, jørð, vatn og luft vóru grundarlagið undir øllum heiminum. Nú á døgum siga vit, at allur heimurin er bygdur úr uml. 100 frumevnum og bindingum teirra millum. Evnafrøði er, sum navnið sigur, læran um øll hesi frumevni. Evnafrøðilig gransking er fyritreytin fyri nógvum av teimum hentu evnunum, sum vit brúka hvønn einasta dag, til dømis plasti. Sama er við øllum tí heilivági, sum er til taks nú á døgum. Í evnafrøðini verða atomini skrivað í stytting. Vatn hevur evnafrøðiliga formilin H2O. Tað sigur okkum, at vatnmýli eru tvey vatnevnisatom (H er stytting fyri hydrogen) og eitt súrevnisatom (O er stytting fyri oxygen). Vatn hevur evnafrøðiliga formilin H2O, ið merkir, at eitt vatnmýl er samansett av tveimum hydrogenatomum og einum oxygenatomi. 

 

 

Høvuðsøki innan evnafrøði:




#Article 169: Runavíkar kommuna (147 words)


 Runavíkar kommuna er ein kommuna í Eysturoy í Føroyum. Runavíkar kommuna fevnir um bygdirnar Rituvík, Æðuvík, Runavík, Saltangará, Glyvrar, Lamba, Lambareiði, Søldarfjørður, Skipanes, Skálafjørður, Skála, Oyndarfjørður, Funningsfjørð, Funningur og Elduvík. Fólkatalið í Runavíkar kommunu var 1. januar 2005 3.642 íbúgvar. Í dag(2015) er íbúgvaratalið 3.794, sambært heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu.

Runavíkar býráð er mannað av 11 limum. Til seinasta býráðsval í 2012 varð Magnus Rasmussen, lærarin og bóndin úr Lamba, stóri atkvøðuslúkarin. Hann varð tískil valdur til borgarstjóra og tók yvir frá fyrrverandi borgarstjóranum Hans Jacob Lamhauge. Men tann 1.Januar 2016 gavst Magnus sum borgarstjóri, vegna at hann varð valdur á ting, og tí tók táverandi varaborgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen yvir sum borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Hinir 9 býráðslimirnir eru: Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Jónhard Danielsen, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langaard. 

Mentanar- og vinnulív í kommununi:




#Article 170: Sjóvar kommuna (201 words)


 Sjóvar kommuna, kommuna í Føroyum. Sjóvar kommuna fevnir um bygdirnar Strendur, Innan Glyvur, Kolbanargjógv, Morskranes og Selatrað. Í kommununi búgva 1.043 fólk (48 % konufólk), harav 817 á Strondum (jan. 2005). 

Tann gamla Sjóvar sókn fevndi um bygdirnar Selatrað, Strendur, Skála og Skálafjørð. Av hesum bygdum er Skálafjørður tann yngsta. Hon er bygd onkuntíð í 1600-árunum. Fyri stívliga 100 árum síðan komu niðursetubygdirnar Morskranes og Innan Glyvur afturat. Tann nýggjasta niðursetubygdin er Kolbanargjógv sum kom fyri góðum 60 árum síðan. 
 
Navnið Sjóvar sókn kemur av býlinginum við Sjógv á Strondum, tí har stendur kirkjan sum nú er, og har hava kirkjur undan hesari staðið í fleiri hundrað ár so langt aftur, sum søguligar keldur røkka. Kirkjan við Sjógv var einasta kirkjan í sóknini heilt upp til okkara tíð. Kirkjan sum nú er, varð bygd í 1834. Á Selatrað kom kirkja í 1927, og á Skála í 1940. Hvussu gomul Sjóvar sókn og Strendur eru vita vit ikki, menn vilja verða við at vit skullu í hvussu so er aftur í 15. øld. 
 

 
Til kommununa hoyra uml. 70 merkur í jørð. Á Strondum eru 19 7/8 mk.ogn og 20 1/4 mk. landsjørð. Á Selatrað eru 8 merkur ogn og 22 merkur landsjørð. 




#Article 171: Sunda kommuna (434 words)


 Sunda kommuna er ein kommuna í Føroyum. Sunda kommuna er úrslitið av einum samstarvi millum kommunurnar í Sundalagnum í mong ár. Talan var tá um Hósvíkar-, Hvalvíkar-, Haldórsvíkar- og Sunda kommunur. Hetta samstarv var longi skipað í einum kommunufelagsskapi, men í 2003 varð hildið, at tíðin var búgvin at leggja saman í eina felags kommunu, saman við bygdunum Gjógv og Saksun. Við fólkaatkvøðu í øllum bygdum var uppskotið um samanlegging samtykt, og 1. januar 2005 fór nýggja kommunan til verka. 

Bygdirnar fram við Sundalagnum hava eina langa og ríka søgu. Markatalsbygdirnar eru Hósvík (19 merkur), Hvalvík (24 merkur), Streymnes (12 merkur), Saksun (29 merkur og 8 gyllin), Haldórsvík (12 merkur), Tjørnuvík (24 merkur), Oyri (12 merkur), Norðskáli (4 merkur) og Gjógv (15 merkur). Í mangar øldir, tá landbúnaðurin var høvuðsálitið, var tætt samanhang millum markatal og fólkatal. Tá fiskivinnan so við og við mentist í 19. øld, fyrst við útróðri og síðan við sluppfiskiskapi, broyttist hetta mynstur tó. Í hesum tíðarskeiði vaks fólkatalið nógv, og hóast inntøkurnar meira og meira komu frá fiskivinnuni, var jarðarbrúkið enn ein týðandi partur av gerandisdegnum hjá teimum flestu. Tí vóru eisini nógv gerði løgd inn burturav haganum, serliga aftaná at myndugleikarnir góvu heimild fyri hesum í seinnu helvt av 19. øld og aftur við lógini frá 1938. 

Sundið millum Eysturoynna og Streymoynna hevur ikki skilt bygdirnar frá hvørji aðrari, men heldur verið leiðin, sum fólk ferðaðust eftir, tá tey fóru á vitjan og tá tað ráddu um onnur ørindi. Tí ber til at siga, at hóast bygdirnar livdu sítt sjálvstøðuga lív, vóru eisini bond, sum bundu tær saman, í gaman og í álvara. Ein góð lýsing av hesum viðurskiftum er at lesa í bókini Á bygd fyrst í tjúgundu øld eftir víkamanninum Sámali Johansen.

Tá Brúgvin um Streymin var tikin í nýtslu í 1973 og í 1976 Norðskálatunnilin, broyttust fortreytirnar hjá økinum grundleggjandi. Frá at vera ein heldur avsíðis partur í landinum, gav henda nýggja meginferðsluæðrin øktar møguleikar fyri vinnulívinum, umframt ferðingarmøguleikar fyri tey, sum eitt nú starvast í Havn ella á Skálafjørðinum.Við nýggju, samanløgdu Sunda kommunu er høvuðsætlanin, at Sundalagið skal taka tey tungu tøkini í felag, og menna alt økið eftir eini miðvísari ætlan, sum kommunustýrið setur út í kortið. Á henda hátt verður støði lagt undir eina menningartilgongd, ið svarar til tey krøv, sum samtíðin setur okkum. 

Við nýggju, samanløgdu Sunda kommunu er høvuðsætlanin, at Sundalagið skal taka tey tungu tøkini í felag, og menna alt økið eftir eini miðvísari ætlan, sum kommunustýrið setur út í kortið. Á henda hátt verður støði lagt undir eina menningartilgongd, ið svarar til tey krøv, sum samtíðin setur okkum. 




#Article 172: Vágs kommuna (187 words)


 Vágs kommuna, kommuna í Suðuroynni í Føroyum. Vágs kommuna fevnir um Vág, Nes og Fámara. Borgarstjóri tíðarskeiðið 2013-2016 er Dennis Holm, varaborgarstjóri er Eydis Kjærbo.

Fólkatalið í Vágs kommunu var 1.381 hin 1. januar 2012.

Fyrst í 20. øld vóru kommunuvalini í Føroyum í januar /februar og teir valdu kommunustýrislimirnir sótu frá 1.januar árið eftir og til 31.desember fjórða árið, sum valið til næsta valskeið hevði verið í januar /februar. Kommunustýrislimir, sum vórðu valdir t.d. 12. februar 1910, sótu frá 1. januar 1911, teir sum vórðu valdir 26. januar 1914 sótu frá 1. januar 1915 og soleiðis fram. Niðanfyri sæst yvirlit yvir býráðslimir/sóknarstýrislimir í Vágs kommunu, síðan kommunan varð stovnað í 1907.

(Við løgtingslóg nr. 61 frá 2. desember 1949 varð vallógin til kommunuvalini broytt soleiðis, 
at valið fór fram í november/ desember, og tikið var við 1. januar árið eftir. 
T.d. var val 1. desember 1950, nývalda sóknarstýrið tók við 1. januar 1951)

(Valið fór fram í des 1974, og nýggja býráðið tók við 1.1.1975, men longu í des. 1976 var aftur val, 
og nýggju limirnir tóku við 1.1.1977. Síðani hava býráðini sitið í 4 ár)




#Article 173: Landafrøði (117 words)


Landafrøði er læran um heimsins yvirflatu. Hetta umfatar politiskar eindir, t.e. lond, veðurlag, jarðfrøði og onnur fyribrygdi, ið hava við heimsins yvirflatu at gera. Fyri at halda skil á landafrøðini, og fyri lættliga at kunna ferðast á yvirflatuni á jørðini, er korttekning ein partur av landafrøðini. Ígjøgnum heimssøguna hava royndir verið gjørdar at tekna heimskort, men tað er ikki fyrr enn við menningini av tøkni, at góð og álítandi kort eru gjørd, t.d. við fylgisveinatøkni. Men hóast dagins tøkni kemur enn fyri, at gamlar upplýsingar, ið fyrr vóru mettar at vera álítandi, verða broyttar eftir nýggjar uppmátingar. Seinastu árini hava fleiri fjøll í Føroyum broytt hædd umframt at oyggjar eru vaksnar ella minkaðar í eygunum hjá landafrøðini. 




#Article 174: Asia (1658 words)


Asia ella Ásia er mittasti og eystasti partur av Evrasialandmassanum og fæst við at taka Evropa frá Evrasia. Veruliga markið millum Evropa og Asia er ikki heilt greitt allýst, men gongur ígjøgnum Dardanellusundið, Marmarahavið, Bosporussundið, Svartahavið, Kavkasusfjallaryggin (summi siga Kuma-Manych lægdina), Kaspiska havið, Uralánna (summi siga Embaánna), Uralfjøllini til Novaja Zemlja. Umleið 60 % av øllum heimsins íbúgvum búgva í Asia. Asia, ið er av ísakalda, Norðurkolli og væl suður um heita Miðkring, er nógv tann størsti heimsparturin, og í ongum øðrum heimsparti eru so mong og høg fjøll. Stórir partar av meginlandinum eru berligir og oydnir. Norðanfyri eru ísoyðurnar í Sibiria, í Útsynnings- og Miðasia stórar oyðimerkur, og norðan fyri Himaleiafjøll kaldi, veðurbardi Tibetháslættin. Men í Asia eru eisini nakrir av fruktabestu lágslættunum í heiminum, og har eru eisini stórar áir, t.d. Mekong, Indus og Evfrat. Í Landsynningsasia eru nógv fjøll og stórir tropuregnskógir, har er satt dýra- og fuglameingi. Eystur úr meginlandinum, báðu megin Miðkring, eru túsundtals stórar og smáar oyggjar.

Í mestsum øllum Sibiria, ið er russiski parturin í Asia, er bítandi kalt um veturin. Norðari partur eru frostmýrar (tundra); her hevur jørðin nógvastaðni verið fryst síðan seinastu ístíð. Í Sibiria eru nógv ráevni, t.d. gull, olja, uran og gimsteinar. Sunnan fyri frostmýrarnar er heimsins størsti nálaskógur (teiga), og syðri eru turru grasfløturnar, steppur, ið eru besta landbúnðarjørðin í Russlandi.

Størsta áin í Kina, Chang Jiang, rennur vestan úr Tanggulafjøllum á Tibetháslættanum og eystur ígjøgnum óført fjallalendi. Seinasta teinin rennur hon ígjøgnum Stóra Kinaslættan og út í Eysturkinahav.

Hitalagið í Takla Makanoyðimørk og Gobioyðimørk er øðrvísi enn í flestu oyðimørkum: summarið er ógvuliga heitt, og veturin er bítandi kaldur. Har er mest berur klettur og ovurstórir sandheyggjar. Har er næstan eingin gróður uttan í áardølunum, sum í Takla Makanoyðimørkini. Nøkur dýr liva kalda veturin
av í Gobioymørk, t.d. villir kamelar.

Himaleiafjøll eru sum ein ovurstórur og høgur múrur ímillum India og Tibet. Fjøllini eru kavatakt alt árið, og her er hægsta fjall í heiminum, Mount Everest. Fjøllini vórðu til fyri um 50 milliónum árum síðan, tá ið Indiapláta stoytti saman við Evrasiaplátu. Sum pláturnar stoyttu saman, var rondin á Indiaplátu kroyst inn undir Evrasiaplátu, og havbotnurin ímillum teirra varð faldaður saman og trýstur upp til tað, ið nú er Himaleiafjøll.

So ofta goysir við strendurnar og í oyggjunum í vestara parti í Kyrrahavi, at økið stundum verður kallað Eldkringur. Viðgitnasta gosið var í 1883 í oynni Krakatoa vestan fyri Java. Meginparturin av oynni sprongdist í luftina, og spreingingin var so hørð, at dunið hoyrdist heilt suður til Avstralia. Í 1928 fór aftur at goysa í somu oyggj. Gosfjallið varð nevnt Anak Krakatoa, ið er sonur Krakatoa.

Asia er nógv fjøldbygdasti heimspartur, og ongastaðni eru mentanirnar so ymiskar og fjølbroyttar. Mangar siðmenningar eru fleiri túsund ára gamlar. Tað var í Asia, at fyrstu býirnir og fyrstu skriftmálini - neyvt søguligt samband er ímillum bæði - vórðu til. Fyri fleiri enn 5.000 árum síðan vóru fyrstu býirnir bygdir við áirnar Evfrat og Tigris; Bábylon var ein teirra. Í Bíbliuni verður hetta landið nevnt Mesopotámia. Nú á døgum búgva tveir triðingar av fólkinum í heiminum í Asia, tey flestu fyri sunnan og eystan í heimspartinum. Hóast meginparturin av fólkinum eru bøndur, vaksa býirnir ógvuliga skjótt. Fyrstu siðmenningarnar tóku seg upp í áardølunum í Asia í tí landøki, ið verður nevnt Fruktagóði Hálvkringurin, sum er í ein bug úr Persaflógva og vestur í Miðjarðarhav. Mangir býir her hava søgu, ið gongur mong túsund ár aftur í tíðina.

Meginparturin av fólkinum í Asia býr enn á bygd og livir mest av landbúnaði, men býirnir vaksa skjótt. Í størstu býum í Asia búgva nú fleiri enn 10 milliónir fólk. Bæði hesir stórbýir og aðrir býir vaksa skjótt, tí alt fleiri fólk flyta av bygd til býirnar. Stórir partar í Miðeystri og Miðasia eru ógvuliga strálbygdir ella heilt oydnir fyri fólk, tí at har er ov turt ella ov kalt. Mesta fólkið býr í fruktagóðu áardølunum og á slættunum við strendurnar í Suður- og Vesturasia. Tá ið Hongkong og Singapor eru frá, er Bangladesj fjølbygdasta land í Asia, har búgva 830 fólk á hvørjum km2.

Tvey av trimum fólkum í heiminum búgva í Asia. Sjey av 10 teimum fjølbygdastu londunum eru her, ovast eru Kina og India. Í hesum báðum londum eru 40% av øllum fólkum í heiminum. Í Kina er viðtikin lóg, ið sigur, at maður og kona mugu ikki eiga meira enn eitt barn, so her er fólkavøksturin minkaður, men í flestum londum í Asia fjølgast fólkið ógvuliga skjótt. Fyri ár 2000 búðu fleiri enn ein milliard fólk í India og um 200 milliónir fólk í Indonesia.

Fyrstu búnaðarfólkini settust í búgv í fruktagóðu áardølunum, har væl lá fyri at dyrka jørðina. Tey fóru at arbeiða í felag og veittu vatn úr áunum á akrarnar. Áirnar hava enn stóran týdning fyri fólkið í Suður- og Vesturasia, tí at har fiska tey og fáa drekkivatn og vatn á akrarnar. Nógvastaðni eru áirnar byrgdar til tess at fáa ravmagn. Áirnar eru eisini týdningarmestu flutningsvegir í mongum londum. Helvtin av fólkinum í heiminum livir mest av rísi, og tí kann rístrot vera atvold til víðfevnda hungursneyð. Rísplantan, ið er úr Landsynningsásia, hevur verið dyrkað í eini 7.000 ár. Seinastu árini hava verið ald nýggj ríssløg at útvega mat til nógva fólkið í Asia, sum fjølgast í stórum. Hesi ríssløgini er úrslit av grønu kollveltingini, har vísindaligur serkunnleiki og nýggj tøkni hava kynbøtt plantur, so at tær geva meiri av sær.

Hóast summo lond í Asia, t.d. Japan og Kina, leingi hava verið sjálvstøðug lond, hava mong lond í heimspartinum ikki loyst frá gomlu hjálandaveldum sínum fyrr enn seinastu árini. Fyrst í 20. øld stóðu næstan alt Miðeystur, India og stórir partar í Landsynningsasia undir evropeiskum hjálandaveldum. Men sterkar tjóðskaparrørslur tóku seg upp í Asia, og londini vunnu sær frælsi aftur. Í mongum londum hevur stórur búskaparligur vøkstur verið seinastu árini; hetta hevur havt við sær størri nýtslu og stórar samfelagsligar broytingar. Mong gomul lond í Asia hátíðarhalda frælsisdag sín á hvøijum ári, eitt nú í Pakistan. Nøkur lond, til dømis India, vunnu sær frælsi við friðarligari mótstøðu, men í mongum londum vóru drúgv frælsiskríggj, til dømis í Burma. Hesi lond stríðast nú við at fáa eina tjóðskaparliga eindarkenslu at festa rót ímillum fólkið.

Sovjetsamveldið var størsta ríki í heiminum. Í 1991 fór tað sundur í 15 sjálvstøðug lýðveldi, hvørt við sínari stjórn. Sjey av hesum lýðveldum eru í Evropa, hini átta í Asia. Nú lýðveldini ikki longur eru partur í einum ovurstórum, miðstýrdum búskapi, mega tey laga seg til viðurskifti og treytir á heimsmarknaðinum, og tað hevur ikki verið so lætt. Fall Sovjetsamveldisins hevði eisini við sær, at londini í Eysturevropa sluppu undan sovjetskum eftirliti.
 
Allir stóru heimsátrúnaðirnir eru komnir upp í Asia: hinduisma, buddisma, jødadómur, kristindómur og islam. Atrúnaður hevur enn stóra ávirkan í Asia, og fólkið er gudrøkið. Atrúnaðirnir læra fólk at verða gávumild, ósjálvsøkin og hjálpsom, og at tað ræður ikki um at ríka seg upp avjarðligum ognum.

Mangastaðni í gamla Sovjetsamveldinum stríðast fólkasløg hvørt ímóti øðrum. Í summum londum í russiska samveldinum eru mangir russar, onkustaðni eru teir um 40% av fólkinum. Annað dømi er Kekenia, har triðja hvørt fólk er russi. Síðan Sovjetsamveldið fall, hava kekenar stríðst fyri tjóðskaparligum frælsi, men Russland, ið er samveldisríki, er hart ímóti hesum. Teir kvíða fyri, at fer ein landspartur burturúr, verður alt tað russiska samveldið syndrað.

Í asiatisku samfeløgunum nú á døgum er stríð ímillum siðbundna og jarðbundna lívsháttin, merktum av átrúnaði, og vaksandi kapitalistiska lívsháttin, merktum av vesturlendskum siðum og levnaði. So hvørt asiatisku londini loyva størri vesturlendskari ávirkan, veksur trýstið á gamla lívsháttin. Í Iran hevði hetta við sær, at átrúnaðarligu høvuðsmenninir við Khomeini Ayatollah á odda settu seg harðliga upp ímóti vesturlendsku ávirkanini; teir birtu í kollvelting, tóku valdið í landinum og settu á stovn muslimskt lýðveldið, stýrt eftir strongum islamiskum lógum.

Áðrenn oljan varð funnin, vóru mong oyðimarkarlond í Miðeystri ógvuliga fátæk, men nú hevur oljan fullkomiliga broytt londini. Meiri enn helmingurin av allari olju í heiminum, funnin er higartil, og triðingurin av øllum gassi eru í Miðeystri. Olju- og gasssølan til lond um allan heimin hava gjørt londini ovurrík. Nýggir stásiligir býir eru bygdir, og mangir fremmandir verkamenn eru komnir higar at arbeiða.

Í summum londum broytast viðurskiftini so líðandi, og hvørki harðlig mótmæli ella ófriður standast av tí. Í Japan var búskaparlig menning hildin at verða neyðug, so at landið ikki skuldi verða bundið at evropeiskum londum. Tí hevur Japan tikið eftir vesturlendskum búskapi, men roynir framvegis at stuðla og fjálga japanska mentan. Enntá Kina, sum í mong ár skúgvaði alla vesturlendska hugsan frá sær, tekur nú undir við kapitalistiskum búskapi.

Seinastu nógvu árini hava mong lond í Asia havt Japan sum fyrimynd og hava ment ídnaðin nógv. Við tað at hetta hevur gingið so skjótt og við slíkari megi, hava hesi lond verið kallað tikaraveldini. Nógv bílig arbeiðsmegi og støðug politisk viðurskifti, tí stjórnir gera alt fyri at steðga øllum ófriði, hava fingið útlendskar fyritøkur at gera stórar íløgur í ídnaðin. Londini gera lidnar vørur, t.d. klæði, teldur og sjónvørp.

Korini hjá konufólkum eru ógvuliga ymisk í so stórum heimsparti, alt eftir mentanarligu, átrúnaðarligu og politisku viðurskiftunum í londunum. Sumstaðni, t.d. Í India og islamsku londunum í Miðeystri, eru tað næstan bara mannfólkini, ið gera lønt arbeiði; men í muslimsku londunum í Landsynningsasia eru mong islamsk konufólk tó í løntum starvi. Aðrastaðni, sum í kommunistisku londunum Kina og Norðurkorea og í gomlu sovjetlýðveldunum, eru konufólkini tyðandi partur av arbeiðsmegini, og tey gera mestsum alt við hús eisini.

Fall Sovjetsamveldisins hevur í vissum førum havt við sær, at flakkfólk í Miðasia eru farin at liva sum í gomlum døgum. Lutir, sum áður vórðu gjørdir á verksmiðjum, t.d. dúkurin, ið tjaldið varð klætt við innan, fingust ikki longur, og tey máttu sjálvi vevað dúkin. Somuleiðis hevur eisini verið við flutninginum. Seinastu árini hava mong flakkfólk flutt tjøld og aðra útgerð við lastbili; men nú trýtur brennievni, og tey eru aftur farin at nýta kamelar og ross.




#Article 175: Mikkjal á Ryggi (138 words)


Mikkjal Dánjalsson á Ryggi (f. 17. oktober 1879 - d. 20. oktober 1956 í Tórshavn) var lærari búsitandi í Gásadali. Foreldur: Dánjal Pauli Michelsen og Maren Margrethe Petersen (1856-1897). Hann varð føddur í Miðvági. Sum ungur fór hann tveir vetrar til Danmarkar á fólkaháskúla. Hóast hann ikki var læraralærdur, starvaðist hann í mong ár sum lærari. Hann var virkin í politikki, bæði í sóknarstýrinum og í løgtinginum, har hann umboðaði Sjálvstýrisflokkin í 1920-árunum. 

Rithøvundastarv hansara fevndi millum annað um yrkingar, sálmaskaldskap, bygdarsøgu og skúlabøkur. Hann var okkara ídnasta sálmaskald. Hann skrivaði fyrstu føroysku bygdarsøguna. Hann lýsti arbeiðslívið bæði á sjógvi og landi. Hansara tokki til náttúruna sást aftur í skúlabókum um dýra og fuglalívið – umframt í hansara landalæru og í sálmum hansara og sangum yvirhøvur. Yrkingin Lítla hara stóð í savninum „Yrkingar,“ sum kom út í 1954.




#Article 176: Mads Andrias Winther (1871) (258 words)


Mads Andrias Winther (føddur 23. november 1871 á Sandi, deyður 8. februar 1923 á Sandi) var ein føroyskur politikari og rithøvundur. Hann var borgarstjóri í Havn frá 1909 til 1913. Hann var løgtingslimur 1904-1923, tey fyrstu árini var hann valdur inn í Suðurstreymoyar valdømi (1904-18) og tey seinnu árini í Sandoyar valdømi (1918-23). Hann varð valdur inn fyri Sjálvstýrisflokkin, eftir at hann varð stovnaður í 1906.

Mads Andrias fór til Havnar at ganga í realskúla bert 9 ára gamal. Eftir loknan skúla starvaðist hann í tvey ár hjá Sorinskrivaranum, síðan flutti hann heimaftur til Sands eina tíð tí honum longdist so illa til heimbygdina, har tókst hann við fyrifallandi arbeiði. Síðan fór hann á heysti 1890 á Vallekilde háskúla í Danmark. Eftir háskúlan flutti hann heimaftur til Sands, har hann búði eina tíð, og so flutti hann til Havnar, har hann fekk starv hjá Sorinskrivaranum og frá 1899 til 1916 var hann fulltrúi har. Í 1916 fekk hann starv sum sýslumaður á Sandoynni og flutti tí aftur til heimbygdina at búgva. Árini í Havn var hann sera virkin innan politiska og samfelagslívið har. Hann var undangongumaðurin og formaðurin í Havnar Bóltfelag tá tað bleiv stovnað í oktober 1904. Hann var eisini virkin í Havnar Ungmannafelag, og nógv av tí, ið hann skrivaði, kom út í blaðnum hjá Havnar Ungmannafelag, sum nevndist Baldursbrá. Harumframt skrivaði Petur Alberg niður fleiri av søgunum, ið Mads Andrias fortaldi munnliga í felagnum. Tað mesta av tí ið Mads Andrias skrivaði, varð útgivið eftir deyða hansara í Úrvalsrit, sum kom út í 1932.

 hr




#Article 177: Poul Michelsen (300 words)


Poul Johan Sundberg Michelsen (føddur 22. juli 1944 í Tórshavn), vanliga nevndur Poul Michelsen, er stovnari og núverandi formaður fyri Framsókn, umframt vinnulívsmaður.

Hann hevur útbúgving í handli og vinnulívi. Í 1974 setti hann á stovn vøruhandil í hjallaranum heima hjá sær sjálvum. Vøruhandilin mennist so mikið nógv, at í 1977 varð partafelagið P/F Poul Michelsen sett á stovn. Í 2015 starvaðust 60 fólk á PM Heilsølu, har Poul Michelsen framvegis er virkin sum forstjóri.  

Poul Michelsen hevur eisini verið Føroya meistari í badmintoni fleiri ár á rað.

Hann var býráðsformaður í Tórshavn 1980 - 1992. Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin frá 1984 til 1990 og aftur frá 2002. Næstformaður í Løgtinginum 1989 - 1990. Aðalkonsul fyri Finnland í Føroyum. 11. oktober 2010 valdi Poul Michelsen at melda seg úr Fólkaflokkinum. Stutta tíð seinni, á vári 2011, stovnaði hann saman við øðrum nýggja flokkin Framsókn, ið er ein liberalur tjóðskaparflokkur. Á løgtingsvalinum 2011 varð hann valdur á ting fyri Framsókn. Flokkurin fekk tvey umboð, hin tingmaðurin var Janus Rein, sum var nýggjur í politikki. Knapt eitt ár eftir valið, valdi Janus Rein tó at taka seg úr Framsókn og gjørdist leysgangari, og fór seinni í Fòlkaflokkin. Poul Michelsen gjørdist sostatt einasti løgtingsmaður fyri Framsókn eftir 6. oktober 2012. Á løgtingsvali 2015 varð Poul Michelsen valdur inn aftur á ting fyri Framsókn saman við Honnu Jensen. Hin 15. september 2015 gjørdist hann landsstýrismaður í Uttanríkis- og vinnumálum. Tá tók Ruth Vang sæti fyri hann. Hin 17. september 2015, tá ið nevndarsessir í Løgtinginum skuldu býtast, gjørdist Annika Olsen, ið fór úr Fólkaflokkinum eina viku frammanundan, limur í Framsókn og gjørdist forkvinna í Fíggjarnevndini. Framsókn hevði harvið fingið 3 tinglimir á fyrsta sinni, og fyri fyrstu ferð í søgu Føroya, hevði Løgtingið fingið ein flokk við meir enn einum tinglimi ið bara vóru kvinnur.




#Article 178: Torkil Nielsen (221 words)


Torkil Nielsen (føddur 26. januar 1964) í Sandavági er fyrrverandi føroyskur fótbólsspælari og leikari á føroyska A-landsliðnum, hann er eisini telvari. 

Torkil Nielsen gjørdist víðakendur, tá hann skeyt tað avgerandi málið í dystinum, sum endaði við 1-0 sigri móti Eysturríki 12. september 1990 í Landskrona. Torkil leikti 18 A-landsdystir fyri Føroya og skoraði 2 mál.

Umframt at gera seg galdandi á A-landsliðnum, spældi Torkil Nielsen við SÍF og seinni við FS Vágar, eftir at SÍF og MB vóru løgd saman til eitt felagslið. 

Torkil er eisini telvari. Hann gjørdist føroyameistari í talv í 1984, 86 og 88. Torkil telvaði á føroyska talv landsliðnum í 1982 í Sveis, í 1984 og 88 í Thessaloniki í Grikkalandi.

Tveir synir Torkils eru telvarar og fótbóltsleikarar eins og pápin. Tann eldri, Rógvi Egilstoft Nielsen (føddur 1992), vann FM í talvi í 2012 og luttók á føroyska talvlandsliðnum á Talv-OL í Turkalandi, hann fekk 4½ stig. Harafturat hevur Rógvi spælt 4 dystir á U19 landsliðnum í fótbólti hjá Føroyum. Yngri sonurin, Høgni Egilstoft Nielsen (føddur 1997) vann FM í talvi í apríl 2014 og setti tvey nýggj met, hann var yngsti telvari nakrantíð ið vann FM og hann var eisini einasti telvarin til tá, ið hevði megnað at vunnið øll talvini í einum talv føroyameistaraskapi. Høgni hevur spælt fleiri dystir á føroyska U17 landsliðnum í fótbólti.




#Article 179: Jens Pauli Heinesen (642 words)


Jens Pauli Heinesen f. 12. november 1932 í Sandavági, deyður 19. juli 2011 í Tórshavn var føroyskur rithøvundur. Jens Pauli Heinesen vaks upp í Sandavági. Hann er læraralærdur, men gavst at arbeiða sum lærari í 1970. Síðan starvaðist hann sum høvundur burturav. Jens Pauli var ein av okkara virknasta rithøvundum og hevur m.a. skrivað mong stuttsøgusøvn, skaldsøgur og sjónleikir. Sum høvundur fevndi hann víða og lýsti m.a. bygdasamfelagið og býin, listamannin og samfelagið, barnið og tess heim og kærleikans torgongdu leiðir. Hann fekk fleiri virðislønir fyri sín skaldskap, fýra ferðir hevur hann fingið Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrarbókmentir og í 1999 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins. Jens Pauli var formaður fyri Rithøvundafelag Føroya 1968 - 1975. Hann giftist 11. august 1956 við Maud Brimheim úr Klaksvík, saman fingu tey tvær døtur: Elin og Marionnu. Elin Heinesen er m.a. er kend frá tónleikalívinum og frá tíðini, tá hon var stjóri á Samvit (Ferðaráðið).

Sorg: 1949. - 2 s.

Degningsælið : søgur 
Tórsh. : Blaðstarv, 1953. - 99 s.

Hin vakra kvirran 
Tórsh. : [s. n.], 1958 [i.e. 1959]. - 164 s. 

Gestur : søgusavn
Tórsh. : Egið forlag, 1967. - 103 s.

Aldurnar spæla á sandi : søgusavn
Tórsh. : Egið forlag, 1969. - 152 s.

Í aldingarðinum : søgusavn
Tórsh. : Egið forlag, 1971. - 112 s.

Gamansleikur : søgur úr Krabburð 
Tórsh. : Egið forlag, 1974. - 151 s.

Degningsælið : søgusavn. - 2. útg. 
Tórsh. : Gestur, 1978. - 180 s. 

Dropar í lívsins havi : søgusavn 
Tórsh. : Gestur, 1978. - 166 s. 

Tann gátuføri kærleikin
Tvøroyri : Hestur, 1986. - 158 s.

Gamansleikur 2 : søgur úr Krabburð 
Tórsh. : Gestur, 1995. - 142 s. 

Rósa Maria : søgusavn 
Keypmh. : Mentunargrunnur Studentafelagsins, 1995. - 175 s.

Drongurin, ið átti eina hvíta holu.
Stuttsøgan er úr savninum Gestir, 1967.

Líttli Frants Vilhelm 1967

Uppi í eini eikilund
Tórsh., 1970. - 49 s. 

Hvønn stakkin skal eg fara í, pápi : 
sjónleikur um Anniku í Dímun í trimum pørtum
Tórsh., 1975. - [2], 74 bl.

Fýra sjónleikir 
Tórsh. : Gestur, 1985. - 227 s. 

Hvønn stakkin skal eg fara í, pápi - 1975
Vælkomnir, føringar, her í vási - 1978
Skuggarnir - 1979
Uppi í eini eikilund - 1969

Sníkurin : læran um sálina : sjónleikur 
Tórsh., 1989. - 38 bl. 

Eitt dukkuheim : sjónleikur í trimum pørtum / Henrik Ibsen ; Jens Pauli Heinesen føroyskaði
Tórsh. : Jens Pauli Heinesen, 1984. - [2], 83 bl.
Upprunatittul: Et dukkehjem

Brúsajøkul
Tórsh. : Føroya Lærarafelag, 1987. - 72 s.

Gamansleikur 1 [ljóðbók] : søgur úr Krabburð ; Oskar Hermansen og Páll Danielsen lesa
Tórsh. : Ljóðbókanevndin, 2001. - 5 kassettubond í 1 húsa (Spælitíð: 5 t., 23 min.)
Stuttsøgur - Endursøgn av bókini

Gamansleikur 2 [ljóðbók] ; Oskar Hermansen lesur
Tórsh. : Ljóðbókanevndin, 2000. - 5 kassettubond í 1 húsa (Spælitíð: 5 tímar, 43 min.)
Stuttsøgur - Endursøgn av bókini

Nú ert tú mansbarn á foldum [ljóðbók] ; Jens Pauli Heinesen lesur
Tórsh. : Ljóðbókanevndin, 2001. - 6 kasettubond í húsa (Spælitíð: 7 tímar, 10 min.)
(Á ferð inn í eina óendaliga søgu ; 1)
Skaldsøga - Endursøgn av bókini

Rekamaðurin [ljóðbók] ; Oskar Hermansen lesur
Finst á spola á Føroya landsbókasavni

Tey telgja sær gudar [ljóðbók] ; Jens Pauli Heinesen lesur
Finst á spola á Føroya landsbókasavni

Íkast til 1984 : greinarøðin: Tann totaliteri staturin 
Tórsh. : Gestur, 1984. - 64 s.
Greinarøðin áður prentað í Sosialinum, desember 1983

Sum dropar av blóð eru orð 
Tórsh. : Sprotin, 1995. - 212 s. 
Skúlabók - Úrvalsrit

Tíðarkjarr : hugleiðingar 
Keypmh. : Mentunargrunnur Studentafelagsins, 1998. - 423 s. 
Hugleiðingar

Tórshavn : Føroya Lærarafelag í samarbeiði við Illustrationsforlaget, [1958]. - 24 s. (Glæstribøkurnar ; 4)

Tórsh. : Jens Pauli Heinesen, 1984, 83 bl. ; 30 cm
Upprunatittul: Et dukkehjem - Sjónleikur. 

Jens Pauli Heinesen hevur fleiri ferðir fingið Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrarbókmentir.




#Article 180: Eysturríki (420 words)


Eysturríki er lýðveldi í Evropa. Í ein norðan hevur Eysturríki mark við Týskland og Kekkia, eystan við Slovakia og Ungarn, sunnan við Slovenia og Italia og vestan við Sveis og Liktinstein. Wien er høvuðsstaður Eysturríkis, og aðrir stórir býir eru Graz, Linz og Salzburg. Landið hevur umleið 8,5 mió. íbúgvar, og høvuðsmálið er týskt. Í langar tíðir var tað eitt av høvuðslondunum í Evropa. Keisarin i Eysturríki ráddí bæði fyri Ungarn, Kekkia, Slovakia, stórum parti av Jugoslavia og stórum parti av Póllandi. Aftan á Fyrra heimskriggið misti Eysturríki øll hjálondini. Í Seinna heimskrignum vóru summir býirí Eysturriki illa skaddir, og landið varð eftir tað, at kriggið endaði, hersett av teimum sameindu.

Stýrismátin i Eysturríki er lýðveldi við einum forseta á odda. 

Eysturríki hevur frá gamlari tíð verið eitt búnaðarland, og enn livir nógv av fólkinum av jørðini. Á slættlendinum velta teir hveiti, rug, havra, mais og røtur; summir bøndur hava víngarðar. Neytahaldið er stórt. Nógvastaðni í hálendinum ber ikki so væl til at velta korn, men bøurin er grasgóður, so bøndurnir hava lagt seg eftir neytahaldi í staðin. Nógv av fólkinum, sum býr millum fjøllini, livir eisini av at fylgja ferðafólki ella arbeiðir á gistingarhúsum. Í summum bygdum gera teir træmyndir, dukkur o. a. at selja teimum fremmandu.

Jarnmálmur er í landinum, men lítið og einki kol; harafturímóti eru nógv stór elverk, so bæði tok og ídnaðarvirkir verða drivin við elmegi. Teir selja eisini streym út av landinum. Nærhendis Wien hava teir funnið olju, og hesar oljukeldurnar eru nú millum tær mest gevandi í Evropa. Ídnaðarvirkír eru nógv. Tað mesta, ið gjørt verður, er jamvara, men teir veva eisini nógv toy. 

Fólkið í Eysturríki er nær skylt við tað týska, og málið er týskt. Mesta av fólkinum er kalolikkar. 

Í januar 2011 vóru næstan 90 000 færri fólk limir í teirri katólsku kirkjuni í Eysturríki enn í 2010, og so nógv fólk eru ikki farin úr kirkjuni eftir einum ári síðani Seinna heimsbardaga. Kirkjumyndugleikarnir ivast ikki í, at tað eru nær nógvu frásagnirnar um kynsligan ágang í katólsku kirkjuni víða um heimin, sum hava fingið fólk at venda kirkjuni bakið. 

Eysturríki var einaferð miðdepil í stóra keisaraveldinum Esturríki-Ungarn. Í 1918 gjørdist Eysturíki sjálvstøðugt ríki. Vestari og mittasti partur í Eysturríki eru fjallalendi, men so lækkar landið so líðandi norðureystur á fruktagóða láglendið. Uppi í líðunum ganga neyt, seyður og geitir á biti, og fyri norðan er gott korn- og fruktlendi. Eysturríki er væl ment ídnaðarland, ið ger jarn, stál, maskinur og evnafrøðilig evni. Landið fór upp í ES í 1995. 




#Article 181: Markatal (572 words)


Markatal er tal á mørkum, lutað út á ávísar - eldri - bygdir, nevndar markatalsbygdir

  
    Oyggj
    Samlað markatal
  
     
    mk.gl.sk.
  
    Suðuroy og L. Dímun
    369-07-00
  
    St. Dímun
    13-00-00
  
    Skúvoy
    59-12-00
  
    Sandoy
    204-12-00
  
    Vágar
    180-00-00
  
    Mykines
    40-00-00
  
    Koltur
    17-00-00
  
    Hestur
    18-00-00
   
    Nólsoy
    48-00-00
  
    Streymoy
    495-08-00
  
    Eysturoy
    496-09-11
  
    Kalsoy
    81-10-00
  
    Kunoy
    64-08-00
  
    Borðoy
    136-00-05
  
    Viðoy
    64-00-00
  
    Svínoy
    32-04-00
  
    Fugloy
   47-00-00
 
    Tilsamans
    2367-06-16
   

  
    Nr.
    Markatalsbygd
    Ognarjørð 
    Kongsjørð
    Samlað markatal
    1 mk. = ? km²
  
     
     
    mk.gl.sk.
    mk.gl.sk.
    mk.gl.sk.
     
  
    11
    Sumbiar bygd
    41-00-00
    23-00-00
    64-00-00
    0,39
  
    12
    Vágs bygd
    33-03-00
    16-08-00 49-11-000,37
  
    13
    Nes bygd (Suðuroy)
    06-04-00
    05-08-00 11-12-000,17
  
    14
    Porkeris bygd
    22-06-00
    14-10-00 37-00-000,37
  
    15
    Hovs bygd
    18-08-00
    05-08-00 24-00-000,43
  
    16
    Fámjins bygd
    21-11-00
    02-05-00 24-00-000,55
  
    17
    Øravíkar bygd
    03-06-00
    08-10-00 12-00-000,92
  
    18
    Trongisvágs bygd
    23-09-05
    00-09-15 24-03-000,72
  
    19
    Froðbiar bygd
    20-06-00
    03-10-00 24-00-000,59
  
    20
    Hvalbiar bygd
    57-07-18
    41-05-02 98-13-000,41
  
    21
    Dímunar bygd
     
    13-00-00 13-00-000,20
  
    22
    Skúvoyar bygd
    27-08-00
    32-04-00 59-12-000,17
  
    23
    Skarvanes bygd
    10-00-15
    01-15-05 12-00-000,53
  
    24
    Dals bygd
    22-00-00
    01-00-00 23-00-000,46
  
    25
    Húsavíkar bygd
    26-00-00
    05-00-00 31-00-000,29
  
    26
    Skálavíkar bygd
    25-07-06
    16-08-14 42-00-000,69
  
    27
    Sands bygd
    41-04-00
    55-08-00 96-12-000,58
  
    28
    Sandavágs bygd
    45-08-00
    02-08-00 48-00-001,16
  
    29
    Miðvágs bygd
    25-01-03
    22-14-17 48-00-000,98
  
    30
    Sørvágs bygd
    47-08-00
    00-08-00 48-00-000,83
  
    31
    Bíggjar bygd
    04-12-00
    13-04-00 18-00-000,97
  
    32
    Gásadals bygd
    14-08-00
    03-08-00 18-00-000,94
  
    33
    Mykines bygd
    27-05-05
    12-10-15 40-00-000,25
  
    34
    Kolturs bygd
     
    17-00-00 17-00-000,14
  
    35
    Hests bygd
    11-00-00
    07-00-00 18-00-000,33
  
    36
    Nólsoyar bygd
    35-00-00
    13-00-00 48-00-000,21
  
    37
    Kirkjubøar bygd
     
    39-00-00 39-00-000,57
  
    38
    Velbastaðar bygd
     
    32-00-00 32-00-000,53
  
    39
    Syðradals bygd (Streymoy)
     
    16-00-00 16-00-000,25
  
    40
    Norðradals bygd
     
    21-00-00 21-00-000,49
  
    41
    Skælings bygd
     
    15-00-00 15-00-000,56
  
    42
    Leyna bygd
     
    12-00-00 12-00-000,52
  
    43
    Kvívíkar bygd
    25-10-00
    22-06-00 48-00-000,72
  
    44
    Vestmanna bygd
    21-04-00
    34-12-00 56-00-000,92
  
    45
    Saksunar bygd
    00-08-00
    29-00-00 29-08-001,05
  
    46
    Tjørnuvíkar bygd
    20-00-00
    04-00-00 24-00-000,67
  
    47
    Haldarsvíkar bygd
    07-12-00
    04-04-00 12-00-001,88
  
    48
    Streymnes bygd
    06-00-00
    06-00-00 12-00-001,11
  
    49
    Hvalvíkar bygd
    10-00-00
    14-00-00 24-00-000,99
  
    50
    Hósvíkar bygd
     
    19-00-00 19-00-000,68
  
    51
    Kollfjarðar bygd
    01-00-00
    50-00-00 51-00-000,75
  
    52
    Kaldbaks bygd
     
    40-00-00 40-00-000,57
  
    53
    Sunds bygd
     
    12-00-00 12-00-001,01
  
    54
    Hoyvíkar bygd
     
    12-00-00 12-00-001,01
  
  	55
    Tórshavnar bygd
     
    21-00-00 21-00-000,73
  
    56
    Stranda bygd
    20-04-00
    19-14-00 40-02-001,02
  
    57
    Selatraðar bygd
    08-00-00
    22-00-00 30-00-000,64
  
    58
    Oyrar bygd
     
    12-00-00 12-00-001,11
  
    59
    Norðskála bygd
    03-08-00
    00-08-00 4-00-001,52
  
    60
    Eiðis bygd
    44-00-00
    04-00-00 48-00-000,77
  
    61
    Gjáar bygd
    15-00-00
      15-00-001,23
  
  	62
    Funnings bygd
    14-08-00
    00-08-00 15-00-001,22
  
    63
    Skála bygd
    27-15-00
    12-01-00 40-00-000,60
  
    64
    Elduvíkar bygd
    09-00-00
    21-04-00 30-04-000,55
  
    65
    Oyndfjarðar bygd
    04-00-00
    28-00-00 32-00-000,37
  
    66
    Fuglfjarðar bygd
    26-01-00
    06-00-00 32-01-000,72
  
    67
    Leirvíkar bygd
    05-00-11
    27-08-00 32-08-110,32
  
    68
    Norðragøtu bygd
    07-08-00
    24-08-00 32-00-000,36
  
    69
    Gøtugjáar bygd
     
    06-00-00 6-00-000,30
  
    70
    Syðrugøtu bygd
    05-00-00
    25-10-00 30-10-000,56
  
    71
    Søldfjarðar bygd
     
    12-00-00 12-00-000,33
  
    72
    Lamba bygd
     
    29-00-00 29-00-000,45
  
    73
    Glyvra bygd
     
    16-00-00 16-00-000,53
  
    74
    Tofta bygd
    04-00-00
    16-00-00 20-00-000,54
  
    75
    Nes bygd (Eysturoy)
     
    20-00-00 20-00-000,33
  
    76
    Syðradals bygd (Kalsoy)
    10-08-00
    06-04-00 16-12-000,37
  
    77
    Húsa bygd
    15-08-00
    08-08-00 24-00-000,43
  
    78
    Mikladals bygd
    11-12-00
    13-02-00 24-14-000,41
  
    79
    Trøllanes bygd
    04-08-00
    11-08-00 16-00-000,26
  
    80
    Kunoyar bygd
    26-04-00
    06-04-00 32-08-000,56
  
  	81
    Haraldssunds bygd
    07-00-00
    09-00-00 16-00-000,51
  
    82
    Skarðs bygd
    14-04-00
    01-12-00 16-00-000,56
  
    83
    Norðoyrar bygd
    06-04-00
    17-12-00 24-00-000,40
  
    84
    Klaksvíkar bygd
    12-00-00
    47-12-00 59-12-000,53
  
    85
    Strandar bygd
    05-00-00
    02-00-05 7-00-050,35
  
    86
    Skálatofta bygd
    06-08-00
    00-12-00 7-04-001,00
  
    87
    Múla bygd
    07-08-00
    02-08-00 10-00-000,70
  
    88
    Depils bygd
    06-08-00
    01-08-00 8-00-000,93
  
    89
    Norðtofta bygd
    03-08-00
    00-08-00 4-00-001,98
  
    90
    Árnfjarðar bygd
    06-00-00
    10-00-00 16-00-001,04
  
    91
    Hvannasunds bygd
     
    16-00-00 16-00-000,67
  
    92
    Viðareiðis bygd
    04-00-00
    44-00-00 48-00-000,62
  
    93
    Svínoyar bygd
    17-12-00
    14-08-00 32-04-000,85
  
    94
    Kirkju bygd
    17-00-00
    03-00-00 20-00-000,26
  
    95
    Hattarvíkar bygd
    03-08-00
    23-08-00
   27-00-000,22
 
     
    Tilsamans
    1081-14-03
    1285-08-13
    2367-06-16Ø 0,64  




#Article 182: Jákup Dahl (388 words)


Jákup Dahl ella Jacob Dahl sum hann varð doyptur (føddur 5. juni 1878 í Vági, doyði 5. juni 1944 í Tórshavn) var próstur í Føroyum og ein av teimum fyrstu, sum týddu Bíbliuna til føroyskt. Eisini skrivaði hann ta fyrstu føroysku skúlabókina (Føroysk mállæra til skúlabrúks).

Keypmanssonurin Jákup Dahl varð føddur suðuri í Vági í 1878. Í 1893 fór tann bert 15 ára gamli Jákup til Havnar at ganga á læraraskúla. Í 1897 fór Jákup til Danmarkar, har hann fyrst gekk á studentaskúla, og tvey ár seinni í 1899 byrjaði hann at lesa gudfrøði við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn. Hann tók sítt embætisprógv í 1905. Í 1907-08 var hann lærari á háskúlanum í Karise á Sælandi. So fór Jákup Dahl heimaftur til Føroya og gjørdist lærari á Real- og Læraraskúlanum í Tórshavn. Um tað mundi var tað ikki loyvt at læra frá sær á føroyskum, men Jákup Dahl aktaði ikki boðini og tosaði við sínar føroysku næmingar á føroyskum, til hann fór frá í 1912.

Sama ár varð Jákup Dahl settur sum prestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi. Seks ár seinni í 1918, varð hann útnevndur til próst og sat í hesum starvi til hann doyði í 1944. Longu sum blaðungur var Jákup Dahl hugtikin av teimum tjóðskaparligu hugsjónunum. Sum so mangir aðrir prestar við honum – m.a. vinmaðurin frá studentatíðini og undanmaðurin í próstastarvinum A. C. Evensen (1874-1917) – ynskti Jákup Dahl at kirkjumálið varð umsett til føroyskt. Í 1918-19 hevði hann týtt ritualini, men orsakað av politiskum stríði, komu tey ikki út fyrr enn í 1929 og vóru góðkend í 1930. Hann fór undir at umseta Nýggja Testamenti til føroyskt, og teir ymsu partarnir komu út í smáritum frá umleið 1923 til 1936. Í 1937 kom so Nýggja Testamenti út í samlaðari útgávu. Av Gamla Testamenti hevði Jákup Dahl longu í 1923 umsett Sálmarnar.

Av øðrum kirkjuligum tilfari umsetti Jákup Dahl Luthers Katekismus (1922) og Bíbliusøguna eftir Carl Frederik Balslev. Hann skrivaði eisini lestrarbøkur til deknarnar. 

Harafturat yrkti Jákup Dahl fleiri sálmar – 17 teirra finnast í sálmabókini – har eisini 70–80 sálmar, týddir av Jákupi eru at finna. So tíðliga sum í 1908 skrivaði Jákup “Føroysk mállæra til skúlabrúks”, sum hevur verið nýtt í skúlunum heilt upp til okkara tíð. Umframt síni kirkjuligu og málsligu verk var Jákup Dahl eisini skald og skrivaði fleiri yrkingar og stuttsøgur. 




#Article 183: Argja Róðrarfelag (237 words)


Argja Róðrarfelag er stovnað 16. august 1982, Arjga Róðrarfelag er eitt av størstu kappróðrarfeløgum í Føroyum. Felagið heldur til við bátahylin úti á Argjum og eigur stórt róðrarneyst, sum ofta verður leigað út til tiltøk, veitslur o.a. Bátarnir hjá Argja róðrarfelag eru reyðir við ljósabláum stokkum og hava drekastevni.

Í 2010 vann Argja Róðrarfelag trý FM heiti: Í barnaróðrinum bleiv Teistin við smágentum nummar eitt, 5-mannafarið Blikur við dreingjum varð nummar eitt, eins og 8-mannafarið Argjabáturin eisini bleiv nummar eitt. Felagið fær eitt nýtt 6-mannafar og eitt nýtt 8-mannafar til FM kappróðurin 2011. Argja Róðrarfelag er næst mest vinnandi felagið, tá hugsað verður um FM heitið. Í 2015 hevði Argja Róðrarfelag vunnið 26 FM heitið. Havnar Róðrarfelag hevði vunnið 63 FM heitið í tíðarskeiðnum 1973-2015. Í sama tíðarskeiði var Argja Róðrarfelag nummar trý, tá talan er um mest vinnandi bátar, gull, silvur og bronsu heiðursmerki. Frá 1973 til juli 2015 hevur Argja Róðrarfelag 141 gull, 133 silvur og 133 bronsu heiðursmerki. Áttamannafarið hjá Argja Róðrarfelag, Argjabáturin, er tað áttamannafarið sum hevur vunnið flest FM heiti, í 2015 hevði báturin vunnið 13 FM heitið. og er komi ájavnt við Havnarbatin ið somuleiðis hevur vunnið 13 Fm heiti

Bátarnir hjá Argja Róðrarfelag eru:

Í 2011 vann Argja Róðrarfelag heiðurin Ársins Róðrarfelag 2011 og í bólkinum Besta áralag 2011 vann 8-mannafarið Argjabáturin hjá Argja Róðrarfelag. Heiðurin vann felagið á ársins Róðrar Gallaveitslu, sum var hildin í neystinum hjá Argja Róðrarfelag.




#Article 184: Róðrarfelagið Knørrur (128 words)


Róðrarfelagið Knørrur (RK) er eitt róðrarfelag í Tórshavn. Felagið varð stovnað 28. februar í 1985 og hevur øll árini hildið til í neystinum við Lágu kai á Skálatrøð. Síðan 2011 hevur felagið eisini hildið til í Evensens pakkhúsi við Eystaru vág.

Felagið hevur níggju bátar. Teir eru fimmmannaførini Jallurin, Tambar og Pílur, seksmannaførini Jarnbardur og Herningur, áttamannafarið Knørrur og tíggjumannaførini Ormurin Langi og Kongurin. Harumframt hevur felagið eisini tristin Úlv, ið verður nýttur til smábarnaróður.

Bátar felagsins eru bláir við hvítari rond, hava føroyskan stavn og hava allir nøvn úr kvæðinum um Ormin Langa.

Tambar, gentur: 2018

Jallurin, dreingir: 2011

Jarnbardur, kvinnur: 1991, 1992, 1993, 1997, 1999, 2000, 2002, 2004, 2005, 2007, 2008, 2013, 2014, 2015

Jarnbardur, menn: 2013

Knørrur: 1985, 1989, 1990, 2006

Ornurin Langi: 2018, 2019




#Article 185: Frændur (731 words)


Frændur eru upprunaliga sprotnir burturúr virkna ungdómsfelagnum í Klaksvík fyrst í 1980'unum.
Manningin í bólkinum hevur verið nakað skiftandi, men tó hevur kjarnin alla tíðina verið Steintór Rasmussen og brøðurnir Rani Nolsøe og Eyðun Nolsøe.

Teir hava síðan fyrstu LP-plátuna Saman við tær verið millum kendastu og best umtóktu tónleikabólkarnar í Føroyum. Á fyrstu plátuni hevði Steintór Rasmussen skrivað øll orðini og mestsum øll løgini, men seinni mentu Rani Nolsøe og serliga Eyðun Nolsøe seg eisini sum sangskrivarar. Á plátuni sungu beiggi teirra Niels Chr. Nolsøe og Hanus G. Johansen eisini á nøkrum av sangunum.

Í 1986 kom onnura plátan hjá Frændum. Hon bar einfalda heitið Frændur II, og hon gjørdist so mikið væl umtókt, at hon skjótt var útseld. Tað sama gjørdi seg galdandi, tá ið plátan seinni varð endurútgivin á fløgu. Plátan var eftir tátíðar máti í Føroyum óvanliga væl produserað, og við klassikarum sum Føroyar, ið mestsum hevur fingið status sum eitt alternativ til Tú alfagra land mítt, og Eros, sum Terji Rasmussen skrivaði og sang, er tað ikki so løgið.

Mítt land varð skorin eftir sama leisti sum tær báðar undanfarnu, og kanska var tað virkandi til, at hendan plátan tykist eitt sindur anonym í mun til hinar báðar. Fleiri góð løg eru tó á plátuni, og mangan vóru Mítt land (sangurin) og Uttanumtos at hoyra.  

Frændur valdu í 1997 bæði at ganga teimum á møti, ið ynsktu at fáa nýtt tilfar frá bólkinum, og teimum, sum vildu hava teir bestu sangirnar á somu útgávu. Úrslitið var sera vælumtókta savnsfløgan Svart gull. At frændurnir í somu útbering fingu bøtt nøkur arrangement, ið teir vóru vorðnir ónøgdir við, kundi tú sum lurtari frøðast um sum eitt kuriosum, ella ilskast inn á, alt eftir hvussu lagið var.

Svart gull man vera fyrsta føroyska dupultfløgan, men hetta var tó ikki fyrstu ferð, at gamlar landaplágur blivu samlaðar á einari útgávu. Longu í 1970'unum skipaði Hansemann Tórgarð fyri útgávunum Vit minnast 1 og Vit minnast 2, har gomlu singulpláturnar við Simme  Co, Tey av Kamarinum, Faroe Boys og mongum øðrum kundi fáast á somu plátu.

Fyri at markera at nú vóru 20 ár liðin, síðan Frændur fyrstu ferð spældu alment, góvu teir í 2003 út eina fløguboks við teimum upprunaligu plátunum í. Boksin, ið hevði positiva heitið Eg vil elska, eg vil liva, var snøgg á at líta og man hava ligið undir mongum jólatræi, tí hon kostaði lítið meir enn ein støk fløga kostar. Anker Eli Petersen hevði prýtt húsan, so nú tóktist sirkulin eftir tjúgu hendingarík ár av vera fullfíggjaður. Anker Eli Petersen prýddi eisini húsan á Saman við tær.

Í boksini Eg vil elska, eg vil liva eru tó ikki allir sangirnir hjá Frændum. Hesi árini hevur bólkurin havt stakar sangir við á nøkrum savnsfløgum. Far so væl var á plátuni Ung 85, ið LFÚ tók stig til, og Balladan um Jésus Escuan og Tey dansa eins og skuggar vóru á fløguni Amnesty tónar. Nýggju sangirnir og nýinnspælingarnar á Svart gull eru heldur ikki við í boxini, men helst hava teir hildið, at tað hevði verið at lumpað fólk at keypt somu vøru fleiri ferð. 

Bæði Steintór Rasmussen og Eyðun Nolsøe hava givið út fløgur í egnum navni. Fløgurnar Millum Frændur og Kærleikans vallaraheim hjá Steintóri Rasmussen kunnu við einum góðum vilja næstan teljast upp í Frændur pláturnar, tí Nolsøe brøðurnir eru báðir við, og sangir av hesum fløgum eru mangan við á skránni, tá ið Frændur spæla. Tað sama er galdandi við minnisfløguni Bjørn Afzelius - Sangur til frælsi.

Hesar tríggjar fløgur eru tí eisini at finna í yvirlitinum niðanfyri.

Steintór Rasmussen tók í 2004 stig til stóra tónleikatiltakið Summarfestivalurin, sum varð hildin í Klaksvík í august sama ár. Íblásturin kom m.a. frá G! Festivalinum, sum tónleikasamtakið Grót á fyrsta sinni skipaði fyri á sandinum í Syðrugøtu í 2002.

Summarfestivalurin eydnaðist so mikið væl í 2004, at festivalurin aftur varð hildin í 2005 við m.ø. Brian McFadden, Shakin' Stevens og Anne Linnet sum høvuðsnøvnum. Leygarkvøldið 6. august var helst størsta mannfjøld (8.000!) til eitt tónleikatiltak í Føroyum savnað á Vágsbø í Klaksvík. Tað verður helst trupult at savna enn fleiri fólk til eitt tónleikatiltak í Føroyum, men hvussu er og ikki, so sær út til at Summarfestivalurin í Klaksvík er komin fyri at vera.

Frændur vann heiðurin Ársins herðaklapp 2009, sum er ein av heiðurlønunum í árliga Planet Awards, sum Miðlahúsið og Sosialurin lata á hvørjum ári.




#Article 186: Saman við tær (119 words)


Saman við tær (1984) er fyrsta LP-plátan hjá tónleika bólkinum Frændur. 

Upptøka: MZ ljóðteknikk, Tórshavn

Plátan er innspæld í jan/feb 1984

Plátuhúsi: Anker Eli Petersen

Útgevari: Framtíð Føroya

Baby Reagan var við á upprunaligu LP'ini. Í sanginum verður táverandi amerikanski forsetin Ronald Reagan hartaður fyri politikkin USA førdi í Miðamerika um hetta mundið. Steintór Rasmussen hevði brúkt lagið The Boxer hjá Paul Simon til hendan tekstin. Útgevaraforlagið hjá Paul Simon sýtti fyri at geva Frændum loyvi at útgeva sangin, hóast teir høvdu broytt melodi-linjuna nakað fyri at camouflera upprunan. - Orsaka av hesum sama banni, varð Baby Reagan tikin av plátuni, tá ið hon var endurprentað á fløgu. Útvarp Føroya og aðrar útvarpsrásir sleppa heldur ikki at spæla sangin.




#Article 187: Týskt mál (601 words)


Týskt (deutsch [dɔiʧ] á týskum) er eitt av vesturgermansku málunum og er millum heimsins størstu mál. Týskt er tað málið, ið flest fólk tosa í Evropa. Týskt er samstundis størsta mál í Evropasamveldinum. Yvir 100 milliónir fólk hava týskt sum móðurmál, m.a. 90 mió. í Evropa. Týskt er mest útbreidda móðurmál í Evropa eftir russiskt. Í m.a. vísindum, gransking, handilsskapi og mentan er týskt eitt týðandi mál í øllum heiminum. Týskt og føroyskt hava felags uppruna og líkjast í roynd og veru nógv. Vit siga til dømis hann, hon ella tað um øll navnorð á báðum málunum. Føroyskt og týskt eru eisini bæði fallmál, sum ger, at bygnaðurin líkist nógv. Týsk mállæra hevur so at siga eingi undantøk. Tað ger málið lætt av læra “eftir bókini.” Úttalan og stavsetingin liggja tætt upp at hvørjum øðrum. Nógv orð á føroyskum eru komin úr týskum umvegis danskt.

Týska stavraðið er bygt á latínska stavraðið. Týskt nýtir 26 bókstavir umframt ä, ö, ü og ß.

Bókstavirnir og framburður teirra:

Á týskum, sum á føroyskum, eru fýra føll. Fall merkir her formur hjá kenniorðum, lýsingarorðum, navnorðum og fornøvnum. Tey einstøku liðini í setninginum krevja sítt fall. Grundlið og umsagnarlið til grundlið standa í hvørfalli, hvønnfalsávirki stendur í hvønnfalli, og hvørjumfalsávirki stendur í hvørjumfalli. 

Tað óbundna kenniorðið er ein (kallkyn), eine (kvennkyn) og ein (hvørkikyn), og tað bundna kenniorðið er der (kallkyn), die (kvennkyn), das (hvørkikyn) og die (fleirtal).

Her eru dømi um, hvussu navnorð bendast bundin á týskum:

Endingin á óbundna kenniorðinum í flestu føllum er júst sum endingin á bundna kenniorðinum. Tó hevur kallkyn í hvørkikyn og hvørfalli í hvør- og hvønnfalli onga ending. Legg til merkis har sum 1 stendur, er eingin ending. Annars eru endingarnar tær somu sum hjá tí bundna kenniorðinum. Tað óbundna kenniorðið ein bendist soleiðis:  

Navnorð kunnu vera óbundin (ein bilur) og bundin (bilurin). Tey kunnu vera eintal (bilur, bilurin) og fleirtal (bilar, bilarnir). Á týskum verður bundna kenniorðið sett frammanfyri navnorðið og bent í føllum. Eitt bundið navnorð á føroyskum hevur ending: bátur-in, bátar-nir. Á týskum hevur navnorðið tað bundna eyðkennið frammanfyri: t.d. das Boot, die Boote. Hesi smáorðini nevna vit kenniorð. Navnorð verða altíð skrivað við stórum bókstavi.

Sum á føroyskum benda vit sagnorðini í trimum persónum í eintali og í fleirtali og í fimm tíðum.  Vit býta sagnorðini sundur í bólkar:  

Fyrisetingar eru smáorð, ið sum oftast standa frammanfyri navnorð ella fornøvn og stýra teimum, t.e. gera av, hvørjum falli tey skulu standa í. Nøkur dømi: í hagan, hjá ommu, undir borðinum, til borðs, til Noregs. Fyrisetingar, sum stýra hvønnfalli eru: durch (ígjøgnum), für (fyri), gegen (ímóti), ohne (uttan) og um (rundan um).

Lýsingarorðini standa saman við navnorðum og lýsa tey. Tey kunnu standa bæði frammanfyri og aftanfyri navnorðini: t.d. ein grønur frakki. Frakkin er grønur. Á týskum bendast lýsingarorðini ikki, tá ið tey standa aftanfyri, t.e. sum umsagnarlið til grundlið. T.d.: hann er stórur (er ist groß) ella hon er stór (sie ist groß). Men tá ið tey standa frammanfyri navnorðini, bendast týsk lýsingarorð líka nógv sum føroysk: Vit benda lýsingarorðini sterkt og veikt.

Fornøvn eru orð, sum vit seta ístaðin fyri navnorð og nøvn. T.d.: Hvar er Hans? Hann er í býnum. Hann er eitt persónsfornavn. Sum á føroyskum bendast fornøvnini í øllum føllum í eintali og fleirtali.

Tygum (Sie) er fleirtal sum á føroyskum og bendist soleiðis:

Hvørfallsformurin hjá persónfornøvnunum verður ikki so nógv brúktur. Men vit siga tó á føroyskum: til mín, til tykkara, til teirra. Á týskum eitur tað til dømis “Er kam statt deiner (hann kom ístaðin fyri teg) og “Er nahm sich ihrer an” (hann tók sær av henni). 




#Article 188: Ríkisumboðið (161 words)


Ríkisumboðið ella Ríkisumboðsmaðurin er sambært heimastýrislógini ovasta umboð hjá danska ríkinum í Føroyum. Ríkisumboðsmaðurin í Føroyum er ríkisins evsta umboð í Føroyum og bindiliðið millum heimastýrið og ríkismyndugleikarnar. Ríkisumboðsmaðurin hevur sæti í Løgtinginum og kann luttaka í samráðingum um øll felagsmál – tó uttan atkvøðurætt. Boð skal gevast Ríkisumboðsmanninum um avgerðir, ið tiknar verða í Løgtinginum ella Landsstýrinum og um viðtiknar løgtingslógir og aðrar avgerðir, sum tað føroyska heimastýrið tekur. Ríkisumboðið hevur sæti á Løgtingi og kann luttaka í løgtingskjakinum um felagsmál - tó uttan at hava atkvøðurætt.

Ríkisumboðið viðger nógv lógarmál, herímillum ígildissetur danskar lógir í Føroyum. Eisini viðger Ríkisumboðið sum evsta vald nógv familjumál, sum t. d. skilnað, sundurlesing, ættleiðing, mál um konu- og barnapening, ásetan av persónligari samveru við børn, loyvi um fría rættargongd, góðkenning av hjúnasáttmálum, góðkenning av rættargerðum hjá ómyndigum og fólki undir lógaldur og eisini viðgerð av heimarætti. Ríkisumboðið røktar m.a. uppgávur innan hesi øki:

Eisini er ríkisumboðið føddur limur í nevndini fyri Dansk-Færøsk Kulturfond

Kelda: 




#Article 189: Tinganes (231 words)


Tinganes, har Landsstýrið heldur til, býtir Havnina í tveir partar. Í Tinganesi og á Reyni eru eisini tey elstu húsini í Havn. Býráðið og Landsstýrið gera nógv fyri at varðveita henda býarpart. Handilsbygningarnir hjá kongliga einahandlinum vórðu í miðøldini bygdir í Tinganesi. Gomlu bygningarnir í Tinganesi hýsa í dag Føroya Landsstýri. Munkastovan er í tveimum hæddum á múraðari grund, 4,5 metrar breið og 5,5 metrar long, múrarnir eru 1,5 metrar tjúkkir. Eysturendin er áfastur við vesturendan á Leigubúðini. Kjallararnir undir henni eru múraðir við skilpi júst sum Kirkjubømúrurin. Stokkastovan í Tinganesi er í tí líki, hon nú er, neyvan eldri enn frá 1600-árunum. 

Í Tinganesi eru gamlir bygningar. Ytsti oddin á nesinum var fyrr eitt sker, leyst frá landi. Úti á hesum skerinum varð tingið sett. Har boðaði Sigmundur Brestisson um ár 998 fyrstu ferð kristindómin í Føroyum, og har varð Karl hin Mørski dripin, hann, sum var komin higar til Føroya at krevja inn skattir fyri norska kongin Ólav Halga. Seinni varð skerið gjørt landfast, og har um vegir bygdu teir monopolhandilin (kongahandilin), sum tá var einasti handil í Føroyum. Har úti stendur enn tað gamla húsið Munkastovan, sum man vera elsta húsið í Havn, og har er hitt illa gitna fangahúsið Portugálið við spískasteini í kjallaranum. Hin gamla Havnarbygdin stóð mest á Tinganesi, har var tættbygt, húsini vóru yvirhøvur smá, og túnini krókut og trong, og so er enn. 




#Article 190: Skansin (254 words)


Havnar skansi á Stanganesi verður mettur sum eitt av fremstu fornminnum Føroya og er einasta skansaverk av sínum slag í landinum. Havnar skansi er friðaður. Magnus Heinason skal hava staðið fyri at byggja ein skansa uml. 1580, og skansin verður fyrstu ferð nevndur og staðsettur Yviri við Strond í sjókorti hjá niðurlendinginum Jan Lucasz Waghenaer í 1583. Innaru virkini á skansanum stava helst frá 1600-talinum, meðan stjørnuskapið stavar frá tíðini eftir at Born gjørdist kommendantur í Føroyum í 1782. Havnar skansi á Stanganesi verður mettur at hava nationalan týdning sum monument og týðandi fornminni eins væl og søguligan týdning í altjóða høpi.

Fyri nøkrum árum síðani varð Skansin settur í stand; har er eitt gamalt vaktarhús og tvær kanónir frá krígnum umframt nakrar málm-kanónir frá 1782. Havnar skansi var í brúki til 1945. Fyrst sum skansi at verja Havnina og handilin úti í Havn, frá 1865 sum varðhald hjá politivaldinum og undir Seinna heimsbardaga sum høvuðsstøð hjá bretska hervaldinum. Eftir Seinna heimsbardaga fóru føroyskir myndugleikar at hugsa um, hvussu Havnar skansi kundi verða varðveittur og settur í stand, so hann kundi verða Føroya fólki at gagni sum savn og fríøki.

Hildið verður, at Magnus Heinason, tjóðarhetja og handilsmaður, í 1580 grundaði tann fyrsta skansan á sama stað, har tann núverandi aftaná fleiri broytingar fram til 1790, enn er at síggja. Skansin skuldi saman við einum battaríi ytst á Tinganesi og einum skansa innanfyri Reynagarð verja handilin ímóti fremmandum sjórænarum. Undir 2. heimsbardaga vóru Føroyar hersettar av bretum, og teir høvdu høvuðsstøð sína á skansanum.




#Article 191: Norröna (274 words)


Norröna er størsta ferðamannaskip í Føroyum sum siglir millum Tórshavn, Hirtshals og Seyðisfjörður. Hon sigldi ímillum Hanstholm, Tórshavn, Bergen, Seyðisfjörður og Scrabster. 

Í 2006 fór Smyril Line at tosa um at skifta út Lerwick við Scrabster, men hetta vakti stóra øsing, ikki minst frá hetlendingum, sum hava fíggjað stóran part av Norrönu. Frá summarinum 2007 er Norröna kortini farin at sigla aðruhvørja viku til Lerwick og aðruhvørja viku til Scrabster. 

Frá 2009 siglir Norröna bara ímillum Hanstholm, Esbjerg, Tórshavn og Seyðisfjörður. 

Seinni gavst Norröna at sigla til Hanstholm og fór í staðin ta sigla til Hirtshals.

Tann gamla Norröna var bygd í 1973 í Rendsborg sum Gustav Wasa. Frá 1983 æt hon Norröna og sigldi fyri eigaran Smyril Line millum Danmark, Føroyar, Ísland og Noreg. Hetta skipið hevði pláss fyri 1.050 ferðafólkum og 300 bilum. Avloysarin er tann nýggja Norröna (frá 2003). Men tað gamla skipið er enn undir føroyskum flaggi - sum trúboðanarskipið Logos Hope.

Tann nýggja Norröna er eitt luksusskip. Tað var bygt í Lübeck, og 8. apríl fór hon jomfrútúrin úr Týsklandi við kós ímóti Føroyum, har hon varð sett í rutusigling 10. apríl 2003. 
 
Við eini longd upp á 164 m og eini breidd á 30 m hevur hon pláss fyri umleið 1.500 ferðafólkum og eisini 800 bilum. Manningin telur umleið 120 fólk. 

Norröna hevur luksuskømur, stór handilsøki, góðar matstovur, barrir, dansihøli, spælipláss til børn, svimjihyl, venjingarhøll o.s.fr. 

Norröna II kostaði umleið 100 mió. evrur, sum var rættiliga dýrt fyri Smyril Line, og tað gav reiðarínum fíggjarligar trupulleikar. Men tað kláraði seg, og nú er tað við íslendskari, hetlendskari og almennum stuðli tryggjað, at Norröna verður verandi eitt føroyskt skip. 
 




#Article 192: Hans Jákupsson Debes (102 words)


Hans Jákupsson Debes (1723-1769) var løgmaður í Føroyum 1752-1769.

Hann var bóndasonur, ættaður av Oyri, borin í heim í 1723. Hann las í ungdómsárum við lærda háskúlan í Keypmannahavn og gjørdist løgmaður Føroya í 1752. Hann var giftur við dóttir Sámal Pætursson Lamhauge, undanfarna løgmanni. Hann var fyrst varaløgmaður, og gjørdist løgmaður tá verfaðirin doyði.

Eftir hann eru tvey rit um føroysk viðurskifti: Beskrivelse over Agerdyrkningen paa Færøerne (1763) og Kort underretning om Indbyggernes Handelsmaade paa Færøe (1766). Aftast í hesi bók finna vit eina lítla yrking, En enkemands Nattetanker ved sin Hustrues Grav, yrkt, tá kona hansara var deyð í barsilssong.




#Article 193: Andras Guttormsson (338 words)


Andras Guttormsson (føddur umleið 1490, doyði 1544, búði í Kálgarði í Sumba, ættaður úr Noregi) var løgmaður í Føroyum 1531 - 1544.

Hann er faðir Guttorm Andrasson, sum gjørdist løgmaður eftir faðirin.

í desember 1531 fekk Andras Guttormsson tilnevning frá Fríðriki kongi I til starvið sum løgmaður í Føroyum. Hann skuldi gera løgmanseið sín til Joachim Wullenweber, kongsins fúta og Føroya fólk (menige almue), helst á Føroya Løgtingi. Hann skuldi veita hvørjum manni, fátækum og ríkum, lóg og rætt eftir Sankta Ólavs kongs og Noregs lóg. 
Andras Guttormsson búði í Kálgarði í Gørðum í Sumba og hann var Føroya løgmaður til 1544.

Kálgarðsbóndin Guttormur (Løgmaður), átti ellivu merkur av Víkini; Jenis í Laðangarði átti tað tólvtu. Men Jenis legði eina mørk sína móti einari kálgarðsbóndans mørk og so eydnu sína ímóti hinum tíggju. Hann spurdi tá kálgarðsbóndan um hann vildi ikki leggja felag við seg, tí hann, Jenis, hevði so góða eydnu og hin onga. So løgdu teir felag (tó at Kálgarður var løgmansgóðs og tí ikki átti at vera lagt í felag) og síðan treivst væl hjá báðum. Men ongantíð sótu teir væl um sátt og skiltust síðan aftur úr felaginum. So visti eingin av, fyrr enn Jenis gjørdi ferð niður til Danmarkar til at stevna løgmanni. 
Ein dagin, sum kálgarðsbóndin stendur úti fyri durum, sær hann ein bæriligan reyðklæddan mann koma ríðandi oman á Krossjarðargarðar og spyr, um nakar veit, hvør maður hatta er. Tá varð honum aftursvarað, at tað var sjaldsamt, at hann skuldi ikki vita, at hatta var Jenis í Laðangarði, sum hevði verið niðri eitt heilt ár og nú var afturkomin. Ikki frættist tíðindi úr Laðangarði til Kálgarðs, tó at skamt var ímillum — so hatskir vóru teir hvør á annan, Laðangarðsbóndin og Kálgarðsbóndin. 
Stutt var umliðið, tá ið bræv kom til løgmans frá kongi, at hann skuldi búgva ferð sína niður til at verja seg fyri slíkum, sum honum var um kent. Men av tí at løgmaður var vorðin gamal og orkaði illa at ferðast, tók sonurin, Guttormur Andrasson, ferðina uppá seg. 




#Article 194: Guttormur Andrasson (507 words)


Guttormur Andrasson  (doyði 1572 í Bergen) var løgmaður í Føroyum 1544 - 1571. Hann var sonur Andras Guttormsson løgmann úr Sumba, og var faðir Ísak Guttormsson, ið eisini gjørdist løgmaður Føroya.

Laðangarsbóndin Jenis Símunarson stevndi Andras Guttormsson fyri konginum í Danmark. Men av tí at løgmaður var vorðin gamal og orkaði illa at ferðast, tók sonurin, Guttormur Andrasson, ferðina uppá seg. Tá ið løgmanssonurin kom inn á slottið hjá kongi, rætti hann eitt silvursteyp fram, fult av peningum, í bøtur fyri faðir sín, men kongur vildi ikki taka við tí. Føroyingurin varð standandi og rætti armin út alla tíðina — steypið hevði hann í hondini. Í endanum bliknaði hann, og armurin vildi signa. Tá tók drotningin ein stól og skeyt inn undir armin á honum. Kongur blíðkaðist eitt sindur, fór til hansara og spurdi hann um eina sak, sum hann helt ímóti ráðnum einsamallur, hvat hann hugsaði um hana. Løgmanssonurin segði, at hann var so ungur og visti so lítið enn, men eitt visti hann: at tað var lóg í landinum, sum Gud og kongurin vildu. So varð vitni tikið av honum við tað sama: hann skuldi prógva tað innan fjórða dag, segði kongur. Guttormur settist at blaða í løgbókini og blaðaði í tvey samdøgur, men fann einki. Í endanum kom máttloysi á hann, hann slummaði fram á borðið sum hann sat og droymdi at hann hevði blaðað eitt blað ov langt: hann skuldi kasta blaðið umaftur. Hann so gjørdi, tá ið hann vaknaði, fann hvar tað stóð og breyt inn fyri. Um morgunin tá ið ráðið var samankomið á slottinum, fór hann fram fyri kong og skeyt bókina til hansara og vísti honum á, fyrst konginum og so hvørjum undan øðrum. Kongur vann sakina og var nú so findarblíður við hin unga løgmanssonin aftur fyri hjálpina, at hann gav honum vald at velja sær tann besta garð, í Føroyum var, at hava til løgmansgarð og Guttormur valdi tá Steigagarð í Vágum. So mikið gjørdi sonurin, at faðirin varð sitandi í friði í sínum løgmansembæti.

Ein dagin, sum hann sat til borðs við konginum, spurdu hovmenninir hann, um hann hevði nakrantíð etið av fagrari borði. Ja, segði hann. »Hvussu tá?« spurdu teir. »Á knøum sínum,« svaraði hann, »tí hvat Gud hevði gjørt var tað fagrasta«. Kongur spurdi hann, hvussu nógv egg tann føroyska gásin varp. “Tólv, viðhvørt trettan,” svaraði hann. 
Óføra sterkur var Guttormur. Einaferð, sum teir rullaðu ammur (stórar tunnur) í Keypmannahavn, tók hann eina og bar í føvninginum. Hann varð spurdur, hvussu tað bar til, at hann var so sterkur — hvat hann hevði havt til føði. “Feska mjólk og turt lambakjøt,” svaraði hann. 
Frálíka vakur var Guttormur og væl at sær komin. Aðra ferðina hann var niðri og kom á slottið, skuldi tí drotningin leggja hug á hann. Tá kvað hann niðurlagið: 

Skuldi á mjúkum armi sovið -
ljósið tað er brunnið - 
lystug var tann liljan, meg væl unni.
 
Frá hesari ferð eru enn høvd á lofti tey orð hansara: »Mine vatter ligger under landets dronning« - hon sat á vøttunum hjá honum. 




#Article 195: Stari (1071 words)


Starin (frøðiheiti - Sturnus vulgaris (faroensis)) er ein dimmur smáfuglur við spískum nevi. Stari er ein tann fuglur, sum mest er fyri eygum okkara, og tó eru nógv, sum als ikki vita, hvussu vakur hann er, grásprøklutur siga tey. Men hevur tú hann nær hjá tær, so sært tú, at hann skyggir vakurtgrønur og korkareyður, tætt settur við gulbrúnum og hvítum prikkum, ein prikkur á hvørjari fjøður. Tær stóru fjaðrarnar á veingjum og veli hava ongan prikk, men so hava tær hvítan jaðara við svartari striku innanfyri. Nevið er svart um veturin, í februar fer tað at blikna, í mars er tað vorðið hvítt.

Føroyski starin er eitt slag fyri seg, størri og knáligari vaksnir enn aðrir starar. Í hinum norðanlondunum rýma stararnir burtur um heystið, okkara eru her allan veturin. Føði teirra er mest maðkar og sniglar og annað smákykt. Í stórkava hava teir tað ringt. Tá koma teir í køstarnar og taka til takkar við øllum, ið matkent er, hoymoð, eplaflus, drýlamolar og grindamolar; upphongdar fiskagreipur pikka teir hugaliga í. Kaldir og kúrandi sita teir mangan dagin um hávetur. Men út móti leypársmessu fara teir at reystnast, og kemur so sólin at síggja, tá fer í loft upp starin og syngur fagurt ljóð, so at tá birtist vónin aftur í barmi ljós og góð, hjá okkum, sum hoyra, so væl sum hjá honum, ið syngur. Tá ið bøurin er táur, bora teir sær eftir ormi og sniglum; tøðujørð sæst ofta útgatað av holum eftir nevi teirra. 

Í apríl, og stundum fyrr, gera teir sær reiður, summir í bjørgunum, summir í urðum og gróthúsveggjum o. t. Búr, sum fólk heingja út til teirra, taka teir gladliga, uttan tá ið holið er so vítt, at teir hava ótta fyri, at smiril kann troðka seg inn at gera heimsóknir. Og frá nú hoyrast teir í heilum; við úttambaðum kvørkrum sita teir og syngja. Um málið ikki er so fagurt, er lagið so mikið lívligari og fjølbroytt. Og teir eru bannsettir at herma eftir øðrum fuglum. Steinstólpu, lógv o. a. halda vit okkum hoyra, men tá ið vit hyggja eftir, er tað stari. Í apríl og mai verpa teir 4—7 grønblá egg. Makarnir skiftast um at verma, og ½3ðju viku seinni koma ungarnir út. Ofta verpur hann tvær ferðir. Eru ungarnir ikki farnir úr búrinum, tá ið hann vil verpa aðru ferð, so lokkar hann teir út, setur seg uttanfyri við maðki í nevinum og kallar blídliga á teir. Summir koma, summir seta bara høvdið út og biðja harðliga. Men tá rýmir hann við maðkinum, og kemur ikki aftur, fyrr enn teir eru so svangir, at teir koma út.

Fyrst teir eru útkomnir úr reiðrinum duga teir lítið at flúgva, og summir eru so ræddir, at teir krøkja seg fastar í eina vindskeið og sita har og neyðhalda sær, bangnir fyri at detta oman. Skjótt fáa teir glið á veingirnar og verða lættfloygdir. So fylgist hvørt hýski eina tíð. Á nýslignum hógvi dámar teimum væl; har er so nógv av møðkum og sniglum, sum teir gomlu taka upp og rætta teimum nýfloygdu ungunum, til teir eru fullmettir; fyrst tá eta hinir gomlu sjálvir. Seinni taka teir seg saman í stórar flokkar. 

Starin er eitt sindur minni enn kvørkveggjan, longdin úr nevinum og út á tromina á velinum er 22 cm. Harumframt er hann heilt øðrvísi skaptur, velið er styttri, og tí er hann eisini reystari, tá ið hann gongur, og tá ið hann hoppar, hann hevur eisini annað flog og gongulag. Eitt, sum eyðkennir ungfuglin, er, at hann er javnlittur allur, sum hann er, og myrkari enn teir, sum hoyra til onnur, minni undirsløg. Tá ið staraungarnir skifta til vaksnamannabúna, fáa teir tann eyðkenda málmglógvandi, skyggjandi, purpurlilla búnan, sum um veturin hevur eina hvíta rond uttast á hvørjari fjøður. Hesa rond missa stararnir út á várið, og tá sita teir í glitrandi nøringarbúna sínum og láta við sterkum, gulum nevi.

Um Norðuratlantsleiðina er starin støðufuglur. Tí er føroyski starin so við og við vorðin størsti starin í Norðuratlantsøkinum og egin sergrein, Sturnus vulgaris faeroensis, meðan stararnir í Hetlandi, á Fair Isle og á Ytru Suðuroyggjunum eru heldur minni, men eisini egin sergrein, Sturnus vulgaris zetlandicus, og at enda er restin av teimum evropeisku starunum teir minstu og hoyra til grundsergreinina, Sturnus vulgaris vulgaris. 

Upprunaliga líktust stararnir í Bretlandi teimum stóru norðuratlantisku, men fyri ár 1800 doyði starin út í Skotlandi og var ein sjáldsamur fuglur í Onglandi. Hundrað ár seinni, um leið ár 1900, flutti tann lítli starin Sturnus v. vulgaris aftur til Onglands og Skotlands úr Evropa, og henda grein er síðani 1941 spjadd til Íslands, og í dag eru munadyggir stovnar har bæði á Eystur- og á Vesturlandinum. Teir smáu Sturnus v. vulgaris eru stundum at síggja her, og sjálvandi eru teir lættir at kenna, tí teir eru minni á stødd, ungfuglarnir harumframt eisini, tí teir eru væl ljósari enn okkara egnu Sturnus vulgaris faeroensis. 

Starin verpur 4-7 ljósaturkislitt egg, og oftast fær hann her hjá okkum einar 2 urptir. Starareiður kemur tú fram á allastaðni, uttan um húsini, í bøgørðunum, í grótrúgvum úti í haganum og í fuglabjørgunum. Væl dámar honum at reiðrast millum steinarnar, sum nýttir verða til grótlaðing undir vegunum. 

Situr starin í ovfarakæti í sólskininum og breiðir teir titrandi veingirnar út og syngur, merkir tað, at várið er komið. Syngur er kanska at gera í so nógv av, hann pjátrar og skoytir onnur ljóð uppí, sum hann nústani hevur hoyrt, og sum hann hermir eftir, uppímillum koma so tey longu, eyðkendu starabríkslini. Lættasti mátin at vita, um teir ymisku flytifuglarnir eru afturkomnir um várið, er at lurta eftir staranum. Hann er sum tikin úr leikum, tá ið um ræður at herma ikki bara eftir fuglaláti sum m.ø. á mortítlingi, tjaldri, lógv, stelki og spógva, men hann hermir eisini eftir lombum og seyði, maskinbátum og bilum, t.e. eftir øllum teimum ljóðunum, sum koma honum fyri oyra har, ið hann er staddur. 

Um heystið er vanligt í serligum skýmingarlýsi at síggja stararnar savnast í flokki eitt nú á húsatekjum ella á onkrum ávísum staði úti í haganum ella á bønum, tí teir saman ætla at leita sær til eitt pláss at vera nátt, oftast onkustaðni í teimum brøttu fuglabjørgunum.

Á vetri flykkjast stararnir uttan um tey húsini, sum leggja føði út til teirra. Køksrusk hvørvur skjótt á henda hátt, og leggja vit, tá ið kalt er, eisini ein tálgarbita út, er rættiligur gangur frá fuglunum, sum klandrast um feittið.




#Article 196: Drunnhvíti (443 words)


Drunnhvítin (frøðiheiti - Hydrobates pelagicus) er ein lítil svartur sjófuglur, ið livir nærum alt lív sítt á víðum havi og bert kemur á land í bútíðini.

Drunnhvítin er sera tevsamur, og hjálpir tað honum at finna føðsluna og um náttina reiðrið, tá ið hann kemur inn aftur av havi. Á landi sæst hann bert á reiðurstaðnum, ið vanliga er í onkrari urð.

Drunnhvíti er svartur um allan kroppin uttan á drunninum. Hann er hvítur, so fuglurin ber navnið við sær. Danir nevna hann stormsvale, tí at hann við sínum spísku og smølu veingjum líkist svala og ofta sæst aftan á illveður. Orðið stormur er eisini uppií navninum á mongum øðrum málum. Sermerkta skrápsnevið saman við fitjufótum hansara ger, at eingin kann mistaka hann fyri svala.

Drunnhvíti er sum grátítlingur til støddar og er millum minstu fuglar, ið liva úti á havi. Hann er 16 cm til longdar, flogið er 37 cm og hann vigar um 27 g.

Eitt av heimsins størstu drunnhvítabølum er at finna í Nólsoy, mett til 100 000 pør. Drunnhvíti eigur ymsastaðni í Føroyum, tó mest í Urðini í Nólsoy. Summi meta, at ongastaðni í heiminum er so nógvur drunnhvíti til sum har. Útbreiðsla hansara er millum Lofot, Ísland og Skotland. Føroyski stovnurin er samanlagt mettur til 250 000 pør. Tað er eisini í Nólsoy, at flestu drunnhvítar eru merktir. Her í Føroyum eru um 30 000 drunnhvítar ringmerktir, og vita vit tí, at teir halda til á havinum uttan fyri Suðurafrika. Ein av heimsins elsti kendi drunnhvítum varð fangaður í Nólsoy, 31 ár eftir at hann varð merktur á Foula í Hetlandi.

Føðin er m.a. æti (á útlendskum kril), smáir fiskar og høgguslokkur, sum hann tekur í vatnskorpuni.

Hjá drunnhvítum er árliga gongdin tann, at fyrstu fuglarnir koma higar seinast í mai. Í juli – august verpa teir reiðiliga stórt, hvítt (og brúnblettut) egg (um 7 g), sum teir bøla í góðar 5 vikur. Pisan fær føði hvørja nátt í uml. sjey vikur og gerst so spikafeit. So rýma tey gomlu, og millum átta og tólv dagar seinri er hon lætnað so mikið, at hon sleppur á flog og kann halda leið sína suður um Afriku. Tvey ár seinri kemur hon aftur og fer at reiðrast trý til fýra ára gomul.

Rottan er ringasti fíggindin. Tó kunnu eisini másar og kjógvar taka nakað av gomlum fugli, og er hetta helst ein orsøkin til, at drunnhvítin oftast kemur í land, tá ið myrkt er. Onkustaðni er heimakettan eisini ein hóttan.

Eins og annar skrápsfuglur verjir drunnhvítin seg við at goysa spýggju eftir tí, ið kemur ov nær, og sermerktur roykur gongur at hesum fugli – eins og hjá øðrum skrápsfugli.




#Article 197: Zinédine Zidane (431 words)


Zinedine Yazid Zidane (, føddur 23. juni 1972), kelinavn Zizou, er ein franskur pensioneraður fótbóltsleikari og núverandi venjari hjá Real Madrid. Hann spældi sum áloypandi miðvallaleikari fyri Franska fótbóltslandsliðið, Cannes, Bordeaux, Juventus og Real Madrid. Hann spældi sín seinasta landsdyst fyri Frakland hin  9. juli 2006 í HM-finaluni í Berlin móti Italia. Hann spældi 108 landsdystir fyri Frakland og skoraði 31 mál fyri franska landsliðið. 

Zidane var kendur fyri sína elegansu, visión, bóltkontroll og tøkni og var í 2004 valdur at vera besti fótbóltsleikari í Evropa tey seinastu 50 árini í UEFA Golden Jubilee Poll. Hann verður av mongum mettur at vera ein av størstu fótbóltsspælarum í søguni.

Zinedine Yazid Zidane ( - Zin ad-Din Yazid Zidan) varð føddur hin 23. juni 1972 í La Castellane, Marseille, í Suðurfraklandi. Zidane er ættaður av algirskum kabylskum berberfólki. Foreldur hansara, Smaïl og Malika, fluttu til Paris úr bygdini Aguemoune í berber-talandi regiónini Kabylia í norðara partinum av Algeria í 1953, áðrenn Algeriska kríggið byrjaði. Familjan, ið búsettust í tí harða norðara umhvørvinum í økinum Barbès og Saint-Denis, funnu lítið av arbeiði í regiónini, og mitt í 1960-árunum flutti familjan til norðara Marseille útkantin av La Castellane í 16. arrondissement av Marseille. Í 1972 var Zidane føddur har sum tann yngsti av fimm systkjum. Pápi hansara arbeiddi í goymlubygningum og sum náttarvørður í einum íbúðarblokki, meðan mamman var heimagangandi. Familjan livdi eitt hampuliga gott lív eftir støðinum hjá grannalagnum har, ið var kent um alt Marseille fyri høgan kriminalitet og arbeiðsloysi.

Tað var í Castellane at Zidane fyri fyrstu ferð kom at kenna til fótbólt, hann fór sum fimm ára gamal at spæla fótbólt við grannabørnunum á Place Tartane, í einum 80-ganga-12-yard garður, ið var høvuðs torgið í bústaðarblokkinum. Í juli 2011 nevndi Zidane fyrrverandi Marseille leikararnar Blaž Slišković, Enzo Francescoli og Jean-Pierre Papin sum sínar fyrimyndir undir uppvøkstrinum. Sum tíggjuára gamal fekk Zidane sítt fyrsta spæliloyvi, eftir at hann gjørdist partur av dreingjaliðnum í einum lokalum felag úr Castellane ið nevndist US Saint-Henri. Eftir at hava spælt við felagnum í hálvtannað ár, fór Zidane at spæla við SO Septèmes-les-Vallons eftir at venjarin hjá Septèmes, Robert Centenero, hevði sannført formannin í felagnum um at fáa fatur á Zidane. Zidane spældi við Septèmes til hann var 14 ára gamal, tá hann var valdur til at luttaka í einum 3 daga venjingarlegu á fótbóltsskúlanum CREPS (Regional Centre for Sports and Physical Education) í Aix-en-Provence, ið var ein av fótbóltsskúlunum, ið var rikin av franska fótbóltssambandinum. Tað var her, at AS Cannes fyrrverandi fótbóltsleikarin Jean Varraud fekk eyga á hann, og viðmældi hann til formannin í felagnum. 




#Article 198: Kurt Mørkøre (154 words)


Kurt Mørkøre (20. februar 1969) er føroyskur fótbóltsspælari og venjari. 

Fyrst og fremst er Kurt kendur sum álopsleikari, men hevur eisini spælt sum verjuleikari og á miðvøllinum. Kurt spældi í sínum ungdómsárum og frameftir við besta liðnum hjá KÍ. Í 1999 til 2001 fór Kurt til Noregs og spældi við Sogndal. Hann kom aftur til KÍ og spældi í 2001-2002. Eftir hetta fór hann aftur Noregs og gjørdist venjari hjá felagnum Eide og Omegn IL í norsku 3. deild. Kurt gjørdi eitt stutt rend aftur til KÍ í 2005 fyri at bjarga teimum úr niðurflytingarvandanum. Hetta megnaði hann eisini. Í september 2005 valdi hann at gevast sum leikari.

Kurt hevur tvær ferðir verið toppskjútti í bestu deildini í Føroyum, nevnliga í 1988 og 1996.

Kurt hevur verið leikandi venjari við bæði KÍ og Eide og Omegn. Í 2007 var hann venjari hjá besta liðnum hjá B36. Í dag er Kurt venjari hjá norska Elnesvåg.




#Article 199: Edmund Jacobsen (101 words)


Edmund Jacobsen (f. 1967 í Rituvík) Rokksangari, tónasmiður og journalistur. Byrjaði av álvara at spæla tónleik alment sum sangari í bólkinum Skorar í 1984. Fór á várið 1988 uppí bólkin Kontrast, og var á heystið 1988 við til at stovna bólkin Chase. Var um somu tíð við í bólkinum Rockmenn.

Flutti í 1992 til Århus, har hann las til journalist. Hevur síðani 1997 verið búsitandi í Esbjerg, har hann arbeiðir sum freelance-journalistur á egnum virki, MediaSet.

Var á heystið 2003 við til at stovna bólkin Super Sonic, ið hevur heimastað í Esbjerg. Hesin bólkur gav í desembur 2004 út stakfløguna Onetwothreefour.




#Article 200: Steintór Rasmussen (387 words)


Steintór Rasmussen er føddur í Klaksvík í 1960 og útbúgvin lærari. Hann hevur yrkt, skrivað tónleik og íverksett frá ungum árum av.

Flestu føroyingar kenna hann helst sum ein av upphavsmonnunum til tónleikabólkin Frændur, har hann hevur skrivað eina røð av kendum sangum. 

Hann hevur eisini í egnum navni, og við heitinum Millum Frændur og Kærleikans Vallaraheim givið út hópin av sangum, sum eru vornir fólkaogn.

Steintór hevur eisini gjørt týðingar ígjøgnum árini, m.a. eftir Bjørn Afzelius. Í 2003 leggur hann yrkingasavnið Føroyingar liva ikki av fiski eina eftir sær. 

Sum íverkseti hevur Steintór eisini sett sjónligan dám á samfelagið og fleiri kenna hann sum stigtakara til eitt nú Summar Festivalin, sum byrjaði í 2004 og Studio Pegasus (1998-2008).

Í 2006 fekk Steintór barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býraðs fyri bóka- og fløgusavnið, Kular Røtur Gull. Umframt barnasangir hevur Steintór eisini skrivað krimigátur og søgur til børn og ung.

Seinastu árini er Steintór farin at skriva bókmentir.

Í 2015 gav hann út sjálvævusøguna Lívið er mítt Listaverk og árið eftir kom fyrsta krimiskaldsøga hansara Deyðin fer í bindiklubb út. Síðani er røðin voksin við Hevndin úr havsins dýpi, Horvna rósan og Seytjandi maðurin.

Steintór Rasmussen er giftur við Jóngerð Biskopstø. Saman eiga tey trý vaksin børn og tvey abba- og ommubørn.

Saman við tær (LP og band, 1984)

Frændur 2 (LP og band, 1986)

Vísuvinir (Band, 1987)

Millum Frændur (Fløga, 1989)

Tey dansa eins og skuggar (1990)

Mítt land (Fløga, 1992)

Svart Gull (Savn, 1995)

Kærleikans Vallaraheim (Fløga, 1998)

Kular Røtur (Fløga og filmur, 1999)

Kular Røtur, túsund smíl (Fløga, 2000)

Trølla Pætur og Kular Røtur (Fløga, 2000)

Sangur til frælsi – Afzelius (Fløga, 2000)

Hon er omma mín (Filmur, 2000)

Frændur: Eg vil liva (Fløgusavn, 2003)

Kular Røtur gull (Fløga, 2005)

Frændur V (Fløga, 2009)

Frískar kular røtur (Fløga, 2010)

Her er gott at danska (Dansifløgu, 2011)

Valla foldum á (Fløga, 2011)

Tað er jól (video, 2012)

Kular Røtur: Vov Vov (Fløga, 2012)

Ungdómur (bóklingur, 1984)

Mín gløggi vinur (krimigátur, 2001)

Føroyingar liva ikki av fiski eina (Yrkingasavn, 2003)

Kular Røtur gull (sangbók, 2005)

Svarti Deyði (Krimi stuttsøga, 2006)

Søgur til Mín jólabók (2008-2016)

Lívið er mítt listaverk (Sjálvævisøga, 2015)

Deyðin fer í bindiklubb (krimiskaldsøga, 2016)

Hevndin úr havsins dýpi (krimiskaldsøga, 2017)

Horvna rósan (krimiskaldsøga, 2017)

Seytjandi maðurin (krimiskaldsøga, 2018)

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býraðs (2006)

Mentanarheiður frá Klaksvíkar Kommunu (2017)




#Article 201: Klaksvík (379 words)


Klaksvík er næststørsti býur í Føroyum. Harumframt er Klaksvíkar kommuna næststørsta kommuna í Føroyum við umleið 4 900 borgarum. Kommunan fevnir um ein bý, fimm bygdir og er á trimum oyggjum. Á Borðoynni eru Norðoyri, Árnafjørður, Ánir og Klaksvík. Á Kalsoynni eru Mikladalur og Trøllanes. Harafturat er Svínoyggin komin við í Klaksvíkar kommunu frá 1. januar 2009. Klaksvíkin er størsti fiskivinnubýur í Føroyum.

Tann fyrsta búsetingin í Klaksvík røkkur heilt aftur í víkingatíðina, men tað var ikki fyrr enn í 20. øld, at býlingarnir veruliga vuksu saman til ein nýmótans føroyskan bý, sum gjørdist ein mentanarligur og vinnuligur miðdepil í Norðuroyggjum og Føroyum sum heild.

Í Klaksvík búgva 90 fremmandafók úr 25 ymiskum londum. 

Hendan miðsavnanin av Norðoya tingsetuni í Vági í 17. øld var møguliga tekin um, at fólkatalið í Klaksvík var farið at økjast í mun til onnur støð í Norðoyggjum. Klaksvíkin var kortini ikki til sum samanhangandi eind um hetta mundið. Tvørturímóti vóru fýra býlingar á staðnum, sum vóru óheftir av hvørjum øðrum. Hesir vóru í Gerðum, á Myrkjanoyri, í Vági og í Uppsølum. 

Fólkatalið var ikki stórt. Í 1802 – tá fólkatalið í Føroyum var umleið 5000 - búðu tilsamans 88 fólk í teimum fýra býlingunum. Í Uppsølum 43, í Vági 23, í Gerðum 15 og á Myrkjanoyri 7. Hesi tøl siga nakað um, hvussu stór vanlukka skalvalopini í Gerðum í 1745 og 1765, sum kostaðu ávikavist 4 og 20 fólkum lívið, vóru fyri býlingin. Bóndahúsini í Gerðum vóru bygd upp aftur á sama stað í 1745, men í 1765 vóru tey bygd uppaftur á øðrum stað.

Í fyrru helvt av 20. øld var Klaksvík tann býurin í Føroyum, sum hevði nógv tann størsta vinnuliga framburðin. Býurin vaks frá at vera fimm smáir býlingar í Norðuroyggjum miðskeiðis í 1800-árunum til at vera fremsta fiskivinnuhavn í landinum um 1960.

Í 2006 vóru Norðuroyggjar knýttar at miðstaðarøkinum við Norðoyatunnlinum. 

Sí grein um Christianskirkjuna

Christianskirkjan er fyrsta stóra kirkjan í Norðurlondum, sum er bygd eftir fornum norrønum byggihátti. Kirkjan kostaði umleið tvær milliónir krónur at byggja.
Savnið hevur eisini ognað sær tey gomlu Faktorshúsini, sum standa beint oman fyri gamla apotekið. Faktorshúsini vórðu bygd til faktorin samstundis sum handilshúsini.

Í Klaksvík eru stevnur av ymiskum slag fleiri ferðir um árið. 

Klaksvíkar Ítróttarfelag
Býráðsformenn í Klaksvíkar kommunu
Klaksvíkar kommunu




#Article 202: Ove Joensen (348 words)


Ove Joensen (f. 3. desember 1948 í Tórshavn, d. 26. november 1987 á Skálafirði) var nólsoyingur. Hann gjørdist kendur um alt Føroyar, tá hann fór at tosa um ætlanir sínar um at rógva í føroyskum róðrarbáti úr Føroyum niður til Danmarkar. Hann gjørdi eina roynd í 1984 og aftur eina í 1985, men báðar ferðir eydnaðist tað honum bert at rógva til Hetlands. Triðju ferð eydnaðist tað honum tó at rógva allan vegin til Danmarkar púra einsamallur. Hin 11. august 1986 steig Ove fótin á land á Langelinje í Keypmannahavn, har hann kysti kendu standmyndina av tí lítlu havfrúnni (Den lille havfrue). Fleiri túsund fólk vóru komin á Langelinje fyri at taka ímóti Ova, og eitt bátafylgi fylgdi honum úr Helsingør. Túrurin úr Føroyum til Keypmannahavnar tók Ova 41 døgn. Ove doyði alt ov ungur, hann druknaði á Skálafirði longu árið eftir, at hann framdi bragdið, meðan hann sigldi ein túr við báti sínum.

Ove Joensen fekk eitt sindur av peningi eftir at hava róð tann langa teinin til Danmarkar, men hann ynskti ikki at ríka seg sjálvan upp. Heldur vildi hann brúka pengarnar til at gera ein svimjihyl til børnini í Nólsoy, tí har var ongin svimjihylur. Pengarnir rukku tó ikki langt, og eftir deyða hansara tóku nólsoyingar stig til at halda stevnu úti í Nólsoy, fyri at heiðra minnið um Ova Joensen og at peningurin sum leyp av einari slíkari ovastevnu skuldi fara til verkætlanina at byggja ein svimjihyl í Nólsoy, sum Ove sjálvur jú ynskti. Ovastevnan er hvørt ár eitt vikuskifti í august, sum oftast er tað annað vikuskiftið í august. Nógv tiltøk eru á skránni, tá ovastevnan er, eitt nú tónleikur, matur og drekka, kabarett, kappsvimjing um Nólsoyarfjørð úr Havn til Nólsoyar, røður, framsýning av Dianu Victoriu (bátinum hjá Ova), klatring, tivoli, rennikapping, fótbóltur, smábátar í hyli, útimøti og annað. Skráin kann variera ár fyri ár eins og aðrar stevnur. Svimjihylurin er ikki bygdur enn (2015). Ovastevnan sær út til at vera sera vælumtókt, nógv fólk ferðast út til Nólsoyar til ovastevnu, og ferjur hjá Strandfaraskipum Landsins sigla ofta, eisini langt út á náttina.




#Article 203: Ossetiskt mál (243 words)


Ossetiskt, á ossetiskum: Ирон ӕвзаг - Iron avžag, hoyrir til iransku greinina av indoevropeisku málunum og verður tosað í russisku (Norðurossetia, høvuðsstaður: Vladikavaz) og georgisku (Suðurossetia, høvuðsstaður Tskhinvali) pørtunum av Ossetia í Kavkasus. Umleið ein hálv millión fólk tosa ossetiskt, harav eru 60% í Norðurossetiu og 15% í Suðurossetiu.

Ossetiskt kann førast aftur til málið hjá alanunum, ein fólkabólkur av sarmatum. Í dag eru ossetisk og jagnobi hini einastu landnyrðingsiransku málini, ið enn eru til. Harafturat eru tey, saman við Tatipersiskum og Talyshi, hini einastu iransku málini, ið hava stóra útbreiðslu í Kavkasus.

Til eru tvær dialektir: hin vanligara Iron í eystri og Digoron í vestri, har Iron er hin vanligara. Ein triðja dialekt, Jassiskt, varð fyrr tosað í Ungarn.

Lætt er at kenna ossetiskt, tí ossetiskt er einasta málið við kyrillisku skriftini, ið nýtir stavin ӕ.

Við síni heldur fløktu mállæru hevur ossetiskt varðveitt nógv oldiransk eyðkenni. Fallskipanin hevur so statt enn átta føll. Ljóðskipanin er nógv ávirkað av kavkasisku málunum, ið verða tosað har um leiðir. Orðatilfeingið hevur fleiri tøkuorð úr russiskum.

Í skriftmálinum verða 35 fonem nýtt: 26 hjáljóð, sjey sjálvljóð og tvey tvíljóð. Í 19. øld varð eitt kyrilliskt stavrað gjørt til málið.

Harafturat var í árunum 1923-37 eitt latínskt stavrað nýtt: A/a, Æ/æ, B/b, C/c, Č/č, D/d, E/e, F/f, G/g, H/h, I/i, J/j, K/k, L/l, M/m, N/n, O/o, P/p, Q/q, R/r, S/s, Š/š, T/t, U/u, V/v, X/x, Y/y, Z/z, Ž/ž

Eina tíðina var georgiska skriftin nýtt í Suðurossetiu.




#Article 204: Georgia (land) (424 words)


Georgia (georgiskt: საქართველო - Sakartvelo), frá 1990 til 1995 kent sum Lýðveldið Georgia, er eitt land í Kaukasus og liggur við Svartahavið. Í norðri hevur Georgia mark við Russland og suðri við Turkaland, Armenia og Aserbadjan. Høvuðsstaður er Tbilisi og høvuðsmálið er georgiskt.

Høvuðsgrein: Georgisk søga

Í 1991 fekk Georgia sjálvstýri tá Sovjetsamveldið fór til grundar. Fyrst undir leiðslu av Moskva-trúgva, fyrrverandi sovjetska uttanríkisráðharranum Eduard Sjevarnadse og síðan – eftir friðarligu rósukollveltingina í 2003 – av verandi forsetanum Mikhail Saakasjvili. Fyrstu árini var Saakasjvili nógv avhildin, men lyfti hansara um vælferð í búskaparliga avmergjaða landinum hava ikki hildið. Og kríggið móti Russlandi í 2008, sum hevði við sær, at Georgia misti Abkasia og Suðurossetia, hava ikki gjørt støðuna betri. 

Høvuðsgrein: Georgisk fólk

Georgia eigur sjáldsamt heimsmet. Ongastaðni í heiminum gerast so mong folk eldri enn 100 ára gomul. Enntá er ikki óvanligt, at fólk eru frísk og ferðug, tá ið tey eru farin upp um 120 ár. Granskarar vita ikki, hví tey liva so leingi, men teir halda, at góða veðurlagið, sunnur kostur, nógv útiarbeiði og óstrongda bygdalívið eru atvoldin til, at fólk gerast so gomul. 

Georgiska kongshúsið, sum m.a. er í ætt við spanska kongshúsið, sigur seg vera avkom frá sjálvum Dávidi kongi, sum vit lesa um í Bíbliuni, og sum var kongur hjá Ísraels fólki. Ófriður valdaði eftir fullveldið í 1991, og nú hevur Georgia ikki veruligt vald í Abkasia og Suðurossetia, sum verða stuðlaði av Russlandi. Fyrrverandi sovjetiski uttanríkismálaráðharrin Eduard Sjevarnadse, sat við valdi í nógv ár, men kongin í 2003. Fátækradømi og tað at Georgia í veruleikanum ikki hevur vald á Abkasia og Suðurossetia, ger at landið ikki tykist serliga støðugt. Georgia roynir at nærkast Vestandlondunum, er partur av Partnership for Peace undir NATO og ætlar sær í ES. Georgia hevur seinastu øldirnar ligið mítt í stríðnum millum Russland, Turkaland og Persia, men er í dag tætt knýtt at USA, sum hevur stóran áhuga í at landið er støðugt, m.a. tí at USA hevur gjørt eina stóra íløgu í oljuveitingarskipan frá Aserbadjan umvegis Georgia og til Turkalands. Loysingarøkini Abkasia og Suðurossetia fáa bæði stuðul úr Russlandi, og viðurskiftini millum Georgia og Russland eru vánalig. Politiska støðan í Georgia er tí enn rokut.

Høvuðsgrein: Georgisk landafrøði

Georgia er fjallaland. Kavkasusfjøll eru sum ein stórur marknamúrur norður ímóti Russlandi og vestur ímóti Svartahavi. Gróðrarlíkindini eru góð, jørðin fruktar væl, so umstøðurnar at dyrka vínber eru av teimum bestu. Georgia liggur soleiðis fyri – ímillum Svartahav og Kaspiskahav – at oljuflutningur og annar vøruflutningur ímillum londini her fer ígjøgnum landið. 

Høvuðsgrein: Georgiskur búskapur




#Article 205: Kýpros (615 words)


Kýpros (grikskt mál: Κύπρος, turkiskt mál: Kıbrıs) er ein stór, náttúruvøkur oyggj eystarlaga í Miðjarðarhavi og væl umtókt ferðamannaland. Oyggin er triðstørsta oyggj í Miðalhavinum. Høvuðsstaður er Nikosia, og landið hevur umleið 800 túsund íbúgvar. Aðrir stórir býir er Limassol, Larnaca og Papos. Almennu málini eru tvey í tali, grikskt og turkiskt. Kýpros er limur í EU. Oyggin liggur eystanfyri Grikkaland, sunnanfyri Turkaland, vestanfyri Sýria og Libanon í ein útnyrðin av Ísrael og norðanfyri Egyptaland. 

Kýpros tað minsta landið, sum hevur havt eitt lið við í Champions League bólkaspælinum. 

Tey fornastu prógvini ella tekin um at menniskju hava búð á Kýpros kunnu førast aftur til 10. øld áðrenn Krist. Fornaldar útgrevstir frá hesi tíðini eru m.a. tann væl varda neolitiska bygdin Khirokitia, sum hevur fingið status sum World Heritage Site við kravi frá  UNESCO um eyka verju status, um so er at vápnaðar konfliktir fara fram Tað sama er galdandi fyri Pafos og Málaðu kirkjurnar í Troodos. Á Kýpros eru eisini nakrir av heimsins elstu vatnbrunnum.

Gjøgnum tíðina hevur Kýpros verið undir fleiri ymiskum harradømum. Oyggin var bygd av grikskum mykenum í tveimum bylgjum í 2. øld áðrenn Krist. Síðan hevur oyggin verið hersett av fleiri ymiskum stórmaktum: av Nýassíriska ríkinum, Egyptalandi og síðan av Persiska ríkinum. Í 333 á. Kr. tók Aleksandur Mikli ræði á oynni. Síðan varð oyggin stýrd av Ptolemaiska Kongaríkinum, av Rómverjaríkinum, av Byzantinska Ríkinum, av árabisku kalifatunum eitt stutt skifti, av tí franska Lusignan ríkinum og av Venesianarum, og síðan av Ottomanska ríkinum í 1571. 

Kýpros var undir Ottomanskum harradømi í meira enn trýggjar øldir. Kýpros kom undir bretskt stýri í 1878 til oyggin fekk frælsi í 1960, og gjørdist ein limur í Commonwealth árið eftir. 

Áðrenn oyggin fekk frælsi í 1960, var hon undir turkiskum og síðan bretskum yvirræði. Meginparturin av fólkinum eru grikkar, bara fimtingurin turkar. Drúgvt stríð var ímillum tey bæði fólkasløgini, og tað hevði við sær, at oyggin varð býtt sundur í 1974; sunnari partur er sjálvstøðugur við  meiriluta av grikskt talandi kýpriotum, meðan norðari partur er turkiskur. 

Eitt vápnað stríð tók seg upp hin 21. desember 1963, sum byrjaði tá tveir turkisk-kýpriotar vóru skotnir. Dagurin er síðan kendur sum Blóðigu jólini. Tað var byrjanin til eitt stríð millum hesi bæði fólkasløgini, ein partur av griksttalandi kýpriotunum ynsktu enosis, tvs. sameining við Grikkaland.  EOKA B var ein paramiliterur felagsskapur, stovnaður í 1971 av General Georgios Grivas-Digenis, nevndur Grivas. Hesir royndu eina hernaðarliga kvettroynd, eitt coup d'état, stuðlaðir av griksku juntaðini, í 1974, men hetta miseydnaðist orsakað av at Turkaland gjørdi innrás og hersetti norðara partin av oynni. Stríðið sum endaði við, at oyggin bleiv býtt sundur í ein grikskan og ein turkiskan part í 1974. Umleið 150.000 griksttalandi kýpriotar búðu tó framvegis í norðara partinum og eini 50.000 turkisttalandi kýpriotar búðu í syðra partinum av oynni. Syðri parturin av Kýpros er sjálvstøðug tjóð og fevnir um 59% av oynni, meðan Norður Kýpros, sum fevnir um 36% av oynni, bert er viðurkend av Turkalandi. Stóra Bretland hevur harradømi yvir økjunum Akrotiri og Dhekelia, sum eru suðurstrondini, ávikavist strandaøkið sunnanafyri Limassol í syðra partinum av Kýpros og vestanfyri Famagusta í turkiska partinum av oynni og við markið longri suðuri, sí kortið høgrumegin.

Í dag (2013) er oyggin framvegis deild sundur í tveir partar, í syðra partinum, sum er tann parturin ið verður nevndur Kýpros, eru griksttalandi kýpriotar í meiriluta. Í norðara partinum av oynni, sum er undir turkiskum yvirvaldi, eru turkisttalandi kýpriotar í meiriluta.

Turkaland er einasta land, sum viðurkennir lýðveldið í turkiska Norðurkýpros. Lýðveldið varð stovnað eftir turkiska innrás á oynna í 1974 – eftir eitt kvett, sum griksku kýprotarnir saman við griksku hernaðarjuntuni av grikska meginlandinum skipaðu fyri. Grikski parturin av Kýpros hevur limaskap í ES. 




#Article 206: Rørekur (596 words)


Rørekur (Russiskt: Rurik ella Rjurik, fornnorrønt: Hrœrekr), umleið 830 - umleið 879) var rúsi, ið fekk valdið í Ladogu í 862 og gjørdi búsetingina Hólmgarð (Rurikovo Gorodische) í Novgorod. 

Rjurik er slaviska útløgan av sama navni sum dagsins enska Roderick. Á gomlum germanskum málum hevði tað skap sum til dømis Hrodric (gamalt hátýskt) og Hroðricus (gamalt enskt). Á fornnorrønum, Hrœrekr (Ísland, Føroyar, Noreg) og Hrørīkr ella Rørik (Danmark, Svøríki), haðan Riurik er avleitt. Navnið kemur eisini fyri í Beowulf sum Hrēðrīk.

Kjak er um hvussu Rørekur kom at ráða yvir Ladogu og Novgorod. Einastu upplýsingarnar um hann er úr russisku fyrstu krýniku úr 12. øld, sum staðfestir, at slavar og finnar gjørdu uppreistur ímóti rúsum, men at rok stóðst av tí, og at Rørekur tá varð biðin um at koma at fáa frið aftur í lag.

Rørekur hevði valdið til deyðans í 879. Valdsarvingar hansara, Røreksættin, fluttu tó høvuðsstaðin til Kiev og stovnaðu Kievrúsaríkið, ið stóð við til 1240, tá ið mongolar gjørdu innrás. Nakrar varðveiddar ættir vóru ættaðar frá Røreki gjøgnum kallkyn, men hin seinasti av hesum at ráða yvir Russlandi, Vasilij IV, doyði í 1612.

Tó at russiski Rurik helst er søgn, so er kjak um tjóðarliga uppruna hansara í Eysturevropu.

Sambært Fyrstu krýniku var Rørekur rúsi(sum onkuntíð skeivt eru nevndir væringar), sum vóru í ætt við danir, sviar, onglendingar og gotar.

Í 20. øld hava fornfrøðingar lutvíst váttað hendingafrágreiðingini í krýnikuni. Uppdagað var, at búsetingin í Ladogu, hvørs stovnseting vanliga verður tilskrivað Røreki, veruliga varð stovnsett um miðju 9. øld. Keramikkur, húsarhaldslutir, og húsasløgini frá tíð Røreks stovnseting samsvara við norrønt snið.

Summir slaviskir søgufrøðingar ivast, um frásøgan um innbjóðingina til Røreks er lænd úr eini møguligari norrønaru søgu, tó at allar søgur nevna herferðir til Garðaríkis og ongantíð um innbjóðingar.

Til dømis staðfestir fyrsta krýnika, at Rurik kom til slavisk lond við tveimum brøðrum, Sineus og Truvor, og sendi teir at ráða býunum Beloozero og Izborsk, ávíkavist. Heldur enn at seta Sineus í samband við Signjotr og Truvor við Torvald, skjóta teir upp, at krýnikuskrivarin lesur fornnorrønu orðini 'sine hus' (við húsi) og 'tru voring' (við trúgvum varðhaldsmanni) sum nøvnini hjá Røreks brøðrum: Sineus og Truvor. Um so er, kann hetta væl vera ein norrøn orðing, sum er varðveidd, men misskilt av krýnikuskrivaranum. Summir slaviskir søgufrøðingar halda fast um, at hetta er miskiljing av einari ókendari søgu.

Ein onnur ástøði um Rurik, vegna vanliga giftu millum rúsir og slaviskar kvinnur, at hann bæði var slavi og skandinavi. Hendan ástøðin byggir á upplýsingar frá fyrsta modernaða russiska søgufrøðinginum, Vasilij Tatishchev (av Røreksætt sjálvur), sum helt uppá, at Rurik var av vendskari (vandalskari) ætt. Tey, ið líta á Tatishchev, hugsa, at ástøðin byggir á eina burturmista krýniku.

Summir søgufrøðingar vilja vera við, at søgusagnarrøtur eru til søgnina, og tískil meta Rurik sum reina søgn.

Einasti Rørekur, ið er lýstur í vesturlendskum krýkinum, var Rørekur í Dorestad, ein konungur úr kongsættini Haithabu. Síðan 19. øld, hava royndir verið gjørdar, at eyðmerkja hann sum víkingaprinsin Rurik í russisku krýnikunum.

Rørekur í Dorestad  varð føddur o.u. 810/820. Frankiskir krýnikuskrivarar nevna, at hann fekk lond í Fríslandi frá keisara Ludvík 1. Hetta var ikki nóg mikið fyri hann, so hann fór at ræna grannalondini. Hann tók Dorestad í 850, hertók Haithabu í 857 og rændi Bremen í 859. Hetta fekk øði í keisaran, sum tók allar ognir frá honum í 860.

Rørekur í Dorestad kom aftur til sjóndar í frankiskum krýnikum í 870, tá fríslendska sjálvsogn hansara vórðu latnar honum aftur. Longu í 882 er hann nevndur sum deyður. Russiska krýnikan ásetur deyða Ruriks at vera í 879.




#Article 207: Røreksættin (129 words)


Røreksættin var leiðandi ættin í Russlandi frá 862 til 1598. Heilt neyvt var Russland ikki til hesa tíðina. Ríkið, sum var til frá 862 til 1240, verður nevnt Kievrúsaríkið. Mongolar noyddu valdsharrarnar av Røreksættini at fara úr býnum Novgorod. Eftir 1480-árini hevði ættin valdið í einum russiskum ríki og hevði hov í Moskva.

Millum eftirkomararnar av Røreksættini eru nakrar aðalsættir í Russlandi (Dolgoruki, Bogolubski, Staricki) og fyrrverandi Stórhertugadøminum Litaviu og Póllandi (Wareg-Massalski, Ostrogski, Zaslawski og øðrum).

Ættin byrjaði við Røreki, sum var rúsi og valdsharri í Novgorod, og doyði út við andveika tsarinum Feodor I. Eftir deyða Feodors var ein óstøðug tíð kend sum Trupla tíðin og helt fram til 1613. Tað árið settist Mikhail I í tsarssætið og byrjaði Romanovættina, sum fór at hava valdið í tríggjar øldir.




#Article 208: Norrøn útflyting (203 words)


Vegna yvirskot í fólkatali og tøkniligar fortreytir fluttu nógv fólk úr Skandinaviu í víkingaøld og áðrenn. Norðbúgvar høvdu frálík skip, víkingaskip, sum teir ferðaðust á havinum fyri vestan, og í áunum fyri eystan við.

Norrøn útbreiðsla var víttfevnd. Norðbúgvar komu so langt vestur sum til Vínlands (Ný Fundnaland), har teir fingu samband við indiánar og inuittar (sum teir nevndu skrælingar), so langt eystur sum til Uralfjøllini í Garðaríki (Russlandi), har teir fingu samband við handilsmenn frá Silkivegnum, og so langt suður sum til Sisiliu og Grikkalands, har norðbúgvar komu í tænastu hjá keisaranum í Miklagarði (Konstantinopolis, verður nú nevndur Istanbul). Soleiðis skaptu norðbúgvar handilssambond, ið tilsamans rukku longur enn rómverska ríkið nakrantíð gjørdi.

Norðbúgvar, ið ferðaðust vestureftir, verða nevndir víkingar. Norðbúgvar, ið ferðaðust eystureftir, verða nevndir sviðar og rúsir. Norðbúgvar, ið ferðaðust suðureftir og komu í tænastu hjá keisaranum í Miklakarði, verða nevndir væringar.

Íslendingasøgur nevna, at stór mannfjøld flýddi fyri harðræði Haralds Hárfagra, og búsettust í Føroyum, Hetlandi, Orknoyum, Íslandi, meðan aðrir leitaðu burtur í onnur lond, og bygdu har. Russiska fyrsta krýnika nevnur, at norðbúgvi (altso rúsi) nevndur Rurik (á føroyskum: Rørekur), varð biðin um at koma at fáa frið í lag í slaviskum londum. Av tí er navnið Russland avleitt.




#Article 209: Oyggjaleikir (175 words)


Oyggjaleikir eru ítróttarkappingar millum oyggjalond. Fyrstu leikirnir vóru á Isle of Man. Limalond í Oyggjaleikasambandinum taka lut og skiftast um at vera vertsland.

Oyggjaleikirnir verða hildnir annaðhvørt ár. Seinastu leikirnir vóru á Isle of Wight í 2011, og verða aftur á Bermuda í 2013. Meðan leikirnir vórðu hildnir í Hetlandi fingu føroyingar hug at vera vertsland aftur, og ÍSF hevur søkt um at vera vertsland í 2015. Tað bleiv tó ikki til veruleika, men nú sigur Oyggjaleikanevndin, at Føroyar hevur góðan møguleika fyri at gerast vertir í 2019, tað bleiv tó av ongum orsakað av, at Føroyar enn ikki hava nakran góðkendan golfvøll.

Luttøkan er vaksin nógv síðani fyrstu Oyggjaleikirnar. Soleiðis hava teir verið gjøgnum tíðirnar:

Nakrar ávísar ítróttargreinir eru við í Oyggjaleikunum. Men tó eru ikki allar greinarnar við hvørja ferð. Tað verður lagað eftir umstøðunum hjá vertslandinum. Sum oftast eru 14 av 18 greinum við. Tær 18 ítróttargreinirnar eru:

Tilsamans 27 oyggjar/oyggjabólkar hava luttikið í Oyggjaleikum, harav hava ellivu luttikið í øllum Oyggjaleikum síðan byrjanina í 1985. Yvirlitið er dagført eftir Oyggjaleikir 2015.




#Article 210: Viðareiði (158 words)


Viðareiði er norðasta bygd í Føroyum og liggur á Viðoynni. Tað er vøkur bygd við nógvum býlingum. Býlingurin Við Garð á Viðareiði er norðasti býlingur í Føroyum, hann er tætt uppi undir Villingadalsfjalli. Hinir býlingarnir eru spjaddir á tí slætta eiðinum, sum er millum Malinsfjall og Villingadalsfjall. Tvær lendingar eru, ein vestanfyri á Helluni og ein eystanfyri við eina vík, sum eitur Eiðsvík, báðar eru brimstøðir, men okkurt um tveir fjórðingar sunnan fyri bygdina er triðja lendingin, undir Leiti, har er altíð lendandi. 

Á Viðareiði síggjast allar seks Norðoyggjar. 354 fólk búgva á Viðareiði. Miðalaldurin er millum teir lægstu í landinum. 111 fólk eru undir 18 ár; 203 eru ímillum 18 og 67, og 40 fólk eru eldri enn 67 ár.

Viðareiði er liðið til tað stórsligna forbergið Enniberg, sum við sínum 750 metrum rísur steyrrætt upp úr Norðuratlantshavi og er eitt av heimsins hægstu forbergum.

Viðareiði var nýggjársbygd. Hagar komu fólk úr grannabygdunum at dansa á nýggjárinum.




#Article 211: Piktar (185 words)


Piktar vóru fornu innbúgvarnir í Skotlandi. Teir livdu í Skotlandi og oyggjunum fyri norðan. Í 4. øld eru teir nevndir í rómverskum skriftum. Landið, sum teir búðu í, var nevnt Piktland ella Piktaland.

Nógvar fornar leivdir eru eftir piktar, sum geva nakað av innliti í samfelag teirra. Men lítið av skrift hevur yvirlivað. Vísindin veit ikki eingang hvussu piktar nevndu seg sjálvar.

Navnið piktar kemur av latínska picti, sum er navn ið rómverjar góvu fornu innbúgvunum í Skotlandi, tí at teir vóru litprikaðir (tattoveraðir) um stóran part av kroppum sínum.

Í samtíð pikta vóru bretar í Onglandi og keltar í Írlandi. Møguliga vóru piktar skyldir at hesum báðum tjóðarbólkum, í ætt ella gjøgnum mentan. Men eingin veit hetta við vissu.

Summi skotsk staðarnøvd skulu eitast at vera av piktiskum uppruna. Nøvn, ið byrja við Aber-, Lhan-, Pit- or Fin- bera boð um, at økini hava verið bygd av piktum í fortíðini. Til dømis Aberdeen, Lhanbryde, Pitmedden, Pittodrie, Findochty og onnur.

Sjálvt um nógv vitan um piktisk samfeløg ikki er varveidd, so er eitt yvirlit yvir piktakongar varveitt, sum gevur eitt sindur av vitan um piktar.




#Article 212: Hitastigar (403 words)


Menniskju hava brúkt nógvar ymiskar mátieindir til øll møgulig fyribrygdi. Tá talan t.d. er um longd, er ein enskur tummi tað sama sum 2,54 cm. Skalt tú umrokna eina longd í tummum til somu longd í cm, skalt tú falda við 2,54. Skalt tú umrokna frá cm til tummar, gert tú øvugt, tú býtir við 2,54.

So einfalt er tað ikki, tá talan er um hitastigar. Bert tveir av hitastigunum hava absolutta nullpunktið sum 0 stig, allir hinir hava ymisk forskotin nullpunkt.

Í søguligum høpi er tað ikki so langt síðani, at vísindafólk vitstu, at hiti hevði eitt lágmark, eitt absolutt nullpunkt. Franski alisfrøðingurin Guillaume Amontons samanbar í 1702 rúmdarbroytingar í einum lufttermometri og einum kyksilvurtermometri og kom fram til, at lufttermometrið fór at vera tómt við ein hita, sum svarar til umleið −240 °C.

Landsmaður Amontons', Johann Heinrich Lambert, kom í 1779 fram til, at tað absolutta nullpunktið mátti vera áleið −270 °C.

Skotin William Thomson, Kelvin lordur, skrivaði eina vísindagrein í 1848, har hann m.a. roknar absolutta nullpunktið til −273 °C og vísir á, at hiti átti at verið roknaður út frá hesum nullpunkti.

Í søguligum høpi er alt hetta rættiliga seint, og tað er tí kanska ikki so løgið, at teir ymisku hitastigarnir, sum hava verið, hava ymisk nullpunkt. Harafturat hava hitastigar verið, sum hava gingið øvugtan veg - tá hitin veksur, minkar talið á stiganum! Soleiðis var m.a. tann upprunaligi celsiusstigin hjá Anders Celsius, men landsmaður Celsius', kendi plantufrøðingurin Carl von Linné, broytti stigan til tann, vit kenna í dag. Men eisini delislestigin gongur øvugtan veg.

Tær løgnu umrokningarnar koma av, at stigarnir hava ymisk festipunkt og serliga av tí, at teir hava ymisk nullpunkt. Í talvuni ber til at síggja festipunktini fyri teir átta mest vanligu stigarnar. Tjúkk, reyð tøl eru gomul festipunkt, meðan tjúkk, grøn tøl eru galdandi festipunkt. Trýstið hevur týdning fyri fleiri festipunkt og er viðmerkt við trý av teimum.

Á myndini eru teir vanligastu átta stigarnir samanbornir grafiskt. Við eini loddrættari striku kanst tú samanbera tølini á øllum stigunum.
T.d. vísa bláu strikurnar, at vatn frystir við 273,15 K#8239;#8239;=#8239;#8239;0 °C#8239;#8239;=#8239;#8239;32 °F#8239;#8239;=#8239;#8239;491,67 °Ra#8239;#8239;=#8239;#8239;0 °Re#8239;#8239;=#8239;#8239;0 °N#8239;#8239;=#8239;#8239;7,5 °Ro#8239;#8239;=#8239;#8239;150 °D,
og reyðu strikurnar vísa, at vatn kókar við 373,15 K#8239;#8239;=#8239;#8239;100 °C#8239;#8239;=#8239;#8239;212 °F#8239;#8239;=#8239;#8239;671,67 °Ra#8239;#8239;=#8239;#8239;80 °Re#8239;#8239;=#8239;#8239;33 °N#8239;#8239;=#8239;#8239;60 °Ro#8239;#8239;=#8239;#8239;0 °D.

Í talvuni sæst, hvussu ein roknar frá einum stiga til ein annan. Til ber eisini at brúka lidnar umroknarar á netinum. Eisini er meiri um hvønn stiga í greinini um hann.




#Article 213: Falskur nettleiki (122 words)


Falskur nettleiki kemur fyri, tá numeriskar dátur verða sýndar á slíkan hátt, at bent verður á, at neyvleikin er betri enn hann í veruleikanum er. Eftirsum nettleiki er avmarking á neyvleika, førir hetta ofta til ov stórt álit á nettleikan.

Í vísindum og verkfrøði er skikkur, at, um møguligur skeivleiki ikki eyðsýnliga er upplýstur, skulu tølini til framløgu av dátum vera avmarkað av nettleikanum av dátunum. Sjálvt uttanfyri hesar námsgreinir er lyndi til at ganga út frá, at øll siffur uttan null í einum tali hava týdning. Soleiðis kann framløga av ov avgjørdum tølum fáa skoðaran at vænta frægari nettleika, enn hann í veruleikanum fær.

Falskur nettleiki kemur í, tá ið hánettar og lágnettar dátur verða settar saman og við eindarumrokning. Dømi:




#Article 214: Eindarumrokning (313 words)


Eindarumrokning verður brúkt, tá  tøl í einari eind verða roknað um til eina aðra eind. Hetta er ofta neyðugt m.a. orsakað av, at siðvenja er at brúka ávísar eindir í ymsum londum. T.d. eru nógvir formlar knýttir at ávísum eindum. Har verða nýttar altjóða eindirnar (SI-eindir). T.d. er SI-eindin fyri longd metur, fyri kraft newton, o.s.fr.

Einfaldasti hátturin at umbroyta eina eind til aðra er at viðgera eindirnar støddfrøðiliga. Sí dømini fyri at síggja gongdina.

Tú ynskir at broyta 6 føtur til metrar. Við uppslagi hevur tú funnið út av, at ein fótur er 0,3048 metrar. Nú fært tú umbroytt støddfrøðiliga:

Legg til merkis, at fótaeindin dettur burtur, og letur metrarnar standa einsamallar eftir. (Av tí at bæði 6 føtur og 0,3048 metrar til hvønn fót eru fullkomiliga neyv tøl, er svarið við 5 týðandi talteknum fullkomiliga rætt.)

Latið okkum siga, at hæddin á tær er 182,88 sentimetrar, og at tú ynskir at umbroyta hetta til tummar:

Hetta váttar fyrra úrslitið.--
Fleiri eindir kunnu verða viðgjørdar á sama hátt:

Tí er ferðin á heiminum umleið 7 míl um sekundið ella 40 000 kilometrar um tíman. Legg merki til, at av tí, at útrokningin byrjaði við einum týðandi taltekni (7-talinum), hevur úrslitið eisini eitt týðandi taltekn (4-talið í 40 000).

Um faldast ella býtast skal, verður avgjørt við at hyggja at eindunum og við at gera av, hvør skal burtur. Um vit høvdu býtt við 3600 s/t í umbroytingini omanfyri í staðin fyri at falda, hevði úrslitið verið í kilometurtímum fyri fersekundið, sum eyðsýnt er skeivt og høpisleyst úrslit.

Týdningarmikið er at minnast, at umbroytingargongdin ikki kann geva neyvari tøl enn tey, sum vóru frammanundan. Meðan fleiri av umbroytingartættunum í uppslagstalvunum eru neyvir og aðrir óneyvir, tó at teir hava mong, týðandi taltekn, eru øll talteknini, tú fært við roknimaskinu ella blýanti og pappíri, ikki týðandi.

Ansa eftir at runda av hóskandi eftir útrokning.




#Article 215: Talorð (145 words)


Talorð er orðaflokkur, ið verður brúktur til at siga frá mongdum. Talorð eru, snøgt sagt, tøl.

Men heilt so einkult er tað ikki á føroyskum máli. Talorð skulu eisini bendast. Ymiskar bendingar av talorðum verða eisini bólkað aftur í undirbólkar. Hesir eru grundtøl, raðtøl og skiftitøl.

Grundtøl eru talorð í hvørfalli.

Trý tey fyrstu grundtølini kunnu bendast í kynum og føllum soleiðis:

Raðtøl eru bundin talorð, undantikið fyrsti, sum er hástig av hjáorðinum fyrr. Tey bendast í kynum, føllum og tølum.

Skiftitøl eru talorð í fleirtali. Skiftitøl verða brúkt um pør, td. einar/tvinnar/trinnar hosur (tað eru 1, 2 ella 3 pør av hosum) ella aðrar sameindir, td. eini kort (tað eru 52 bløð) ella eini hús (tað eru 1 sethús við tilhoyrandi úthúsum). Skiftitøl eiga sostatt bara at vera nýtt, tá talan er um sameindir. Bara trý tey fyrstu talorðini kunnu vera í fleirtali (skiftitøl):




#Article 216: Skjaldarmerki Føroyar (149 words)


Skjaldarmerki Føroya sæst fyrst í kirkjubøstólunum í umleið 15. øld. Tað ímyndar ein veðr á einum skjøldri. Seinri nýtsla sýnir ein veðr í einum innsigli brúkt av løgrættumonnum, ið vóru limir gamla føroyska dómstólinum, løgtinginum. Í seinna parti av 19. øld hómast ein trá í føroyingum at hava eitt savningarmerki. Elsta merkið, vit vita um, er veðramerkið. Seinni kom tjaldursmerkið og tíðum veittraðu tey lið um lið. Men eins og grannar okkara fyri vestan, íslendingar, hildu føroyingar ikki, at tað var hóskandi við djóramynd sum tjóðflaggi. 

Skjaldarmerkið fór úr nýtslu tá ið løgtingið varð niðurlagt í 1816. Eftir at løgtingið varð endurreist í 1852, og sjálvt meðan Føroyar vóru de-facto sjálvstøðugar undir seinra heimskríggi, var einki føroyskt skjaldarmerki brúkt. Eftir gildiskomuni av Heimastýrislógini í 1948, kom skjaldarmerki í nýtslu aftur saman við gamla heitinum løgmaður. Og tað var júst løgmaður, og landsstýrið, og ikki løgtingið, sum nú brúkti skjaldarmerkið. 




#Article 217: Bretska hersetingin í Føroyum (772 words)


Bretska hersetingin í Føroyum, ella Operation Valentine, vardi frá 12. apríl 1940 til 16. mai 1945 undir seinna heimsbardaga. 

Dagarnir eftir 9. apríl 1940, tá ið Danmark og Noreg vórðu hersett av Týsklandi, vóru ørkymlandi fyri føroyingar. Uttan fyrivaring varð alt samband við Danmark kvett. Telegrafsambandið steðgaði longu um morgunin tann 9. apríl og sambandið sjóvegis steðgaði av sær sjálvum. Løgtingið helt fundir við amtmannin um støðuna fyri at avgera, hvørji tiltøk skuldu setast í verk, nú sambandið til Danmark var kvett. 

Hesi boðini mundu helst fáa ein og annan upp úr stólinum, og fólk skimaðust íkring og út á hav – men ikki skuggin av nøkrum breta so langt, eygað rakk.

So, um middagsleitið tann 12. apríl, komu tveir enskir oyðarar á Havnina. Tveir yvirmenn komu í land og fyrireikaðu myndugleikarnar upp á ta komandi hersetingina. Oyðararnir fóru avstað aftur, men longu dagin eftir komu teir aftur, hesuferð saman við tveimum vápnaðum trolarum og krússaranum Suffolk. Nú komu tann nýggi enski konsulin, Frederic Mason, og T. B. W. Sandall oberstur í land. Teir hildu stuttan fund við amtmannin og løgtingsformannin, sum handaðu teimum formlig mótmæli í góðsemju, og sostatt var Operation Valentine, bretska hersetingin av Føroyum, veruleiki.

So vórðu teir 250 heldur ørkymlaðu hermennirnir frá Royal Marines settir í land. Marinararnir høvdu ikki fingið at vita, hvar teir skuldu, og fleiri av teimum hildu, at teir vóru í Noregi.

Hermennirnir hjá Sandall obersti vóru bara í Føroyum í tveir mánaðar. Tann 25. mai vórðu teir avloystir av Lovat Scouts. Skotska herdeildin var so stór, at teir kundu senda hermenn til so at siga allar oyggjarnar, og sambandið millum ungu hermennirnar og føroyingar varð sera gott. Hermennirnir gjørdust partur av samfelagnum og tóku lut í t.d. grindadrápi, kappróðri á Ólavsøku og sjúkraviðgerð av m. a. særdum sjómonnum av skipum, sum høvdu verið fyri álopi á sjónum.

Sum rímuligt er, kom meir enn so fyri, at ungir hermenn og føroyskar gentur funnu saman. Summir giftust og fingu børn undir útisetuni – og summir vendu aftur til Føroya eftir stríðslok fyri at giftast við føroyskum gentum.

Tað var tí ein sorgardagur tann 10. juni 1942, tá ið føroyingar noyddust at siga farvæl til Lovat Scouts, tá teir vórðu heintaðir av troppaskipinum Lady of Man, og fluttir heim aftur til Skotlands.

Eftir stuttan steðg í Skotlandi, vórðu teir flestu hermenninir í Lovat Scouts sendir til Kanada til stríðsvenjingar á høgum kavakløddum fjøllum. Í 1943 vórðu Lovat Scouts so sendir til Italiu, har teir luttóku í bardøgum til vápnahvíldina í 1945. Mannfallið var stórt í italsku atsóknini, og mangir av teimum ungu skotunum, sum í tvey ár høvdu haft sína dagligu gongd í Føroyum, lótu lív og ella vóru løstaðir í bardøgunum.

Lovat Scouts vórðu avloystir av 12. herdeild av aðrari skotskari herdeild, Cameronians, sum vóru í Føroyum í eitt ár – frá á sumri 1942 til juni mánað í 1943. Eisini hesir hermennirnir vóru vælumtóktir millum føroyingar - eins og aðrar stríðs- og arbeiðseindir, sum komu til oyggjarnar. 12. deild av Cameronians høvdu væntað, at teir skuldu vera við í álopinum á meginlandið. Teir høvdu, sum undangongumennirnir, vant dúgliga meðan teir vóru í Føroyum, og hildu seg vera væl fyri til bardagar. Men soleiðis gekk ikki. Afturkomnir til Skotlands, varð 12. deild niðurløgd, tí at teir ikki høvdu haft møguleika at venja saman við øðrum hereindum, ið skuldu standa fyri álopinum á Evropu. Hermenn og yvirmenn vórðu fluttir til aðrar stríðseindir, og fleiri av teimum hermonnunum, ið høvdu verið í Føroyum, fóru til Norðurafriku, og haðani til Italiu, har teir luttóku í álopinum. Mangir teirra fullu ella særdust á vígvøllum.

Á várið 1942 hevði bretska stríðsleiðslan gjørt av, at flogvøllur skuldi byggjast í Vágum, sum kundi veita stuðul til tann hermálsliga týdningarmikla flutningin um Atlantshav. Hetta førdi við sær, at talið av hermonnum í Føroyum øktist munandi. Tá harðast leikaði á, vóru upp móti 8000 hermenn í Føroyum, yvir 5000 av teimum í Vágunum.

Flogvøllurin og ein miðstøð fyri sjóflogfør á Leitisvatni vórðu bygd eftir sera stuttari tíð, og meðan byggingin stóð við, yddi tann annars so friðarliga Vágoyggin við hermonnum frá m. a. Royal Engineers, Royal Pioneers, Royal Artillery og Royal Air Force. Upprunaætlanin var at byggja eina flogstøð har vesturi við 50 flogførum, og yvir 1650 starvsfólkum. Men sum kríggið leið í 1943 – 44, broyttist hermálsliga støðan í Norðuratlantshavi, og hetta førdi við sær, at ætlanin við flogstøðini varð frágingin. Og flogvøllurin, sum upprunaliga skuldi hava tvær lendingarbreytir, endaði við teirri eini breytini. Í 1944 fór bretska hersetingarvaldið undir at flyta hermenn úr Føroyum aftur, og tá ið sigursskrúðgongan varð hildin í Havn tann 13. mai 1945, vóru bara 400 bretar við.




#Article 218: Vøluspá (554 words)


Vøluspá er kendasta og mest týðandi av norrønu gudakvæðunum. Soleiðis ljóðar fyrsta ørindi í Vøluspá:

Tað finnast tvær fullfíggjaðar uppskriftir av kvæðnum, onnur í tí sokallaðu kongabókini Codex Regius, meðan hin er at finna í Hauksbók. Munurin millum uppskriftirnar er lítil, stavsetingin brýtur frá og onkur ørindi mangla í báðum. Vanligt er tí at nýta ein “normaliseraðan” tekst, har holini í aðrari útgávuni eru fylt út úr hinari.

Úrslitið er tann kenda útgávan av Vøluspá við 66 ørindum, yrktar í kvæðaháttinum fornyrðislag.

Tað sum serliga skilur Vøluspá frá øðrum gudakvæðum er, at tað ikki bara er ein uppremsan av ymsum mytologiskum frumevnum, men at kvæðið hevur eina nøkulunda samanhangandi søgugongd úr byrjan í enda.

Tað er eitt sindur óvist, hvar og nær Vøluspá er yrkt. Helst er kvæðið sett saman í Íslandi onkuntíð seint í 10. øld, altso stutt fyri kristningini av landinum.
Óvissan er tó grundað á ta sannroynd, at partar av Vøluspá tykjast at vera eldri enn aðrir. Hetta, og so frávik í frásagnarhættinum, bendir á, at kvæðið er sett saman av fleiri eldri mytiskum kvæðum.

Ein afturvendand spurningur viðvíkjandi Vøluspá er: hvør er tað, ið vølvan tosar við? Hóast hon í innganginum biður “allar heilagar verur” t.v.s. mannaættina um ljóð, og fleiri ferðir setur spurningin: “Skilja tit nú ella hvat?”, so benda fleiri skeivt sett ørindi inni í sjálvum tekstinum á, at Vøluspá, sum onnur norrøn kvæði, upprunaliga hevur havt ein episkan inngang. Hetta fekk norska filologin Sophus Bugge (1833-1907) at gera eina lítla endurskipan av tekstinum, har hann flutti ørindini 22, 28 og 29 fremst í kvæðið.

Ver tó varugur við, at henda endurskipan, hvussu logisk hon enn kann tykjast, merkir, at kronologiska uppsetingin í upprunatekstinum er broytt.

Um vit nýta tann endurskipaða tekstin hjá Bugge, so byrjar Vøluspá við at siga frá vølvuni og seiðkvinnuni Heið, sum undir andamáning í einsemi fær vitjan av Óðini. Hin gamli ásagudurin gevur henni gávur at síggja út í ymsar heimar.

So byrjar vølvan sína frásøgn við at siga frá um upphavið, hvussu tíðin tók sína byrjan í tí mytisku frumglopruni Ginnungagapi, um hvussu frumlutirnir vórðu til, og hvussu gudarnir fingu skil á tí skipaða alheiminum.

Eftir hetta kemur parturin ið vanliga rópast Dvørgatal, har vølvan sigur frá upphavi dvørganna og reksar eina rúgvu av dvørganøvnum upp. (Dvørgatal er helst eitt kvæði fyri seg, sum av einari ella aðrari orsøk er vavt upp í Vøluspá).

Síðan sigur vølvan frá, hvussu fyrstu menniskjuni vórðu skapt, og um nornurnar, lagnuguddómarnar, ið halda til við einari av rótunum á Yggdrasils aski.

Vølvan sigur eisini frá umstøðunum viðvíkjandi tí fyrsta krígnum í heiminum, tá gudaættirnar æsir og vanir ruku í krovið á hvørjum øðrum, orsakað av drápinum av tí frumkendu Gullveig.

Í øðrum parti verður hin ljósi og góðlynti Baldur dripin. Drápið hevur við sær eina røð av ræðugerðum, sum enda við ragnarøkum, har gudar og jatnir útrudda hvønn annan. Ragnarøkur gera enda á heiminum, jørðin søkkur í kav, og alt endar aftur í sínari upprunastøðu í ti myrka ruðuleikanum.

Sambært vølvuna skal ein nýggjur heimur tó rísa úr havinum. Har skulu Baldur og drápsmaður hansara Høður ráða fyri borgum. Ein nýggjur gullaldur skal koma, men fyri at gera vart við at alt gongur í ring, hómast hin ræðuligi ormurin Niðhøggur í sjónarringinum, ein áminning um at eisini hesin nýggi heimurin er dømdur til undirgang og deyða.




#Article 219: Rúsir (230 words)


Rúsir (eintal rúsi) vóru norrønur ættbólkur ið búði eystanfyri í Eystrasalti. Hesir vóru helst eftirkomarar hjá svium, men hetta er óvist. Í hvussu so er høvdu rúsir tætt samband við sviðar og norðbúgvar annars. Orðið rúsir verður brúkt um teir norðbúgvar, ið ferðaðust eystureftir í norrønu útflytingini.

Fyrsta sjónarváttarfrágreiðingin um lívið hjá norðbúgvum, er frá muslimska sendiharranum Ahmad ibn-Fadlan (arábiskt: أحمد ابن فضلان), sum í 922 kom í samband við rúsir við ánna Volgu. Eftir frásøguni metir hann teir sum norðbúgvar.

Skaldsøgan Eaters of the Dead eftir Michael Crichton byggir á frásøgu Ahmadar ibns-Fadlans, sum eisini er gjørd til film við navninum The Thirteenth Warrior.

Sambært Russisku fyrstu krýniku gjørdu finnar og slavar uppreistur ímóti sviðum. Eftir uppreisturin var ófriður í slaviskum londum. Teir heittu so á Rurik (føroyskt: Rørekur) um at koma at fáa skil aftur á landið. Hann kom og gjørdi sum umbiðið og stovnaði harvið Kievrúsaríkið, sum var fyrsta slaviska ríkið. Í 13. øld flutti Røreksættin til Moskvu, sum tá bleiv høvuðssaður í einum russiskum ríki. Rúsir løgdu við hesum navn til Russland.

Støddin á søguliga Kievrúsaríkinum svarar í stødd rættiliga væl til núverandi Ukrainu.

Summir slavskir sgøufrøðingar eru tó ikki samdir við hesari frágreiðingini uppá fyrsta slaviska ríkið. Teir setar spurnartekin við trúvirðið í Russisku fyrstu krýniku. Teir halda í hvussu so er ikki, at tað er trúligt, at norðbúgvar skulu hava stovnsett fyrsta slaviska ríkið.




#Article 220: Indo-evropeisk mál (672 words)


Indo-europeisku málini fata um áleið 443 (SIL-meting) mál og málføri talað av umleið trimum milliardum fólkum, herundir flestu stóru málini í Evropa og vestara Ásia, sum hoyra til eina einkulta yvirfamilju. Nútíðarmál í hesi yvirfamiljuni fata um bengali, enskt, franskt, týskt, hindi, persiskt, portugisiskt, russiskt og spanskt (hvørt móðurmál hjá meiri enn einari milliónum fólkum), eins væl og mong onnur tjóðar- og minnilutamál. 

Ymsu undirflokkarnir í indo-evropeisku málfamiljuni fata um (í søguligari raðfylgju eftir fyrstu staðfesting):

Afturat hesum tíggju klassisku greinumum, ið standa omanfyri, eru fleiri útdeyð mál, ið lítil vitan er um:

Ivaleyst vóru onnur indo-evropeisk mál, sum nú eru horvin uttan spor. Tey lutvísu málini etruskiskt og rætiskt kunnu ikki flokkast við nakrari vissu, uttan at tey helst eru indo-evropeisk.

Fleiri undirfamiljur eru skotnar upp, her ímillum italo-keltisk og græko-ariskt. Hvørgin av hesum verða vanliga góðkendar. indo-hittitiskt sipar til hugsanina, at týðandi munur er millum anatolsk og og hinar flokkarnar.

Summir málfrøðingar skjóta upp, at indoevropeisk mál eru partur av einari hugsaðari nostratiskari yvirfamilju, og royna, at finna skyldskap millum indo-evropeiskt og aðrar málfamiljur, so sum suðurkaukasisk mál, altaisk mál, uralsk mál, dravidisk mál og afro-asiatisk mál. Ósemja er um hetta ástøði eins væl og líknandi ástøðið um evrasiatisk mál Josephs Greenbergar og ástøðið um frumpontisk mál Johns Colarussos.

Møguleikin fyri einum felags uppruna fyri summi av hesum málunum varð fyrst skotin upp av Marcusi Zueriusi van Boxhorn í 1647. Tó gjørdust uppskot hansara ikki viðgitin og tí ikki kannað. Hugsanin varð aftur skotin upp av Sir Williami Jones, sum legði merki til líkskapir millum fýra av teimum eldstu málinum kend í hansara tíð, latíni, grikskum, sanskrit og persiskum. Skipaður samanburður millum hesi og onnur gomul mál varð framdur av Franzi Bopp, og stuðlaði hesum ástøði, Samanberandi mállæran Franzar Bopps, ið kom fram millum 1833 og 1852 er mett at vera byrjanin til indo-evropeiska gransking sum hægri lærugrein. 

Endurskapta felags upprunamálið verður nevnt frum-indo-evropeiskt (enskt: Proto-Indo-European, stytt: PIE). Ósemja er um upprunaligu landafrøðiligu staðfestingina, sonevnda Urheimat ella Fornheimlandið, haðan málið kom. Tveir høvuðskandidatar eru í hesum døgum:

Fortalarar fyri kurgisku hugsanini hava lyndi til at dagfesta frummálið til umleið 4000 f.Kr.. Fortalarar fyri anatolska upprunanum vanliga dagfesta tað fleiri túsundár fyrr. Teir seinnu seta útbreiðsluna av indo-evropeiskum málum í samband við útbreiðsluna av landbúnaði í yngru steinøld. 

Upprunaliga skotin upp av Marija Gimbutas í 1950-árunum. Henda hugsanin, við ymsum broytingum, er í dag eyðsýnliga hin mest góðtikna ímillum málfrøðingar. Sambært kurgisku hugsanini varð indoevropeiskt talað í koparaldarligum grasfløtumentanum í 5. túsundári f.Kr. millum Svarta havið og Volgu. 

Colin Renfrew skeyt í 1987 upp, at útbreiðslan av indo-eropeiskum hevði samband við kollveltingina í yngru steinøld, at málini friðarliga breiddu seg úr Lítla Ásia frá umleið 7000 f.Kr. við menningini av landbúnaði (menningarbylgja). Samsvarandi hevði alt Evropa í yngru steinøld talað indo-evropeiskt. Kurgisku fólkaflytingarnar hevði í mesta lagi sett indo-evropeisk málføri í staðin fyri onnur indo-evropeisk málføri.

Thomas Gamkrelidze og Vyacheslav V. Ivanov staðfestu í 1984 indo-evropeiska heimlandið við vatnið Urmia. Teir skutu upp, at armenskt var málið, ið var verandi í indo-evropeisku vøgguni meðan onnur indo-evropeisk mál fóru úr heimlandinum. Teir eru eisini upprunin til Glottaliska ástøðið.

Summi hava víst til svartahavs-syndaflóðar-ástøðið, ið dagfestir upprunan til umleið 5600 f.Kr., sum beinleiðis orsøk til indo-evropeiska útbreiðslu. Henda hendingin fór fram í yngru steinaldartíðum, og er eitt sindur ov tíðliga til at samsvara við kurgiska fornfrøði. Tó kann ímyndast, at ein hending í fjaru fortíð Sredny Stog-mentanarinnar og fólksins, ið livdu í lendinum, ið nú er undir Asovsjónum, sum møguligar undan-frum-indo-evropearum.

Onnur ástøði eru til, sum ofta hava tjóðskaparligan dám. Onkuntíð eru tær á markinum til tjóðskaparligt dulspeki, ofta staðseta fortalararnir menningina í sínum egna landi.

Serliga Yngru steinaldar-framhaldar-ástøðið, sum er skotin upp av italskum ástøðingum, ið gongur út uppá, at indo-evropeiskt kemur frá evropeiskum mentanum í yngru steinøld.

Summir indiskir ástøðingar lata vediskt sanskrit koma frá indusdalar-mentanini, uppáhaldandi, at vedisk sanskrit í grundini er samlík frum-indo-evropeiskum, og at øll onnur málføri í síðsta enda mugu føra aftur til gomlu indusdalar-mentanina í umleið 3000 f.Kr.. Hetta ástøði er ikki alment góðtikin av lærdum.




#Article 221: Fólkaflytingatíðin (389 words)


Fólkaflytingatíðin er heiti, sum søgufrøðingar brúka um fólkaflytingarnar frá ár 300 til 900 í Evropa.

Millum aðrar umfataði fólkaflytingarnar germanskar og slaviskar ættbólkar, gotar, vandálar og frankar. Fólkaflytingin er helst sett í gongd av innrásini av húnum úr eystri seint í 4. øld. Fólkatalsbroytingar og veðurlagsbroytingar hava møguliga eisini havt ávirkan á gongdina.

Mett verður, at húnir, sum undan fólkaflytingatíðini vóru ókendir í Evropa, lupu á eysturgermanar í 4. øld, og at trýstið frá teimum vestureftir hevur sett stórar fólkaflytingar í gongd. Húnir herjaðu á rómverjar og aðrar tjóðir rundan um. Germanar fluttu undan húnum vestureftir, longubardar, vesturgotar og vandálar fluttu hvørjir longri enn hinir fyrru vestureftir og trýstu keltar undan sær. Keltar fóru til Írlands um Frakland og víðari til Skotlands. Keltiskt mál bleiv við tíðini høvuðsmál bæði í Írlandi og Skotlandi. Anglar og saksar fóru til Onglands og róku bretar undan sær. Angulsaksiskt mál bleiv skjótt høvuðsmál í Onglandi meðan bretskt mál (valisiskt mál) var verandi høvuðsmálið í Wales.

Eftir fólkaflytingatíðina kom víkingaøld við sínum fólkaflytingum.

Fólkaflytingin, innrásin av húnum og ófriðurin sum í fólkaflytingatíðini hava sett týðilig spor í germanskan skaldskap. Føroysku Sjúrða kvæðini, íslendsku søgurnar Vølsunga søga og Tíðriks søga, týska Nibelungenlied og angulsaksiska Bjovulfs drapa (á nútíðarenskum: Beowulf) greiða øll frá hendingum, sum fóru fram í fólkaflytingatíðini og frá innrásini hjá húnum.

Fyrsti táttur í Sjúrðar kvæðunum, Regin smiður, greiðir frá, at ófriður gekk á kong Giurs lond, at bardagar eru suðuri við sjóvarstrond, og, at av teimum, ið fóru í kríggj, kom eingin heim. Men hvør er Giur kongur?

Ein burgundarkongur er nevndur í søguligum keldum, sum æt Gibika. Hann er mettur at hava livað um ár 400. Gibika kongur var millum fyrstu menn í vestri, sum húnir lupu á. Søgugranskarin Guðmund Schütte setir metir Giur kong vera Gibika kong, og hann metir, at bardagarnir suðuri við sjóvarstrond eru bardagar við Svartahavsstrendurnar. Seinni siga Sjúrða kvæðini frá Artala húnakongi, sum mettur er at vera Attila húnakongur.

Karlamagnus livdi eisini í fólkaflytingatíðini, sum føroyskt kvæði eisini eru um. Karlamagnus førdi harðligt kríggj m.a. ímóti heidnum germanskum ættbólkum, sum hann vildi kristna. Summir søgufrøðingar halda, at júst Karlamagnus var við til at seta gongd á víkingaøld við sínum álopum á heidnar germanskar ættbólkar. Víkingaálopini vóru í byrjanini álop á kristin fólk, sum nýliga vóru komin norðureftir. Seinni fóru teir tó at leggja land undir seg.




#Article 222: Germansk mál (680 words)


Germansku málini eru ein grein av indo-evropeisku málfamiljuni. Størstu germansku málini eru enskt og týskt, sum eru móðurmál hjá umleið 340 og 120 miliónum fólkum ávíkavist. Onnur týdningarmikil mál umfata lágtýsk mál, herundir niðurlendskt, og skandinavisk málini danskt, norskt og svenskt

SIL-Tjóðlívsfrøðin hevur yvirlit yvir 53 ymisk germansk mál og málføri.

Teirra felags forfaðir er Felags germanskt, helst talað í miða 1. ártúsundi f.Kr. í Jarnaldarevropa. Felags germanskt og allir tess eftirkomarar eru eyðkend av fleiri serligum málfrøðiligum sereyðkennum. Mest kenda er hjáljóðabroytingin kend sum Grimms lóg. Fyrstu germansku málførini koma inn í søguna við germanskum ættbólkum, ið seta seg niður í norðara Evropa fram við markið við Rómverska ríkið frá 2. øld.

Elstu prógvini fyri germanskt koma frá nøvnum skrásett í 1. øld av Tacitus, og eina einkulta ferð í 2. øld f.Kr. á Negau-hjálminum. Umleið frá 2. øld mentu summir talarar av fyrstu germansku málførunum eldra fuþarkin. Fyrstu rúnaristirnar eru í størstan mun avmarkaðar til persónsnøvn og torfør at tulka. Gotiska málið varð skrivað við gotiska stavraðnum ment av biskupinum Ulfilas til týðing hansara av Bíbliuni í 4. øld. Seinni byrjaðu kristnir prestar, ið talaðu og lósu latín afturat sínum germanska máli, at skriva á germanskum málum við lítið broyttum latínskum stavum. Men í Skandinavia, og í londunum fyri vestan, var rúnastavraðið vanliga brúkt alla víkingaøld.

Afturat vanliga latínska stavraðnum, brúktu germansku málini ymisk serliga frámerki og eyka stavir, herundir Umlaut og ß (Eszett), Ø, Æ, Å, Ð, Ȝ, Þ (Þorn) og Ƿ, frá rúnum. Søguligt prentað týskt er ofta prentað sum gotisk skrift.

Nøkur serlig eyðkenni fyri germansk mál eru:

Øll germansk mál eru hildin at koma frá einum hugsaðum frumgermanskum máli. Hetta bleiv helst til í jarnøld áðrenn Rómverska ríkið í norðara Evropa frá umleið 500 f.Kr.. Aðrar felags nýskapanir, ið skilja germanskt frá frum-indoevropeiskum, benda á eina felags søgu hjá undanfrumgermanskum talarum gjøgnum norrønu bronsuøld.

Í tíðini tá ið germanskt mál er staðfest fyrstu ferð, hevði germanskt mál býtt seg í tríggjar bólkar, vesturgermanskt, eysturgermanskt og norðurgermanskt. Hvussu sambandið hevur verið millum tey, ber illa til at staðfesta heilt neyvt frá teimum fáu rúnaristunum. Tey vóru sína millum skillig gjøgnum fólkaflytingatíðina.

lombardiska málið í 6. øld, til dømis, kann upprunaliga hava verið norður- ella eysturgermanskt, sum síðani varð gjørt vesturgermanskt eftir, at lombardarnir settust niður við Elbe. Vestari bólkurin er blivin til í rómversku jarnøld. Eystari bólkurin kann hava fingið sítt mál frá málinum í Gotlandi í 1. øld. Hetta ger Svøríki til upprunaliga heimlandið hjá Norðurgermanskum. Elsti varðveitti samanhangandi germanski teksturin er gotiska týðingin av nýggja testamenti eftir Ulfilas úr 4. øld. Gamlar niðurskriftir av vesturgermanskum eru á fornhágtýskum og anglosaksiskum í 9. øld. Norðurgermanskt er bara kent frá spjaddum rúnaristum sum frummnorrønt til tað mennist til fornnorrønt umleið 800. Longri rúnaristin eru varðveittar úr 8. og 9. øld. Longri tekstir við latínskum stavum eru varðveittir úr 12. øld (Íslendingabók), og nøkrum yrkingum so gamlar sum tíðliga í 9. øld.

Í umleið 10. øld eru málførini broytt so mikið nógv, at tey eru illa skillig sína millum. Málsliga sambandið millum noorðbúgvarnar ið settust niður í Danalóg í Onglandi við Anglosaksar setti spor í enskt mál. Hetta sambandið er mistonkt fyri at vera orsøk til samanfallið av gomlu ensku mállæruni, sum førdi til miðalenskt frá 12. øld.

Eysturgermansku málini mistu týdning frá endanum á fólkaflytingatíðini. Burgundar, Gotar og Vandálar gjørdust málsliga partur av grannum sínum umleið í 7. øld uttan krimiskt gotiskt, sum helt á til 18. øld.

Gjøgnum miðøld býttust vesturgermansku málini av oyggjamenningini av miðenskum á einari síðu, og øðrum germanska ljóðskiftinum á fastlandinum á hinari, sum førdi til hátýskt og lágtýskt við miðtýksum í miðuni.

Norðurgermansku málini vóru hinvegin enn meira sína millum skillig. Í stórum varðveittu tey førleikan at skilja hvønn annan til nýggja tíð.

Legg merki til at munur millum undirfamiljur av germanskum sjáldan neyvt eru ásettar.

Fleiri av orðunum niðanfyri hava skift týdning. Til dømis hevur orðið epli á føroyskum fingið annan týdning enn upprunin var, og nú verður nýggja føroyska orðið súrepli brúkt til gamla týdningin av epli. Harafturat líkist føroyska orðið kavi frá hinum málunum í talvuni.




#Article 223: Litava (194 words)


Litava (Litaviskt: Lietuva) er lýðveldi í Miðevropa. Litava hevur mark við Eystrasalt, Russland (Kaliningrad) og Lettland í norðri, Pólland í vestri, og Hvítarussland. Litava mørkini eru, kanska meiri enn onnur evropeisk, broytt óteljandi ferðir í søguni. Litava skilur seg á mangan hátt frá hinum báðum Baltalondunum. Meginparturin av fólkinum er litavar; í Estlandi og Lettlandi er rættiliga stórur partur av fólkinum tilfluttir russarar. Mesta fólkið býr eisini inni í landinum - har høvuðsstaðurin, Vilnius,  eisini er - og ikki við strendurnar. Triðja, sum víkur frá, er fruktagóða jørðin. Litava var fyrsta landið í fyrrverandi Sovjetsamveldinum, sum tók loysing, og síðan hevur Litava leita vestureftir. Litava er limur í bæði NATO, ES og ST. Litava gekk soleiðis á odda fyri at koma burturúr Sovjetsamveldinum, og tað kostaði eisini eitt hart stríð við stjórnina í Moskva, sum eisini royndi at brúka vald at steðga loysingarroyndini.

Litava er eitt land í vøkstri og við nógvum møguleikum, og landið hevur ment seg til at hava ein opnan marknaðarbúskap. Litava hevði ætlað at gerast partur av evra-samstarvinum í ES í 2007, men orsaka av ov høgari inflatión, sleppur Litava ikki við enn 

Landbúnaðurin hevur stóran týdning fyri litavska búskapin.




#Article 224: Sørvágur (948 words)


Sørvágur er ein bygd í Vágum, hon er inni á botni á Sørvágsfirði. Bygdin er í seinnu tíðini vaksin skjótt, og er nú millum tær størstu í oyggjunum. Har er bæði veðurgott og kyrt, og tað má sigast at vera heldur góð skipahavn. Fiskipláss er tað av teimum bestu. Innast á fjørðinum er ein avbera stórur sandur. 

Á sunnara síðu á Sørvágsfirði er Selvík, har var fyrst í seinastu øld hvalaveiðistøð. 

Í tveimum av bygdunum í Vágum hava útgrevstrar víst, at bygdirnar helst stava heilt afturi frá landnáminum. Bæði í Sandavági og í Sørvági eru toftir funnar av so gamlari búseting, at búsetingin verður hildin at vera minst 1000 ára gomul. 

Í fimmtiárunum, tá grivið varð út fyri nýggjum skúla í Sørvági, komu menn fram á hesa gomlu búseting. Dygst undir, har gamla fimleikahøllin varð bygd, vórðu leivdirnar av búseting funnar. Fornfrøðingar komu vestur og gróvu økið út og máldu, teknaðu og kortløgdu garðin. Fyri fleiri árum síðan varð forn búseting aftur funnin í kirkjugarðinum í Sørvági. Henda búseting er ikki kannað enn og tí verður heldur ikki grivið í hesum partinum av kirkjugarðinum. Henda búseting er við Hanusará eins og tann fyrra. Vit kunnu sostatt staðfesta, at fyrsta búseting í Sørvági hevur verið uttanfyri Kirkjuá, niðan við Hanusará. Seinni, helst einaferð millum 1200 og 1400, er so tað hent, at bygdin er flutt millum Kirkjuá og Stórá at vera. Í 1600-talinum vita vit rættuliga vist, at eingin búseting var uttanfyri Kirkjuá, so tá er bygdin flutt. 

Tá fyrstu kendu skrivligu keldurnar taka við í 1584, nevniliga jarðarbøkurnar, eru bert tríggir garðar í bygdini. Bøndurnir, ið eru nevndir við navni eru: Philipus Gregersen, Niels Andersen og Thommes Nielsen. Hesir báðir seinastu eru hildnir at vera feðgar. Ein uppsitari er til hvønn hagan í bygdini, Suðrtriðing, Norðurtriðing og Úttriðing. Hesi haganøvn eru sera gomul og síggja vit tey stundum í tingbókunum frá fyrst í 1600 árunum og fram. Og tey eru helst eldri enn tað. Tað sýnist sum at bygdin er vaksin rættuliga nógv seinast í 1500-talinum, tí fyrst í 1600-talinum eru tey trý festini býtt sundur í átta festi. Sama uppbýtið av jørðini er líka fyrst í 1800-talinum, men hagarnir eru framvegis tríggir í tali. 

Aðalsættin Benkenstock í Noregi átti, helst frá byrjan í 1400-talinum og til 1660-árini, alla jørðina í Sørvági, allar 48 merkurnar. Um 1665 seldu tey sína jørð í Sørvági til ein dana, nevndur Severin Fohrman, hesin varð av føroyingum róptur Servin. Servin byrjaði longu í 1667 at selja jørðina aftur til føroyingar. Eftir hetta er meginparturin av jørðini í Sørvági ognarjørð. At ein eigari var til jørðina, og at hann ikki var føroyingur ger helst, at nærum eingin kongsjørð er í bygdini. Tann eina hálvmørkin, ið er kongs í Sørvági vita vit stavar frá 1729, tá ein maður nevndur Sunnivu Jógvan rýmdi av landinum uttan loyvi. Hansara jørð fór tá undir kong. 

Við jarðarbókini sum keldu kunnu vit ætlað, at fólkatalið í Sørvági í 1600-talinum ikki hevur verið stórt meira enn eini fimti fólk. Og tað er vaksi seint, tí í fyrstu veruligu fólkateljingini, ið er til skjals frá 1801, búgva í Sørvági bert 86 fólk, gott fimti ár seinni í 1855 búgva 163 fólk í Sørvági. Stóra boomið í fólkatalinum í Sørvági kemur eftir 1856 við fríhandlinum og nógv økta útróðrinum, ið harav stóðst. So fyri Sørvág hevði henda lóg sera stóra ávirkan, má sigast. Í dag búgva út við 1000 fólk í Sørvági og lítla bygdin, ið stóð millum áirnar báðar Kirkjuá og Stórá fyri gott hundrað árum síðan er langt síðan farin upp um allar áarbakkar, og breiðir seg nú langt suður um og vestur um gamla bøin og út í tað, sum fyri bert fáum árum síðan var hagi. 

Um ár 1900 vóru átta reiðarar og fiskakeyparar í Sørvági, ið høvdu hvør sína brúgv úti á Bakka og egnar og aðrar bátar, ið avreiddu til teirra. Einstaklingar og menn við stórum familjum fluttu til bygdina í hópatali at lívbjarga sær sum útróðrarmenn. Úti á Stongum vóru 6 fiskastykki, úti í Geilini 1 og úti á Bakka 4. 

Fyrsta flakavirki í Føroyum sá dagsins ljós í Sørvági í 1953, og var tað tann framfýsni Dánjal Niclasen, stjóri í pf. N. Niclasen, sum læt hetta gera. Fyrstu árini varð skorið við hond, men í 1962 fekk flakavirkið í Sørvági ta fyrstu flakamaskinuna í landinum. Í 1993 var givið við flakavinnuni í Sørvági – seinni er virkið bygt um til at virka alilaks. Saltfiskavirkið, ið upprunaliga hoyrdi til flakavirkið, hevur mesta partin av tíðini framleitt saltfisk undir skiftandi eigarum. 

Kirkjan í Sørvági er bygd í 1886, men kirkjur vóru undan henni, tann fyrsta stavar helst frá siðaskiftinum um 1583. Áðrenn siðaskifti sigst at eingin kirkja var men eitt bønhús og passar hetta helst, tá hugsa verður um lága fólkatalið, ið var tá. Bønhúsið stóð har koyrivegur nú er niðan gjøgnum bygdina, áleið har Útistova stóð, og niðanfyri bønhúsið var gravstað. Í 1920-unum, tá ein renna varð grivin oman gjøgnum bygdina, varð komi fram á henda gravstað.

Frá u.l. 1832 var skúli hildin í Sørvági, men fyrstu mongu árini mátti skúlin halda til í leigaðum hølum. Frá 1854 til 1880 var eingin skúlagongd men bert heimaundirvísing. Í 1880 verður aftur lærari settur og helt hann skúla í leigaðari stovu í húsunum hjá Stoffa rópt. Fyrsti skúlin í Sørvági varð bygdur í 1887. Í 1957 var eldri parturin av núverandi skúla bygdur, gamla fimleikahøllin er frá 1959 og sunnasti parturin av eldra skúlanum varð bygdur í 1961. Nýggi parturin av skúlanum, tann niðari, og nýggja fimleikahøllin, vórðu bygd í 1989. Gamli svimjihylur við Bonursahyl varð bygdur summarið 1930 til svimjiundirvísing. Innandura svimjihylurin varð bygdur í 1974, beint við skúlan og varð tann gamli tá niðurlagdur.




#Article 225: Grikkaland (1926 words)


Grikkaland (grikskt: Ελλάδα ella Ελλάς) er lýðveldi í landsynningshorninum av Evropa. Høvuðsstaðurin er Athen, sum eisini er størsti býur. Í ein útnyrðing hevur Grikkaland mark við Albania, í norðri við Bulgaria, í landnyrðing við Lýðveldið Makedónia og í eystri við Turkaland. Landið hevur umleið 10 mió. íbúgvar og høvuðsmálið er grikskt (nýgrikskt). Grikkaland er limur í ES. Í nýggjari tíð stóðu grikkar undir turkum í 400 ár, til landið, við hjálp uttaneftir, vann sær frælsi í 1832. Frælsiskríggið byrjaði í 1821, landið skuldi viðurkennast í 1830 við London-avtaluni, men orsakað av juli-kollveltingini í Fraklandi, varð skjalið frá 1830 ikki fullført. Altjóða viðurkenningin av Grikkalandi sum fræls tjóð kom í 1832. Ikki fyrr enn í 1947 fingu grikkar syðru Sporaduoyggjar (Dodekanes) aftur frá Italia. 

Eftir at Mykene-mentanin fór til grundar um 1100 f.Kr., gekk aftur á í Grikkalandi, og landið syndraðist í fleiri býarríki, sum mangan lógu í kríggi. Størst og sterkast var hernaðarveldið Sparta, men Athen gjørdist handils- og mentanarmiðdepil. Fólkatalið vaks, og um 700 f.Kr. vóru býarríkini so fjølbygd, at fólk fluttu og búsettu seg fram við Miðjarðarhavið og Svartahavið. Í seinnu helvt av 500- árunum f.Kr. hótti nýggja persiska stórveldið grikkar, og tað hevði við sær, at griksku býarríkini eitt skifti stúta saman ímóti stóra fíggjindanum fyri eystan. Hóast hesar trupulleikar skapaðu grikkar eina blómandi mentan og høvdu eitt stýrislag, sum hevur verið hámett og havt ávrikan á allan heimin alt at okkara døgum. 

Um 600 f.Kr. stýrdi stórmannastætt, nevnd aristokratar, Athen. Summir valdsharrar vóru harðrendir, nevndir tyrannar. Um 590 f.Kr. setti valdsharrin Solon lóg í gildi; hon hav smámanninum rætt til at eiga jørð og hava fullan ríkisborgararætt. Men fólkið kravdi meiri frælsi og at fáa ávirkan á landsins stýri, og í 508 f.Kr. varð fólkaræði sett í gildi. Nú kundi fólkið í Athen sjálvt velga sínar tingmenn. Konufólk, trælir og frælsir menn, sum ikki høvdu ríkisborgararætt, høvdu ikki valrætt. 

Ár 447 f.Kr. tók hægsti athenski tingmaðurin Perikles stig til at byggja templið Parthenon á einum heyggi, sum æt Akropolis. Templið varð vígt vísdómsgudinnuni Athenu og skuldi eisini fagna Athen, sum stóð á odda fyri grikkum í stríðum við persar. 

Frælsa grikska býarlívið varð góður gróðrarbotnur fyri list, bókmentum og vísindaligari hugsan, og Grikkaland fostraði mangar mætar heimspekingar. Demokrit úr Abderra (um 460-370 f.Kr.) var helst fyrsti maður, sum segði, at øll evni eru úr ersmáum óbýtiligum bitlum, sum hann kallaði atom. Sokrates úr Athen (470-399 f.Kr.) bygdi sína hugsan á, at tú skuldi kenna teg sjálvan, og dugdi frágera væl at seta spurningar um ætlanina við tilveruni. Næmingur hansara Platon (427-347 f.Kr.) og aftur næmingur Platons Aristoteles (384-322 f.Kr.) hava havt stóran týdning fyri alla evropeiska heimspeki. 

Í 8. øld tóku grikkar land helst fram við Miðjarhavinum og Svartahavinum. Niðursetumenninir bóru griksku heimamentanina við sær og stýrdu sínum býarríkjum eftir somu lógum sum í Grikkalandi. Niðursetulondini fingu í fyrstuni hjálp heimanífrá, men sum frá leið funnu tey sær egnar marknaðir og bygdu upp á Sicilia, gjørdust mætir handilsbýir. Summir býir vóru ovurríkir. Sagt var, at fólkið í Sýbris í Suðuritalia svav í song úr rósubløðum. 

Grikkaland var ikki stórt land, so hjálondini (t.d. partur av Frakland, Spania, Italia, Egyptaland og Kýpros) vóru bygd, har jørðin var fruktagóð, og havnaviðurskiftini vóru góð. Sýrakus á Sicilia var bygdur um 730 f.Kr. og Býsans við Bosporus um 650 f.Kr. 

Grikkar vóru ógvuliga áhugaðir í ítrótti og fimleiki. Best umtóktir vóru olympisku leikirnir, sum fjórða hvørt ár vóru í Olympia, høvuðsgudinum Zeusi til heiðurs. Kappast var í diskoskasti og spjótkasti, lopi, glíming og kapprenning. Ítróttareglurnar vóru strangar, og tann, ið ikki helt tær, var revsaður harðliga. 

Grikkar vóru gudrøknir, og templini í gamla Grikkalandi vóru stórbær og vøkur. Undurfagrar høggmyndir og standmyndir prýddu templini, og mong teirra eru til enn. Grikskir myndhøggarar vóru sannir meistarar at høgga út mannakroppin, og teir hava havt stóran ávirkan á høggmyndalistina. Kappkoyring í stríðsvogni, gudunum til heiðurs, var mangan á einum leikvølli tætt við Delfi. Vognstýrarin stendur enn og heldur í teymarnar, hóast hestarnir langt síðan eru burtur. 

Um 1800 høvdu grikkar verið undir osmanniskum yvirvaldi í næstan 400 ár. Seinna helming í 18. øld høvdu teir havt stóra inntøku av handli, helst við Russland, og nú vildu teir hava sjálvræði. Við frælsishugsanini úr fronsku kollveltingini sum fyridømi stovnaðu grikkar loyniligan felgasskap, sum skuldi arbeiða fyri frælsi. Í 1821 var tvær reisur uppreistur. Fyrri miseydnaðist, men annar eydnaðist betur, og í 1824 megnaði sultánurin í Istanbul ikki at berja uppreisturin niður. Hann bað Muhammed Ali, varakong í Egyptalandi, hjálpa sær. Ali sendi ein her til Grikkalands og vann nakrar sigrar. Tað loypti hvøkk á londini í Evropa. Í 1826 samdust Bretland og Russland um at bjóða turkum av í kríggj, Frakland fór upp í hesa samgongu árið eftir. Í felagi beindu tey fyri turkiska og egyptiska flotanum í Navarinovíkini í 1827. Árið eftir lupu russar á turkar og vunnu fleiri sigrar. Friðurin í Adrianopel í 1829 fekk enda á krígnum. Londini, sum vunnu, gjørdu av at geva Grikkalandi frælsi, Otto av Bayern gjørdist kongur.

Síðan 2010 hevur ein sera álvarsom fíggjarkreppa herjað í Grikkalandi, og tað hevur ført til stórt arbeiðsloysi, fólkafráflyting og fátækradømi. Í februar 2014 sást tó ein glotti fyri framman, tí tá tølini fyri 2013 vóru gjørd upp, vísti tað seg, at yvirskotið hjá Grikkalandi fyri 2013 bleiv góðar 11 milliardir krónur, sum er tríggjar ferðir tað, sum upprunaliga varð ætlað. Sparitiltøkini sóu út til at hava givið úrslit. 

Í 2015 var støðan aftur hættislig viðvíkjandi fíggjarstøðu Grikkalands. Eitt stórt lán skuldi rindast aftur í juli 2015, men tað megnaði landið ikki. Samráðingar vóru millum umboð fyri griksku stjórnina og Evorsonulondini. Fólk í Grikkalandi kendu seg ótrygg og fóru at taka allar pengar sínar úr bankunum. Tað førdi til at bankarnir vóru stongdir frá mánadegnum 29. juni 2015. Fólk fingu bert loyvi til at heva við korti úr sjálvtøkum og eitt loft var sett á, soleiðis at grikkar bert kundu heva nakrar fáar hundrað krónur um dagin. Orsøkin til at bankarnir vóru stongdir var fyri at fyribyrgja at bankarnir tømdist og at landið harvið fór á húsagang. Útlendsk ferðafólk, ið ferðast til Grikkalands, sluppu tó at heva sum vanligt, meðan tey vóru í landinum.

Vandið er fyri, at landið fer á húsagang, um ikki EU lænir landinum meira pening ella gevur lutvísa skuldarsanering. EU og grikski forsætismálaráðharrin Alexis Tsipras og fíggjarmálaráðharrin samráddust við leiðararnar av Evrolondunum um mánaðarskiftið juni-juli 2015. Evrolondini settu fram uppskot um strong sparitiltøk afturfyri at hjálpa Grikkalandi. Mitt í samráðingunum fór Tsipras aftur til Grikkalands, har hann útskrivaði fólkaatkvøðu um uppskotið frá Evrolondunum. Sjálvur mælti hann sínum landsmonnum til at siga oxi (úttalast ohsji og merkir nei á grikskum). Nógv fólk var í gøtunum í Athen og øðrum býum upp til valið og eftir valið. Fólkaatkvøðan varð hildin hin 5. juli 2015, og úrslitið gjørdist at 61,31% av teimum ið atkvøddu søgdu nei. Nógvir grikkar fegnaðust saman við Tsipras um úrslitið. Fleiri leiðarar úr Evrolondunum vóru illir um framferðarháttinum hjá grikkum. Samráðingarnar hildu fram og bankarnir vóru framvegis stongdir, tá ið komið var til mánadagin 13. juli, men tó vóru glottar at hóma. Forsetin í EU, Donald Tusk, boðaði frá á Twitter, at ein avtala við Grikkaland nú varð fingin uppá pláss eftir 17 tíma langar samráðingar. Eftir øllum at døma verða grikkar noyddir at góðtaka strong krøv afturfyri at fáa fíggjarliga hjálp frá EU.

Syðst á Balkan er Grikkaland, eitt av elstu og søguríkastu londunum í Evropa. Grikkaland er fjallaland og oyggjaland, har eru fleiri enn 2000 spjaddar oyggjar, og lítið er til av ráðevnum; helst nakrar av atvoldunum til, at Grikkaland er eitt tað fátakasta landið í ES. 

Grikkaland er allur suðurparturin av Balkanhálvoynni og eitt ótal av oyggjum í Jonarhavinum og Egearhavinum. Grikkaland er fjallaland við einstøkum breiðum dølum upp ímillum og onkrum stórum slættlendi. Av tí at landið er so bratt, er bert lítil partur av tí veltur. Meginparturin liggur sum beiti hjá seyði og geitum. 

Sunnan fyri fjallið Olympos, har teir gomlu griksku gudarnir búðu, er slættlendi, sum eitur Thessalia; har eru stórir bókaskógir, og har velta tey nógv korn. Men annars er tað mest frukt, grønmeti, vín og tubbak, sum tey dyrka. Á oyggjunum dyrka tey bæði olivintrø og víntrø, og tað er haðani vit fáa tær søtu korennurnar. Tey mongu og høgu fjøllini gera tað strævið at ferðast yvir land. Tí hava grikkar ferðast meira eftir sjónum enn yvir land. Fram við teirri griksku strondini eru nógvar góðar havnir inni á djúpum firðum. 

Í Grikkalandi, og serliga á oyggjunum, kann jørðin knappliga fara at skelva, so at fjøllini brotna og oyggjarnar klovna, og stórir býir javnast við jørðina. Í 1953 hendi ein sovorðin vanlukka á eini av oyggjunum, Kefalonia, í Jonarhavinum. Tá fóru eini 25 000 hús, og um 500 fólk doyðu. Tað vóru fýra jarðskjálvtar í august 1953 á Kefalonia og oyggunum har umleiðir, t.d. Zakynthos, Ithaka og Lefkada. Umleið 100 000 fólk fluttu burtur av oynni eftir hørðu jarðskjálvtarnar og bert 25.000 fólk búðu eftir á oynni og stríddust við at endurbyggja oynna. Tað var serliga suðursíðan á Kefalonia sum var hart rakt av jarðskjálvtanum, oyggin reisti seg umleið 60 metrar úr havinum. Árið eftir mistu 20 000 fólk hús og heim. 

Oyggin Santorini, sum eisini verður nevnd Thyra, er av vulkanskum uppruna. Har er svartur sandur og sera brøtt berg.

Ólógligi fólkastreymurin inn í ES gjøgnum Grikkaland er vaksin nógv í 2012. Grikkaland er vorðið bakdyrnar inn í Evropa hjá ólógligum innflytarum. Í hópatali koma fólk úr Miðeystri og heilt úr Pakistan til Turkalands, haðani tey koma víðari inn í Grikkaland og harvið ES  Eftir at demokrati aftur valdaði gekk framá búskaparliga í nøkur ár, serliga tí at stóri handilsflotin og nógva ferðamannavinnan veittu landinum stóra inntøku. Í 2010-11 var landið í álvarsamari fíggjarligari kreppu og noyddist at fáa hjálp frá hinum londunum í ES. Grikkaland fekk ein hjálparpakka frá ES á 109 milliardir rvro, tað svarar til 812 milliardir krónur. Serfrøðingar mettu eftir at hjálparpakkin var latin, at nú fór at ganga framá aftur í Grikkalandi við búskapinum. ES setti tó strong krøv til griksku stjórnina áðrenn hesin hjálparpakkin var latin. Stór ónøgd var millum grikkar og mótmælisgongur vóru ofta í Athen og øðrum stórum býum. 

Fleiri enn 8 mió. ferðafólk fara til Grikkalands á hvørjum ári at njóta lívið á vøkru, veðurgóðu oyggjunum í Egearahavinum ella tí Jóniska Havninum og at síggja mongu fornminnini. Grikkar sjálvir ferðast eisini nógv í egnum landið, serliga frá meginlandinum til oyggjarnar. Túsundtals grikkar starvast í ferðavinnuni, til dømis í gistingarhúsum, í handlum, á matstovum og sum bilførarar, ferðaleiðarar og annað. Ferðavinnan hevur ovurstóran týdning fyri grikska búskapin. Griksku myndugleikarnir lata ferðavinnuni stuðul til útbyggingar. Í summum oyggjum hevur vinnan ment seg so skjótt, at trupulleikar hava staðist av tí, til dømis vatnrot. Seinastu árini hevur afturgongd verið í griksku ferðavinnuni, tí at fólk fara hagar, bíligari er at ferðast. Undir fíggjarkreppuni í 2011-12 har grikska stjórnin varð noydd til at seta stórar sparingar í verk, gekk tað nógv út yvir ferðavinnuna, fleiri gistingarhús standa tóm á hásumri, sum plagdu hava úr at gera. Serfrøðingar meta tó, at ferðavinnan fer at vaksa aftur einaferð seinni.

Flestu ferðafólk, ið koma til Grikkalands eru evropearar, men hagar koma eisini mangir amerikanar og avstraliar. 

Mesti flutningur í Grikkalandi er enn sjóvegis. Stórur farmaflutningsfloti flytur neyðsynjarvørur og lidnar ídnaðarvørur ímillum oyggjarnar og meginlandið, og tíðliga og seint sigla ferjur við akførum, grikkum og ferðafólki. Grikkar hava leingi havt mong skip í altjóða farmasigling, og grikski handilsflotin er nú tann størsti í heiminum. Inn- og útflutningurin av vørum skift á ávikavist upprunaland og nýtsluland fyri 2008, sær soleiðis út sambært : 




#Article 226: Kramfors kommuna (109 words)


Kramfors kommuna (svenskt: Kramfors kommun), er ein kommuna í Västernorrlands län í Svøríki. Kramfors kommuna hevur umleið 18 433 íbúgvar (2014).

Svenska hagtalsstovan nýtir orðið tätort um eina bygd við í minsta lagi 200 íbúgvum, har tað í mesta lagi eru 200 metrar millum húsini og har parturin av frítíðarhúsum er minni enn 50 %.
Tað eru tólv bygdir (tätorter) í Kramfors kommunu:

Svenska hagtalsstovan nýtir orðið småort um eina bygd við 50–199 íbúgvum, har tað í mesta lagi eru 150 metrar millum húsini. Ein småort kann tó hava yvir 200 íbúgvar, um parturin av summarhúsum fer upp um 50 %. Tað eru trettan bygdir (småorter) í Kramfors kommunu:




#Article 227: Albania (300 words)


Albania (albanskt: Republika e Shqipërisë) ella Lýðveldið Albania er eitt lýðveldi í Suðurevropa. Høvuðsstaður er Tirana, og londinum hevur umleið 2,8 millionar íbúgvar. Albania hevur mark við 4 lond: Í norðri hevur Albania mark við Montenegro, í eystri við Kosovo og Makedónia, og í suðri við Grikkaland. Høvuðsmálið er albanskt. Stórur partur av Albania er fjallalendi.

Í øldir stóð landið undir Osmannaríkinum, og tá ið turkar fóru haðan í 1913, var Albania illa fyri á øllum økjum; har vóru hvørki vegir ella jarnbreytir, og ídnaður var eingin. Næstan alla 20. øld hevur Albania verið fasistisk kongsveldi og kommunistisk einaræðisland. Í 1991 vóru fræls val. Albanar stríðast nú við at umskipa búskapin og menna landið. 

Frá 1944 til 1985 stýrdi kommunistiski einaræðisharrin, Enver Hoxha (16. oktober 1908 – 11. apríl 1985), Albania. Meðan hann stýrdi, varð landið fullkomiliga avbyrgt frá hinum londunum í Evropa. Markið til gamla Jugoslavia og Grikkalands varð stongt, og eisini varð alt samband við Italia bannað. Eftir 1960 hevði Albania bara handilssamband við Kina, og allur flutningur skuldi bara fara um teir báðar havnabýirnar Durres og Vlore. Kommunistarnir mentu stálídnaðin, men lótu landbúnaðin liggja á láni og gjørdu annars einki at menna landið.

Ættin ella húskið hava nógv at týða í Albania, og bara fá ár eru síðan, at myndugleikarnir eggjaðu hjúnum at eiga mong børn. Frá barnsbeini verða albanar lærdir at verða orðhaldnir, á albanskum besa. Stendur maður ikki við sítt orð, til dømis í einari handilsavtalu, er tað stór skomm.

Albania er ímillum allar fátækastu lond í Evropa. Lítið arbeiði er í Albania, og lønin er lág. Um triðingurin av fólkinum arbeiðir í landbúnaðinum, hin triðingurin arbeiðir í ídnaðinum og tænastuvinnuni. Seinastu árini eru mangir albanar farnir til Grikkalands og Italia at arbeiða.

Meginparturin av landinum er fjallalandi og einans nýtiligt sum geitar- ella seyðabeiti. 




#Article 228: Ungarn (581 words)


Ungarn, fyrr Húnaland, (ungarskt: Magyarország) er lýðveldi í Miðevropa. Í vestri hevur Ungarn mark við Eysturríki, í norðri við Slovakia, í eystri við Ukreina og Rumenia og í suðri við Serbia, Kroatia og Slovenia. Høvuðsstaðurin er Budapest. Kommunistarnir tóku ræðið eftir annan heimsbardaga, og teir bardu eirindaleyst niður ein uppreistur í 1956. Nú er fólkaræði. 

Í 895 var ungarskt landnám. Í 10. øld taka ungarar við kristindóminum. Frá 1945 til 1989 var Ungarn kommunistiskt. 1. mai 2004 gjørdist Ungarn limur í ES. 

Annar veraldarbardagi fór illa við Sovjetsamveldinum, tað misti ógvuliga nógv fólk, og allur vestari partur lá í sorli. Sovjetisku ríkisovastarnir vórðu altráðir eftir at fáa ræðið yvir Eysturevropa, tí at teir óttaðust fyri nýggjum álopum vestaneftir, og tí at ríkinum tørvaði at endurreisa ídnaðin. Við ávikavist politiskum trýsti og hermegi grundaðu teir fólkalýðveldi og settu fólk at stýra, sum tóku undir við sovjetiska stýrinum í Moskva. Í 1956 kravdu bæði Ungarn og Pólland sjálvræði. Í Póllandi eydnaðist at fáa tamarhald á viðurskiftunum við hernaðarhóttanum og lyftum um størri frælsi, men í Ungarn setti fólkið seg upp ímóti kommunismuni. 4. november 1956 tóku sovjetiskar herdeildir seg inn í Budapest og bardu uppreisturin niður við harðari hond. USA og NATO-londini fordømdu atgerðina, men løgdu ikki uppí. 

Meginparturin av Ungarn er stórur, fláur og fruktagóður slætti, nevndur puszta, men í vestara og norðara parti í landinum eru heyggjalendi og lág fjøll. Ungarn er syðsta landið í Miðevropa. Vestan fyri Donau ganga kortini høgir ryggir gjøgnum landið, men eystan fyri ánna er heilt slætt. Av tí landið er so slætt, renna áirnar ógvuliga makar og krókutar. Í móruni fram við áarbakkunum vaksa heilir skógir av sevi, og har er eitt útvalt tilhaldspláss hjá ymsum fuglasløgum. Tisza, sum kemur úr Karpatarfjøllunum, førir nógv vatn við sær um várarnar, tá ið kavin tiðnar har norðuri, og ikki var tað sjáldan, at hon leyp; nú hava teir gjørt byrgingar til at forða fyri hesum. Summastaðni hava teir eisini grivið gryvjur frá henni, so teir fáa veitt vatn á bøin um summarið. Landið er langt frá stórhøvunum, og summarið verður tí heitt og turt, men veturin kaldur. Fyrr var at kalla alt landið ein grasfløta - pusztain - men nú er fløtan undanvelt, og har er eitt tað besta kornlendið í Evropa. Eystasti parturin av fløtuni liggur kortini enn, sum hann lá, og har ganga stór neyta- og seyðafylgir. Vestast í landinum eru einstakir skógir, og nú eru teir farnir at seta nøgd av trøum niður í eystara parti eisini, mest fyri at hava tey sum skjólgarðar.

Tjóðarrættur í Ungarn er gulasj, ein kendur grýturættur við neytakjøti og grønmeti, sum eisini verður sopin sum tjúkk súpan. Sterk, reyð piparfrukt, nevnd paprika, gevur rættinum sín sterka, eyðkenda smakk. Aðrar máltíðir, sum liggja leingi á, eru karpa í paprikasós, livurpostei lagt í deiggi og glóðsteikt kjøtsneis við paprika.

Sum í hinum londunum í Miðevropa verður nógv korn velt. Bøndurnir dyrka eisini sólblómur, frukt, grønmeti og oljuber, fikur og vínber - ungarar gera nógv vín. Skiftið frá kommunistiskum búskapi til kapitalistiskan hevur verið trupult. Ídnaðurin í Ungarn er fjølbroyttur, og teir gera metal, evnafrøðievni, akfør, klæði, amboð og ravmagnslutir. Eftir stjórnarskiftið í 1990 legði landið búskapin um til marknaðarbúskap. Mangar fyritøkur eru komnar á privatar hendur, og á summum økjum í ídnaðinum hevur verið afturgongd. Ungarska fólkið er væl útbúgvið, helst í gransking, tøkni og maskinframleiðslu, og tað hevur við sær, at útlendingar seta meiri pening í vinnulív í Ungarn enn í nøkrum øðrum landi í Miðevropa. 

Høvuðsmálið er ungarskt. 




#Article 229: Argir (182 words)


Argir er ein býur í Føroyum sunnanfyri fyri høvuðsstaðin Tórshavn í Suðurstreymoy. Navnið kemur frá navnorðinum ærgi. Eitt ærgi er eitt summarbit til neyt í haga, har fólk eisini vórðu hildin til. Av tí sama hava málfrøðingar skotið upp at nýnevna býin Ærgir.

Argir hevur verið partur av Tórshavnar kommunu síðani 1997, tá Argja kommuna legði saman við Havnina.

Fólkatalið var 2,006 í 2015. 

Í jarðarbókini frá 1584, ið skrivað er á donskum, verður bygdarnavnið stavað Arge. Elsta navnið, ið tingbøkurnar hava, er frá 1616, har verður navnið stavað: Argie. Schrøter, prestur, og N. Andersen, sorinskrivari, hava ikki dugað føroyskt mál, og tí hevði bygdin danskt navn. Seinni fekk bygdin navnið Argir.

Í 1935 kom hitt fyrsta samkomuhúsið av sínum slagi í bygdini. Hetta var Hebron, sum fólk hiðani úr Brøðrasamkomuni lótu byggja. Henda samkoma hevur líka til henda dag havt kristiligar fundir, bíbliutímar og sunnudagsskúla, fyrst í gamla Hebron, so bygdu tey eitt nýtt í hús 1993.

Tá skúlin var bygdur í 1952, opnaðist eisini fyri kristiligum fundum í skúlastovuni.

Fótbóltsliðið AB (Argja Bóltfelag) og róðrarfelagið Argja Róðrarfelag húsast á Argjum.




#Article 230: Hoyvík (241 words)


Hoyvík er ein bygd i Tórshavnar kommunu í Streymoynni, Umleið 4.300 fólk búgva í Hoyvík. 

Hoyvík hevur ongantíð verið stór bygd. Til 1800 var bert ein garður. Seinri varð hann býttur sundur í tveir garðar. Fyrstu húsini uttan fyri sjálvan garðin vórðu bygd í 1835. Frá fyrst í 1920-árunum var landbúnaðarroyndarstøð í Hoyvík, til húsini og økið vórðu latin Føroya Fornminnissavni. Gomlu húsini og bøurin verða skipað sum útisavn.

Hoyvík legði saman við Tórshavnar kommunu í 1978, og stór útstykkingarætlan varð gjørd fyri alt tað økið, sum fyrr var hagi. Har hevur mikil og fjølbroytt sethúsabygging verið seinastu árini við øllum tí, sum hoyrir einum so stórum býarparti til. Skúli er, og ein enn størri verður nú bygdur, og ætlandi skal fyrsti partur standa liðugur á sumri 2008. Eisini er nýggj, stásilig ítróttarhøll bygd í Hoyvík fyri fáum árum síðan. Fleiri størri handils- og ídnaðarfyrtøkur halda til í Hoyvík. Teirra millum er einasta mjólkavirkið í Føroyum, MBM.
Nýggj kirkja verður í løtuni bygd í Hoyvík, og fleiri fríkirkjur og samkomur hava bygt samkomuhús.

Hoyvík er við at menna seg til at gerast ein býur í býnum. Bygt verður í stórum í Hoyvíkshaganum. Hetta setur skjøtil á ein nýggjan býling í Hoyvíkshaganum, og tá ið Karlamagnusarbreyt um ikki so langa tíð fer at knýta hetta handilsøkið við kirkjutorgið, sum verður gjørt í sambandi við nýggju Hoyvíkar Kirkju, hevur kommunan skapt tær rammur, ið neyðugar eru fyri býarvøkstri í hesum partinum av býnum. 




#Article 231: Hvítanes (201 words)


Hvítanes er ein niðursetubygd á eystursíðuni á Streymoynni sunnanfyri Kaldbaksfjørð og út móti Tangafirði. Ein orsøkin til at fólk settust her, var til at bøta um sam­band­ið millum Eyst­ur­oynna og Streym­oynna.  Um 96 fólk búgva á Hvítanesi. Hvítanes er niðursetubygd frá 1830unum. Niðursetumenninir komu flestir úr Kollafirði. Henda búseting er í skaldsøgusniði lýst í skaldsøguni Hvørt við sínar náðir eftir D. P. Danielsen. Tað var Pløyen, amtmaður, sum í 1837 gav nøkrum monnum møguleika at gerast niðursetumenn á Hvítanesi. Fólk hevði ikki búð har áður, men í fleiri førum høvdu menn áleiðis av Skálafjørðinum til Havnar sett upp her. 

Hvítanes er brimpláss, og tí hevur mangan verið trupult at koma á land. Niðursetufólkini fingu fyrst jørðina til leigu og seinri til keyps, og bygdin vaks. Hagi var eingin til bygdina, tí varð stórt arbeiði lagt í bøin, sum saman við útróðrinum var teirra livibreyð. Eftir at vegur kom millum Havnina og Hvítanes, og býurin er vaksin norðureftir við miklari ferð, er nærum samanbygt, og flestu hvítanesfólk arbeiða í Havn. Hvítanes hevur síðan kommunuvalið 1980 verið partur av Tórshavnar kommunu. Hvítanes er partur av Tórshavnar kommunu, men hóast tað er Hvítanes enn ein bygd við sínum eyðkennum, sum hvítanesfólk framvegis vilja varðveita. 




#Article 232: Kaldbak (161 words)


Kaldbak er ein bygd í Streymoy. Umleið 218 fólk búgva í Kaldbak. Kaldbak lá leingi avbyrgd frá øðrum bygdum. Skuldi ikki gangast inn í Fjørð, var bert sjóvegis samband, til 1980, tá ið vegasamband fekst við Havnina. Hetta var trý ár eftir tað, at Kaldbak gjørdist partur av høvuðsstaðarkommununi. Við góða sambandinum við umheimin mentist bygdin. Fleiri grundstykki vórðu fingin til vega í nýggjum býlingi. Gamli skúlin er umvældur og útbygdur, og somuleiðis hava kaldbaksfólk fingið dagstovn. Nýggj útstykking er í løtuni ávegis í Kaldbkak. 

Kaldbaksmenn vóru millum teir fyrstu í Føroyum, sum fóru at ala síl og laks, og síðani hevur alivirksemið, alt eftir hvussu alivinnan hevur verið fyri, verið stórt á firðinum. Fiskasølufyritøkan Farex rekur eitt fiskavirki í Kaldbak. À virkinum arbeiða dagliga eini 10 - 12 fólk, sum framleiða gourmetvørur til matstovur. Nógv tann størsti parturin fer til útflutnings, men føroyskar matstovur keypa eisini nakað av framleisluni. Saman við Kaldbak kom Sund upp í Tórshavnar kommunu í 1977. 




#Article 233: Kaldbaksbotnur (165 words)


Kaldbaksbotnur er ein bygd í Streymoynni, partur av Tórshavnar kommuna. Í Kaldbaksbotni búgva 7 fólk. Innast í botninum á Kaldbaksfirði er niðursetubygdin Kaldbaksbotnur, sum við sínum báðum bóndagørðum lá rættiliga avbyrgd, til vegurin í 1980 kom úr Havn inn í Kaldbaksbotn og út til Kaldbaks trý ár eftir, at Kaldbaksbotnur saman við Kaldbak og Sundi kom upp í høvuðsstaðarkommununa. Í 1992 kom berghol millum Kaldbaksbotn og Signabø, og er hetta nú høvuðsferðsluæðrin norðaneftir til Havnar. 

Oman fyri Kaldbaksbotn er Mjørkadalur, har NATO bygdi herstøð í 1960. Nakað oman fyri bygdina er eisini Mannafelsdalur. Søgnin sigur, at har brustu sunnan- og norðanfjørðsmenn saman í miklum bardaga av misnøgd um skattin, katólska kirkjan legði á fólk at fíggja Múrin í Kirkjubø. Tað sigst, at grasið í Mannafelsdali litaðist reytt av tí blóði, har fleyt í bardaganum, og tað sigst vera reytt enn av blóðinum. 

Á sandinum inni í Kaldbaksbotni er vanligt at síggja nógv fólk við tráðu um sumrarnar, tí har eru sjósíl og laksur at fáa. 




#Article 234: Kollafjørður (273 words)


Kollafjørður er djúpur fjørður á eystursíðuni á Streymoynni. Kollafjørður er eisini navnið á einari av bygdunum sum liggja við fjørðin. 
Á suðursíðuni á fjørðinum liggja bygdirnar Signabøur og inni móti fjarðarbotninum Oyrareingir. Á suðursíðuni eru hesi støð: Úti á Sperm, Suðuri í Bø, á Signabø. Markið millum Signabø og Oyrareingir er Tryggjaðaráin. So koma vit til Oyrareingir v.m.

Kollafjørður verður ofta róptur landsins longsta bygd. Av Signabø og norður í Sund eru 8,5 km. Tá er strekkið við Kollfjarðardalur av Hólmanum og fram á Hvilvt ikki íroknað. Hetta strekkið er 3 km. Fjørðurin sjálvur, sum bygdin ber navnið eftir, er 4,5 km innan av Hólma og út á Kjalnestanga. Kollafjørður er 51 merkur, sum svarar til 38 km2. Tær 50 merkurnar eru landsjørð, meðan bert tann eina er ogn. Hagin ber umleið 1500 seyðir. Bert tveir av bóndagørðunum hava mjólkneyt - eini 80 mjólkneyt tilsamans – á Oyrareingjum og frammi í Dal.

Á norðursíðuni liggur bygdin Kollafjørður. Norðan fyri Kjalnes út móti Tangafirði kallast bygdin Norðuri í Sundum. Kollafjørður verður roknaður upp í Norðurstreymoy, men hoyrir nú til Tórshavnar kommunu. Bygdin Kollafjørður er á norðaru síðu á Kollafirði. Hon var fyrr deild í fleiri býlingar, men er nú mestsum samanbygd. Nakrir av býlingunum eru: á Langasandi, við Kópastein, á Lygnnesi, í Líðini, við Sjógv, í Homrum, á Todnesi, á Miðgerði, á Kjalnesi og norðuri í Sundum.

Í Kollafirði er eitt ítróttarfelag, sum eitur KÍF, tað er stytting fyri Kollafjarðar Ítróttarfelag. KÍF íðkar hondbólt, flogbólt og kappróður.

Triðja hvørt ár er stevna við FM kappróðri í Kollafirði. Henda stevna verður nevnd Sundalagsstevna. Hinar bygdirnar, sum skiftast til at hasa Sundalagsstevnuna eru Hósvík og Hvalvík.




#Article 235: Norðradalur (192 words)


Norðradalur er ein bygd í Streymoy. Norðradalur hoyrir til Tórshavnar kommunu. Í dag búgva 15 fólk í Norðradali (2011) og húsini, sum fólk búgva í, eru seks í tali. Barnaskúlin í bygdini varð niðurlagdur fyri umleið 10 árum síðani, og ganga børnini tískil í skúla í Havn. Fyrr var Norðradalur ein av bygdunum í Tórshavnar uttanbíggja kommunu, saman við Hoyvík, Hvítanesi, Syðradali og Argjum. Í dag verður barnaskúlin í bygdini nýttur sum bygdar- og samkomuhús, har guðstænasta verður hildin einar fýra ferðir um árið. Samkomuhúsið verður eisini nýtt til ymiskt annað, eitt nú til brúdleyp, føðingardagar o.t. 

Norðradalur er gomul landbúnaðarbygd, har dentur varð lagdur á neytahald, seyðahald og flogfenaða. Í dag er eitt fjós í Norðradali við 50 neytum, harav eru 30 mjólkineyt, og eini 15 slaktineyt. Tveir seyðabøndur eru eisini í bygdini. Samanlagt hava teir umleið 600 seyðir. Hesir hava eisini nøkur slaktineyt. Í bygdini er eisini ein smoltstøð. Har arbeiða eini fimm til seks fólk og nakað meira, tá serliga nógv er at gera. Lendingarviðurskiftini í bygdini eru ikki av teimum bestu, og tí hevur Norðradalur ongantíð verið nøkur útróðrarbygd, men kortini eru tveir opnir bátar heimahoyrandi í bygdini. 




#Article 236: Sund (bygd) (105 words)


Sund er ein bygd í Streymoy, partur av Tórshavnar kommuna. Sund á syðru síðu á Kaldbaksfirði er gomul bóndabygd, har ongantíð hevur verið meira enn eitt festi. Tað var rættiliga stórt - 12 merkur. Tey umleið 20 fólkini, sum einaferð hava búð á garðinum á Sundi, hava livað av tí, jørðin hevur borið, men útróðurin hevur eisini verið eitt gott ískoyti. Landbúnaður er enn sum áður á Sundi, men eystan fyri bóndahúsini er nú stórt havnarlag, har bøur fyrr var, ætlað útflutningsvinnu og møguliga komandi oljuvinnu. Norðan fyri hevur SEV motorverk. Við havnarlagið er eisini eitt asfaltvirki.

Á sunnara síðu á Kaldbaksfirði er bóndabygdin Sund. 




#Article 237: Syðradalur, Streymoy (118 words)


Syðradalur, ið er vestantil á Streymoy, er umgirdur av høgum fjøllum. Bæði Norðradalur og Syðradalur eru á vestursíðuni á Streymoy. Bygdin hevur verið ógvuliga avbyrgd, til hon í 1982 fekk vegasamband við Velbastað. Til og úr bygdini slepst heldur ikki við báti, tí Syðradalur er av ringastu brimplássum. Syðradalur hevur síðani trúbótina verið festigarður hjá ymsum prestum í Suðurstreymoy og var tað líka til 1936, tá ið hendan skipan varð broytt. Seinasti, sum festi prestajørð í Syðradali, var Jákup Dahl, próvstur. Eftir hetta vórðu festini latin øðrum. Í Syðradali eru tvey festi. Annað hevur seyðahald, og hitt festið hevur, umframt seyðahald, eisini neytahald, og nógv er seinastu árini velt upp úr nýggjum, og gamal bøur er veltur aftur.




#Article 238: Velbastaður (129 words)


Velbastaður er gomul bóndabygd sunnarlaga á vestursíðuni á Streymoynni, millum Syðradal og Kirkjubø. Umleið 190 fólk búgva á Velbastað. Velbastaður er av elstu bygdum í Føroyum. Í bønum niðan fyri bygdina oman móti sjóvarmálanum eru lutir, sum ivaleyst stava frá miðøldini, funnir, og nakað norðanfyri, í Fossdali, eru toftir funnar, sum helst stava frá víkingaøld. 

Velbastaður hevur verið, og er framvegis, eyðkend landbúnaðarbygd. Har er eisini stórt eggvirki og sláturvirki til flogfenað í bygdini. Bygdin er í vøkstri, og tað sæst m.a. av, at skúlin verður munandi útbygdur, og nýggjur dagstovnur er bygdur. Livandi mentanin hevur sínar djúpu røtur á Velbastað, har tey longu í 1895 stovnaðu ungmannafelagið Sólarmagn, og hóast bygdin 1. januar í 2005 kastaði saman við Tórshavnar kommunu, verður stórur dentur lagdur á at varðveita bygdarumhvørvið.  




#Article 239: Ánirnar (222 words)


Ánirnar (ella Ánir) er ein bygd á Borðoynni millum Klaksvík og Strond. Í Ánunum kom bygd um leið 1840. Í 2009 vóru 15 nýmótans íbúðir bygdar í Ánunum. Bygdin er partur av Klaksvíkar kommunu og liggur 3 km norðanfyri Klaksvík. Norðhavnin er í Ánunum, havnin er alternativ havn hjá Norrønu og talið av ferðamannaskipum úr øðrum londum er vaksandi, tey leggja at við Norðhavnina og síðan kunnu ferðafólkini fara ein túr til Klaksvíkar ella onkra útferð. Tunnil er millum Ánir og Árnafjørð, hann var tikin í nýtslu í 1965 og er 1680 metrar langur. Vegurin sum kemur úr Klaksvík gjøgnum Ánirnar fer víðari norðureftir til byrgingina til Haraldssund á Kunoynni.

Fólkatalið var 16 í 2007, men í 2014 var talið komið upp á 55. Tríggjar bygdir í Føroyum eru vaksnar so nógv í 1994-2014, at fólkatalið er meira enn tvífaldað. Í einari teirra, er fólkatalið meira enn fimmfaldað. Bygdin, sum hevur havt nógv tann størsta vøksturin í fólkatali er Ánirnar, beint norðan fyri Klaksvík. Tað er har, sum eitt nýtt íbúðarøki varð bygt fyri nøkrum árum síðani við fleiri eins húsum við útsýni oman á nýggju bingjuhavnina í Norðoyggjum. 1. juli 1994 vóru 9 fólk skrásett at búgva í Ánunum sambært Hagstovuni. 1. juli í 2014 vóru íbúgvarnir í Ánunum 55 í tali. Ein vøkstur upp á 46, svarandi til 511 prosent.




#Article 240: Árnafjørður (161 words)


Árnafjørður hoyrir til Klaksvíkar kommunu. Í Árnafirði búgva 51 fólk. Í bygdini eru 26 hús. 22 hús eru í gamla partinum av bygdini og tey flestu av teimum eru gomul. Men í bygdini er eisini ein nýggj útstykking. Higartil eru fýra hús bygd í tí økinum. 
 
Í Árnafirði er kirkja, sum er bygd í 1936, skúli, ið er bygdur í 1904, minuhúsið við síni serligu søgu, og so er eisini ein sjógvalistøð og eitt lítið fiskiídnaðarvirki í bygdini. Har er bátahylur og fleiri opnir bátar, sum reka útróður og avreiða fiskin til flakavirkið í bygdini. 
 
Minuhúsið varð bygt undir krígnum. Av tí at húsini í Árnafirði standa so nær sjónum, var vandin fyri fólkaskaða stórur, um so var, at minur róku á land í bygdini. Tá ættin lá inneftir Víkini, fór øll bygdin niðan í minuhúsið at búgva. Har var stórur køkur, matarhøll og fleiri sovirúm við koyggjum. Tað kom eisini fyri at eitt barn varð borið í heim í minuhúsinum. 




#Article 241: Mikladalur (715 words)


Mikladalur er tann næststørsta, av teimum fýra bygdunum á Kallsoynni.  Skráin var rúgvismikil við tónleiki, dansi og sjónleiki. Stóra løtan var tá Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum avdúkaði standmyndina. Fólk í hópatali høvdu lagt leiðina í Kalsoynna, fyri at síggja Kópakonuna í Mikladali; tað vóru eini 2000 fólk við til hátíðardagin, ið var væl fyrireikaður við bussum, sum koyrdu millum Syðradal og Mikladal. Løtan byrjaði við, at Ingibjørg Hansen sang, meðan Rani Nolsøe spældi undir. Eivør Pálsdóttir sang og Maiken Hansen hevði ljóðleikin Kópakonan. Klaksvíkar Dansifelag kvað part av kópakvæðnum og Klaksvíkar Sjónleikarafelag vísti leikin um Kópakonuna. Kópakonan verður ein ferðafólkaattraktión, segði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður.

Søgnin um kópakonuna, gongur fyri seg í Mikladali, og man hon vera ein tann mest kendasøgnin í Føroyum. Fyrst sigur søgnin okkum, at kópar eru fólk, sum hava stoytt seg oman og hava forkomið sær í sjónum.  Tá ið mikladalsdrongurin sær kópagenturnar dansa á helluni, hugsar hann als ikki um, at hann ger seg inn á nakran, hann tekur sær tað, hann vil hava. Hann sær, at hon er vøkur, og tí vil hann hava hana heim við sær til hús, hon skal vera kona hansara. Søgnin sigur frá, hvussu hon gremur seg og bønar og biðir um at sleppa aftur í havið, men har hjálpir ongin bøn, hon noyðist heim við dronginum ellar rættari: “hon fylgir honum eftir húðini, ið hann bar við sær.” og húðin verður síðan læst niður í eina kistu, og lykilin hevur maðurin altíð hjá sær. Frælsishugurin er har framvegis í kópakonuni, tú fært næstan varhuga av, at hon hevur roynt at finna fyrsta møguleika fyri at sleppa leys, og tá tað so gerst veruleiki ein dag, er hon skjót at sleppa sær avstað, tó ansar hon væl eftir, at børnini, hon eigur saman við mikladalsmanninum, ikki skulu koma til skaða, meðan tey eru einsamøll. Hon noyðist tí at gera eitt ræðuligt val, skal hon verða verandi eftir hjá manni og børnum sum ófræls og í kærleiksloysi, ella skal hon fara aftur í havið, har hon í grundini hoyrir heima. Kenslukuldin hjá mikladalsmanninum kemur enn einaferð fram, tá menn skulu fara á látur at sláa kobbar, og kópakonan vísir seg fyri honum í dreymi og biðir hann ikki drepa brimilin, tí tað er maður hennara og biðir hann eira tveimum hvølpum, tí tað eru synir teirra.

Eitt gamalt orðatak livir enn frá teirri tíð, tá ið Páll fangi livdi.  Longu tá hevur tað ivaleyst verið gamalt. Meðan Páll sat fastur í Havn, hevði ein, ið nevndist Jákup Urni til arbeiðis at passa upp teir fastsettu. Strong vóru korini fyri ein slíkan fangapassara. Søgn er, at hann, ið av gáaloysi læt ein fanga sleppa burtur, skuldi verða lívleysur. Einaferð, ið Jákup Urni kom inn við mati til Páls, tók Páll nakað av matinum og koyrdi tað í fikku sína, og síðani tók hann við allari megi Jákup niður á báðar akslar, so Jákup small í gólvið. Síðani tók Páll til dyrs og niðan í hagan. So skjótt sum Jákup kom aftur fyri seg, skundaði hann sær at siga frá, hvussu vorðið var; hann tók tá til orða: Betri er lív at tróta enn leistrar. Maður fór tá av húsi at leita eftir Páli, sum nú var komin nakað niðan í hagan. Havnarbóndin beitti hundin eftir honum, tí í kapprenningini sýntist at dragna millum havnarmenn og Pál. Tá ið hundurin var komin tætt til Páls, tveitti Páll honum nakað av tí mati, hann hevði stungið til sín áður. Hundurin legðist at gnaga, og Páll kom undan í hesi syfti. Aðra ferð fekk bóndin beitt hund sín eftir Páli. Men Páll fekk hundin frá sær á sama hátt og slapp soleiðis hesa ferð bæði frá hundinum og havnarmonnum.

Pætur og Dósi - báðir húsamenn - ferðaðust ofta saman. Soleiðis verður sagt, at teir báðir einaferð vóru saman í Mikladali.  Dósi var leiddur av at bíða eftir felaga sínum og fór undan honum heimaftur. - Nú hetta verður sagt fyri Pæturi, svarar hann blídliga, at Dósi mundi nokk koma at bíða eftir honum kortini. Og hann skundaði sær ikki við at gera seg lidnan. - Tá ið hann umsíðir var liðugur við ørindi síni, fór hann til gongu. Komin niðan á Ennið, var Dósi har. Tað var honum ógjørligt at koma longri, hvussu hann enn royndi, áðrenn Pætur kom.




#Article 242: Janus Kamban (308 words)


Janus Kamban (føddur 10. september 1913 í Tórshavn, † 2. mai 2009 í Tórshavn) var ein føroyskur myndahøggari.

Janus Kamban stóð fyri nýbrotinum í føroyskari myndlist í 1930árunum. Eins og tey flestu føroysku myndlistafólkini av hesum ættarliði fór Janus til Keypmannahavnar, har hann árini 1932-35 og 1938-40 var næmingur á Kunstakademiets Billedhuggerskole hjá Ejnar Utzon-Frank professara. Eftir kríggið kom Janus aftur til Havnar, og her hevur hann síðani búð og virkað. Hann hevur av fullum huga tikið lut í menningini av myndlistini her á landi, og lagt rygg til mong tiltøk á hesum øki, millum annað sum nevndarlimur og formaður fyri Listafelag Føroya og leiðari fyri Listaskálan 1969-78. Yviri við Strond hevur hann sína rúmligu listaskemmu, haðani útsýnið er frítt yvir Nólsoyarfjørðin.

Janus Kamban telist ímillum Føroya fremstu listafólk. Í list hansara ræður tann einfaldi greiði formurin og monumental virðilig spekt. Í fleiri standmyndum er seyðurin myndevni - nevnast kann millum annað Tvílemba 1955 í Listasavni Føroya. Grindahvalurin verður eisini viðgjørdur - í figurbólkinum m.a. Bólkur 1986. Standmyndir Janusar príða almenn tún og bygningar víða um í Føroyum. Á listasavninum eru m.a. bringumyndir av Hans A. Djurhuus skaldi 1936 og Vensili 1951. Onnur høvuðsverk eru Móðurmálið 1948, úr føroyskum gróti, uttan fyri Landsbókasavnið í Havn, og Dansiringurin 1956, úr bronsu, í Føroya Banka. 

Í prentlist síni, serliga linoskurði, mangan í fleiri litum, er havið, sjófuglurin og lívið við strondina eitt høvuðs myndevni. Eingin hevur sum Janus megnað at lýsa tær fullfíggjaðu linjurnar í tí lætta og tó sterka og smidliga føroyska bátinum. Janus Kamban hevur fingið fleiri heiðursmerki fyri list sína, og tikið lut í óteljandi framsýningum av føroyskari list uttanlands. Í 1993 skipaði Listasavn Føroya fyri stórari afturlítandi framsýning av myndhøggaralist og prentlist hansara - nú hann fylti 80 ár. Í 1995 gav Listasavni út bók eftir Gunnari Hoydal, rithøvunda og ummælara, um lív og verk Janusar.




#Article 243: Trøllanes (124 words)


Trøllanes er ein bygd í Kalsoy. Trøllanes er tann norðasta av fýra bygdum á Kalsoynni og liggur væl vard millum Nestindar og Borgarin, sum er tað norðara fjallið av teimum báðum. Trøllanes er næstnorðasta bygd í Føroyum. Tann norðasta bygdin í Føroyum er Viðareiði, sum liggur á Viðoynni.

Frá Trøllanesi kanst tú ganga til vitan úti á Kallinum. Haðan kanst tú síggja norðastu Føroyar og hyggja út í havsbrúnna. Á Trøllanesi kanst tú eisini vitja Mikkjalssmiðju. Mikkjalssmiðja er í minsta lagi 200 ár – kanska 300 ár, so smiðjusiðvenjan hevur djúpar røtur í bygdini. Nakrir av bestu smiðunum í Føroyum upp ígjøgnum tíðina eru ættaðir av Trøllanesi og Mikladali, haðan fleiri mæt listafólk eisini eru ættað.

Heimsatlas, Føroya Skúlabókagrunnur, Tórshavn 1993, 2. upplag 1994.




#Article 244: Fuglafjørður (2647 words)


Fuglafjørður er ein býur og fjørður í Eysturoynni.

Fuglafjørður liggur við fjørðin við sama navni, og hildið verður, at upprunin til navnið er antin kallkynsnavnorðið fuglur ella mansnavnið Fugli. Tað løgna er, at býurin eingi fuglabjørg eigur, men fyrr átti nógvur skrápur í Føroyum, og hann átti uppi á sløttum í urðum og líðum. Kanska hevur serliga nógvur skrápur og heiðafuglur átt í haganum uttan um Fuglafjørð. Er upprunin hinvegin eitt mansnavn, kann man hugsa sær, at Fugli var ein av niðursetumonnunum í bygdini.

Í fjøruni á syðra armi á Fuglafirði er ein kelda, sum eitur Varmakelda. Vatnið, ið rennur úr henni, er eini 10 stig heitari enn í øðrum keldum. Tað hevur verið siður, at ungdómurin í grannabygdunum hittist her á jóansøku til dans og hugnaliga samveru. Gjøgnum tíðirnar eru mong giftarmál komin burtur úr hesum. Tá bygdastevnan Varmakelda er, hevur eisini verið fast at hava fólkafund og dans á staðnum, men í 2007 varð í staðin fólkafundur hildin uttan fyri Mentanarhúsið í bygdini. 

Í 1849 fluttu fólk úr Fuglafirði og settu seg niður á Hellunum, og í 1985 komu fyrstu húsini á Kambsdali, ið liggur 3 km sunnan fyri býin. Í dag búgva eini 200 fólk á Kambsdali. 

Fuglafjarðar kommuna og Eysturkommuna eiga og reka í felag Ítróttar- og Samkomuhøllina á Kambsdali.

Fuglafjørður er góð skipahavn, og tí er nógv virksemi har, ið hevur samband við fiskivinnuna, og mong skip hava havt heimstað á fjørðinum. Í 1964 var sildaverksmiðja sett á stovn, sum hevur ment seg nógv gjøgnum árini og er størsta arbeiðsplássið í býnum. 

Føroyar eru fiskivinnutjóð og í hesari vinnu fært tú allar tænastur í Fuglafirði.

Fuglafjarðar Bókasavn heldur til í hugnaligu hølunum á gamla skúlanum frá 1882, mitt í bygdini.

Fyri fáum árum síðani var eitt mentanarhús bygt í býnum, sum verður nógv nýtt til konsertir og onnur tiltøk.

Fuglafjørður er ein gomul bygd, og verður mett at stava frá áleið 950 - 1050, sum er mett útfrá fornfrøðiligum útgrevstri í árinum 1958.  Í útgrevstinum vóru funnin ein húsatoft við fjósi, og tá ið grivið var longur niður, komu fimm húsatoftir, sum vóru bygdar omaná hvørja aðra, har hvørt hús hevur verið avtofta eftir hvørt annað. Í 1965 var eisini ein útgrevstur á Kirkjuryggi, sum týddi á búseting við umleið somu datering. Tað er í hesum báðum útgrevstunum, at mett verður, at Fuglafjørður stavar frá víkingatíð.

Fuglafjørður er eisini nevndur í Hundabrævinum, sum er ein lóg frá áleið 1350-1400, har tað er staðfest, at Fuglafjørður hevði loyvi at hava tveir hundar, sum var galdandi fyri flestu bygdir tá. Eisini er Fuglafjørður nevndur í Brævið um Tingfaratoll (Skipan um Tingfaratoll), sum stavar frá áleið 1400. Burtursæð frá hesum báðum skjølunum, er onki skriva um Fuglafjørð fyrr enn eftir trúbótina í 1540.

Eins og aðrastaðni í Føroyum, hevur Fuglafjørður havt ónáðir av sjórænarum, sum rændu og drópu frá hond. Tá ið hetta stóð á, hildu Fuglfirðingar vakt á eingilskahúsi, og fjaldu seg uppi á Húsum, har ein húsaleivd enn stendur tann dag í dag.

Í 1781 vóru fýra kendir býlingar. Hesir vóru við Gjógvará, við Garð, í Toftum og á Áargarði. Miðskeiðis í 1800 talinum komu síðan býlingarnir í Trøðni, á Bakkanum og á Høvdanum. Í 1940unum komu býlingarnir Vestur á Horni, Í Rossagerði og í Fløtugerði. í 1960unum og 70unum komu býlingarnir á Bjarnafløtum, í Toftabønum og Norðuri í Bø. Allir hesir býlingarnir vóru samanvoksnir, burtursæð frá Vesturi á Horn, sum fyrst í 2000 og inn í 2010ini eisini bleiv ein samanvaksin partur av restini, tá ið seinasti parturin av bønum niðanfyri býlingin bleiv útstykkjaður.

Aftrat hesum býlingum, eru eisini Hellurnar, sum er niðursetubygd frá 1849 og Kambsdalur, sum somuleiðis eisini er niðursetubygd frá 1985.

Handilin niðri í Støð byrjaði í 1887, tá ið Sámal Petur Petersen (Gamli Sámal Petur) av Miðgerði í Kollafirði kom til Fuglafjørð at reka handilin og fyritøkuna S. P. Petersen. Handilin var í tí húsinum, sum vit í dag kenna sum Piddashandil. Í 1890unum hevð hann longu ognað sær fleiri fiskiskip og fiskastykkir, og í 1910 var virksemið økt somikið, at hann løt handilin útbyggja við einum goymslubygningi. Goymslubygningurin er tann parturin av Piddashandli, sum vit kenna sum Ribarhús, og sum fekk eyknevnið eftir einum av skipunum hjá S. P. Petersen. Í 1920unum gekst fyritøkuni verri, og sum Gamli Sámal Petur hevði hug at gevast, tók elsti sonurin Piddi (Hann æt eisini Sámal Petur) yvir virksemið. 

Í Fuglafirði, eins og í Klaksvík, hevur man havt sítt egna privata gjaldoyra um sama mundi. Í Fuglafirði var talan um pengar, knýttir at S. P. Petersen, meðan pengarnir í Klaksvík hoyrdu til J. F. Kjølbro. Annað gjaldoyra hevur eisini verið frammanundan í 1846, sum vóru pengar frá C. F. Simens. 

Í 1929 vóru pengar ein mangulvøra. Tað var ringt at fáa pengar frá bankunum og reiðaríð bíðaðu ofta leingi eftir útlendskum pengum. Haraftrat var tað eisini soleiðis í 1929, at arbeiðstakarar ofta keyptu vøru frá arbeiðsgevarunum. Hetta evldi til eina kreditskipan, har arbeiðstakarar kundu skriva uppá fyritøkuna, og soleiðis keypa, uttan at hava reiðan pening. Hendan skipanin virkaði soleiðis, at fyritøkan bókaði á einari konto, og arbeiðstakarin hevði eina kontrabók, soleiðis at bæði fyritøka og arbeiðari kundu bókføra keypini, til tá ið hesi skuldu gerast upp. Hendan loysnin riggaði tó ikki so væl sum ætla, tí stundum passaðu tølini ikki millum bókingarnar hjá fyritøkuni og bókingunum hjá fólkinum, og tað var m.a. av hesi orsøk, at fyritøkan S.P. Petersen fór undir at framleiða privatar pengar, sum kundu brúkast sum valuta í fyritøkuni og harvið avloysa kreditskipanina. 

Pengarnir vóru úr messing og framleiddir í Spania av einari fyritøku, sum gjørdi myntir til spæliautomatir. Teir vóru blankir á aðrari síðu, meðan tekstur var á hinari, og vóru í ymiskum støddum og skapum. Hetta var gjørt, fyri betri at kunna skyna mun á pengunum hjá gomlum, blindum og brúkarum annars.

Í 1933 vóru pengarnir burturbeindir av donskum mynduleikum, eftir kravi frá danska nationalbankanum.

Fuglafjørður er karmur um eitt ríkt mentanarlív. Søguliga hevur tað verið nógvur tónleikur í býnum, við kórtónleiki, hornorkestri, tónleikabólkum og nógvum tónaskaldum.

Í Piddashandli er heimavirki har fólk úr økinum lata inn handgjørda vøru, sum kann keypast í handlinum. Í sama bygningi er Gallarí Ribarhús, sum er ein listaskáli, har listaframsýningar stundum verða hildnar av bæði fólki úr bygdini og fólki aðrastaðni frá. Á Varmakeldu verður hvørt ár skipa fyri listaframsýning í skúlanum og í Gallarí Ribarhús.

Fuglafjarðar Kvøldskúli koyrir árið runt, og sum fevnir um áleið 50 ymisk kvøldskúlatilboð, sum borgarar kunnu melda seg til. 

Bindifestivalurin er eitt afturvendandi tiltak, sum snýr seg um binding. Á festivalinum eru fyrilestrar, pallborðsfundir, skipaðir gongutúrar, bindiverkstovur, hekliverkstovur, við meira. Festivalurin er kendur uttanlands og dregur árliga eina rúgvu av ferðafólki til Fuglafjørð.

Eisini er nógvur ítróttur í býnum, ið fevnir um kappróður, flogbólt, fótbólt, svimjing, badminton, skótar, bridge, dart og billiard.

Andaliga lívið hevur góð kor, og fevnir um fólkakirkjuna, Thabor og Siloa. Umframt at hava vanligu møtini og guðstænasturnar, verður javnan skipa fyri útimøti í bygdini og útiguðstænastu í miðstaðarlundini, niðanfyri kirkjuna.

Í býnum eru fleiri listaverk, sum fevna um eina standmynd av Victor Danielsen, ein minnisvarða fyri sjólatin, sum stendur í kirkjugarðinum, eitt listaverk, sum kallast Portrið til heimin, sum stendur av fimm standmyndum av Marmennlum o.ø. á grótkastinum sunnanfyri bátahylin og eitt listaverk av Frits Johannesen, sum prýðir niðaru síðu av Mentanarhúsinum, umframt fleiri smærri verk aðrastaðni á bygninginum. Í gamla svimjihylinum eru ymisk listaverk úr betongi, sum borgarar hava gjørt, og ein trappa er mála við ælabogalitum.

Fyrsti skúli í Fuglafirði var úti í Beiti við Garð, og kom eftir kommunulógina í 1872. Í 1882 var skúlin fluttur í gróthúsini á bugnum, har ið bókasavn og kunningarstova er í dag. Hesin skúlin hevði skúlastovu í øðrum endanum, og læraraíbúð í hinum endanum. í 1917 varð skúlin fluttur í Høgnahúsini, men var aftur í gróthúsinum í 1923, tá ið læraraíbúðin eisini bleiv gjørd til skúlastovu. 

Í 1936 varð nýggjur skúli bygdur á Skarðsryggi, og í 1966 varð hesin útbygdur við einum nýggjum tilbygningi, sum eisini hevði svimjihyl, serstovur og fimleikahøll. Síðan 1972 hevur eitt skúlasamband verið við Gøtu og Leirvíkar kommunu, har næmingar frá 8.-10. flokk ganga á skúla í Fuglafirði. 

Í 2005 varð nýggjur tilbygningur tikin í nýtslu, við nýggjari alis- og evnafrøðistovu, lívfrøðistovu, smíðstovu, smiðu og motorlærustovu, handarbeiðarstovu og bókasavni. Í 2019 varð skúlabygningurin frá 1936 niðurtikin, fyri at geva pláss fyri nýggjum skúla. Hesin skúlin hevur verið í gerð frá 2019 til 2020, og verður væntandi tikin í nýtslu í 2021. 

Fuglafjarðar Skúli hýsir hvørt ár einum stórum kvøldskúla, við nógvum kvøldskúlatilboðum. Eisini heldur musikskúlin til í skúlanum.  

Í Fuglafirði sigst at hava staðið 5 kirkjur. Tann elsta kirkjan hevur staðið á Kirkjuryggi, har húsatoftir, fjalar og beinagrindir eru funnar í samband við vegabygging norður á Ennið. Sambært søgnini skal kirkja hava staðið har, sum staðarnavnið eisini ber brá av. Søgnin sigur, at hendan kirkjan varð tikin av einum skriðulopi. Skrivligt tilfar finst ikki um kirkjuna, men søgnin er borin av mannamunni. Hóast hústoftir, brettir og beinagrindir undirbyggja søgnina, halda summi søgnina verða ósanna.

Seinna kirkjan er frá katólskari tíð, hevur staðið í Toftabønum, og kallaðist Jákups-kirkjan (ca. 1400).

Triðja kirkjan hevur staðið við Garð, har sum tann gamli kirkjugarðurin í dag stendur. Vit vita ikki nær hendan kirkjan er bygd, men hon verður tó umrødd í donskum skriftum frá 1709, har hon er nágreiniliga lýst. Kirkjan varð niðurtikin í 1871, tá ið nýggj kirkja bleiv bygd.

Fjórða kirkjan (1871) stóð áleið á sama staði, sum kirkjan í dag stendur. Tá hon varð bygd, blivu fleiri lutir úr tí gomlu kirkjuni tiknir yvir í tí nýggju kirkjuna. Kirkjan bleiv longd í 1945 við nýggjum torni, og longdum kirkjuskipi.

Fimta kirkja er tann kirkjan, sum vit kenna í dag. Hon varð tekna av danska arkitektinum Holger Jensen og vígd tann 10-06-1984 av Ejvind Vilhelm, varabiskupi. Arbeiðið við at fáa nýggja kirkju varð ført av sóknarpreti Torkil Beder við kirkjuráði. Arbeiði við at fáa kirkjuna bygda, elvdi til nógva ósemju millum borgararnar, har undirskriftainnsavning varð fyriskipa, til at varðveita hina gomlu kirkjuna. Arkitekturin fekk fyrispurning um at gera eitt uppskot um at broyta kirkjuna, men eftir at hava verið í Føroyum og hugt at kirkjuni, beyð hann sær frá arbeiðinum, tí hann ikki metti, at kirkjan kundi byggjast út á ein haldgdóðan hátt, og vildi tískil ikki leggja navn til. Hann bleiv tí biðin um at gera uppskot til nýggja kirkju, sum kom longu sama árið. 

Fuglafjarðar Prestagjald varð stovnsett í 1928, og fevndi um bygdirnar Fuglafjørð, Leirvík, Gøturnar, Hellurnar, Oyndafjørð, Elduvík, Funningsfjørð, Funning og Gjógv. Áðrenn prestagjaldið varð stovnsett, var Fuglafjørður partur av einum felags prestagjaldi fyri alla Eysturoynna, sum hevði sæti á Nesi. Prestagarðurin er bygdur á Mørkini í 1932.

Dánial úr Fuglafirði hevði framt lógarbrot, og var dómdur til deyða. Hann flýddi úr Føroyum og ætlaði sær til Íslands. Hann róði avstað við trimum dreingjum og teir høvdu snøri við. Norðanfyri Kalsoynna síggja teir ein bak sita á sjónum, og Dánial biður dreingirnar seta snøri har. Teir fangaðu fullan bát av fiski, og róðu aftur á land við fiskinum. Hungursneyð var í Føroyum tá, og stóri fongsturin hoyrdist um landið, og hoyrdist eisini av embætismonnunum í Havn. Teir vildu hava Dánial at fortelja hvar hann hevði fingið allan fiskin, og hann setti sum treyt, at hann skuldi blíva fríðkendur - annars segði hann teimum tað ikki. Tá lovaði løgmaður honum grið í Føroyum, og Dánial vísti teimum miðið. Fiskurin á miðinum var so nógvur, at hungursneyðin endaði á landi. Miðið hevur síðan verið kallað Dánjalsmiðið.

Sagt er frá jarðarstríði millum oyndfjarðarbóndan Oyndra, og Gullbrand, sum var bóndi í Fuglafirði. Ein dagin vóru báðir og róku seyð. Tá sær oyndfjarðarbóndin Gullbrand binda nakrar av sínum seyðum úr, sum vóru farnir um  mark. Bóndin hevnir seg, stingur Gullbrand í hel við stavinum og leggur líkið hjá úrbundna seyðinum á rættargarðinum. Seinni biður oyndfjarðarbóndin synir sínar fara eftir úrbundna seyðinum og lata frammorreyða veðrin liggja eftir. Gullbrandur var í morreyðum koti. Synirnir bóru líkið niðan í Gullbrandshellið og haðani niðan undir Skarðið, har teir jarðaðu tað við eina hellu, sum verður rópt Gullbrandsleiðið. Bótin fyri dráp Gullbrands var hagaparturin hjá Oyndra í Skarðshaga, sum gongur til Laksá, har hagamarkið enn er tann dag í dag.

Omanfrá Skarðinum, móti Hellunum, vestanfyri varðagøtuna, eru hulduheyggjarnir. Í gomlum døgum, tá ið fólk skóru torv í økinum, ansaðu tey væl eftir at verða á góðum føti við huldufólkið, sum búi í heyggjunum. Sagt er frá jarðarmóðir úr Dalbøi, sum hjálpti einari huldukvinnu, sum var komin í barnsburðarneyð. Sagt er, at hon varð heintað av einum huldumanni, sum bant henni fyri eyguni, og førdi hana niðanum Skarið og inn í hulduheygin til huldukonuna. Huldufólkið lønaðu henni væl fyri gerningin, og hildið var, at ríkidømi á Dalbøi skuldi stava frá huldufólkunum.

Malunarhav er ein steinur, sum liggur í bønum áveg niðan á Skarð. Søgnin sigur frá um neytakonuna Maluna, sum var við barn, og sum hinar neytakonurnar flentu at, tí hon ikki kláraði at fylgja við teimum. Tá lyfti Malan havið, sum vigar 176 kg.

Einaferð var stríð millum Fuglafjørð og Norðagøtu, um hvar hagamarkið millum bygdirnar var. Gøtuskurðar søgdu at markið gekk við Innaru Markrá, meðan Fuglfirðingar søgdu tað verða Uttaru Markrá. Ein dagin, meðan stríðið stóð á, kom ein reki at liggja við markið og hetta gjørdi stríðið enn heitari. Lógarvaldið kom nú uppí, og avgjørdi, at Uttara Marká skuldi hoyra til Fuglafjørð, og at rekin skuldi klyvjast, so at hvør bygd fekk hvør sína helvt.

Í seinni helvt av 1800 fóru tvær gentur avstað úr Leirvík til Eiðis at verða í tvær vikur. Tann yngra, Henrietta, var úr Leirvík og tann eldra, Marisanna, var av Eiði, men tænti í Leirvík, har hon eisini var trúðlovað. Á ferðini hevði Marsanna eina vakra og prýdda eskju, har hon hevði hespur og annað í, sum hon skuldi brúka til at gera sær klæðir úr, meðan hon var á Eiði. Tær fóru eftir leirvíkslíð, á síðuni har gamli Leirvíksvegurin gongur, og skuldu ganga leiðina gjøgnum Fuglafjørð, Oyndafjørð, Elduvík og síðani sigla yvir til Funnings, har tær síðan skuldu ganga um Eiðisskarð.

Tvær vikur gingu, og nú var grind í Sundunum, og fólk fór í grind úr bæði Leirvík og av Eiði. Tá spurdu Leirvíkingar eftir gentunum, og nær tær fóru at koma aftur, men Eiðisfólk vóru bilsin, tí at genturnar vóru ongantíð framkomnar.

Í øllum norðara parti av Eysturoynni fóru fólk at leita, men genturnar vóru ikki at finna. Tó funnu Leirvíkingar hespur og annað á Varmakeldu, sum Marsanna hevði havt við sær á ferðini. Seinni fann ein útróðrarbátur lokið av eskjuni norðuri á Funningsfirði.

Genturnar vóru ongantíð funnar aftur, men hildið var, at Hetlendingar møguliga kundu havt tikið tær, tí at sama morgun sum tær fóru, lógu tvey hetlendsk skip á Fuglafirði, har bátur var sæddur úr Fuglafirði rógva í land við Varmakeldu. Á helluni lá eisini bátshaki, sum bendi á, at teir høvdu verið á landi.

Gitingar hava tí verið um, at Hetlendingar tóku genturnar, meðan aðrar gitingar hava verið, at genturnar eru dotnar og farnar á sjógv.

Trøllasteinur var ein steinur, sum stóð við endan Bøvegi, millum húsini hjá Ellindi Abrahamsen og Johan Elendersen. Søgnin sigur, at einaferð kom eitt trøll inn í bóndahúsini í Toftum, sum var so stórt, at høvdið takk uppundir tróðrið í roykstovuni. Trøllið bað fólkið í húsunum fara úr húsunum, tí at okkurt fór at henda. Fólkið so gjørdi, og fór aftaná trøllinum, sum hvarv inn í Trøllastein. Eftir hetta leyp Skarðsá, sum tók bóndahúsini við sær. Síðan hesa hendingina, er fólk flutt úr Toftum, til Garðs, og síðan í Toftir aftur. Eftir at tey eru farin at búsetast aftur í Toftum, hevur Skarðsá lopið fleiri ferðir, sum hevur verið til nógvan materiellan skaða.

Varmakelda sigst at hava lekjandi megi, sum hevur verið vælkent aftur til katólska tíð. Náttina 3. - 4. juli er megin sterkast. Siður hevur verið at vitja kelduna hesa náttina, drekka úr henni og at bera vatn við heim til fólk, sum liggja sjúk. 




#Article 245: Vágur (1380 words)


Vágur (danskt heiti Våg) er størsta bygd og næststørsta kommunan í Suðuroy í Føroyum og hevur umleið 1330 íbúgvar. Vágur liggur kring Vágsfjørð. Eitt vatn, Vatnið, er vestanfyri býin, har er gjørd ein gongugøta rundan um Vatnið, og longri vesturi er Vágseiði. Sunnanfyri Vág eru Eggjarnar, har útsýni er heilt suður til Beinisvørð. Norðanfyri Vág i ein útnyrðing er Fámara og eitt sindur longri norðuri er vatnorkuverkið Í Botni, sum fær vatn frá vøtnunum Ryskivatni, Miðvatni, frá Vatninum í Tindalíð og Vatnsnesi. Ein viðarlund er omanfyri bygdina og ein onnur er nú eisini Á Sandinum í Vági. 

Í Vági er fólkaskúli, Vágs Skúli, til børn frá fyrsta til 10. flokk. Fleiri søvn eru í Vági. Fjølbroytt vinnulív er eisini í Vági, mest innan fiskivinnu og alivinnu, og hevur ein peningastovnur, Suðuroyar Sparikassi, høvuðssæti í Vági. 

Fiskavirkir og alivirki eru á kaiini mitt í býnum, nevnast kunnu Faroe Farming, sum er eitt fiskavirkið ið arbeiðir við aldum laksi. Løðhamar Seafood er eitt av fiskavirkjunum á kaiini, tað felagið eigur fleiri línuskip. Eitt virki er sum ger tangar og ymiskt annað, tað eitur Tangavirkið og varð stovnað av Palla Mortensen, eisini nevndur Argja Palli, síðan rak sonurin Bent virkið og í dag er tað abbasonur Argjapalla, Mortan Mortensen, ið rekur virkið. Ein skipasmiðja er í Vági, Vágs Skipasmiðja, Gudmund Jacobsen er stjóri, teir arbeiða mest við at umvæla træskip men eisini onnur skip. Eitt trollemmavirki og ein timburhandil eru yviri á Oyrunum, sum er á syðru síðu av fjørðinum. Lemmavirkið eitur Rock, Hans í Líðini er stjóri har. Timburhandilin eitur Vágs Timburhandil, tað eru brøðurnir Helgi og Sølvi Kristiansen ið reka handilin. Fleiri smærri smápartafeløg eru við handverkarum og reiðarar eru eisini fleiri. Harumframt eru fleiri handlar í býnum, nevnast kunnu eitt nú Torgið, sum er ein handilsmiðdepil mitt í býnum, har er ein matvøruhandil, kiosk og aðrir handlar. Vesturi á Gørðunum er handilin hjá DJ Vilhelm, matvøruhandil er niðri undir og møblahandil er á ovaru hæddini.

Í Vági er fjølbroytt ítróttarlív, serliga svimjing, fótbóltur, hondbóltur og kappróður umframt at fólk spæla bridge og sjavs. Vágs Bóltfelag varð sett á stovn 5. juni 1905, tað var serliga fót- og hondbóltur ið felagið luttók í. Hondbólturin í Vági brúkar enn navnið VB, men fótbóltsfelagið eitur nú FC Suðuroy, navnabroytingin fór fram 1. januar 2010, áðrenn tað nevndist fótbóltsfelagið í nøkur 1995 Sumba/VB og frá 2005 til 2009 VB/Sumba. Kappróðrarfelagið í Vági eitur Vágs Kappróðrarfelag, tað varð sett á stovn í juli 1943, kappróðrarneystið í Líðini var bygt í 1955.

Í 2010-11 varð nógv tosað um at gera ein langhyl, sum skuldi vera 50 metrar langur yviri á Oyrunum í Vági, soleiðis at avlopshitin frá SEV verkinum, sum annars bara rennur út á sjógv, kundi nýtast til at hita hylin við, og soleiðis kundi svimjihylurin vera sera bíligur at upphita. Ætlanin var, at hylurin skuldi vera liðugur áðrenn OL í London 2012, tí vágbingurin Pál skuldi svimja til OL, og so kundi hann sleppa at venja í langhyli í heimbygdini. Ætlanin var sjálvandi ikki bert at byggja hylin til Pál Joensen men eisini til allir svimjarnar hjá Susvim og svimjarar úr øllum Føroyum. Harumframt var ætlanin at gera eina grøna multihøll, soleiðis at svimjihylurin ikki bert skuldi nýtast av elitusvimjarum men eisini kundi vera eitt tilboð til barnafamiljur og til sjúklingar ið høvdu tørv á endurvenjing. Nógv ymisk hugskot vóru til, hvat ið høllin kundi brúkast til. Stigtakarnir savnaðu inn pening frá privatum stuðlum og fingu eisini játtað stuðul frá landinum, harafturat vóru stuðulslán sett á stovn í Suðuroyar Sparikassa, hesi vóru nevnd Pál-lán. Fólk ið taka eitt Pál-lán á 9.600 krónur stuðla erkætlanini við 9000 krónum, ongin renta var á láninum, bara eitt avgreiðslulán á 600 krónur. Afturfyri at taka lánið fær alt húskið hjá lántakaranum loyvið at nýta allar hentleikar í svimjihøllini ókeypis í fýra ár. 

Grøna multihøllin á Oyrunum bleiv ikki bygd áðrenn OL í 2012 sum upprunaliga ætlað, og eftir OL flutti Pál Joensen niður til Danmarkar at búgva. Ætlanin bleiv tó ikki slept, og í november 2012 kom gongd á byggingina. Hin 16. desember 2013 varð bygningurin reistur, seinastu sperrurnar vóru lagdar á norður síðuni, og tak-elementini vóru longu løgd á suður síðuni. Í januar 2014 varð tak lagt á svimjihøllina, í februar 2014 vóru rør løgd í og botnurin varð stoyptur, og í mars 2014 varð hylurin settur upp. Væntandi verður grøna multihøllin latin upp fyri almennari svimjing í 2015. Langhylurin er 50 metrar langur og hevur seks geilir. Harafturat er ein barnahylur sum er 4x6 metar og 40 cm djúpur, hesin er ætlaður smærri børnum. Í síðubygninginum til svimjihøllina verður vælverudepil við heitum og køldum pottum, og við gos-baði og sauna, umframt at eitt rúm verður, har tilber at fáa massagu. Umklæðingarrúm og forhøll verður eisini í síðubygninginum, sum harumframt eisini húsar kantinuni, sum er umleið 130 m2 til støddar. Svimjihøllin er sjálvsagt bygd soleiðis at tey, ið bera brek, sita í rullustóli ella eru illa gongd, lætt fáa brúkt hentleikarnir í svimjihøllini.

Í Vági er kirkja og meinigheitshús, Brøðrasamkoman hevur samkomuhúsið (salin) Bethel, Frelsunarherðurin hevur sín egna møtisal og harafturat er samkomuhúsið Zion. 

Í 1927 legði Jákup Dahl, próvstur, grundarsteinin, men kirkjan var ikki liðugt bygd og vígd fyrr enn 19. februar 1939. Sofus Johan Hofgaard, arkitektur av Tvøroyri, hevur teknað Vágs kirkju. Kirkjan undan hesi, var tann sum í dag stendur í Hovi. Hon varð bygd á Kirkjukletti 1853, tað er har sum gamli kirkjugarðurin er, beint við prestagarðin í Vági, men næstan heilt niðri í mølini. Tað var vanligt fyrr, at fólk lovaðu olmussu til Vágs Kirkju, antin tí fólk vóru bjargaði úr neyð ella av øðrum orsøkum. 

Ein múgvandi einkja í Noregi, sum hevði mist mann sín á sjónum, gav eina kirkju í olmussu. Hon læt allan stórviðin gera til, bant hann saman og slepti honum út á sjógv, og hon legði tað lyftið á, at har sum henda kirkja rak á landi, har skuldu tey eiga hana. Kirkjan rak til Føroya. Kirkjan kom so rekandi inn á Vágsfjørð, og rak sjálv á land á tí staði, sum síðan kallast á Kirkjukletti. 

Trý søvn eru í Vági:

Høvuðsgrein: Elektrisitetsverkið í Botni

Elverkið í Botni var tað fyrsta vatnorkuverk í Føroyum. Arbeiði byrjaði seint í 1919, og tað gekk skjótt fyri seg. Anlægskompagniet úr Bergen stóð fyri arbeiðnum við Haakon Blaauw á odda.

Nærum alt tilfarið var flutt til Botn frá Eiðinum í Vági. Rørini vóru sleipað av Eiðinum og norður um Gjógvaráfjall. Segldúkur varð settur fyri endarnar. Skinnarar vóru lagdir niðan gjøgnum hagan við einum spæli í erva. Sjálv støðin varð bygd niðri í Botni, har vóru settar upp tvær turbinur á 400 HK hvør. Tær koyrdu 1000 snúningar um minuttin og vóru mettar at geva 400 HK við eini fallhædd uppá 206 metrar. Vatnið til elektrisitetsverkið í Botni kom frá trimum vøtnum: Ryskivatn, sum er 0,1 kvm og 241 m yvir havinum, Miðvatn, sum er umleið 0,09 kvm og er 343 m yvir havinum og Vatnið í Tindalíð, sum eisini verður rópt Ovastavatn, tað er umleið 0,04 kvm og 361 m yvir havinum. Byrging var bygd við Ryskivatn, hon var 2 m høg men kundi lættliga hækkast.

Tey fyrstu árini gav elverkið í Botni bara streym til Vágsbygd, men í 1928 fekk Tvøroyri eisini streym. Lopra fekk elektrisitet í 1935, tá Gudmund Mortensen av Tvøroyri, sum átti hvalastøðina í Lopra, sendi umsókn um at fáa elektrisitet til hvalastøðina. Nakrir týskir verkfrøðingar høvdu leigað hvalastøðina frá honum. Sóknarstýrið í Vági játtaði umsóknini og sostatt fekk Lopra elektrisitet í 1935. Porkeri fekk elektrisitet í 1953. Hinar bygdirnar í Suðuroy fingu háspenningslinjur lagdar í 1958 og frameftir, tær bygdirnar vóru: Sumba, Víkarbyrgi, Akrar, Hov, Fámjin, Hvalba og Sandvík. Tó fingu Hvalbingar sítt egna motorelektrisitetverk í nakað fyrr, tað lýsti fyri fyrstu ferð á jólum 1951.
(Kelda: Poul Andreasen Elektrisitetsverkið í Botni, egið forlag, Tórshavn 1996.)

Tráðbanin varð gjørdur í 1906, so vágbingar kundu draga bát úr Múlagjógv heim til neystini. Tráðbanin lætti munandi um hjá útróðrarmonnum, sum róðu út frá Eiðinum í Vági. Hesin fyrsti tráðbanin varð nýttur til 1930,tá ein nýggjur elekstriskur tráðbani varð tikin í nýtslu.

Tráðbanin var lutvíst fíggjaður við brúksgjaldi og so figgjaði kommunan restina. Hvørja ferð ein bátur var flotaður, so skuldu 40 oyru latast til Eiðiskassan. Um tað mundi, tá vágbingar fingu tráðbanan, róðu 22 bátar út av Eiðinum. 




#Article 246: Vestmanna (469 words)


Vestmanna er ein bygd í Føroyum, sum liggur á vestursíðuni av Streymoynni. Vestmanna er eisini ein kommuna. Alt sambandið millum Vágar, og floghavnina í Vágum, og restina av Føroyum gekk fyrr um Vestmanna. Áðrenn undirsjóvartunnilin til Vágarnar kom, var atløgubryggjan í Vestmanna brúkt til ferðasambandi sjóvegis millum Streymoynna og Vágarnar. Í Vestmanna er Fiskivinnuskúli, SEV verk, handlar, matstova, og mangt annað. 

Í fólkaskúlanum ganga yvir 200 næmingar. Umframt fólkaskúlan er fiskivinnuskúli í bygdini (Føroya Yrkisskúli fyri Fiskiídnað og Havbúnað), Fiskivinnuskúlin kom í 1987, hann er ein gymnasialur skúli, tvs. at næmingarnir sum ganga har fáa eina miðnámsskúla útbúgving. Á fiskivinnuskúlanum ganga vanliga millum 30 og 40 næmingar. Fiskivinnuskúlin flutti inn í nýggj hølir niðri á bryggjuni í mars 2009. Skúlin er har sum gamla ferjulegan í Vestmanna var fyrr.

Til bygdina hoyra fimm størri fiskifør og nøkur fiskifør undir 20 skrásett bruttotons. Á fjørðinum eru tvær alistøðir og á landi eru tvey flakavirki, harav annað í stóran mun er sláturvirki, sum tekur ímóti og hagreiðir alifisk. Í bygdini er ein útflutningsfyritøka, eitt plastvirki (Vest Pack), skipasmiðja, oljugoymsla, fleiri fyritøkur í byggivinnuni, bilverkstøð og aðrar tænastu- og ídnaðarfyritøkur, umframt stóra vatnorkuverkið hjá SEV. Grundvøllurin undir landsumfatandi felagskommunala elfelagið varð í síni tíð lagdur í Vestmanna.

Har er banki og sparikassi, gistingarhús, samkomuhús, ítróttarhøll, kirkja, prestur og prestagarður, kommunulækni og læknaviðtaluhøli, eldrasambýli, dagtilhald fyri eldri, undirhús, ungmannafelag, sangkór, bridgefelag og talvfelag. Í skúlanum er innbygdur svimjihylur, sum er bygdur í 1950. Í Vestmanna er ferjulega og ferðafólkafarstøð. Áðrenn undirsvjóvartunnilin millum Streymoy og Vágar varð liðugur, var Vestmanna miðdepilin fyri ferðasamband til Vágarnar og flogvøllin. Bilferjur sigldu millum Vestmanna og Oyragjógv á Vágoynni fleiri ferðir dagliga. Onkuntíð vóru tað tvey ferðamannskip sum pendlaðu aftur og fram allan dagin, tí tørvurin var so stórur at flyta fólk millum flogvøllin og Streymoynna. Eitt av ferðamannskipunum í Vestmanna var Sam, sum nú røkir farleiðina millum Kalsoynna og Klaksvík.

Seinastu árini hevur Vestmanna ment seg nógv sum ferðavinnubýur. Vestmannabjørgini eru væl vitjað ferðavinnumál hvørt summar. Tað eru tvær fyritøkur, sum bjóða túrar til Vestmannabjørgini: Sjóferðir sum Skúvadal spf. eigur og rekur og Vestmannabjørgini spf. hjá Palla Lamhauge (eisini nevnt Sightseeing.fo). Kamping er omanfyri bygdina og møguleiki fyri at fiska har eru eisini til staðar.  Einasta savn í Føroyum við voksdukkum, Søgusavnið í Vestmanna, er at finna í Vestmanna. Savnið læt upp í 2009. Ein kunningarstova er í Vestmanna, sum nevnist Vestmanna Tourist Centre, tað er opið frá 1. mai til 30. september. Ein matstova er inni í Vestmanna Tourist Centre, hon er somuleiðis opin um summarið. Eitt annað mat- og drekkistað er Bryggjan í Vestmanna. 7Adventures fyriskipar túrar við ATV akførum, gongutúrar, fiskitúrar, haruveiðu, síging og ymiskt annað.

VÍF er Vestmanna Ítróttarfelag sum fevnir um ítróttargreinarnar hondbólt, badminton og kappróður. Felagið eigur fleiri bátastøddir eitt nú Vestmenningur, sum er 10-mannafar, Havfrúhgving og Jómfrúgvin, sum eru 5-mannafør.




#Article 247: Tvøroyri (550 words)


Tvøroyri er ein býur í Suðuroy, partur av Tvøroyrar kommunu, og har búgva 1.763 fólk 2014. Fólkatalið var býtt soleiðis millum bygdirnar: 850 á Tvøroyri, 510 í Trongisvági, 287 í Froðba, 67 í Øravíkarlíð og 44 í Øravík. 

Tvøroyrar kirkja varð smíðað í Noregi og síðan førd við skipi til Føroya, har hon varð reist á Tvøroyri og vígd í 1908. Í mun til aðrar kirkjur í Føroyum, so er hendan kirkjan smíðað uttanlands, á Strømmen Trævarefabrik A/S í Noregi. Arbeiðið fór í gongd um heystið í 1906 og var liðugt í 1907. Kirkjan varð sett upp á ætlaða staðnum. Um várið 1908 var hon klár at taka í nýtslu, og Kr. Himmalferðardag sama ár fór vígslan fram.

Tá Føroyar í 1856 fingu fríhandil, varð felagið T.F. Thomsen A/S stovnað. Danin Thomas Frederik Thomsen úr Keypmannahavn keypti bygningarnar eftir danska kongaliga einahandlinum á Tvøroyri. Hesir vórðu seldir á uppboði á Tvøroyri hin 9. juni 1856. T.F. Thomsen A/S hevði reiðaravirksemi við nógvum skipum upp gjøgnum  árini inntil í 1996, tá seinasta skipið í felagnum varð selt. Eftir tað varð hildið fram við Krambúðini hjá Thomsen, sum seldi matvørur og aðrar kai-relateraðar vørur til fiskafólkið á økinum. Í yvir 100 ár hevði felagið umboð fyri D.F.D.S., hvørs skip sigldi millum Føroyar, Ísland og Keypmannahavn. 

Johan Mortensen úr Øravík, fekk handilsbræví 1858 og setti seg niður á Tvøroyri. Handilsvirkið hjá Johan Mortensen gjørdist skjótt eitt tað størsta í Føroyum, sum eftir deyða hansara i 1889 varð gjørt til partafelag undir navninum A/S J.Mortensens Eftf. Ein sonur, N. J. Mortensen tók seg kortini burtur og fekk egið handilsvirki í 1911.

Hvannhagi verður mettur at vera besta pláss í Føroyum til tjóðargarð. Staðið er avbyrgt, men kortini væl atkomandi til gongu. Sjáldsamt jarðfrøðisligt landslag við einum fjøllbroyttum plantu- og djóralívi. Hvannhagi er eitt sermerkt og vakurt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Hann liggur avbyrgdur og kann bert røkkast til gongu. Vanliga verður gingið frá vestara endanum av Ovara vegi á Tvøroyri, og har verður gingið eftir einari gøtu norðureftir tvørturum fjallið. 

Hvannhagi er kransað av steyrrættum fjallalíðum, og har slepst bert oman í tveimum støðum. Verður gingið oman eftir tí eystaru gøtuni, er eitt frálíkt útsýni norðureftir til Lítlu og Stóru Dímun. 

Hvannhagi hevur eitt sjáldsamt jarðfrøðisligt landslag, sum er vælkent av jarðfrøðingum eisini í altjóða høpi. 

Á hvørjum ári verður skipað fyri gongutúrum til Hvannhaga, og hetta er ein væl vitjaður útferðarstaður fyri bæði útlendingar og føroyingar.

Hvannhagi er sundurbýttur hagi - Norðaripartur og Uttaripartur. Hagin hevur einki ásett markatal og liggur í tveimum markatalsbygdum. Hvannhagi Norðaripartur hevur 70 áseyðir. Seyðamarkið er Fjøður mitt um heilt á høgra oyra. Hvannhagi Uttaripartur hevur 72 áseyðir. Seyðamarkið er Mitt um sýling á vinstra oyra.

Á Tvøroyri er eitt bygdarsavn, sum eitur Tvøroyrar Bygda og Sjósavn. Savnið er í Doktaragøtu, tætt við Havnarlagið í gomlu Doktarahúsinum. Húsið hevur eisini verið býráðsskrivstova. Tað er Tvøroyrar Forninnisfelag sum rekur bygdarsavnið. Savnið eigur 1500 skrásettir lutir og 1700 myndir. Formaður í felagnum er Einar Larsen.
Á Tvøroyri er eitt gallarí, sum eitur Gallarí Oyggin. Tað er Palle Julsgart, sum eigur og rekur Gallarí Oynna. Gallaríið hevur skiftandi framsýningar við føroyskum og øðrum norðurlendskum listafólkum, umframt fasta framsýning við verkum eftir Palla Julsgart sjálvum. Í havanum og á økinum yvirav gallarínum eru fleiri standmyndir, sum Palle Julsgart hevur gjørt.




#Article 248: Miðvágur (373 words)


Miðvágur er ein bygd í Vágoynni. Í Vágum eru tríggjar stórar bygdir og tríggjar smáar, men fara vit 100 ár aftur í tíðina, vóru sjey bygdir. Tann størsta er Miðvágur við 1.035 íbúgvum (í 2014). Hon liggur miðskeiðis í oynni, so høvuðsfyrisitingin er her, politistøð, keypsamtøka, læknamiðstøð og prestagarður. Høvuðsvinnan her er fiskaídnaður, men eisini er nakað av aðrari vinnu her. Miðvágs kommuna legði 1. januar 2009 saman við Sandavágs kommunu og gjørdust tær til Vága kommunu.

Miðvágur er søgulig bygd. Her búði prestakonan Beinta, sum er kend ikki bara fyri dygdir. Tí fekk hon eyknevnið Illa Beinta. Tað er søgan um hana, ið Jørgen-Frantz Jacobsen nýtir í skaldsøgu síni Barbara. Í 1997 var filmur gjørdur eftir hesi skaldsøgu. Náðinsgarðurin Kálvalíð oman fyri bygdina eru elstu húsini í bygdini og kanska eisini í landinum. Tey verða í dag nýtt sum bygdarsavn. Frá Miðvági kanst tú í góðum veðri síggja oyggjarnar sunnanfyri. 

Komin inn í bygdina er møguleiki at fara niðan í Kálvalíð. Við Kirkjar liggur Jansagerð, tann gamli prestagarðurin. Hesi bæði húsini eru kend fyri søguna um Barbaru. Koyrir tú oman á Vatn, so sært tú kirkjugarðin hjá miðvingum til vinstru. Har liggur eisini tann bretski kirkjugarðurin. Har liggja nærum allir teir hermenn grivnir, ið lótu lív í Føroyum undir øðrum heimsbardaga. 

Í 2008 varð felag sett á stovn í Vágum, sum skuldi arbeiða við at gera eitt krígssavn. Í 2009 læt Krígssavnið upp í Miðvági. Savnið heldur til í sama bygningi har Bónus og Vága kunningarstova halda til í.

Nógvir túrar kunnu gerast higani úr bygdini. Gongutúrar frá Jansagerði, framvið Beitinum, heimið hjá Mikkjal á Ryggi, og niðan í Kálvalíð. Men er Hýsisáin lítil, tað er hon helst, tá ið turkur er, so ber til at finna yrkingina, sum Mikkjal á Ryggi høgdi niður í klettin har í ánni. Eisini ber til at fara ein túr út á Bøsdalafoss á rossabaki. 

Miðvágur hevur virkið ítróttarlív. Miðvágs Róðrarfelag varð stovnað í 1956 og hevur felagið fýra kappróðrarbátar sum luttaka í FM kappróðri, tó ikki á hvørjum ári, men í 2011 luttóku allir. Triðja hvørt ár er Vestanstevna í Miðvági. MB (Miðvágs Bóltfelag) varð stovnað í 1905 og hevur lið í 3. deild hjá monnum umframt fleiri barnalið. Flogbóltsfelagið Dráttur varð stovnað í 1983.




#Article 249: Leirvík (346 words)


Leirvík er ein bygd í Eysturoynni, frá 1. januar 2009 partur av Eysturkommunu. Leirvík er gomul bygd. Hildið verður at hon er millum tær elstu í Føroyum. Í útgrevstinum á Toftanesi er ymiskt funnið, sum prógvar, at bygdin stavar frá víkingatíðini. Leirvík fekk ikki kirkjugarð fyrr enn í 1900 og kirkju í 1906. Í eini 4-500 ár vóru Leirvík og Fuglafjørður ein sókn við sóknarkirkju og kirkjugarði í Fuglafirði. 

Leirvík er gomul bygd, sum liggur við Leirvíksfjørð, og frá gamlari tíð hava verið tríggir býlingar har, uttan Á, á Toftanesi og við Garð. Í sambandi við útbygging av havnarlagnum og vegføringini til ferjuleguna varð neyðugt at gera fornfrøðiligar kanningar av økinum á Toftanesi. Stórur útgrevstur fór fram, og lutir og húsatoftir komu fyri ein dag sum prógvaðu, at bygdin er frá víkingatíð. Hesar toftir eru nú friðaðar. 

Í sagnatilfarinum er Leirvíks-Páll kendur, og táttur var yrktur um hann, tá ið hann fór til Velbastaðar at hitta Ellint bónda. Tað kom til bardaga teirra millum, og við snildum fekk Páll beint fyri Ellinti. 
Í 1725 kom loynikeypsskip til Leirvíkar, og menn fóru umborð at keypa frá teimum. Tíverri vóru teir smittaðir av pokum. Stutt eftir var brúdleyp í bygdini, og tá varð øll bygdin smittað. Stórur partur av leirvíkingum doyði. Bygdin mentist tó skjótt eftir henda skaða, tí fólk úr øðrum bygdum fluttu á kongsgarðarnar, sum vóru mannleysir. Meginparturin av jørðini í Leirvík er kongsjørð. Manntalið í bygdini var í 1801 komið uppá 85, og nú, 200 ár seinri, er talið 10 ferðir so høgt, ella 853 (2005). 

Leirvík er gott útróðrarpláss, tí lætt er at rógva út bæði norðureftir og suðureftir. Eisini hevur farleiðin úr sunnaru oyggjunum til Norðoyar frá gamlari tíð ligið um Leirvík, men nú er tunnil gjørdur undir Leirvíksfirði, so koyrandi er til Klaksvíkar og stóran part av Norðoyum. 

Fyri nøkrum árum síðani læt kendur leirvíkingur gera bátasavn, sum sýnir gamlar bátar frá fyrra parti av farnu øld. Í sama bygningi er eisini eitt málningasavn, sum fyrst og fremst umboðar kenda listamálaran úr Leirvík, Jóannis Kristiansen.

Tónleikarin Høgni Lisberg er eisini úr Leirvík.




#Article 250: Saltangará (192 words)


Saltangará er ein bygd í Runavíkar kommunu á eystara armi á Skálafjørðinum. Saltangará, eisini nevndar Heiðarnar, er bygd í 1846. Í bygdini er nógv virksemi. Handils- og vinnulívið blómar. Umleið 60 handlar finnast í kommununi, har flest allir liggja í Saltangará. Handilsmiðdepilin í Runavíkar kommunu skipar saman við Kunningarstovuni í Runavík, fyri ymiskum tiltøkum og lýsingarátøkum árið runt. Stórur partur av vinnulívinum í Eysturoynni er í Runavíkar kommunu og fleiri av hesum virkjum liggja í Saltangará. Við bátahylin í Saltangará liggur Gamli Handil, sum í dag verður brúktur í sambandi við listaframsýningar og onnur mentanartiltøk. Á sama øki stendur eisini eitt gamalt neyst, og í bátahylinum liggur sluppin Høganes, sum verður brúkt til konsertir og tiltøk av ymiskum slagi. 

Saltangará er ikki gomul bygd; til í 1960unum vóru einans einstøk hús spjadd í økinum, ið varð kallað í Heiðunum. Við øktu miðsavningini í seinnu helvt av 20. øld gjørdist Saltangará ein stórbygd, ið varð bygd áføst við Glyvrar innanfyri og Runavík uttanfyri. Saltangará er í dag handilsligi miðdepilin í Runavíkar kommunu. Umframt nógvar vinnufyritøkur hava Postverk Føroya, Almannastovan og Toll- og skattstova Føroya deild í Saltangará. Brøðrasamkoman hevur samkomuhúsið Berøa í Saltangará. 




#Article 251: Sandavágur (1011 words)


Sandavágur er ein bygd í Vágum. Sandavágur er tríggjar ferðir kosin at vera best røkta bygd í Føroyum. Tað hendi í 1997, 2003 og aftur í 2008. Í Sandavági eru ymisk felagshús. Við fótbóltsvøllin er SÍF-húsið, og harumframt eru eisini onnur felagshús, t.d. kirkja, samkomuhús til kristiligar fundir og losjan Vakhús. Í bygdini er eisini ein viðarlund, Viðarlundin á Abbreyt.

Sandavágs Ítróttarfelag varð íbirt 11 nov. í 1906. 

Í Sandvági er eitt virkið ítróttarfelag – SÍF, sum stendur fyri Sandavágs Ítróttar Felag. Virksemið hjá felagnum fevnir um fótbólt, hondbólt, flogbólt og kappróður. Ørnin hevur vunnið FM í 5-mannaførum við kvinnum árini 1988, 1990, 1991, 1997, 1998 og 2006. Í bestu fótbóltsdeildini manna bygdirnar Sandavágur og Sørvágur eitt felags lið undir heitinum 07 Vestur. Ítróttarhúsið í Sandvági virkar sum eitt bygdar- og ungdómshús. Tað er karmur um so at siga alt felagslív í bygdini. Gjørdur er graslíkisvøllur og hús til ítróttafelagið á Valloyruni. SÍF húsið er mentanarmiðdepil í bygdini; har eru fundir, brúdleyp, veitslur, dansur o.a.

Sandavágur er gomul bygd; men vit vita ikki við vissu, hvussu gomul hon er. Í bøstykkinum, sum rópt verður í Toftini, tað er har, sum bygdarráðshúsið nú er, hava fornfrøðingar grivið hústoftir út, sum teir halda hava verið bústaðir seinast í víkingaøld. 

Í Eingjartoftum, sum er millum býlingarnar Sandar og Steig, varð funnin ein rúnasteinur í 1917, ið seinni fekk navnið Sandavágssteinurin. Innskriftin verður lisin soleiðis: Torkil Onundarson eystmaður av Rogalandi bygdi henda stað fyrst. Rúnakønir menn siga, at rúnasteinurin er frá umleið ár 1200. Hildið verður tí, at hesin Torkil Onundarson er tann fyrsti, sum bygt hevur á tí staðnum í bygdini. Rúnasteinurin stendur nú í Sandavágs kirkju. 

Stórur og seyðaríkur hagi liggur til bygdina, 24 merkur á Sondum og 24 merkur á Steig. Í 1555 var Steigargarður lagdur til løgmansembætið. Hetta kom í lag við kongsbrævi, dagfest 19. mars. Flestu løgmenninir fluttu á Steig at búgva. Íløgmanstíðini setti løgmaður sín dám á bygdina á mangan hátt, eitt nú kirkjuna. 1816 var løgtingið avtikið og løgmansembætið niðurlagt, og Steigargarður var seldur í 1822; tá høvdu 17 løgmenn verið í hesum embætinum. Seinasti løgmaðurin æt Jørgen Frants Hammershaimb (1805 – 1816). Sonur hansara, Vencil Ulrik Hammersheimb, var føddur á Steig í 1819. Hann gjørdist væl kendur millum føroyingar, tí at hann legði grundina undir føroyska skriftmálið, og hann gav út ymsar bøkur á føroyskum. Føroyingar reistu honum prýðiligan minnisvarða á Steig í 1919. 

Tá ið løgmansgarðurin varð seldur, var jørðin lutað sundur í átta lutir. Tríggjar merkur hvør. Bæði sandavágsmenn og fremmandir menn keyptu, og summir teirra fluttu í bygdina at búgva. Hetta hevði týdning fyri bygdarlívið og eisini búskaparligan týdning. 

Í bóndasamfelagnum vóru høvuðsvinnuvegirnir annaðhvørt jarðarbrúk ella útróður. Um aldarskiftið fingu sluppirnar rættiligan týdning. Fólksins lívskor og viðurskifti broyttust. Í 1895 varð fyrsta skipið keypt til Sandavágs, og so við og við komu fleiri skip aftrat, so at í fyrra krígnum vóru 20 skip. 

Størsta handilsvirkið og reiðaravirkið hevði Jógvan Elias Thomsen í Haraldsstovu. Fyrsta skipið keypti hann í 1906, og í 1920 reiddi hann 14 skip út. Tíðliga fór hann at turka fisk frá skipum og útróðrarbátum, og turkihús bygdi hann úti í Gjógv. 

Aðrir góðir vinnulívsmenn hava eisini verið, eitt nú feðgarnir Niels Jacob og Hjalmar Nielsen, Eivind Rasmussen og Zacharias Nielsen. Zacharias Nielsen bygdi sær nútíðar turkihús, og í fimmtiárunum og sekstiárunum var nógvur fiskur turkaður har. Hann reiddi nøkur skip út, sum hann átti saman við øðrum, og línuskipið Reynsatind, sum hann átti einsamallur. 

Samvinnufelagið hevur átt fleiri trolarar. Í 1984 keyptu teir stásiliga rækjutrolaran Høgafoss. Samvinnufelagið hevur verið týdningarmikil arbeiðsgevari í bygdini. Onkuntíð varð maður út næstan øðrum hvørjum húsi við trolara hjá felagnum. Høgifossur bleiv seldur av bygdini í 2005. 

Onnur reiðaravirki, ið nú eru, eru: P/F Fossá, sum eigur Venus, P/F Hýsisá, sum eigur skipini Vesturtúgvu og Mars Chaser, og P/F Hans Pauli í Horni, sum eigur kemikaliuskipi Tóru. 

Sandavágur er brimpláss, tí varð farið í samarbeiði við miðvingar at gera brimgarð og bryggju í Miðvági. Eisini bygdu teir flakavirkið, Snarfrost, í felag. Nú eigur Føroya Fiskavirking flakavirkið. Á Giljanesi er niðursjóðingarvirkið Kovin, har sjóað verður niður rogn og rækjur. Norðuri við Fútaklett er stór smoltstøð. Hesi virkini hava stóran búskaparligan týdning fyri bygdina. Annars er at nevna, at vakstrarhús, tannlæknastova, hárfríðkanarstovur, snikkaravirki, bilverkstaður, timburhandil, málingahaldil, klædnahandlar og aðrir handlar eru í bygdini. 

Skúlin í bygdini er bygdur í 1896; fyri stuttum er hann gjørdur av nýggjum innan. Á Giljanesi bygdu báðar bygdirnar felagsskúla í 1961. Ítróttahøll varð bygd upp í skúlan í 1983. Tá vóru eisini gjørdar skúlastovur, skúlakøkur, smíðstova og bókasavn. Nógv virksemi er í ítróttarhøllini, bæði skúlin, ítróttarfeløgini og onnur brúka hana. 

Sandavágur er gomul kirkjubygd og einki er at ivast í, at kirkjur hava verið í tí katólsku tíðini. Úr skrivligum keldum vita vit, at seks kirkjur hava verið í bygdini. Niðri á Oyru hava fýra kirkjur staði. Kirkjan, ið nú er, er bygd í 1917. Magnus á Kamarinum, arkitektur, úr Havn teknaði kirkjuna og stóð fyri byggingini. Meiniheitshús varð bygt í 1926. Nú er nógv bygt upp í tað. Har eru sunnudagskúli, møti, ungdómsmøti og annað kristiligt virksemi. Losja Vakhús, sum er fráhaldsfelag, varð stovnað fyrst í tríatiárunum, og nøkur ár seinni bygdu teir sær hús. 

Prýðiligt bygdarráðshús er bygt í 1982. Avtrat kommunalu fyrisitingina, eru Vága Sjúkrakassi, Vága Kunningarstova og Barnaverndartænastan fyri Vágar, Vestmanna og Kvívík, í húsinum eru eisini viðtalurúm til læknarnar. 

Í Dagstovnurin Sóljugarði eru vøggustova, barnagarður og frítíðarheim,  eini 80 børn eru í skipanini. Í Sóljugarði starvast 20 fólk. 

Arbeitt verður við at gera nýggja útstykking í Sørpum, omanfyri vegin, har verða 30 grundstykkir. Meira enn helvtin av stykkinum eru umbiðin. 

Bøtt er um tey tøkniligu viðurskiftini ymsastaðni í bygdini. Dentur er lagdur á at hava bygdina reina og vakra. Í 1997, 2003 og 2008 vann Sandavágur kappingina um at gerast best røkta bygd í Føroyum.

Í Sandavágs kirkju stendur ein av fáu føroysku rúnasteinunum.

Sandavágssangurin varð yrktur til eina vestanstevnu, sum varð hildin í Sandavági. Jóhannes Olsen (pápi Knút Olsen) yrkti orðini til lagið Venner ser på Danmarks kort, men seinni hevur Knút Olsen smíðað lag til sangin.




#Article 252: Strendur (125 words)


Strendur eru syðsta bygdin á vestara armi á Skálafirði í Eysturoy. Sjóvar kommuna fevnir um bygdirnar Strendur, Innan Glyvur, Kolbanargjógv, Morskranes og Selatrað. Í kommununi búgva 1002 fólk, harav 789 á Strondum. Í skúlanum á Strondum ganga 238 næmingar. Umframt vanligan fólkaskúla fevnir skúlin eisini um eina framhaldsdeild. 

Fólkið í kommununi livir fyri stóran part av fiskiskapi og av at arbeiði í fiskiídnaðinum. Á Strondum eru seks størri fiskifør og fleiri smærri útróðrarbátar. Eitt vanligt fiskavirki er í kommununi og somuleiðis er eitt kryvjingarvirki. Har er bæði smoltaling og sjógvaling av laksi. Av øðrum ídnaðarvirkjum kunnu vit nevna grótídnað, málingavirki, spinnarí og eitt dátavirki. Í kommununi eru tveir bóndagarðar. 

Á Strondum er kirkja, missiónshús, bygdarhús, banki, sparikassi, og posthús. Har er læknaviðtaluhøli, sjúkrakassi og kommunuskrivstova. 




#Article 253: Eiði (252 words)


Eiði (danskt: Ejde) er ein bygd í Eysturoy. Eiðis kommuna fevnir um bygdirnar Eiði, Ljósá og Svínáir. Bygdirnar Eiði, Ljósá, Svínáir, Norðskáli og Oyri valdu í 1894 at fara úr felagskommuni í Eysturoynni og stovna Ejdes Sogns Kommune. Fyrsti fundur í nýggju kommununi var 1. oktober 1994. Í 1943 ynsktu bygdirnar Svínáir, Norðskáli og Oyri at fara úr Eiðis kommunu og gerast sjálvstøðug kommuna. Hetta førdi til, at Norðskáli og Oyri gjørdust sjálvstøðug kommuna í 1944, meðan Svínáir varð verandi partur av Eiðis kommunu.  Í kommununi búgva 750 fólk (nov. 2019). Av hesum búgva 682 fólk á Eiði (nov. 2019). Í skúlanum á Eiði ganga uml. 72 børn. Í bygdini er kirkja (1881), prestagarður, samkomuhúsini Mizpa (salur hjá brøðrasamkomuni) og Karmel (missiónshús), eitt bygdasavn, fótbóltsvøllur við tilhoyrandi ítróttarhúsi (Hólmahúsið´), ið eisini inniheldur venjingarhøli og veitsluhøli. Við skúlan er mentanarhøll til um 100 fólk. Kampingpláss er á gamla fótbóltsvøllinum á Mølini.   

Í bygdini er matvøruhandil, eitt fiskiídnaðarvirki og tvey onnur smá ídnaðarvirki umframt fleiri tænastuvirki. Til bygdina hoyra 5 størri fiskifør og fleiri smærri útróðrabátar. Flestu íbúgvarnir í Eiðis kommunu arbeiða í fiskivinnuni, antin umborð á fiskiførunum, ella á fiskavirkinum, sum er á havnaøkinum í bygdini. Meginparturin av jørðini er ogn, ið fyri tað mesta er nokkso smábýtt, so landbúnaðurin er fyrst og fremst seyðahald til húsbrúks. Einstakir størri eigarar reka vinnuligan landbúna. 

Á Eiði vóru 1. des. 2017 216 húski sambært yvirlitinum hjá Posta. 

Kend listafólk av Eiði eru Niels Kruse (1871 - 1953), Óli Egilstrøð (1916-1999) og Sigrun Gunnarsdóttir (f. 1950). 




#Article 254: Lamba (113 words)


Lamba er ein bygd í Eysturoynni. Lamba er gomul søgulig bóndabygd, nevnd í 1350, men kann væl vera eldri. Í Lamba búgva nú (2013) 133 fólk. Tá talað verður um bygdina Lamba kemst ikki uttan um Norsku Løvu. Hetta var ein donsk bark, sum nýggjársaftan í árinum 1707 í ódnarveðri rak á land og fórst í briminum út fyri Lamba. Øll manningin bjargaðist, og skal tað vera ein av manningini, sum yrkti vísuna Norske Løve. Skipið skuldi reka inn á eina gjógv og smildrast, og eitt omanlop skuldi leypa oman yvir gjónna, og skipið skuldi hvørva í omanlopinum. 

Lamba var nýggjársbygd. Hagar komu fólk fyrr úr grannabygdunum at vitja og dansa á nýggjárinum.




#Article 255: Skála (bygd) (171 words)


Skála er ein bygd á vestursíðuni á Skálafjørðinum í Eysturoy. Síðan 2004 er Skála partur av Runavíkar kommunu. Fólkatalið er í dag 668 (í 2013). Skála Skipasmiðja er størsta arbeiðsplássið á Skála. Her eru nógv skip í føroyska flotanum bygd. Harumframt verða nógvar umvælingar gjørdar á Skála Skipasmiðju, bæði føroysk og m.a. russisk skip verða umvæld á Skála. Á hvørjum ári er bygdastevna á Skála, har fótbóltur og kappróður eru ein týðandi partur av tiltøkunum. Um summarið vitja ferðafólk í bygdini. Eitt kampingpláss er við ítróttarhøllina á Skála og her hava, umframt einstaklingar, fleiri stórir kampingbólkar vitjað síðan plássið læt upp í 2004.

Tríggir skúlar hava verið á Skála. Elsti skúlin varð bygdur í 1876. Har var bara ein skúlastova. Skúlin stóð beint uttan fyri Gjógvaráodda, men er niðurtikin. Í 1960 varð nýggjur skúli tikin í brúk við trimum skúlastovum. Seinni vórðu tríggjar stovur gjørdar afturat í kjallaranum. Í tí býgninginum hava eisini verið læknahøli og tannlæknastova. Tann skúlin varð tikin niður í 1990, tá núverandi skúli varð tikin í brúk.




#Article 256: Syðrugøta (346 words)


Syðrugøta er ein bygd í Eysturoy.

Syðrugøta er bygd frá víkingatíð, og saman við grannabygdunum, Gøtugjógv og Norðragøtu verður hon ofta bert nevnd Gøta, og hesar bygdir eru ein kommuna. Navnið Gøta sipar til bygdagøtuna, sum frá gamlari tíð hevur verið ein høvuðsfarleið í Eysturoy frá Skálafirði til bygdirnar norðanfyri. Fyrri liður í bygdarnavninum sipar til, at hon var tann syðra av tveimum. 

Gøtugjógv er helst yngri bygd enn hinar báðar. Gomul søgn er, at kirkja var í Syðrugøtu, men av óbótagerð misti bygdin kirkjuna, og varð hon flutt til Norðragøtu. Enn verður víst á, har kirkja og kirkjugarður vóru. Frá gamlari tíð eru kendir tveir býlingar, niðri við Hús og úti í Grógv, men teir eru samanbygdir fyri mongum árum síðan. Um 1860 kom nýggj niðursetubygd, Undir Gøtueiði, sum liggur í Syðrugøtuhaga við Skálafjørðin. 

Syðrugøta hevur stóran haga, og sera langt er úr norðasta parti og aftur at húsum. Søgn er, at syðrugøtumenn høvdu hús við eldstaði í haganum at vera í, um ov seint var at fara aftur at húsum. 

Ein seyðamaður í bygdini, ið nevndist Jákup Dintil, var sera kvikur maður. Hann fór í hetta hús eitt kvøldið, men skjótt eftir komu tveir seyðatjóvar inn og verða varir við hann. Við snildum slapp hann út og so til beins aftur at húsum at siga frá. 

Syðrugøta liggur við Gøtuvík, sum er opin móti eystri, og tá ið landsynningur og eystan gera um seg, er ókyrt á víkini. Frægasta kyrruplássið er í Norðragøtu, og har er kommunal havn bygd. 

Á frímerkinum sæst sandurin niðan fyri húsini, og har verður G! Festivalur hildin á hvørjum sumri. Hann hevur verið eitt framúr stórt tiltak, sum hevur savnað eina øgiliga rúgvu av ungum fólki, og er vaksin á hvørjum ári. Í 2006 vóru 5000 fólk møtt, ella um 10% av øllum føroyingum, og kendar stjørnur úr útlondum hava luttikið. G! Festivalurin og Summarfestivalurin eru teir størstu tónleikafestivarnir í Føroyum og fevna um fleiri dagar. Á G! Festivalinum er vanligt at fólk møta í góðari tíð fyri at fáa eitt tjaldingarpláss, síðan búgva tey har í fleiri dagar.




#Article 257: Runavík (165 words)


Runavík er ein bygd í Eysturoynni. Runavík er yngsta bygd við Skálafjørðin, fyrstu húsini vóru bygd í 1916. Bygdarnavnið Runavík varð alment tikið í brúk í 1938. Í løtuni (2015) búgva 531 fólk í Runavík. Í Runavík er ítróttarøkið, fótbóltsvøllur og nýggja ítróttar-og fimleikahøllin, Bylgjan. Barnagarðurin á Mýrunum liggur í einum sera náttúruvøkrum umhvørvi við útsýni yvir Toftavatn. Í sama umhvørvi liggur Heimið á Mýrunum. Eysturoyar Ellis- og Røktarheim er eisini í Runavík. Ellisheimið er nýliga útbygt. Við Løkin í Runavík er gomul kornmylla bygd av nýggjum. Økið er sera vakurt og liggur beint við Hotel Runavík.

Í Runavík eru fýra virkin ítróttarfeløg – fótbóltsfelagið NSÍ, ið stendur fyri Nes Sóknar Ítróttarfelag, badmintonfelagið Nápur, hondbóltsfelagið Tjaldur og Bogaskjótingarfelagið Ørvur.

Í Runavík eru eisini KFUM Skótarnir við Løkin, ið eru sera virknir í løtuni við nýggjum skótahúsi, ið eisini er Føroya størsta. Skótarnir við Løkin hava eisini Føroya einastu Ungdómsskótar við uml. 15 virknum Ungdómsskótum. Í skótunum við Løkin eru uml. 40-50 Úlvar, Skótar og Ungdómsskótar.




#Article 258: Skopun (178 words)


Skopun er niðursetubygd á norðurendanum á Sandoynni; hon var grundað 1. apríl 1833. Nú er Skopun næststørsta bygd í oynni. Ferjusambandið er gott millum Streymoynna og Sandoynna, Teistin siglur nógvar túrar dagliga millum Gomlurætt og Skopun. Føroya Løgting samtykti í 2014, at farast skuldi undir at gera ein undirsjóvartunnil millum Sandoynna og Streymoynna (Sandoyartunnilin) í seinasta lagi í 2018. Eftir ætlan skal tað vera koyrandi millum oyggjarnar í 2021.

Streymurin er harður í Skopunarfirði. 

Skopun er yngsta bygd í Sandoynni. Hon er niðurseturbygd og varð grundað í 1833. Har eru 2 kongsbøndir og nógvar traðir. Ein minnisvarði er reistur teim sjólætnu í Skopun norðalaga í bygdini. Í Skopun er Lívfiskastøð, ið ger kynsbótararbeiði, sum tryggjar alibrúkunum runt um í landinum frískan og góðan fisk. 

Skopun eigur eitt bygdahús, Samljóð, sum varð liðugt bygt í 1991. Húsið er vælegnað til samkomur, fundir, veitslur o.a. Húsið verður eisini leigað út til bólkar, ið kunnu gista har nakrar nætur. Húsið hevur góðar umstøður til menningartarnaði. Ungmannafelagið Samljóð eigur húsið.

Tann fyrsta havnin varð bygd í 1924-25 og var liðug í 1926. 




#Article 259: Norðragøta (129 words)


Norðragøta er ein bygd í Eysturoy, partur av Eysturkommunu, sum, eisini fevnir um bygdirnar Syðrugøtu og Við Gøtugjógv. Hesar bygdir verða ofta undir einum róptar í Gøtu. Gøta er gomul bygd, í Føroyingasøgu kend frá einum av høvuðspersónunum, Tróndi í Gøtu. Óvist er, hvørjari av Gøtunum, Tróndur gamli hevur búð í. Norðragøta er millum elstu bygdir í Føroyum. Á Tróndargrund, í kjallaranum í Jákupsstovu, varð í 1980-árunum staðfest búseting um ár 630.

Vinnuvirksemið i bygdini er stórt. Á Gøtu Fiskavirkið, ið framleiðir saltfisk, arbeiða dagliga umleið 100 fólk. Eisini er stórt virksemi á havnaøkinum av alivinnuni. 

Ítróttur og fótbóltur í Eysturkommunu hevur sítt hásæti í Norðragøtu. Í Sarpugerði hava samanløgdu feløgini GÍ og LÍF, sum nú eru Víkingur, funnið sína háborg við nýggjum graslíki og nýggjum felagshúsi og áskoðaraplássum.




#Article 260: Sandur (315 words)


Sandur er onnur av teimum stóru bygdunum í Sandoynni. Sandur er ivaleyst ein av elstu bygdunum í Føroyum, hon er grundað í víkingatíðini um ár 825. Landnámsmenn, ið tóku land her, vóru norskir víkingar. Sandur er eisini størsta markatals bygd, saman við Hvalba. Á sandi er sandur við einastu mølheyggjum í Føroyum. Sandurin á Sandi er sera vælegnaður til eplavelting. 

Kirkjan á Sandi er sera áhugaverd, tí har hava nógvar kirkjur staðið á sama stað, undan hesari, tann fyrsta varð bygd um ár 1100. Ungmannafelag var stovnð í 1923, og felagshús teirra varð bygt í 1953, og eitur tað Virkið. Tað er síðani umbygt og víðkað og sett í tíðarhóskandi stand. 

Í 1988 vóru eini eldri sethús, Norðara Koyta, sett í stand, og hetta hús verður nú nýtt til bygdarsavn. Sands fornminnissavn eigur húsini, somuleiðis eigur felagið eisini gamla handilin á Grótteigum, ið Jóhan Mortensen á Tvøroyri læt byggja, beint eftir at fríhandilin var komin til Føroya. 

Einans á Sandi eru rættiligir sandheyggjar. Teir nevnast mølheyggjar og eru friðaðir. Mølheyggjar eru vorðnir til í einum samspæli ímillum sand og plantuvøkstur, ið verður førdur á staðið við vindinum. Fyritreytin fyri, at sandheyggjar kunnu koma í, er, at nóg nógv er til av sandi, og at tey plantusløgini, ið kunnu geva lívd, eru til staðar, soleiðis at sandurin, ið leggur seg uttan um planturnar, verður bundin við teirra rótgreining. Har vaksa plantur og liva flogkykt, ið ikki eru at finna aðrastaðni í landinum.

Nógvar sagnir eru knýttar til Sand bygd, fyrst og fremst tær um Kálv Lítla og Harra Klæmint. Teir vóru báðir prestar á Sandi og tað er sanniliga ikki fyri teirra dygdir, teir eru kendir. Kálvur Lítli var prestur her í 14. øld, og hann var yvirgangskroppur og manndrápari. Harra Klæmint var prestur her í 17. øld, og hann hugsaði bert um at kráma jørð undir seg. 

Úr Færøske Folkesagn og Æventyr hjá Jacob Jacobsen. 




#Article 261: Æðuvík (133 words)


Æðuvík er ein bygd í Eysturoynni. Æðuvík er ein niðursetubygd frá 1897 og búgva í dag 100 (2013) fólk í Æðuvík. Í Æðuvík sigst, at nógvir huldumenn hava verið, men Evensen próstur, gekk runt um garðarnar og fekk rikið teir útum. Á varðagøtuni Æðuvík - Nes kemur man fram við Promsgili, har søgnin sigur, at huldufólk búðu. Ein túrur eftir varðagøtuni er ein frálík uppliving. Varðarnir eru væl hildnir. Túrurin tekur umleið 45 min. Í 2001 varð Æðuvík kosin Føroya Best Røkta Bygd og verður tí vælvitjað av ferðafólki bæði um summarið og á jólum, tá Æðuvík er jólabygd, skrýdd við perum og pynti. Í Æðuvík sæst ein vakur minnisvarði, sum varð avdúkaður í oktober 1997, til 100 ára minningarhaldið fyri bygdina. Minnisvarðin sýnir myndir av fýra teim fyrstu hjúnunum, ið bygdu Æðuvík. 




#Article 262: Norðoyar (316 words)


Norðoyar ella Norðuroyggjar er tær 6 norðastu og eystastu oyggjar í Føroyum. Tær liggja sum ein eind og eru Fugloy, Svínoy, Viðoy, Borðoy, Kunoy og Kalsoy. Viðoy, Borðoy og Kunoy eru bundnar saman av byrgingum, meðan Fugloy, Svínoy og Kalsoy kunnu náast við báti ella tyrlu. 

Landslagið í Norðoyggjum er sermerkt av høgum brøttum fjøllum, og eru 7 av teim tíggju tindunum í Føroyum, sum eru yvir 800 metrar, at finna í Norðoyggjum. Her eru størri og smærri bygdir, firðir, sund, dalar og áir. 

Miðdepilin í Norðoyggjum er Klaksvík, sum er næststørsti býurin í Føroyum og fiskivinnubýur burturav. Men her er annað enn fiskur. 

Klaksvíkin og Norðoyggjar hava eisini nógv at bjóða teim ferðandi tá hugsað verður um søgu, mentan og vinnulív. Her finst eitt ríkt tónleikalív eins og fleiri listafólk innan málningalist eru at finna her ella stava hiðani. Gistingarmøguleikarnir eru eisini góðir í Norðoyggjum. 

Í Norðoyggjum finnast nógvar vakrar og áhugaverdar kirkjur og søguligir bygningar. T.d. kunnu nevnast tann stórfingna Christianskirkjan í Klaksvík, tann gamli einahandilin við fornminnasavninum og Leikalund, eins og prestagarðurin Ónagerði á Viðareiði – har hin tiltikna Beinta, sum gav íblástur til skaldsøguna Barbara – einaferð búði, og kirkjan har eru verd at vitja. 

Hesar oyggjar eru eisini ein fyrisitingarlig eind, ein sýsla og í gomlum døgum eitt prestagjald og eitt vártingsøki. Tær eru høgar og brattar, og lítið av dyrkilendi er í mun til restina av landinum. Men seyðurin í Norðoyum er óføra góður. Oyggjarnar liggja nær við fiskimiðini norðan- og eystanfyri Føroyar, og tá ið útróðurin við áttamannaførum og smærri bátum tók seg upp í seinru helvt av 19. øld, komu nógvir menn sunnan av landi norður higar at rógva út um várarnar og út á summarið. Hetta skapti trivna í teimum mongu smáu bygdunum. Men hesin vinnuvegur helt næstan uppat, eftir at bretskir trolarar í stórum tali komu higar at veiða við troli um aldarskiftið 1900. 

Norðoyar, Hetland




#Article 263: Gásadalur (629 words)


Gásadalur er ein bygd í Føroyum. Hon liggur vestan fyri Bø í Vágoynni út móti Mykinesfirði og er umgyrd av hægstu fjøllunum í oynni - Árnafjall (722 metrar) fyri norðan og Eysturtindur (715 metrar) fyri eystan. Gásadalur er partur av Sørvágs Kommunu. 

Lending er sjáldant møgulig í Gásadali. Tískil vóru bátarnir hjá gásadalsfólki altíð í Bø, og tá ið teir ætlaðu at fara út at fiska, máttu teir fara eftir gøtuni upp um Skarð, ið er umleið 400 metrar høgt. Meðan Føroyar vóru hersettar av Bretlandi undir seinna heimsbardaga, gjørdu Gásadalsmenn í 1940 eina trappu oman til sjógvin. Kortini kundi man neyvan kalla hetta eina havn.

Harvið hevur Gásadalur leingi verið einasta bygd í Føroyum uttan vegasamband. Áðrenn Gásadalstunnilin varð bygdur, var bert møguligt at koma til Gásadals við tyrlu ella til gongu. Hesin trupulleikin við sambandi hevur gjørt, at bygdin er minkað nógv seinastu árini. Postmaðurin gekk tá við posti upp um fjallið tríggjar ferðir um vikuna. Tá ið danski filmurin 1700 metrar frá framtíðini kom út, varð Gásadalur kendur í øllum heiminum.

Í 2003 varð møguligt at ganga ígjøgnum Gásadalstunnilin (um ein hevði lykt) og síðan 2005 høvdu gásadalsfólk, ið høvdu lykil til bummin, loyvi at koyra við bili. Í 2006 læt tunnilin upp fyri almennari ferðslu. Tunnilin er 1.410 metrar til longdar og einsporaður.

Sambært gásadalsfólki var bygdin avtoftað, var tunnilin ikki komin. Men eingin trygd er fyri, at Gásadalur fer at vaksa aftur. Meirilutin av íbúgvunum eru 60 ár og eldri, og børn búgva ikki leingi í Gásadali. Síðan tunnilin kom ígjøgnum, eru fleiri nýggj hús tó blivin bygd.

Sambært søgu Gásadals hevur bygdin fingið navn eftir Gæsu í Kirkjubø. Hon hevði etið kjøt, hóast tað ikki var loyvt í føstu. Tískil vóru allar ognir tiknar frá henni, og hon mátti flyta til dalin í Vágum. Hinar sagnirnar eru mest um huldufólk. Ein onnur - heldur trúligari - frágreiðing sigur, at navnið kemst av teimum villgásaflokkum, sum frá gamlari tíð hava tikið seg til Gásadals um summarið.

Hóast tunnilin er tað framvegis trupult at koma til Gásadals. Síðani tunnilin er vorðin veruleiki, hevur tyrlan leingi ikki flogið til Gásadals. Bussurin (Leið 300) koyrir vanliga til Sørvágs og bert einaferð um dagin (um kvøldið) tilkallukoyring til Bíggjar, um sagt verður frá tveir tímar áðrenn ferðina.

Av tí at Gásadalsfólk vóru tey einastu, sum høvdu lykil til tunnilin, var í fyrstuni ikki møguligt at koyra til Gásadals hjá øðrum fólki. Tey kundu annaðhvørt ganga ígjøgnum tunnilin ella upp um Skarð. Hetta er tó broytt nú (2006), og bummurin er bert stongdur, tá arbeitt verður í tunlinum.

Tann gamla gøtan upp um Skarð er 3.500 metrar til longdar og tekur 2½ tíma. Gingið verður fyrst úti við eggina. Her eigur man at ganga sera varliga, uttan at gloyma at njóta tað framúrskarandi útsýnið yvir Sørvágsfjørð, Tindhólm, Gáshólm og Mykines.

Í Gásadali er ongin kirkja. Gudstænasta og lestur eru tískil í skúlanum. Áðrenn kirkjugarðurin varð bygdur í 1873, vórðu fólk borin upp um fjallið og grivin í Bø. Miðskeiðis á ferðini er líksteinurin, ið var tað einasta staðið, har sum berararnir hvíldu.

Longri frammi á veg til Gásadals er eisini Keldan Vígda, har sum ein prestur vígdi kelduna til at doypa eitt ógvuliga sjúkt barn, ið mátti til læknan í Bø. Var barnið deytt og ódoypt, hevði tað sambært kristnari trúgv mist sálarinnar frelsu.

Næst við Skarð er Risasporið. Søgan greiðir frá tveimum risum, ið búðu í Gásadali og í Mykinesi. Tá ið teir komdu til ilnar, ætlaði gásadalsrisin at ganga til Mykinesar. Hann gjørdi sær renningarlop eftir fjøllunum og megnaði at koma út í Mykines í einum lopi. Sporið sæst enn í dag.

Tað er onkuntíð bratt og tungt at ganga niðan Gásadalsbrekkuna av Skarðinum. Og man má ansa eftir tí leysa grótinum.

Sí eisini: Bygdir í Føroyum




#Article 264: Skotland (501 words)


Skotland (enskt og skotskt Scotland),(skotskt gæliskt: Alba) er eitt av teim fýra londunum ið mynda Kongsríki Stóra Bretlands og Norðurírlands. Skotland fevnir formliga um norðasta partin av oynni Bretlandi umframt oyggjabólkarnar norðanfyri Suðuroyar, Orknoyar og Hetland umframt aðrar oyggjar har á leið. Orknoyggjar og Hetland gjørdust partur av Skotlandi í 1468, tá tær gjørdust heimafylgja hjá eini danskari prinsessu, sum giftist James 3. kongi. 

Skotska kongsríkið Alba varð savnað í 843 undir Kenneth I skotakong. Kenneth gjørdi Scone í Piktaríkinum til høvuðsstað í ríkinum. Við sær tók hann Lagnusteinin, dalriadiska krýningarsteinin. Í 1296 varð steinurin fluttur í Westminister Abbey, men í 1996 var hann fluttur aftur til Skotlands. Skotska flaggið, The Saltire, er mett at vera elsta tjóðarflaggið enn í nýtslu. 

Skotland hevur verið undir bretskum harradømi síðan 1707.

Høvuðsgrein: Skotlands søga.

Seinast í 830-árunum var Skotland fleiri kongsríki, ímillum vóru teirra piktaríkini fyri eystan og norðan og Dalriada fyri vestan. Kongurin í Dalriada æt Kenneth Mac Alpin. Hann setti sær fyri at savna Skotland í eitt ríki, so at teir betur kundu verja seg fyri víkingum. Í 841 rak hann víkingarnar úr Dalariada, síðan gjørdi hann innrás í piktaríkini og rak víkingarnar burtur hiðan. Í 843 gjørdist hann kongur yvir piktum. Fyri vestan bardust Rhoderi Mikli, prinsur av Gwynedd við víkingar og enskar herdeildir, sigraði á teimum og fekk valdið í meginpartinum av Wales. Tá ið Kenneth Mac Alpin doyði í 85, var hann einavaldsharri í nýggja kongsríkinum Skotia norðan fyri ánna Forth. 

Alt frá tíðliga í 11. øld høvdu enskir kongar verið grammir eftir at leggja Skotland undir seg. Í 1296 sigraði Edward 1. (1239-1307) á skotska herinum og tók ræðið í Skotlandi. Tá ið Edward 1. doyði í 1307, legði Robert Bruce (1274-1329), sum var ein av teimum, ið kravdi skotsku krúnuna, til brots at reka onglendingar úr Skotlandi. Hann tók nógvar borgir og gjørdi slyálop á enskar herdeildir, og í 1314 møtti hann umsíðir enska herinum við Edwardi 2. (1284-1327)) á odda við Bannockburn mitt í Skotlandi. Skotski herurin vann, og Skotland varð frælst í meira enn 300 ár, hóast tað liðu nøkur ár, áðrenn Ongland formliga viðurkendi tað. 

Í 1997 gjørdi fólkaatkvøða av, at skotska tjóðartingið skuldi endurreisast, og at Skotland skuldi fáa heimastýri. Við sonevndu Skotlandslógini varð hetta sett í verk, og skotar sluppu fyrstu ferð síðani sameiningina í 1707 at velja tjóðarting í 1999.

Høvuðsgrein: Skotskur politikkur.

Skotland hevur minni sjálvræði enn Føroyar, sum støðan er nú. Hin 18. september 2014 var fólkaatkvøða um loysing í Skotlandi. Úrslitið gjørdist nei til loysing, 55% atkvøddu nei og 45% atkvøddu ja.

Myndugleikarnir í Skotlandi kunngjørdu í juli 2012, at Skotland fer nú at loyva samkyndum at verða vígd, og Skotland er sostatt tann fyrsti parturin av Stóra Bretlandi, sum tekur hetta stigið. Tann katólska kirkjan í Skotlandi er ímóti avgerðini og sigur, at talan er um eitt hættislig stig. Ætlanin hjá stjórnini er so, at lógin skal koma nýggjársdag í 2015. Meiningakanningar hava víst, at meirilutin av tí skotska fólkinum tekur undir við ætlanini hjá stjórnini 




#Article 265: Bøur (349 words)


Bøur er ein bygd í Føroyum, ið er í Vágum vestan fyri Sørvági á norðara armi á Sørvágsfirði. 

Tey gomlu húsini í bygdini liggja í einum trunka við smølum túnum ímillum, og vestast stendur hugnaliga Bíggjar kirkja, sum er bygd í 1865. Útsýnið út móti Tindhólmi, Gáshólmi og Drongunum er helst tað stórbærasta og vakrasta í Føroyum. Fram við strondini er ein lítil sandur, og síðan 1972 er loyvt at drepa grind her. 

Bøur er gomul bygd, nevnd í Hundabrævinum frá um 1350, men er helst væl eldri. Hon er eisini gomul kirkjubygd, og í skrivligum keldum er nevnt, at kirkja var í Bø í 1710. Nær fyrsta kirkjan í Bø varð bygd er ikki greitt. 

Tann kendasta søgnin úr Bø er um arvastríð. Tveir brøður, Símun og Eirikur, áttu alla jørðina í bygdini í felag, og Eirikur strongdi á at fáa býtt teirra millum. Tað endaði við, at Eirikur drap Símun og fór til bispin í Kirkjubø at lýsa víggið. Bispur lovaði honum fyrigeving, um hann gav kirkjuni og bispi góðar bøtur. Eirikur játtaði, og semjan varð skorin á eitt trækelvi. Eirikur so vestur aftur, og komin inn um Sund, helt hann seg vera komnan úr øllum vanda, men tá reistist ein boði seg og holvdi bátin, og Eirikur druknaði. Boðin eitur Eiriksboði og liggur innan fyri Tindhólm stutt úr landi. 

Eigindómurin í bygdini er 18 merkur innan- og uttangarðs, og av hesum eru 13¼ mørk kongsjørð og 4¾ mørk óðalsjørð. Ein søgn sigur frá, hvussu tað bar til, at meginparturin av jørðini fór undir kong. Tá hevur bygdin verið lítil, kanska bert tann eini garðurin. Eldurin á grúgvuni var útkólnaður, og fyri at fáa eld aftur mátti farast í grannabygdina at biðja lív,og hetta var hildið at vera skomm. Ein arbeiðskona var send inn til Sørvágs við ílæti at bera eld í. Eingin var inni, og hon tók nakrar gløður av grúgvuni og fór so rennandi aftur til Bíggjar. Men tá ið hon kom nakað áleiðis, fór at rúka úr ílætinum, og hetta var sætt úr Sørvági og meldað til myndugleikarnar. Tá fór henda jørðin undir kong. 




#Article 266: Læsø kommuna (141 words)


Læsø kommuna (Danskt: Læsø kommune) er ein kommuna, tann minsta í Danmark. Fjórða hvørt ár velja øll eldri enn 18 ár 9 fólk í kommunustýrið. Læsø er ein av teimum 11 kommununum í Región Norðurjútlandi. Allur landsparturin er felags um sjúkrahús, skúlar til ung og tilkomin og høvuðsvegirnar. Landsparturin rindar eisini ein part av tí, tað kostar at hava ferju at sigla á Læsø. 

Á læsø búgva eini 1.800 fólk, men hvørt summar liggja eini 100.000 ferðafólk nátt í oynni. Fá ferðafólk fara avstað aftur sama dag, tey koma. Umleið 24 fólk búgva á hvørjum km2. Í skúlanum ganga 320 børn úr 1. flokki upp í 10. flokk. Eingin privatskúli er í oynni. 

Besta sambandið til Læsø er ferjan. Hon siglir ímillum Frederikshavn og Vesterø Havn tvær, tríggjar ferðir um dagin um veturin og tríggjar, fýra ferðir um dagin um summarið. 




#Article 267: Skanderborg kommuna (123 words)


Skanderborg kommuna (Danskt: Skanderborg kommune) er ein kommuna í Región Miðjútlandi (fyrr í Århus Amt) í Danmark. Kommunan við sama navni frá 1970 til 2006 var nógv minni, nýggja kommunan er eitt úrslit av Kommunalreforminum í 2007. Hesar kommunur vóru samanlagdar til ta nýggju Skanderborg kommunu:

Skanderborg kommuna er ein partur av Región Miðjútlandi.
Venstremaðurin Jens Grønlund, borgarstjóri í Galten kommunu, varð við kommunuvalinum 2005 valdur sum formaður fyri sammanleggingarnevndini og harvið borgarstjóri í tí verandi Skanderborg Kommunu.

Hægsta náttúrliga punktið í Danmark, Møllehøj, 170,86 metrar yvir havið, og Ejer Bavnehøj, 170,35 metrar yvir havið, eru í tí syðra partinum av kommununi í ein útsynning av Skanderborg ýi, við Yding Skovhøj móti vestri er Horsens kommuna. Himmelbjerget liggur í vestara parti av kommuni.




#Article 268: Bardagin í Mannafalsdali (425 words)


Bardagin í Mannafalsdali er ein føroysk søgn um stríð millum føroyingar um byggingina av Kirkjubømúrinum (eisini nevnt Magnus katedralurin). Av og á verður hetta sagnarstríð nevnt Føroya einasta borgarakríggj.

Eftir søgnini var hetta stríðið í tíðini, meðan maður nevndur Mús var bispur í Kirkjubø. Mús bispur legði høgar skattir á føroyingar til tess at gjalda fyri kirkjuna, sum tá var í gerð í Kirkjubø. Fólk sunnanfyri Hórisgøtu, t.e. í Suðurstreymoy, Sandoy, Skúvoy og Suðuroy, samdust um saman at halda ímóti bispinum. Bispurin fekk fólkið norðanfyri Hórisgøtu í part við seg.

Hin norðari parturin ætlaði at savna herlið fyri at herja á syðra partin og kúga hann undir bispin. Men syðri parturin fekk frænir av hesum, gjørdi skjótt av, savnaði egið herlið og fór norður at herja á hin norðara partin.

Í Mannafalsdali, sum er norðanfyri Kaldbaksbotn, hittust herliðini og brustu saman. Sunnanmenninir vóru við undirlutan og máttu víkja. Grasið í dalinum sigst vera reytt, og hetta sigst vera av tí nógva blóðinum, sum tá fleyt.

Árið eftir komu sunnanmenninir aftur at hevna ósigurin. Tá stóð stríðið í dalinum við Kollafjørð. Sunnanmenninir høvdu fingið bóndan í Akrabergi og synir hansara, sum vóru av frísaætt og heidnir, at ganga á odda fyri stríðnum. Sunnanmenninir vóru eisini styrktir við tveimum víkingaskipum.

Hesuferð vóru sunnanmenninir við yvirlutan. Bispurin flýggjaði og slapp heilskapaður til Kirkjubøar og sunnanmenninir aftaná. Sunnanmenn tordu tó ikki at bróta dyr at fara inn eftir bispi, so teir sendu hin heidna bóndan í Akrabirgi eftir bispi.

Bispurin kláraði at sleppa upp á kirkjumúrin við øks í hendi. Akrabergsbóndin og synirnir hættaðu sær ikki upp eftir honum, so teir settust at bíða. Tríggjar dagar og nætur seinni fall bispurin í óvit av svongd og tosta, og datt av múrinum, og varð straks dripin av bóndanum.

Kirkjumúrurin, sum enn stendur óliðugur, verður nú nevndur Kirkjubømúrurin.

Søgufrøðingar ivast ikki í, at Erlendur bispur (?-13. juni 1308) læt Dómkirkjuna í Kirkjubø byggja. Skal søgnin takast fyri fult, so má Erlendur bispur vera Mús bispur. Hans Jacob Debes ivast tó í um meir enn ein søguligur kjarni er í søgnini. Kirkjubyggingin má hava verið kostnaðarmikil fyri so lítið samfelag, sum hitt føroyska helst var tá. Tí er væl møguligt, at Erlendur hevur fingið fólkið ímóti sær. Tó at meiri kann vera satt í søgnini, so eru eingi prógv fyri tí.

Eftir søgnini gongur alt hetta fyri seg meðan Mús er bispur í Kirkjubø. Erlendur varð vígdur til bisp í Føroyum í januar í 1269. Og hann doyði 13. juni 1308. Kjarnin í søgnini má hava gingið fyri seg innanfyri hesa tíðina.




#Article 269: Jógvan Waagstein (448 words)


Jógvan (Joen) Waagstein (4. september 1879 í Klaksvík - 15. desember 1949 í Tórshavn) var ein føroyskur songlærari, kórleiðari, urguleikari, tónasmiður og málari.

Jógvan Waagstein er ein undangongumaður í føroyskari myndlist, ið tók seg upp stutt eftir aldamótið 1900. Hann varð borin í heim í Klaksvík, fekk sær útbúgving sum skúlalærari og virkaði alt lív sítt sum kennari, serstakliga við Tórshavnar Kommunuskúla. Waagstein var av tí serstaka musikalska Toftanesslagnum, har ein stórur partur av tónleikarum okkara hevur sínar røtur, og tónleikur hevði hansara størsta áhuga. Hann var songlærari og kórleiðari, gav út bøkur og annað tilfar til songundirvísing og var urguleikari við Havnar kirkju. Waagstein var gávuríkur tónasmiður, og hann hevur smíðað mong umhildin løg til føroyskar fosturlandssangir og aðrar yrkingar, eitt nú eftir Janus Djurhuus, Hans A. Djurhuus og Christian Matras, ið eru vorðin fólkaogn, 32 teirra eru at finna í Songbók Føroya Fólks. Stóran týdning fekk arbeiði hansara við at savna gomul føroysk sálmaløg og leggja tey til rættis til kirkjubrúk.

Jógvan Waagstein hevði eisini stóran áhuga fyri málningalist. Sum tónleikari var hann professionellur, málningurin kom í aðru røð, men eisini á hesum øki fekk hann sera nógv frá hondini. Hann var sjálvlærdur: - Tað sindrið av vitan, eg havi um málarí, havi eg fingið frá frú Heilmann og frk. Taylor, hevði hann á sinni fyri munni. Flora Heilmann (1872-1944), prestafrúa á Viðareiði og vinkona hennara, amerikanski ferðandi rithøvundurin Elizabeth Taylor (1856-1932), málaðu báðar, Waagstein má hava hitt tær, helst á Viðareiði, og har fingið nakað av kunnleika til málningakynstrið. Men seinni fekk hann eisini undirvísing á Statens Tegnelærerkursus í Keypmannahavn, og í 1919 var hann námsferð í Keypmannahavn og Týsklandi. 

Í ungdómsárum Jógvans vaknar tjóðskaparkenslan í Føroyum, við henni ansur fyri máli og nýggjum skaldskapi, men eisini nýskapandi list í víðari merking, og møguleikin letur seg upp fyri at bera fram kenslur ikki bara við orðum, men eisini við tónum og myndum. Áhugin fyri fólksins siðbundnu mentan vekir eisini áhuga fyri landslagnum - tí umhvørvi, sum okkara serstaka mentan er runnin av. Tann norðurlendska romantiska landslagslistin, m.a. danska gullaldarmálaríið, er íblástur Jógvans, stundum kennist eitt brá av franskari impressionismu. Málarin fer út í náttúruna við myndafóti sínum og málarakassa, leitar upp vøkur útsýni yvir dalar og fjøll og stríðist við at festa sína kveiking á løriftið. Við málningum eftir Waagstein og hansara nýskapandi javnaldrum Niels Andreas Kruse og Kristini í Geil síggja føroyingar á fyrsta sinni lýsingar av sínum egna landslag, og meginpartin av 20. øld hevur landslagið verið megintemað í føroyskari myndlist.

Í langari røð av málningum lýsir Jógvan Waagstein tað føroyska landslagið, sum eingin hevði áður, hann sýndi fram málningar sínar í Havn, men umframt hevði hann framsýningar í Keypmannahavn, Oslo og Glasgow.




#Article 270: FLOT (123 words)


FLOT er svimjifelagið hjá íbúgvarunum í Nes Sóknar kommunu og Runavíkar kommunu. Felagið varð stovnað 2. apríl í 1984, og eftir at hava verið niðurlagt, varð tað endurstovnað í 1992. Síðani hevur felagið verið virkið og hevði í 2005 umleið 80 virknar limir.

Venjingin fer fram í svimjihylinum í Tofta Skúla, sum er 16,67 m til longdar.

Ein av svimjarunum hjá FLOT, sum hevur klárað seg sera væl í 2010, er Birita Debes. Hóast hon var juniorur í 2010, so setti hon fleiri føroysk senior met. Eitt av metunum setti hon, tá hon sum fyrsta føroyska kvinnan vann gull á norðurlendsku svimjistevnuni. Tað gjørdi hon á NJM stevnuni í Kastrup í Danmark 11. desember 2010, hon vann gull í 100 metrar ryggsvimjing .




#Article 271: Føroyskir fótbóltsmeistarar (188 words)


Føroyska landskappingin í fótbólti er løgd um nakrar ferðir frá stovnan í 1942. Ein tann týdningarmesta broytingin var í 1976, tá ið beinleiðis upp og niðurflyting millum deildirnar varð innførd.

Talið av feløgum, ið hava kappast um FM-heitið hevur verið ymiskt. Okkurt av teimum fyrstu árunum vóru einans 4 feløg í kappingini. Hetta talið er tó síðani fleiri ferðir justerað. Frá 1976 til 1987 vóru fyri tað mesta 8 lið og síðani 1988 hava verið 10 lið í bestu deildini.
 
Við at spæla úti og heima ímóti hvør øðrum, hava feløgini síðan 1988 spælt 18 dystir um árið. Fram til og við 1995 fekk vinnandi felag 2 stig fyri sigur, men frá 1996 vórðu 3 stig latin. 

Í 2005 varð kappingin enn einaferð umskipað. Tað vóru framhaldandi 10 feløg í bestu deildini, men nú spældu tey 3 ferðir móti hvørjum øðrum, so dystartalið hækkaði til 27 dystir. Eisini broytti besta deildin í 2005 navn til Formuladeildin eftir høvuðsstuðlinum formula.fo. Í 2005 varð næstbesta deildin framvegis rópt 2. deild, men í 2006 broytti næstbesta deildin navn til 1. deild. Í 2009 broytti besta deildin navn frá Formuladeildin til Vodafonedeildin.




#Article 272: Fótbóltur í Føroyum (333 words)


Føroyar eru við í nógvum altjóðakappingum til dømis EM og HM í fótbólti.

Føroyskur fótbóltur hevur røtur aftur í 19. øld.
Í apríl mánaði 1892 stovnaðu tvørámenn Tværå Boldklub TB, sum sostatt gjørdist fyrsta fótbóltsfelagið.
Nógv ár gingu, áðrenn nakað annað felag varð stovnað, so TB spældi fyri tað mesta móti eingilskum trolaramanningum og trongisvágmonnum, ið møguliga eisini høvdu eitt felag um tað mundið. Smb. hundrað ára minnisritinum hjá TB eru menn tó ósamdir í hesum máli.
Fyrsta veruliga fótbóltsfelag, sum varð stovnað eftir hetta, var Havnar Bóltfelag (HB), ið sá dagsins ljós í oktober 1904. Klaksvíkingar høvdu tó longu í august stovnað Klagsvigs Idrætsforening KÍ, men fóru teir har norðuri tó ikki at spæla fótbólt fyrr enn í 1911.

Í 1942 byrjaði landskappingin í føroyskum mansfótbólti. Henda kapping hevur síðani á hvørjum ári staðfest, hvat felag er best í Føroyum. Men øll byrjan er torfør, og tí var eingin kapping í 1944 orsakað av bólttroti. 

Kappingin er broytt fleiri ferðir. Týdningarmesta broytingin hendi undan leikárinum 1976, tá ið beinleiðis upp- og niðurflyting millum deildirnar varð innførd. 

Í 1988 varð 1. deild víðkað til 10 feløg. 
Í 1996 innførdi fótbóltssambandið regluna um, at vinnandi liðið í einum dysti fekk 3 stig. 
Í 2005 varð kappingin umløgd enn einaferð, so nú spæla liðini í 1. deild 27 dystir hvør móti øðrum. Skeiva dystartalið ger, at nú fáa summi lið tveir heimadystir móti onkrum mótstøðuliði, meðan tey fáa tveir útidystir móti onkrum øðrum. Skipanin er roynd í nøkur ár í Danmark, og enn er ov tíðliga at gera nakra niðurstøðu um virðið í hesi skipan fyri føroyskan fótbólt. 

Í 1955 varð ein føroysk steypakapping sett á stovn. Føroysk feløg høvdu tó undan hesum dystast um ymisk steyp, men hetta var fyrstu ferð, at steypakapping í fótbólti varð fyriskipað undir ÍSF. Tá ið Fótbóltssamband Føroya varð stovnað í 1979, tóku teir sær av øllum føroyskum fótbóltskappingum.

AB, B36, EB/Streymur, FS Vágar, GÍ, HB, ÍF, KÍ, MB, NSÍ, B71, Skála, SÍ, TB, B68, Undri FF, FC Suðuroy.




#Article 273: HM fótbóltur (513 words)


HM í fótbólti (enskt: FIFA World Cup) er størsta undirhaldshending í heiminum. Einki annað tiltak savnar líka nógv fólk frammanfyri sjónvarpsskermarnar sum hendan kappingin, ið verður avgjørd fjórða hvørt ár. Men soleiðis hevur ikki altíð verið.

Í 1904 var fundur hildin í Paris við tí endamáli at seta á stovn eina heimssamgongu fyri fótbóltssambond. - Federation Of International Football Asssociations (FIFA), sum samgongan kom at eita, hevði upprunaliga sjey limalond; Belgia, Danmark, Frakland, Niðurlond, Spania, Sveis og Svøríki. Bretsku fótbóltssambondini (Ongland, Skotland, Írland og Wales) vóru ikki umboðað á fundinum, m.a. orsaka av, at fótbólturin longu var professionel ítrótt í Bretlandi. Nýstovnaða fótbóltssamgongan setti sær m.a. sum mál at skipa fyri eini Heimsmeistarakapping.

Tá ið Fyrri Heimsbardagi brast á, var FIFA vaksið og kundi nú av røttum kallast ein heimsfelagsskapur; Brasil, Argentina, USA og heimalondini Ongland, Írland, Skotland og Wales vóru nú komin við. Hóast hesa vaksandi undirtøku vóru trupulleikar fyri framman. Eftir kríggið vildi Ongland (og teir fingu stuðul frá Skotlandi, Írlandi, Wales, Fraklandi og Belgia) ógvuliga treyðugt spæla dystir móti gomlu fíggindunum úr Týsklandi, Eysturríki og Ungarn, og á fundi í Bruxelles í 1919 varð samtykt ikki at hitta neutralar samgongur ella neutral feløg, ið hava spælt móti samgongum, ella feløgum úr Miðveldunum, og soleiðis settu bretar seg sjálvar uttanfyri heimsfelagsskapin. Í Belgia broyttu tey skjótt meining, tí tey skuldu vera OL-vertir í 1920, og kundu tí ikki loyva sær slíkan hugburð.

Á fundinum í 1926 staðfesti Henri Delauny, sum var formaður í fronsku fótbóltssamgonguni, at Ein altjóða fótbóltskapping kann ikki longur vera partur av Olympisku Leikunum, ið er fyri amatørar, tí professionalisman er komin.
Spurningurin var bara, hvussu ein professionellur fótbóltsspælari skuldi definerast. Bretsku fótbóltssamgongurnar, ið nú aftur vóru komnar upp í FIFA, ivaðust ikki og settu fram sína definitión fyri hinum limalondunum; men tey høvdu ilt við at semjast um bretsku loysnina, og hesaferð var ósemjan verri at bøta, og tí hildu bretar seg burtur frá Heimsmeistarakappingini í mong ár. Men HM kom tó kortini. 

Á FIFA fundinum í 1928 varð skotið upp at fara undir fyrireikingarnar til HM kappingina í fótbólti. 25 limalond atkvøddu fyri uppskotinum; bert Svøríki, Danmark, Noreg, Finnland og Estland atkvøddu ímóti. Hugo Meisl fekk uppgávuna at leggja kappingina til rættis. Meisl var ein av fremstu monnunum í Miðevropiskum fótbólti, og hevði um hetta mundið skipað fyri teimum væleydnaðu kappingunum Mitropa Cup, ið var kapping fyri feløg, og Nations Cup, ið var fyri landsliðini hjá Kekkoslovakia, Eysturríki, Sveis, Italia og Ungarn. Fyri at kappingin skuldi eydnast og av røttum kunna bera heitið Heimsmeistarakapping Í Fótbólti, mátti ein háttur finnast at fáa londini í Suðuramerika við. 

Tey lond, sum ynsktu at vera vertir, vóru Svøríki (hóast teir høvdu atkvøtt ímóti kappingini!), Niðurlond, Spania og Ungarn; men kortini var tað Uruguei, sum fekk heiðurin. Landið vann Olympisku kappingina í 1928 og bjóðaði sær til at rinda allar útreiðslurnar hjá teimum luttakandi landsliðunum. 

Myndahøggarin Abel Lafleur evnaði steypin til, ið fekk navnið Jules Rimet Steypið at heiðra formannin hjá FIFA, tí hansara eldhugur hevði verið so avgerandi fyri at fáa HM kappingina av bakkastokki. 

Dato: 13/7 - 30/7




#Article 274: Trongisvágur (185 words)


Trongisvágur er ein bygd í Suðuroynni, sum hoyrir til Tvøroyrar Kommunu. Trongisvágur er tó eldri bygd enn Tvøroyri. Tvøroyri varð ikki bygt fyrr enn í 1830'unum, tá Kongaligi Einahandilin læt upp krambúð á Tvøroyri.  Trongisvágur liggur rundan um Trongisvágsfjørð, bygdin gongur næstan heilt út til Hvítanes á norðaru síðu av fjørðinum, runt um fjørðin, suður um fjørðin til áleið har sum Drelnes er (har sum Saltsiloin er). Ferjulegan hjá Smyrli eitur Krambatangi og er beint eystanfyri Trongisvág á syðra armi av Trongisvágsfirði. Grannabygdin fyri sunnan er Øravík. Ein ítróttarhøll er í Trongisvági, har er eisini Trongisvágs Skúli, ein kantina og barnaansing hjá Tvøroyar Kommunu. Fleiri ítróttarfeløg venja og spæla dystir í ítróttarhøllini, m.a. flogbóltsfelagið TB, borðtennisfelagið TBF og TB hondbóltur og TB innandura fótbóltur. Nevnast kann eisini, at fleiri kendir TBarar eru úr Trongisvági.
Kampingpláss er á parkeringsøkinum sunnanfyri ítróttarhøllina, tað er væl vitjað í summarhálvuni. 

Á veg til Hvalbiartunnilin koyrir ein framvið Viðarlundini í Trongisvági. Viðarlundin er sera hugnalig. Har rennur ein á gjøgnum viðarlundina, gøtur eru gjørdar inni í viðarlundini og benkur og grillir eru settar upp, so fólk kunnu hugna sær har.




#Article 275: Akrar (228 words)


Akrar er lítil bygd á sunnara armi á Lopransfirði í Suðuroy, ein sonevnd niðursetubygd.

Skriftformurin Akrar, sum higartil hevur verið vanligur, setur navnið í samband við kornvelting. Tey sakligu viðurskiftini á staðnum tala ímóti hesari tolking. Navnið gongur óivað aftur til eitt gamalt norrønt hvørkikynsorð øgr ’lítil vík’, í hvørjumfalli fleirtali øgrum, í hvørsfalli agra. Av hesum formum er formurin Agrar runnin sum sekunderur hvørfalsformur (og hevur skift til kvennkyn). 

Fyrsti maður, ið setti búgv á Økrum, var úr Sumba. Hetta var í 1818. Seinri fluttu onnur til bygdina. Kendasti maður á Økrum er Poul Johannes Midjord (1823-1908), ið var táttayrkjari. Hann giftist við dóttur nesbóndans hinu megin fjørðin, men tað var ikki við bóndans vilja, og sagt verður, at Poul Johannes fór eftir unnustu síni á nátt og flutti hana yvir um fjørð, uttan at foreldrini vistu av. Kendasti táttur hansara er eisini Nesbóndatátturin, har hann ger gjøldur burtur úr verfaðirinum.

Ein annar kendur maður av Økrum er politikarin Jacob Vestergaard, ið var fiskimálaráðharri Føroya undir fyrru og seinnu stjórn Kaj Leo Holm Johannesen, m.a. í tíðini, tá ið ES setti handilsforðingar (boykot) í verk ímóti Føroyum orsakað av trætuni um silda- og makrelkvotuna. Jacob Vestergaard stóð tó fastur við sína áskoðan og vann ósemjuna, ið endaði við, at ES noyddist at slaka og ganga við til, at Føroyar fekk størri kvotu, enn ES upprunaliga hevði ætlað.




#Article 276: Porkeri (637 words)


Porkeri er ein bygd og kommuna í Suðuroynni. Bygdin liggur á eystursíðuni á oynni uttalaga á norðara armi á Vágsfirði. Porkeris skúli varð tikin í nýtslu í 1984. Skúlin er skipaður við 7 ára skúlagongd og halda næmingarnir fram í framhaldsdeildini í Vágs skúla. 
Skúlaárið 2005/2006 arbeiddu 3 lærarar í skúlanum, onkur fulla tíð og aðrir niðursetta tíð. Barnatalið í skúlanum var tá 29. Um veturin eru ymisk tilboð til kvøldskúlaundirvísing, t.d. kunnu tilboð vera um undirvísing í postalínsmáling, hondarbeiði og seyming. Luttøkutalið liggur vanliga um 40-60. Fimleikarhøllin verður nógv nýtt, serliga vetrarhálvuna. Eitt borðtennisfelag varð stovnað í Porkeri í 2009, tað nevnist Purkan.
Nýggjur skúladepil varð bygdur í Grønudali í Porkeri, beint við Hov. Hann varð tikin í nýtslu í 2009. Í skúladeplinum eru tveir skúlar: Miðnámsskúli og Heilsuskúli.

Kirkjan er bygd í 1847. Hon stendur í tí gamla partinum av kirkjugarðinum, har eisini aðrar kirkjur hava staðið undan hesari. Kirkjan er bygd av viði og er takt við flagi. Klædningurin er tjøraður, meðan grundin, vindeyguni, hurðarnar, vindskeiðirnar og tornið eru hvít. Innan er kirkjan ómálað.

Altartalvan vísir Jesus í Getsemane og er helst meira enn 200 ár gomul. Á altarinum standa fýra messingstakar; teir tveir við hvør sínum ljósi og tveir við 4 ljósum hvør, og kirkjan eigur 4 altardúkar; allir hesir lutirnir eru givnir. Á altarinum standa eisini tveir gipsfigurar við áskriftini St. Johannes og St. Paulus og tann gamli kalikurin frá 1825 og tann nýggjari frá 1987.

Í kórinum stendur gamli doypifunturin úr viði við tinfati frá 1789 og tann nýggjari, sum er olmussugáva frá 1923, og er málaður hvítur. 

Mannfólkamegin í kirkjuni eru 13 stólar, og konufólkamegin eru 12 stólar, har umleið 150 fólk kunnu sita. Í kirkjuni hanga 3 ljósakrúnur, ið eru olmussugávur, og á vegginum hanga eisini tvær minnistalvur. Í kirkjuni hongur modell av sluppuni Beinisvørð,  sum er ein gáva.

Úppi yvir hurðini í forkirkjuni hongur ein navnafjøl viđ árstalinum MDCCCXLVII og við forbókstavunum hjá teimum, sum bygdu kirkjuna; í forkirkjuni stendur eisini gamalur gravsteinur við m.a. árstalinum 1640 og kirkjubússan, sum er modell av kirkjuni. Á loftinum stendur orglið frá 1981. Fyrsta orglið fekk kirkjan stutt eftir 1900.

Í torninum hongur gamla kirkjuklokkan frá 1952 og tann nýggjara, sum er givin í 1976.

Á úthurðini er útskorin rosett og kongakrúna- árstalið 1847 og C R VIII.

Ymsar metingar eru um, hvussu gomul bygdin er, men roknast kann við, at hon er millum elstu bygdir í Føroyum, tí fyrstu ferð navnið Porkeri kemur fyri, er í Hundabrævinum umleið 1350, har nevnt verður, at í Porkeri skal vera ein seyðahundur. Hvør upprunin til navnið Porkeri er, eru ymsar sagnir um. Tann mest kenda man vera tann, at tá fyrsti maður, ið búsettist í Porkeri, fór at velta jørðina, kom hann fram á purkur í moldini. Søgnin sigur, at Hovgrímur høvdingi í Hovi skuldi hava havt svínagerði her á staðnum, og at tað vóru purkur av hesum svínum, ið fyrsti niðursetumaðurin fann. Tí gav hann plássinum navnið Purkurgerði, ið seinni er blivið til Porkeri

Porkeris Bygdarsavn er ein sjálvognarstovnur, sum Føroya Landsstýri góðkendi sum ein stuðulsøkjandi stovn tann 19. mars 1997. Porkeris Bygdarsavn eigur Gamla Skúla, sum varð bygdur í 1888, og ognina Í Eystrum, sum hevur verið elligamal bústaður í Porkeri. Í Eystrum eru sethús, sornhús og fjós.

Porkeri er eisini ein av gomlu bygdunum við fleiri býlingum. Hin ovasti er býlingurin í Eystrum. Hann er gamal býlingur, og har vóru bert eini hús. Eitt lítið festi var í húsunum, sum gjøgnum øldir er gingið frá faðiri til elsta son. Fyrst í 19. øld bygdi næstelsti sonurin í Eystrum nýggj hús eystan fyri gomlu húsini, og tey fingu navnið í Skálanum. Síðani hava tvinni hús verið í Eystrum. Húsini, ið nú standa uppi, eru bygd um 1870, og har hava búð fólk til um 1970. Nú standa húsini í Eystrum tóm.




#Article 277: Kvívík (642 words)


Kvívík er ein bygd í Streymoy, á gomlum donskum stavað Quivig. Kvívík er ein gomul bygd, sum er nógv vaksin í nýggjari tíð. Í Kvívík er ein krambúð. Har er sparikassi og posthús. Meginparturin av fólkinum í Kvívík arbeiðir aðrastaðni enn í heimbygdini. Nógvir menn eru til fiskiskap við skipum, ið hoyra heima ymsastaðni í landinum, og nógv av heimafólkunum arbeiða í Havn. Í Kvívík eru tó tvær handverkarafyritøkur, ið hava nógv at gera, og sjálvandi er nakað av landbúnaði í bygdini eisini.

Í Kvívík eru gamlar víkingatoftir, ið hava sín uppruna í landnámstíðini í 9. ella 10. øld. Tá grivið varð út fyri einum pakkahúsi í tíðarskeiðnum millum 1870 og 1880, komu kvívíkingar fyrstu ferð fram á hesar toftir. Í 1942 fór veruligur útgrevstur fram á staðnum, við tí fyri eyga, at kanna vavið av hesum toftum og at kanna hesar víkingatoftir meiri nágreinliga, m.a. staðfesta nær tær eru reistar. Tey elstu húsini, sum standa uppi í Kvívík í dag, eru bygd í 18. øld. 

Kvívík er elligomul kirkjubygd. Trúðbótin var lógarfest í Danmark í 1536, og  Ólavssøkudag í 1541 vórðu fleiri upprunaligir katólskir prestar vígdir til lutherska tænastu. Ein teirra, harra Pætur Lýðarsson, var prestur í Kvívík (Lenvig, 1990). Undantikið eitt tíðarskeið í 1600 talinum, tá prestasæti var norðuri í Kjalnesi í Kollafirði, hevur prestur havt sæti í Kvívík. (Lenvig, 1990)

Prestgarðurin varð settur á verandi grund á Kirkjuteigi einaferð í tíðarskeiðinum frá 1807 til 1839. Aðrenn tað hevur helst ligið nakað sunnanfyri verandi prestagarð.  Í 1852 varð prestagarðurin bygdur av nýggjum, og seinni eru ymsar minni tillagingar gjørdar (Lenvig, 1998).

Í einum kirkjusýni frá 1709 verður greitt frá einari kirkju lagað av gróti, brósta innan við viði, hevði 8 benkur hvørju megin og takt við nævur og flag. Hesar kirkjurnar er stundum nevndar bóndakirkjurnar. Júst hvar henda kirkjan hevur staðið, er óvist. Í 1723 verður kirkja bygd í núverandi gamla kirkjugarðinum, sum verður tikin niður og bygt uppafur í 1754. Munandi umvælingar verða gjørdar í 1794-97, og í 1838 verður nýggj kirkja bygd, sum rúmar øllum teimum 162 sóknarfólkunum, ið tá eru. Hesi árini er Kvívík í stórari menning, og kirkjan verður skjótt ov lítil. Núverandi kirkja, sum er lagað úr gróti, er bygd framman (norðan) fyri prestagarðin í 1903 (Lenvig, 1998)

Skúlin í Kvívík varð tikin í nýtslu í 1907. Har ganga næmingar úr Kvívík, av Stykkinum og av Skælingi. 22. august 1976 varð nýggi skúlin í Kvívík vígdur av Ejvindi Vilhelm varabispi.

Børnini á Válinum ganga í skúla í Vestmanna og børnini í Leynum ganga í skúla í heimbygdini. Í løtuni eru ongi børn í skúlaaldri á Skælingi. Frá 6. flokki fara børnini í Kvívík, á Stykkinum, í Leynum og á Skælingi í framhaldsskúla í Vestmanna. 57 næmingar ganga í bygdarskúlanum í Kvívík. Á framhaldsdeildini í Vestmanna eru 30 næmingar úr Kvívíkar kommunu.

Í bygdini er eisini eitt samkomuhús. Tað er arbeiðsmannafelagið Samvirki ið eigur og rekur bygda- og ungdómshúsið, sum eitur Glæman. Tað er karmur um felagslívið í bygdini. Í Kvívík er eisini eitt róðrarfelag. 

Í 2010 varð nýggjur dagstovnur bygdur og tikin í nýtslu 16. august 2010. Har eru stovur til børn í vøggustovu, barnargarði og til frítíðarskúlabørn. Stovnurin eitur Dagstovnurin Áarlon. Stovurnar til tey smærru børnini eita Sóljan og Summardáin, barnagarðsstovurnar eita Smæran og Blákollan, Frítíðarskúlin eitur Frítíðarstovan Túgvublóman.

Í Kvívík er eitt róðrarfelag, sum eitur Kvívíkar Sóknar Róðrarfelag. Sum navnið sigur er tað fyri alla sóknina. Bátarnir hjá felagnum eru ljósabláir, teir hava myrkabláar stokkar og reyða rond. Felagið hevur róð kapp í trimum bátum: Junkarin, sum er eitt 5 mannafar, Kvívíksbáturin, sum er eitt 8 mannafar og Kvívíkingur, sum eisini er eitt 8 mannafar.

Lenvig, Rólant, 1990, Kvívíkar kirkja, eitt hefti, ið varð givið út í samband við urguvígsluna  18. november, 1990.

Lenvig, Rólant, 1998, Kvívíkar kirkja, í Kirkjunar í Føroyum, Yngru hválvkirkjurnar, Ed. J. P. Gregorisssen, s. 188-207, Forlagið í Stølpum.




#Article 278: Hvannasund (466 words)


Hvannasund er ein bygd í Viðoy, á gomlum donskum stavað Quannesund. Bygdin Hvannasund er uppkallað eftir sundinum millum Borðoy og Viðoy. Bygdin er bundin saman við Borðoy við eini byrging um Hvannasund – hinumegin byrgingina er bygdin Norðdepil. Strandfaraskipið Ritan siglir fleiri ferðir um dagin frá Hvannasundi til tær báðar eystastu oyggjarnar Fugloy og Svínoy.

Við Hvannasund, sum skilir Borðoy og Viðoy, liggja bygdirnar Hvannasund og Norðdepil. Kommunan eitur Hvannasunds kommuna og fevnir um bygdirnar Hvannasund, Múla, Norðdepil, Depil og Norðtoftir. Bygdin Hvannasund liggur á Viðoynni meðan hinar fýra bygdirnar eru á Borðoynni. Í kommununi búgva umleið 460 fólk. Á Fossanesi er felagsskúli fyri alla kommununa og har ganga umleið 50 børn. 

Høvuðsvinnan í kommununi er útróður. Hvannasund er millum tey fremstu útróðraplássini í Føroyum. Fiskurin frá útróðrarbátunum verður seldur á uppboðssøluni í Klaksvík. Í bygdini er tó eitt flakavirki, ið ikki longur keypir fisk frá útróðrarbátum á plássinum, men keypir virkið sína rávøru á uppboðssølunum, serliga á uppboðssøluni í Klaksvík. 

Í kommununi er eisini stórt alivirksemi. Felagið Eystlaks hevur bæði smoltalistøð og sjógvalistøð. Á smoltalistøðini á Norðtoftum verða 1,5 milliónir laksasmolt framleidd um árið. Sjógvalistøðin framleiðir 3.000 tons av kruvdum laksi árliga. Í Hvannasunds kommunu arbeiða 25 fólk hjá Eystlaks. Onnur arbeiða í Klaksvík, har fyritøkan hevur kryvjivirki, og samlaða árliga lønarútgjaldingin er 9 milliónir krónir. 

Hvannasunds kirkja varð vígd í 1949.

Tann 28. mai 2008 var Hvannasund fyri einum løgnum fyribrigdi, ið minti mest um eina flóðaldu. Veðrið var av tí besta henda dagin, tá ið brádliga fór at súða, og síðan setti nógvur sjógvur inn í sundið sunnaneftir. Frá tí, at vatnstøðan var lægst, tá sjógvurin dró út úr sundinum, til hon aftur var í hæddini, var ein munur upp á einar 2,5-3 metrar. Sjógvur stóð heilt niðan móti egningarskúrunum í bygdini, og tá fjaraði aftur, stóðu bátar á turrum botni, og fiskur spraklaði í fjøruni. Orsøkin til fyribrigdið er ókend. Fólk hugsaðu, at talan mátti vera um omanlop, ið hevði verið har á leið, men eingin kennir til nakað omanlop. 

Havrógvarin Livar Nysted er úr Hvannasundi og býr har við familju síni. Hann hevur fleiri ferðir róð um høv, tað einu ferðina, í 2010, setti hann saman við 2 bretum og einum íra heimsmet. Teir tóku eitt 114-ára gamalt heimsmet, sum tveir norðmenn settu í 1896. Teinurin var tvørtur um Norðuratlantarhavið úr New York til St. Mary í Scilly Oyggjunum, teir róðu teinin á 43 dagar, 21 tímar og 26 minuttir og komu í land á Scillyoyggunum hin 31. juli 2010. Stór móttøka varð í Hvannasundi fyri Livari, tá hann kom heimaftur hin 5. august 2010. Har var reyður løpari, fýrverk og røður, eitt nú helt borgarstjórin, Veronika Petersen, røðu fyri Livari. Í januar 2013 fer Livar á nýggja ævintýraferð, hesaferð tvørtur um Suðuratlantarhavið. Aftur hesaferð verður Leven Brown skipari á ferðini. 




#Article 279: Norðskáli (385 words)


Norðskáli er ein bygd í Eysturoy. Norðskáli er rættiliga gomul bygd, helst gongur søgan nakað aftur í miðøldina. Hon er minsta markatalsbygd í landinum, bert 4 merkur. Hetta bar í sær, at í tí longu tíðini, meðan jørðin var avgerðandi lívsgrundarlagið, kundu bert fá fólk lívbjarga sær á staðnum. Ymiskt bendir á, at fyrstu, fáu, búfólkini bert hava støðast har í styttri tíð í senn, hava verið uppisitarar í nøkur ár, og eru so flutt aftur til heimbygdina. Tá loyvt varð at leggja inn gerði, gjørdist grundarlag fyri einum størri fólkatali. 

Upprunaligi bøurin liggur frá Stórá og norður á Garðar. Í hesum samanhangi skulu vit eisini síggja elsta býlingin í bygdini, Reynið og Tøðuna. Navnið Garðsendi ber boð um, at hetta var markið norðureftir. Hetta sæst eisini týðiliga á eini tekning frá 1789, ið ein av luttakarunum á kanningarferðini hjá skotanum Stanley gjørdi ein summardag, tá ið teir róðu av Hvalvík og norður til Eiðis. Menn hava tó ikki bert dúvað uppá jørðina, men róð út við smærri bátum, tá ið líkindi vóru til tað. Seinni hevur bygdin breitt seg norðureftir og suðureftir, væl suður um hagamarkið móti Oyri. 

Vøksturin í fólkatalinum má eisini her síggjast í mun til lívsgrundarlagið, sum av álvara batnar aftaná 1800. Nú verða gerðini løgd inn - gerði, ið ikki bara geva húsum navn, men sum eru støðið undir húsarhaldinum saman við útróðri og seinni skipsfiskiskapinum. Hesa tíðina er sostatt neyðugt at fáa inntøkuna frá fleiri síðum til lívsins uppihald. Vár og summar til skips og hitt hálvárið til at velta og annað landbúnaðararbeiði. 

Handilsmenn hava hesa tíðina nógvar streingir at spæla uppá. Teir taka ofta ímóti fiski, eiga útróðrarbátar og skip, sum eru inntøkukelda hjá bygdafólkinum. Handilin hevði í nógvum førum postin um hendi, umframt ymsa frakt. Alt hetta gjørdi handilin til ein miðdepil í bygdini, har fólk savnaðist, ikki bert fyri at keypa, men eisini fyri at frætta tíðindi.

Við stóru útbyggingunum innan samferðsluna í 1970-árunum kom Norðskáli at liggja væl fyri í meginøkinum. Hetta hevur verið grundarlag undir nýggjum arbeiðsplássum í bygdini, so sum fiskavirki, stoypivirki, innan aling, eins og handils- og tænastuvirksemi. Norðanfyri brúnna um Streymin er vaksið fram eitt handilsøki, sum liggur sera væl fyri í mun til ferðsluæðrarnar í meginøkinum. Fólkatalið er vaksið rættiliga skjótt seinnu árini, og er komið upp um tey hálvttriðjahundrað. 




#Article 280: Nes, Eysturoy (498 words)


Nes er ein bygd í Eysturoy. Nes er markatalsbygd frá 1541, tá Heini Havreki búsetti seg har, og t.d. er Æðuvík niðursetubygd frá Nesi. Nes umfatar í dag økið frá Gerðinum og eystur í Líð. Á Nesi eru í dag  69  hús og her búgva 246 fólk. Tær fyrstu búsetingarnar á Nesi vóru:
Prestagarðurin, á Torkildsheyggi og Fyri uttan garð. 

Nes er gomul bygd, eftir henni hevur Nes kommuna navn. Á Nesi búði í langa tíð Føroya próstur. 

Vit vita ikki hvussu nógvar kirkjur hava verið á Nesi, og heldur ikki, hvussu gomul kirkjubygd Nes er. Fyrsta kirkjan, sum er nevnd í skrivaðum skjølum, er bygd millum 1679 og 1691, meðan Jacob Christensøn Klinte var sóknarprestur í Eysturoynni. Hon er tó neyvan hin fyrsta. Skjalprógva er, at prestur hevur búð á Nesi síðani 1541, og er tí hugsandi, at kirkja í øllum førum hevur verið har síðani tá. Í fyrstu innskriving í Regnskabsbogen, dagfest 4. mars 1691, stendur Kirchen har ieg af ny ladet opbygge..... Hetta kann geva okkum eina ábending um, nær kirkjan er bygd. Henda kirkjan varð standandi til 1715, tá ið nýggj kirkja varð bygd.

Av roknskapi sæst at kirkjan frá 1715 hevur staðið sjey ár við ongum torni, helst tí at tørvur hevur verið á peningi. Kostnaðurin fyri tornið var næstan triðingurin av samlaða byggikostnaðinum. Orsøkin til lutfalsliga høga kostnaðin fyri tornið kemst av, at tað einans var úr timbri. Stórur partur av útveggunum vóru úr gróti og var hetta heldur lættari og bíligari at fáa hendur á. Henda kirkjan stóð til 1761.

Árið eftir varð nýggj kirkja bygd. Hon var gjørd úr timbri og er møguliga fyrsta trækirkjan á bygd í Føroyum. Í Havn varð bygd ein trækirkja í 1609. Tá kirkjan varð niðurtikin í 1843, varð allur tann nýtiligi viðurin fluttur við báti inn á Saltnes, har skúli varð bygdur.

Kirkjan, sum nú er á Nesi, stendur á somu grund, sum allar tær undanfarnu kirkjurnar. Hon er bygd í 1843, meðan Christian Benedictus Garde var prestur í Eysturoynni og føroya próstur. 

Gamla Nes kirkjusókn var av Nesi inn á Skipanes. Í dag eru tað bygdirnar Nes, Toftir, Saltnes og Æðuvík, ið mynda kirkjusóknina. Tann stóri fólkavøksturin í sóknini hevur ført við sær, at Nes kirkja við tíðini er vorðin ov lítil og at tørvur var á nýggjari kirkju. 

Tá ið avgjørt varð, hvar nýggja kirkjan skuldi reisast, vórðu fleiri møguleikar havdir í huga. Til dømis varð dentur lagdur á, at kirkjan lá nær fólkinum, at hon sást væl og at klokkan kundi hoyrast av øllum. Í fleiri ár varð roynt at finna rætta staðið til kirkjuna, og í seinna helmingi av 80'unum varð farið undir at savna pening inn til nýggju kirkjuna, sum stóð liðug í 1994. 

Nýggja kirkjan - Fríðrikskirkjan - er uppkallað eftir Frederik Petersen, vanliga nevndur Fríðrikur Petersen, ið var próstur á Nesi frá 1900 til 1917. Hann varð borin í heim á Saltnesi í 1853, har pápi hansara, Jóhannes Petersen, var lærari og deknur við kirkjuna á Nesi.




#Article 281: Hvalvík (397 words)


Hvalvík er ein bygd í Streymoy. Bygdin liggur á eysturstrondini á Steymoynni, nakað sunnanfyri brúnna um Streymin og beint sunnanfyri Streymnes. Áin Stórá rennur oman gjøgnum dalin og skilur báðar bygdirnar sundur. Í 2012 varð ein brúgv gjørd yvir um ánna, og ætlanin var at gera gongugøtur framvið ánni. Navnið Hvalvík sigur frá, at her er ein av góðu hvalvágunum í landinum. Niðri á Hvalvíksoyruni er góð sandstrond, har mong grindin hevur lagt beinini. Til Hvalvíkar hoyra 24 merkur av jørð, 14 av kongsjørð og 10 merkur av ognarjørð. Festini eru trý. Lendið kring bygdina gevur góðar umstøður at reka landbúnað, sum hevur verið sera umráðandi í eldri tíð. Seinni, tá fiskivinnan fór at gera seg galdandi, misti jarðarbrúkið fyri ein part sín týdning. Menn fóru til skips, og síðan hava eisini aðrir vinnuvegir tikið seg upp, eitt nú innan handverk, flutning, aling og innan handil. 

Í Hvalvík heldur fyritøkan Norðsetur til, sum hevur smíðað sniðhús síðan 1980. Fyritøkan fekk sær egnan framleiðslubygning í 1983, og hevur síðan smíðað eina ørgrynnu av húsum kring alt landið. Eisini eru hús útflutt til Týsklands. Norðsetur byggir eisini størri virkisbygningar, eitt nú hallir, skrivstovubygningar og handlar. Á bryggjuni í Hvalvík halda eisini aðrar fyritøkur til við goymslubygningum og øðrum. 

Kirkjan í Hvalvík er bygd í 1829, og er bygd úr viði frá skotsku barkini Broon, sum fór á land í Saksun árið fyri. Frammanundan stóð ein eldri kirkja í Hvalvík. Prædikustólurin í Hvalvíkar kirkju varð gjørdur til Havnar kirkju í 1609 og er seinni keyptur til Hvalvíkar. Talan er um eitt sjáldsamt listarverk, ið hevur sína egnu, serligu søgu. 

Í Hvalvík er nýggjur dagstovnur bygdur – Barnagarðurin við Kráir, sum rúmar 60 børnum. Skúlin í Hvalvík hevur næmingar frá 1. til 7. flokk, tilsamans úti við 60 børn.  Síðan verður hildið fram á Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Bygdin er í vøkstri -  fólkatalið liggur omanfyri tey 200, og útlit eru fyri, at hesin vøkstur fer at halda fram. Bygt verður nú inn móti Saksunardali, í nattúruvøkrum og friðaligum umhvørvi.

Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag eigur tríggjar kappróðrarbátar: Báran (5-mannafar), Hvessingur (6-mannafar) og Gamli Hvessingur. Hvessingur hevur vunnið FM átta ferðir við 6-mannaførum monnum (1978, 1980, 1988, 1993, 94, 95, 97 og 99) og tvær ferðir við 6-mannaførum kvinnum (1996 og 1998). Seinastu árini hevur verið samstarvað við Sunda Róðrarfelag um kappróðurin. Hvalvíkingar eru, eins og aðrar bygdir í Sundalagnum, partur av fótbóltsfelagnum EB/Streymur.




#Article 282: Streymnes (316 words)


Streymnes er ein bygd í Streymoy. Heimstaður fyri fótbóltsvøllin Við Margáir sum er heimavøllur hjá samanlagsliðnum Eb/streymur. Bygdin Streymnes er í síni tíð helst byrjað sum niðursetupláss, sum fólk úr Hvalvík eru flutt til. Til Streymnesar hoyra 12 merkur, helvt um helvt kongsjørð og ognarjørð. Kongsjørðin liggur hjá einum festi. Hagapartarnir eru tríggir: 1) Fyri Framman og Norðarahelvt í Sundinum, 2) Fyri Framman, Heimaripartur, og 3) Heimarahelvt í Sundinum. 

So longi jarðarbrúkið var lívsgrundarlagið, var fólkatalið í bygdini rættiliga avmarkað, men seinnu árini er hetta nógv broytt. Nýggir býlingar vaksa fram, og stórur áhugi er fyri at seta búgv her. Bygdin er nær um vaksin saman við grannanum, Hvalvík. Hon liggur væl fyri, við alfaraveg, og skjótt er at koma til stórplássini í meginøkinum. 

Røktarheim er bygt á Mørkini við plássi fyri 32 búfólkum. Hetta er nýggjur og væl innrættaður stovnur, býttur í fýra lonir og við eini miðleingju, har felags hentleikarnir eru. Við at skipa stovnin í smærri eindin verður umhvørvið heimligt hjá búfólkunum. Sniðið í bygningunum ger, at at fellur væl saman við grannalagnum og bygdini annars. 

Í Streymnesi og í Hvalvík hava fólk havt stóran áhuga fyri ítróttarlívinum. Bygdirnar hava róðrarfelag, Hvalvíkar-Streymnesar Róðrarfelag, sum gjøgnum árini hevur fingið nógv meistaraheiti við fimm- og seksmannaførum sínum. Felagið eigur neyst í Streymnesi. Ítróttarfelagið Streymur hevur borðtennis og fótbólt á skránni. Í 1992 var farið undir at samstarva um fótbóltin við Eiðis Bóltfelag, og hevur Felagsdeildin undir heitinum EB/Streymur hepnast so væl, at besta liðið av álvara er farið at gera seg galdandi í føroyskum fótbólti. Góða gongdin setur stór krøv til fótbóltsvallir og umstøður rundan um teir. Gjørdur er tí nýggjur graslíkisvøllur í Streymnesi, umframt at rúmligt hús og áskoðaraskýli verða bygt við vøllin. Ætlandi verður vøllurin tikin í nýtslu komandi kappingarár, í 2007. 

Børnini í Streymesi ganga í skúlanum í Hvalvík, hagar leiðin er stutt. Fólkatalið í Streymnesi liggur í dag um tey tveyhundað. 




#Article 283: Tjørnuvík (290 words)


Tjørnuvík (danskt: Tjørnevig) er ein bygd í Streymoy. Útgrevstrar hava prógvað, at Tjørnuvík telist millum elstu bygdirnar í landinum. Her eru funnar leivdir frá víkingatíð og eins og í fleiri av elstu búsetingunum í landinum sæst, at tað ikki var so umráðandi, at talan var um kyrrupláss. Heldur var umráðandi, at lendisviðurskiftini vóru góð til velting og at ein góð matará rann framvið. 

Markatalið í Tjørnuvík er 24, býtt í tríggjar hagapartar: Norðan Kamb (12 merkur), Heiman Kamb (8 merkur) og Fyri Sunnan (4 merkur).  

Norðanfyri er Tjørnuvíksstakkur, har tjørnuvíkingar hava seyð gangandi. Nakrir ferðir á hvørjum sumri verður skipað fyri ferð við tráðbananum út á Stakkin. Eisini Sjeyndir, sum er norðasta víkin á Streymoynni, eru eina útferð verdar. 

Tjørnuvík hoyrir til mest vitjaðu ferðamálini í landinum. Bygdin og landslagið kring hana er serliga vakurt við útsýni út í Flógvan og til Risan og Kellingina. Í summarhálvuni er tískil vanliga nógv ferðafólk í bygdini. 

Í Tjørnuvík finst bygdahús, sum er karmur um felagstiltøkini í bygdini. 

Fólkatalið í bygdini hevur havt ilt við at halda tørn við menningina í landinum sum heild, men tað er tó støðugt – um tey sjeyti. Skúli er í Tjørnuvík við 6 næmingum. 

Upprunaliga er Tjørnuvík gomul kirkjubygd, bæði hjá Haldórsvík og Saksun, men stutt eftir at kirkjan í Haldórsvík var bygd í 1856, var kirkjan í Tjørnuvík tikin niður og ein partur av henni fluttur til Saksunar. Helst var orsøkin, at Haldórsvík stóð í vøksti um hetta mundið. Útróðurin vant uppá seg, og her vóru umstøðurnar betri í Haldórsvík. Ikki fyrr enn í 1937 varð kirkjugongd hildin aftur í Tjørnuvík. 

Í 1797 býttu tjørnuvíkingar sandin millum sín at velta epli og røtur í. Garðar vórðu laðaðir millum stykkini, og bæði veltur og garðar síggjast enn. 




#Article 284: Langasandur (166 words)


Langasandur er ein niðursetubygd í Streymoy. Fyrstu fólkini settu seg niður á Langasandi, tá bóndin Á Bø í Haldórsvík, Joen Joensen, fekk hagan býttan frá í 1839. Hagin er tríggjar merkur av landsjørð. 

Bygdin ber navn eftir sandinum fram við sjóvarmálinum, og við tíðini er fitt av lendi lagt inn úr haganum, hóast fólkatalið hevur verið rættiliga avmarkað og bygdin hevur verið fyri bakkøstum. 
Bygdin á Langasandi veksur í dag so spakuliga, so í dag (2013) búleikast 36 fólk har. Nýggj hús eru bygd seinnu árini, og við stuttu frástøðuni til stórplássini í miðstaðarøkinum eru góðar fortreytir fyri framhaldandi vøkstri. 

Á Gjánoyri, sum liggur stutt sunnanfyri Langasand, bygdu norðmenn við tí navnframa Grøn á odda í 1894 eina hvalastøð. Nógv virksemi var her í eitt tíðarskeið fram til 1925, tá hon læt aftur. Men í dag sæst nær um ongin farleið frá hesi áhugaverdu tíðini í føroyskari vinnulívssøgu. Tá hvalaveiðan minkaði aftaná 1. heimsbardaga, vóru bygningar og útgerð tikin niður og oyran fekk óspiltu náttúruna aftur. 




#Article 285: Nesvík (122 words)


Nesvík er ein niðursetubygd í Streymoy. Norðri við Streymin er bygdin Nesvík. Har, millum Eysturoynna og Streymoynna sigst at vera besti hvalvágur í Føroyum. 

Heimamissiónin eigur eitt leguhús í Nesvík. Tað var vígt í 1993. Leguhúsið í Nesvík er nógv umbiðið, serliga um vikuskiftini. Men tað eru eisini møguleikar at leiga húsið mitt í viku. Høvuðstiltakið í Leguhúsinum í Nesvík er summarlegurnar, sum eru frá seinast í juni og nakað inn í august. Men annars verður húsið brúkt so at siga hvørt vikuskifti alt árið til legur av ymsum slag, sum til dømis familjulegur, ungdómslegur og bygdalegur, ið eru sera væl umtóktar. Í 2013 er ætlanin at útbyggja fyri umleið 25 milliónir, ætlanin er at byggja ein bygning afturat í tveimum hæddum.




#Article 286: Saksun (268 words)


Saksun, eldri Sagx hofn (Sakshøvn) er ein gomul bygd á norðursíðuni á Streymoy. Landslagið við bygdina er sermerkt. Gamli garðurin Dúvugarður er framvegis virkin, men gomlu íbúðarhúsini eru í dag friðað og standa sum eitt minni um farnar øldir. Millum Saksun og Vestmanna stendur millum annað Koppenni, ið er hægsta fjall á Streymoynni. Við báti slepst inn á víkina uttan fyri bygdina Saksun. Ein smalur ósi rennur millum havið og Pollin, sum annars er avskorin frá havinum av sandgrynnum. Bert heilt smáir og lættir bátar sleppa inn á Pollin og bert á flóð. Úr Saksun gongur vegurin oman gjøgnum Saksunardal, har gróðurin er nógvur. Í bygdini Saksun eru fleiri garðar, sum hava staðið í øldir.

Sjáldsama og stórbæra landslagið dregur nógv vitjandi til sín: Saksunardalur, ið er heilar 10 kilometrar langur, Saksunarvatn við sínum sílum og laksi, pollurin, umframt Dúvugarð, sum er varðveittur í sínum upprunaliga líki. Har búleikaðust fólk fram til 1940, men seinni eru húsini gjørd til eitt forvitnisligt savn, har vit kunnu síggja, hvussu karmarnir vóru á einum vanligum føroyskum garði  í gamla bóndasamfelagnum. Í Saksun er ikki bara vakurt á hásumri, tá mong ferðafólk vitja.

Fyri nøkrum hundrað árum síðani fórst skipið, sum seinni mest er umtalað Saksunarskipið, í Saksun. Í lastini var millum annað viður, og tá farmurin varð seldur á uppboðssølu, varð ein stokkur av pommerskari furu seldur til Nólsoyar, har hann varð nýttur at byggja eina stovu í húsunum við Brunn, og tríggir aðrir stokkar vórðu seldir til Suðuroyar. Maðurin, sum keypti teir tríggjar stokkarnar, bant teir saman til ein flaka, setti segl á og sigldi í hesum líki stokkarnar suður.




#Article 287: Gjógv (289 words)


Gjógv er ein bygd á Eysturoynni. Gjógv bygd er við 31 íbúgvum ein av teimum smærru í kommununi, men við sínum jarðartilfeingi og sum útróðrarpláss var hon fyrr munandi betri fyri. Gjógv er helst seinni bygd enn grannabygdin Funningur, men tó neyvan seinni enn tíðliga í miðøld. Útróðurin gav í síni tíð nógv virksemi í bygdini, og seinni hava nógvir skipsmenn verið við Gjógv. 

Vanlukkur á sjónum raktu rættiliga tíðum bygdina, soleiðis sum mongu nøvnini við minnisvarðan bera boð um. Við nýggju tíðunum aftaná Seinna heimsbardaga fekk Gjógv bygd trupult við at varðveita fólkið á plássinum, og síðan hevur afturgongdin í fólkatalinum verið rættiliga støðug. Í bygdini er skúli, sum er bygdur í 1883. Eisini hevur bygdin samkomuhús. 

Av vinnuligum virksemi við Gjógv kann nevnast Elementvirkið, sum varð stovnað í 1982. Her verða betongelement gjørt til ymiskar bygningar. Gjáarsmolt hevur eisini havt smoltstøð í bygdini, men soleiðis sum viðurskiftini hava lagað seg í alivinnuni, hevur støðin ligið still eina tíð. Tó verður vónað, at tá framleiðslan kemur upp aftur á sítt gamla støði, kann hetta virksemi takast upp aftur. 

Ferðavinnan hevur havt ein vaksandi týdning fyri Gjógv. Longu í 1984 byrjaði Gjáargarður sum vallaraheim, og hann er framvegis vælumtóktur. Her kunnu umleið 100 fólk gista í senn. Í 2006 hevur tiltakið Gjógv Adventure havt virksemi við útferðum og við sølu av ymiskum til ferðafólk í gamla handilinum í bygdini. Við Gjógv er nógv vakurt at síggja: tey høgu fjøllini, gjógvin og ymisk støð nærhendis bygdina. 

Norska filmsrøðin Buzz Aldrin, hvar bleivst tú av í ruðuleikanum? fer fyri tað mesta fram við Gjógv. Filmsrøðin var tann fyrsta filmsrøðin, ið var víst í norskum biografum, tað bleiv hon í 2011. Røðin varð eisini víst í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya nakað seinni.




#Article 288: Oyrarbakki (222 words)


Oyrarbakki er ein niðursetubygd á vestursíðuni á Eysturoy. Hon liggur við Sundalagið. Oyrarbakki er yngsta búsetingin í kommununi. Heilt fram til miðja 20. øld var neyðugt hjá mongum at hava jarðarbrúk, so longi fiskivinnan bert kundi bjóða arbeiði ein part av árinum. Um somu tíð varð landið bundið so mikið saman, at fólk kundu ferðast meira millum oyggjarnar, ella búsetast á nýggjum plássum, um livilíkindini vóru betri har. Í hesum førinum síggja vit, at tað í fleiri førum eru fólk, sum koma rættiliga langvegis frá, ið seta seg niður á Oyrarbakkanum, men eisini fólk úr grannabygdunum eru millum niðursetufólkini. 

Eftir hesi fólk liggja gerðini og húsini, ið nærum knýta tær báðar eldru bygdirnar, Norðskála og Oyri, saman í dag. Sum miðstøða í kommununi liggur væl fyri at hava felags hentleikar á Oyrarbakkanum. Eitt nú hevur Ungmannafelagið Eydnan bygt samkomuhøli tætt við brúnna um Streymin og Sunda kommuna hevur sína umsiting her. 

Felags skúli fyri kommununa var bygdur á Oyrarbakkanum í 1969, eins og kommunurnar í Sundalagnum gingu saman um ein Felagsskúla fyri framhaldsdeildina har í 1973. Støðugt vaksandi høliskrøvini á skúlaøkinum hava við sær, at vaksið verður um skúlarnar. Sum ein liður kommunala samstarvinum er eisini brandstøð bygd á Oyrarbakka. 

Væntast kann, at góðu útbyggingarmøguleikarnir á Oyrarbakkanum framhaldandi kunnu fáa tilflytarar til plássið, eins og teir, ið løgdu lunnarnar í síni tíð. 




#Article 289: Oyri (355 words)


Oyri er ein bygd í Eysturoy. Bygdin man hoyra millum tær elstu í landinum. Hetta sæst á tveimum viðurskiftum: Hagin fevnir langt út um bygdina, bæði norður- og suðureftir, og jørðin hevur verið savnað á fáum hondum, á einum garði - seinni tveimum, soleiðis sum vit plaga at skilja við eina bónda- og landnámsbygd. Flestøll munnu kenna søguna um Orm bónda og Oyrabónda. Sjálvt um tað eisini er ein spennandi søga, so hevur hon óivað eina veruliga kjarnu. Givið er, at Oyri við sínum garði hevur havt ein bónda við ávirkan á tingi. Ein av teimum var Hans Jacobsen Debes, ið gjørdist Føroya løgmaður í árunum frá 1755 - 69. Hann hevði frammanundan lisið løgfrøði í Danmark og skaraði í síni tíð á mangan hátt framúr. Hann hevði eitt nú hug til ganga nýggjar leiðir innan jarðarbrúk og fiskiskap. Men sum so ofta í slíkum førum var undirtøkan ikki stór, tí tíðin mundi ikki vera búgvin til stórvegis broytingar. 

Ikki fyrr enn inn í 19. øld gerast broytingarnar í bygdini sjónskar. Hóast uppskot hevði verið frammi í 1780'unum um at leggja eitt sindur av haganum inn til gerði og velta í nýggjum plássum millum bygdirnar, var hetta av ongum. Bøndurnir, ið mannaðu løgtingið tá, vildu ikki missa haga, ei heldur húskallar og arbeiðskonur, um tey fóru at fáa fótin undir egið borð. Tað man tí serliga vera embætismonnunum fyri at takka, at hesin nýggi møguleikin varð settur verk - at velta upp úr nýggjum og kunna breyðføða eitt húski við tí. Ikki bert bygdafólkið tók við hesum tilboði - vit síggja eina umfatandi flyting millum oyggjarnar fara í gongd. Fólk savnast har, sum jørð var til taks - akkurát sum fiskivinnubygdirnar fara at draga til sín seinni, tá ið skipsfiskiskapurin tekur seg upp. 

Við fiskivinnni fekk Oyri nýtt vinnuligt grundarlag. Nevnast kunnu Garnavirkið, sum læt reiðskap til mong skipini í føroyska flotanum gjøgnum árini, og O.C. Joensen, ið fyrst rak handils- og útgerðarvirksemi og seinni hevur gingið nýggjar leiðir innan skeljaveiðu og –virking,  við stórum og framkomnum rækjuvirki og tilvirking av úrdráttum av øðrum skeljadjórum. 

Á Oyri hevur fólkatalið seinnu árini ligið um tey hálvtannaðhundrað. 




#Article 290: Skálavík (307 words)


Skálavík er ein bygd i Sandoy. Skálavík er í vídd fjórðingurin av Sandoynni, meðan fólkatalið bert er ein áttingur av fólkatalinum í oynni. Skálavík er ivaleyst elligomul bygd, grundað í víkingatíðini. Har er nógvur og góður slættur bøur, ið hevur verið grundarlagið undir góðum landbúnaði. 

Skálavík er eisini gomul kirkjubygd, og kirkjurnar hava frá fyrstu tíð av staðið niðri á Møl. Skálavík er eisini søgurík bygd, og sagnirnar eru eisini fleiri. Best kend er søgnin um Ungajógvanssynir. Teir vóru bóndasynir í Dalsgarði, livdu í 17. øld og eru eins og Kálvur lítli á Sandi kendir sum yvirgangskroppar. So er eisini søgnin um Jákup Jóansson, sum var løgmanssonur og festi Dalsgarð. Í 1934 var dansistova bygd á Keldu, og í 1972 varð ungmannafelagið Keldan stovnað. Felagið keypti gomlu dansistovuna, reiv hana niður og bygdi nýtt felagshús. 

Reiðarin Eiler Jacobsen (1930-2010) var skálvíkingur. Eina tíð áðrenn hann andaðist, avgjørdi hann at lata byggja ein frítíðardepil í heimbygdini. Hann náddi ikki at síggja frítíðardepilin lidnan. Depilin í Skálavík, Skeiðs- og frítíðardepilin Immanuel, læt upp í mai 2011. Navnið Immanuel er uppkallað eftir skipinum, ið pápi Eiler gekk burtur við í 1932. Bygningurin liggur omanfyri bygdina og er bæði gistingarhús og matstova, umframt at har eru fleiri fundarhøli, spælirúm til børnini, heitan pott og annað. Tætt við depilin er ein minnisvarði reistur til minnis um Eiler Jacobsen. Á einari minnisplátu stendur navn hansara og føðingar og deyðsárið (1930 og 2010), og so stendur hesin teksturin: Tann, ið altíð hyggur eftir vindinum, kemur aldri at sáa, og tann, ið altíð hyggur eftir skýggjunum, kemur aldri at heysta.
Í 2012/13 vóru fleiri kømur bygt afturat. Ætlanin er eisini at gera kampingpláss og golfvøll.

Ein tann kendasti rithøvundurin í Føroyum, Heðin Brú (1901-1987), er uppvaksin í Skálavík. Tá ein kemur til Skálavíkar, kan ein síggja, at har er reistur ein prúður minnisvarði um rithøvundan. 




#Article 291: Húsavík (150 words)


Húsavík er ein bygd i Sandoy.

Húsavík liggur sunnan fyri Skálavík. Bygdin hevur 74 íbúgvar (2013). Bygdin er gomul, helst frá landnámstíð. Hon hevur tveir gamlar býlingar, men søgn er, at høvuðsbygdin var í Kvíggjagili vestan fyri ánna, har víst verður á húsatoftir, og har eisini kirkja og kirkjugarður vóru. Søgn er, at bygdin doyði út av svartadeyða, og aftaná varð hon flutt eystur um ánna. Ein sera rík kvinna, nevnd Hústrúin ella Húsfrúgvin, var í bygdini, og søgnin sigur, at hon og maður hennara grundaðu bygdina aftur. Grótgarðurin, hon læt gera um kirkjugarðin, stendur enn. Eisini veggirnir í hoyløðuni og tað steinsetta túnið minna um hennara stórbæri. Á frímerkinum hómast kirkjan, sum var bygd í 1863, og høgrumegin eini um 130 ára gomul hús, sum verða varðveitt sum fornminni. Húsavík er hvalvág, og har doyggja grindir av og á. Størsta grindin, sum er deyð á sandinum, var 382 hvalir.




#Article 292: Dalur (256 words)


Dalur er ein bygd i Sandoy. Dalur er syðsta bygdin í oynni og lítil bygd, 35 fólk (2015), men hagin er góður, og serliga feitilendið Skorin syðst á oynni. Har byggir nógvur lundi, og hann ger, at gróðurin er nógvur, og verður seyðurin tí sera góður. Dalur er gomul bygd og sæst í gomlum skjølum, at hon eisini varð nevnd Varmadalur, men hon er neyvan so gomul sum hinar báðar eysturbygdirnar. Hon hevur ligið sera avskorin og fekk ikki vegasamband fyrr enn í 1963. Vegurin liggur gjøgnum eina bratta líð, og grót og skriðulop oman á vegin eru ikki sjáldsom fyribrigdi. Í fleiri ár hevur talan verið um at bora tunnil gjøgnum fjallið millum Húsavík og Dal. Bygdin fekk kirkju í 1957, og hómast hon høgrumegin á frímerkinum. Í 2007 bleiv kirkjan sett í stand og er nú eisini handikapvinarlig. Í Dali er eisini eitt bygdarhús, ið nevnist Eiriksgarður; tað bleiv útbygt í 2007, og nú er nógv meira pláss hjá dalbingum at dansa føroyskan dans og annað undirhaldandi. 

Dalur er fyrndarbygd. Gomul søgn sigur, at tá sóttin svarta herjaði í Føroyum, varð Dalsbygd eisini rakt. Og sagt verður, at fyri sóttina svørtu var bygdin sunnan fyri Sórá, sum rennur mitt oman gjøgnum dalin. Eftir sóttina varð flutt norður um ánna, tí eingin mátti byggja aftur har, sum bygdin hevði verið og sóttin herjað, tí óeydna skuldi spyrjast úr. Hóast Dalur er ein av okkara elstu bygdum, eru hvørki fornleivdir ella staðarnøvn, sum benda á, at nakar kristin halgidómur (bønhús) hevur verið her í gomlum døgum. 




#Article 293: Oyndarfjørður (131 words)


Oyndarfjørður á Eysturoy er ein av heilt gomlu bygdunum í Føroyum. Skrivligar keldur frá 1300-talinum vísa, at Oyndarfjørður var hampuliga stór bygd longu tá. Fólkatalið er nú 143 (í 2020). Kirkjan í Oyndarfirði er ein av gomlu trækirkjunum, ið enn standa uppi í Føroyum. Hon er frá 1838. Altartalvan í kirkjuni er málað av kenda danska listamálaranum C.W. Eckersberg (1783-1853). Innan fyri býlingin í Víkum í Oyndarfirði standa stutt frá landi tveir stórir steinar sum hava elvt til nógva hugsan, teir ridla altíð, eisini í góðum veðri. Magnus Heinasson (1548-1589) vaks upp á próstagarðinum í Garðshorni í Oyndarfirði.

Oyndarfjørður er gomul bygd, men hon er ikki nevnd í Føroyingasøgu. Bygdir, ið hava mansnavn, vera hildnar at vera landnámsbygdir, og kønir menn hava hildið, at navnið upprunaliga var Oyvindarfjørður.

Fólkatalsbroytingar síðan 1801.




#Article 294: Múli (953 words)


Múli er ein bygd á Borðoynni. Múli er ein gomul og søgulig bygd, sum hevur verið búpláss í miðøld. Hetta vita vit, tí hon er nevnd í Hundabrævinum. Hon liggur norðan til á Borðoynni. Har búði m.a. kendi gandakallurin Guttormur í Múla. Hóast tað ongantíð hava búð nógv fólk í Múla, er bygdin væl kend - ikki minst frá Guttormi í Múla. Hann skuldi vera lógkønur, men eisini duga gand. Seinastu ártíggjuni er fólkatalið støðugt minkað. Seinastu fastbúgvandi fólkini, Andrea- og Hans Jacob Frederiksen, fluttu úr bygdini í 1992. Í Múla eru fýra hús, men tey standa øll tóm. 

Í 1950 gjørdust tær seks bygdirnar við Hvannasund til Hvannasunds kommunu. Hesar seks bygdirnar eru Múli, Hvannasund, Norðdepli, Fossá, Norðtoftir og Depli. Hvannasunds kommuna hevur í 2007 fingið veganøvn og húsanummur. Av hesi orsøk er eisini staðfest, at í Múla eru fýra hús, sum hava hvør sítt húsanummar. Ikki óvæntað verður tann átta kilometrar langi vegurin úr Norðdepli og norður til Múla kallaður Múlavegur. Endamálið við at hava allar hesar adressurnar er, at tað skal vera bæði lætt og skjótt at finna vegin fram um hetta gjørdist bráðneyðugt. Her kann til dømis verða talan um brandbil, sjúkrabil ella løgreglu, men eisini hjá hýruvognum, lækna og vanligum fólki.

Sjálvt um roynt varð at stovna skúla eystan Múla í 1737, kom ikki gongd á fyrr enn í 1835. Tá fór viðingur, giftur á Norðtoftum, at lesa við børnunum á Toftum, Depli og Múla.

Á vegnum til Múla eystanfyri á Borðoynni hendi eitt skriðulop í sambandi við ógvisligt avfall í august 2008. Hetta skriðulopið gjørdi skaða á vegin og bilaverjuna. Hetta viðførdi, at Múli misti vegasamband eitt tíðarskeið.

Kendasti múlamaðurin man vera Guttormur í Múla (1657 til 1739). Guttormur í Múla varð føddur í Haraldssundi uml. 1657, yngsti sonur Rasmus Magnusson. Tíverri eru ongar skrivligar keldur, hvørki kirkjubøkur ella skiftibøkur, íð røkka so langt aftur. Gutormur í Múla var tiltikin at duga gand, hann var yngsti sonur Rasmusar í Haraldssundi, ið var sonur Magnus Heinasonar. Fleiri sagnir eru um Guttorm í Múla, ein teirra hevur samband við Mykinesfjørð. Guttormur hevði konu úr Mykinesi. Hon æt Billa. Ikki hevði hann verið vestan fyri Leirvíkarfjørð, fyrr enn hann fór at fríggja. Vágamenn førdu hann um mykinesfjørð. Tá ið teir vóru komnir mitt á fjørðin, bóru teir eyga við eitt stórt rekatræ og vildu fegnir fáa tað til sín;  men heldur vildi hann sleppa ferðina fram til Mykines alt fyri eitt, og so varð. Hann bað teir miða væl, hvar træið lá, tað kundi vera, teir funnu aftur á tað, tá ið teir fóru úr Mykinesi aftur í Vágar. Ikki hildu teir líkindi verða til tess, tí Mykinesfjørður er óføra streymharður. Men tá ið teir vóru á leiðini heim, vórðu teir meira enn bilsnir, tí tá lá træið í sama stað og andøvdi. 

Guttormur í Múla kom til garðin í Múla norðuri á Borðoynni.  Hann var ein av Føroya bestu monnum, bæði sum bóndi, útróðrarmaður og smiður. Men hansara ídni til alt slíkt førdi við sær, at hann ikki virdi seg sjálvan at vera minni, enn hann var. Teir, ið øvundaðust inn á hann, eyknevndu hann Óða Hanus. Í hansara tíð gjørdu fólk lítið av at hava nógvan pening við, tá ið tey fóru til handils; men javnliga var tað troyggjur, hosur, lýsi, stokkfiskur og tálg og tílíkt, ið brúkt varð í staðin fyri pening. Hanus legði stóran dent á, at hann hevði mest av hesum lutum við sær, tá ið húsamenn fóru til handils. Einaferð hann saman við bygdarmonnum var á handilsferð til Havnar, varð tosað mann og mann ímillum um mangt og hvat. Og at enda kom upp í tosið, hvør av bátsskipanini ið mundi hava virkað flestar lutir til hesa ferð. Her fekk Hanus at frætta, at ein annar í ferðalagnum hevði ein part av hosupørum meira enn hann. Illsinni spann í hann, og meðan báturin fór fram við Lambavík, tveitti hann øll síni hosupør yvir borð.

Hanus var av bestu seyðamonnum. Saman við húskøllum sínum røktaði hann í øllum hagapørtum á Húsum. Og hvat ið var meira sjáldsamt, húskallarnir hildu nógv av honum. Men sera margháttligur maður var Hanus. Ein morgun um várið, tá ið hann á eini ferð í haganum var komin norður á Mjóá, stóðu í einum bóli fimm seyðir, hóast veðrið var at kalla gott. Slíkan seyð vildi hann ikki eiga. Hann dró knív úr slíðra, og alt fyri eitt svævaði hann teir allar fimm. Dósi, Pætur og Hanus ætlast at hava livað samtíðis, stutt fyri ár 1700; sonur Hanus giftist nevniliga um ár 1720 við dóttur múlabóndans (Guttorm); hon var annars so gávumild og blíð, at hon kom at ganga undir navninum Góðakona.

Í fyrstuni varð posturin til Múla lagdur til heintingar inni í Hvannasundi. Tann 1. oktober 1926 verður Olaf Andreasen settur sum postskiftismaður í Múla. Tann 7. oktober 1968 fær aðalstýrið boð um, at Olaf Andreasen er deyður, og at bróður hansara, Eliesar Andreasen, fyribils hevur tikið sær av postinum, men av tí at hann ikki er sinnaður at halda fram, verður Gunleyg Ritter sett sum postskiftiskvinna í Múla frá 1. august 1968. Ritter er dóttir Andreu og Hans Jacob Fredriksen í Múla. Seinast í 1970-árunum flytur hon úr Múla inn í Norðdepil at búgva. Eftir hetta tekur móðir hennara, Andrea Fredriksen sær av postinum og í mars 1984, verður hon formliga sett sum postskiftiskvinna í Múla. Sambært skjølum hjá postverkinum fær Andrea Fredriksen farloyvi frá postinum 1. februar 1988 og árið út. Hon fær aftur farloyvi frá 1. januar til 31. desember 1989. 

Posthúsið í Múla letur aftur í 1992. Tá býr ongin í Múla longur. Skjølini hjá postverkinum siga onki um, hvør hevur havt ábyrgdina av postinum frá 1. januar 1990 til posthúsið verður latið aftur í 1992.




#Article 295: Norðtoftir (397 words)


Norðtoftir er ein bygd í Borðoynni. Felagið Eystlaks hevur bæði smoltalistøð og sjógvalistøð. Á smoltalistøðini á Norðtoftum verða 1,5 milliónir laksasmolt framleidd um árið. Sjógvalistøðin framleiðir 3000 tons av kruvdum laksi árliga. Í Hvannasunds kommunu arbeiða 25 fólk hjá Eystlaks.

Ein maður var á Norðtoftum í Borðoy, sum tey rópaðu Hvalvíks-Jógvan, av tí at hann var ættaður úr Hvalvík. Hann kom fyrst norður til Viðareiðis at vera húskallur hjá prestinum, harra Dániali, og var raskur, trúgvur og væl umtóktur maður. Tá ið hann hevði tænt presti í nøkur ár, fríggjaði hann til eina prestadóttrina - Anna Margreta æt hon - og fekk hana. Í teirri tíðini var tað siður, at prestasynir ella prestadøtur, sum giftust, skuldu fáa kongsfesti, tað fyrsta, sum lá fyri til at festa. Á Norðtoftum var beint tá eitt slíkt festi, sum ófest var enn, og tað fekk Hvalvíks-Jógvan.

Hesin sami Jógvan doyði av illgerð, og við hesum bar so til. Tá ið hann var vorðin gamal maður, var honum ein dagin seint á kvøldi gangandi út fyri dyr. Eina løtu eftir kom hann inn aftur, men tá ið fólk fóru at tosa við hann, fekk hann ikki orðið upp - hann var vorðin dumbur. Síðan legðist hann á songina og varð liggjandi í eina viku; um hann royndi at tala, skiltist einki av tí, sum hann segði, og við tí skili doyði hann. Nú er at greiða frá, hvussu hetta illa kom á hann. Ein maður var í Hvannasundi, sum tey rópaðu Jákup í Sundi, og skuldi hann kunna gand. Einaferð tá ið sundamenn (hvannasundsmenn) vóru til handils í Havn - tá var eingin annar handil í Føroyum - hittust teir báðir, Jákup í Sundi og Sakaris í Hvalvík. Hvussu tað fórst teirra millum, veit eingin; men so mikið er sagt, at tá ið teir báðir skiltust, vóru teir sannir óvinir, og Jákup lovaði Sakarisi ilt. Nakra tíð eftir tað, at Jákup er komin heim aftur úr Havn, skal hann fara at senda Sakarisi tað illa, sum hann lovaði honum. Søgn hevur verið av gamlari tíð, at, tá ið nakar sendi slíkt, skuldi eingin vera úti áraka tað plássið, sum illgerð var væntandi frá; tí annars rakaði hon tann, ið fyri var. So bar á, at sama kvøldið og somu løtu, sum Hvalvíks-Jógvan var úti fyri durum, fór illgerðin, ið Jákup sendi Sakarisi, tvørtur um sundið og rakti Jógvan, so hann fekk deyðamein.




#Article 296: Froðba (490 words)


Froðba er ein bygd í Suðuroy. Uttasta bygd á norðursíðuni á Trongisvágsfirði er Froðba. Tætt við Froðba er hitt vakra forbergið Froðbiarnípa við tí sjáldsama tindinum Báradrangur. Undir berginum við Froðbiarnýpu, er eina hola inn í bergið, sum verður nevnd Hol í Helli. Í Froðba er sermerkt stabbagrót at finna í fleiri støðum. M.a. niðri við sjóvarmálan er stabbagrót sum er skapað í zigzag. Fram við niðara vegnum, beint við býlingin Í Bø, har ein gamal kirkjugarður er, er stabbagrót sum er skapað sum súlur, fram við vegnum. Stabbagrótið hevur fingið hetta skapið, tá eldgosið var á sinni. Kenda skaldið Poul F. Joensen búði á Hamri í Froðba, hann varð føddur og uppvaksin í Sumba, men giftist til Froðbiar og búði har meginpartin av sínum vaksna lívi. Ein minnisvarði er reistur tætt við húsið, har hann búði, til minnis um skaldið. 

Kirkja hevur staðið Á Bø í Froðbø síðan miðøld. Trækirkja varð bygd í 1840, sum kom í staðin fyri gomlu lagaðu steinkrikjuna. í bókini Komissionsbetænkingen frá 1710 verður soleiðis sagt um gomlu steinkirkjuna í Froðbø, at hon var 13½ alin og 9 tummar long, harav kórið 3½ alin og 2 tummar. 6½ alin breið og 6½ alin høg.  

Her varð eisini funnin ein rúnasteinur í forkirkjuni, sum í 1825 bleiv sendur niður á Nationa Museet í Keypmannahavn. Longu í 1856 varð kirkjan á Bø flutt inn til búðplássi longri inni á fjørðinum, sum nú nevnist Tvøroyri. Undir hválin ella, sum seinni eisini er nevnt Kirckwall, ella kirkjuvalur, uppí í býlinginum í Valinum. Við ídnaðarvøkstri og fólkaflyting til staðið, bleiv kirkjan skjótt ov lítil. Nýggja kirkjan á Tvøroyri varð tikin í brúk Kr. Himmalferðardag í 1908, og eftir tað kundu hvalvíkingar, ella sandvíkingar fara rættiliga til verka. Niels Persson, bygningssnikkari, á Tvøroyri, sum hevði gjørt tekningina til hvussu kirkjan skuldi síggja út í Hvalvík, stóð fyri arbeiðinum. í 1908 varð so gamla Froðbíjar kirkja flutt av Tvøroyri og til Sandvíkar, har tilfarið varð brúkt at byggja kirkjuna við, tó eru nøkur ting innan varðveitt. Kirkjan varð vígd 18. sunnudag eftir Trinitatis í 1908 í Sandvík.  

Froðba er ein landnámsbygd ella bøur og hevur verið búsett síðan landnámstíðina, eisini eru hugleiðingar um at Froðba er enn eldri enn landnámsbygdirnar. Tað er ein søgn viðvíkjandi upprunan til nanvið Froðba um ein Danskan høvding ella kong áðrenn tíðarskeiði, sum vanliga verður sett í samband við Víkingar og landnám kom til Føroyar. Høvdingurin hæt Fróði, hann kom til Føroyar við óvart ávegis til Írlands. Óveður brast á og hann kom til Føroya. Tað var mjørki, og hann lovaði at um hann fann land har drekkivatn var, so skuldi hann búseta seg har. Mjørkin lætti og hann kom til Froðbiar og fann eina á har, og so setti hann búgv har, søgnin sigur eisini at av tí hann fann land blótaði hann til ásarnir og gav tí staðinum har teir komu á land Ásdalur, dalur ásanna. Navnið hevur verið upprunaliga Froðabøur ella á norrønum Froðabær. 




#Article 297: Hov (486 words)


Hov er ein bygd i Suðuroy. Hov er gomul bygd og er umrødd í Føroyingasøgu. Har búði høvdingurin Havgrímur, og har hevði hann hov til sína gudadyrkan. Av hesum hevur bygdin fingið navn. Grøvin hjá Havgrími og hesti hansara er omanfyri bygdina, Undir Homrum, har sum bygdin var fyrr, áðrenn fólk fóru at byggja longri niðri. Bygdin liggur við Hovsfjørð.  

Hovstunnilin eitur tunnilin millum Øravík og Hov í Suðuroy. Tunnilin varð alment tikin í nýtslu leygardagin 20. oktober 2007. Hovstunnilin er 2.435 metrar langur og er 10 metrar breiður og hevur kostað 150 milliónir at gera. Áðrenn tunnilin kom var einans koyrandi eftir gamla vegnum um Hovsegg, sum læt upp 1. oktober 1958. Áðrenn vegurin um Hovsegg læt upp í 1958, var ongin koyribreyt til bygdirnar norðanfyri Hovsegg. Tá máttu fólk antin ganga eftir varðagøtunum ella sigla.

Tann 23. november 2005 varð adressuskráin í Hovi góðkend av matrikulstovuni, gøturnar eita: Garðsvegur, Brekkuvegur, Í Leivsgarði, Brúarvegur, Stapavegur, Traðarvegur, Heygavegur og Við Grind.

Hov var ein høvuðsbygdin í Føroyum í víkingaøld, og søgnin sigur, at stutt eftir, at Føroyar vórðu kristnaðar, varð kirkja bygd í Hovi. Seinri er bygdarinnar støða viknað, og søgnin sigur eisini, at seinasta kirkjan varð flutt til Porkeris um trúbótarleitið. 
Havgrímur æt ein maður sum búði í Suðuroy í Føroyum. Hann var mætur, múgvandi og harðrendur. Kona hansara æt Guðrið, og hon var dóttur Snæúlvs.
Havgrímur var høvdingi yvir øðrum helminginum av oyggjunum. Hann hevði fingið tær í len av Haraldi gráfeldi, sum tá var kongur í Noregi. Havgrímur var ógvuliga brályntur, og bar ikki orð fyri at vera serliga vitur maður.

Ein húskallur hansara æt Einar, og var róptur Suðringur. Ein annar maður Havgríms æt Eldjarn Kambhøttur. Hann var orðmikil, illorðaður, fávitskutur og ilskur, latur, meinskur og eitt illmælt lyguvætti.

 

Tá ið Vágsbygd fekk nýggja kirkju, varð hin gamla kirkjan flutt til Hovs og vígd aftur har í 1943.

Upprunaliga var tað íslendingurin Guðbrandur Sigurðson, ið stóð fyri arbeiðinum at smíða kirkjuna á Kirkjukletti í Vági. Hon var 13 alin long og 6½ breið við 9 stólum mannfólkamegin og 8 stólum konufólkamegin. Kirkan varð bygd 1862.

Teir, sum stóðu fyri arbeiðinum at taka gomlu kirkjuna á Kirkjukletti niður, vóru arkitekturin Johan Hofgaard og Johan Hammer, timburmaður. Teir tóku bretti fyri bretti niður og merktu tey. Sama var við bjálkunum. Síðan var alt tilfarið koyrt í lastbili út á kaiina í Vági, har tað varð flutt við skipi til Hovs. Av Stapanum varð tað borið niðan á tað staðið, sum hovbingar rópa Innan Glyvur. Grund varð laðað, og kirkjan sett upp aftur av nýggjum. Umframt arkitektin Hofgaard og Johan Hammer, hjálptu Leivur Jespersen og Hans Pauli Luid við at smíða kirkjuna upp aftur av nýggjum. Tá ið kirkjan stóð á Kirkjukletti hevði hon flagtak, men nú tá ið hon varð bygd av nýggjum, løgdu teir galvaniserað jarntak á.

Tann 14. februar 1943 varð kirkjan vígd. Gulak Jacobsen, sum var fyribils settur próstur, vígdi hana.




#Article 298: Sandvík (335 words)


 
Sandvík er ein bygd í Suðuroynni. Sandvík er niðursetubygd og vóru tað hvalbingar, ið komu hagar um 1815. Tá kallaðist víkin Hvalvík, seinni varð navnið broytt til Sandvík. Sandvík er norðasta bygdin í Suðuroynni. Nærmasta grannabygd er Hvalba. Hesar báðar bygdir vóru bundar saman við einum tunnli í 1969. Sandvíkartunnilin er 1500 metrar langur, hann hevur eina koyribreyt og fleiri møtipláss. Tunnilin er 2,8 metrar høgur og er hann lægsti tunnil í Føroyum.

Sjálvt um Sandvík er niðursetubygd, so hava fólk tó búð í Sandvík í Víkingatíðini. Bygdin er nevnd í Føroyingasøgu við navninum Sandvík, og har búði Torgrímur illi. Hann var eingin vinmaður við Sigmund Brestisson, ið vildi hava Føroyar at vera skattland Noregs kongs. Tá ið 
Tróndur í Gøtu við sínum monnum søkti at Sigmundi, noyddist hesin at loypa í havið og svimja alla leið úr Skúvoy til Sandvíkar. Har beindi Tórgrímur fyri honum og tók gullringin, sum Sigmundur hevði um armin. 

Sandvík var ikki bygd aftur fyrrenn millum 1813-1816. Frá miðøld og fram í 20. øld hevur bygdin itið Hvalvík. Hetta var ikki heppið, tí onnur bygd við sama navni var í Føroyum. Í 1911 varð tí ásett, at henda bygdin í Suðuroy skuldi fáa sítt gamla navn, Sandvík, aftur. 

Í 1866 bygdi Niels Jacob Olsen húsini Uttan Ánna, sum í dag er forminnissavn. Húsini eru tey fyrstu, sum eru bygd uttan fyri ta stóru ánna, ið rennur mitt gjøgnum bygdina. 

Fleiri gomul hús og bygningar eru í bygdini, m.a. er ein gomul smiðja, sum Tummas Thomsen átti. Eisini er ein gamal handil fra 1877, sum var úthandil hjá handilsmonnunum á Tvøroyri. Tað var Jens Marius Nielsen, sum var seinasti handilsmaður har. 

Vestan fyri Sandvík liggur Ásmundarstakkur, ið er ein stórur klettur, sum einaferð var fastur í landinum, men ikki longur. Eitt lítið sindur longur suðuri liggur Tvørgjógv (Neytakonugjógv), har níggju neytakonur gingu seg útav í mjørka. Tunnilin til Sandvíkar kom ikki fyrr enn í 1970, men tunnilin er ikki tíðarhóskandi longur. 

Lag: Højt over fjellet    (skjótari tempo)
Engedahl  Stordahl: Midnattsolens land.




#Article 299: Lopra (143 words)


Lopra er ein niðursetubygd í Suðuroynni, bygdin liggur 5 km sunnan fyri Vág. Fólkatalið var 86 við ársbyrjan 2014. Ein tunnil bindur bygdirnar Lopra og Sumba saman, sumbiartunnilin læt upp í 1997. Akrar er lítil bygd, sum liggur 2 km eystanfyri Lopra. Lopra liggur í einum dali rundan um Lopransfjørð. Tá ein kemur koyrandi úr Vági til Lopra, sæst toppurin av Beinisvørði daga undan Hestinum. Eitt spískt fjall í Lopra sum minnir um eina pyramidu eitur Kirvi, toppur eitur Kirviskállur. Fjallið sunnan fyri Lopra móti Økrum eitur Siglifelli. Beint áðrenn ein kemur til Lopra er ein vík sum eitur Kirrivík, hon verður eisini nevnd Ónavík. Úr Kirrivík er ein vegur gjørdur eitt petti vestureftir, hesin førir til Lopranseiði, tó ikki heilt vestur. Lopranseiði er sera vakurt og sermerkt stað á vestursíðuni av Suðuroynni. Har er eisini Lopranshólmur. Útsýnið suðureftir móti Beinisvørði er einastandandi.




#Article 300: Víkarbyrgi (311 words)


Víkarbyrgi er ein niðursetubygd í Suðuroy, har ongin býr longur, ein persónur hevur tó enn postadressu har, sambært Hagstovuni. Víkarbyrgi liggur á eystursíðuni á Suðuroynni millum Lopra og Sumba. Har hava verið tvær bygdir, Hamrabyrgi er sunnanfyri ánna og Víkarbyrgi er norðanfyri ánna, sum rennur oman gjøgnum dalin.

Ongin vegur var til Víkarbyrgis fyrr, bygdin var hin seinasta av bygdunum í Suðuroynni, sum fekk vegasamband, tað var í 1977. Tað at vegurin kom førdi tó ikki til fólkavøkstur, men tað gjørdist lættari fyri bøndur og onnur at koma fram til bygdina. Eitt alibrúk var í Víkarbyrgi í nøkur ár, men tað er ikki til longur. 

Fyrr vóru tvær bygdir á Víkarfirði, tann sum var norðarðu megin ánna var Víkarbyrgi og hin sum var sunnanfyri ánna var Hamrabyrgi. Tað er tó bara Víkarbyrgi sum hevur postnummar, tað er nummar 928.

Víkarbyrgi er landnámsbygd, hildið verður at hon er ein av elstu bygdunum í Føroyum. Bygdin varð tó avtoftað, tá svartideyði herjaði í 1349, bara ein kvinna livdi eftir, hon nevndist Sneppan í Hamrabyrgi. Enn síggjast toftirnar eftir, har hon búði. Søgnin sigur, at hon gjørdist so vill av at búgva har einsamøll, at tað ikki bar til at fáa hana at liva millum onnur fólk. Sumbingar gingu oman á hamarin beint uppi yvir har hon búði og kastaðu henni kjøt, so hon ikki doyði i hungri.

Ongin búði í Víkarbyrgi í nærum fimmhundrað ár, eftir at svartideyði legði bygdina í oyði og til Jógvan (Joen) Joensen úr Sumba setti búgv í Víkarbyrgi við húski sínum umleið 1830. Í 1906 búðu 40 fólk í Víkarbyrgi. Í 1970 búðu 22 fólk har, men sum áður nevnt býr ongin har longur. Fólk hava tó bygt summarhús í Víkarbyrgi og Hamrabyrgi, so eitt sindur av lívi er á staðnum av og á. Bøndur hava eisini framvegis seyð í Víkarbyrgi og nøkur neyst standa niðri við sjóvarmálan. 




#Article 301: Haraldssund (171 words)


Haraldssund er ein bygd sunnarlaga á eystursíðuni á Kunoynni út móti sundinum við sama navni. Haraldssund var kyndilsmessubygd, tað er, at har varð dansað á kyndilsmessu. Úr Haraldssundi er søgnin . Í Haraldsundi búgva umleið 70 fólk. 

Í Haraldssundi er onki vinnuligt virksemi uttan landbúnaður, ella rættari sagt seyðahald. Eftir bardagalok í 1945 keyptu haraldssundsmenn ein 20 tons stóran útróðrarbát, sum var knýttur at bygdini í eini 20 ár. Báturin, sum æt Brimnes, lá vanliga fyri teymi beint út fyri bygdini. Haraldssundsmenn róðu annars dúgliga út við Brimnesi hesi árini. Seinni í tíðini var eitt ídnaðarvirki í bygdini sum framleiddi arbeiðshandskar. 
 
Í Haraldssundi er gamla bygdin við tveimum býlingum, Heimi í Húsi og Suðuri á Bakka, og so ein nýggjur býlingur, ið verður nevndur á Leiti. Býlingurin liggur omanfyri og sunnanfyri gomlu bygdina. Í gomlu bygdini eru 10 hús og á Leiti eru 11 hús. Skúlin í Haraldssundi er bygdur í 1930. Fyri nøkrum árum síðani varð eitt sera snotuligt bygdarhús bygt í Haraldssundi. Har kann borðreiðast fyri eini 200 fólkum. 




#Article 302: Kunoyar bygd (284 words)


Bygdin Kunoy liggur á vestursíðan á Kunoynni. Hóast Kunoyggin er 14 km. long, er bara tann eini møguleikin fyri føstum búplássi á vestursíðuni, og har liggur bygdin á flatanum undir Skarðdali og Lítladali. Omanfyri dalarnir eru Lítlafjalli og Kúvingafjalli fyri norðan og Urðafjalli fyri sunnan. Ongar fornfrøðiligar kanningar eru gjørdar í Kunoy, ið kunna siga nakað um aldur á bygdini, men haldast má, at hon er bygd í landnámstíðini.

Tríggjar rættuliga stórar áir renna oman gjøgnum bygdina: Garðá, Myllá og Skarðdalsá, og tríggir býlingar hava verið frá fyrndini í bygdini, og liggja teir við hvør sín á. Suðuri í Bø, Heimi í Húsi og Norðuri í Húsi. Í 1737 eru tveir býlingar, Heimi í Húsi og Suðuri í Bø. Gamalt er, at Norð í Húsi skal vera triði býlingurin í Kunoy. Har skal fólk hava búð í gomlum døgum, men um ár 1700 doyr býlingurin út. Í 1825 búgva aftur fólk Norð í Húsi. Fólkateljingin í Føroyum í 1801 vísur, at bygdini Kunoy búgva 13 familjur, sum telja tilsamans 64 fólk.

Í 1930-árunum varð farið undir at gera ein uppdyrkingarveg í Kunoy. Hann gongur sunnan av Bø, níðan frá Garðá, framundir víðarlundini, har ein rættuliga stór brúgv bleiv gjørd um Myllá, og so norðureftir omanfyri bygdina, og oman aftur gongur hann í hin gamla vegin Norðuri í Húsi. Tað tók nakrar vetrar at gera vegin, og er hann um 1,5 km til longdar. 

Síðani vegasamband kom til bygdina er stór útstykking gjørd í bygdini. Hendan útstykkingin liggur sunnanfyri Garðánna, og omanfyri býlingin Suðuri á Bø, og er fleiri nýggj hús bygd har, eins og grundstykkir eru tøk til framtíðar sethúsabygging. 

Kunoy var nýggjársbygd. Hagar komu fólk úr grannabygdunum at vitja og dansa á nýggjárinum.




#Article 303: Ítróttur (317 words)


Ítróttur er kropslig venjing undir føstum reglum vanliga skipað og íðkað sum kapping. Hóast ítrótt er spæl, krevst ofta av teimum, ið íðka ítrótt, at tey eru sterk av lyndi. Og í t.d. kappingarítrótt er gleðin at vinna ofta vann størsta. Kappingarítrótt er vanliga skipað eftir reglum og lógum, so at treytirnar hjá teimum, sum kappast, skulu vera tær somu. Ítrótt mest er sprottin úr gerandisvirksemi, til dømis renning, bogaskjóting og glíming. Onnur ítrótt, til dømis vælumtóktu bóltspølini, er nógv nýggjari. Og so hvørt útgerðin mennist, verða reglurnar broyttar, so at eitt ítróttafólk ikki skal hava fyrimun fram um annað. Stuðlar og sjónvarp ávirka ítróttina nógv. Bestu leikararnir vinna milliónir, og størstu ítróttahendingarnar síggjast um allan heimin um fylgisvein. Hvør ítróttargrein hevur sínar reglur, so øll, sum leika, skulu vita, hvussu ið leikað skal verða. Kampleiðarar og dómarar eru við á leikvølli og fylgja gjølla við, at leikarar halda reglurnar. Í summum spølum floyta teir hart, tá ið leikur skal byrja, ella steðgur skal verða. Eisini vísa teir við flaggi ella hond, at leikarar skulu vita, hvar ið nú er farið fram. Í reglunum fyri ymisku spølini er skrivað, hvussu breiður og langur vøllurin skal vera, hvussu hann skal vera merktur, og hvar ið málini skulu vera. Kanska eru ymiskar reglur, einar fyri vaksin og einar fyri børn. Í t.d. kurvabólti eru tríggjar støddir av plátum og fríkastøkjum: fyri vaksin, ung og yrkisleikarar. Soleiðis er eisini í m.a. fótbólti, har yngstu leikararnir spæla tvørturum á hálvum vølli og í handbólti, har tey smáu spæla á lítlum vølli við lítum bólti. 

Orðið kemur frá fornnorrønum iþræt sum er í ætt við íð sum merkir at útinna (íðka) nakað.
Ítrótt er sambært orðabókum kvennkynsorð, men í mannamunni verður oftast orðið ídráttur nýtt. Hetta hevur ført við sær vanliga skriviháttin ítróttur (kvennkynsorðið maskuliniserað), sum í veruleikanum á føroyskum ikki kann sigast, soleiðis sum tað verður skrivað.

Høvuðsgrein: Ítróttur í Føroyum




#Article 304: Athen (848 words)


Athen (grikskt: Αθήνα; Athína) er høvuðsstaður Grikkalands og størsti býurin í landinum. Athen er ein av heimsins elstu býum, sum frá skrivligum keldum kann føra sína søgu umleið 3400 ár aftur í tíðina. Har búgva (2011) 664 046 íbúgvar í sjálvum býnum, (fólkatalið var 796.442 í 2004) Stórbýurin Athen við forstøðum og upplandi hevði 3.074.160 íbúgvar í 2011, á einum 412 km2 stórum øki. Sambært Eurostat er Athen tann stórbýurin í ES, sum hevur 7. flestar íbúgvar og 4. flestar íbúgvar av høvuðsstøðunum í ES í 2004, tá tað búðu 4.013.368 í Athen (við forstøðum og upplandi). Athen er tann syðsti høvuðsstaðurin í Evropa.
Arvurin frá tí klassisku tíðini er enn sjónligur í Athen við minnisvarðum og ymiskum bygningum, sum eru listarverk, har tað kendasta nokk man vera Parthenon á Akropolis, sum av mongum verður hildið at vera týdningarmesta bygningsverkið í vesturlendskari mentan frá fornari tíð. Býurin hevur eisini fleiri fornminni frá rómverskari og bysantinskari tíð, og nøkur frá tí osmanniska tíðarskeiðnum. Athen hevur tveir heimsarvar, sum eru á listanum hjá UNESCO yvir heimsarvar, nevniliga Akropolis og Dafni Klostrið.

Miðdepilin í gamla høvuðsstaðnum í Grikkalandi var Akropolis, har 2500 ára gomlu toftirnar av Parthenontemplinum eru. Men meginparturin av býnum er nýggjur, tí at mong fólk av bygd eru flutt hagar at leita sær eftir arbeiði. 
Ein avleiðing av bráða vøkstrinum er, at fáastaðni í heiminum er luftin so dálkað sum í Athen. Til tess at minka um luftdálkingina er ikki loyvt at koyra bil inni í býnum summar dagar í vikuni.

Tey eldstu prógvini frá menniskjum í Athen eru frá yngru steinøld. Í bronsuøldini uppstóð eitt meira skipað samfelag, ein partur av tí mykensku borgmentanini. Eftir at henda mentanin fall umleið ár 1200 á.Kr. komu tær myrku øldirnar (uml. 1200 til 900 á.Kr.). Frá hesi tíðini eru nøkur spor av aktiviteti í Athen, men tað sær ikki út til at hava verið eitt samfelag, ið var nakað serliga skipað.

Býurin fór at vaksa umleið 900 á.Kr. Fram til umleið 640 á.Kr. var Athen eitt kongadømi við einari aristokratiskari stýrisskipan. Athenbúgvar løgdu Attika undir seg hetta tíðarskeiðið. Meðan allir grikskir býarstatir høvdu ræði yvir eitt øki kring sjálvan býin, er tað annarleiðis við Athen, sum hevði valdið á einum rættiliga stórum øki. Undir tyraninum Peisistratos byrjaði býurin at markerað seg sum ein miðdepil fyri listahondverk og arkitektur. 

Í 510 á.Kr. fingu tey ið vóru ímóti tyranstýrinum hjálp frá Sparta til at broyta stýrisskipanina. Tað athenska fólkaræðið var eitt demokrati, ið hevði beinleiðis fólkaræði við eini røð av sereyðkennum.

Síðan 558 á.Kr. høvdu persarnir víðka um land teirra. Persisk herlið komu til tað grikska meginlandið í 490 á.Kr.. Athen varð kringsett, og tvær ferðir noyddur fólk at rýma úr býnum. Men í 479 á.Kr. taptu persarnir við Plataiai, og uppgóvu royndina at vinna Grikkaland.

Athen var nú blivin tann valdmiklasti býarstaturin í Grikkalandi, og tað dámdu spartanarum ikki. Kríggini millum báðir býarstatirnir endaðu við at Athen tapti, og tá Filip II av Makedonia víðkaði um sítt økið og kom inn í Grikkaland, megnaði Athen ikki at standa ímóti. Filip II hevði ræði á Athen og sonur hansara Aleksander Mikli, staðfesti hetta. 

Athen var framhaldandi ein týdningarmikil býur, eisini í hellenistiskari tíð, men var ikki longur ein sjálvstøðugur statur. Býurin bleiv førandi innan mentan og útbúgving, og teir filosofisku skúlarnir lokkaðu lesandi frá strórum pørtum av grikska heiminum, og so við og við eisini frá rómverska heiminum.

Grikkaland varð innlimað í Rómverjaríkið í 86 á.Kr.. Athen fikk enntá minni ávirkan politiskt sæð, men bleiv við at vera týdningarmikil miðdepil fyri lærdóm. Paulus ferðaðist eitt nú til Athen fyri at kynda um kristnu trúnna, og Grikkaland var eitt teimum fyrstu økjunum í Rómverjaríkinum, ið tóku nýggju trúnna til sín. Hetta tíðarskeiði bleiv endin á Athen sum lærdómsmiðdepli, men tað var ikki fyrr enn undir Justinian keisara, í 529 at lærustovnarnir vóru stongdir heilt.

Í 1836 gjørdist Athen høvuðsstðaur í tí nýggja Kongaríkinum Grikkaland, og býurin mentist skjótt til ein nýmótans evropeiskan høvuðsstað. Í 1907 var fólkatalið 167.479.

Undir fyrra heimskríggi var hart stríð í gøtunum í Athen millum eitt stórt herlið sum var komið í land við Pireus, tað vóru 3000 franskir, italskir og ensk herlið sum stríddust móti grikska herinum og grikska fólkinum úr Athen. Teir sameindu noyddust at rýma úr aftur býnum, men í 1917 megnaðu fraklendingar at herseta býin.

Folkavøksturin í Athen var øgiligur eftir tað, sæð við grikskum eygum, katastrofala griksk-turkiska kríggið frá 1919 til 1922, tá yvir ein millión flóttafólk vóru tvangsflutt til Grikkalands eftir Lausannefriðin í 1923, tey vóru noydd at flyta frá heimum teirra í Lítla Asia, sum í dag hoyrir til Turkaland, av hesum mongu fluttu umleið 300.000 til Athen og forstaðir til Athen. Árini 1941 til 1944 var Athen eins og restin av Grikkalandi, hersett av Nasitýsklandi.

Summar OL hevur verið hildið í Athen tvær ferðir, 1896 og 2004. Býurin stóð eisini fyri teimum óalmennu leikunum sum vóru hildnir í 1906.

Athen hevur fleiri stór ítróttarfeløg, sum fótbóltsfeløgini AEK Athen FC, Panathinaikos FC og Panionios FC, kurvabóltfelagið Maroussi BC og hondbóltsfelagið Sony Athinaikos Athens.

Síðan 1983 hevur Athen Marathon verið fyriskipað í býnum.




#Article 305: Danskt mál (566 words)


Danskt mál er málið í Danmark. Danskt er móðurmál hjá um 5.300.000 fólkum, harav um 5.000.000 í Danmark, um 8.000 í Grønlandi og um 2.500 í Føroyum. Danskt er eitt av germansku málunum. Av tí at Føroyar í fleiri hundrað ár hava verið í ríkisfelagsskapi við Danmark, hevur danskt mál altíð havt sterka støðu her hjá okkum. Danskt var lógarmál, kirkjumál og skúlamál langt upp í 20. øld. Serliga sterka støðu hevði danskt í høvuðsstaðnum, Havnini, har tað fínara fólkið búði, embætismenn, konslar og keypmenn. Børnini úr hesum umhvørvi við nógvum blandingsgiftum tosaðu danskt, summi teirra høvdu beinleiðis danskt sum móðurmál. Danskt er tryggjað í heimastýrislógini, har tað stendur at lesa, at: Føroyskt verður viðurkent sum høvuðsmál, men danskt skal lærast væl og virðiliga, og danskt kann eins væl og føroyskt nýtast í almennum viðurskiftum. Við øðrum hevur danskt serstøðu millum fremmandamálini, sum verða lærd í fólkaskúlanum í Føroyum.

Danskt er ikki einans móðurmál fyri uml. 5 milliónir danir – tað er eisini eitt týðandi annaðmál í Føroyum og Grønlandi. Her skulu allir skúlanæmingar læra danskt sum fremmandamál. Danskt er eisini eitt týðandi minnilutamál í norðara parti av Týsklandi. Uml. 50.000 fólk hava danskt sum móðurmál í týska landslutinum Suðurslesvig. Nógv ung í Føroyum lesa heldur bøkur á donskum enn á teirra egna móðurmáli.

Ensk tøkuorð streyma inn í øll tey norðurlendsku málini, men rákið er, at ensku orðini í størri mun varðveita teirra uppruna ensku útsjónd í donskum, herundir málfrøðiligar bendingarendingar og stavseting. Computer, weekend, speaker og teenager eru dømi um orð, ið kunnu brúkast á donskum, men sum verða broytt til norðurlendsk orð á norskum og svenskum. Eisini søguliga hevur danskt verið dúgligt til at læna frá øðrum málum. Orð sum bange, borger, angst og alene t.d. stava frá streyminum av týskum tøkuorðum, sum nógv komu inn í málið í 1600-talinum.

Tá ein dani fer at telja, hava aðrir norðbúgvar trupult við at fylgja við. Men tað er í veruleikanum bert fimm orð, ið volda trupulleikar, nevniliga halvtreds, tres, halvfjerds, firs og halvfems. Tey kunnu virka óskiljandi, men hava ein logiskan uppruna. Danska talskipanin byggir nevniliga á tyve og tyve á donskum eitur snes í eintali og snese í fleirtali. Tá danir siga tres, er tað ein samanrenning av tre snese, meðan firs er ein samanrenning av fire snese. Halvtreds merkir sostatt tríggjar sneisir minus eina hálva sneis.

Ein av stóru trupulleikunum við donsku framsøgnini er, at tað oftast bert eru herd orð, ið verða markað týðuliga í talumálinum. Óherd stavilsi eru trupul at fanga hjá teimum, ið tosa svenskt ella norskt. Fleiri sjálvljóð verða søgd ymiskt á donskum og svenskum. Eitt langt a á donskum ljóðar sum eitt svenskt ä, og u á donskum verður sagt nærri sum eitt svenskt o. Um eitt orð byrjar við g ella k, skal tað altíð framberast við g- ella k-ljóði. Sjálvljóðini í samansetingum sum sk-, skj- og stj- verða øll framborin og ikki eins og á svenskum stytt til eitt sje-ljóð. 

Endingar og ljóðveik stavilsi hvørva oftani, tá danskt verður borið fram, og tað ger tað trupult at hoyra nær eitt orð byrjar og endar. Tað gevur ikki bert trupulleikar hjá øðrum norðbúgvum. Kanningar vísa, at trý ára gamlir danir hava lært munandi færri orð, enn javngomul í eitt nú Noregi og Svøríki, og at danskir skúlanæmingar hava eina truplari uppgávu fyri framman, tá tey skulu læra seg at lesa og skriva á teirra egna máli.




#Article 306: Budapest (120 words)


Budapest er høvuðsstaður Ungarns og hevur umleið 1 735 000 íbúgvar (2013). Býurin er størsti býurin í landinum og ein av størstu býum í ES. Hin 17. november 1873 vóru býinir Buda, Óbuda og Pest sameindir til ein stóran bý við nýggja navninum Budapest, sum inniheldur nøvnini á tveimum av fyrrverandi býunum Buda og Pest. Áin Donau rennur gjøgnum býin, býarpartarnir Buda og Pest liggja hvør sínu megin Donau, Buda er vestaru megin Donau, har var gamli ríkisdagshøvuðsstaðurin í keisaraveldinum Eysturríki-Ungarn. Eystaru megin Donau er Pest, sum er miðdepil fyri handil, fíggjarvirksemi og ríkisfyrisitingina. Mong ferðafólk koma til Budapest - nógv fleiri enn til hinar høvuðsstaðirnar í Miðevropa, og næstan tveir triðingar av útlendsku íløgunum í Ungarn eru í høvuðsstaðnum.




#Article 307: Grikskt mál (240 words)


Grikskt mál (ελληνικά - ellinika ella ελληνική γλώσσα / elliniki glossa) er ein sjálvstøðug grein av teimum indo-evropeisku málunum. Grikska málið er høvuðsmál í Grikkalandi og á Kýpros. Málið sum tey tosa í dag verður nevnt nýgrikskt, tað sum tey tosaðu og skrivaðu í fornøldini verður nevnt forngrikskt, harumframt eru tað onnur griksk mál, t.d. er nýgrikst ikki bara nýgrikst. Nýgrikskt er móðurmál hjá um 12.250.000 fólkum, harav um 9.850.000 í Grikkalandi og um 580.000 í Kýpros; Nýggja Testamenti er skrivað á koine grikskum, og tað er átrúnaðarligt mál í griksku ortodoksu kirkjuni.

Í nógv ár var eitt málstríð (diglossi) í Grikkalandi. Stríðið snúðið seg um, hvørt tey áttu at tosa og skriva eitt grikst mál sum lá so tætt upp at tí forngrikska sum møguligt, katharevusa (tað reinskaða málið), ella um tey skuldu tosað og skriva tað sum tað vanliga fólkið tosaðu, dimotiki. Tey lærdu brúktu í høvuðsheitum katharevusa, t.d. í rættarmálum, á lærdum háskúlum, í fyrisitingini osfr., meðan tey ikki lærdu, ella tað vanliga fólkið, brúkti tað móðurmálið sum tey høvdu lært, dimotiki. Hetta málstríðið endaði í 1976, tá ein nýggj lóg varð sett í gildið, sum segði, at dimotiki nú var tað almenna málið í Grikkalandi.

Tað eru 24 bókstavir í tí grikska alfabetinum, allir hava ein stóran bókstav og ein lítlan bókstav, tó hevur sigma tvey sløg av smáum bókstavum, eitt vanligt sigma (σ) og eitt sum verður brúkt tá eitt orð endar við s (ς).




#Article 308: Gøtugjógv (173 words)


Við Gøtugjógv er ein bygd í Eysturoy. Bygdin við Gøtugjógv liggur eystanfyri stóru gjónna, sum sker seg norður gjøgnum lendið millum Syðrugøtu og Norðragøtu. Við Gøtugjógv eru skúli, peningastovnar, kirkja og samkomuhús felags fyri allar tríggjar bygdirnar, sum ofta undir einum verða róptar í Gøtu.

Bygdin við Gøtugjógv hevur frá gamlari tíð verið ein savningarstaður fyri bygdirnar í gomlu Gøtu kommunu, og ber hon navn eftir gjónni, ið liggur beint sunnanfyri bygdina. Í 1890 varð skúli bygdur har, og hevur kommunali skúlin hildið til har síðan við útbyggingum í 1929, 1974 og í 2010.

Studentaskúlin í Eysturoynni húsaðist í gomlu skúlabygningunum við Gøtugjógv, áðrenn flutt varð inn á Kambsdal í 1989. Í dag ganga børn í 4.-7. flokki úr allari Eysturkommunu í skúlanum við Gøtugjógv.

Áður hava eisini bankar og sparikassar havt deildir í bygdini. Bygdin er eisini prýdd við eini vakrari viðarlund omanfyri bygdina, og er eisini ein miðdepil fyri mentan við Losjuni, og fyri trúar- og samkomulív við nýggju Gøtu Kirkju, ið varð vígd í 1995, og Filadelfia, samkomuhúsinum hjá brøðrunum.




#Article 309: Gøtueiði (130 words)


Gøtueiði ella Undir Gøtueiði er eitt pláss í Eysturoynni. Einasta búseting, sum hevur verið á staðnum, var tjaldið hjá vekingarrørsluni Kelduni. Tað er tó skjótt langt síðani, at tjaldið varð tikið niður, og bygningurin í Skálabotni varð tikin í nýtslu í staðin. Sambært Hagstovu Føroya búðu 30 fólk Undir Gøtueiði í 2013. Lítla bygdin á Skálafjørðinum, ið ber navn eftir hvar hon liggur – Undir Gøtueiðinum – er frá umleið 1860 og er sostatt yngri enn hinar gøtubygdirnar. Bygdin er vaksin saman við Skipanesi, ið er partur av Runavíkar Kommunu, og hesar verða mangan mistiknar at verða ein og sama bygd. Bygdin hevur verið eitt knútapunkt hjá gøtufólki við tað, at gøtumenn altíð hava havt bátar liggjandi við Skipanes. Herfrá var lættari at sleppa yvirum Skálafjørðin ella suður til Havnar.




#Article 310: Vatnsoyrar (146 words)


Vatnsoyrar er ein bygd í Vágoynni við norðurendan á Sørvágsvatni / Leitisvatni. Vatnsoyrar er niðursetubygd frá fyrst í 20. øld. Í dag er bygdin serliga kend fyri stóru vindeygaverksmiðjuna Vatnsoyrar Snikkaravirki og fyri leguhúsið Zarepta hjá Brøðrasamkomuni. Vatnsoyrar er yngsta niðursetubygd í Føroyum, frá 1921, og tann einasta hvar sjógvur ikki sæst. Fyrstu 20 árini vóru bert trý hús í bygdini, men aftaná kríggið vaks bygdin. Seinastu árini hava 60 fólk búð í Vatnsoyrum. Innbúgvarnir eru flestir í tænastuvinnuni í øðrum bygdum. Bygdin er partur av Miðvágs Kommunu.

Ein av fyrstu koyrivegunum millum bygdir í Føroyum, varð gjørdur millum Sørvág og Miðvág, ígjøgnum Vatnsoyrar. Í Vatnsoyrum er slætt og náttúruvakurt, friðarligt og hugnaligt. Stóra áin, Skjatláin, rennur oman í tað stóra vatnið, Leitisvatn/Sørvágsvatn. Har ber til at fiska síl og njóta náttúrunar friðsælu. Stórt heiðalendi eru norðanfyri Vatnsoyrar, og har var nógv torvarbeiði í tí tíðini. 




#Article 311: Syðradalur, Kalsoy (201 words)


Syðradalur er sunnasta bygdin á Kalsoynni. Syðradalur er ein niðursetubygd frá fyrst í 19. øld; hon er bygd í 1812. Bygdin﻿ lá áður á vestursíðuni og æt Blankskáli, men vegna skalvalop á vári í 1809 fluttu blankskálafólk millum 1810 og 1816 eysturum til Syðradals at búgva av tí, at har er eingin vandi fyri skalvalopi. Eingin mansskaði hendi av lopinum. Fýra hús vóru á Blankskála, og har búðu 29 fólk tá. Tá ið liðugt var at flyta til Syðradals í 1816, vóru 5 hús. Fimta húsið varð nevnt ”har Uppi”.

Í slupptíðini hoyrdu 2 skip til Syðradal: M/S Bjørgvin (Julius Clementsen á Dunganum) og M/S Gudrun (Inni í Húsi). Fleiri syðradalsmenn vóru skiparar á t.d. Klaksvíks - og Havnaskipum. Syðradalsmenn vóru við sluppunum um summarið, og veturin varð nýttur til útróður við maskinbátum. Bygdin fekk el - orku frá SEV í 1966 og ferjulegu í 2005. Á Syðradali er ferjulega, sum er dagliga sambandið til og úr oynni. 

Hóast Syðradalur er tann av teimum fýra bygdunum á oynni, sum lættast slepst til, so er hon kortini tann bygdin á Kalsoynni, ið hevur minsta fólkatalið.
Hinvegin er Syðradalur ein vælumtókt frítíðarbygd.

Minnisvarðin á Syðradali yvir deyð á sjónum varð reistur í 2000.




#Article 312: Hellurnar (154 words)


Hellurnar eru ein bygd á eystursíðuni á Eysturoynni. Hellurnar eru partur av Fuglafjarðar kommunu. Sum bygdarnavn er hetta ungt, frá uml. 1850. Staðið hevur helst einaferð í tíðini itið At Hellum, sum hevur merkt við hellur fram við strondini, seinri Á Hellum. Ein bundin formur av navninum, Hellurnar, hevur tikið seg upp einaferð í tíðini, kanska í sambandi við búsetingina, og bundin og óbundin formur síggja út til at hava kappast. Enn hoyrast oyndfirðingar siga ”yvir á Hellur”. Í nútíðarmáli tykist tann bundni formurin at hava verið við yvirlutan, og einmælt ynski er komið frá bygdarfólkinum um at fáa tann formin viðurkendan. 

Í 1998 gav Danmarks Metreologisk Institut út eina frágreiðing um føroyska veðurlagið, “the Climate of the Faroe Islands with Climatological Standard Normals, 1961-1990”. Her kunnu vit m.a. lesa, at tað regnar mest í Hvalvík. Í harðari kapping við Hvalvík eru tó Hellurnar, har regnar tað 3.242 mm um árið.

Fólkatalsbroytingar síðan 1860. 




#Article 313: Ørðavík (393 words)


Ørðavík (verður eisini stavað Øravík) er ein bygd í Suðuroy. Har búgva 44 fólk (2014). Ørðavík er partur av Tvøroyrar kommunu. Øravík er á eystursíðuni á Suðuroynni, miðskeiðis í oynni. Grannabygdirnar eru Fámjin, Hov og Trongisvágur. Fyri at koma til Fámjins, sum er bygd á vestursíðuni av Suðuroynni, má ein koyra gjøgnum Ørðavík fyrst og snara av har. Ferjulegan í Suðuroynni, Krambatangi, er ber fáir minuttir norðanfyri bygdina Ørðavík, í Øravíkarlíð. 
Eitt hotel er í Ørðavík, sum eitur Hotel Øravík ella Gistingarhúsið við Á. Har er eisini matstova. Bæði hotel og matstova lótu aftur í mai 2012, eftir at eldur varð settur á hotelli. Serliga køkurin og matstovan fóru illa. Summarhús verða eisini útleigað í Ørðavík. Eitt bønhús er í bygdini. Har er eitt lítið havnalag við einari kai og nøkur neyst eru har. Neyt eru eisini at síggja í Ørðavík umframt seyð og gæs.
Úr Ørðavík á veg suðureftir kann ein velja at koyra til Hovs antin gjøgnum Hovstunnilin, sum varð tikin í brúk í 2007 ella eftir gamla vegnum um Hovsegg sum gongur gjøgnum Tjaldavík og eftir Hovseggini. 
Ørðavík verður fyrstu ferð nevnd í Hundabrævinum, sum varð skrivað millum 1350 og 1400.

Hesin vegur verður nú mest brúktur av teimum, sum eiga seyð í økinum, ella av fólki, sum velur at fara henda longra teinin fyri at njóta vakra útsýnið. Tað sæst langan veg norðureftir um tað er klárt í veðrinum frá vegnum um skarði, beint áðrenn vegurin fer rundan um fjallið til Hovseggina. Á Hovseggini er eisini vakurt útsýni suðureftir, ein sær heilt suður til Beinisvørð í klárum veðri, og so er sermerkt basaltgrót fram við vegnum, stabbagrót, men skapað meira í sikksakk-formi, ikki sum beinir stabbar, sum stabbagrótið í Froðba, heldur meinlíkt tí sum ein sær í Kúlugjógv í Froðba. Longri uppi í fjallinum er tó basaltgrót, sum er í stabbaskapi eins og tað fram við Froðbiarvegi.

Ørðavík er m.a. kent úr Suðuroyarsøgnum við tað at Tingstaðurin var í Ørðavík á einum staði, sum eitur Uppi millum Stovur. Beint sunnanfyri Ørðavík er Tjaldavík og Tjaldavíkshólmur. Tjaldavík hevur fingið navn eftir øllum tjøldunum, sum hava staðið har, tá Tingstova var Uppi millum Stovur. Gálgagjógv er á norðaru síðu av víkini, niðri við sjóvarmálan á nesinum millum Ørðavík og Trongisvág. Har blivu fólk tikin av døgum fyrr í tíðini, eftir at tey vóru dømd til deyða í Tingstovuni Uppi millum Stovur.




#Article 314: Skálatoftir (481 words)


Skálatoftir er ein avtoftað bygd í Borðoy. Bygdin varð avtoftað í 1914. Navnið 'Skálatoftir' merkir húsatoftir og bendir á, at bygdin fleiri ferðir er avtoftað. Hildið verður at bygdin avtoftaðist fyri 3 ferð í 1914.

Tað eru mong ættarlið, síðan Jógvan í Gerðum livdi. Hann var, sum sagt verður frá, ein ógvuliga mungin maður. Umframt ta ogn, hann hevði (tá í tíðini hoyrdi uppsalajørðin eisini til Gerða), vildi hann fegin hava Kvíingadal, sum tá hoyrdi til Árnafjørð. Ein dagin fór Jógvan burtur í haga saman við einum húskalli at hyggja eftir seyði. Frammanundan hevði hann grundað út ein tanka, sum eingin hevði grun um. Tá ið heim aftur skuldi farast, setti hann kósina móti Árnafirði, og við húskallin, ið við honum var, segði hann, at um hann skuldi koma at taka brókatøk við miðstovubóndan, so mátti húskallurin hjálpa sær. Komin til Árnafjarðar fóru teir inn til miðstovubóndans, har teir vóru væl fagnaðir við mati og drekka. Meðan teir sótu við borðið, komu bøndurnir báðir upp at klandrast, og endin varð, at teir fuku saman at berjast. Tað vóru útlit fyri, at miðstovubóndin fór at vinna; men so kom húskallur Jógvans sær uppí; hann tók í bein miðstovubóndans, so hann datt, og Jógvan var ikki seinur at drepa hann.

So fekk Jógvan Kvíingadal. Men hetta var honum ikki nokk. Hann fekk gott eyga á Skálatoftir, sum um tað mundið var ein bygd við átta húsum. Íbúgvarnir við Skálatoftir vóru góðir jarðamenn og vælstandandi. Bóndin á Skálatoftum æt Símun og var skyldur við konu Jógvans. Ein dagin, Jógvan var burtur í haga, møtti hann Símuni og birti klandur við hann. Teir ruku saman, og Símun lá eftir, tá ið Jógvan leitaði heim aftur til húsar. - Hann segði konu síni frá, at Símun var deyður, og hon, sum grunaði, hvussu hann var deyður, svaraði bert: “Harrin eigi sál hansara.” Enn hevði Jógvan eftir sínum tykki ikki alt tað, hann ynskti. Hann átti ein skyldmann, ið hevði nógva ogn á Skarði. Hann vildi nú eisini ogna sær hesa jørð. Hann virkaði sær eina bjargalínu av ull (allar línur vóru í teirri tíðini virkaðar úr ull), men til miðjuna á hesi línu nýtti hann svídda høvdaull. Tá ið línan var liðug, fór hann við henni til Skarðs og læt skyldmannin fáa hana til gávu. Hann var væl fagnaður. Um línuna segði hann, uttan at hann fyri tað vildi rósa sær sjálvum, at hon var óføra sterk. Og hann hevði tí góðan hug at vera hjá, tá ið hon fyrstu ferð skuldi roynast. Tíðliga á morgni fóru menn avstað til bjargar. Og skyldmaðurin á Skarði var fyrsti maður niður við línuni um beltið; tá ið fýrt var til helvtar av línuni, slitnaði hon, har tann svídda høvdaullin var; hann datt oman og sló seg deyðan. Jógvan sýndist at taka sær hesa vanlukku ógvuliga nær. Men nú átti hann eisini ogn skyldmans, so tað var sorgina vert.




#Article 315: Slættanes (207 words)


Slættanes (danskt: Slettenæs) er ein avtoftað niðursetubygd í Vágum norðast við Vestmannasund. Um man kemur frá tunnilinum og koyrir yvir til Oyrargjógv er ein møguleiki at ganga framvið fjøruni og endar ein tá norði á Slættanesi. Vanligt er tó at ganga í erva - omanfyri gjáirnar á eystursíðuni á Vágoynni. 

Fyrstu niðursetufólkini fluttu til Slættanes í 1835. Tey vóru Heindrikur Thomassen  og Julianna Niklasdóttir, sum fluttu úr Sandavági við 5 børnum. Eini 5 ár seinni fluttu onnur til, og í 1845 vóru 3 húski við íalt 21 fólkum á Slættanesi. Í 1850 er fókatalið komið upp á 40, minkar so aftur til 21 fólk í 1860, men veksur so aftur. í 1890 er fólkatalið komið upp aftur á 40,og tá fólkatalið er mest, í 1940, búgva 75 fólk í bygdini. Eftir tað minkar fólkatalið, og í 1963 eru bert 4 húski eftir. 3 av húskjunum flyta av bygdini hetta árið, og árið eftir, í 1964, verður bygdin avtoftað, tá seinasta húskið flytir av bygdini. 

Tey av húsunum, ið enn standa, eru brúkt av teimum, ið hava ættarligt tilknýti til bygdina. Okkurt er yvirtikið av Sandavágs kommunu, ið økið hoyrir til. Bygdin hevur onki el og er tað av tí sama nærmast sum at vitja aftur í fortíðina. 




#Article 316: Kirkjubøsteinurin (242 words)


Kirkjubøsteinurin er ein rúnarsteinur, ið var funnin í Kirkjubø í 1832. Á steinum eru 19 rúnir ristar, men tey lærdu eru ósamd á máli um aldur og innihald á innskriftini. Hóast hetta er steinurin helst eitt hitt elsta skriftminni, vit hava í Føroyum. 

Steinurin var eftir at hann var funnin sendur niður á Nationalmuseet í Keypmannahavn, men er nú á Føroya Fornminnissavni.

Soleiðis ljóðar fyrsta týðingin hjá Finn Magnussen, og merkir tað Knút kuvlungur vá (drap), tvs. at talan er um gravstein yvir onkran, ið áðurnevndi Knút hevur dripið. Finn Magnussen kom í fyrstu kanningum sínum til ta niðurstøðu, at steinurin helst er frá 12. øld.

Soleiðis ljóðar onnur týðingin hjá Finni Magnussen, og merkir tað Ætt unnar hevur gravheyggj við Arvok og skuldi Arvok smb. Finni Magnussen vera gamalt navn fyri Kirkjubø, ið um hetta mundi metir steinin at vera frá 9. øld.

Í 1887 sigur Ludvig Wimmer, at innskriftin á steininum er so ótýðilig, at ráðiligt er bert at lesa tey tvey seinastu orðini, ið merkja eftir Róa. Hetta metir Ludvig Wímmer sipar til, at talan er um gravstein yvir mann, sum æt Rói ella Rógvi, og Wimmer daterar steinir afturi í 9. øld.

Maria Ingerslev Simonsen ger í 1959 eina nýggja týðingarroynd av Kirkjubøsteininum. Hon heldur, at tey fyrstu 7 tekini eru ólesilig og lesur bert tey seinastu 12, ið hon týðir soleiðis: unni Vígúlvi ró. Steinin metur hon at vera frá kristnari tíð, helst fyrst í 11. øld.




#Article 317: Tvøroyrar Bóltfelag (443 words)


Tvøroyrar Bóltfelag ella TB er eitt fótbóltsfelag av Tvøroyri, sum varð stovnað 13. mai 1892. TB er elsta bóltfelag í Føroyum. Umframt at TB er eitt fótbóltsfelag er tað eisini eitt flogbóltsfelag. TB fótbóltur og TB flogbóltur hava tó hvør sína nevnd. Onnur ítróttarfeløg á Tvøroyri og økinum kring Trongisvágsfjørð eru Tvøroyrar Borðtennisfelag (TBF), Froðbiar Sóknar Róðrarfelag og Susvim (Susvim er fyri alla oynna). 

Í 2012 spælir TB aftur í bestu fótbóltsdeildini. TB gjørdist nummar tvey í 1. deild í 2011, FC Suðuroy gjørdist nummar eitt. Tað var sera stórur spenningur um 2. plássið millum TB og AB, men TB vann tann dystin. Bæði liðini endaðu við sama stigatali, sum var 61 stig og við sama málmuni sum var 55, tó hevði TB 81 vunnin mál og 26 tapt mál, meðan AB hevði 80 vunnin og 25 tapt mál. Tað at TB hevði skorað eitt mál meira enn AB, gjørdi at TB flutti upp í bestu deildina og AB bleiv verandi í 1. deild. Í 2010 gjørdist TB nummar 3 í 1. deild. TB hevur vunnið FM heitið 7 ferðir, tað var árini 1943, 1949, 1951, 1976, 1977, 1980 og 1987. TB hevur vunnið Løgmanssteypið (fyrr Ísafjarðarsúlan) 5 ferðir, tað var árini 1956, 1958, 1960, 1961 og 1977.

						
Dagført 7. juli 2016				

						

Síðani TB varð stovnað og til 16. oktober 2010 hevur TB spælt fótbólt á vøllinum á Sevmýri. Vøllurin var blivin skeivur og leyk ikki altjóða krøv. Hann bleiv ikki góðkendur til at spæla fótbólt í vaksnamannadeildum í 2011.  Hin 16. oktober 2010 varð seinasti dystur leiktur á Sevmýri, TB, sum tá spældi í 1. deild, spældi ímóti NSÍ og vann dystin 5-2. Í apríl Í 2011 var heimavøllurin hjá TB Á Skørinum í Hvalba.  Nýggjur fótbóltsvøllur er gjørdur inni í Trongisvági beint eystanfyri høllina í Trongisvági. Arbeiðið við at gera vøllin í Trongisvági byrjaði í 2011 og væntaðist liðugt áðrenn kappingin byrjaði um mánaðarskiftið mars/apríl 2012 ella í seinasta lagi tá TB fyllir 120 ár 13. mai 2012. Vøllurin bleiv tó ikki klárur til fyrsta landskappingardystin, og teir fyrstu heimadystirnir hjá TB blivu tí spældir á Eiðinum í Vági. Til dystin móti B36 var sjálvur vøllurin liðugur, men hann bleiv ikki góðkendur, m.a. tí at har manglaðu 300 sitipláss, sum er eitt krav til øll feløgini, sum hava lið í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum, TB mátti sostatt spæla dystin móti B36 í Vági. Flaggdagin 2012 var arbeiði við at seta 300 setur við at vera liðugt, og 27. apríl varð vøllurin so góðkendur til fótbóltdystir í bestu mansdeildini. Fyrsti landskappingardystur í Effodeildini var dysturin millum TB og ÍF, sum varð leiktur sunnudagin 29. apríl 2012. TB vann henda fyrsta dystin 1-0.




#Article 318: Sigmundur Brestisson (108 words)


Sigmundur Brestisson (føddur 961 í Skúvoy - doyði í Sandvík 1005).

Sambært Føroyinga søgu var tað stórbóndin og víkingurin Sigmundur Brestisson, ið kristnaði Føroyar. Í ár 999 noyddi Sigmundur, eftir boðum frá norska konginum Ólavi Trygvasyni, føroyingar at taka við nýggjari trúgv. Mótstøðan móti tí nýggju trúnni, undir leiðslu av tí víðagitna Trónda í Gøtu, varð skjótt niðurbard, og hóast Sigmundur sjálvur læt lív, fekk kristindómurin fótafesti.  

Sigmundur gifti seg við Turið Torkilsdóttir, dóttir Torkil Barfrost (summastaðnis kallaður Turrfrost) og Ragnhild Toralfsdóttir, úr Noreg. Saman fingið tey dóttrina Tóra Sigmundsdóttir, ið seinni gifti seg við Leivur Øssursson.  

Gravstaðurin hjá Sigmundi við gravsteini er varðveittur í kirkjugarðinum í Skúvoy.




#Article 319: Livonskt mál (157 words)


Livonskt (līvõ kēļ) hoyrir til finnisku greinina av finno-ugrisku málunum. Einans 35 fólk duga málið, og einans 10 flótandi. Tað er nær í ætt við finskt, ið verður tosað hinumegin Finnlandsfjørðin, og estiskt. Upprunalandið hjá livonunum er Livonia í Lettlandi norðan fyri Kurlandhálvoynna. Málið er hótt. Nakrir upprunalivonar eru byrjaðir at læra seg málið fyri at geva tí uppreisn. Hetta er tó torført, tí livonar eru ongastaðni í meiriluta og hava nærum ongar møguleikar at nýta málið.

Skriftmálið byggir bæði á estiskt og lettiskt.

Livonskt hevur 13 føll: hvørfall (nominativ), hvørsfall (genitiv), partitiv, hvørjumfall (dativ), illativ, inessiv, elativ, allativ, adessiv, ablativ, translativ og abessiv.

Romanskt bókstavarað:

A/a, Ā/ā, Ä/ä, Ǟ/ǟ, B/b, D/d, Ḑ/ḑ, E/e, Ē/ē, F/f, G/g, H/h, I/i, Ī/ī, J/j, K/k, L/l, Ļ/ļ, M/m, N/n, Ņ/ņ, O/o, Ō/ō, Ȯ/ȯ, Ȱ/ȱ, (Ö/ö), (Ȫ/ȫ), Õ/õ, Ȭ/ȭ, , P/p, R/r, Ŗ/ŗ, S/s, Š/š, T/t, Ț/ț, U/u, Ū/ū, (Y/y), (Ȳ/ȳ), V/v, Z/z, Ž/ž.

Nøkur orð:

Ein yrking:

MUSTĀ PLAGĀ VALSÕ




#Article 320: Norskt mál (151 words)


Norskt mál er norðurlendskt mál og er talað í Noregi. Tað finnast tvey almenn norsk mál: Bókmál (bokmål), sum stavar frá donskum, og nýnorskt (nynorsk), sum Ivar Aasen endurskapaði grundað á norskum málførum.

Bókmál og nýnorskt eru tvungnar lærugreinar í øllum fólkaskúlum og framhaldsskúlum í Noregi.

Orsøkin til, at tað í Noregi eru tvey málsnið, meðan tað er nóg mikið við bara einum málsniði í donskum og svenskum, er søgulig og politisk. Bókmál er søguliga sæð ein norskað útgáva av tí danska skriftmáli, sum varð brúkt í Noregi í tí tíðini, tá ið landið var í politiskum samveldi við Danmark (frá uml. 1400 til 1814). Nýnorskt er harafturímóti eitt nýtt skriftmál, sum varð grundað uml. 1850 við støði í norskum bygdarmálum sum ein innlendskur valgmøguleiki til danskt. Bókmál er tí ógvuliga líkt donskum - í skrifti, ikki í framburði! - meðan nýnorskt hevur ávís drøg í felag við føroyskt og íslendskt.




#Article 321: Bertákna (136 words)


Bertákna (frøðiheiti - Polycera faeroensis) er nakin bertákna í bólkinum Nudibranchia. 

Í hesum bólki eru djór, sum eru millum tey litríkastu, ið finnast í havinum. Í Dýpinum (sum útróðrarmenn siga – millum Stong og Eystnes) sóu teir í juni 1899 fyri fyrstu ferð hetta djórið (latín; Polycera faeroensis). Danin Henning Lemche, serkønur í bertáknum, hevði í 1929 grein um slagið í The Zoology of the Faroes. Hóast eintakið var í heldur vánaligum standi, sýndu stødd og snið á rivtunguni, at hetta var áður ókent slag. Nú er greitt, at slagið er størri enn tey, ið næst eru skyld. Tey eru um 20-25 mm til longdar. Hetta slagið er upp í 45 mm. Annar munur er, at hetta slagið hevur vanliga átta kampar á høvdinum móti fýra til seks hjá Polycera quadrilineata, ið stendur næst í skyldskapi.




#Article 322: Eli Smith (126 words)


Eli Smith, føddur 1955 í Havn, er ein føroyskur myndlistamaður, sum málar og setir saman burtur úr tilfari, sum hann savnar í náttúruni. Hann hevur síðani aldarskifti ment tveir ymiskar hættir at gera myndir burtur úr náttúrutilfari, í høvuðsheitum steini. Tann fyrri hátturin er ein máliháttur, har ið Eli knúsar steinar, skeljar, kol og sand, og nýtir hesi sum litpigmentir í málningum; hetta nevnist grótmálningur. Tann seinni hátturin er brotamyndin, har ið listamaðurin skerir steinar sundur til at seta saman eitt myndevni.

Eli er fjølbroyttur, og dugir eisini at tekna og arbeiða við øðrum meira siðbundnum tøknum, og hevur hann eitt nú myndprýtt bøkur og fleiri føroysk frímerki. Hann varð útbúgvin sum radiomekanikari í 1976, hevur verið sjómaður, men er í dag ein sjálvlærdur fulltíðar listamaður.




#Article 323: Ruth Smith (567 words)


Ruth Smith, fødd 5. apríl 1913 í Vági, deyð 26. mai 1958, var ein føroyskur málari og teknari.

Ruth Smith telist sum ein tann týdningarmesti koloristurin í føroyskari myndlist. Hóast hennara skeið sum listakvinna varð stutt – hon doyði av einari syndarligari druknivanlukku í 1958, bert 45 ára gomul – kom hon at seta sín dám á málningalistina.

Ruth Smith varð borin í heim í Vági í 1913. Faðir hennara, Johan Smith, doyði, tá Ruth var níggju ára gomul, og sum so mong í somu støðu, noyddust Ruth og systkin hennara longu frá barnsbeini av at taka fyrifallandi arbeiði fyri at hjálpa til heima.
Í 1930 fór Ruth Smith til Danmarkar, har hon ætlaði at læra til sjúkrasystir. Hon fekk arbeiði í vaskarínum á Diakonissestiftelsen í Keypmannahavn, men tá ein av sjúklingunum á staðnum sá hennara skitsur, setti hann hana í samband við listakonuna Bizzie Høyer. Ruth gjørdist næmingur á Høyers tegneskole í 1933-34, og í 1936 varð hon upptikin á Kunstakademiets Malerskole, sum næmingur hjá Aksel Jørgensen professara. Hesin Aksel Jørgensen helt nógv um gávurnar hjá Ruth Smith, og skal hava sagt, at hennara sjálvsmyndir vóru millum tær bestu í norðurlendska listarheiminum. Í 1943 varð Ruth Smith liðugt útbúgvin.

Í 1945 giftist Ruth Smith við arkitektinum Poul Morell Nielsen og tey fingu tvey børn, Leif í 1947 og Louis í 1952. Tey búðu í Keypmannahavn og Lemvig í Jútlandi.
Tey árini málaði Ruth býarmyndir úr Keypmannahavn og landslagsmyndir av vesturjútsku strondini. Hon var limur í listafelagskøpunum Se og Ringen. Eitt skifti, í 1947-48, málaði Ruth glas á kendu donsku glasverksmiðjuni Holmegaards Glasværk.

Í 1948 kendi Ruth Smith seg fastkoyrda, og vildi broyta umhvørvi. Árið eftir, fluttu hon og Poul Morell Nielsen við børnunum til Føroya og búsettist í heimbygd hennara, Vági.

Upp gjøgnum fimtiárini málaði og teknaði Ruth fólk og umhvørvið í Vági, og tað er frá hesari tíðini at hon skapti síni høvuðsverk. Serliga sjálvsmyndirnar frá hesum skeiðinum eru framúrskarandi, her tvey dømi, fyrra frá 1955, og seinna – sum kom út á frímerki í 1985 – er frá 1956.

Sum málari var Ruth Smith realistur, sum strembaði eftir at lýsa tað ið eyguni og sinnið sóu. Hennara hond er eirindaleys, stuttar óróligar strikur, sum saman við skugga, ljósið og einum óvanliga góðum eyga fyri litbragdi, skapa livandi myndafløtur. Myndamálið sýnir stundum impressionistiska ávirkan, og litspælið avdúkar ørgrynni av smálutum, sum geva myndunum lív, stundum tungt og ekspressivt, stundum lætt og flákrandi.

Tað liggja ikki nógvar lidnar myndir eftir Ruth Smith. Hon var ikki útvend av sinnið, og bríggjaði seg ikki um at sýna fram. Men eftir hana lógu eitt ørgrynni av skitsum, tekningum og ólidnum málningum ið bera boð um eitt pínt listafólk, altíð ivandi, altíð leitandi eftir tí fullkomna. Lítil ivi man vera um, at hennara innvenda sinnalag gjørdi, at hon í lívinum var heldur ókend – og hon er eitt av teimum fáu føroysku listafólkunum, ið gjørdist kend og umhildin eftir sín deyða.

Í 1957 flutti Ruth Smith út á Nes, uttanfyri Vágsbygd, har hon bygdi eitt atelier. Veturin 1957-58 arbeiddi hon hart við málningunum, eftir hvat sigst, tí at hon óttaðist at missa sjónina, og ávirka av eykandi tunglyndi.

Í mai 1958 endaði lívsskeiðið hjá Ruth Smith orsaka av einari syndarligari druknivanlukku á Vágsfirði. Eftirmæli hennara í føroyskari listasøgu ber boð um ein framúrskarandi kolorist og listafólk, sum ongantíð vann framm á mál, men sum á leiðini skaraði framúr teimum flestu.




#Article 324: Rúni Brattaberg (149 words)


Rúni Brattaberg, føddur 1966 í Vági, er ein føroyskur operasangari, ið starvast og framførir í operahúsum kring heimin. Hann hevur seinastu árini bygt sína leikskrá við Wagner (Gurnemanz, Hagen, Hunding, Fafner, Pogner, Heinrich) og aðrar leiðan bassleiklutir sum til dømis Osmin/The Abduction from the Seraglio, Timur/Turandot, Sparafucile/Rigoletto, Sarastro/Gandafloytan, Kaspar/Der Freischütz, læknin/Wozzeck, Rocco/Fidelio, og Basilio/Barberurin í Sevilla í operaljómliðunum í Mainz, Ulm, Detmold, Bern og Mannheim. Í januar 2017 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins.

Rúni Brattaberg varð føddur og uppvaksin í Vági. Foreldur hansara eru Árni and Karin Brattaberg, ið stovnaðu ullavirkið og klædnafyritøkuna Sirri í 2000 suðuri í Vági.

Rúni tók fyrst útbúgving sum dokumentarmyndamaður í Keypmannahavn, og arbeiddi innan fakið í átta ár, áðrenn hann fór í læru sum operasangari. Hann las á Sibelius-Akatemia í Helsinki frá 1997 til 1999 og á Internationales Opernstudio IOS í Zurich frá 1999 til 2000.

Hann er giftur við týsku operasongkvinnuni Susanne Brattaberg-Jacoby.




#Article 325: Rúnir (118 words)


Rúnir byggja lutvíst á gamla germanska tradisjón við at høgga tekin, myndir og stavir í klettin, men eisini á bókstavarøð tey gomlu hava møtt í sambandinum við fólkasløg í Suðurevropa.

Orðið rúnir merkir loynidómur. Rúnirnar eru bókstavir, sum vórðu høgdir oftast í stein. Seinni uppi í miðøldini verða rúnirnar eisini høgdar í træ. Vit hoyra í Føroyingasøgu um Trónd í Gøtu, at hann var ein sera vitugur maður, sum eisini varð lagdur undir at duga gand. Tey, sum dugdu at lesa tá í tíðini, vórðu ofta roknaði sum køn í gandi. Í kvæðinum um Leiv Øssurson, tá Tróndur fer til Suðuroyar at finna Torgrím, verður sagt, at hann hevði rúnarkelvi við sær. Eitt kelvi er eitt runt træpetti.




#Article 326: Økisnavn (107 words)


Eitt økisnavn (enskt: domain name) er eitt navn á einum øki á internetinum. Eitt tað mest nýtta økisnavnið er .com. Hvørt land hevur sítt egna økisnavn, til dømis hevur Føroyar .fo, Danmark hevur .dk, Noreg hevur .no osfr. Dømi um síður, sum enda við .fo: portal.fo, vagaportal.fo, sandportal.fo, kringvarp.fo, setur.fo. Dømi um danskar síður við .dk: eb.dk, politiken.dk, sis.ku.dk; Økisnøvnini eru ofta í einum sniði, ið sampakka fyriskipanini í RFC 1035. Økisnøvn í Føroyum verða fyrisitin av Trygdartøkni Sp/f. Men tað er FO-ráðið, ið er myndugleiki og sambært teimum av landsstýrismanninum í vinnumálum góðkendu viðtøkum, hevur fingið ábyrgdina av umsitingini og nýtsluni av landsøkinum .fo á internetinum.




#Article 327: Íslendskt mál (390 words)


Íslendskt er eitt indo-evropeiskt mál. Tað hoyrir til ta vesturnorrønu málættina saman við føroyskum, norskum og hinum nú útdeyða norn, sum norrøna málið í Hetlandi nevndist.

Sviar, norðmenn og danir skilja heilt væl hvønnannan. Teir hava størri trupulleikar við íslendskum, hóast íslendskt líkist tí skandinaviska málinum, ið varð tosað fyri túsund árum síðan. Næstringur hjá íslendskum er føroyskt, men málini eru ikki so lík, at ein íslendingur skilir ein føroying uttan trupulleikar.

Føroyskt og íslendskt eru grannamál. Hugsa vit um uppruna, stavseting ella orðatilfar, eru tey nær í ætt. Men munurin er á reglunum viðvíkjandi framburði. Tá ið landnámsmenn í 9. øld hildu vestur í hav úr Vesturnoregi, settu summir búgv í Íslandi, summir í Føroyum, og uppaftur summir funnu sær bústað í oyggjalondum sunnan fyri Føroyar. Hesir niðursetumenn vóru ættaðir av vesturstrond Noregs og bóru sjálvsagt við sær tey bygdamál, ið talað vórðu har um leiðir. Mál teirra kalla vit norrønt. 

Fyrstu øldirnar hendir valla tað nógva málinum viðvíkjandi í hesum nýbygdu londunum. Føroyingurin, íslendingurin og hetlendingurin, sum hittust um ár 1000, mundu uttan størri tvørleika skilja hvør annan. Men sum øldir liðu fleiri, tók málið at broytast í ljóði, soleiðis at smátt um smátt sprettur íslendskt úr norrønum og føroyskt úr somu rót. Stóra broytingarskeiðið verður ofta sett til hvarvið 1300 til 1500. Kemur tú í einum teksti fram á orð sum til dømis blað, bátur ella vík, so heldur tú ivaleyst tekstin at vera føroyskan. Men tað er ikki vist, at hann er føroyskur. Hann kann eins væl vera íslendskur. Men biður tú eitt íslandskt og eitt føroyskt fólk lesa hesi 3 orðini upp, so hoyrir tú mun alt fyri eitt.

Skulu vit tosa um bygdarmál (fø. málføri, ísl. mállýskur) í Íslandi, er fyrst at siga, at munurin á málinum í teimum ymsu pørtunum av landinum er lítil. Tann munur ið er, er fyrst og fremst í framburðinum. Skilt verður t.d. ímillum harðmæli á Norðurlandinum (frá Héraðsvötnum og eystur í Vopnafjörð) og linmæli aðrastaðni í landinum. Í harðmæli eru k, p og t fráblást í innstøðu aftan á langt sjálvljóð, meðan tey eru ófráblást í linmæli, ljóðskrivað ávíkavist [kʰ, pʰ, tʰ] og [b, d, g]. Ein partur av harðmælisøkinum, serliga Eyjafjarðarsýsla, hevur raddað ljóð undan p, k og t; dømi vanta [vantʰa], lampi [lampʰi], hjálpa [jaulpʰa], meginparturin av landinum hevur óruddaðan framburð, t.d. [vandta], [lambpi] og [jaulbpa]. 




#Article 328: Filmur (189 words)


Filmur er livandi myndir. Tøknin var uppfunnin í endanum av 19. øld. Teir fyrstu filmarnir høvdu ikki talu og ikki ljóð, tekstir, sum kundu greiða frá søguni, stóðu á løriftinum. Ein pianoleikari hevði undirspælið við hóskandi tónleiki, til dømis kvikum og harðligum tónleiki, tá ið onkur varð jagstraður. Áskoðarafjøldin fór skjótt at velja sær sínar yndisleikarar, og tær fyrstu filmsstjørnurnar vórðu til dømis Rudolph Valentino. Í 1927 kom tann fyrsti talufilmurin, og síðan vildi áskoðarafjøldin ikki vita av øðrum. Tøknifrøðiliga gjørdust filmarnir støðugt betri. Í Amerika gjørdu Metro-Goldwyn-Mayer Studios (MGM) og nøkur fá onnur stór filmsfeløg 95 % av øllum filmum. Í 1950-árunum fingu fólk áhuga fyri sjónvarpinum, og tað gjekk aftur á hond við filmsídnaðinum. Tey seinastu árini hevur filmurin tó ment seg aftur. 

Í Hollywood vórðu flestu filmarnir gjørdir. Í syðra parti í Kalifornia var rætta veðurlagið og landslagið til filmsupptøkur. Millum 1907 og 1913 varð ein partur í Los Angeles, Hollywood, miðdepil í amerikanskum filmsídnaði. Eisini Russland, Týskland, Frakland og Japan hava gjørt filmar, sum hava havt stóra ávirkan á filmsídnaðin um allan heim, og filmsídnaðurin er alstórur. 

Filmur kann býtast sundur í fleiri bólkar. T.d.:




#Article 329: Norðuramerika (410 words)


Norðuramerika er ein heimspartur. Norðuramerika eru londini Sambandsríki Amerika, Kanada og Meksiko, umframt heimsins størstu oyggj, Grønland. Í seinastu ístíð lá mikil ískappi um meginlandið, sum sumstaðni brýndi niður landslagið, dýpti láglendið við Stóruvøtn og legði eitt jaður av fruktagóðari mold oman á víðu grasfløturnar í Miðvestri. Klettafjøll eru norðan úr Alaska og suður í New Mexico eru ryggurin í meginlandinum. Eystanfyri eru Appalachiafjøll, og eystan og sunnan tey er lág strond. Í Eysturkanada er Kanadaskjøldur, ein ovurstór lægd við gomlum, niðurruddum fjøllum, sum nú liggja undir mold. Oyðimerkur eru í útsynningspartinum í USA og suður í Norðurmeksiko. 

Fólkið í hesum heimsparti var einaferð upprunafólk - indiánar, sum livdu av tí, náttúran gav. Næstan alt fólkið har nú á døgum eru eftirkomarar hjá niðursetufólki, sum eru flutt hagar seinastu 400 árini. Sterkasta landið, bæði tá vit hugsa um fólkatal og vælferð, er USA, ríkasta land í heiminum. Norðan fyri USA er ovurstóra Kanada. Her býr ikki so nógv fólk, tí at har er berligari, kaldari og harðførari enn hjá grannanum fyri sunnan. Bæði londini vóru einaferð bretsk hjálond, og meginparturin av fólkinum talar enskt. Í Meksiko talar fólkið spanskt, tí at fyrr var Meksiko spanskt hjáland. Hóast nógv olja og gass eru í Meksiko, er landið fátækt.

Norðuramerika er ein av ótættast bygdu heimspørtunum í heiminum. Stívliga tveir triðingar av fólkinum búgva í USA. Næstflest fólk búgva í Meksiko, minst er í Kanada. Fyrr búði mesta fólkið í USA í eystara parti í landinum, men seinastu fimmti árini eru mong flutt til lýggjaru ríkini fyri sunnan og vestan (t.d. Kalifornia, Arizona og Texas). Soleiðis hevur eisini verið í Kanada, fólk eru flutt av eysturstrondini og til Stóruvøtn og til dømis Toronto í Ontario, ella tey eru flutt til býir á vesturstrondini, til dømis Vancouver í British Columbia.

Tilflytarar eru komnir í stórum tali til Norðuramerika, helst úr Evropa, men eisini úr Suðuramerika og Asia. Øll fóru ikki, tí at tey ætlaðu tað. Svarta fólkið í Amerika er ættað frá afrikonsku trælunum, sum við valdi vórðu fluttir til Amerika frá 1619 til 1808 at arbeiða í lundunum. Trælahaldið varð ikki avtikið fyrr enn í 1865. Afroamerikanarar, sum tey svørtu verða nevnd, fáa størri og størri ávirkan í amerikanska samfelagnum.

Øll trý londini í Norðuramerika eru sambandsríki. Tað er, at londini eru skift sundur í fleiri ríki. Hesi ríki hava egið lóggávuvald og senda eisini umboð til sambandstingið, so at øll kunnu verða við at gera av, hvussu landið skal verða stýrt.




#Article 330: Carl Jóhan Jensen (418 words)


Carl Jóhan Jensen (føddur 2. desember 1957) er ein føroyskur rithøvundur. Hann hevur tríggjar ferðir fingið Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir, tað var í 1989, 2006 og 2015, og fýra ferðir hava bøkur hansara verið tilnevndar til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, í 1991, 1998, 2007, 2008 og 2016. Í 2007 var tað bókin Ó - Søgur um djelvulskap, sum var tilnevnd og í 2008 var tað yrkingasavnið September í bjørkum sum kanska eru bláar ið varð tilnevnt, í 2016 er tað fyri skaldsøguna Eg síggi teg betur í myrkri.

Carl Jóhan Jensen vaks upp í Havn. Í 1973 flutti hann til Danmarkar, har hann tók studentsprógv í 1976. Síðan flutti hann heimaftur til Føroya, har hann eitt nú starvaðist sum blaðmaður. Frá 1979 til 1981 las hann føroysk á Fróðskaparsetrinum. Frá 1981 til 1987 las hann íslendskt mál og bókmentir í Reykjavík. Í 1990 tók hann prógv sum cand.phil. í føroyskum máli og bókmentum. Hann er giftur avstralsku Kate Sanderson, saman eiga tey tveir synir. Kate hevur starvast fyri Føroya landsstýri í fleiri ár, og í 2012 gjørdist hon sendikvinna Føroya í ES. Síðan 2012 hava tey búð í Brússel, vegna starv hennara.

Hann útgav sítt fyrsta yrkingasavn í 1977. Hann hevur útgivið yrkingar, skaldsøgur og eitt ritsavn. Hann hevur týtt fleiri tekstir til føroyskt, eitt nú hjá Strindberg, Ayckbourn, Dario Fo og Einar Kárason. Tekstir hjá Carl Jóhan eru týddir til onnur mál og hava verði útgivnir í tíðarritum og ritsøvnum í Danmark, Noregi, Svøríki, Niðurlondum, Týsklandi og USA. Verk hansara, ið hava verið tilnevnd Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins eru týddar til eitt av norðurlendsku málunum í samband við tilnevningina. Skaldsøgan Ó er útgivin í Noregi av forlagnum Det Norske Samlaget, Lars Moa týddi til norskt.

Í oktober 2011 var Carl Jóhan Jensen ein av 10 føroyskum rithøvundum, ið var umboðaður á bókamessuni í Frankfurt, hann var umboðaður við skaldsøguni Ó. Tað var fyrstu ferð, at Føroyar luttóku á týsku bókamessuni, tað var Ísland, ið bjóðaði Føroyum við í samband við at Ísland var heiðursgestur á messuni.

Á heysti 2013 umboðaði ein av yrkingum hansara Føroyar í ES tiltakinum Transpoesie 2013, yrkingin hevur heitið Tú. Yrkingin var víst í bussum, sporvognum og í metro’ini í høvuðsstaðnum hjá ES á føroyskum og í franskari og niðurlendskari týðing. Tiltakið byrjaði við framsýning og upplestri 26. september, sum er almenni evropeiski dagurin fyri mál og málsligt fjølbroytni. Tá las Carl Jóhan Jensen yrkingar á føroyskum saman við yrkjarum úr sjey øðrum londum.

Carl Jóhan var formaður fyri Rithøvundafelag Føroya 1991–92 og 2004–2006.




#Article 331: Jehova Vitni (424 words)


Jehova Vitni er ein altjóða kristin trúarrætningur. Jehova Vitni royna at venda aftur til sið og trúgv í kristnu fornkirkjuni, trúgva at afturkoma Jesu Krists verður í næstum og trúgva ikki uppá vanligu kristnu tríeindina. Charles Taze Russell stovnaði í 1870-unum bólkin sum í dag kallar seg Jehova Vitni. Í fyrstuni vórðu tey nevnd Bíbliunæmingarnir. Men í 1931 tóku tey við bíbilska navninum Jehova Vitni. Samskipanin, sum byrjaði í smáum, er nú vaksin so mikið, at 8.683.117 vitni íðin boða í flestum londum kring heimin. Jehova Vitni eru serliga kend fyri at boða boðskap sín dyr-til-dura, har tey eisini útvega fólki, ið bjóða teimum inn, bøkur og annað tilfar. Eisini taka Jehova Vitni ikki ímóti blóði, og gera heldur ikki hernaðartænastu, sum hevur skapað stríð í ymiskum londum. Tey hátíðarhalda ikki jól, páskir ella føðingardagar, tí teir verða mettir at vera heidnir heilidagar og ikki í sambæri við kristindóm. Jehova Vitni halda, at Sátan eigur verðsliga heimin og síggja hann sum spiltan, tí avmarka tey samband við verðsliga heimin og fólkið. Fyri at fáa limir at akta, verða summir onkuntíð skildir frá øðrum fólki, um teir hava gjørt okkurt skeivt sambært Jehova Vitnum.

Flestu samkomur Jehova Vitna hava møti tríggjar ferðir um vikuna. Frálæra Jehova Vitna er grundað á Bíbliuna. Møtini byrja og enda við bøn, og á flestu møtunum er eisini andaligur lovsongur. Atgongdin er ókeypis, og eingin innsavning fer fram. Flestu samkomur halda møti í einum ríkissali. Talan er vanliga um einfaldar bygningar, sum sjálvboðin vitni hava reist. Hvørki halgimyndir, krossar ella annað slíkt er at finna í ríkissalinum. Útreiðslur bólksins verða goldnar við sjálvbodnum gávum.

Í øllum samkomum eru elstar ella umsjónarmenn, sum stíla fyri undirvísingini í samkomuni. Teir hava samkomutænarar at hjálpa sær. Hesir menninir eru ikki hevjaðir yvir hini í samkomuni. Teir verða ikki nevndir við serligum heitum. Teir eru ikki øðrvísi ílatnir enn onnur. Og teir fáa ikki løn fyri sítt arbeiði. Hinir elstu taka sær viliga og við gleði av andaliga tørvinum í samkomuni. Teir kunnu ugga og hjálpa í truplum tíðum. Jehova Vitni halda eisini á hvørjum ári størri og minni stevnur. Tá savnast fleiri samkomur um eina serliga skrá við undirvísing úr Bíbliuni. Á øllum stevnunum er dópur av nýggjum lærisveinum fastur táttur á skránni.

Alheims høvuðsskrivstovan Jehova Vitna er í Warwick í USA. Har situr Stýrandi Ráðið, ein bólkur av royndum elstum, sum leiðir ta heimsumfatandi samkomuna. Annars eru eisini meira enn 100 deildarskrivstovur kring heimin. Á teimum arbeiða sjálvboðin við at framleiða og senda bíbilskan lesnað. Boðanararbeiðið á staðnum verður eisini skipað haðani.




#Article 332: Atlantic Radio (121 words)


Atlantic Radio var ein útvarpsrás í Føroyum frá 6. mai 1999 og sendi 24 tímar um døgni fram til oktober sama ár. Frekvensurin var 101,5 MHz. Atlantic Radio var fyrsta privata útvarpstøð í Føroyum. Rás 2 keypti restirnar frá Atlantic Radio og byrjaði at senda í desember 1999. 

Atlantic Radio breyt við allar tradisjónir innan føroyskt útvarp, og støðan fekk beinavegin risastóra undirtøku frá lurtarunum. Ungu og entusiastisku starvsfólkini vóru altíð á staðnum har nakað hendi, og sent var frá ymiskum støðum kring Havnina, og kring landið. 

Atlantic radio borðreiddi eisini við einari nýggjari kjakmentan, og hugflogið og spontaniteturin høvdu frítt spæl. Men fólkini dugdu ikki at føra ein lýsingar og sponsorpolitikk, og bleiv lykilin snaraður um, aftaná eitt hálvt ár. 




#Article 333: G! Festival (575 words)


G! Festival í Gøtu er fyrsti uttandura tónleikafestivalur í Føroyum. 

Fyrsti G! Festivalurin var í 2002. Tað vóru fólk í Tónleikasamtakinum Grót og í bólkinum Clickhaze, sum tóku stig til hendan fyrsta G! Festivalin. Fyrsti G! Festivalurin vardi einans ein dag og hevði einans ein pall, mestsum bara føroyskar tónleikabólkar og einki tjaldingarøkið. Árið eftir, í 2003 vaks tiltakið í vavi til áleið tað konseptið, sum G! hevur verið kent fyri síðani - tað strekkir seg yvir hósdag, fríggjadag og leygardag, við fleiri pallum, tjaldingarøki og stórum parti av bólkunum úr útlondum. Festivalurin vaks hvørt ár frá byrjan til heystið 2007 tá G! festivalurin fór á heysin vegna stóra fíggjarliga skuld. 

Í januar 2008 kunngjørdi Jón Tyril, talsmaður fyri G! Festivalin, at eingin festivalur fór at vera í 2008. Tá summarið kom, varð tó hildin ein G! Mini festivalur, sum var ein skerd minni útgáva av G! Festival.

Í januar 2009 varð G! Festivalurin endurreistur og varð hildin aftur í Gøtu summarið 2009.

Í 2010 var G! Grunnurin settur á stovn og tók yvir fyriskipanina av G! Festival.  Stjóri í G! Grunninum er Janus Rasmussen. Í nevndini fyri G! Grunnin sita í løtuni Sigvør Laksá, formaður, Hans Jákup Mikkelsen, næst form., Oluffa Joensen, Theodor Kapnas, Jón Tyril. Alt yvirskot frá G! Festival fer óskert til arbeiðið at gera eina tónleikamiðstøð í Gøtu.

Í 2003 framførdu eitt nú hesi: Bomfunk MC's (FI), Úlpa (ÍS), Xploding Plastix (NO), Glorybox (DK), Clickhaze (FO).

Í 2004 framførdu eitt nú hesi: Kashmir (DK), Russ Taff (USA), Temple of Sound (UK), Darude (FI) og Gåte (NO).

Í 2005 framførdu eitt nú hesi: Nephew (DK), Blue Foundation (DK), Beats and styles (FI), Glenn Kaiser (US), Hjálmar (ÍS), Afenginn (DK), Europe (SE), Eivør (FO), Teitur (FO).

Í 2006 framførdu eitt nú hesi: Mugison (IS), Animal Alpha (NO), Beth Hart (US), Kaizers Orchestra (NO), Outlandish (DK), Infernal (DK), Eivør (FO), Teitur (FO).

Í 2007 framførdu eitt nú hesi: Natasha Bedingfield (UK), Serena Maneesh (NO), The Dixie Hummingbirds (US), Nephew (DK), Hatesphere (DK), Polkaholix (DE), Eivør Pálsdóttir (FO), Teitur Lassen (FO), Boys In A Band (FO), Sic (FO), Budam (FO)

Í 2009 framførdu eitt nú hesi: Spleen United (DK), Mr Flash (FR), Familjen (SE), Katzenjammer (NO), Nathan James (US), Veto (DK), The Haunted (SE) og Valravn (FO/DK)

Í 2010 framførdu eitt nú hesi: Arch Enemy (SE), Moto Boy (SE), FM Belfast (IS), Eivør Pálsdóttir (FO), Nephew (DK), Lucy Love (DK), Týr (FO) og The Ghost (FO).

Í 2011 framførdu eitt nú hesi: Travis (UK), The Tennessee Mafia Jug Band (US),  Annemarie Zimakoff (DK), Mugison (IS), Petur Pólson (FO), Orka (FO), Andy Irvine (IRE), Guðrið Hansdóttir (FO), Fallulah (DK), Skálmöld (IS), Hamferð (FO), Guðrun  Bartal (FO), Blind Boys of Alabama (US), MOVITS! (SE), Meshuggah (SE), Týr (FO), Sic (FO) og Nive Nielsen and the Deer Children (GR).

Í 2012 framførdu eitt nú hesi: Kapten Röd (SE), Raske Penge (DK), Retro Stefson (IS), Hogni (FO), Eivør Pálsdóttir (FO), Amsterdam Klezmer Band (NL) 200 (FO), Teitur Lassen (FO), Rosa Lux (DK), Nanook (GL) Hamferð (FO) Guðrið Hansdóttir (FO), JPFT Soundsystem (DK), Benjamin (FO), Brynjolfur (FO), Gipsy Train (FO), Villu Veski (EE), Momentum (IS), SAKARIS (FO), Marius Ziska (FO), Frændur (FO), Knút (FO), Kaj Klein (FO), KGB (IS), Lív Næs (FO) og Kiasmos (FO/IS).

G! festivalurin hevði m.a. hesi nøvn á skránni fyri 2013: Nephew (DK), Karin Park (SE), Ásgeir Trausti (IS), Reptile Youth (DK), Alina Devecerski (SE).

Bólkarnir og sangararnir niðanfyri eru frá 2007:

Tónleikabólkar úr Føroyum 2007




#Article 334: Fylgisveinur (121 words)


Ein fylgisveinur er ein manngjørdur himinknøttur sendur í ringrás um Jørðina, mánan ella aðra gongustjørnu til dømis at gera mátingar ella at senda sjónvarps- og útvarpsbákn. Fylgisveinar, ið ganga í rúmdini, taka myndir av jørðini, og hesar myndir hjálpa veðurfrøðingum í arbeiðinum at seta saman veðurforsøgn komandi dagarnar. Fylgisveinar eru í ringrás um Jørðina, ikki hundraðtals metrar, men hundraðtals kilometrar úti í rúmdini. Haðani hava fylgisveinar ótrúligt útsýni yvir Jørðina. Summir hava myndatól og taka myndir av høvum og londum og siga frá veðrinum og øðrum viðurskiftum á Jørðini, sum broytast alla tíðina. Aðrir fylgisveinar eru millumstøðir í telesamskiftinum ímillum lond. Allir hesir fylgisveinar eru sendar upp av Jørðini. Teir eru eins og ein máni, sum er í ringrás um gongustjørnu.




#Article 335: Upphavsrættur (100 words)


Upphavsrættur (á enskum: copyright) er ein avmarkaður rættur, sum fólk, sum skapa verk hava til at ráða yvir verkinum. 

Upphavsrættur varð yvirtikið sum føroyskt málsøki frá Danmark 1.januar 2010. Tað tók tó nøkur ár at smíða føroysku lógina, sum kom í gildi 30.apríl 2015. Í lógini verður staðfest, hvat tú kanst og ikki kanst gera við tilfar, sum onnur hava skapað. Hetta tilfar kann vera myndir, tekstir, tónleikur, filmur og telduforrit. Eftir lógini verður loyvi givið til ein felagsskap at umsita upphavsrætt í Føroyum. Fjølrit hevur loyvi frá Mentamálaráðnum at virka sum umsitingarfelagsskapur.

Kapittul 3 Felags umsiting av upphavsrættargjøldum §40 




#Article 336: Suðuramerika (662 words)


Suðuramerika er annað av meginlondunum á vestaru hálvkúlu jarðar, og er størri parturin av meginlandinum sunnanfyri ekvador. Tað liggur millum tvinni høv – vestanfyri er Kyrrahav og eystanfyri er Atlantshav; Norðuramerika og Karibiahav eru norðanfyri. 

Mangan verða meginlondini bæði – Norðuramerika og Suðuramerika – roknaði undir einum sum Amerikansku meginlondini, og hava bæði fingið navn eftir Amerigo Vespucci, ið var fyrsti evropearin, sum vísti á at hesi meginlond ikki vóru India, men heldur ein nýggjur heimur, ið evropearar ikki kendu frammanundan. 

Suðuramerika er 17,840,000 km² stórt, og tað svarar til uml. 3.5% av jarðarflatuni. Tað var í 2005 mett, at fólkatalið var hægri 371 000 000. Í vavi eru trý meginlond størri enn Suðuramerika (Asia, Afrika og Norðuramerika, men tá talan er um fólkatal, er Evropa eisini størri enn Suðuramerika, tí bert í Oseania bugva færri fólk. Antarktis er jú fólkatómt. 

Jarðfrøðisliga røkkur Suðuramerika frá Panamaveitini, sum sker seg gjøgnum Isthmus í Panama og suður í Eldlandið. Summi rokna Norður- og Suðuramerika sum eitt stórt meginland, og partarnir verða so hvør sær umtalaðis sum meginlanda-øki. Geopolitiskt verður alt Panama – eisini pettið eystanfyri Panamaveitina – mangan roknað upp í Norðuramerika, ella kanska meiri neyvt millum londini í Miðamerika. 

Í jarðfrøðisligum høpi er hampuliga stutt síðan at Norður- og Suðuramerika runnu saman, tí tað eru ikki nógv meiri enn 3 milliónir ár síðan Isthmus í Panama, varð skapt. Hetta nevna jarðfrøðingar Stóra Amerikanska Samanrenningin. Andesfjøllini eru eisini rímiliga ung og tí enn seismologiskt óstøðug. Hesi fjøll ganga sum ein ryggur suður gjøgnum meginlandið vestantil. Eystanfyri Andesfjøllini er tropiskt veðurlag við regnskóg og stóra ósanum frá Amazonánni. Millum turraru økini í landinum kunnu nevnast Patagonia og tann sera karga Atacama oyðimørkin. 

Nógvar oyggjar og oyggjabólkar verða eisini taldar við í Suðuramerika, tí tær mangan hoyra til statirnar á meginlandinum. Karibia verður tó roknað uppí Norðuramerikanska økið. – Kolombia, Venesuela, Gujana, Surinam og Franskt Gujana eru lond í Suðuramerika, ið liggja út móti Karibiahavi, og verða tey eisini nevnd Karibiskt Suðuramerika. 

Suðuramerika hevur fleiri rekordir í landalæruhøpi: Heimsins hægsta foss Angel Falls, heimsin størstu á (ikki longstu) Amazoná, longstu fjallaketu Andesfjøll, turrastu oyðimørk Atacama, størsta regnskógin Amazonskóg, hægsta høvuðsstaðin La Paz, Bolivia, og syðsta býin Ushuaia, Argentina. 

Høvuðs natúrutilfeingið er kopar, jarnmálm, tin, og olja. Nógva tilfeingi í Suðuramerika er komið væl við hjá heiminum øllum. Men mangan hevur hetta tilfeingi verðið ein forðan fyri menningini av fjøltáttaðum ídnaði. Tað hevur fort nógvan órógv í fíggjarstýringini í fleiri av Suðuramerikansku statunum, og mangan fort til politiskan ófrið. 

Djóralívið í Suðuramerika er bæði áhugavert og sermerkt. Einastandandi djór finnast her, so sum llama, anaconda, pirana, jaguar, vicuna, og tapir. Í Amazonskóginum er sera høgur biodiversitetur og ein stórur partur av ymiskleikanum í djóraheiminum er her at síggja. 

Nógv tað størsta landið í Suðuramerika er bæði í vídd og fólkatali Brasil og Argentina er næststørst.

Fyrstu fólkini í Suðuramerika eru helst ættað frá teimum, sum fóru um Beringssundið fyri umleið 15000 árum síðani. Hesi fólk eru so líðandi komin suður gjøgnum amerikansku meginlondini, og longu fyri 12 000 árum síðani eru fyrstu slóðirnar eftir fólki at finna syðst í Kili. 

Muisca mentanin verður elsta mentanin í Kolombia nevnd. Hetta fólk var samansett av fleiri ættbólkum, cacicazgos, ið høvdu umfatandi handil sínámillum. Tey vóru eisini gullsmiðir og bøndur. 

Chavín mentanin um ár 900 f.Kr. høvdu hesi fólk handilsvirksemi og úbygdan landbúnað sambært teim metingum gjørdar eru útfrá leivdum, sum eru funnar. Lutir eru funnir á einum stað í Peru, ið nevnist Chavín de Huantar. Hetta stað er í 3,177 metra hædd. Chavín mentanin helt sær ið hvussu er í gjøgnum tíðarskeiðið 900 til 300 f.Kr. 

Við høvuðssæti í mæta býnum Cusco, var Inka mentanin ráðandi í Andesøkinum frá 1438 til 1533. Teirra land var kent sum Tahuantinsuyu, ið merkir tað fýra býtta landið”. Í Quechua, var Inka mentanin sera týðulig og vælment. Teir vóru mætir steinsmiðir, og býir teirra eru einastandi avreksverk bygd inn í fjallasíðurnar. Teir veltu jørðina í terrassum. Metalarbeiði teirra var eisini av hægstu góðsku. 




#Article 337: Afrika (501 words)


Afrika er næststørsti heimsparturin í heiminum við einari vídd á 30,3 milliónir km²; Tað svarar til umleið 20% av heimsins landaøki. 

Politiska støðan hevur verið turbolent. Tá ið seinni heimsbardagi endaði í 1945, vóru bara trý sjálvstøðug ríki í øllum Afrika: Liberia, Suðurafrika og Etiopia. Alt Afrika annars var í høvuðsheitum býtt millum Bretland, Frakland, Belgia og Portugal. Tá ið afrikonsku londini tóku loysing, vórðu tey vanrøkt og eftirlond á mest sum øllum økjum. Flestu londini vórðu syndrað, tí hjálandastýrini høvdu sett landamørkini, sum teimum hóvaði best, og mong fólk kendu seg vitiliga skild frá sínum fólki og heimleys í nýggja landinum. Hóast einstakir menn og stovnar hava gjørt vala arbeiði fyri fólkið í Afrika, so hava tey gomlu harraveldini í Evropa lítið og einki gjørt at búgva út londini í Afrika til sjálvstýri. Komu ríki londini uppí var tað ofta til størri ógagns enn til gagns. 

Tað skal tí útinnast valaverk, áðrenn livikorini í Afrika eru á hædd við livikorini í Evropa og USA. Londunum tørvar vællærdar embætismenn, teimum trýtur góðar skúlar og góð sjúkrahús, yrkislærdar arbeiðsmenn og virkisleiðarar, ídnaðarvirki tróta og meira fjølbroyttur vinnuvegur og fjølbroyttur matur. Í 1945 stovnaðu flestu ríki í heiminum felagsskapin Sameindu Tjóðir. Hesin felagsskapur hevur til endamáls at fáa frið í heiminum. Hann virkar eisini fyri at fáa burtur atvoldirnar til bardaga og ófrið. Vánalig livikor, fákunna, fátækt, o.s.fr., sum valda í stórum parti av Afrika, eru orsøk til misnøgd og støðugan ófrið. Heimsparturin Afrika eigur nógv ráevni í jørðini, sum t.d. kopar, salt, gull, diamantar, og gimsteinar.

Í Afrika búgva stívliga 800 milliónir fólk - áttandaparturin av fólkinum í heiminum. Fjølbygdast er við norður- og vesturstrondina, helst í fruktgóðu áardølunum við Nilá, Nigerá, Kongoá og Senegalá. Fólkið fjølgast skjótt í Afrika, tí at mong børn verða fødd í flestum londum. Húskini eru stór, og helvtin av fólkinum er yngri enn 15 ár. Flestir afrikanarar búgva á bygd, men her, sum aðrastaðni í heiminum, leitar nógv fólk sær til býirnar. Mong flyta av bygd undan fátækradømi og vinnuloysi, onnur rýma undan borgarakríggi, turki og hungursneyð. 

Afrika er heldur minni enn Ásia, men tríggjar ferðir so stór sum Evropa, tó er íbúgvatalið í Afrika ikki meir enn helmingur av tí, sum er í Evropa. Næststørsti heimspartur, Afrika, er ógvuliga fjølbroyttur. Norðantil er Sahara, størsta oyðimørk í heiminum. Mitt í Afrika, báðumegin Miðkring, er tropiskur regnskógur, og sunnantil eru víðir grasgrónir háslættar, ið so líðandi lækka út ímóti strondini. Stórar fjallarøðir eru eisini, til dømis Atlasfjøll fyri norðan og Ruwenzorifjøll á markinum ímillum Uganda og Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo. 

Niðan frá næstan allari strondini í Afrika er nakað av láglendi, annars er landið alt mest bara háslættar við djúpum og nógvum dølum og einstøkum høgum fjallaryggjum. Mætastu fjallaryggirnir eru Atlasfjøllini fyri norðan, fjøllini í Etiopia og fjøllini í Syðra-Afrika. Hægsta fjall í Afrika er Kilimanjarofjall, eitt sloknað gosfjall í Tansania. Fyri eystan er Stóri Rivudalur: Har eru mong vøtn. Nakrar av longstu áum í heiminum eru eisini í Afrika, ímillum teirra eru Nilá, Nigerá, Kongoá og Zambeziá.




#Article 338: Osiania (575 words)


Kyrrahavsoyggjarnar verða býttar sundur í tríggjar høvuðspartar: Mikronesia har norðuri, Melanesia har suðuri og Polynesia har eysturi. Hesir oyggjabólkar eru partar av einum uppaftur størri øki nevnt Oseania ella Osiania. Oseania stavar frá franska orðinum fyri hav Océanie . Fjúrtan sjálvstøðug lond eru har, teirra millum onkur av heimsins smæstu tjóðum: Nauru, Fiji og Tonga 

Fyrstu niðursetufólkini komu úr Landsynningsásia til Ný Guinea. Haðani spjaddust tey so við og við til hinar oyggjarnar. Tey sigldu í sjógóðum træbátum. Bara 1000 ár eru síðan fyrstu búseting á t.d. Nýsælandi og Hawaiioyggjum. Upprunafólkið er runnið av trimum ættargreinum, blámennaættini úr Afrika, indo-evropaættini úr India og Indonesia og mongolaættini úr Eysturásia. Nakað væl fyri Kristi føðing vóru stórar fólkaflytingar í syðra parti av Ásia. Tá fóru stórar fjøldir av blámonnum heiman úr Afrika við smábátum eystur í hav. Bátarnir vóru smidliga bygdir við sjóstokkum út frá síðunum, so at teir skuldu ikki koppa. Menninir búsettust eina tíð í Indonesia. Haðani fóru teir longur eystur og komu til Ný Guinea og oyggjarnar eystan fyri hana. Har búsettust teir av øllum. 

Tá ið evropararnir um ár 1500 fyrstu ferð settu fótin á land í Kyrrahavsoyggjunum, vóru tær allar bygdar. Oyggjabúgvarnir dyrkaðu jørðina og róðu út. Teir høvdu eisini hundar, svín og høsn. Jarn kendu teir ikki, men á summum av kyrrahavsoyggjunum vóru risastórar pyramidur, steinmyndir og tempul. Teir høvdu einki skriftmál. Tað tropiska havveðurlagið gjørdi, at teimum nýttist ikki klæðir, brúktu bara eitt skúrt, sum teir nevndu tapa. Tapa gera teir úr børkinum á pappír-morberjatrænum. Konufólkið bukar tann avskrædda børkin við einum serligum lurki, inntil bara trevlarnir eru eftir. Tapaskúrtið lita teir brúnt og nýta tað enn sum veitslubúna. Tann nakna kroppin tatoveraðu teir, prikaðu sjáldsom mynstur ella myndir inn í húðina 

Ný Guinea og oyggjarnar eystan fyri hana eita undir einum Melanesia. Fólkið, sum býr í teimum, eitur melanesar. Melanesar eru sera átøkir skyldmonnum sínum í Afrika, hóast teir hava verið í útlegd í túsundtals ár og eru ímeðan runnir saman við nógvum øðrum fólkasløgum. Eystan fyri Filipsoyggjar er ein annar oyggjarflokkur, sum eitur Mikronesia. Fólkið í Mikronesia, sum vit kalla mikronesar, er runnið av mongolskari og evropeiskari ætt og er komið úr Eysturásia. Tær mongu smáu oyggjarnar og oyggjalondini sum eru í øllum Kyrrahavinum frá Avstralia og eystur ímóti Amerika, kallast undir einum Polynesia. Fólkið, sum býr í Polynesia, eitur polynesar. Polynesar eru upprunaliga komnir úr Suðurásia og Indonesia, haðani teir við bátum hava siglt víða um í øllum Kyrrahavinum og tikið búgv í oyggjunum; sólarrisvíkingarnir vóru teir kallaðir . 

Summir menn halda, at oyggjarnar kunnu eisini vera bygdar av fólki úr Suðuramerika. Í Perú er mannasøgn, at maður, sum æt Kon Tiki, fór um ár 500 haðani vestur í Kyrrahavið. Hann kom til nakrar oyggjar, sum hann nam og búsettist á. Fróðir menn siga, at henda søgnin má vera skeiv, tí fólkið, sum búði undan inkunum í Andesfjøllunum, dugdi ikki at byggja bátar, men hevði flakar í staðin. Tá var tað, at norðmaðurin Thor Heyerdahl (1914-2002) setti sær fyri at prógva, at søgnin kundi vera sonn. Hann gjørdi sær flaka av balsaviði, líkan teimum flakum, sum indiánararnir nýttu. Flakan kallaði hann Kon-Tiki. 28. apríl í 1947 legði hann út av Perú sjálvur sætti vestur í hav. 7. august sama ár var hann komin 8000 km. vestur úr Suðuramerika. Tá strandaði hann á Raroia rivinum og slapp upp á Taumotuoyggjar. Thor Heyerdahl hevur soleiðis prógvað, at tað kann bera til at koma á flakum úr Suðuramerika í Kyrrahavsoyggjarnar 




#Article 339: Kalmarsamveldið (721 words)


Kalmarsamveldið (Danskt/Norskt/Svenskt: Kalmarunionen)

Tann hendingin, sum fór fram í svenska býnum Kalmar um miðjan juni 1397, hevði drúgvar fyritreytir í norðurlendskari søgu og norðurlendskum politikki – í øllum trimum ríkjunum.

Tá ið Hákun 6. Magnusson av Noregi í 1355 gjørdist myndugur, var Noregs ríki ikki tað, tað einaferð hevði verið. Svenskir aðalsmenn, ofta giftir inn í norskar stórættir, og danskir kirkjumenn mannaðu nú ríkisráðið. Noreg og Svøríki komu aftur undir sama kong, beint ímóti einum sáttmála frá 1343. Svenskir stórmenn settu Eirik Magnusson frá sum kong, og í 1362 varð Hákun 6. av Noregi valdur til kong av Svøríki eisini. Tey politisku viðurskiftini í Svøríki vóru ógvuliga ótrygg. Saman við teimum týsku hansastøðunum høvdu sviar verið í kríggi móti danska konginum Valdemar Atterdag, men fóru so knappliga í part við danakongi móti týskarunum.

Kalmar-fundurin hevði eisini eina persónliga bakgrund. Ein partur av friðinum millum Valdemar kong og teir svensku stórmenninar var, at Valdemar í 1363 læt 10 ára gomlu dóttur sína Margretu giftast við Hákuni 6., sum var 23 ára gamal. Við hesum politiska hjúnalag vónaði Valdemar kongur at fáa í lag eina samgongu móti týskarunum, sum, tá ið hann tók við sum kongur, áttu tað mesta av Danmark sum veð. Men stutt eftir var Hákun 6. settur frá sum kongur í Svøríki, og ein týskur maður, Albrecht av Mecklenburg, varð tikin til kong.

Hákun 6. átti ein son í hjúnalagnum við Margretu Valdimarsdóttur. Hann æt Ólavur Hákunarson. Í 1376 bar Margreta so í bandi, at hann arvaði Danmarkar ríki eftir abba sín Valdemar, sum var deyður árið fyri. Tá ið faðir hansara Hákun 6. doyði í Oslo í 1380, 40 ára gamal, arvaði hin 10 ára gamli junkarin Ólavur Noregs ríki aftur-at – við øllum skattlondunum fyri vestan: Orknoyum, Hetlandi, Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Móðir hansara sat einkja 27 ára gomul.

Men Ólavur Hákunarson doyði longu í 1387, 17 ára gamal. Eftir arvareglunum skuldi tá sonur Albrecht av Mecklenburg og sonur eldru systur Margretu havt arvað krúnuna. Harvið hevði valdstøða Margretu verið burtur. Men hon stóð nú so sterk, at bæði verðsligir og kirkjuligir harrar, fyrst í Danmark og síðan í Noregi, valdu hana til . Til arving eftir seg, sum í grundini ikki var drotning uttan tað, at hon hevði verið gift við einum norskum kongi, setti hon systursonin Eirik av Pommern, sum eftir fornum siði varð tikin til kong á Oyrartingi í Noregi í 1389. Tvey ár seinni fekk Margreta Svøríki afturat, tá ið sviar settu Albrecht frá og buðu henni valdið. Veturin 1395-1396 varð Eirikur valdur til kong á teimum donsku landstingunum, og sama summarið tóku sviar hann til kong á stórmannafundi í Uppsala. Eirikur av Pommern ráddi tá yvir trimum ríkjum.

Tá ið Eirikur varð myndugur í 1397, stevndi Margreta umboðsmonnum fyri ríkisráðini í øllum trimum ríkjunum til fundar í svenska býnum Kalmar til krýningarhátíðarhald. Í tí sambandi varð hitt sonevnda Kalmarsamveldið til.

Tey trý norðurlendsku ríkini skuldu hava felags kong. Eitt pergamentsbræv váttar hesa avgerð. Brævið ber innsiglini hjá 67 norðurlendskum aðalsmonnum. Frá hesum fundi er eisini eitt annað skjal, tað sonevnda samveldisbrævið, skrivað á pappír og við bara 10 stórmannainnsiglum, sum ikki hanga undir skjalinum, sum diplomatariskur siður var, men eru trýst inn á pappírið. Hetta er fyrsta almenna skjal í Norðurlondum, sum er skrivað á pappír. Eftir innihaldinum at døma er tað ein stevnuskrá fyri eitt samveldi: ríkini skuldu hava felags kong, felags uttanríkispolitikk og halda frið sínámillum, men annars stýrast eftir egnum lógum.

Millum søgumenn hevur verið nógv kjak um hetta skjal; men í dag verður yvirhøvur hildið, at talan er um eitt frumrit (og tí er tað skrivað á pappír) til ein samveldissáttmála, soleiðis sum umboðsmennininir fyri ríkisráðini vildu hava hann, og sum gav teimum tað veruliga valdið í ríkjunum, hóast tey høvdu kong í felag, meðan Margreta vildi hava sterkt kongsvald. Men tá ið hon ikki fekk trýst hesa ætlan ígjøgnum, eru hesar samráðingar helst endaðar. Men alla samveldistíðina hómast ein spenningur millum hesar báðar politisku uppfatanir og hesi bæði áhugamál: aðalsvald ella sterkt kongsvald.

Meðan Noreg við Vesturhavsoyggjunum var saman við Danmark til 1814, fór Svøríki longu í 1446 úr samveldinum, og danskar royndir at fáa sviar uppí aftur, t.d. hjá Kristiani 2. árini 1520-1523, miseydnaðust.

Tær einastu slintrurnar, sum eftir eru av hesum stórt ætlaða samveldi, eru Føroyar og Grønland. Eftir sita bara teir, sum ikki vóru hjá.




#Article 340: Christen Holm Isaksen (222 words)


Christen Holm Isaksen (24. mai 1877 í Tórshavn, 17. mai 1935) var málari og bróður Petur Alberg. Vanliga varð hann millum manna kallaður Kristin í Geil eftir heimahúsum sínum. Útbúgvin fotografur í Keypmannahavn; hann hevur helst lært at mála hjá Niels Kruse málara á Eiði. Tá Tingakrossur varð stovnaður í 1901, varð hin tá 23 ára gamli Kristin í Geil kosin til blaðstjóra, og hetta starv røkti hann, tá sæð verður burtur frá einum ári, uttan slit, til hann fyrst í tríatiárunum legði frá sær vegna sjúku. Øll samtíðarfólk bera samsint Kristini í Geil tað eftirmælið, at dugnaligari blaðmann hava oyggjarnar ikki átt og tjóðskaparsinnað fólk og tey minni mentu í samfelagnum ikki betri stavnamann enn hann. Fyri honum var tjóðskaparrørsla ikki nóg mikið, hon átti at vera sosialistisk.

Kristin í Geil var fyrst og fremst blaðmaður, men hann royndi seg eisini sum bókmentamaður. Hann yrkti sjálvur og týddi yrkingar, m.a. fyrsta sosialist-songin Brátt lýsir í eystri, men størsta týdningin man hann hava havt innan føroyskt sjónleikarlív, har hann var oddamaður bæði sum fyrireikari og leikari alt frá miðskeiðis í 1890-árunum, til hann vegna heilsubrek gav frá sær. Hann týddi fleiri leikir til føroyskt og skrivaði sjálvur hin vælumtókta sjónleikin Ófriðarligar tíðir (1908), sum snýr seg um vitjan enska Brillumansins í Havn í 1808 og óræddu framferð Nólsoyar Páls í hesum døgum.




#Article 341: Føringatíðindi (100 words)


Føringatíðindi var fyrsta tíðindablað, sum kom út á føroyskum í Føroyum. Blaðið kom út frá januar 1890 til desember 1901, og aftur frá januar til 28. februar februar 1906. Blaðið var málgagn hjá Føringafelagnum, og var tað fyrsta tíðindablaðið ið varð skrivað á føroyskum.

Rasmus Effersøe var blaðstjóri longst, hann var ein av teimum førandi í føroyska sjálvstýrisstríðnum og sendi saman við øðrum innbjóðing til jólafundin í 1988. Redaktør i den korte perioden i 1906, Andrias Christian Evensen, ið var blaðstjóri eitt stutt skifti í 1906 var millum tey fyrstu ið arbeiddu fyri at gera føroyskt til undirvísingar- og kirkjumál.




#Article 342: Kringvarp Føroya (395 words)


Kringvarp Føroya er almenni loftmiðlastovnurin í Føroyum. 
Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya vórðu løgd saman í ein stovn 1. januar 2005, eftir avgerð frá landsstýrismanninum í Mentamálum, Jógvan á Lakjuni. Stjórin í Kringvarpi Føroya er Ivan Hentze Niclasen. 

Stovnurin Kringvarp Føroya hevur nakrar skyldur og uppgávur, sum er neyvt orðaðar í einum Public service sáttmála. Hetta er ein sáttmáli, har partarnir eru Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið. Harímillum eru nakrar lógarásettar skyldur.

Kringvarp Føroya hevur skyldu til at útvarpa sendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald. Kringvarp Føroya skal í programmvirkseminum leggja dent á upplýsingar- og talufrælsi, sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga. Stk. 2. Kringvarp Føroya eigur at leggja dent á at hava gott føroyskt mál í sínum sendingum. Kringvarp Føroya hevur skyldu at tryggja starvsfólkunum holla málsliga ráðgeving. Stk. 3. Kringvarp Føroya skal ansa eftir, at sendingar ikki kunnu skaða likamligu, sálarligu og siðalagsligu menningina hjá børnum og ungum undir lógaldri, eitt nú við ónærisligum ella ógrundaðum harðligum innihaldi. Stk. 4. Sendingarnar skulu ikki á nakran hátt elva til mannminkan, harðskap ella hatur orsakað av húðaliti, kyni, átrúnaði ella tjóðskapi. Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at í sendivirkseminum skal serligt fyrilit vísast børnum og ungum. Stk. 6. Virksemið hjá Kringvarpi Føroya kann eisini fevna um at endurvarpa útlendskar public service-sjónvarpsrásir.

Kringvarp Føroyar skal tryggja at tað framleidda tilfarið:

Kringvarp Føroya skal við jøvnum millumbilum skapa kjak, har borgarin luttekur. Føroyskt mál skal nýtast til tilfar. Útlendskt tilfar skal týðast til føroyskt. Framleidda tilfarið skal vera tøkt á alnetinum. Lutfalsligt stórur partur av framleiðsluni skal vera keyptur frá uttanhýsis keldum, hetta fyri at gagnýta marknaðin, eisini so at fríyrkisfólk kunnu bjóða sínar tænastur. Kringvarpið skal vera ein partur av tilbúgvingarskipanum. Dygd og førleikamenning innanfyri journalistik skal vera í hásætið fyri at geva Kringvarpinum størst møguligt trúvirði. Tíðindaflutningurin skal vera óheftur, og útvarpsmiðilin og sjónvarpsmiðilin skulu hava hvør sína egnu redaktión. Føroyskan mentan skal skjalprógvast í tilfarinum hjá Kringvarpinum. Átrúnaður skal miðlast við gudstænastum og møtum. Føroyskt ítróttartilfar skal framleiðast. Barna- og undómstilfar skal framleiðast. Kringvarp Føroya skal sum mentanarstovnur miðla tónleik og skapa áhuga fyri og eggja til, at framleiddur verður føroyskur tónleikur. Undirvísingar- og upplýsingartilfar skal sendast og endurvarpast.  Tilfar skal gerast atkomuligt fyri deyv og hoyrveik. Ljós skal varpast á tað, sum hendir í øllum Føroyum.




#Article 343: Ingálvur av Reyni (533 words)


Ingálvur av Reyni (18. desember 1920 - 26. november 2005) var ein føroyskur listamaður og sangari. Hann sang eitt nú í Dupultkvartettini í Ebenezer. Mest kendur er hann tó sum listamálari.

Ingálvur av Reyni var føddur 1920 í Tórshavn og hevur í síni ekspressionismu gjørt uppreistur ímóti tí episka innihaldinum í listini, sum føroysku undangongumenn hansara stóðu fyri, og hevur leitt myndlistina inn á nýggjar leiðir. Ein greiður koloristiskur franskur dámur ræður í hansara list - røtur aftur til Cézanne og Matisse. Tann føroyska náttúran er aðalevnið, men uppfatað á ein annan hátt, sum heild og felagsnevnari fyri vond, klangi, brotum av einum kosmos. Lutirnir í náttúruni savnast í greiðar formar, vøtnini skiljast og myndagerðin snýr seg um at temja formar og rørslur, ljós, litir og rýtmu. Náttúrumyndin gevur hugskot til alsamt meira abstraherandi málingarlag.

Í ljósfyltum og litføgrum landsløgum, innihvørvum og figurmyndum frá 1940-50-árunum er einfaldingin við teimum greiðu formunum eyðkend. Linjurnar og formarnir úr náttúruni ganga inn í ella geva seg undir ta strongu komposisjónina, frítt frá øllum óviðkomandi lutum, og listaverkið verður ein mynd av øðrum innari og ytri veruleika. Støðugt sterkari mótsetningslitir verða settir hvør upp ímóti øðrum, til hetta í endanum á 1950-árunum kemur í hæddina við ógvisligum komplementerlita mótspæli.

Tann stóra broytingin hjá Ingálvi kom við serframsýning hansara í gamla kommunuskúlanum í Havn í 1961. Her sóu føroyingar á fyrsta sinni eina beinleiðis abstrakta fatan av náttúruni. Myndirnar høvdu heiti sum Kurpali og Sjón í fuglaeyga. Hendan framsýning týddi ikki, at tann nonfigurativa listin nú var komin fyri at vera - Ingálvur av Reyni kom í 1960-árunum og nakað inn í 1970-árini alsamt at mála landsløg sum ongantíð áður, umenn meira abstraherað, serstakliga myndaevnið bygdina við havið. Litalagið skiftir frá sterkum logandi litum yvir ein skæran gráligan, men alt annað enn turran tónastiga til tað djúpa svarta registrið.

Ein røð av verkum frá 1970-árunum eru abstraksjónir yvir figurbólkar og bera heiti sum Genta og Menniskju við havið - millum annað ein triptykon frá 1979 (Listasavn Føroya). Í 1980-90-árunum hevur Ingálvur av Reyni yvirhøvur verið abstraktur málari, um hetta hugtakið kann brúkast um nonfigurativa list, ið byggir á náttúrunar egnu formar, vond og klangir. Í hansara fýrisliga málaðu, stóru og avgjørdu komposisjónum brýtur listaverkið sær leið innanífrá. Heitir jarðlitir glógva frá teimum djúpastu løgunum, sjóða, tá ið teir koma í samband við kaldar gráar litflatar og festa í aðrar. Dramað er stríðið ímillum litirnar ella litbrigdini og tær hugbráðu rørslurnar hjá pensilsstrokunum. Rýtman verður stundum enn meira undirstrikað av skøvum frá pensilsskaftinum í ta tjúkku fernisskínandi litflánna. Hetta er konkret málningalist.

Ingálvur av Reyni var tikin úr leikum sum teknari. Býurin við húsunum um havnina, - skipini og bátarnir og tey menniskju, ið ferðast um tún og stræti - serliga tey gomlu havnarfólkini - eru avhildin myndevni. Andlitsdrøg verða fangað í knøppum tryggum strikum. Á mongu ferðum sínum til listarinnar klassisku evropeisku miðdeplar hevur hann teknað ein martýriligan hóp av fólkum og bólkum úr mannamúgvum, innihvørvi og gøtumyndir.
Tekningarnar vísa ein artistiskan ans fyri neyvt at lýsa eyðkenni. Men hóast tekningarnar sostatt eru meira figurativar og frásøgukendar enn málningarnir, er myndaevnið undirgivið strikunnar egna lív og neyva skilmarkaða form. Í mongum førum hevur hann eisini gjørt nonfigurativar tekningar.




#Article 344: Bóltfelagið 1936 (181 words)


Bóltfelagið 1936 ella B36 er eitt fótbóltsfelag í Havn, sum varð stovnað 28. mars 1936. Felagið er eitt hitt størsta fótbóltsfelagið í Føroyum við umleið 500 limum.

HB var leingi einasta fótbóltsliðið í Havnini, men at tørvur hevur verið á einum liði aftrat, er eyðsæð, tá ið vit hyggja eftir søguni hjá B36.
B36 var leingi lítlibeiggi í fótbóltinum í høvuðsstaðnum (og ikki minst í medvitinum hjá HB-viðhaldsfólki), og tey mongu ár, sum gingu frá føroyameistaraheitinum í 1962, til tað aftur bragdaði í 1997, vóru mangan spottandi tikin til fagnaðarsangin hjá B36 við niðurlagnum Í ár verða vit føroyameistarar! við teirri heldur argandi umskrivingini nær verða teir føroyameistarar?
Síðan VB vann føroyameistaraheitið í 2000, hava Havnarliðini bæði - HB og B36 - nærum verið einaráðandi á ovastu rók og hava býtt meistaraheitini millum sín. HB hevur vunnið 6 og B36 trý, NSÍ og EB/Streymur hava eisini vunnið hvør sítt meistaraheitið tíðarseskeiði 2001-2011. Í 2014 vann B36 FM í mansfótbólti fyri 10. ferð og árið eftir endurvunnu teir føroyameistaraheitið. Tað er fyrstu ferð, at felagið hevur vunnið FM tvey ár á rað.

 




#Article 345: Strandfaraskip Landsins (491 words)


Strandfaraskip Landsins (eisini nevnt Strandferðslan) stendur fyri landsdekkandi flutningskervinum í Føroyum. Strandferðslan er stovnur undir Vinnumálaráðnum. Tey fyrstu nógvu árini hevði stovnurin (umsitingin) bústað í Havn, men í 2007 avgjørdi táverandi landstýrismaðurin sum varðaði av stovninum, Jacob Vestergaard, at flyta stovnin til Suðuroyar. Strandferðslan flutti inn í fyrrverandi smiðjuna á Tvøroyri, sum var blivin umvæld til endamálið, 14. januar 2008. Tað var stór ónøgd norðanfjørðs um flytingina, serliga hjá strarvsfólkunum, sum ikki sóu seg før fyri at flyta suður við. Ónøgdin stóðst eisini av mátanum, ið starvsfólkini fingu kunningina um hesa stóru avgerð, tí hana náddu tey ikki at fáa frá leiðsluni men hoyrdu tað frá fjølmiðlunum. Í Suðuroynni fegnaðust fólk hinvegin um at fáa fleiri arbeiðspláss til oynna. Tá avtornaði flutti bara táverandi stjórin, Regin Vágadal, við suður, eitt av starvsfólkunum í umsitingini heilt tó fram í sínum starvi, men røkti tað úr høvuðsstaðnum. Áðrenn stovnurin flutti suður fingu starvsfólkini hoyringsskriv um ætlaðu flytingina og fingu í boði at flyta við suður ella at verða søgd úr starvi. So við og við vóru nýggj fólk sett í starv í staðin fyri tey sum vóru í størvum har fyrr. Nøkur fingu starv har, meðan stovnurin enn var í Havn, nakrir mánaðir áðrenn umsitingin flutti suður, meðan onnur byrjaðu í starvinum eftir at stovnurin var fluttur suður.

Virksemið er skipað í tvær deildir: 

Ein triðja deild var Farmaleiðir, ið tók sær av farmaflutningi um alt landið, men henda deild varð einskild í 2005. Fyrst hevði Strandferðslan samstarv við Samskip. Men í 2006 var deildin Farmaleiðir seld. Strandferðslan helt uppat at veita hesa tænastu frá 1. apríl 2006, tá P/F Heri Thomsen tók yvir. Tó hevði Strandferðslan nøkur undantøk, avmarkaður vøruflutningur helt fram millum hesi øki:

Eftir at Farmaleiðir bleiv einskilt, tóku privatar fyritøkur yvir har ið tað loysti seg. Har ið tað ikki loysti seg, eru tað ferðamannaskipini hjá Strandferðsluni ið røkja uppgávuna. Strandferðslan flytir sostatt farm millum oyggjarnar, har tað ikki er landfast. Av og á er tað orsøk til at t.d. ein stór ferja sum Smyril, ið annars tekur 200 bilar ikki fær pláss fyri so nógvum bilum, og ávísar dagar kemur tað fyri, at bilar standa eftir á kaiini. Hetta kemur eisini fyri á Sandoyarleiðini, men har er trupulleikin ikki bert farmur men eisini at tørvurin á at flyta vanligar persónbilar er størri enn skipið rúmar, serliga tá fólk eru á veg til arbeiðis ella frá arbeiði og tá t.d. jarðarferðir eru.

Strandferðslan eigur ferðamannaskip, sum røkta sjóvegis farleiðirnar til oyggjar, sum ikki hava fast samband við meginlandið. Tó eru oyggar sum bert hava loftvegis samband, tað eru Koltur og Stóra Dímun. Mykinesleiðin verður ikki røkt av skipi, ið Strandferðslan eigur. Strandferðslan bjóðar Mykinesleiðina út til privatar at røkja annað til triðja hvørt ár. Í 2012 eru tað bátarnir M/B Silja Star og M/B Froyur, sum røkja farleiðina, men bert um summarið frá 1. mai til 31. august og møguliga eisini í heystfrítíðini, um viðrar.

Yvirlitið er ikki fullfíggjað




#Article 346: Søren Emil Müller (104 words)


Søren Emil Müller (13. juni 1856 í Havn - 17. oktober 1922) sýslumaður, keypmaður, fulltrúi hjá amtmanninum, seinni fútanum, reiðari og jarðarbrúkari. Hann bygdi eitt pakkhís í Tórshavn í 1890-árunum, pakkhúsið verður nevnt Müllers Pakkhús, og virkaði sum keypmaður og seinni sum reiðari. Hann var eisini blaðstjóri á Dimmalætting 1900–1901, sýslumaður, og starvaðist sum fultrúi hjá amtmanninum og fútanum.

Müller var kommunustýrislimur í Tórshavnar kommunu 1896–1908, 1909–1910 og 1913–1920, og var borgarstjóri 1913–1920. Hann var valdur inn í Løgtingið úr Norðurstreymoy 1891–1903, og úr Suðurstreymoy 1903–1908. Hann var harvið ein av teimum løgtingslimum ið stovnaði Sambandsflokkin í 1906.

Hann var sonur Hans Christopher Müller.




#Article 347: Lisbeth L. Petersen (340 words)


Lisbeth Beate Lindenskov Petersen (28. februar 1939 í Havn) er fyrrverandi føroyskur politikkari fyri Sambandsflokkin. Hon hevur verið borgarstjóri, løgtingslimur, fólkatingslimur og formaður fyri Sambandsflokkin. Hon gjørdist riddari av Dannebrog í 1995.

Hon er dóttir Georg L. Samuelsen, sum var blaðstjóri á Dimmalætting og harvið eisini abbadóttir Andrass Samuelsen, bróðurdóttir Trygva Samuelsen, og systir Beatu L. Samuelsen. Hon giftist Jákup Petersen í 1960, hann doyði í 2001.

Hon tók realeksamiu í Havn í 1955, og examen artium á Bagsværd Kostskole og Gymnasium í Danmark í 1958. Lisbeth arbeiddi sum avloysari í ymiskum skrivstovustørvum m.a. á advokatskrivstovu í Havn 1960–1970, og var projektskrivari á ymiskum verkætlanum á Føroya Fornminnissavni 1980–1992. Harumframt var hon flokksskrivari Sambandsflokksins 1982–1987, og størsti einstakur partaeigari í Dimmalætting til 2010. Lisbeth var aktiv í kvinnupolitiskum arbeiði, hon var næstformaður í KSF - Kvinnufelagssamskipan Føroya 1982-86.

Lisbeth L. Petersen stillaði upp til val fyrstu ferð til býráðsvalið í Havn í 1984. Hon gjørdist fyrsta kvinna yvirhøvur, sum varð vald fyri Sambandsflokkin, og hon fekk í boðið borgarstjórasessin. Hon valdi tó heldur at gerast varaborgarstjóri og formaður í Sosialu nevnd. Hon fekk gott samband við borgararnar í Tórshavnar kommunu í hesum sessum. Eftir einum ávísum trýsti segði hon ja takk til at gerast fyrsti kvinnuligi borgarstjórin í Tórshavnar kommunu í 1992. Sambandsflokkurin setti met við atkvøðum til býráðsvalið í 1996, men fekk ikki nakran sentralan leiklut komandi valskeiðið, og Lisbeth varð tá ikki afturvald til borgarstjóra. Hon helt fram sum býráðslimur til ár 2000.

Lisbeth L. Petersen varð vald inn á Føroya Løgting í Suðurstreymoyar valdømi 1990–2008. Eftir valsigurin hjá Sambandsflokkinum á løgtingsvalinum í 1994 fekk hon ein sentralan leiklut í ríkispolitikkinum. Hon var flokksformaður og formaður fyri tingbólkin í tíðarskeiðnum 2001–2004. Lisbeth var vald inn á danska Fólkatingið í 2001 - 2005 sum eitt av umboðum Føroya, hon varð vald fyri Sambandsflokkin. Á Fólkatingið gjørdist hon partur av fólkatingsbólkinum hjá Venstre.

Harumframt hevur Lisbeth verið formaður í Útnorðurráðnum. 

Lisbeth L. Petersen kunngjørdi í 2007 at hon tók seg úr aktivum politikki og stillaði ikki uppaftur til Løgtingsvalið 2008.




#Article 348: Kambsdalur (947 words)


Kambsdalur er ein bygd í Eysturoynni, og hoyrir til Fuglafjarðar Kommunu.  

Kambsdalur liggur í Ytradali, við Fuglafjørð (fjørðin) og er niðursetubygd úr Fuglafirði (býnum). Fyrstu sethúsini í bygdini komu í 1985, sum ger Kambsdal til ynsktu bygd í Føroyum. 

Kambsdalur hevur eina rúgvu av vinnuligum virksemi, við stórum fyritøkum og nógvum arbeiðsplássum, eftir føroyskum mátistokki. Eisini er barnagarður, fríðtíðarskúli og miðnámsskúli í bygdini. Nógvu arbeiðsplássini og nógvu miðnámsskúlanæmingarnir gera, at fólkið í bygdini er fleirfalda um morgunin, enn um kvøldið.    

Í gomlum døgum hevur fólk úr Fuglafirði havt nógv virksemi á Kambsdali. Her hava tey skorið torv, gingið til neyta og havt seyðahald. Tí síggjast nógvar kráir í dalinum, har onkur av hesum er friða av Føroya Fornminnissavni. 

Áðrenn fólk búsettust á Kambsdali, var eitt skótahús, eitt snikkaravirki og ein ítróttarhøll í dalinum. Skótahúsið er elsta hús í bygdini, og er bygt í 1964. Snikkaravirkið er frá 1974, og er sostætt næst elsti bygningur á dalinum. Ítróttarhøllin er er bygd í 1982, í kommunalum samstarvi millum táverandi Leirvíkar-, Gøtu- og Fuglafjarðar Kommunu. 

Kambsdalur var í mong ár best kendur fyri Skótahúsið Kambur, sum virkaði sum leguhús hjá skótaliðum kring landið. Eisini var skótahúsið regluliga leiga út, og virkaði sostatt sum eitt slag av vallaraheimi. Tann 1. juli 2008, tók skótavirksemið í húsinum ein enda, tá ið Fuglafjarðar Kommuna keypti skótahúsið frá KFUM skótunum í Føroyum, til at húsa tí kommunala fríðtíðarskúlatilboðnum í kommununi. 

Í jólaódnini tann 21. desembur í 1988 varð Kambsdalur hart raktur av stormskaðum. Tá ið ódnin rakti, stóðu fleiri hús í bygdini í gerð, og fórust illa. Vísast kann til heimildarfilm hjá Kringvarp Føroya, har partur av skaðunum innganga sum innsløg.   

Í 2016 herjaði aftur ein ódn, sum rakti fleiri bygdir í landinum meint, og sum hevði við sær metnógvar skaðafráboðanir kring landið. Her vóru fleiri av teimum stóru skaðunum á Kambsdali, har tað mest minnisverda mundi verið stóri lagurbygningurin hjá KJ Hydraulik, sum bleiv blástur burtur í ódnini.  

Í januar 1990, læt Føroya Handilsskúli deild upp á Kambsdali, og nøkur ár seinni flutti Studenta- og HF-skeiðið í Eysturoy inn í nýggj høli, sum vóru bygd upp í Handilsskúlan. Eftir at miðnámsskúlaskipanin er umløgd til eina breytaskipan, er Studentaskúlin, Handilsskúlin og HF blivin ein eind, sum kallast Miðnám á Kambsdali. Miðnámsskúlin bjóðar í dag út seks ymiskar breytir. Hesar eru Búskaparbreyt, Fyrireikingarbreyt, Náttúrubreyt, Hugbreyt, FHS yrkisnám og Serbreyt. Í 2020 gingu áleið 500 næmingar á skúlanum. 

Síðan 2019 hevur miðnámsskúlin verið við í einum samstarvi við Gribskov Gymnasium í Danmark, Verzulnarskóla Íslands í Reykjavík og GUX í Sisimiut í Grønlandi. Verkætlanin er ein 5 ára royndarverkætlan, sum snýr seg um ein norðurlendskan studentaskúlaflokk, sum hýsir næmingum frá øllum fýra londunum, sum taka sítt miðnámsprógv skiftivís á øllum fýra miðnámsskúlunum.  

Miðnámsskúlin hevur síðan mei 2018 húsað FabLab Kambsdalur, hóast FabLab varð royndarkoyrt eina tíð frammanundan. FabLab Kambsdalur er fyrsta góðkenda FabLab í Føroyum, og hevur tilknýti til líkandi royndarstovur í yvir 100 londum kring heimin. Í 2018 var verkstovan kosin Ársins Átak.  

Sum partur af Fuglafjarðar Kommunu, hoyrir Kambsdalur til ítróttin í Fuglafirði. Tó er ítróttarhøllin karmur um flogbóltsdystir og badminton. Eisini verður høllin javnan brúkt til innandurafótbólt, sum verður nýtt av fólki í teimum nærliggjandi bygdunum. Fuglafjarðar kommuna og Eysturkommuna eiga og reka ítróttarhøllina á Kambsdali saman. 

Aftrat ítróttarhøllini hevur bygdin eisini ein FIFA vøll, sum er staðsettur í bygdini, nær við barnagarðin og frítíðarskúlan. 

Undir landsvegnum, nær fjósinum við Varmakeldueiðið, er ein steinur. Hesin steinurin eitur Konusteinur, og er navngivin eftir einari ungari gentu, sum skal verða grivin undir steininum. Søgnin sigur, at gentan varð stanga til deyðis av einum óðum tarvi.

Einaferð var stríð millum Fuglafjørð og Norðagøtu, um hvar hagamarkið millum bygdirnar var. Gøtuskurðar søgdu at markið gekk við Innaru Markrá, meðan Fuglfirðingar søgdu tað verða Uttaru Markrá. Ein dagin, meðan stríðið stóð á, kom ein reki at liggja við markið. Rekaviður hevði høgt virði tá, og hetta elvdi tí til eitt enn heitari stríð, har báðir partar gjørdu krav um markið og harvið eisini ognarleikin á rekaviðinum. Lógarvaldið kom nú uppí, og avgjørdi, at Uttara Marká skuldi hoyra til Fuglafjørð, og at rekin skuldi klyvjast í tvey, so at hvør bygd fekk hvør sína helvt.

Stutt sunnanfyri Helláir, er ein tangi, sum nevnist Presttangi. Staðarnavnið er gamalt, og kemst av, at tað sigst, at prestur í gamlari tíð skal verða settur av á Presttanga, tá ið hann skuldi hava guðstænastu í Gøtu ella í Fuglafirði. Presttangi hevur lending við báðar síður, og tí ber til at leggja at har í øllum veðri. Hóast hann ikki hevur verið brúktur í nøkur hundrað ár, ber enn til at síggja gøtuna, sum leiðir frá tanganum og ímóti Gøtu. Hetta er sjónligt frá Fuglafirði, tá ið kavin liggur um vetranar. Tá hómast ein gøta, sum er gamla bygdagøtan.

Varmakelda sigst at hava lekjandi megi, sum hevur verið vælkent aftur til katólska tíð, eins og hildið verður, at Varmakelda hevur verið støðugt vitja áðrenn ár 1350, tá ið Norðagøta var millum størstu bygdir í landinum. Náttina 3. - 4. juli er megin sterkast. Siður hevur verið at vitja kelduna hesa náttina, drekka úr henni og at bera vatn við heim til fólk, sum liggja sjúk. Eldri siður hevur eisini verið, at fólk savnaðust við kelduna á Jóansøku, at drekka úr kelduni, fyri at gagnnýta hennara megi.

Í 1673 umrøðir Lucas Debess eina keldu, sum skal liggja nær Gøtu, sum er einasta heilsubótarkelda í Føroyum. Varmakelda hevur tá verið vælkend, og tí er tað helst hesa, at Debess umrøðir. Hóast hann nevnir hesa sum einastu keldu av hesum slag, hava aðrar lekjandi keldur verið vælkendar við flestu bygdir í Føroyum.

Eisini verður hildið, at Varmakelda hevur verið offurstað í fornari tíð, eins og við aðrar heilsubótarkeldur

  




#Article 349: Louis Bergh (109 words)


Louis Jacob Andreas Cantor Bergh (12. september 1834 í Keypmannahavn - 7. november 1910) var ein danskur lærari og blaðstjóri. Hann flutti til Føroya, har hann gjørdist  yvirlærari í realskúlanum í Havn (Thorshavns realskole) frá 1867. Hann arbeiddi fyri, at danskt skuldi vera verandi almenna málið í føroyskum skúlum. Hann var lærari hjá Jóannes Patursson, tá ið Jóannes gekk á realskúla. Sambært Jóannes Patursson vóru tey einastu tvey orðini, ið hann hoyrdi Bergh siga: pínadoy og skerpikjøt. Bergh var lærari á Læraraskúlanum frá 1870 til 1903, hann var blaðstjóri á Dimmalætting frá 1882 til 1885 og fyrsti formaður í Føroya Lærarafelag, har hann var formaður frá 1898 til 1902.




#Article 350: Maðurin ið slapp at fara (106 words)


Maðurin ið slapp at fara (danskt; Manden der fik lov at gå, enskt; The man who was allowed to leave) er ein føroyskur filmur av Katrini Ottarsdóttur frá 1994. 

Ein tragikomisk søga um ein eldri giftan mann, sum ein dagin ger av at fara frá konuni fyri at liva saman við tí nógv yngri Mariu. Konan tekur hetta heilt róliga. Hon er hvørki óð ella kedd, men heldur at hann skal sleppa at renna hornini av sær. Hon er sannførd um, at hann skjótt verður klókari og fer at koma aftur til sín. Tað ger hann eisini, men ikki akkurát so, sum hon hevði hugsað sær.




#Article 351: Sverri Egholm (140 words)


Sverri Egholm (31. august 1930 í Leynum - 24. januar 2001 í Tórshavn) var landsbókavørður og sjónleikari.

Hann tók preliminerprógv í 1948 og examen artium í 1950. Hann tók útbúgving sum bókavørður á Odense centralbibliotek 1951–1953 og tók prógv við Danmarks biblioteksskole í 1955. Egholm var bókavørður á Føroya Landsbókasavni 1955–1963, programfólk í Útvarpi Føroya 1963–1968, landsbókavørður á Føroya Landsbókasavni 1968–1989 og fyribils leiðari av Býarbókasavninum í Tórshavn 1969–1972.

Sverri Egholm var nevndarlimur í Havnar Keypssamtøku frá 1963, nevndarlimur í Føroya Keypssamtøku frá 1965 (nevndarformaður frá 1967), nevndarlimur í Fróðskaparsetur Føroya frá 1968, nevndarlimur í Collegium Academicum Færoense frá 1970 (nevndarformaður frá 1971), limur í Líkningarráð Føroya 1964–1970 og limur í nevndini ið deilir út M.A. Jacobsens Heiðursløn í 1959 og 1967–1972. Hann var eisini ritstjóri á  tíðarritinum Gluggin 1955–1957 og skrivaði fleiri blaðgreinar og tíðarritsgreinar um bøkur og bókasøvn.




#Article 352: Katrin Ottarsdóttir (228 words)


Katrin Ottarsdóttir (f. 22. mai 1957 í Tórshavn) er føroyskur leikstjóri, leikrithøvundur, sjónleikari og rithøvundur. Í 1976 flutti hon til Danmarkar, har hon nam útbúgving á Den Danske Filmskole. Í 1982 var hon fyrsti føroyingur, sum hevði lokið útbúgving frá Danska Filmskúlanum, hon gekk í sama flokki sum Lars von Trier. Við sínum 11 filmum fyllir hon nógv í føroyskari filmssøgu. Í 1989 kom fyrsti spælifilmur hennara, sum eisini var fyrsti spælifilmur, sum var gjørdur av føroyskum leikstjóra, gjørdur í Føroyum og har tosað var føroyskt. Aðrir filmar hava verið upptiknir í Føroyum áður, men av útlendskum filmleikstjórum. Filmurin vann 1. virðisløn á týska filmfestivalinum Nordische Filmtage í Lübeck. Sama prísin vann hon eisini fyri filmin Bye Bye Blue Bird, sum var ein road-movie á 85 minuttir. Hin 11. september 2014 varð filmur hennara Ludo frumsýndur í Norðurlandahúsinum. Filmurin er upptikin heima á Sandi og snýr seg um eina 11-ára gentu, sum er fangað millum myrku, deprimeraðu sálina hjá mammuni og passivitetin hjá pápanum. Dóttir hennara, Hildigunn Eyðfinnsdóttir spælir leiktlutin sum mamman. Filmurin er sjálvbiografiskur.

Í 2011 debuteraði hon sum skald, fyrst tá hon gav út nakrar yrkingar í tíðarritinum Vencili nummar 9 í juni 2011, og síðan tá hon gav út sítt fyrsta yrkingasavn á Mentunargrunni Studentafelagsins í 2012. Yrkingasavnið hevur heitið Eru koparrør í himmiríki? Í 2013 fekk hon Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri hetta yrkingasavnið.




#Article 353: Rani Nolsøe (176 words)


Rani Nolsøe er føroyskur gittarleikari, sangari og sangsskrivari. Rani er klaksvíkingur. Umframt at vera kendur innan føroyskan tónleik, so er Rani Nolsøe eisini kendur sum telvari.

Rani er kendur úr bólkinum Frændur og skrivar bæði orð og løg til bólkin. Frændur vóru nógv frammi í 1980-unum, men enn í dag hava Frændir konsertir í Føroyum, og eisini eru teir av og á í Føroyingahúsinum í Keypmannahavn og framføra, har nógv fólk plaga at savnast saman. Í 2009, tá 25 ár vóru liðin, síðan Frændur veruliga gjørdu vart við seg, gav bólkurin út eina spildur nýggja útgávu, sum kom út 21. november 2009. 

Tónleikabólkurin Frændur fekk heiðurin Ársins herðaklapp 2009, sum Miðlahúsið letur á hvørjum ári henda heiður til onkran, sum hevur havt serstakan týdning fyri føroyska tónleikaheimin.

Í løtuni er Rani Nolsøe virkin í Íverksetarahúsinum í Klaksvík, har hann er stjóri. Hann hevur eisini starvast sum lærari í heimsspeki (filosofi) í TSK (Tekniska Skúla í Klaksvík). Rani er kendur fyri sín frálíka gittarleik, og hevur hann verið gittarleikari hjá sangarinnum sum Arnfríð Lútzen og Ingibjørg Hansen. 




#Article 354: Magnus Dam Jacobsen (102 words)


Magnus Dam Jacobsen (6. juli 1935 í Havn - 21. august 1978 í Keypmannahavn) var fiskimaður, prentari og rithøvundur. Magnus Dam Jacobsen varð føddur og vaks upp í Havn. Hann fór 14 ára gamal til skips, seinni fór hann í prentaralæru í Havn og tók sveinaprógv í Danmark. Hann starvaðist sum prentari. Magnus skrivaði yrkingar, stuttsøgur og skaldsøgur. Hann skrivaði um lívið á landi og á sjógvi, hann lýsti kenslulívið og sambandið millum menniskju, hann skrivaði um samfelagið og tey, ið høvdu ilt við at fóta sær í lívinum. Málsliga legði hann seg eftir at skriva so nær talumálinum, sum til bar. 




#Article 355: Hvítravnur (350 words)


Hvítravnur, gamalt føroyskt Gorpur Bringuhvíti (frøðiheiti - Corvus corax varius var. leucophaeus) var eitt serføroyskt ravnabrigdi, men er nú útdeyður.

Hann var eisini krunkasvartur, men stórir partar av honum vóru hvítir, tó ofta við nøkrum fáum svørtum fjaðrum uppí. Teir hvítravnarnir, sum eru varðveittir, eru ikki allir meinlíkir, men á øllum eru á høvdi, veingjum og búki hvít øki. Beinini á honum eru líka svørt, sum á tí svarta ravninum, men ikki nevið, tað fer yvir í brúnt. Hvítravnurin tykist hava verið her síðani miðøldina. Ígjøgnum ár og dag hevur nógv verið skrivað um hann, og nógvar myndir eru teknaðar av honum.

Lesur tú tað skrivaða keldutilfarið, ber til at fylgja, hvussu stovnurin er minkaður, so hvørt sum hann varð skotin og skinnini vórðu seld savnarum. Ógvuliga áhugavert er, at hann er á fuglamyndum, sum Díðrikur á Skarvanesi hevur teknað og sum í dag eru í Listaskálanum í Havn.
Sjálvandi verður gravgangur eftir einum dýri, tá ið so lítið er til av tí, og tað bara er at finna í einum fjarskotnum oyggjalandi. Hetta var lagnan hjá hvítravninum, tí hann varð skotin og seldur útlendskum savnarum. M.a. greiðir Niels á Botni frá, at sýðslumaðurin H.C. Müller síðst í farnu øld rindaði 2 ríkisdálar fyri ein hvítravn, ið var skotin í Nólsoy. Soleiðis vórðu teir síðstu hvítravnarnir sæddir: Ein úti í Mykinesi 2. november 1902, ein á heysti 1916 bæði í Velbastaðhaga og úti í Koltri. Og at enda varð tann seinasti higartil sæddur úti í Nólsoy bæði í stórkavanum í 1947 og aftur seint í 1948. Um hetta mundið aftan á seinna heimsbardaga hava fólk ansað so væl eftir hvítravninum, at lítið sannlíkt er, at hann hevur verið á flogi, uttan at nakar hevur varnast tað.

Náttúrugripasavnið hevur gjørt eina serliga framsýning um hvítravnin. Í tí sambandi hevur verið roynt at leita fram upplýsingar um, hvussu nógvir útstappaðir hvítravnar munnu vera til í dag, og hvar teir eru. Savnið sjálvt eigur ongan, men higartil eru vit komin fram á 15 eintøk, tey eru spjadd soleiðis: í Keypmannahavn (6), New York (4), Uppsala (2), Leiden (1), Braunschweig (1) og Dresden (1).




#Article 356: Hans Christopher Müller (313 words)


Hans Christopher Müller (føddur 2. september 1818 í Havn, deyður 25. desember 1897 í Havn) var sýslumaðurin í Suðurstreymoyar sýslu, løgtingsmaður og fólkatingsmaður. Tá fyrsta føroyska posthúsið læt upp í Havn 1. mars 1870 stóð hann fyri posthúsinum tey fyrstu árini.

Hans Christopher Müller var sonur sýslumannin Rasmus Müller og Siggu Joensdatter. Müller var klókur maður og yvirtók í 1843 embætið sum sýslumaður í Streymoy eftir pápa sín. Hann gjørdist løgtingslimur og seinni,  í 1869, gjørdist hann postekspeditørur í Havn og agentur fyri DFDS (1866). Han var áhugaður í altjóða viðurskiftum og vitjaði handils og heimsframsýningar í Týsklandi og Onglandi. Hann hevði ognað sær eina stóra vitan um Føroya flora og fauna, var sjálvlærdur, og savnaði plantur, sum hann sendi til Japetus Steenstrup í Keypmannahavn. Hann rindaði 2 ríkisdálar fyri hvønn skotnan hvítflekkutan ravn úr Nólsoy, sum skaffaði útstappaði eintøk av hesum ravni til Zoologisk Museum, men sum eisini var viðvirkandi orsøk til at fuglurin bleiv týndur.

Hann umboðaði Suðurstreymoy í Løgtinginum 1852-55, 1865-1881 og 1885-92 og Norðstreymoy 1857-59.

Hann stillaði upp til fólkatingsval longu í 1849, eftir at Grundlógin varð samtykt í Fólkatinginum, men hann varð ikki valdur. Hann stillaði eisini upp í 1852, men aftur hesaferð vann løgfrøðingurin Niels Winther. Ikki fyrr enn hesin í 1858 sjálvboðin frásegði sær sín sess, varð Müller valdur inn í Folkatingið. Hann varð afturvaldur tvey tey næstu fólkatingsvalini, men í 1864 vann skúlalærarin Jacob Petersen yvir honum. Í staðin varð Müller valdur inn í Landstingið við einum eykavali, og har sat hann til 1886, tá ið hann ikki varð afturvaldur. Árið eftir, í 1887 varð hann aftur valdur inn í Fólkatingið, har hann sat til 1890. Hann tók sum oftast bert orðið, tá ið talan var um viðurskifti, ið høvdu við Føroyar at gera.

Müller var giftur við Marin Kristinu f. Olsen.

Hann var Riddari av Dannebrog. Müller er grivin á Gamla kirkjugarði í Havn. 




#Article 357: Andreas Christian Lützen (145 words)


Andreas Christian Lützen føddur 13. juni 1813 í Suðurjýtlandi. Hann kom í 1838 24 ára gamal til Havnar at vera fyrsti eina lærari.

A.C. Lützen gjørdist ein av fremstu álitsmonum í Havn. Hann gjørdist løgtingsmaður, ríkisdags maður og kommunustýrisformaður í Havn, og hann fekk ein minniligan deyða í 25. juli 1874, tá ið hann small niður deyður, meðan hann talaði fyri kongi, sum var komin á vitjan.

A.C. Lützen giftist við Evu Margretu úr Baianstovu (fødd Jacobsen). Saman fingu tey børnini, Annu Lützen, Niklas Lützen, Jacob Lützen, Lütje Lützen, Georg Lützen, Andreas Christian Lützen og Edvard Lützen. Fleiri av børn og eftirkomarum hansara hava havt stóran týdning í Føroyum.

Einasta dóttir hansara Anna giftist við prestinum og próstinum Jens Christian Evensen. Tey fingu millum annað sonin Andrias Christian Evensen

Í 1925 varð ein bók skrivað við Annusa endurminningum, ið kom útskrivað í trimum hondskrivaðum eintøkum. 




#Article 358: Thorstein Petersen (137 words)


Thorstein Petersen (21. august 1899 – 4. mai 1960) var løgfrøðingur, politikari fyri Fólkaflokkin og fyrsti stjóri hjá Sjóvinnubankanum.

Thorstein Petersen varð borin í heim í Havn 21. august 1899. Aftan á barnaskúlagongd fór hann til Danmarkar at taka studentsprógv og lesa løgfrøði við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Tá hann í 1928 hevði staðið løgfrøðisprógv, kom hann aftur til Havnar, har hann setti seg niður sum sakførari. Í 1932 gjørdist hann stjóri í nýstovnaða Sjóvinnubankanum og sat í hesum starvi fram til kreppuna hjá Sjóvinnubankanum í 1951.

Tíðliga kom hann upp í politikk. Hann sat á tingi fyri Fólkaflokkin í Suðurstreymoy 1940-1954, og var fleiri skeið tingformaður. Hann var landsstýrismaður 1950-1951 og fólkatingsmaður 1943-1950, varð aftur valdur á fólkating í 1957, men misti valbærið orsakað av leikluti sínum í Sjóvinnubankamálinum í 1951. Hann doyði 4. mai 1960. 




#Article 359: Listasavn Føroya (186 words)


Listasavn Føroya varð bygt í 1970. Savnið er í Viðarlundini í Gundadali á Gundadalsvegi 9 í Tórshavn. J.P. Gregoriussen teknaði bygingin. Norðari endin av húsinum er frá 1970, tað er tann eldri Listaskálin, sum Listafelag Føroya læt byggja. Savnshúsini vórðu tikin í nýtslu í 1993, tað vóru arkitektarnir N. F. Truelsen og J. P. Gregoriussen sum teknaðu nýggja bygningin.

Listafelag Føroya er sjálvsognarstovnur. Nevndin er mannað við 4 fólkum sum umboða Føroya Landsstýri, Listafelag Føroya, Føroysk myndlistafólk og Tórhavnar kommunu. Í stýrinum fyri Listasavnið sita fyri tíðarskeiðið 1. apríl 2009 til 31. mars 2013:

Listasavn Føroya hevur bæði fasta og skiftandi framsýningar av eldri og nýggjari føroyskari list. Mong føroysk listafólk eru umboðaði á føstu framsýningini, millum onnur Sámal Joensen-Mikines (1906-79), Janus Kamban (1913-2009), Ruth Smith (1913-58), Elinborg Lützen (1919-95), Ingálvur av Reyni (1920-2005), Steffan Danielsen (1922-76), Hans Hansen (1920-1970), Frimod Joensen (1915-97) og Tummas Arge (1942-78).

Árliga eru tríggjar stórar serframsýningar sum Listasavnið skipar fyri og tvær framsýningar sum ávikavist Føroysk Myndlistafólk og Listasfelag Føroya skipa fyri. Framsýningarnar lata vanliga upp fríggjadag kl. 16. Várframsýningin og Ólavsøkuframsýningin eru framsýningar sum vanliga eru á hvørjum ári.




#Article 360: Páll Fangi (811 words)


Poffuel Johannisøn (Páll Jóannesson), millum manna róptur Páll Fangi, var bóndasonur á Sunnanágarði í Mikladali, sonur Jóannesar bónda, føddur umleið 1620 - 22. 

Páll var elstur av synunum og stóð til at arva garðin, men pápin gjørdi hann arvaleysan og vildi heldur, at yngri bróðurin, Magnus, skuldi arva garðin. Eitt árið gjørdist pápin sjúkur og doyði. Ein arbeiðskona, sum Páll fyrr hevði gingið saman við, men sum hann kortini ikki vildi hava og gjørdi tað tí liðugt við hana, hevndi seg inn á hann og fortaldi fyri fólki, at Páll hevði dripið pápa sín við at geva honum eitur.

Í 1656 varð hann ákærdur fyri at fáast við gand og fyri at hava tikið lívið av pápa sínum við rottueitri. Rættarmálið móti Pálli kemur fyri á vártingi 17. mars 1656, og aftur 30. august og 17. september 1656, og dómurin verður feldur 9. juni 1657. Í hvussu er tríggjar ferðir eydnast tað Pálli at flýggja úr fangatippinum á Skansanum í Havn, men hvørja ferð verður hann tikin aftur, og av hesum hendingum fær hann navnið Páll fangi. Tað einu ferðina eydnaðist tað honum at goyma seg í eitt heilt ár á Kalsoynni, áðrenn hann aftur varð fangaður. Tað ferðina var hann um várið farin við báti av Kalsoynni til Fiskimølar á Kunoynni, ið er  sunnanfyri Haraldssund eystantil á Kunoynni. Haðan gekk hann til Haraldssunds, tí ætlanin var at hitta Rasmus Magnusson, bóndan har. Teir báðir kendur væl. Rasmus tordi ikki at hýsa honum, tí hann var bangin fyri at okkurt av húsfólkunum fór at slatra. Hann gav Pálli bát og mat og drekka: fisk og drýl, nøkur skerpikrov og ein vatnkagga. Páll ætlaði sær at rógva til Noregs ella til Hetlands, men hann kom ikki longur enn hálva leið, tá brast óveður á, og hann rak aftur til Føroya. Báturin rak inn á Árnfjarðarvík á Borðoynni, har ið Hanus bóndi í Gerðum fann hann. Hanus mannaði eitt seksmannafar og rói eftir honum fyri at fanga hann. Páll sum var sovnaður, vaknaði av ljóðinum av árunum, og fór at rógva undan teimum. Leingi kláraði Páll at rógva undan teimum. Hanus tók tá mastrina, ið lá niðri í bátinum og hótti menninar við, at um teir ikki tóku á at rógva, so skuldi hann sláa teir við mastrini. Tá tóku teir á at rógva og komu upp á liðina á bátinum hjá Páll. Hanus slóð Páll við mastrini niður á økslina, so armurin fór úr lið. Síðan tók hann ein sóknarongul og høgdi ímillum herðarnar á Pálli, so har varð eitt stórt og djúpt sár. Tá skar Páll í róp og bað Gud løna honum hetta høggið aftur. Sár hansara varð grøtt, men ongantíð kom hann at vera sami maður aftur til heilsu, sum hann hevði verið fyrr. Hvussu honum fórst síðani: um hann breyt seg útaftur ella varð niðursendur at útstanda sín dóm, harum er einki frætt. Men úr Føroyum fór hann og kom ongantíð aftur higar at búgva.

Ein dagin, tá ið mong ár vóru umliðin, kom eitt útlendskt loynikeypskip inn norðuri í Vági. Tað hevði hvørvisteinar sum annað at selja. Hanus í Gerðum, sum tá var sýslumaður har norðuri, fór um borð til at keypa sær ein hvørvistein. Men sum hann stendur niðri í lastini, tveitir við hvørvisteinunum og rekur teir aftur - hann fann ongan, sum dámaði honum, og altíð skuldi hann nú ráða, har sum hann var - so kemur ein stórur maður til, trívur í økslina á honum og biður hann skunda sær at velja sín hvørvistein, tí her hevur hann einki ráð: “hetta skal ikki vera sum at sláa armin av Páll fanga.” Tá kom ferð á Hanus. Men tað hevur altíð síðan verið hildið, at hesin stóri maður var Páll fangi sjálvur. Og eftir hetta er eingin frásøgn um hann. Men Hanus í Gerðum fekk ein ógrøðiligan svull í lærið. Hann fór niður til Keypmannahavnar eina ferð “upp á landsins besta”, sum tað nevnist, til at royna at fáa betri prís upp á handilspørini - men helst var tað fyri lær sítt, hildu fólk. Tá ið hann kom aftur, kom alt at vera hvaðna verri enn fyrr, tí tá fór eitt skinn av hvørjum pari, og eitt ørindi var yrkt um hann:

Hanus við sínum rotna læri,

hann fekk skinn av hvørjum pari.

Hanus í Gerði doyði av hesum lærsvullinum, og soleiðis gekk tann bønin út, søgdu fólk, sum Páll hevði biðið til Gud: at tað mátti vera Hanusi afturlønt, tað høggið, ið hann gav honum við sóknarkrókinum.

Ein kappróðrarbátur Klaksvíkar Róðrarfelags er kallaður upp eftir Páll Fanga úr Mikladali og kallast Páll Fangi. Tað er eitt 6-mannafar, sum Sámal Hansen bátasmiður hevur smíðað í 2001.

Eyðun Andreassen: Úr søgn og søgu, Føroya Skúlabókagrunnur 1986, har søgnin verður endurprentað (eftir Jakob Jakobsen: Sagnir og ævintýr I. Søgnin verður eisini viðgjørd og borin saman við søguligu keldurnar, sum vit hava í Løgtings- og Vártingsbókini - 1655-1666.




#Article 361: Norðurlandahúsið í Føroyum (116 words)


Norðurlandahúsið í Føroyum er størsti mentunarmiðdepil í Føroyum. Húsið varð vígt og tikið alment í nýtslu 8. mai 1983 í Tórshavn. Norðurlandahúsið hevur havt stóran týdning fyri mentanarlívið í Føroyum. 
Tað er stýrið fyri Norðurlandahúsið, ið setur stjóran. Stjórin verður settur í eitt 4- ella 5-áraskeið, tó kann stjórin søkja um at fáa starvssetanina longda til 8 ár. Teir fyrstu stjórarnir sótu bert eitt ár hvør. Niels Halm úr Danmark var stjóri frá 1. februar 2004 til 31. januar 2013, tað er higartil tað longsta tíðarskeiðið, ið nakar stjóri fyri Norðurlandahúsið í Føroyum hevur sitið. Eitt stutt tíðarskeið á tveir mánaðir í 2011 røkti Urd Johannesen stjórastarvið, meðan Niels Halm røkti aðrar uppgávur fyri Nordisk Ministerråd. 




#Article 362: Benny Samuelsen (186 words)


Benny Samuelsen (føddur 2. august 1928 í Fuglafirði, deyður 30. desember 2017) var ein føroyskur blaðstjóri og prentari.

Sum heilt ungur kom Benny til Havnar í prentaralæru á Dimmalætting, sum farbróðirin Georg Lindenskov Samuelsen stjórnaði frá 1935 til 1981. Dimmalætting helt tá til í gomlu prentsmiðjuni í Erling Jalsgøtu – og áðrenn stóra eldin í 1944, tá húsini hjá Dimmalætting brunnu í grund. Hóast prentaralærdur skifti Benny til tað redaktionella arbeiðið í 1970.

Benny var blaðstjóri á Dimmalætting frá 1981 - 1995. Hann var formaður í P/F Dimmalætting til 2008, tá hann bleiv næstformaður. Hann sat eisini í nevndini á samanløgdu prentsmiðjunum hjá Dimmalætting og Sosialinum, P/F Prentmiðstøðini, sum varð stovnað í 2000. Benny sat í nevndini á Prentmiðstøðini so leingi Dimmalætting átti í Prentmiðstøðini frá 2000 til 2010. Tá hevði Benny Samuelsen verið virkin í føroyska fjølmiðlaheiminum í 68 ár.
 
Benny Samuelsen var eisini virkin á mentanarøkinum, í Sjónleikarhúsinum, hann var við í fleiri útvarpsleikum og læs eisini fleiri skaldsøgur í útvarpinum.

Benny var sonur Lenu og Steingrim Samuelsen úr Fuglafirði. Hann var elstur av 12 systkjum, tíggju brøður og tvær systrar vóru í systkinaflokkinum.




#Article 363: Martin Joensen (rithøvundur) (147 words)


Martin Joensen er føddur 19. apríl 1902 í Sandvík, deyður 25. desember 1966, sonur Louisu Joensen úr Sandvík. Var giftur við Linu Bjørgheim úr Tórshavn. Martin tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla 1926 og var lærari fyrst á Økrum, í Víkarbyrgi og í Sandvík og síðan á Tvøroyri 1944-64, tá ið hann vegna sjúku legði frá sær. Hann var á ársskeiði á DLH 1938-39 og 1960-61. Martin var deknur í Sandvíkar kirkju í 14 ár. Eitt skifti var hann limur í sóknarstýrinum fyri Hvalbiar sókn. Hann skrivaði eina mongd av greinum og stuttsøgum í bløð og tíðarrit og barnasøgur í barnabøkur og bløð. Martin var blaðstjóri á Sosialinum í nøkur ár. Hann hevur skrivað hesar bøkur: Skaldsøgur: Fiskimenn 1946, Tað lýsir á landi 1952. Stuttsøgusøvn: Útrák 1949, Klokkan ringir 1962, Heimadoktarin 1977, Gamli maðurin og varðin 1977. Ein minnisvarði er reistur í Sandvík til minnis um Martin Joensen.




#Article 364: Dagmar Joensen-Næs (171 words)


Dagmar Joensen-Næs (fødd 1895, deyð 1983) var ein føroyskur rithøvundur. Dagmar er fyrsta kvinna í Føroyum, sum hevur skrivað eina skaldsøgu, tað var skaldsøgan Rannvá. Dagmar er ættað av Ryggi í Miðvági, systir mæta skaldið Mikkjal á Ryggi. Tey vóru 9 systkin, men mamman og 4 systkin doyðu sum smá av tuberklum. 26 ára gomul giftist hon við Martin Joensen Næss, lærara, úr Skúvoy.
Aftaná seks ár í Skúvoy fluttu tey til Miðvágs, har maðurin var settur fyrstilærari.
Martin doyði í 1967, 80 ára gamal. 
Meðan tey vóru trúlovað, var Dagmar í Skúvoy og ferðaðist og var beinanvegin hugtikin av toftunum í Fagradali. Men tað var ikki fyrr enn tey vóru flutt aftur til Miðvágs, at hon skrivaði Rannvá í fýratiárunum. Dagmar sigur sjálv, at tað er sonarkonuni fyri at takka, at bókin var givin út. Hon las handritið og var beinanvegin spent. Dagmar sjálv roknaði við at verða gjørd til grin, um søgan varð givin út.
Umframt, Rannvá útg. 1971, hevur Dagmar Joensen-Næs skrivað søgusavnið Tá minnini tala útg. 1980.




#Article 365: Victor Danielsen (380 words)


Victor Danielsen (28. mars 1894 í Søldarfirði - 2. februar 1961 í Fuglafirði) var ein føroyskur trúðboðari innan Brøðrasamkomuna og bíbliutíðari. Hann var útbúgvin lærari. 

Victor Danielsen gekk á læraraskúla í Havn 1911 - 1914, tá hann fekk prógv sum bestur av teimum 10, sum tá fingu prógv. Skúlatíðina í Havn hevði hann nakað av sambandi við heimamissiónina og serliga danska trúboðaran hjá heimamissiónini, Ryving-Jensen. Hesa tíðina upplivdi hann eina andaliga kollvelting, sum fullkomiliga broytti hansara lív. Eftir lokið prógv gjørdist hann lærari við skúlarnar í Søldarfirði, á Glyvrum og í Lamba, men gavst sum lærari longu 6 - 7 mánaðir seinni og fór at virka sum trúboðari. Í 1916 breyt hann við kirkjuna, tá hann saman við øðrum varð doyptur á sjónum í Søldarfirði, og eftir tað gjørdist hann ein hin ídnasti trúboðarin hjá Brøðrasamkomuni. Í 1920 giftist hann Henrikku Malenu f. Olsen úr Søldarfirði. Í 1928 fluttu tey til Fuglafjarðar, fyrst í eina lítla íbúð í samkomuhúsinum Siloa, og í 1933 fluttu tey í egin hús við Gjógvará í Fuglafirði. 

Victor Danielsen var sera virkin trúboðari, og umframt at vera virkin í samkomuni í Siloa í Fuglafirði ferðaðist hann víða um landið og prædikaði.

Bókmentaliga avrik Victors var fyrst og fremst bíbliutýðingin. Hitt Nýggja Testamentið kom út í 1937 í týðing Victors, og í 1949 kom øll Bíblian út í hansara týðing - nú við nýtýddum Nýggja Testamenti. 

Victor umsetti umleið 870 sálmar, og sjálvur yrkti hann 27 sálmar. Umframt bíbliu og sálmabók skrivaði Victor Danielsen 2 skaldsøgur: Aðru ferð (1927) og Nei, lyftið sveik ikki (1947). Hann týddi úti við 20 bøkur. Allar bøkur hansara hava andaligt innihald og eru partur av trúboðanarvirki hansara. 
Gjøgnum bókmentaliga arbeiði sítt, serliga gjøgnum bíbliutýðingina og sálmabøkurnar, fekk Victor Danielsen stóra ávirkan á Brøðrasamkomuna í Føroyum og á føroyskt samkomu- og kirkjumál.

Tann 28. september 2008 varð standmynd av Victori Danielsen avdúkað í Fuglafirði. Tað er listamaðurin Hans Pauli Olsen, ið hevur gjørt standmyndina. 

 
Í sálmabókunum, ið Victor Danielsen hevur latið úr hondum, hevur hann týtt ella yrkt meginpartin av sálmunum, men ikki allar. 

Aðrar útgávur: 

Afturat hesum skrivaði hann fleiri smárit og greinar, og almanakkan Ráðgevari mín fór hann at geva út í 1937. Hann var komin í 25. árg., táið Victor doyði. Ráðgevari mín kemur framvegis út hvørt ár.




#Article 366: Hans Marius Ejdesgaard (115 words)


Hans Marius Ejdesgaard (1887 í Oyndarfirði). Hann er føddur 21. september 1887 í Oyndarfirði, deyður 23. mars 1966, sonur Andreas Ejdesgaard av Eiði og Elisabeth (fødd Justinussen) av Glyvrum. Var giftur við Elsebeth (fødd Petersen) úr Funningi. Hans Marius tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1908 og var lærari í ymsum skúlum í styttri tíð, hann var eisini nakrar túrar til skips. Lærari í Oyndarfirði 1. oktober 1919 - 1. oktober 1952, tá ið hann fór úr starvi. Hann var formaður í sóknarstýrinum 1918-1934 og formaður í skúlanevndini í fleiri ár. Hans Marius hevur skrivað sjónleikin Eina myrking 1937, skaldsøguna Hitt ævinliga gonguverkið 1952 og søgusøvnini Lívsins rætt 1952 og Ein stjørna er tendrað 1962. 




#Article 367: Ólavur Michelsen (157 words)


Ólavur Michelsen (1933 í Øravík). Hann var føddur 16. september 1933 í Øravík, deyður 1. mai 1978, sonur Emil Michelsen úr Tórshavn og Herdis f. Hentze úr Hvalba. Var giftur við Katrin f. Petersen úr Kaldbak. Ólavur tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla 1958 og var lærari í Fámjin og á Toftum 1958-1959, Sankta Frans Skúla í Tórshavn 1959-1963 og í Tórshavnar Kommunuskúla 1963-1978. Hann var vikarur í Kvívík 1955-1956. Ólavur var blaðstjóri á 14. september 1960-1973 og 1976-1978, var limur í aðalstjórn Tjóðveldisfloksins 1962-1978, limur í Útvarpsnevndini 1957-1978, formaður 1962-1966 og 1974-1978, býráðslimur 1970-1978, varabýráðsformaður 1973-1978. Mestu tíðina í býráðnum var hann formaður í mentamálanevndini. Hann stovnaði saman við Tummasi Napoleon Djurhuus og Williami Heinesen Rithøvundafelag Føroya og var okkurt skifti formaður. Ólavur hevur skrivað yrkingasavnið : Lovorð 1953, Kirkjusøga 1961, Norrøn Gudalæra 1968, Kálvur lítli 1964, Søgusavnið: Brøgd og Bjørg 1978 og myndabókina Rossini á Skoradali, sum Erik Hjort Nielsen myndprýddi. Bókin fekk Norðurlendsku barnabókavirðislønina 1991. 




#Article 368: Johannes Andreas Næs (224 words)


Johannes Andreas Næs (Flóvin Flekk) (føddur 16. september 1920 á Nesi í Hvalba, deyður 5. juni 2018) var ein føroyskur yrkjari og lærari. Aftan á barnaskúlan var hann fiskimaður í nøkur ár, fór so á læraraskúlan í Havn og tók prógv í 1942. Fyrstu árini var hann vikarur ymsastaðni í Suðuroy, sat í starvi í Porkeri 1944-49, í Vági 1949-62, varð so í 1962 fyribils settur sum skúlaráðgevari í serundirvísing fyri alt landið, fekk fast starv sum slíkur frá 1965. Av mongu álitisstørvum hansara kann nevnast, at hann var nevndarlimur í Føroya Lærarafelag 1959-68, harav formaður í mong ár, og nevndarlimur í útvarps-nevndini 1963-. Longu á ungum árum gav hann út yrkingasavnið »Keldufar«, 1949. Hann nýtti tá dulnevnið Flóvin Flekk. Í 1959 varð hann av Føroya Landsstýri valdur í Føroya Skúlabókagrunn, formaður frá juli 1966. Hann hevur havt stóra ávirkan á føroyska skúlabóka-útgávu hetta 25 ára skeiðið, sjálvur hevur hann evnað til »Stavkistlar«, 1964, »Orða-talvur og Orðakort«, 1966, »Martin Luther«, 1970, og saman við øðrum skúlafólki hevur hann lagt til rættis kristni-bókarøðina og føroysku lesibókarøðina til fólkaskúlan. Umframt hetta hevur hann verið blaðstjóri á »Sunnudagsblaðnum« 1951-78, og hann hevur frá 1951 verið formaður í teimum nevndum, ið lagt hava til rættis útgávu av Heimamissiónssangbókini. Í 2012 gav abbadóttir hansara, Lív Næs út fløguna Keldufar við yrkingunum úr yrkingasavninum hjá Flóvin Flekk (Johannes Andreas Næs).




#Article 369: Óli Dahl (110 words)


Óli Dahl (føddur 1915 í Funningi, deyður 30. oktober 1992) var ein føroyskur lærari, ritstjóri, blaðstjóri, rithøvundur, barnabókahøvundur og skald. Lærari í Klaksvík, hevur skrivað yrkingar, barnabøkur, serliga við siðsøguligum innihaldi, og eina siðsøguliga skaldsøgu. Fjúrtan ára gamal fór hann til skips og var burtur í 6 ár, hann fór so á Føroya Læraraskúla og tók prógv í 1938. Hann starvaðist sum lærari í Elduvík og Funningsfirði 1945-46, á Viðareiði 1946-53 og í Klaksvík frá 1953, til hann í 1982 legði starvið frá sær vegna aldur. Hann var formaður í Klaksvíkar Sjónleikarfelag í nógv ár og var við til at stovna Klaksvíkar Dansifelag í 1954.
Hann er faðir Árna Dahl.




#Article 370: Valdemar Poulsen (127 words)


Valdemar Poulsen (20. apríl 1909 í Havn) barberur og rithøvundur. Hann varð føddur í Havn í 1909, sonur Vilhelm S. Poulsen. Valdemar fekk tann lærdóm, sum Havnar skúli tá hevði at bjóða, eitt viðføri, ið ikki mundi røkka langt, dugdi maður sær ikki sjálvur at byggja omaná og víðka sjónarringin. Hetta dugdi Valdemar og heilt frá ungum av las hann nógv, føroyskt eins væl og heimsbókmentir.

Ungur fór hann í handverkaralæru, var eitt skifti niðri í Danmark, kom so heim aftur og setti seg niður sum hárskeri í høvuðsstaðnum. Fyrsta stóra skaldaverk Valdemars er sjónleikurin Sat sapienti, sum varð framførdur á fyrsta sinni á vári 1958. Heitið er útlendskt, og tað er umhvørvið eisini, leikurin fer fram í. Í 1965 kom annar sjónleikurin Og tó skínur sólin. 




#Article 371: Jóhanna Maria Skylv Hansen (129 words)


Jóhanna Maria Skylv-Hansen (17. februar 1877 í Nólsoy - 2. februar 1974) varð borin í heim í Nólsoy í 1877 og var í móðurætt ættað frá Jóannesi í Nýggjustovu, ið var bróðir Nólsoyar-Pálls. Mamman var Pouline Marie Nolsøe (1840-1915), pápin var Thomas Joensen (1835-88), skipari. Hon giftist fýrpassara Anders Hansen, sum varð føddur 28. desember 1875 í Store Havelse, Ølsted,  Frederiksborg amt, deyður 28.10.1959 í Tórshavn.

Skipað skúlagongd við egnum lærara var í Nólsoy, tá hon var smágenta, og her lærdi hon at lesa, skriva og rokna og so hin kristna barnalærdómin. Sjálv hevur hon á sín eyðkenda livandi hátt greitt frá teimu fyrstu skúlaárunum.  

Hon gav út bøkurnar Gamlar gøtur I-IV. Í 1967 fekk hon Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens og gjørdist harvið fyrsta kvinnan ið fekk henda heiður.

                         




#Article 372: Kvørkveggja (701 words)


Kvørkveggjan (frøðiheiti - Turdus merula) er nær skyld við óðinshana og líkist honum í vøkstri, men ikki í liti. Steggin er kolsvartur við gulum nevi; bøgan og ungfuglurin eru svart- og brúnflekkut. Velið er langt, og ofta setur hon tað uppeftir. Vetur og vár eru einstakar at síggja í Føroyum. Tað er varugur fuglur, flýgur mest høgt fram yvir jørðini og dámar væl at fjala seg. Fyrst hon er komin, heldur hon seg mest við bøgarðar og úthús. Fær hon góðan frið, verður hon djarvari og kann koma inn millum húsanna. Urtagarðar dámar henni væl, men sjáldan situr hon í trøunum, smýgur mest um niðri á jørð og skavar eftir føði. Í kava kemur hon í køstarnar; bera fólk henni tá molar og eplaflus, verður hon rættiliga spøk. Av allarbestu sangarum er hon; men vit fáa ikki at hoyra hana, tí eftir summarmála rýmir hon av landi. Navn hennara verður sagt so ymist; summstaðni siga tey kverkveggja, summstaðni kvørkviski, og nú eru mong — eftir einari bók — farin at nevna hana rókur, men tað er heilt skeivt; rókur er ein nógv størri fuglur.

Ein av mest skiftandi og ljómvakrastu songunum stavar frá kvørkveggjuni, bert klingandi trøstalát hennara kemur stundum uppímillum. Krunkasvarti steggin við tí bjartgula nevinum situr ovast uppi í einum træ, á einari flaggstong ella á einari rygg-ás, og við songi sínum frøir hann maka sín, ið liggur og bølir, og okkum eisini, tá ið hann sigur hinum kvørkveggjusteggjunum í grannalagnum frá, at øki hansara ikki er tøkt.

Og í dag kunnu ikki bert tey, ið búgva í Havn, frøast um hesa ljómandi gleði, men eisini tey, ið búgva í øðrum býum; eisini í fleiri bygdum er hann at hoyra, tí javnt og savnt hevur kvørkveggjan víðkað um øki sítt, síðani hon fór at eiga her á landi í 1940-árunum. Tá kom hon fyrst til Sandoyar, Kunoyar og Havnar. Ógvisliga ódnin í 1988 fór illa við flestu viðarlundunum í landinum og forkom verpingarmøguleikunum hjá teimum fuglum, ið halda til í trøum. Men áðrenn tann ódnin herjaði, var kvørkveggjan farin víðari um, so stovnur hennara var nógv betur fyri enn ein annar trøstur, óðinshanin, ið eftir ódnina nærum hvarv sum búfuglur.
Kvørkveggjan er ein av teimum fuglunum, sum fullkomiliga hevur broytt vanar eftir góðari øld. Fyrr var hon styggur skógarfuglur, men so hvørt sum sethúsaurtagarðsmentanin breiddi seg, flutti hon inn, og í dag er hon munandi spakari og ein tann vanligasti fuglurin í Evropa. Hon hevur førkað seg norðureftir og eigur í dag í øllum oyggjabólkunum í Norðuratlantshavi, og enntá í Íslandi hevur hon átt nakrar ferðir. Kavaveturin í Skandinavia ger, at hjá kvørkveggjuni ber ikki til at finna føði og soleiðis hóra undan; um heystið flyta fuglarnir suðureftir og í ein útsynning. Tá hendir seg, at teir koma higar, og onkuntíð um heystið ýður hagin av ymiskum trastum, tí vanliga ferðast kvørkveggjan saman við øðrum trastum, oftast saman við fjallatrastum og óðinshanum. Tá hoyrist eitt annað lát frá kvørkveggjuni, nevniliga ferðalátið, ið ljóðar eins og eitt høgt, glintandi ljóð tjiiiip, og sum líkist ferðalátinum hjá øðrum trastum. Er veturin lýggjur, kunnu trastarnir steðga her í fleiri mánaðir, og tá kunnu teir fara at amast uppi í okkara egnu kvørkveggjum. Tí sjáldan liggur kavi so mikið leingi her, at kvørkveggjan ikki finnur sær føði, og hetta hevur havt við sær, at hon fær verið her alt árið, hon eru vorðin støðufuglar hjá okkum.
Kvørkveggjan er løtt at kenna, steggin er svartur, allur sum hann er, við gulum nevi, meðan bøgan er veikari á liti, morreyð, bringan heldur ljósari við deplum, nevið brúnt. Kvørkveggjan er eyðkent trøstaslag, hon hevur hoppandi gongulag og er tung á flognum. Úr nevinum og út á tromina á velinum er hon 24 cm long. Hon byggir sær reiður húsanna millum, t.d. í einum bilhúsi, undir einum takskeggi ella í einum runni. Hon verpur 4 ljós, brúnblettut egg, og góð ár megnar hon at fáa 2 urptir undan. Nærkast ketta ella hundur reiðrinum ella teimum stóru ungunum, hoyrist ávaringarlátið á kvørkveggjuni, eitt máttmikið, hvølt, stutt lát sum tjiokk. Kvørkveggjan livir av reyðmaðki og smákyktum, og vanligt er at síggja kvørkveggju leggja høvdið á skák, so at hon sær reyðmaðkin betur, meðan hon dregur hann upp úr moldini.




#Article 373: Hondbóltur í Føroyum (127 words)


Føroyingar hava spælt hondbólt síðan fyrst í 1920'unum. Tann fyrsta ítróttarhøllin varð tikin í nýtslu í 1969. Talið á ítróttarhøllum er í dag 13. Síðan 1969 er talið av luttakandi kappingarliðum vaksið ómetaliga nógv.
Føroysk feløg hava síðan 1972 luttikið í Europa Cup-kappingunum, men eingi av teimum føroysku liðunum eru komin longri enn til 1. umfar.
Av teimum 80 landsdystunum, ið Føroyar (menn) hava spælt - tann fyrsti í 1964 - hava Føroyar spælt ein javnleik, tapt 63 dystir og vunnið 16; teir flestu sigrarnir vóru móti bretskum liðum.
Fyrr vóru teir flestu landsdystirnir vinardystir, men Føroyar luttaka nú regluliga í bæði HM- og NM-kappingum.
Kvinnurnar spældu teirra fyribils seinasta landsdyst í 1980, og tá vóru spældir ikki færri enn átta av íalt 13 landsdystum hjá kvinnunum.




#Article 374: Kappróður í Føroyum (260 words)


Kappróður hevur verið eitt kent fyribrigdi í Føroyum í øldir. Sum frítíðarítrótt gjørdi hann seg rættiliga galdandi í samband við framkomuna av tí nýmótans samfelagnum í fyrru helvt av hesi øld.
Kappróður verður vanliga nevndur tjóðarítrótt Føroya. Tað sum eyðkennir ta føroysku róðrar-ítróttina er tað sermerkta sniðið, bátarnir hava. Bæði menn og kvinnur luttaka í kappróðrinum hvør fyri seg. Barnaróðrar hava eisini verið vælumtóktir seinastu árini, og í 2010 gjørdist barna kappróðurin eisini FM róður eins og hjá teimum ungu og teimum vaksnu. Hendan ítróttargrein, sum er summar-ítrótt burturav, er serstakliga væl umtókt, og áskoðaratalið er altíð sera stórt. FM-kappingarnar verða hildnar á teimum mongu summarstevnunum kring landið. Fyrsti róðurin er á Norðoyastevnu í Klaksvík, sum oftast er fyrsta vikuskifti í juni, kappróðurin er leygardag á Norðoyastevnu. Seinasti róðurin er á Ólavsøku 28. juli. Vanligasti teinurin ið róð verður er 1000 metrar. 10-mannaførini rógva tó 2000 metrar har tað ber til. Á Ólavsøku ber ikki til at rógva longri teinar enn 1000 metrar. Børnini rógva styttri teinar. Onkuntíð verður róð í fleiri bólkum, tá verður eisini finaluróður. Hetta er onkuntíð galdandi fyri 5-mannaførini sum eru flest í tali.

Kappast verður í hesum bólkum til FM:

Róðursmaðurin kann vera av hinum kyninum.

Niðanfyri sæst yvirlit yvir tær føroysku bý- og bygdastevnur, sum hava FM kappróður, og nær ið hesar stevnur eru.

Niðanfyri sæst yvirlit yvir kappróðrarfeløg í Føroyum, sum hava vunnið FM heitið. Hagtølini eru frá 1973-2011. 
Yvirlitið er dagført í juli 2012, áðrenn ólavsøkuróðurin. Skrásetingin av hagtølunum við føstum starti byrjaði í 1973, kappróðurin er tó nógv eldri enn tað.




#Article 375: Svimjing í Føroyum (137 words)


Áhugin fyri svimjing hevur verið sera óstøðugur í Føroyum gjøgnum tíðirnar. Í fyrru helvt av 20. øld var svimjing saman við fimleiki partur av tí tjóðskaparligu kropsmentanini. Í hesum tíðarskeiði vórðu bygdir nógvir uttandura svimjihylar, og svimjing gjørdist partur av frálæruni í skúlunum.
Aftaná at 3 nýggjar svimjihøllir við stuttum breytum (25 m hylum) eru tiknar í nýtslu, hevur svimjingin ment seg av nýggjum. Tann størsti meinbogin fyri føroyska svimjing, ið varð alheimsviðurkend í 1980, er, at okkum vantar úrvalssvimjarar. Skulu úrvalssvimjararnir betra úrslit síni, so er neyðugt hjá teimum at fara uttanlands at venja (Danmark, USA); hinvegin minkar hetta um kappingina hjá teimum heimligu svimjarunum.
Føroyskir svimjarir luttaka í norðurlendskum svimjikappingum og í Oyggjaleikunum. Fýra føroyskir svimjarar luttóku í OL fyri brekað í Seoul í 2004 og vunnu 7 heiðursmerki (harav eitt gull) av 12 møguligum.




#Article 376: R. K. Rasmussen (177 words)


Rasmus Kristen Rasmussen (f. 8. november 1886 í Pedholt, Århus amt - d. 4. august 1961 í Havn) var borin í heim 8. november 1886 í Pedholt sunnan fyri Árhus í Danmørk. Í 1906 tók hann studentsprógv við Árhus Kathedralskúla og veturin 1914-1915 læknaprógv við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Aftan á at hava búgvið seg betur út á ymsum sjúkrahúsum í Danmark, tók hann á sumri 1920 við læknaembæti við sæti á Eiði, og her kom hann at virka í 32 ár, til hann vegna aldur og við eftirløn legði starvið frá sær og flutti til Havnar at búgva. Her andaðist hann 4. august 1961. 

Eiðisdoktari, sum hann vanliga varð róptur manna millum, greiddi úr hondum eina mongd av læknafrøðiligum greinum um heilsuviðurskifti, helst í egnum læknadømi, men eisini í Føroyum yvirhøvur. Kendasta rannsóknarúrslitið man vera illgruni hansara, sum førdi til vissu um upprunan til hina herviligu nátasjúkuna. Eftir er at nevna Gomul føroysk heimaráð, ritgerðin, sum Føroya Fróðskaparfelag gav út í føroyskari týðing í 1958 og sum tryggjar R. K. Rasmussen Eiðislækna, sess í bókmentasøgu okkara. 




#Article 377: Rói Patursson (131 words)


Rói Reynagarð Patursson (21. september 1947 í Havn) varð føddur í Havn í 1947, og har vaks hann upp. Hann fór ungur til skips, arbeiddi og ferðaðist ymsastaðni í Evropa. Fór so aftur á skúlabonk og tók útbúgving á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í heimsspeki. Í mong ár var hann skúlastjóri á Føroya Fólkaháskúla. Rói er serliga kendur fyri sínar yrkingar, men hevur eisini skrivað stuttsøgur og ritroyndakendar prosastubbar. Í sínum yrkingum ferðast hann millum náttúru og menniskja, barnið og tann vaksna heimin, tað innara og tað ytra landslagið. Hann flytur seg frá tí persónliga og kensluborna til tað politiska og samfelagsliga. Í 1986 fekk Rói Patursson norðurlendsku bókmentavirðislønina í føgrum bókmentum fyri yrkingarsavnið „Líkasum“ 1985. Yrkingin Meðan áin rann er úr navnleysa yrkingasavninum, hansara fyrsta, sum kom út í 1969. 




#Article 378: Føroyski tjóðbúnin (614 words)


Føroysku klæðini, ella føroyski búnin, sum tey eisini verða nevnd, hava í dag sera góða undirtøku millum fólk. Nógvir føroyingar eiga síni egnu klæði og eru í teimun til alsyns høvi. Til føroyskan dans, eru fólk oftani í føroyskum klæðum, eisini til ávísar hátíðarløtur og ikki minst á ólavsøku. Trupult er at tíðarfesta, nær siðurin við føroyskum búnum hevur tikið seg upp. 

Vanligt hevur verið í Føroyum at kvinnur vóru í ullintum, vovnum skjúrti og menn í kvarðabuksum úr vaðmali, ullintum hosum osfr. Ì tilfari og sniði mintu klæðini um tey, sum vit í dag nýta til tjóðbúnan, men upprunaliga vóru tey hvørki nýtt ella fatað sum tjóðbúnar. Í 19. øld kom tó ein skilnaður millum klædnabúnan hjá fólki, klæðini vóru skild ímillum donsk og tey meira siðbundnu klæðini. Donsk klæðir vóru klædningar og kjólar keyptir uttanifrá. Handilssambandið tá var gjøgnum Kongaliga einahandilin og harvið Danmark, klæðini vóru tí rópt donsk klæðir, hóast tey kundu verða allastaðni frá. Svabo fýlist longu síðst í 1700 á, at kvinnurnar í Føroyum alsamt leggja seg eftir øðrum klæðum og lata seg í kjólar úr útlendskum tilfari: Fruentimmeret i Færøe synes mere, end Mandfolkene, at forlade gamle skikke ihenseende til Klædedragten. (Jens Christian Svabo, 1782) 

Síðst í 1800 tekur tjóðskaparrørslan seg upp millum føroyingar. Um sama mundið eru ábendingar um, at vanligari verður at nýta føroysk klæðir, tað við siga klæðir, sum mintu um tey gomlu siðbundnu, men nú komi fram í øðrvísi hami og vóru nýtt til ávís høvi.  

Føroysku klæðini hava, eins og tjóðbúnar í mongum øðrum evropeiskum londum, uppruna sín í gerandisbúnanum miðskeiðis í 19. øld. Nógv eru tey, ið eiga føroysk klæði og nýta tey í veitslulag, á stevnum og tá dansað verður. Hesi seinastu árini er líkt til, at áhugin hevur verið vaksandi fyri føroyskum klæðum, serstakliga millum ungdómin.

Stakkurin hevur verið veitslubúni, serstakliga brúðarkjóli, í øldir. Lucas Debes nevnir hann í 1673. Í gomlum døgum vóru tað tær ríkastu bóndakonurnar, ið áttu stakk. Hann gekk í arv, so gentur í fleiri ættarlið giftust í sama stakki.

Stakkurin, sum er síður heilur kjóli, verður seymaður av himmalbláum, skarlaksreyðum ella grasgrønum klæði, meira sjáldan, sum í hesum føri, av svørtum klæði. Í dag verður mangan silki brúkt til stakk. Skjúrtið er lagt í faldar, lívið verður seymað við flundruryggi. Ermamar eru langar og trongar við lítlum uppslagi og pípaðari blondu framman.

Stakkabróstið og uppsløgini hava annan lit enn kjólin, í hesum føri eru tey reyð.
Til stakkin hoyra silkikragi og silvurbelti ella floyalsbelti við áseymaðum silvurplátum. Annar beltisendin, ið kann vera prýddur við silvuri, sproti, hongur nakað niður.  Stakkastásið er maljur, stimi og stór ferhyrnt stakkanál við hangandi bløðum, ið verður fest gjøgnum hálsklútin og bróstið.  Á høvdinum ber hon vanliga krúnu ella annað ennisprýði.
Í mong ár var heldur sjáldsamt at síggja stakk, men nú tykist sum áhugin fyri hesum stásiliga búna er vaksandi.

Sjóstúkan er kníggjalangur, síður svartur vadmalsfrakki (kjóli), sum hevur uppruna sín í gerandisbúna hjá monnum fyri 150-200 árum síðan. Miðskeiðis í 19. øld varð sjóstúkan stásbúni.
Plaggið er seyraað við liðageira, bakið er skorið úr einum stykki, ermarnar eru víðar í erva, sneiddar í neðra við stuttum skarði og einum knappi. Sjóstúkan hevur svartar knappar, stimaknapparnir eru úr silvuri. Saman við sjóstúku er vanligt at nýta hvítar hosur og spenniskógvar.

Stavnhetta var hildin vera tignarligur høvuðbúni, og tað vóru serliga stórbøndur og aðrir mætir menn, ið gingu í sjóstúku undir stavnhettu.  Í 1930-árunum plagdi løgtingsformaðurin, og í 1950-árunum løgmaður, at vera í hesum hábærsliga búna, tá løgtingið varð sett á Ólavsøku. Sigast má, at hetta riggaði sera væl.
Sjóstúka og stavnhetta eru oftari at síggja nú enn fyri nøkrum árum síðan, men heldur sjáldsamur má búnin kortini sigast vera.




#Article 379: Kári Leivsson (154 words)


Kári Leivsson (22. august 1950 í Havn), (fyrr: Petersen) skaldanavn Kári P., er føroyskur sangari, guitarleikari, sangskrivari og tónasmiður. Hann er útbúgvin sálarfrøðingur. Kári tók studentsprógv í Hoydølum í 1970 og arbeiddi síðani sum blaðmaður, sjúkrarøktari, húsasmiður, týðari og mangt annað. Í 1995 fekk hann embætisprógv sum sálarfrøðingur frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn. Hann hevur búleikast í Danmark, Íslandi og Noregi umframt í Føroyum. Kári P. er gitin í Føroyum fyri sín nýmótans fólkatónleik. Yrkingarnar smæðast ikki burtur, og boðskapur teirra kemur uttan stórvegis trupulleikar á rætta pláss. Tvær fløgur eru tað blivnar til av Kára P., Vælferðarvísur og Hinumegin Ringvegin. Á fløguni Hinumegin Ringvegin hoyra vit Kára P. saman við Tórshavnar Manskóri við lagnum Skygni. 

Hann fekk M. A. Jacobsens heiðursløn fyri fagrar bókmentir í 1995. 

Kári er serliga kendur fyri sínar sangir á teimum báðum plátu-og fløguútgávunum ”Vælferðarvísur” og ”Hinumegin Ringvegin”. 

Debess  Petersen vóru Per Debess og Kári Petersen (nu Kári Leivsson).




#Article 380: Guðrið Helmsdal (118 words)


Guðrið Helmsdal Nielsen (26. februar 1941) er ein føroyskur rithøvundur, skald. Hon er móðir Rakel Helmsdal, rithøvunda. Guðrið búði í Føroyum tey fyrstu 12 árini, síðan flutti hon við foreldrum sínum til Danmarkar at búgva, og har búði hon til hon sum 26 ára gomul flutti heim aftur til Føroya. Hon byrjaði at yrkja sum 13 ára gomul. Fyrstu yrkingar hennara, sum komu út alment, vóru prentaðar í føroyska tíðarritinum í Danmark, Oyggjaskeggi, í 1958. Fyrsta yrkingasavn hennara Lýtt lot, sum kom út í 1963, var fyrsta modernistiska yrkingasavn á føroyskum og somuleiðis fyrsta yrkingasavn eftir eina kvinnu á føroyskum. Annað yrkingasavn hennara Morgun í mars kom út í 1971 og er yrkt bæði á føroyskum og donskum.




#Article 381: Gunnar Hoydal (149 words)


Gunnar Hoydal (12. september 1941 í Keypmannahavn) varð føddur í Keypmannahavn í 1941, men vaks upp í Klaksvík og í Havn. Hann fór ungur til Danmarkar at ganga í skúla, og í 1967 var hann útbúgvin arkitektur. Í 1972 var hann settur í starv sum býararkitektur í Tórshavn, og røkti hann hetta starv í mong ár. Gunnar hevur skrivað og givið út yrkingar, stuttsøgur, skaldsøgur, leikir, ferðafrásagnir, listabøkur, ritroyndir og sangir, sum systirin Annika Hoydal syngur. Evnisvalið spennir víða – frá tí kensluborna til tað satiriska, frá tí persónliga til tað samfelagsliga. Gunnar hevur verið sera virkin á mentanarøkinum. M.a. hevur hann verið formaður í Rithøvundafelag Føroya, formaður í Listafólkasambandinum (LISA), limur í Mentunargrunni Løgtingsins, formaður í Fjølriti og Arkitektafelag Føroya. Umframt at skriva hevur hann eisini týtt útlendskar bókmentir til føroyskt. Í 2011 kom bókin Huckleberry Finn eftir Mark Twain út á føroyskum, Gunnar hevði týtt til føroyskt.




#Article 382: Bjarni Niclasen (157 words)


Bjarni Niclasen (2. mai 1919 í Kunoy - 12. juli 1980), læraraskúlalærari á Føroya Læraraskúla. Komin til mans var hann fiskimaður eitt skifti, fór so á Føroya Læraraskúla og tók prógv har í 1946. Eitt skifti var hann lærari ymsastaðni í Danmark, flutti so heim aftur til Føroya í 1956 og gjørdist lærari við Tórshavnar millum- og realskúla. Í 1962 gjørdist hann lærari, á Føroya Læraraskúla, og her starvaðist hann, til hann vegna sjúku legði arbeiðið frá sær miðskeiðis í sjútiárunum. Hann doyði í 1980. 

Niclasen var virkin skúlabókahøvundur, sum skrivaði lærubøkurnar Rúmdin, 1961, Evnafrøði, 1963, og Alisfrøði 1-3 1979-1982. Umframt legði hann úr hondum mikið týðaraverk. Fornsøgur høvdu hansara stóra áhuga, og hann flutti yvir á føroyskt Heimskringlu, ið kom í trimum bindum 1961-1964, Laksdøla søgu, 1965, og Njáls søgu, 1966: har umframt týddi hann víkingaskaldsøguna Ormur Reyði 1-2, 1978-1980, og gitnu skaldsøgu William Heinesens Den sorte gryde, sum á føroyskum fekk heitið Í Sortanum, 1975. 




#Article 383: Heðin M. Klein (206 words)


Heðin Magni Kristin Súni Klein (* 28. februar 1950 við Gjógv) lærari, yrkjari og politikari. Heðin var føddur á Landssjúkrahúsinum í Havn í 1950, vaks upp við Gjógv. Hann fór til Havnar at ganga í skúla 15-ára gamal og tók læraraprógv í 1972. Heðin hevur í mong ár starvast sum lærari, fyrst á Sandoyar Meginskúla 1972-1983, flutti síðan til Havnar, har hann var lærari á Eysturskúlanum frá 1983 til 1998. Frá 1998 til 2004 starvaðist hann sum dagligur leiðari í Føroya Skúlabókagrunni (Nám), síðan 2004 hevur hann aftur starvast sum lærari í Eysturskúlanum. Heðin hevur verið virkin innan mong øki. Hann hevur sitið í bygdaráði, á løgtingi og í landsstýrinum umboðandi Tjóðveldisflokkin. Hann hevur verið í nevndini og verið formaður í Norrøna Felagnum í Føroyum, í nevndini fyri Skúlabókagrunnin og í nevndini og formaður fyri Rithøvundafelagið (1994-97 og 2006-07). Heðin hevur skrivað og givið út nøkur yrkingarsøvn. Eisini hevur hann lagt útgávur til rættis, týtt og ummælt. Í sínum yrkingum lýsir og viðger Heðin m.a. náttúruna, mannalyndi og eksistensiellar spurningar. Yrkingin Onkuntíð er úr savninum „Væmingar og vaggandi gjálv,“ sum kom út í 1969. Summar yrkingar hansara eru tolkaðar á øðrum málum, eitt nú á íslendskum, nýnorskum, donskum, enskum, týskum, svenskum, russiskum, finskum, italskum og serbo-kroatiskum.




#Article 384: Eyðun Johannessen (178 words)


Eyðun Johannessen (føddur 28. apríl 1938 í Havn) er føroyskur sjónleikari og leikstjóri. Børn hansara Annika Johannessen og Olaf Johannessen eru eisini sjónleikarar. Eyðun ferðaðist runt við Arto í Føroyum í 1957. Hann lærdi til sjónleikara 1958-60 á Kongaliga Teatrinum í Keypmannahavn og á Odense Teaters Elevskole, umframt at hann var lestrarferðir í Warszawa, Berlin og London. Í 1960'árunum stríddist hann fyri at betra um viðurskiftini hjá sjónleiki og sjónleikarum í Føroyum, hann var leiðari fyri Sjónleikarhúsið í Havn og stríddist fyri at seta á stovn ein tjóðpall í Føroyum. Í 1970 gjørdist hann leikstjóri, sjónleikari og lærari í drama á sjónleikaraskúlanum í Århus Teater.
Hann stovnaði Føroya fyrsta yrkissjónleikarahóp Grímu í 1977, eftir at hann hevði verið virkin yrkissjónleikari, leikstjóri og dramalærari í sjónleikarhúsinum í Århus, Århus Teater, í fleiri ár. Hann var rektari á sjónleikaraskúlanum í Århus 1979-86. Árini 2000 til 2004 búði hann aftur í Føroyum, har hann stjórnaði Grímu.
Eyðun Johannesen hevur mest verið virkin á palli í sjónleikarhúsum, men hann hevur eisini roynt seg sum filmsleikara í eitt nú donsku sjónvarpsrøðini Rejseholdet 1983-85. 




#Article 385: Jógvan Poulsen (115 words)


Jógvan Poulsen (føddur 19. februar 1854 við Svínáir, doyði 21. januar 1941 á Strondum) var ein føroyskur lærari, rithøvundur og politikari (Sambandsflokkurin).

Hann var sonur Birgithe (fødd Thomasdatter) og Poul Joensen. Foreldur hansara komu upprunaliga úr Funningi og av Eiði, men settu búgv við Svínári, ið tá var ein ung niðursetubygd.

Hann var lærari í Sjóvar sókn og tingmaður hjá Sambandsflokkinum.

Frá 1876 - 1917 helt hann skúla á Strondum, Skála og Selatrað.

Hann útgav Förisk ABC og lesingabók, eitt læruverk í føroyskum máli saman við C.L. Johannesen í 1891, men hetta gjørdist skjótt ikki í trá við nýggju rættskrivingarreglurnar hjá V.U. Hammershaimb, ið vóru samtyktar at vera galdandi, eftir at bókin varð komin út.




#Article 386: Marius Johannesen (193 words)


Marius Theophilus Johannesen róptur Marius á Háskúlanum (5. mars 1905 í Funningi - 16. juli 1986 í Tórshavn) var ein føroyskur lærari, politikari, rithøvundur og ritstjóri. Fjúrtan ára gamal fór hann til skips og var í fýra ár sjómaður, til hann í 1923 fór á læraraskúla í Havn, har hann tók prógv í 1926. Sama ár varð hann settur í starv við skúlarnar í Mikladali og á Trøllanesi, her starvaðist hann, til hann í 1953 varð settur sum fyristøðumaður á Føroya fólkaháskúla, eitt starv hann røkti, til hann vegna aldur og við eftirløn legði frá sær í 1970.

Marius hevur røkt mong álitisstørv innan føroyska skúlaverkið, formaður Føroya Lærarafelags var hann 1942-1953 og seinni aftur stjórnarlimur eitt skifti, blaðstjóri á Skúlablaðnum 1942-1967. Hann hevur eisini tikið lut í politikki sum løgtingsvalda umboð Sjálvstýrisfloksins í Suðurstreymoy tey bæði valskeiðini 1958-1966 og sum blaðstjóri á Tingakrossi drúgt áramál.

Marius hevur sjálvur skrivað og eisini lagt til rættis hóp av bókaútgávum: Føroyska fólkaskúlanum skrivaði hann lærubøkurnar Skrivligt føroyskt 4-5. skúlaár, 1952, og 6.-7. skúlaár, 1954. Hann hevur skrivað barnabókina Nósi kjósagrái, 1975, Jólabókina 1975, Eitt sindur um Kalsoynna, 1976, Megnarmenn og -kvinnur, 1979, Føroysk barnaspøl, 1979. 




#Article 387: Edward Mitens (311 words)


Edward Esbern Mitens (føddur 30. november 1889 á Tvøroyri – doyði 3. juni 1973 í Havn), cand. jur. 1912, navnaskifti frá Mortensen 1923,  landsrættarsakførari, Sjálvstýrisflokkurin. Edward Mortensen, sum í 1923 fekk sær eftirnavnaskifti til Mitens, varð føddur á Tvøroyri 30/11-1889. Ungur kom hann í 1901 til Havnar at ganga í realskúla, haðan hann tók prógv í 1905. Úr Havn gekk leiðin niður á Sorø lærda skúla, har hann tók studentsprógv í 1907. Beinanvegin tók hann upp løgfrøðislestur við lærda háskúlan í Keypmannahavn, og hann tók prógv sum cand. jur. Í 1912.

Aftan á lokið prógv las hann eitt stutt skifti á lærda háskúlanum í Oxford í Onglandi, var aftur í Keypmannahavn nakrar mánaðir og kom so í 1913 til Føroya; her arbeiddi hann fyrst sum sýslumaður, so sum sakførarafulltrúi, frá 1924 sum sakførari og frá 1934 sum landsrættarsakførari.

Blaðungur kom hann upp í politikk. Hann sat á fólkatingi 1915-18 og á løgtingi umboðandi Sjálvstýrisflokkin í Suðuroyar valdømi frá 1916 til 1939, tvey skeið 1928-31 og 1936-39 var hann tingformaður.

Í 1939 varð hann settur í nýskipaða starvið sum skrivstovustjóri løgtingsins, og í hesum starvi sat hann, til hann legði frá sær vegna aldur, tó burtursæð frá tíðarskeiðinum 1954-58, tá hann sat í landsstýrinum umboðandi Sjálvstýrisflokkin. Í landsstýrinum umsat hann mentanarmál og var íðin talsmaður fyri stovnsetan av føroyskum útvarpi.

Mitens var eisini bókmentahugaður maður; hann skrivaði í 1916 stuttan bókling um lívssøgu og virki V.U. Hammershaimbs, og seinni legði hann til rættis minningarrit um Fríðrik Petersen og Rasmus Effersøe.

Høvuðsútgávuverk Mitens man vera Føroyskt lógsavn. Umfatandi serstakar føroyskar lógir og administrativar fyriskipanir 1687-1953, 1953, við uppískoyti 1959, sum fevnir um tíðina 1953-59. Hjálparmaður hansara var Chr. Lørup Sørensen.

Manna millum man kendasta verk hansara vera endurminningarrøðin Eg minnist, 1960-69, um barnaárini, skúlaog læruárini, tíðina sum sýslumaður, fólkatingsmaður og sakførari, løgtingsmannaárini 1946-39 og tíðina sum skrivstovustjóri løgtingsins.

Edward Mitens doyði í 1973.




#Article 388: Russland (1159 words)


Russland er eitt sambandsríki í Evropa og Asia. Russland er verðins støsta land og hevur umleið 143 mió íbúgvar. Høvuðsstaður er Moskva og londinum hevur mark við 14 lond: Noreg, Finnland, Estland, Litava, Hvítarussland, Lettland, Pólland, Ukreina, Georgia, Aserbadjan, Kasakstan, Kina, Mongolia og Norðurkorea.

Fyri nøkrum árum síðan var Russland høvuðslandið í mikla kommunistaríkinum Sovjetsamveldinum. Tá ið kommunisman fall í 1991, lýstu stórir partar í Sovjetsamveldinum seg sum fræls ríki. Stjórnin í nýggja Russlandi roynir nú at laga landsins stýri til fólkaræði og umskipa og evna búskapin eftir vesturlendskum leisti.

Áðrenn kommunistarnar tóku valdið í Russlandi, var tað eitt kongsveldi, har Zarurin stýrdi. (Ein zarur: ein russiskur keisari). Ì 1894 til 1917 ráddi Nikolaj t. 2 zarur í Russlandi. Zarurin var einaræðisharri í landinum, og soleiðis hevði verið síðan 1547, við tí fyrsti keisaranum Ivan 4.
Í1897 var Zar-veldið mett til at fevna um eini 1,8 milliónir limir. Flestu av hesum vóru góðseigarar, embætismenn og heryvirmenn.

Tey ráðandi royndi fyrst at fáa gongd í ídnaðin í 1890’unum. Russland hevði góðar møguleikar fyri ídnaði, tí har fanst nógv ymiskt tilfeingi, sum kol, jarn og olja. Ein týðilig forðing fyri ídnaðarvøkstri var, at tað var trupult at flyta vøru úr einum staði í annað. Av hesi orsøk var avgjørt at byggja fleiri jarnbreytir, sum til dømis Tann Transsibiriska jarnbreytin, ið er úr Moskva til Vladivostok í Sibiria. Hendan var liðug í 1916, og er heimsins longsta. Tær skuldu harumframt eisini gera tað møguligt, at leggja eitt øki í Kina undir seg, at fáa fólk til at flyta til Sibiria at grava eftir málmi. Frakland veitti Russlandi lán til jarnbreytirnar, men tað vóru mest bøndurnir sum goldu fyri tær. Við tí nýggja ídnaðinum, komu fleiri fólk at arbeiða, og lívskorini vórðu betur, hóast verkafólkið enn hvørki slapp at stovna verkamannafeløg ella fara í verkfall.

Undir fyrra heimsbardaga, var Russland millum annað í kríggj við Týsklandi. Á várið 1917, tá kollveltingin byrjaði, verður mett, at Russland longu tá hevði eitt tap uppá 7 mió. hermenn sum antin vóru falnir, særdir ella tiknir til fanga.  Orsøkirnar til hendan stóra sorgarleikin eru tvær; tey høvdu ikki nóg góðan førleika og ein stórur manglandi dugur á krígsførslu. Hin orsøkin er, at tey høvdu ikki tíðarhóskandi amboð til samband sínámillum og ei heldur nóg góð vápn, nóg nógva føðslu, klæðir o.s.fr. Frá 1915 hevði Zarin persónliga leiðsluna av. Vanlukkurnar seinnameiri sóu fólkið sum ábyrgd Zarins. Fólkið misti myndugleikatrýgv til Zarin, og tey liðu hungursneyð og vóru køld. Fleiri bøndur vóru tiknir í herin, og kornframleiðslan minkaði. Tað viðførdi hungursneyð í landinum. Støðan gjørdist rættiliga hættislig, tá ið allur jarnbreytaflutningarnar steðgaði. 

Í 1916 vóru yvir ein mió. arbeiðarar í verkfalli. Í mars 1917 kom mongdin av fólkum, ið vóru í verkfalli, í hæddina. Lívskorini gjørdist verri, tí alt breyð var uppi, og uppreistur brast á. Verkføllini og uppreistrinum vóru spontan, men eftir nakrar dagar, stovnsettu bøndurnir, ið vóru í verkfalli, og hermenninir eitt felag. Herleiðslan gav hermonnunum boð um, at seta seg upp ímóti uppreistrafjøldini og skjóta teir. Ístaðin skutu hermenninir yvirmenninar og fóru uppí uppreisturin. Eftir fáum døgum, hevði Zar-stýrið mist tamarhaldið á fólkinum. Nikolaj t. 2. noyddist at abdisera, tvs. hann fór frá valdinum.

Ymiskir politiskir flokkar vórðu loyniliga settir á stovn undir Zar-stýrinum, harímillum Bolsjevikkaflokkurin. (Bolsjevik=meiriluti). Flokkurin varð stovnaður av Vladimir Iljitsj Uljanov, betri kendur sum Lenin, ið er hansara dulnavn. Hann hevði ætlanir, um at drepa zarin, men tað týdningarmesta helt hann vera, at stovna ein flokk, ið setti limunum strong krøv, so flokkurin gjørdist betri førur fyri at megna at kollvelta samfelagið.

Lenin hevði ætlanir um, at kollvelta allan heimin, og vildi byrja við sosialistisku kollveltingini í Russlandi. Tað helt hann vera skilagott, tí hann var vísur í, at fólkið hevði fingið ein annan politiskan hugburð aftaná februarkollveltingina. Hann megnaði at sannføra Bolsjevikkaflokkin til sín framtakshugaða politikk. Í 1917 var Bolsjevikkaflokkurin einans ein lítil flokkur á uml. 25.000 limir, men í 1917 var limatalið økt til tað tíggjufaldaða, við slagorðunum: “Friður, jørð og breyð”. Flokkurin hevði meirilutan í teimum týdningarmestu sovjettunum (ráðum). Stjórnin við Lenini á odda varð tilnevnd, og har vóru millum aðrar eisini Trotskij og Stalin í. Valið til nýggja tjóðartingið hilnaðist illa hjá flokkinum, tí teir fingu bert ein fjórðing av atkvøðunum. Aðrir sosialistiskir flokkar fingu meira, men Lenin noktaði at leggja frá sær valdið, og í januar 1918 tók hann tjóðartingið av, og gjørdi, at aðrir flokkar vórðu bannaðir.

Russland, ið er størsta land í heiminum, er í tveimum heimspørtum (Evropa og Ásia) og er um næstan hálva jørðina. Av tí at veðurlagið er bítandi kalt, og náttúra og landslag eru soleiðis lagað, at ikki ber til hjá fólki at búseta seg nógvastaðni, er hetta stóra ríkið ógvuliga strálbygt. Men soleiðis er ikki allastaðni, í vestara og syðra parti er nógv fruktagóð jørð, og víða um í ríkinum eru mong steinsløg í jørðini og ovurstórt náttúrutilfeingi. 

Uralfjøll eru mark ímillum evropeiska og ásiatiska partin í Russlandi. Tveir triðingar av fólkinum, 100 milliónir, búgva vestan fyri Uralfjøll. Mesta fólkið í evropeiska partinum í Russland býr í stórum býum, til dømis Moskva (høvuðsstaði landsins) og St. Pætursborg ella á víða slættlendinum fram við Volga. 

Nógv steinsløg eru í undirgrundini. Mesti landbúnaðurin í Russlandi er eisini evropeiskumegin, fyri norðan verða dyrkað hveiti og onnur kornsløg, fyri sunnan, har lýggjari er, verða dyrkað tubbak, aldinfrukt og mangt annað. 

Russland er tað kaldasta landið í øllum heiminum. Í mestsum øllum Siberia, ið er russiski parturin í Ásia, er bítandi kalt um veturin. Norðari partur eru frostmýrar. Her hevur jørðin nógvastaðni verið fryst síðan seinastu ístíð. Sunnan fyri frostmýrarnar er heimins størsti nálaskógur (Teiga), og syðri eru turru grasfløturnar, steppur, ið eru besta landbúnðarjørðin í Russlandi.

Fjórði hvør russiskur maður doyr, áðrenn hann er komin miðskeiðis í 50-árini, og ein av stóru orsøkunum til stuttu lívstíðina er vodka. Tað kemur fram í eini kanning, sum varð almannakunngjørd í januar 2014. 

Í 18. øld, í russisku Upplýsingarøldini, mentist russikar bókmentir við verkum eftir Mikhail Lomonosov og Denis Fonvizin. Fyrst í 19. øld byrjaði ein tjóðskaparlig nýmótans siðvenja, har ið nakrir av teimum størstu rithøvundum í søgu Russlands útgóvu síni verk. Hetta tíðarskeiðið er eisini kent sum Gulløldin hjá Russiskum skaldskapi og byrjaði við Alexander Pushkin, ið verður sæddur sum stovnarin av tí nýggja russiska bókmentamálinum og verður ofta nevndur hin Russiski Shakespeare. Tíðarskeiðið helt fram inn í 19. øld við yrkingum eftir Mikhail Lermontov og Nikolay Nekrasov, sjónleikir eftir Alexander Ostrovsky og Anton Chekhov, og prosa eftir Nikolai Gogol og Ivan Turgenev. Leo Tolstoy og Fjodor Dostojevskij eru blivin ummæld av bókmentafrøðingum sum teir størstu skaldsøguhøvundarnir gjøgnum allar tíðir.

Í 1880-árunum var øldin við teimum stóru skaldsøguhøvundunum farin og stuttsøgur og yrkingar gjørdist tær dominerandi sjangrurnar. Tey komandi áratíggjuni gjørdist kend sum, Silvurøldin við russiskum yrkingum, tá symbolisman kom í staðin fyri tað fyrr so dominerandi bókmentaligu realismuna. Nakrir av kendastu rithøvundunum frá hesum tíðarskeiðnum eru Valerij Brjusov, Vjatseslav Ivanov, Alexandr Blok, Nikolaj Gumiljov og Anna Akhmatova, og skaldsøguhøvundarnir Leonid Andrejev, Ivan Bunin, og Maksim Gorkij.




#Article 389: Mentanarvirðisløn Landsins (506 words)


Mentanarvirðisløn Landsins hevur verið latin siðani 1998. Talan er um tvær høvuðsvirðislønir, sum verða latnar hvørt ár, tó eru nøkur undantøk, har virðislønir ikki eru latnar. Mentanarvirðisløn landsins er á 150 000 krónur, heiðursgáva landsins er á 75 000 krónur. Av og á verður ein triðja virðisløn latin, hon kann vera til ungt listafólk ella til onkran annan serligan bólk av listarfólki og er á 50 000 kr. 

Sømdargáva landsins er í løtuni 20 000 kr. sum verða latnar mentafólki soleiðis at tey fáa upphæddina útgoldnað einaferð um árið restina av lívinum. Virðislønin verður latin sambært § 7 í KUNNGERÐ NR. 90 FRÁ 28. OKTOBER 2008 UM STUÐUL TIL MENTAN OG LIST, har tað stendur soleiðis:
Landsstýrismaðurin veitir eftir tilmæli frá nevndini lívslanga heiðursgávu, nevnd sømdargáva, til navngivið listafólk, so leingi viðkomandi er á lívi.
Stk. 2. Til tess at fáa sømdargávu skal listafólkið hava útinnt listarligt avrik, ið verður mett at hava týdning fyri samtíð og framtíð. Stk. 3. So hvørt listafólk fer úr skipanini, skal støða takast til, um annað listafólk eigur at fáa lívlanga sømdargávu.

Mentanarvirðisløn landsins verður givin sambært grein 8 í áðurnevndu lóg, greinin ljóðar soleiðis:

Stk. 2. Bert listarlig eyðkenni kunnu galda sum metingarstøði fyri arbeiðið hjá nevndini. Til tess at kunna fáa Mentanarvirðisløn Landsins skal virðislønarevnið hava skapað listaverk á høgum støði.
 

Heiðursgáva landsins verður latin sambært grein í Kunngerð um stuðul til mentan og list:

Stk. 2. Til tess at fáa Heiðursgávu Landsins skal virðislønarevnið hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
Stk. 3. Aðrar heiðursgávur kunnu eftir landsstýrismansins egnu avgerð latast listafólki, mentafólki ella felagsskapi.

Virðisløn til ungt listafólk. Í desember 2011 varð tað kunngjørt, at táverandi landstýrismaður í mentamálum, Bjørn Kalsø, eftir tilmæli frá tilmælisnevndini, valdi at lata virðisløn til ungt listafólk, Virðislønin er ætlað ungum listafólki sum kveikjan, stimbran og stuðlan. Hetta varð gjørt sambært grein 9, stykki 3 í kunngerðini um stuðul til mentan og list, ið heimilar at landsstýrismaðurin eftir egnum vali kann lata aðrar heiðursgávur enn mentanarvirðislønina og heiðursgávuna. Frá 2011 til 2018 hava nevndin og landsstýrismaðurin valt at heiðra ungum listafólki. Í januar 2020 (Mentanarvirðisløn Landsins 2019) valdi Jenis av Rana landsstýrismaður ikki at lata virðisløn til ungt listafólk, ið nevndin annars mælti til.

Hesar heiðurslønirnar verða givnar uttan umsókn, sum ein viðurkenning av føroyskum listafólki.

Mentanarvirðisløn landsins er á 150.000 kr. Hesi listafólk/mentafólk hava higartil fingið Mentanarvirðisløn landsins:

Heiðursgáva landsins er 75.000 kr.

Virðislønin til ungt listafólk er 50.000 kr.

Sømdargáva landsins er ein árlig upphædd á 20.000 kr., sum verður latin restina av lívinum

Fyrr hava hesi fingið sømdargávu landsins (árið er óvist, Bjørn Kalsø nevndi tey, tá ið hann handaði sømdargávurnar fyri 2014):

Serstaka virðislønin er 50.000 kr. Hon kann eftir landsstýrismansins egnu avgerð latast listafólki, mentafólki ella felagsskapi, sum hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Nevndin situr í trý ár. Landsstýrismaðurin setir nevndina. Tríggir limir eru valdir av LISA, tveri eru valdir av landsstýrismanninum. Nevndin fyri tíðarskeiðið 2017-2019:




#Article 390: Jógvan Ingvard Olsen (106 words)


Jógvan Ingvard Olsen (f. 8. juli 1930 á Toftum) er fyrrverandi reiðari og politikari fyri Sambandsflokkin.

Jógvan Ingvard Olsen fekk skiparaprógv í 1953 og skipsføraraprógv í 1954. Hann arbeiddi sum skipari frá 1958 og sum reiðari og skipari frá 1958. 

Hann var tingmaður fyri Sambandsflokkin 1970-1998, harav var hann tingformaður juli-sept. 1994 og 1995-1998. Han var landsstýrismaður í fiskivinnu- og orkumálum juni 1989 til januar 1990. 

Av øðrum sessum kunnu nevnast, at hann var bygdaráðslimur í Nes kommunu 1974-1980, harav bygdaráðsformaður í kommununi 1976-1980 og jan.-aug. 1989, at hann var formaður í Lønjavningargrunninum, hann sat í umboðsráðnum fyri Tryggingarsambandið í nøkur ár og í Norðurlandaráðnum 1991-93.




#Article 391: Vinnuvitan (132 words)


Vinnuvitan (stovnað 2004) er føroyskt vikublað um føroyskt vinnulív til føroysk vinnulívsfólk og onnur við áhuga fyri vinnulívinum. Endamálið við Vinnuvitan er at kveikja og kanna vinnulívið. Vinnuvitan kemur út einaferð um vikuna.

Í juli 2007 keypti Vinnuvitan Vikublaðið, sum kemur ókeypis út í hvørt hús í Føroyum einaferð um vikuna 
Dimmalætting skrivar tó um føroyskt vinnulív, sum partur av blaðnum. 
Dimmalætting eigur og rekur heimasíðuna Vinnuvitan.biz, sum er heimasíðuskipan, har øll føroysk partafeløg (p/f) og smápartafeløg (sp/f) eru skrásett. Har ber til at finna fram til hvør ið er í teimum ymisku nevndunum, hvørji partafeløg eru hvar og so framvegis. Upplýsingarnir har eru tó ikki alment tilgongiligir uttan víðari. Fólk mugu tekna hald, fyri at brúka víðkaðu leitiskipanina.

Undir navninum Forlagið á Deild gav Vinnuvitan eisini Skipalistan og aðrar bøkur út 

  




#Article 392: Henrik Old (159 words)


Henrik James Frits Old (20. juni 1947 í Vági) er ein føroyskur politikari og skipari. Hann var løgtingsmaður frá 1984 til 2008 og varð aftur valdur inn á  Ting 29. oktober 2011. Tær fyrstu ferðirnar ið hann stillaði upp, var Føroyar býtt sundur í 7 valdømi, Henrik Old stillaði upp og varð valdur í Suðuroyar valdømi fyri Javnaðarflokkin. Tá hann stillaði upp og varð valdur í 2011 var Føroyar 1 valdømi, men hann varð stillaður upp av Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag. Henrik Old var fiskimaður frá 1964 til hann í 1977 gjørdist skipari. Henrik Old er sonur Henrikku Jacobsen Old og Dennis William Connor Old. Fosturforeldur hansara vóru Inger og Johannes Joensen úr Vági. Henrik er giftur við Elsebeth Old, sum er dóttir Jenny Hentze og Petur í Gong. 

Í desember 2009 gjørdist greitt, at Henrik Old stillaði upp til formansvalið í Fiskimannafelagnum móti Jan Højgaard. Úrslitið gjørdist tó, at Jan Højgaard vann við 653 atkvøðum, Henrik Old fekk 380.




#Article 393: Martin Christian Restorff (103 words)


Martin Christian Restorff (26. juni 1816 í Keypmannahavn - 24. juli 1897 í Tórshavn), vanliga nevndur Gamli Restorff, kom til Føroya í 1848 at arbeiða sum bakari og kondittari hjá Kongaliga Einahandlinum. Hann arbeiddi fyri at fáa fríhandil í Føroyum, og tá tað hendi í 1856 tók hann stig til at seta á stovn Restorff's Handil í Havn, handilin var niðri í Vágsbotni. Seinni komu fleiri av hesum handlum kring alt landið. Hann stovnaði eisini Restorff's Bryggjarí í Havn. Í 1896 á áttati ára føðingardegi hansara, heiðraði Tórshavnar býráð honum við at útnevna hann til heiðursborgara í Tórshavn. Martin er abbi Frants Restorff.




#Article 394: Johan Henrik Schrøter (224 words)


Johan Hendrik Schrøter (25. februar 1771 í Tórshavn - 14. november 1851) var sóknarprestur í Suðuroyar prestagjaldi (2. november 1804 - 19. apríl 1826). Jørgen Frantz Hammershaimb var abbi J.H.S. Schrøter fekst við at savna kvæðauppskriftir; hann skrivaði eisini upp sagnir. Hann varð borin í heim í Havn í 1771, har faðirin, sum var av týskari ætt, var lækni. Schrøter gekk í Havnar latínskúla árini frá 1784 til 1790 og leitaði sær síðan til Danmarkar at fáa víðari útbúgving; hann varð studentur í 1791 og tók gudfrøðisprógv við Lærda háskúlan í 1796.

Frá 1797 verður hann settur sum hjálparprestur í Suðuroy, og frá 1804 situr hann sum sóknarprestur fyri oynna við sæti í Leirum í Hvalba. Aftan á at hann hevði lagt starvið frá sær, búði hann í fýra ár suðuri í Vági, flutti so í 1828 til Havnar at búgva, og her búði hann til deyðadags í 1851.

Faðir vár í týðing Schrøters av Matteus Evangeliinum frá 1823:

Feâjir vaar, tû sum ér ui Himlunun! 
Haillit væri Navn tuit!
Kómi Ruigji tuit! Skjé tuin Villie,
sum ui Haimmalinun, so ogsó aa Jørini!
Gjév okkun ui Deâ okkara daglia Brei! 
O forlaad okkun okkara Skjild,
sum víd forlaada Skjildarun okkara!
O lai okkun ikkje inn ui Fruistilse! 
Men fruja okkun fraa tui Onda! 
Thui tuit ér Ruigje o Méje o Harlihaid ui Evihaid! Amen!




#Article 395: Johan Hendrik Schrøter (150 words)


Johan Hendrik Schrøter (13. februar 1842 í Trongisvági - 16. apríl 1911 í Tórshavn) var keypmaður, bóndi og sýslumaður. Hann varð borin í heim í Havn í 1771, har faðirin, sum var av týskari ætt, var lækni. Schrøter gekk í Havnar latínskúla árini frá 1784 til 1790 og leitaði sær síðan til Danmarkar at fáa víðari útbúgving; hann varð studentur í 1791 og tók gudfrøðisprógv við Lærda háskúlan í 1796.

Frá 1797 verður hann settur sum hjálparprestur í Suðuroy, og frá 1804 situr hann sum sóknarprestur fyri oynna við sæti í Leirum í Hvalba.

Aftan á at hann hevði lagt starvið frá sær, búði hann í fýra ár suðuri í Vági, flutti so í 1828 til Havnar at búgva, og her búði hann til deyðadags í 1851.

Schrøter fekst við at savna og skriva upp kvæði sagnir. Hann var fyrsti føroyingur, sum setti sær fyri at týða Bíbliuna til føroyskt.




#Article 396: Lívrunnin evnafrøði (222 words)


Lívrunnin evnafrøði er tað økið innan evnafrøði sum snýr seg um tær sambindingarnar sum innihalda karbon (kolevni) og hydrogen (vatnevni). Hetta økið verður kalla lívrunnið av tí, at man fyrr helt at tær lívrunnu sambindingarnar bert kundu fáast úr livandi organismum, og ikki skapast kunstiga á eini starvsstovu.

Lívrunnar sambindingar eru sostatt mýl, ið innihalda karbon og hydrogen, men kunnu eisini innihalda onnur frumevni. Nógvar lívrunnar sambindingar innihalda nitrogen, oxygen, halogenir og, meir sjáldsamt, fosfor og svávul.

Dømi um nøkur einfald lívrunnin mýl:

Tað finnast sera nógv sløg av lívrunnum sambindingum og tí er neyðugt at greina tær í ymiskar bólkar. Bólkað verður eftir hvussu mýlið er samansett og hvørji frumevni finnast í mýlinum. Frumevni festa seg ofta á ávísan hátt og hetta ger at vit fáa sokallaðir funktionellir bólkar. Tey mýlini, ið bert innihalda karbon- og hydrogenatomir, verða nevnd antin alkan, alken ella alkyn. Ein alkan hevur bert einkultbindingar, ein alken hevur eina ella fleiri dupultbindingar og ein alkyn hevur eina ella fleiri trýdupultbindingar.

Dømi um funktionellar bólkar:

Fyri at halda skil á øllum hesum ymisku sambindingum verður IUPAC-skipanin nýtt. Hetta er ein skipan sum ásetir júst hvussu lívrunnin mýl skulu nevnast. Sambindingar sum hava verið kendar leingi og nógv nýttar hava ofta fingið eitt sokallað trivialnavn. T.d. er edikssýra eitt trivialnavn fyri ethansýru og formaldehyd er eitt trivialnavn fyri methanal.




#Article 397: Fríðrikur (krúnprinsur) (366 words)


Fríðrikur Krúnprinsur (Frederik André Henrik Christian, føddur 26. mai 1968 í Keypmannahavn) er krúnprinsur av Danmark, sonur Margrethu II Drotning og Heindrik prins (Prins Henrik). Fríðrikur krúnprinsur er giftur við Krúnprinsessu Mary og saman eiga tey fýra børn, tann elsti er Prins Christian av Danmark. 

Sum eldri sonur Margretu drotningar og Heindriks prins er Fríðrikur danskur ríkisarvingi. Krúnprinsurin, føddur 1968, er í móðurætt fimti maður frá Kristjani kongi 9., fyrstikongurin av Glücksborg-ættini. Hann verður tí sætta úr hesi ætt á Danmarkar trónu. Hann er somuleiðis fimmti maður frá Viktoriu drotning. Hann hevur lisið á Harvard og er cand. scient. polit. frá Århus. Harafturat hevur hann holla hernaðarliga útbúgving innan allar tríggjar greinirnar í donsku verjuni, seinast serútbúgving í froskmannaliðinum í sjóverjuni.

Afturat bókliga lesnaðinum, umfatandi hernaðarligu yrkisbreytini og teim mongu almennu skyldunum hevur Fríðrikur krúnprinsur eisini givið sær stundir til at gera vart við seg sum  fjølbroyttur ítóttar- og náttúrumaður. Hann er góður á skíðum og í tennis, hann hevur runnið maraton, siglt í HM fyri seglbátar, og so hevur hann ferðast fleiri túsund kilometrar á hundasleðu á tí stóru Sirius-rannsóknarferðini í ár 2000.

Krúnprinsurin tók saman við 6 vinmonnum lut í 4 mánaðar longu Sirius-sleðurannsóknarferðini norður um Grønland, úr Thule i í útnyrðingshorninum til Daneborg í ein landnyrðing. Túrurin var 2.795 km langur við 45 hundum, sleðum, tjøldum, matarskamti og 40 kuldastigum.

Týðandi partur av arbeiðnum hjá krúnprinsinum er at umboða Danmark og at virka til frama fyri donsk áhugamál í útlondum. Tað ger hann á almennum vitjanum hjá útlendskum statsleiðarum og tá hann tekur lut í donskum vinnuátøkum í útlondum og í tiltøkum innan ítrótt og mentan.

Hann varð útbúgvin Cand.scient.pol. í 1995 eftir at hava lisið á Århus Univeristet og á Harvard í USA. Krúnprinsurin hevur tænt í danska herinum, flogvápninum og í sjóverjuni. Hann er offiserur í øllum trimum vernum. Í 2010 varð hann útnevndur kommandørur í Sjóverjuni og oberstur í Herinum og Flogvápninum.

Krúnprins Fríðrikur er eisini ítóttamaður. Hann íðkar kappsigling í bátasløgunum Dreki og Farr 40. Hann hevur luttikið við DM, EM og HM. Til EM í 2003 gjørdist hann nummar fýra, á DM 2011 lá hann á einum øðrum plássi nærum alla kappingina, men endaði tó á einum fjórðaplássi.




#Article 398: Aldehyd (110 words)


Eitt aldehyd er eitt lívrunnið mýl við einum ella fleiri aldehydbólkum. Ein aldehydbólkur er eitt karbonatom við einum dupultbundnum oxygenatomið (=O) og einum hydrogenatomið. Aldehydir verða nevnd við endingini -al.

Dømi um nøkur nógv nýtt aldehyd:

Aldehydir verða framleidd við at oxidera primær alkoholir. Man kann tó ikki nýta sterk oxidatiónsevnir til hetta, tí aldehyd oxiderast lætt víðari til carboxylsýrur. Mest nýtta oxidatiónsevni til framleiðslu av aldehydum er PCC (Pyridinium chlorchromat).

Aldehyd útinna tvey sløg av reaktiónum: Oxidatión og nukleofil additión. Oxidatión gevur eina carboxylsýru og nukleofil additión gevur ymisk evni, alt eftir hvat man adderar til aldehydið. Niðanfyri er ein listi yvir aldehyd reaktiónir og hvat produkt tær geva.




#Article 399: John Johannessen (158 words)


John Johannesen (f. 7. oktober 1977) í Tórshavn. Løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin í Suðurstreymoyar valdømi. Løgtingsmaður 2004-nú. John búði í Havn fyrstu árini, men flutti síðan til Lopra í Suðuroynni at búgva við familjuni, har búði hann til hann varð liðugur við studentaskúlan. Seinastu árini hevur John Johannessen búð í Tórshavn.

Foreldur: Hans Oluf Johannessen, sáli, Conny Thomsen, Jóna Olsen (fosturmamma).

Hjúnafelagi: Ragnhild Olsen. Børn: Hans Oluf Ragnhildarsonur Johannessen (f. 2004) og Eva Ró Ragnhildardóttir Johannessen (f. 2006) og Rani Ragnhildarsonur Johannessen (f. 2007).

Yrki: John Johannessen er málsligur studentur og hevur arbeitt sum tíðindafólk í Sjónvarpi Føroya 2001-2004 og á Sosialinum 1998-2001.  

John Johannessen varð valdur á ting við valið 20. januar 2004, tá varð hann bert 26 ára gamal.
 

Harumframt var John Johannessen valdur limur í Stórnarskipanarnevndini, ið arbeiðir við at smíða Føroyum nýggja stórnarskipan, og so varð hann eitt skifti valdur limur í Nevndina fyri øktum leikluti hjá kvinnum í politikki, sum seinni fekk navnið Demokratia.




#Article 400: Jean-Luc Picard (1528 words)


Jean-Luc Picard er ein persónur í Star Trek, skiparin umborð á USS Enterprise-D og USS Enterprise-E. Hann varð leiktur av bretska sjónleikaranum Patrick Stewart í sjónvarpsrøðini  (TNG) og filmunum, ið komu aftaná. Gene Roddenberry gjørdi persónin og uppkallaði hann eftir Jean Piccard, doktara, ein sveisiskur vísindamaður og ballónførari. Eingin almenn kelda finst til navnið Picard, men persónurin hevur ofta sínar 'kendu forfedrar' á orði — allarhelst Jean, Auguste og Jacques Piccard.

Jean-Luc Picard varð føddur í Labarre, Fraklandi, jørðin 13. juli 2305. Hann er sonur Maurice Picard and Yvette, fødd Gessard. Longu sum drongur longdist honum eftir ævintýrum og kanningarferðum, og hetta førdi nærum til stríð, tá hann fór frá víngarðinum, ið familjan hevði átt í fleiri ættarlið, og søkti inn á Stjørnuflotaakademiið Í 2366 eru bæði foreldrini deyð. Bróðurin, Robert, og bróðursonurin, René, vóru einastu eftirlivandi familjulimir hansara, men teir doyðu í einum eldi í 2371 (). Hann dumpaði fyrstu inntøkuroyndina, men hann kláraði hana seinni og slapp inn. Hann fekk prógvið í 2327 sum besti ella nærum næmingur í árganginum. Hann var fyrsti fyrstaársnæmingur, ið vann akademimaratonrenningina á Delulin II. Stjørnuflotaraðnummar hansara var SP-937-215 (: Chain of Command, Part 1).

Stutt eftir próvtøkuna var Picard í 2328 eina tíð á Earhartstjørnustøðini og bíðaði eftir skipinum, ið hann skuldi mynstra við. Meðan hann bíðaði, varð hann stungin í hjartað av einum av trimum Nausicaanarum undir einum bardaga í Bonestell Recreation Center. Skaðin kundi ikki gerast aftur, og hjartað varð býtt um við eitt manngjørdum hjarta[1] Hendan hendingin gjørdi unga Picard varugan við, at hugmóð hansara var høvuðsatvoldin til, at hann nærum varð dripin.

Í 2333 gjørdist Picard yvirstýrimaður umborð á USS Stargazer (NCC-2893) og gjørdist skipari, tá skiparin doyði í eini orrustu. They næstu 22 árini var Picard skipari á Stargazer á eini rannsóknarferð.

Meðan hann var skipari á Stargazer vann hann í 2355 Maxiaorrustuna í Maxia Zeta-skipanini ímóti einum ókendum fígginda, ið seinni vísti seg at vera eitt later Ferengi D'Korafloksstjørnuskip, við at finna uppá og nýta eitt herráð, ið varð kallað Picardhandferðin, og sum gjørdi at ferengiskipið fórst við manni og mús. Eftir at Stargazer gekk burtur, varð hann sendur í krígsrættin í 2356, men ákærurnar um skeiva atferð vórðu sleptar. (Hetta er vanlig stjørnuflotasiðvenja, hvørja ferð eitt skip gongur burtur og fylgir gomlu sjósiði.)

Hvat Picard tókst við tey næstu níggju árini, áðrenn hann gjørdist skipar á Enterprise-D er ikki heilt greitt. Óivað varð hann vandur við kenda Star Trek-diplomatiið og -herráð, men við eini glæsiligari yrkisleið, ið enn ikki var byrjað. Í einum parti nevnir hann eina hending, ið hendi millum Stargazer og Enterprise-D-tíð hansara, tá skip hansara svaraði einum neyðarkalli.

Bítast má merki í, at franski skiparin verður leiktur av einum bretskum sjónleikara. Ein kundi hugsað sær, at Paramount vildi tekkjast bæði fronskum og bretskum fjepparum samstundis. Tað er meira enn hugsandi, at bretar hyggja burtur frá franskleikanum og meta Picard sum ein av sínum egnu. Fólkini handan røðina gera heldur ikki nógv við, at fáa teir hugsa øðrvísi, tí sjálvt um lívssøga hansara heilt vist er fronsk, so hella atferðin og hugburðurin meira til ta bretsku síðuna. Umborð á Enterprise-D og -E biður Picard altíð um Tea, Earl grey, hot, ið neyvan hevði verið fyrsta valið hjá einum fransmanni. Og hóast at kærleiki hansara til Shakespeare kann orsakast (ja, sjálvt klingonar dáma Shakespeare), so er tað, at Picard lærir Data at nýta eina sterka Midlandsdialekt, ótrúliga ósannlíkt, óansæð hvussu væl fransmaðurin dugir enskt. Eisini verður upplýst í einum av filmunum, at Picard hevur lært Data at syngja sangin A British Tar hjá Gilbert  Sullivan, og í einum parti roynir ein eftirgjørdur Picard, ið tó hevur somu tankamynstur sum hin veruligi, at fáa manningina at syngja Hearts of Oak, ið er ein fosturlandssongur, ið er ímynd av Royal Navy, í felag.

Picard er mestu sum fjølfrøðingur og hevur áhuga í so ymsum evnum sum klassiskar bókmentir, fornfrøði, alisfrøði, fikting, ríðing og modellmyndirnar av ymsum stjørnuflotaskipum. Honum dámar væl m.a. Berlioz, og áhugi hansara í tónleiki kemur væl til sjóndar, tá hann spælir á sína ressikansku floytu, ið hann lærdi at spæla á, meðan hann var bundin til eitt rúmdarfar, ið hevði minnið hjá einum manni av eini mentan langt eftir, at hon týndist. (TNG: The Inner Light) Onkuntíð venur hann saman við skipstelduni. Alskur hansara til tónleik og sjónleik verður vístur fram, sum røðini líður. Eisini lærir hann Data at føla seg gjøgnum verkini og at fáa røttu mannakensluna fram. Picard er ein privatur persónur, og tað kemur til sjóndar í hansara romantisku ævintýrum, og tá hann skuldi undir skurð á Stjørnustøð 212 í 2365 fyri at fáa eitt nýtt hjarta. (Samaritan Snare).[1]

Sum yvirmaður er Picard ein ráðgevi ella fyrimynd hjá fleiri øðrum persónum, serligani Data. Picard ansaði eisini væl eftir undurbarninum Wesley Crusher og gav honum tignina sum fenrikkur. Wesley er sonur starvsfelagan Dr. Beverly Crusher, læknayvirfólk á Enterprise-D og besta vin hansara, loytnantkommandørur Jack Crusher og varð føddur, áðrenn Jack varð dripin 2354, meðan varð við Picard umborð á Stargazer.

Eftir at Jack Crusher doyði, vórðu Picard og Beverly Crusher góð vinfólk og altíð vóru onkur tekin um atdrátt teirra millum. Men hesin atdráttur var tó avdúkaður, fyrr enn hann varð noyddur fram av einum tóli, ið ein fremmand rasa, pryttarnir á Kesprytt, hevði koyrt í tey, og sum loyvdi teimum at lesa tankarnar hjá hvørjum øðrum í partinum Attached. Í einari av tíðarlinjunum hjá Q í síðsta parti All Good Things... var Picard giftur og seinni skildur frá Crusher, ið nú var skipari á einum sjúkraskipi. Hon hevði enn hansara navn, og hetta voldi til eina skemtiliga hending, tá bland kom í um, hvør Picard, skipari varð róptur á brúnna.

Eitt av holodekkforritunum, ið Picard dámar best er detektivurin Dixon Hill, ið allarhelst er skrivaður til heiðurs fyri aðrar bókmentadetektivar sum Philip Marlowe og Sam Spade.

Søgurnar hjá Dixoni Hill ganga fyri seg í 1940-árunum í San Francisco á Jørðini, ein vælkomin broyting frá einum gerandisdegi við millumstjørnaferðum. At byrja við var Picard einsamallur í forritinum, men seinni fingu eisini Data, Beverly Crusher o.o. áhuga í tí og komu uppí sum vinir hjá Dixoni Hill.

Heimurin hjá Dixoni Hill hava nógvar afturvendandi persónar, ið einans finnast á holodekkinum, t.d. brotsharrarnir Cyrus Redblock og Nicky the Nose. Summi halda, at Dixon Hill varð skapaður í eini roynd at endurnýta aðalevnini í ST-TOS partinum A Piece of the Action. Men her skal leggjast aftur, at tann parturin snúði seg um chicagobrotsmenn í 1930-árunm, meðan Dixon Hill er ein film noir detektivur úr fjørutiárunum.

Star Trek bókin A Hard Rain gongur fyri seg nærum øll í heiminum hjá Dixoni Hill við einans fáum undantøkum, ið ganga fyri seg í veruliga Star Trek-heiminum. Tá løgnar hendingar, sum t.d. at fólk livna upp aftur, ikki verða tald uppí, so er bókin júst sum ein vanlig detektivskaldsøga.

Dixon Hillsøgur:

Í  nýtir Picard holodekkið við eini Dixon Hill-søgu (The Big Goodbye, kapitlar 12 og 13) at snýta og drepa tveir Borg við at skjóta eina thompsonmaskinbyrsu. (Hetta vápnið kundi einans drepa, tí Picard hevði sløkt trygdarverjuna.)

Røðin The Next Generation byrjaði, tá Picard gjørdist skipari á nýggja galaxyflokkaða stjørnuskipinum USS Enterprise (NCC-1701-D), nýggja flaggskipið hjá Stjørnuflotanum á stjørnudagfesting 41124 (14. februar 2364). Á umleið stjørnudagfesting 41153,7 (4 dagar seinni) varð Picard útnevndur til at umboða mannaættina í einum rætti stýrdur av Q. Tað eydnaðist Picard at sannføra Q um at geva mannaættini ein møguleika, og so var (TNG: Encounter at Farpoint). Umleið stjørnudato 47988 (26 December 2370), hevði Q aftur ein dómstól við eini nýggjari roynd til Picard; Picard kláraði royndina og mannaættin var bjargað (TNG: All Good Things...). (Q segði at royndin 'endaði ongantíð' á Farpointstøðini og legði upp til at øll røðin var ein roynd hjá Q-tilveruni at kanna menniskjuni.)

Í samband við Maxiaorrustuna fann Bok, ein ferengiskur DaiMon, seinni vrakið av Stargazeri og gav Picard tað. Bok hevði Picard undir ákæru fyri at hava dripið son sín, ið var umborð á fíggindasinnaða skipinum. Við at nýta vitisstýring gav hann Picard ógvuslig minni um hendingina, og hetta fekk Picard til at leypa á Enterprise-D; manningin hjá Picard kláraði tó at steðga hesum. (The Battle) Nøkur ár seinni fann Bok ein mann, Jason Vigo, hvørs DNA hann broytti, so tað sá út sum at hann var sonurin hjá Picard. Bok ætlaði, at Picard og Vigo skuldu hittast, og síðani skuldi Bok drepa Vigo, so Picard visti, hvussu tað var at missa ein son, men ætlanin miseydnaðist, tá tað var staðfest, at Jason Vigo ikki var sonurin hjá Picard. (Bloodlines).

Í 2365 bar Q so í bandi, við at senda Enterprise-D góð 7.000 ljósár út í rúmdina, at Stjørnuflotin fyri fyrstu ferð hevði samband við Borgfólkið í J-25-skipanini. Enterprise-D var við undirlutan og slapp bara undan, tí Picard bønaði Q um at senda seg aftur inn á øki hjá Føderatiónini. (Q Who?).

Árið eftir bað K'mpec, klingonskur kanslari, Picard um at verða millummaður fyri at finna útav, hvør skuldi koma aftaná K'mpec, ið varð spakuligani eitraður, og at avsløra (collusion?). Stutt eftir skuldi Picard velja ímillum tveir avbjóðarar: Duras og Gowron. Undir tingingunum umborð á Enterprise-D drap Duras klingonska sendimannin K'Ehleyr, makin hjá trygdarovastanum Worf loytnanti, ið hjálpti Picard. Afturfyri drap Worf seinni Duras. (Reunion).




#Article 401: Havtaska (300 words)


Havtaska (frøðiheiti - Lophius piscatorius) er ein fiskur, ið livir á grunnum. Havtaska kann gerast 200 cm long, men er vanliga styttri enn 100 cm. Hon er funnin á 20-1800 metra dýpi í øllum Atlantshavi. Havtaska hevur teinar á høvdinum, sum líkjast agni, sum hon lokkar annan fisk til sín við. Tá ið ein fiskur er nóg nær, letur havtaskan kjaftin upp og gloypir honum. Havtaska verður veidd vinnuliga. Havtaska hevur stórt, breitt og flatt høvd, við stórum og breiðum kjafti. Sporlið er nakað flatt fremst og meira rundligt aftari. Tveir stórir beinnaddar eru aftanvert eyguni. Tríggjar høgar stengur eru á bakinum, tann fremsta er heilt fram móti gronini. Henda stongin hevur ein skræðulepa við ljósgagni á toppinum, og hann verður brúktur at lokka fong til sín. Onnur stongin er beint aftan fyri hesa stongina. Triðja stongin er á nakkanum. Mitt á bakinum millum uggafjaðrarnar er ein lítil fjøður við 3-4 teinum, og hetta alt er fremsta ryggfjøðurin. Aftara ryggfjøðurin er oman á sporlinum, og ein gotfjøður undir. Tær eru umleið eins til støddar. Sterturin er lítil, tykist samanfallin og trevsutur. Hon hevur stórar uggafjaðrar, ið sita frammanvert miðjuna. Búkfjaðrarnar eru smáar og eru tætt saman. Tær sita mitt undir øsinum og venda nakað ímóti síðunum og minna um føtur.

Tenninar eru nógvar, óregluligar, væl atskildar, langar og klænar, spískar og hvassar, afturábendar. Tær eru ójavnar í stødd, og í undirkjaftinum í mest sum tveimum røðum. Hon hevur smá eygu, sum sita nakað tætt saman. Roðsla er eingin. Táknaopini eru smá, eitt hvørjumegin aftan fyri og mest sum undir uggafjaðrunum. Fram við síðunum allan vegin runt kroppin eru smáir, trevsukendir skræðulepar. Hon er nakað broytilig eftir umstøðunum, men vanliga er hon einlitt brún og sprøklut, dimmari ella ljósari, viðhvørt við reydligum farra. Gráhvít er hon undir búkinum. Royggið er gráhvítt.




#Article 402: Brosma (157 words)


Brosma (frøðiheiti - Brosme brosme) er vanlig undir Føroyum. Hon er annars við Svalbarð og Kolanesið, suður við Noregi, um alt Ísland, í Eysturgrønlandi og Útsynningsgrønlandi. Í Skagerrak, í norðara parti av Norðsjónum og við Írland. Hon er á bankum og tindum á víðum havi. Í vestara Atlantshavinum er hon frá Grand Bank til New Jersey.

Brosma er long og breið í kropsskapi. Tvørskurðurin er mest sum rundur. Hon hevur eina langa ryggfjøður, sum byrjar uppi yvir hálvari uggafjøðurini og kemur aftur til stertin. Brosma hevur eina gotfjøður frá miðjuni á fiskinum til fremst á stertinum, breiðar og rundligar uggafjaðrar og smáar búkfjaðrar. Sterturin er heldur lítil og er avrundaður. Strikan bogar oman fyri uggafjøðurina. Hon hevur lítið høvd, smá eygu, lítlan kjaft, smáar tenn og finnu.

Brosma verður upp í 120 cm long, vanlig longd er 40-90 cm. Hon er botnfiskur. Hon er av grunnum vatni, um 20 m. og niður á 1500 m. ella meir.




#Article 403: Hýsa (125 words)


Hýsa (frøðiheiti - Melanogrammus aeglefinus) fæst rættiliga víða á leiðunum við Føroyar. Bæði á landgrunninum, Føroyabanka, Ytrabanka og Ytstabanka. Hon fæst bæði á grunnum vatni og niður ímóti 5-600 metra dýpi. Hýsa gýtir frá mars til mai. Gýtingin er tó í hæddini í sinnu helvt av apríl. Hon gýtir rættiliga víða. Men trý høvuðsgýtingarøki eru: eystan-, vestan- og norðanfyri. Hon gýtir eisini á Føroyabanka. Yngulin er uppi í sjónum teir fyrstu mánaðirnar. Men í august-september leitar hann niður at botni á umleið 100-500 metra dýpi. Hýsan veksur upp á vanligu fiskileiðunum, og smáhýsan er tí ikki so væl vard ímóti fiskiskapi sum t.d. toskurin. Í uppvøkstrinum er hon heldur ikki so væl vard ímóti fíggindum. Føðin hjá hýsuni eru ymisk slangukrossfiskur, krabbadýr, maðkasløg, og smáfiskur. 




#Article 404: Kombikk (171 words)


Kombikk (frøðiheiti - Gasterosteus aculeatus) finnast úr fjøruni og í hyljum langt uppi í fjøllunum. Hesin lítli (sjáldan meiri enn 6 cm) fiskur, við trimum hvøssum píkum fyri fjaðrar á rygginum, er tann tolnasti fiskur, hvat salti og hita viðvíkur, á okkara leiðum. Hann trívist í reinum vatni eins væl og søltum sjógvi og har hitin er úr 0 °C til 21 °C. Men best dámar honum, tá tað er grunt við nakað av gróðri og lítlum røringi, til dømis í áarhyljum.

Millum kombikk er tað kallfiskurin, ið ansar eggunum. Tíðliga á vári skiftir hann lit og byggir eitt reiður úr ymsum planturestum, sum hann límar saman við sevju úr nýrunum. Hagar lokkar hann kvennfiskar, eina ella fleiri, at gýta. Tá reiðrið er fult, 300-1000 egg, aktar hann reiðrinum til eggini klekjast, meðan hann við fjaðrunum alla tíðina rørir reinan sjógv at reiðrinum. Kombikk hava stóran týdning sum føðikelda hjá sjófugli fram við landi og smáfiski. Kombikk verða tí oftast ikki eldri enn 1-1½ ár og í rárasta føri 4 ár.




#Article 405: Rútar kongur (106 words)


Rútar kongur (frøðiheiti - Neocyttus helgae) er ein sjáldsamur fiskur á føroyskum leiðum. Í royndarfiskiskapi eftir búrfiski á 1100 m dýpi vestarliga í føroyskum sjógvi fekk Magnus Heinason í februar 1993 um hálvthundrað av hesum fiski. Fiskurin hevur enn einki føroyskt navn, men av skapinum eyknevndi manningin á Magnusi hann 'Rútar kong'. Fiskurin er um 20 cm til longdar, og hann er nærum eins hávaksin, men mjávaksin, sum flatfiskur tvørtur um. Liturin er ljósagráur við svørtum í fjaðrunum. Rygg- og gotfjaðrarnar hava sterkar píkar. Hann hevur stór eygu og lítlan munn. Í Norðuratlantshavi er hann fyrr bert funnin á dýpum frá uml. 1000 til 1200 m.




#Article 406: Áarsíl (141 words)


Áarsíl (frøðiheiti - Salmo trutta fario). Í mun til sjósíl (latín salmo trutta trutta), ið fáa mesta vøksturin í sjógvi, liva áarsíl alt lívið í áum, vøtnum og løkjum. Tað hevur sama lit alt lívið og líkist sjálvt 6-7 gamalt einum óbúnum sjósíli. Áarsíl verða vanliga aðrastaðni ikki kynsbúgvin, fyrr enn tey eru 30 cm. til longdar. Men í kørgu áunum og vøtnunum í Føroyum eru tey kynsbúgvin longu, tá tey eru 13-14 cm. til longdar ella uppaftur fyrr. Livilíkindini hjá sílum í Føroyum er nær tengt at avfallinum og umhvørvinum annars. Vaksandi jarðarbrúki í nógvum dølum førir til, at tøð lekur í áirnar, og dálking annars er eisini ein vandi. Byrgingar til ymisk endamál tøma áirnar, tá turkur er. Upprunin til áarsíl, ið ofta eru í avbyrgdum vøtnum, er helst, at sjósíl hava verið avbyrgd frá sjónum í longri tíð. 




#Article 407: Búrfiskur (149 words)


Búrfiskur (frøðiheiti - Hoplostethus atlanticus) verður til støddar uml. 70 cm. Hann er hávaksin við stórum høvdi, hægstur (1/3 av longdini) beint aftan fyri høvdið. Kjafturin er stórur, svartur innan og stendur á skák. Hann hevur fleiri píkar á høvdinum, og roðslan eftir strikuni er beinakend og á hesum fiskaslagi størri enn annars. Liturin á kroppinun er fagurt reyðgulur, og høvdið reytt. Í Norðuratlanshavi er hann undir Íslandi og suður til Biskayavíkina og við Azorurnar. Annars livir hann á sunnaru hálvu. Við New Zealand, Australia og Tasmania eru tað í fleiri ár fiskaðar stórar nøgdir av búrfiski. Á okkara leiðum er hann fyri tað mesta fingin djúpari enn 600 m og oftast fram við brøttum hellingum og fram við tindum í sjónum. Á sunnaru hálvu veksur fiskurin sera spakuliga, og í Australia rokna fiskifrøðingar við, at bert uml. 3% av samlaðu stovnunum kunnu fiskast árliga, uttan at stovnurin minkar.




#Article 408: Stjørnufrøði (296 words)


Stjørnufrøði er grein innan náttúruvísindini, sum snýr seg um rúmdarlutir so sum fastastjørnur, gongustjørnur, halastjørnur, stjørnubreytir og stjørnuskipanir. Hon snýr seg eisini um fyribrigdi uttan fyri jarðarinnar atmosferu (til dømis kosmisku bakgrundsstrálingina). Hon fæst við evolutión, alisfrøði (fýsikk), meteoronomi og hvussu himinknattar ella rúmdarlutir ferðast, og við hvussu alheimurin bleiv til og hvønn veg hann mennist.

Stjørnufrøðin er ein av elstu vísindagreinum. Í forðum eygleiddu stjørnufrøðingar náttarhimmalin og royndu at gera ymsar skipanir, og sera gomul astronomisk tól eru funnin ymsastaðni, men tað var ikki fyrr enn stjørnukikarin varð uppfunnin, at astronomiin bleiv ein røtt vísind. Allar hesar lærur og hesi fyribrigdi hava verið partur av astronomi: astrometri, himnanavigatión, eygleiðandi astronomi, stjørnuspá og hvussu kalendarir vórðu gjørdir. Í dag verður stjørnufrøði mett vera tað sama sum astrofýsikk. Í 20. øld fór stjørnufrøðin sundur í eygleiðandi og ástøðiliga stjørnufrøð. Eygleiðandi stjørnufrøði fæst við at fáa upplýsingar til vega og granska tær á grundleggjandi alisfrøðiligan hátt. Ástøðilig stjørnufrøði mennir telduskipanir og analýtiskar skipanir, sum skulu frágreiða stjørnufrøðilig lutir og fyribrigdi. Hesar báðar greinirnar hanga saman, av tí at ástøðiliga stjørnufrøðin roynir at greiða frá tí, sum eygleiðandi stjørnufrøðin sær, og eygleiðingarnar styrkja ástøðina.
Amatørstjørnufrøðingar eru ofta líka góðir sum rættir stjørnufrøðingar, serliga tá umræður at eygleiða stokkut fyribrigdir á himmalinum

Millumtjóða orðið astronomi merkir ”stjørnulóg” ella “stjørnumentan” og ikki ”stjørnufrøði”. Í roynd og veru hevði føroyska orðið stjørnufrøði riggað betur til millumtjóða orðið “astrologi”. Í dag eitur astrologi tó stjørnuspá. Orðið er grikskt og stavast αστρονομία (astronomia, av astron, sum merkir “stjørna”, og nomos, sum merkir lóg ella mentan).

Undir teirri eygleiðandi stjørnufrøðini eru fleiri aðrar lærur, til dømis radiostjørnufrøði, sum granskar stráling við longri bylgjulongd enn ein millimetur, infrareyð stjørnufrøði, sum finnur og granskar infrareyðar strálur (longri bylgjulongdir enn reytt ljós), ljósstjørnufrøði, ultraviolett stjørnufrøði, røntgustjørnufrøði og gammastrálustjørnufrøði




#Article 409: Enskt mál (103 words)


Enskt mál (ella eingilskt) er móðurmál hjá umleið 360#8239;000#8239;000 fólkum, harav um 210#8239;000#8239;000 í USA (amerikanskt enskt), um 55#8239;000#8239;000 í Stóra Bretlandi, góðum 17#8239;000#8239;000 í Kanada, um 15#8239;700#8239;000 í Avstralia, sløkum 3#8239;500#8239;000 í Suðurafrika, um 3#8239;200#8239;000 í Nýsælandi og um 2#8239;600#8239;000 í Írlandi. Enskt er eitt av stóru heimsmálunum. So hvørt sum heimshandilin veksur, og politikkur fer um landamørk og verður til altjóða politikk, og nýtslan av internetinum økist, er enskt vorðið eitt slag av felags máli hjá fjøld av fólki kring heimin. Hetta sæst eina best í vísindunum. Nú á døgum verða umleið 80 prosent av øllum vísindaligum tekstum skrivaðir á enskum.




#Article 410: Portugal (812 words)


Portugal ella Portugál (portugisiskt: República Portuguesa) er lýðveldi í Evropa. Lýðveldið fevnir eisini um um partvíst sjálvstýrandi oyggjabólkarnar Azorurnar og Madeira. Ferðavinnan hevur stóran búskaparligan týdning, helst á Algarvestrondini. Høvuðsstaður er Lissabon, og londinum hevur umleið 11 millionar íbúgvar. Aðrir stórir býir er Porto, Faro, Beja og Portalegre. Portugal hevur bara mark við Spania. Høvuðsmálið er portugisiskt.

Portugal, sum var mæt siglingartjóð og átti hjálond í Afrika, Suðuramerika og Asia, fekk sjálvræðið aftur í 1640, og hevði tá verið undir Spania í 60 ár. José kongur í Portugal setti Sebastião de Carvalho (seinni Markisur í Pombal) í høgt embætisstarv í 1750 og sum forsætisráðharra í 1756. Pombal var helst kendasti politikarin í Portugal í nýggjari tíð. Hann stýrdi í stívliga 20 ár og nýskapaði portugisiska búskapin, herin og skúlaverkið, styrkti ídnaðin, skapaði menning í hjálondunum, skerdi vald aðalsmanna, steðgaði inkvisitiónini og rendi jesuittarnar av landinum. Men hann stýrdi harðliga og fór ikki fram við mýkindum ímóti mótstøðumonnum sínum. Tá ið José kongur doyði í 1777, varð Pombal settur frá. 

Fólkaslagið sigst vera einsartað, men eygleiðir tú fólkamongdina í býunum, til dømis Lisboa, leggur tú skjótt til merkis, at tey suðurevropeisku andlitini fáa mótspæl av afrikanskum. Hesi stava í høvuðsheitum frá fyrrverandi portugisiskum hjálondum, m.a. Angola og Mosambik, har tað var frítt at fara ímillum, áðrenn londini leysrivu seg frá Portugal. 

Í 1800-árunum fluttu nógvir portugisar til Brasilia, og eftir seinna heimsbardaga fluttu nógvir til Fraklands og Týsklands. Samstundis eru nógvir portugisar fluttir aftur til Portugals frá afrikansku hjálondunum. 

Fyrst í 15. øld stovnaðu portugisar sjómansskúla, og ta øldina og næstu hildu portugisiskir sjófarar um allan heim og løgdu landøki undir Portugal í Asia, Afrika og Suðuramerika. Frá 1932 til 1986 stýrdi einaræðisharrin Oliveira Salazar landinum, men eftir hernaðarkvett í 1974 tók herurin seg heilt burtur úr politikki. Portugal gjørdist limur í ES 1986, men er enn eitt av fátakastu londunum í Vesturevropa. Ferðavinnan hevur stóran búskaparligan týdning, helst á Algarvestrondini.

Næstan alt fólkið í Portugal er katolikkar. Portugisar eru ættkærir, og genturnar búgva ofta heima hjá foreldrunum, til tær verða giftar, tó er nú vorðið alt vanligari, at gentur nema sær útbúgving og fara út at arbeiða. Queima das Fitas er stevna, sum verður hildin í mai, tá ið lestrartíðin á lærdu háskúlunum er av. Seinastu árini eru einir 3 mió portugisar farnir í onnur lond at arbeiða. Summir fara einsamallir, men senda pening heim. 

Portugisar hava traditión fyri at eta bacalhau (klippfisk) í stórum mongdum. Summi siga, teir hava 365 ymiskar uppskriftir (eina til hvønn dag í árinum), onnur at uppskriftirnar eru minst 1000 í tali. Klippfiskurin verður keyptur úr norðurlondum, og eisini føroyingar hava útflutt klippfisk til Portugals. Nú á døgum framleiða føroyingar tó ikki klippfisk longur, og stórur partur av portugisiska døgurðamatinum verður innfluttur úr Noregi. Landið framleiðir millum annað portvín (serliga í Porto) og Vinho Verde (grønt vín), sum er eitt slag av óbúnum hvítvíni. Grønt sipar ikki til litin, men til, at vínið er ungt. 

Leirvøra úr Portugal er gitin fyri vakurleika, helst leirflísar, nevndar azulejos, sum mest verða nýttar til prýðis. Á gøtumarknaðum og torgum er vanligt at selja ymist listahandverk, til dømis litfagrar leirvørur, málaðan húsbúna, glassvørur og postalín. Snøgt silvursmíð og vakurt baldýrað klæði av portugisisku oynni Madeira verður flutt út um allan heim. 

Stórur partur av Portugal er víður háslætti, nevndur Meseta. Har er næstan eingin skógur. Um summarið er so heitt, at næstan allar áir eru turrar. Um veturin fellur hitin ofta niður um frostmarkið, og kavaroksódnir eru ikki óvanligar. Avfallið á háslættanum er so lítið, at bøndurnir mega veita vatn á dyrkilendi. 

Í Spania og Portugal er heitt miðjarðarhavsveðurlag, og í báðum londum hevur ferðavinnan stóran búskaparligan týdning.Bæði londini hava stóran fiskiflota og eru ímillum størstu fiskivinnutjóðir í ES.

Í Portugal verður m.a. framleitt portvín, kork (tundur) og pinjukjarnur til útflutnings. Harumframt hevur landið eina ríka leður- og skinnframleiðslu, og taskur, belti og skógvar verða ofta portugisiskt framleidd til heimsmarknaðin. Danska skógvamerkiðECCO fær nú á døgum stóran part av vøruni framleidda í Portugal. 

Arbeiðshættirnir í landbúnaðinum í Portugal eru enn nógvastaðni sum teir hava verið í øldir, og í summum bygdum er framvegis vanligt at pløga við oksum. Ein hin týdningarmesta grøðin er mais, sum Kristoffur Kolumbus hevði við sær úr Amerika í 15. øld. Nógv verður eisini dyrkað av oljuberum og fikum. Vín, tundur og tomatir eru týðandi útflutningsvørur, og fiskiskapurin hevur stóran týdning í býum og bygdum fram við strondini. 

Um triðingin av Portugal veksur tundureikin. Tjúkki, óslætti børkurin verður flustur uttan av trænum og lagdur at turka. Síðan verður hann kókaður ella guvaður og trýstur saman í stórar plátur og er liðugur at selja. Einki land í heiminum flytur so nógv tundur út sum Portugal. Tundur verður m.a. nýtt til fløskutøppar, gólvflísar, inniskógvar og í badmintonbóltum. Tað er bara loyvt at flysa børk av einum træi 9. hvørt ár. Børkur veksur á trøunum á meiri enn eina øld.




#Article 411: Stonehenge (378 words)


Stonehenge er eitt yngra steinaldar og bronsualdar fornminni tætt við Amesbury í enska landslutinum Wiltshire, umleið 13 km í ein útnyrðing úr Salisbury. Tað er uppbygt av vøllgørðum rundan um eina runda uppseting av stórum reistum steinum og er eitt hitt kendasta fyrisøguligu støðunum í heiminum. Fornfrøðingar halda steinarnar verða millum 2500 f.Kr. og 2000 f.Kr. tó, at umverandi rundu vøllgarðarnir og grøvin, sum eru eldsti parturin av fornminninum, eru tíðarfest til umleið 3100 f.Kr..

Stonehenge og tað, sum er rundanum, eru sett á listan hjá UNESCO sum eitt World Heritage Site í 1986, og er við lóg vart eftir bretskari lóg sum Scheduled Ancient Monument.

Stonehenge er statt á 

Stonehenge Complete eftir bretska fornfrøðinginum Christopher Chippendale sigur orðið Stonehenge koma frá angulsaksisku orðunum stān, ið merkir steinur, og annaðhvørt hencg, ið merkir hongsul ella hen(c)en, ið merkir gálgi ella píningartól. Miðaldargálgar vóru uppbygdir av tveimum lodrøttum pettum við einum petti omaná tey bæði, sum minnir um nakrar uppsetingar í Stonehenge, heldur enn at líkjast einum umvendum L-skapi, sum vit kenna betur í dag.

Nógvir søgufrøðingar eru ávirkaðir av sagnum í sínum frágreiðingum. Sambært summum sagnum læt gandakallurin Merlin ein risa byggja verkið fyri seg ella flutti tað við gandi frá Mount Killaraus í Írlandi, meðan aðrar siga Djevulin standa aftanfyri. Henry of Huntingdon var fyrstur at skriva um verkið umleið 1130, skjótt fylgdur av  Geoffrey of Monmouth, sum var fyrstur at skriva hugfloygd sambond við Kong Arthur, sum gjørdi verkið til ein part av einum víðari evropeiskum romantikki.

Í 1615 vildi enski arkitekturin Inigo Jones vera við, at Stonehenge var eitt rómverkst tempul halgað Caelus, (latínskt navn fyri grikska Ouranos, og bygdi eftir tuskansku ordanini. Seinri viðmerkjarar hildu, at danir reistu tað. Sjálvt seint í nítjandu øld fingu saksar ella onnur lutfalsliga ung samfeløg heiðurin fyri verkið.

Tær fyrstu akademisku royndirnar at kanna og skilja fornminnið vórðu gjørdar umleið 1740 av William Stukeley. Sum hann var vanur, gjørdi hann tann feilin, at geva druidum heiðurin. Tó kom hann við teimum fyrstu tekningunum av staðnum, sum gjørdu fleiri lýsingar gjørligar av skapinum og týdninginum. Frá sínum arbeiði megnaði hann, at vísa á ein stjørnufrøðiligan ella tíðarteljingarligan leiklut av setanini av steinunum.

Tá ið nítjanda øld byrjaði, megnaði John Lubbock at tíðarfesta staðið til bronsuøld út frá bronsufundum nærhendis.




#Article 412: Ormurin langi (kvæði) (1055 words)


Ormurin langi er eitt kvæði eftir Jens Christian Djurhuus (1773-1853), bóndi við Sjógv í Kollafirði og tí ofta nevndur Sjóvarbóndin. Kvæðið snýr seg um Ólav Tryggvason.

Tá ið vit koma inn í 19. øld, er stórur áhugi fyri tí føroyska kvæðaskattinum. Longu fyri 1800 hevði Jens Christian Svabo fest kvæðir á blað, men tað er serliga eftir 1800 at ferð av álvara kemur á innsavningina av kvæðum. Her kunnu vit nevna menn sum Johan Henrik Schrøter, Jóannes í Króki, og seinni V. U. Hammershaimb. Í fyrstani var áhugin eyðvitað størstur fyri teimum gomlu kvæðunum, tí tey vórðu hildin at hava serligt søguligt virði, men áhugin fyri yngri kvæðum og táttum vaks eisini so við og við. Persónar við skaldagávum yrkja nýggj kvæðir, meira ella minni í gomlum stíli. Eitt tað fremsta navnið í tí samanhangi er Jens Christian Djurhuus. Sjóvarbóndin hevur yrkt fleiri kvæðir og tættir. Hann hevur yrkt Ormin langa, Sigmunds kvæði yngra, Leiv Øssursson, Grettis kvæði, Guðbrands kvæði og Viljorm Kornus. Kendastur av táttunum hjá honum er Leirvíks-Páll, men hann hevur eisini yrkt aðrar, og hann hevur verið við til at yrkja Billu-Símunar tátt (úr Kvívík hoyrdist sjongur). Eitt tað mest sermerkta verk frá hansara hond er Púkaljómur, eitt religiøst epos, ið byggir á Paradise Lost eftir enska skaldið John Milton, sum livdi í 1600-talinum. Sjóvarbóndin hevur kortini brúkt ta donsku umsetingina frá 1790.

Annars síggja vit at tað serliga er úr teimum norrønu fornsøgunum, at Sjóvarbóndin tekur sær evni at yrkja burturúr, Heimskringla, Grettis søga og Føroyingasøga. Tíðarskeiðið, hann livdi í, var Romantikkurin, og tær norrønu fornbókmentirnar vóru høgt í metum. Men Sjóvarbóndin hevur lisið og kent tær úr donskum týðingum. Alt bendir á at føroyingar alt fyri eitt hava tikið kvæðini hjá Sjóvarbóndanum til sín. Í eini frásøgn frá eini ferð í 1847-48 sigur Hammershaimb soleiðis: 

Vit vita ikki hvat ár Sjóvarbóndin hevur yrkt kvæðið um Ormin langa. Men tann elsta uppskriftin vit hava, er frá 1819, og hana hevur Jóannes í Króki heima á Sandi gjørt, og aftur í 1823 skrivar hann kvæðið tá ið hann tekur tað upp í Sandoyarbók sína, og tá sigur hann seg hava fingið kvæðið frá Sjóvarbóndanum sjálvum. Tá ið Svend Grundtvig og Jørgen Bloch í 1870- og 1880-unum savnaðu og skipaðu alt tað føroyska kvæðatilfarið í heildarútgávuna “Føroya kvæði”, høvdu teir 6 uppskriftir av kvæðnum til taks. Seinri er ein uppskrift komin undan kavi sum yrkjarin sjálvur hevur skrivað, men vit vita ikki nær. 

Í dag nevna øll kvæðið fyri ”Ormin langa”, men tað stuttliga er at Sjóvarbóndin sjálvur ikki brúkar tað heitið, men kallar tað ”Óla Tryggasons kvæði”, og tað eitur tað eisini hjá Jóannesi í Króki. Summir uppskrivarar kalla tað bara ”Ólav Tryggason” ella ”Ólavur Trygvason”. Hetta síðsta er tað heitið sum Grundtvig og Bloch settu sum yvirskrift í Føroya kvæðum. Fyrstu ferð kvæðið sæst nevnt við skipsheitinum, er í eini uppskrift sum J. P. Skåle, ið var sýslumaður í Suðuroy, gjørdi í 1846, tá ið hann kallar tað ”Kvæðið um Ormin langa”. Í eini uppskrift úr Havn frá 1871 eitur tað ”Ormurin hin langi”. Og ”Ormurin langi” er heitið sum Hammershaimb valdi at brúka í útgávu síni í Færøsk Anthologi (1891). Nøkur ár frammanundan (í 1882) hevði kvæðið verið prentað sum framhaldstekstur gjøgnum fleiri Dimmalættingar og nevndist tá ”Kvæðið um Ormin langa”. Síðan tykist skipsnavnið hava sigrað sum heiti á kvæðnum. Ikki er orðalagið heilt tað sama í teimum ymsu uppskriftunum av kvæðnum. Tá ið Ormurin langi verður kvøðin í dag, er tað altíð sum hann er prentaður í Anthologiini (og Dimmalætting). Eisini kann nevnast at ta fyrstu tíðina er ivi um hvat niðurlag skal brúkast til kvæðið. Sjóvarbóndin hevur einki niðurlag í síni uppskrift, Jóannes í Króki, sum fekk kvæðið frá yrkjaranum, uppgevur ”Ólavur kongur herjar hann mót trøllum” sum niðurlag, uppskriftin frá 1871 brúkar ”Noregis menn, dansið væl og stillir”. Bara ein uppskrift (úr Nólsoy) hevur ”Glymur dansur í høll”. Tað er eisini hetta niðurlag vit finna í Anthologiini (og prentinum í Dimmalætting). Hetta var niðurlag sum frammanundan var kent frá fleiri gomlum kvæðum. Anthologi-útgávan hevur havt avgerandi týdning fyri hvussu Ormurin langi verður kvøðin.

Kvæðið um Ormin langa er yrkt eftir frásøgnini í Heimskringlu um tann tiltikna sjóbardagan við oynna Svøldur ár 1000, tá ið tann danski kongurin Sveinur Tjúguskegg, tann svenski Ólavur Skeytkongur og tann norski jallurin Eirikur Hákunarson herjaðu á Ólav Trygvason, Noregs kong, sum var á veg heim úr Vendlandi til Noregs umborð á navnframa skipi sínum Orminum langa saman við herflota sínum. Endin á bardaganum var – sum øll vita – at Ólavur kongur – tá ið hann sá at stríðið var tapt - leyp í havið, og tað sama gjørdu teir ið eftir vóru av monnum hansara. Eingin veit hvar hesin bardagin hevur verið, tað er óvist um nøkur oyggj hevur itið Svøldur (harafturímóti skal ein á á Vendlandi hava borið tað navnið). Sjóvarbóndin letur Ólav sigla í Eysturhavi (sum má vera Eystrasalt) og síðan inn í Oyrasund, og har hugsar hann sær oynna og sjóbardagan í sundinum við oynna.

Á 10 frímerkjum frá 2006 í teirri nýggju røðini eru avmyndaðar nakrar av hendingunum í tí drama sum kvæðið lýsir. Vit síggja knørrin verða bygdan og flotaðan, vit síggja kongin sita í hásæti og Einar Tambarskelvir koma ”av bergi oman” og síggja teir sigla út í hav. Vit síggja Ormin og hini skipini sigla inn í sundið, meðan mótstøðumenninir standa á landi og eygleiða hann. Umborð á Orminum síggja vit Úlv, tann reyðhærda stavnamannin, og kongin saman við Einari Tambarskelvir uppi í lyftingini. Vit síggja flotarnar bresta saman og høvur og kroppar tumbla í havið, og at enda síggja vit Eirik jall við sínum monnum ganga upp á Ormin og taka hann, og jallurin kann taka róður í hond.

Kvæðið um Ormin Langa hevur eisini verið livandi kelda til navnagávur. Dømi úr nýggjari tíð er Róðrarfelagið Knørrur, ið hevur givið øllum bátum sínum nøvn úr kvæðinum.

Tað ber til at siga at kvæðið um Ormin langa er vorðið fólkaogn. Hvørt mansbarn í Føroyum kennir tað, og tað hevur verið lisið og lært í nógvum skúlum. Tað munnu vera fá, ið hvussu so er av fólki við einum sindri av áhuga fyri kvæðum og dansi, sum ikki duga at kvøða uppií tá ið tað er havt á gólvi. Kvæðið er væl sett saman, frásøgnin er livandi og hongur væl saman, og orðalagið er fyndugt.




#Article 413: Tofta Ítróttarfelag (239 words)


B68 (Fult navn: Tofta Ítróttarfelag) er fótbóltsfelagið á Toftum. Felagið varð stovnað 21. desember 1962. 

Fyrstu 8 árini spældi felagið í meðaldeildini, sum næstbesta deildin tá nevndist. 
Í 1976 varð føroyska fótbóltskappingin umskipað, og í tíðarskeiðnum 1976-1980 spældi B68 framvegis í næstbestu deildini, sum tá nevndist 2. deild. Í 1980 vann felagið 2. deild, og flutti upp í 1. deild.

Fyrstu ferð felagið royndi seg í bestu deildini var sostatt í 1981, og har spældu teir í samfull 24 ár til 2004, tá teir fluttu niður.

Í 2005 vunnu teir næstbestu deildina, men fluttu beinleiðis niður aftur í 2006. Í 2007 vunnu teir aftur næstbestu deildina, og hava síðani 2008 aftur verið í bestu deildini, sum nú verður rópt Effodeildin.

Í 1984 vann B68 sítt fyrsta føroyameistaraheiti í 1. deild hjá monnum, og árið eftir endurtóku teir hetta bragd. Seinast felagið vann bestu deildina var í 1992.

Í 2012 endaði B68 á einum 9. plássi og flutti niður í 1. deild, har teir spæla í 2013. Teir vóru javnir í stigum við TB og spældu seinasta avgerðandi dystin móti júst TB við Stórá. Kravið var at teir vunnu við í minsta lagi fýra málum, og tað var um reppið at eydnast. Úrslitið av dystinum gjørdist 1-4, B68 fekk øll málini í seinna hálvleiki og tað seinasta í yvirtíðini, men so gekk tíðin undan, og B68 hevði vunnið dystin men tapti stríðið um at varðveita plássið í Effodeildini.

Dagført 10/08-2013




#Article 414: Talv (238 words)


Talv er eitt borðspæl, har tveir telvarar kunnu telva. Telvað verður á einum borði við 64 puntum, har hvør telvari hevur 16 talvfólk, ein tað hvíta fólkið, og ein tað svarta fólkið.

Endamálið er at vinna við at seta kongin hjá mótpartinum skák og mát (eisini rópt mát).

Telvarar skiftast um at leika, men hvítur – tað er telvarin við hvíta fólkinum – leikar altíð fyrst. Ymsu fólkini hava hvør sítt gongulag.

Talv verður telvað um allan heim bæði fyri at stytta sær stundir og á professionellum støði. Bæði kvinnur og menn í øllum aldursbólkum telva. Nógvar kappingar eru bæði í talvfeløgum og á altjóða støði. Eisini er væl umtókt at telva á internetinum ímóti telvarum runt allan heim.

Tá ið talvið byrjar, standa talvfólkini, sum myndin vísir omanfyri. Hvítur leikar fyrst og so svartur, og er tað ikki loyvt at leypa leik um. Hvør hevur hvíta, og hvør hevur svarta fólkið, verður antin avgjørt við lutakasti, ella verður tað avgjørt av teimum, ið skipa fyri kappingini.

Á fyrsta og áttanda raði standa 8 fólk, sum vit vanliga rópa menn. Frá vinstru standa rókur, riddari, bispur, frúgv og kongur. Og frammanfyri teir standa 8 finnur.

Borðið er býtt sundur í 8 loddrættar linjur, sum verða nevndar við stavunum a-h, og 8 vatnrættar røðir, sum verða nevndar við tølunum 1-8. Við hesum ber til at nevna hvønn einstakan punt við heitunum frá a1 til h8, sum í einari koordinatskipan.




#Article 415: Internet (130 words)


Internet merkir millumnet og er eitt net, sum bindur saman teldur um allan heim.
Netið verður brúkt til ymsar tænastur, har tær mest kendu eru World Wide Web, teldupostur og IP-telefoni. 2. oktober 2019 fylti internetið 50 ár. Tað byrjaði alt við einari hernaðarroynd á UCLA í 1969, har tvær teldur vórðu settar saman, og meiningarleyst data varð sent millum tær. Internetið varð útviklað til hernaðarligt brúk. Undir kalda krígnum var ein vandi fyri atombumbuálopi. Um ein atombumba varð brostin á eitt sentralt stað í hernaðarrøðini, var alt samskifti kryplað. Ætlanin við internetinum var tí at skapa eitt netverk, har einki var sentralt. Alt skuldi vera bundið saman við alt, soleiðis at um eitt stað varð tikið burtur, t.d. av einari atombumbu, var enn gjørligt at samskifta millum tey yvirlivandi.




#Article 416: Merkur (417 words)


Merkur hevur sum Venus, Mars, Jupiter og Saturn altíð verið kend. Hon er tann minsta av hesum gomlu gongustjørnunum, men tá ið Pluto varð funnin í 1930, fekk Merkur ivasama heitið at vera næstminsta gongustjørnan. Á altjóða ráðstevnuni fyri stjørnufrøðingar í 2006 misti Pluto sína støðu sum gongustjørna og varð bólkað av nýggjum í bólkin gongustjørudvørgar, og er Merkur tí aftur at rokna sum minsta gongustjørnan í okkara sólskipan. Hon er bert áleið hálva aðru ferð størri enn Mánin. 

Merkur er næst Sólini. Lítil er hon, knappar 5 túsund km í tvørmál; tað er um 40 % meira enn tvørmálið á okkara mána. Á ýtuni minnir hon eisini mest um mánan. Á myndum, sum amerikanska rúmdarfarið Mariner 10 tók í 1974, síggjast dalar og fjøll, rivur og holur. Hon hevur eina fasta flatu omaná, burtursæð frá teimum holunum, sum eru skapt tá meteorar og annað hava gjørt um seg gjøgnum milliardir av árum. Arruta ýtan er tekin um, at loftsteinar í hópatali eru dotnir niður á Merkur fyrstu mia. árini, eftir at gongustjørnan varð gjørd. Størsta vinkulfrástøðan frá sólini er 28°, tí er Merkur ring at síggja, og hon sæst bara í skýmingini ella í lýsingini. Lofthav er einki, til tess er Merkur ov løtt. Nógvi hitin forðar tí eisini. Á sólsíðuni eru máld 427 °C, á skuggasíðuni -173 °C. Innan í Merkur er jarnkjarni, og um hann er magnetfelt. Máni okkara hevur hvørki. Um Merkur melur eingin máni. Merkur eitur eftir rómverska handilsgudinum. 

Merkur er tann gongustjørnan, ið hevur mest sermerktu gongdina um Sólina. Tað eru aðrir himmalknøttir, ið hava gongur, ið eisini eru serligar, men hesir knøttir eru ikki gongustjørnur.
Í perihelium er Merkur einans 46 milliónir km frá Sólini, men í aphelium er hon 69,8 milliónir km haðani. Ekvatorialplanið hjá Merkur fellir saman við umfarsásin (tvs. rotatiónsásin stendur næstan vinkulrætt á umfarsásin). Hetta merkir, at ongar árstíðir eru á gongustjørnuni, og í ávísum kraterum við pólarnar sær sólin ongantíð. Umfarsásurin hellir 7º í mun til umfarsás Jarðar. Av tí at Merkur melur um Sólina innafyri Jørðina hevur hon fasur, akkurát sum Mánin.

Einar 13 ferðir hvørja øld førir himmalgonga Merkurs hana millum Jørðina og Sólina, soleiðis at vit kunnu síggja hana sum ein lítlan svartan blett, ið ferðast eftir Sólarskivuni.

Merkur melur tríggjar ferðir um seg sjálva fyri hvørjar tvær ferðir, hon melur rundan um Sólina (við øðrum orðum eru trý Merkur døgn fyri hvørji tvey Merkur ár. Henda merkisverda støða ger, at stóðu vit á Merkur, so gingu 176 jarðarsamdøgur millum hvørt sólarris.




#Article 417: Venus (260 words)


Venus er ein gongustjørna og er tann sum er tattast jørðini. Hon eitur eftir rómversku gróðrargudinnuni. Gomlu føroyingarnir róptu Venus Stakkalastjørnuna. 

Venus er onnur gongustjørnan frá sólini. Størsta vinkulfrástøðan frá sólini er 47°. Av hesum verður hon eisini nevnd morgunstjørna ella kvøldstjørna. Í góðum líkindum er Venus sera bjørt. Av øllum himmalknøttum eru bara sólin og mánin bjartari. Í lítlum kikara sæst, at hon hevur kvartalaskifti, tendring og fylling, eins og mánin. 

Venus er á stødd við jørðina og verður tí nevnd tvillinga systir okkara. So tekkilig og eygagóð sum Venus vøn og skar skrivaði Poul F. Joensen á sinni um gongustjørnuna Venus, og tað er heldur ikki so løgið. Venus er bjartasti himmalknøttur, tá ið sólin og mánin ikki verða tikin við. Venus sæst best í januar og februar, og stendur hon lágt á himli. Til støddar er hon sum jørðin. Ýtan er sum oyðimørk full í klettum. 

Venus hevur luft sum á jørðini. Gongustjørnan er væl bjálvað í tjúkt lofthav, men luftin er eitrandi. Luftin er mest av koltvísúrni (96,5 %) og køvievni (3.5 %). Av hesum stendst vakstrarhúsárin, sum tryggjar javnan hita á ýtuni. Rúmdarfør hava mált 475 °C á Venus - so har gløða klettarnir í náttarmyrkrinum - og trýstið er heilar 90 atm. Í lofthavinum eru m.a. eisini svávulsýra, vatn og kolsúrni. Skýferðin á Venus er so tjúkk, at ýtan sæst ikki í kikarn, men við radarakanningum av jørðini er staðfest, at Venus hevur øvugan snúning. Tí gongur sólin á Venus eystureftir á luftini, og ikki sum hjá okkum, vestureftir. Um Venus melur eingin máni. 




#Article 418: Jørðin (413 words)


Jørðin, bústaður okkara í alheiminum, er ein av teimum átta gongustjørnunum, sum eru í ringrás um sólina (áður varð hildið, at Pluto var gongustjørna, men tað varð seinni mett, at hon ikki var). Jørðin er einasti himinknøttur, sum vísindamenn vita, at lív er á, tí at í lofthavinum um jørðina er súrevni og í høvunum vatn - bæði treyt fyri alt lív. Drúgvir tveir triðingar av jørðini eru vatn, í høvum, ísi, vøtnum og áum. Tað, ið eftir er, eru sjey ovurstór meginlond, kallað heimspartar, við skiftandi landslagi og fjølbroyttari náttúru. Har eru høgir og óførir fjallaryggir, langar áir og víðar oyðimerkur. Teir sjey heimspartarnir, sum eru turra lendið oman fyri sjógvin á jørðini, eru Ásia, Afrika, Norðuramerika, Suðuramerika, Antarktis, Evropa og Kyrrahavsoyggjarnar við Avstralia (eftir stødd). Kring Norðurpólin og Suðurpólin eru póløki, sum ikki síggjast á einum fløtum korti, men síggjast á globusunum. 

Higartil er einki lív funnið á aðrari gongustjørnu enn jørðini. Rundan um alla jørðina er eitt jaður, nevnt lofthav, sum er tann luftin, vit anda. Okkara sólarskipan og jørðin vórðu skapað fyri um 4,6 milliardum árum síðan. Einar 3,5 milliardir ár eru liðin, síðan fyrsta, einfalda lív kyknaði á jørðini. Og tá ið enn eitt ófatiliga langt tíðarskeið var runnið, høvdu fyrstu, einfaldu verurnar ment seg til fullskapaðu menniskjuna, homo sapiens sapiens, fyri einum 40.000 árum síðan. 

Fólkatalið er vaksið við einari milliard síðan 1999, og stovnurin Census Bureau hevur roknað seg fram til, at í ár 2012 verða ikki færri enn sjey milliardir fólk á jørðini. Tískil hevur tað bert tikið 13 ár fyri menniskjuni at økjast við einari milliard. Serliga er tað í M-londum har vøksturin fer fram. Í Niger og í Mali fær hvør kvinna í miðal sjey børn.

Jørðin er samansett av trimum høvuðspørtum. Skorpan, kápan og kjarnin. Uttast er skorpan, tað er her vit liva og útvinnað ráðevnir, sum olju, málmsteinsløg og ymisk grótsløg. Skorpan er okkurt um 10 til 60 kilometrar tjúkk, og er tískil bert ein lítil brøkpartur av allari jørðini. Tey mest vanligu grótsløgini í skorpuni hava eitt høgt innihald av kisil, sum ger hana relativt lætta. Undir skorpuni er kápan. Hon fevnir um 75-80 % av rúmdini og massanum av jørðini. Samansetningin er ikki so kisilrík, og massafyllan er nakað væl størri enn í skorpuni. Kjarnin er í høvuðsheitum gjørdur úr jarni (Fe) og nikkul (Ni). Uttari parturin er flótandi, ímeðan innari parturin er fastur. 

Fólk liva bara á 12 % av jarðarflatanum. Umleið 29 % av jarðarflatanum eru land. 




#Article 419: Mars (gongustjørna) (332 words)


Mars er gongustjørna næst jørðini. Mars er turr og lítil gongustjørna. Ýtan er reyð og grýtut. Hon hevur íspólar og tunt lofthav. Hitin er millum 5 °C og 125 °C. Har er ofta óveður. Hitastigini á Mars eru -63 °C. Fjarstøðan hjá Mars frá sólini er 228 milliónir kilometrar. Tvørmátið á Mars er 6779 kilometrar.

Eins og Jørðin er Mars eyðkend av fjallalendi. Flatan á Mars er turr og klødd við rustreyðum støvi, sum kallast jernoxid. Harav navnið, Tann Reyða Gongustjørnan. Tyngdarkraftin á Mars er 38% av henni á Jørðini. Lofthavið á Mars er í høvuðsheitum úr kuldioxid. Tað er tunt og verjir ikki gongustjørnina móti ultraviolettum ljósi frá sólini, eins og Jørðin ger.

Mars hevur tveir mánaðar, Phobos og Deimos.

Í 1996 kunngjørdi NASA, at vísindamenn høvdu funnið farveg eftir einføldum verðum, sum høvdu livað á Mars fyri mió. árum síðan. Hetta vóru ørsmá samansett mynstur - møguliga steinrunnar leivdir av verum í lítlum petti av steini av Mars, funnin á Suðurkolli í 1984. Vísindamenn søgdu, at steinurin helst var slongdur burtur av gongustjørnini, tá ið ein stjørnusteinur datt niður á Mars fyri 15 mió. árum síðan. Enn er hetta ikki prógvað. 

Í 1997 gjørdi NASA eina roynd at fáa meira at vita um næstu grannastjørnu okkara. Í juli setti Pathfinder seg á Mars, og bilurin Sojourner koyrdi út úr sonduni at gera fyrstu jarðfrøði- og dustkanningarnar av reyðu gongustjørnuni. Í september fór Mars Global Surveyor eina ferð, sum vardi í tvey ár, at kortleggja gongustjørnuna, til tess at vita, hvar rúmdarfør kunnu seta seg í komandi tíðum. 

Í 2015 funnu stjørnufrøðingar leivdir eftir flótandi vatni á flatuni á Mars, og í 2018 funnu granskarir lívrunnin mýl, ið kunnu vera leivdir eftir útdeyðum lívi. Umframt hetta, avdúkaðu radaramátingar á einum rúmdarkanningartóli herfyri eina tjúgu kilometra langa undirjørðiska á, 1,5 kilometrar undir syðru ískápuni á Mars. Vatnið í undirjørðisku ánnið er ivaleyst sera salt og flatan á Mars er fyri vandamiklari stráling. Stjørnufrøðingar trúgva tó, at smáverulívfrøðiligt lív møguliga kann finnast her.




#Article 420: Uranus (467 words)


Uranus er grøn á liti, hon hevur ring rundan um, og har hava eingi fólk verið. Hon er 2#8239;900 milliónir km frá sólini. Tvørmátið er 51#8239;000 km. Umferðartíðin hjá Uranusi um sólina er umleið 84 ár. Uranus er 3. longst burtur frá sólini. Í 1781 fann bretski stjørnufrøðingurin Williamn Herschel sjeyndu gongustjørnuna, sum hann nevndi Uranus eftir grikska himnagudinum. Um Uranus eru 5 stórir og 10 lítlir mánar. Uranus varð ofta sædd fyri 1781, men tá varð hon hildin at vera vanlig stjørna. Hon hómast við berum eygum, men tá skalt tú vita, hvar ið hyggjast skal. Í kikara er ikki nógv at síggja, mest bara eitt blágrønt stjørnueyga. Eins og Jupiter og Saturn er Uranus mest úr hydrogeni og heliumi. Blágrøni liturin í lofthavinum kemst av metani, sum sýgur í seg reyðu litirnar. Uranus er um fýra ferðir so stór sum jørðin og og 14,5 ferðir so tung. 

Snúningstíðin er um 17 tímar, og hon hevur 84 ár um umferðina um sólina. Uranus er eins og dottin um koll, við tað at snúningsásin er bara nøkur fá stig frá umferðarflatanum. Hetta kundi bent á onkran ógvusligan tilburð har á leiðini onkuntíð í fyrndini. Av hesum stendst, at annað póløkið liggur í myrkri nærum helmingin av umferðartíðini (42 ár), meðan hitt póløkið er í ljósinum. Hóast hetta máldi Voyager 2, sum fleyg fram við Uranusi í januar 1986, at hitin á ýtuni var merkiliga javnur. Uttast í lofthavinum eru máld -220 °C. Um Uranus er magnetfelt, og magnetisku viðurskiftini eru fløktari enn vanligt, tí vinkulin millum magnetisku ásina og snúningsásina er eini 60°. Av og á hendir tað, at ein gongustjørna kemur ímillum jørðina og onkra stjørnu. Tá liggja stjørnufrøðingar altíð framvið at fáa eitthvørt nýtt at vita. Við at máta hvussu leingi stjørnuljosið er burtur, ber til dømis til at meta um tvørmálið á gongustjørnuni. Í 1977 myrkti Uranus fyri ljósinum frá einari stjørnu, og tá varnaðust granskarnr, at stjørnuljósið kamaðist fleiri ferðir, áðrenn tað sloknaði. Tá ið stjørnan var komin til sjóndar aftur, kámaðist ljósið aftur, nú í øvutari røð. Hetta varð tulkað soleiðis, at um Uranus var skipan av tunnun ringum. Voyagermyndirnar váttaðu, at so var. Rinsarnir, sum eru 10, eru úr klettum, sum eru ymiskir til støddar. Longu í 1787 sá Herscnel í kikara sínum teir báðar størstu Uranusmánarnar Oberon og Títanía, og seinni vórðu sæddir tríggir aðrir mánar. Á Voyagermyndunum síggjast 10 nýggir mánar, so nú vita vit um 15 mánar í ringrás um Uranus. Serligan ans vaktu myndirnar av Miranda, sum er 480 km í tvørmál og hevur 1,4 samdøgur um hvørt umfar um Uranus. Ýtan er merkiliga óreglulig, fjøll og gjáir hurlað saman hvørt um annað. Tað sýnist, sum er Miranda brotnaður, t.d. í samanbresti við eina smástjørnu, og at atdráttarmegin síðani hevur sett brotini saman aftur til nýggjan mána. 




#Article 421: Pluto (655 words)


Pluto er fjar dvørgagongustjørna uttanfyri gongustjørnuna Neptun. Klótan Pluto er flokkað í bólkin gongustjørnudvørgar, og melur klótan kring sólina í eini ringrás uttanfyri henni hjá Neptun. Henda umflokking av Pluto fór fram eftir 24. august 2006, tá ið  2500 vísindafólk, sum vóru komin saman á ráðstevmiu í Sveis samdust um at Pluto ikki longur skuldi verða roknað millum gongustjørnur. Um Pluto gongur ein máni, Charon nevndur, Charon varð funnin í 1978. Hann er um 1#8239;120 km í tvørmál, og hann er bara 20#8239;000 km frá Pluto. Pluto og Charon eru helst ísknøttir av frystum vatni, metani og ammoniakki. Pluto eitur eftir grikska gudinum Pluton, sum var gudur fyri ríkidømi umframt myrkri og deyða. Charon var ferjumaðurin, sum flutti tey deyðu um ánna Styx til deyðans ríki. Nøvnini tykjast hóska væl til hesar køldu og fjaru knøttir ytst í sólskipanini. 

Niggjunda og ytsta gongustjørnan er Pluto, sum tó í løtini bara er næstytst frá sólini. Rásin er so háttað, at Pluto árini 1979 til mars 1999 er nærri enn Neptun. Áðrenn Pluto varð funnin, bendu frávik í rørslunum hjá ytru gongustjørnunum á, at ein himmalknøttur mátti ganga um sólina uttan fyri Neptun. Pluto er so kám, at hon sæst bara í stórum kikara, og leitað hevði verið eftir henni í mong ár, tá ið Clyde Thombaugh umsíðir fekk eyga á hana í 1930. Umferðartíðin um sólina er stívliga 248 ár, og í miðal er hon stívliga 39 ferðir frá sólini sum jørðin. So langt burturi munar sólarljósið lítið, og hitin á ytjuni fer valla upp um -230 °C. 

Tvørmálið er eftir nýggjastu metingunum bara einar 2#8239;300 km, og evnisnøgdin um 1,9 kg/dm3. Í juni 1988 varð staðfest, at um Pluto er tunt lofthav av metani. Hetta kann tykjast ikki sørt løgið, tá atdráttarmegin har er so lítil. Pluto er sum heild ikki sørt gátufør, og gitingarnar um hana hava verið mangar. Kanska er hon ikki verulig gongustjørna, men heldur ein máni hjá Neptun ella ein smástjørna, sum er farin av kós? Ella kanska er hon bara hin fyrsti av mongum halastjørnulíkum ískroppum uttast í sólskipanini? Tað, at máni melur um Pluto, og at har er lofthav, man tó benda á, at hon er fullgild dvørgagongustjørna. 

Tá ið Pluto varð flutt niður í flokking millum klóturnar í umfari um sólina, vóru ávís atlit tikin.

Fyrst og fremst var ætlað um støddina, tí klótan er rættiliga nógv minni enn hinar 8 gongustjørnurnar; haraftrat eru eisini aðrir gongustjørudvørgar funnir í sólskipanini, bæði áðrenn Pluto varð funnin í 1930 (t.d. Ceres), og ikki minst hesi seinastu árini, tá ið betraðu stjørnukikararnir hava latið okkum sæð smálutir, sum fyrr vóru fjaldir fyri eygum okkara (t.d. Sedna).

Vísindafólk høvdu valið: Skal Pluto, ið ikki er nevnivert størri enn hinir gongustjørnudvørgarnir, framvegis hava serstøðun sum verulig gongustjørna, bert tí klótan fekk hetta heitið afturi í 1930'unum? Ella skulu allir hinir gongustjørnudvørgarnir flytast upp mill gongustjørnurnar, so vit fáa eitt møgulig óendaligt tal av klótum av hesum slag? Men hinvegin, so var Merkur heldur ikki so øðiliga nógv størri enn Pluto ... og hvussu við mánunum Titan og Callisto? Skuldu teir nú eisini flokkast umaftur?

Tørvur var tí á eini avgjørdari skilmarkan, ið greitt útgreinaði, nær talan er um eina gongustjørnu, og nær talan er um ein gongustjørnudvørg.
Á ráðstevnuni í Sveis varð komið til hesa niðurstøðu í trimum punktum.

Skal klóta í ringrás um sólina kunna kallast ein gongustjørna krevst, at talan er um himmallikam í beinleiðis umfari um sólina (1), sum er nóg stórt, at atdráttarmegin hevur gjørt tað runt (2), tó uttan at hava ruddað burt onnur likam í grannalagnum (3), og tá ið Pluto hoyrir til Kuiper-beltið, sum verður hildið at hava líka nógvar klótur, klettar og ís sum Asteroidu-beltið, kann valla sigast, at gongustjørudvøgurin uppfyllir seinastu treytina. 

Tvørmátið á Pluto er bara fimtingur av tvørmáti Jarðar. Pluto er kaldasta klótan í sólarskipaini við einum miðalhita upp á  -260 °C.
Pluto hevur ein mána, Karon, sum varð sæddur í 1978. 




#Article 422: Mánin (419 words)


Mánin er næsti granni okkara í rúmdini. Teir gomlu norðbúgvarnir nevndu hann Himintungl ella bert Tungl, men mánanavnið var eisini vanligt longu í norrønari tíð. Miðalfjarstøðan er bert 384400 km, og tað merkir, at tú við einum vanligum handkikara kanst síggja spennandi detaljur á mánaflatuni. Á Mánanum er hvørki luft ella flótandi vatn, og tí hevur hann heldur einki veðurlag. Mánin hevur heldur einki jarðfrøðisligt lív. Tey landmerki, vit síggja á mánaflatuni, eru skapt av at loftsteinar (meteorir) hava rakt Mánan.

Eftirsum tað tekur mánanum júst somu tíð at snara einaferð um sjálvan seg, sum tað tekur honum at snara um Jørðina, vendir hann altíð somu síðu móti okkum. Hetta verður nevnt bundin rotatión, og hiðani av Jørðini síggja vit sostatt bert umleið helvtina av Mánaflatuni. Stóru økini á Mánanum kunnu síggjast við berum eyga. Myrkar fløtur við láglendi - mare-økini (Mánahøv) - standa í andsøgn við ljósari hálendini.

Mánaflatan sæst best nærhendis terminatorinum - ið er markið millum ljós og skugga á Mánanum. Tá ið fullmáni er, síggjast landkenningarnar ikki so væl, tí tær eru ov upplýstar, og sjálvt stór kratir kunnu vera ósjónlig. Onnur øki síggjast hinvegin best í fullmána, tí tey krevja stóra kontrast fyri at verða sædd - hetta er serliga galdandi fyri myrku mare-økini.

Mánin er okkum 400 ferðir so nær sum sólin, men hann er eisini 400 ferðir so lítil sum sólin. Tí eru hesir knøttir um leið líka stórir at síggja til á luftini. Tá ið mánin er ímillum okkum og sólina, kemur hann stundum fyri sólina. Tá er sólarmyrking. Full sólarmyrking var í Føroyum 30. juni 1954. Øðrvísi enn sólin er hann ein kaldur knøttur, sum melur um jørðina. Mánin lýsir ikki sjálvur, men bara við afturkastaðum sólarljósi, sum vit nevna mánalýsi. Til støddar er hann góðan fjórðing av jørðini, og frástøðan er um leið 30 ferðir tvørmálið í jørðini. Mánin hevur fasur, t.e., lýsandi mánaeygað broytir skap, alt eftir hvar hann er í ringrásini um jørðina. 

Fyrstu menn at ganga á mánanum vóru amerikanararnir Neil Armstrong og Edwin Buzz Aldrin í juli 1969. Teir fóru við rúmdarfarinum Apollo 11, og mánafarinum Eagle førdi síðan tveir av monnunum niður á mánan, meðan hin triði (Michael Collins) fleyg í ringrás um mánan. Armstrong hevði leiðsluna á Apollo tann 20. juli í 1969, tá ið rúmdarfarið lendi á mánanum. Hann varpaði aftur til Jørðina við kendu orðunum: That's one small step for a man, one giant leap for mankind. Í tríggjar tímar gingu Neil Armstrong og felagi hansara Edwin Buzz runt á mánanum.




#Article 423: Kongur (talv) (153 words)


Kongur kann verða leiktur eitt í allar ættir.

Kongur er mest umráðandi talvfólk í talvi. Hvør telvari hevur ein kong. Endamálið í talvi er at seta kongin hjá mótpartinum skák og mát, og tá er talvið vunnið. Kongurin kann fara eitt fet í allar ættir, tó er ikki loyvt at leika hann beinleiðis í deyða. Verður kongurin hóttur, soleiðis at ein maður hjá mótpartinum kann drepa kongin í næsta leiki, stendur kongurin í skáki. Tá skal kongurin leikast úr vanda ella annað fólk leikast ímillum, so hann ikki stendur í skáki longur.

Kongurin er við í serligum leiki, tá ið ein leypir í borg.

At leggja kongin merkir, at ein gevur upp. Ein kann velja at geva talvið yvir á ymiskan hátt, og tá er talvið liðugt og tapt. Ein kann leggja kong sín niður, ein kann steðga klokkuni, ella ein kann taka í hondina á mótpartinum og siga, at ein gevur talvið.




#Article 424: Finna (talv) (229 words)


Finnan er minsta og veikasta talvfólk í talvi. Í fyrstuni hevur hvør telvari átta finnur.

Gongulag hjá finnuni.
Finnan gongur eitt fet beint fram, tó fyrstu ferð kann hon fara tvey fet fram. Hon hevur ikki loyvi at bakka. Finna kann ikki drepa beint fram.

Finnan drepur á skák.
Tá ið finna drepur, kann hon bara gera tað á skák. Hon kann ikki drepa beint fram.
Her kann finnan á c5 drepa antin rókin ella riddaran, ella hon kann fara beint fram á c6. Finnan á f3 kann ikki fara á e4 ella g4 her.

At drepa í framlopi
Finna kann drepa aðra finnu í framlopi, t.e. tá ið finna hjá mótpartinum leikar tvey fet fram upp á síðuna av tínari finnu, kanst tú drepa hana á skák, men tað skal verða gjørt beinanvegin, tú eigur leik. Á myndini hevur svartur júst leikt finnuna av c7 á c5, og nú kann hvítur leika sína finna av d5 á c6 og taka finnuna á c5 burtur. Hann kann ikki bíða, til hann eigur leik aftur.

Tá ið finna kemur fram á áttanda rað, skal hon verða býtt um við annað fólk í sama liti í sama leiki, hon kemur fram, tó ikki til kong. Mest vanligt er at býta um við frúgv, tí hon er so sterk, men onkuntíð verður býtt um við riddara, tí hann hevur so serligt gongulag.




#Article 425: Tunlar í Føroyum (160 words)


Í Føroyum eru 20 tunlar, harav 3 undirsjóvartunlar. Hvalbiartunnilin var fyrsta berghol í Føroyum. Tað var liðugt í 1963. Hann er millum Trongisvág og Hvalba. Nógvir aðrir tunlar eru eisini í Føroyum, t.d. 13 vatnorkutunlar. Fyrsti vatnorkutunnilin í Føroyum er stívliga 100 m og gongur ígjøgnum ein heygg millum Ryskivatn og rørini, sum vórðu løgd oman í Botn vestantil á Suðuroynni, har fyrsta ravmagnsverk varð bygt í 1921. Longsti vatnorkutunnilin í Føroyum er ein vatnorkutunnil í Eysturoynni, hann er 6,6 km langur úr Norðskála í Eiðisvatn. Longsti vegatunnil í Føroyum er Eysturoyartunnilin við 11.200 metrum.

Koyritunlarnir í Føroyum eru hesir:

Íroknað í hesum lista eru ikki onnur sløg av tunlum enn koyritunlar, til dømis vatnsavningartunlar ísv. vatnorkuverk.

Nógv uppskot hava verið um nýggjar tunlar í Føroyum millum ár og dag. Í 2007 gjørdi Landsverk Heildarætlan 2008-2020, ið m.a. lýsti ymsar nýggjar tunlar, herundir longdir, kostnað og netto samfelagsvirði av ymsum nýggjum tunlum. Niðurstøðurnar í heildarætlan 2008-2020 viðv. nýggjum tunlum vóru:




#Article 426: Vágatunnilin (538 words)


Vágatunnilin er undirsjóvartunnil, ið gongur undir Vestmannasund og bindur saman Streymoy og Vágoy, og loyvir hann beinleiðis koyrisamband úr meginøkinum til og frá Vága Floghavn. Vágatunnilin er fyrsti undirsjóvartunnil í Føroyum. Hann læt alment upp 10. desember 2002. 

Tankin um fast samband um Vestmannasund røkkur langt aftur í tíðina. Fram til 1989 gjørdi Landsverkfrøðingurin kanningar, sum í stóran mun eru grundarlagið undir tí arbeiði, sum seinni varð gjørt. Farið varð at rigga til veturin 1988, og setast skuldi á tunnilsgerðina í apríl 1989, men steðgur kom í, tá búskaparkreppan skolaði yvir landið. Tíggju ár skuldu ganga, áðrenn ætlanini aftur varð lív lagað.

Í 1999 varð partafelagið Vágatunnilin P/F stovnað við Landsstýrinum sum einasta partaeigara. Harvið varð gongd sett á aftur arbeiðið at gera fast samband um Vestmannasund. Byrjað varð at bora streymoyarmegin hin 28. september 2000, og vágamegin varð fyrsta skotið latið 27. februar 2001. 

Sprongdir vóru 327.000 kubikkmetrar til tunnil o.a. Grótið úr tunlinum fór til vegagerðina og til havnargerð í Kollafirði. Brúkt vóru 850 tons av spreingievni. 1000 tons av betongi vóru brúkt í tunlinum til at tetta lekar.

Ætlaði kostnaðurin var 240 mió. krónur í 1999-prísum uttan byggirentu og fíggjarkostnað. Endaligi kostnaðurin gjørdist 280 mió. kr. íroknað byggirentur og fíggjarkostnað.. Føroya Løgting játtaði 160,3 mió. krónur til tunnilsgerðina árini 1998-2005. Restin verður fíggjað við brúkaragjaldi. 

Vágatunnilin er 4,9 km langur. Av hesum eru umleið 2,5 km undir Vestmannasundi. Vágamegin er atkomuvegurin 1,8 km. Atkomuvegurin streymoyarmegin er 300 m. Á djúpsta punkti er hann 105 metur undir sjóvarmálanum, og dýpið á sjónum er í mesta lagi 60 metur.

Tvær mótkoyrandi farbreytir eru í tunlinum, sum er góðar 10 m breiður. Sjálv akbreytin er 7 m breið. Steðgipláss eru til persónbilar fyri hvørjar 500 m, og til størri akfør eru trý steðgipláss. 

Mest loyvdi lekin í einum undirsjóvartunli av hesum slag er 300 litrar um minuttin fyri hvønn kilometur. Lekin í Vágatunlinum er 85 L/min/km, so hetta er minni enn triðingurin av hægst loyvda lekanum. Pumpur leiða vatnið burtur so hvørt. Ein 50 m langur brunnur er gjørdur á lægsta staðnum, sum í neyðstøðu skal kunna taka alt vatnið í góð tvey samdøgur, um pumpurnar ganga fyri.

Ein av fyrimununum við føstum sambandi er, at tað nú er skjótari at sleppa til og úr Vágum. Fyrr máttu útvið tveir tímar setast av til teinin millum Sørvág og Tórshavn við bíðitíð og sigling. Við undirsjóvartunli er vegalongdin stytt 10 km og flutningstíðin er undir ein tíma. 

Fyri vágafólk hevur undirsjóvartunnilin við sær, at sambandið við meginøkið gerst ómakaleyst. Hugsast kann, at fleiri fólk velja útbúgving og møguliga arbeiði í meginøkinum, tí tað ikki longur krevur flyting. Tunnilin bøtir eisini um trygdarkensluna, við tað at tíðin til Landssjúkrahúsið er vorðin stytri. 

Vinnuliga er talan um betri samband til kundan og marknaðin hjá fyritøkum í Vágum. Kundagrundarlagið verður víðkað. Hinvegin er tað eisini ein avbjóðing, at tað er vorðið lættari hjá vágafólki at leita sær tænastur og tilboð aðrastaðni. 

Fyri føroyingar sum heild lættir undirsjóvartunnilin eisini um, við tað at ferðasamband føroyinga til umheimin í høvuðsheitum gongur umvegis flogvøllin í Vágum. Sambandið við umheimin er sostatt vorðið liðiligari og lættari. 

Ferðslan í Vágatunnilinum síðani hann opnaði hevur verið hendan:

Til samanberingar, so vóru flutt nakað omanfyri 100.000 akfør um Vestmannasund í 2002.




#Article 427: Norðoyatunnilin (384 words)


Norðoyatunnilin er undirsjóvartunnil, ið gongur undir Leirvíksfjørð og bindur saman Eysturoy og Borðoy. Norðoyatunnilin er við sínum 6.300 metrum longsti tunnil í Føroyum. Hann er annar undirsjóvartunnil í Føroyum eftir Vágatunnilin. Norðoyatunnilin læt alment upp 29. apríl 2006.

Ítøkiligu ætlanirnar at gera fast samband millum Borðoy og Eysturoy við tunli undir Leirvíksfirði eru rættiliga gamlar. Longu í 1988 gjørdi Landsverkfrøðingurin seismiskar kanningar í Leirvíksfirði í sambandi við hesa farleið. Árið fyri hevði verkfrøðingurin á Landverkfrøðinginum, Heini Olsen, gjørt eina leystliga heildarætlan um, hvar undirsjóvartunlar kundu vera gjørdir.

At royndir vórðu tiknar í Leirvíksfirði longu í 1988 staðfestir, at hildið hevur verið, at tað mundi fara at loysa seg at fremja júst hesa ætlanina. Fimtan ár eftir fyrstu ítøkiligu kanningarnar er farið undir at gera nýggju farleiðini, ið knýtir saman Norðuroyggjar og Eysturoy.

Í septembur í 2003 fór NCC undir at gera atkomuvegin eysturoyarmegin. Í Leirvík verður borurin settur í í 18. desembur 2003. Borðoyarmegin var farið at borað 20. apríl 2004.

Sprongdir vóru 410.000 kubikkmetrar til tunnil o.a. Brúkt vóru 1.100 tons av spreingievni. 1.800 tons av betongi vóru brúkt í tunlinum til at tetta lekar.

Tilsamans var tunnilsarbeiðið mett at kosta 355 milliónir kr. Endaligi kostnaðurin endaði við at vera 395 mio. kr. Landsstýrið rindaði 235 milliónir við partapeningi, ið varð goldin við 30 mió. kr. í 2001, 32,5 mió. kr. í 2002, 32,5 mió. kr árliga árini 2005-2008, og síðanini 42,5 mió. kr. Í 2009. Munurin verður fíggjaður við nýtslugjaldi. Pf. Norðyatunnilin eigur og rekur tunnilin, til hann er goldin. Tá fellur hann til landið.

Tunnilin er 6,3 kilometrar til longdar. Djúpasta punktið er 150 metrar undir havyvirflatanum. Dýpdin í sjónum er í mesta lagi 103 metrar. Mesta hall er umleið 6%.

Tvær mótkoyrandi breytir eru í tunlinum, ið er 10 metur breiður og 4,6 metur høgur.

Mest loyvdi lekin í einum undirsjóvartunli av hesum slag er 300 litrar um minuttin fyri hvønn kilometur. Lekin í Norðoyatunlinum er 195 l/min/km. Pumpur leiða vatnið burtur so hvørt. Ein brunnur er gjørdur á lægsta staðnum, sum í neyðstøðu skal kunna taka vatni,  um pumpurnar ganga fyri.

Ferðslan í Norðoyatunnilinum síðani hann opnaði hevur verið hendan:

Legg til merkis, at ferðslan í 2006 vóru bara fyri tann partin av árinum, sum tunnilin var opin. 

Til samanberingar, so vóru flutt nakað omanfyri 100.000 akfør um Leirvíksfjørð í 2005.




#Article 428: Leypa í borg (183 words)


At leypa í borg er einasti leikur í talvi, har tvey talvfólk í sama liti verða leikt í senn. Við í leikinum eru bara kongurin og annar rókurin. Leikurin verður gjørdur soleiðis, at kongurin fyrst verður leiktur tveir puntar yvir ímóti øðrum rókinum, síðan verður hesin rókurin leiktur beint yvir um kongin.

Tað er loyvt at leika bæði kong og rók í senn við báðum hondunum. Men verður bara ein hond brúkt, skal kongurin verða leiktur fyrst og so rókurin. Leikar tú rókin fyrst, hevur tú ikki loyvi at leika kongin yvir um rókin aftaná.

Ikki er loyvt at leypa í borg um:

a) kongurin ella rókurin, sum ætlanin er at leypa í borg við, hava verið leikt áður

b) kongurin stendur í skáki

c) fólk hjá mótpartinum hóttir puntin, sum kongurin leypir yvirum

d) annað fólk stendur ímillum kongin og rókin, sum ætlanin er at leypa í borg við

Skilt verður í millum stuttu borg og longu borg. Í stuttu borg er rókurin á h-linjuni við í leikinum, og tá er borgin styttri enn hin langa, har rókurin á a-linjuni er við.




#Article 429: Talvsamband Føroya (103 words)


Talvsamband Føroya er sambandið hjá talvfeløgum í Føroyum. TSF, sum tað verður stytt, var stovnað í Tórshavn 14. februar 1970.

Til stovnandi aðalfundin vóru umboð úr talvfeløgunum úr Sandavági, Miðvági, Sørvági, Eiði, Gøtu, Klaksvík, Kollafirði, Vestmanna og Tórshavn.

Í fyrstu nevndina vóru valdir Jákup Thomsen úr Tórshavn sum formaður, Samson Højgaard úr Vestmanna sum varaformaður, Hanus Joensen úr Kollafirði sum kassameistari, Hans Petersen úr Vestmanna sum skrivari og Sjúrður Lómstein úr Gøtu.

Longu sama ár gjørdist TSF sjálvstøðugur limur í Altjóða Talvsambandinum FIDE. Og í september mánaða sama ár telvdi føroysk lið á fyrsta sinni á talvolympiaduni, sum var í Siegen í Týsklandi.




#Article 430: Algebraisk uppskriving (137 words)


Algebraisk uppskriving er ein uppskrivingarháttur at endurgeva talv við, og sum verður nýttur í kappingum, bókum og bløðum.

Hvørt talvfólk er merkt við byrjanarstavi, sum lýsir fólkið, og byrjar tað við einum stórum stavi, til dømis: K = Kongur, F = Frúgv, R = Rókur, B = Bispur og Ri = Riddari. Finnan hevur ongan byrjanarstav. Leikir við finnuni verða einans skrivaðir við navninum á puntinum.

Við hesum skriviháttinum eru tveir møguleikar, sum eru hin stutti - sum er hin mest vanligi - og hin langi skrivihátturin. Við stutta skriviháttinum skrivar ein bara, hvar ávísa fólkið verður leikt til, t.d. Ra4. Og við langa skriviháttinum verður eisini skrivað, hvaðani fólkið kemur, t.d. Ra1-a4. Tó at stutti hátturin verður nýttur, er onkuntíð neyðugt eisini at skriva, hvaðani fólkið kemur, um ivi er um, hvat fólk talan er um.




#Article 431: Sjavsur (1046 words)


Sjavsur (úr týskum Schafskopf og merkir seyðarhøvd) er eitt kortspæl til tveir, tríggjar ella fýra spælarar, men fýra er mest vanligt. Spælarirnir eru býttir í tveir partar. Í fýramanssjavsi sita tey, sum eru í parti, yvirav hvørjum øðrum. Í trímanssjavsi er tann, ið hevur meldið, einsamallur ímóti hinum báðum.

Í sjavsi er endamálið fyrst at koma úr 24 stigum niður á 0 og harvið fáa krossin, tí ein krossur verður skrivaður, tá ið ein vinnur. Sagt verður eisini skulu vit taka ein kross?, tá ið ein ætlar at spæla sjavs.
Fyri hvønn kross skulu oftast fleiri spøl til, sum hvørt gevur ávíst tal av stigum, heilt úr 2 upp í 24.

Í sjavsi verða 32 kort nýtt, kortini 2-6 eru ikki við. Kortini verða so býtt út ímillum spælararnar, so hinir spælararnir ikki síggja, hvat hvør fær. Í fýramanssjavsi fær hvør spælari 8 kort. Vanliga byrjar tann, sum skrivar, at geva. Gevarin blandar væl og plagar at leggja bunkan framman fyri spælaran høgrumegin. Hesin antin bankar ella tekur av. Bankar spælarin, verða øll 8 kortini til hvønn spælara givin í senn, tekur hann av, verða 4 kort givin í senn.

Er skeivt givið, og kortini eru upptikin, skal gevast av nýggjum.

Tá ið gevarin hevur givið, er ein runda, har spælarar melda. Tann vinstrumegin gevaran meldar fyrst o.s.fr. Her ræður um at finna, hvør skal fáa meldið, og hvat skal vera trumfur. Ein skal hava í minsta lagi 5 trumfir á hondini fyri at sleppa at melda, annars skal ein siga pass. Eisini skal ein passa, kann ein ikki melda meira enn undanfarnu spælarar.

Tá ið meldað verður, skal ein altíð melda besta meldið á hondini. Besta meldið er tað við flest trumfum, ella eru eins nógvir trumfir, so er meld í kleyvara betri enn eitt meld í hinum litunum, sum verður rópt eitt meld í simplum.

Tá ið ein meldar, skal ein bara siga talið á trumfum, ikki kulørin. Tó skal ein siga betur t.d. fimm betur, um ein meldar í kleyvara, og um undanfarin spælari hevur meldað við eins nógvum trumfum, sum ein sjálvur hevur. Og tá ið liðugt er at melda, boðar tann, ið hevur besta meldið, frá, hvørjum kuløri, meldað er í.

Tað eru 6 kort, sum altíð eru trumfir, tey eru í hesi styrkisrøð: Kleyvardama, spaðardama, kleyvardrongur, spaðardrongur, hjartardrongur og rútardrongur. Saman við hesum kortum skal ein, tá ein meldar, finna tann litin, sum ein hevur flest kort í.
Hinir litirnir verða fúsir.

Í sjálvum spælinum ræður nú um at fáa fleiri eygur enn mótparturin, og helst so nógv eygur sum til ber. Tað verður gjørt við at vinna stikk, sum telja mest, tí ymsu kortini telja ymiskt. Tó er eingin munur á trumfi og fúsi.

Hetta gevur 120 eygur tilsaman. So tann, ið fær fleiri enn 60 eygur, hevur vunnið. Tað kann eisini enda javnt ella stanton, tá eru 60 eygur í part. Hevur ein partur ikki minst 31 eygur, er hann ikki javnfríur, tá fær vinnari í fleiri førum fleiri stig enn, um taparin var javnfríur. Fær ein partur øll stikkini, so volar hann.

Tá ið liðugt er at melda, skal hin sami, sum byrjaði at melda, spæla út. Og tann, sum vinnur stikkið, eigur so at spæla út aftur.

Tá spælari hevur spælt út, skulu hinir spælararnir bekenna kulør, um tað ber til. Verður trumfur spældur út, skal ein bekenna við trumfi. Verður fúsur spældur út, skal ein bekenna við tí liti, sum verður útspældur. Ber ikki til at bekenna, kann ein spæla okkurt út.

Verður fúsur spældur út, kann annar spælari stinga við at spæla trumf út, um hann ikki kann bekenna. Er stikk stungið, kann ein av næstu spælarunum ikki spæla ein lægri trumf út (stinga undir) enn tann, sum hevur stungið. Tað verður eisini rópt at stinga í skadni. Undantakið er, um spælarin einki annað hevur at spæla út.

Tann, ið eigur hægsta kortið av teimum fýra útspældu, eigur stikkið. Fyri hvønn part er ein, sum savnar stikkini inn.

Hægsta kort í fúsi er ess og niður, t.d.: Ehearts;, Khearts;, Dhearts;, 10hearts;, 9hearts;, 8hearts;, 7hearts; ella Espades;, Kspades;, 10spades;, 9spades;, 8spades;,

Men í trumfi eru hesi kortini hægri í hesi røð: Dclubs;, Dspades;, Jclubs; Jspades; Jhearts;, J#9830;, og trumfur er altíð hægri enn fúsur.

Tann, sum hevur hægsta trumf í einum stikki, eigur tað.

Tað er loyvt at síggja seinasta stikk, so leingi næsta stikk ikki er tikið inn.

Tá ið eitt spæl er liðugt, fær tann parturin, sum hevur vunnið, stig.

Stigini verða givin soleiðis:

Dystarstigini verða skrivað í tveir teigar vanliga merktir sum Vit og Tit.

Reglurnar eru tær somu sum í fýramanssjavsi, men her fær hvør spælari 10 kort í part. Tey bæði kortini, sum leypa av, verða løgd á borðið, so eingin sær, hvørji tey eru.

Tann sum eigur meldið, er einsamallur ímóti hinum báðum, sum eru í parti.

Áðrenn fyrsta kort verður spælt út, kann meldarin skifta eitt ella bæði tvey kortini á borðinum um við eitt ella tvey kort í hondini. Meldarin sleppur ikki at síggja kortini á borðinum, áðrenn hann býtur um. Bæði kortini, sum nú eru á borðinum, telja við í eygunum hjá meldaranum.

Dystarstigini verða skrivað í tríggjar teigar, ein fyri hvønn spælara, tí at hvør er í parti, kann skifta fyri hvørt spæl. Um meldarin ikki vinnur, so fáa hinir báðir spælararnir tey stigini, sum reglurnar siga omanfyri.

Reglurnar eru tær somu sum í fýramanssjavsi, men her fær hvør spælari 16 kort í part. Tó fær spælarin bara 8 kort í hondina, hini 8 kortini verða løgd á borðið framman fyri hvønn spælara, har 4 kort verða løgd við síðuna av hvørjum øðrum við baksíðuni upp. Omaná hvørt av hesum kortum verður eitt kort lagt við myndini upp.

Nú sær hvør spælari síni 8 kort í hondini, síni egnu 4 kort á borðinum, og tey 4 kortini hjá mótpartinum á borðinum.
Út frá teimum 12 egnu kortunum hjá spælarunum kunnu teir nú melda sum vanligt.

Tá ið spælt verður, kann spælarin alla tíðina velja at spæla eitt kort úr hondini ella eitt av borðinum. Spælir hann eitt kort av borðinum, og eitt kort liggur undir við bakinum upp, skal hetta korta vendast við, so tað er sjónigt hjá báðum pørtum. Kortið skal tó ikki vendast, fyrr enn mótparturin hevur spælt sítt kort út í stikkið.




#Article 432: Hara (760 words)


Harur (Leporidae) eru ein ætt í bólkinum harudjór. Hara er eisini føroyska navnið á eini Leporidae slekt Lepus.

Eyðkenni fyri harur er at tær hava eina lítla tonn aftan fyri fortennirnar í báðum kjálkum, og at bakbeinini eru munandi stórligari enn forbeinini, tað er hetta ið gevur haruni eitt 'hoppandi' gongulag.  

Harur ið finnast i Europa eru;

Haran í Føroyum (Lepus timidus) leggur 3 ferðir um árið. Hon leitar eftir føði, meðan ungarnir krógva seg í holum. Haran í Føroyum nevnist snjóhara, men verður meira grálig nú um vetrarnar, av tí at so lítið av kava er.

Kanadiska pólharan (Lepus arcticus), sum er í Grønlandi, og Norðurevropeiska snjóharan (Lepus timidus) eru lívfrøðiliga rættiliga líkar. Pólharan og snjóharan eru 46-61 cm langar og viga 3,5-4,2 kg. Í Grønlandi eru tær størri jú longri norðuri, tær halda til. Tær hava stutt, breið oyru við svørtum snippi.

Pólharan er heilt hvít á vetri. Harafturímoti eru tvey litfrábrigdi, tá talan er um snjóharu. Vetrarfeldurin á teimum, ið reika heilt har norðuri, í Miðnoregi og Norðurnoregi, er snjóhvítur, harafturímóti er hann ljósagráur og ber í hvítt syðri í Føroyum, Skotlandi, Írlandi, og í Suðurnoregi og Suðursvøríki. Hjá báðum sløgunum er summarfeldurin morlittur og gongur yvir í heilt ljósamorreytt.

Í Íslandi eru ongar harur. Snjóharan er í Føroyum, Skotlandi og oyggjaflokkunum har, Írlandi, Noregi og Svøríki, umframt í Alpunum. Í Føroyum er væl til av henni, og hon er slept upp í fleiri oyggjum. Pólharan finst fram við norðurstrondini í Kanada og í Grønlandi fram við strondini, tó ikki í Landssynningsgrønlandi og í Melvillevíkini. Fornfrøðingar hava funnið beinleivdir av henni í norðbúgvabygdum úr víkingatíðini.

Í Føroyum vóru ongar harur fyrr enn í august 1855, tá vórðu 4 snjóharur sleptar í Kirkjubøreyn. Tær vóru snjóhvítar um veturin, men longu í 1860-árunum vórðu nakrar blágráar vetrarharur sæddar - bláharur. Tær vuksu skjótt í tali og troðkaðu ta hvítu snjóharuna heilt burtur. Veturin 1916-1917 varð tann seinasta snjóharan skotin.

Royndir við snjóharu-bláharu vísa, at hvíti vetrarfeldurin altíð troðkar seg framat; tað liggur í hesum harunum. Á Kragerø í Noregi, haðani tær føroysku snjóharurnar komu, er eitt blendsøki, har snjóharur halda seg høgt og bláharur lágt. Um bara ein av teimum 4 uppsleptu snjóharunum hevur havt bláharu-ættarbregði í sær, hevur ikki borið til at sæð tað, fyrr enn stovnurin varð so væl fyri, at bláharu-ættarbregðið slapp framat.

Bláharan í Føroyum leggur 3 ferðir um árið, tá veðrið er til vildar, men snjóharan leggur bara 2 ferðir. Harumframt fær snjóharan hvíta vetrarbúna sín fyrr um heystið, enn bláharan fær sín blágráa vetrarbúna.

Í Føroyum liggur kavin sjáldan leingi, so tað hevur verið nógv verri hjá snjóharuni enn hjá bláharuni at fjala seg fyri harumonnunum.
Tá ið snjóharan varð flutt til eitt øki við havveðurlagi, misti hon øll framíhjárættindi síni. Hetta hevði við sær, at ikki gingu meira enn 60 ár, fyrr enn tað ráðandi snjóharuættarbregðið var forkomið. Eitt frálíkt skúladømi, tá tað kemur til arvalívfrøðina. Pólharan og snjóharan halda til í skógi, har skógur er, men annars eru tær á lyngheiðum heilt upp at kavanáminum. Tær leggja ímillum grót og klettar.

Haran etur plantur, grøs, stargrøs, urtir og trøllakambar, umframt knubbar og endaknappar á runnum og trøum. Pólharan og snjóharan eru virknastar í dimmingini. Men tá ið makingartíðin kemur, og tær renna hvør eftir aðrari og gera seg upp, síggja vit tær eisini um dagin.

Hara gongur kviðin í einar 7 vikur. Pólharan og vetrarhvíta snjóharan longst norðuri leggja bara eina ferð um árið, men longur suðuri leggja tær tvær ferðir um árið. Bláharan í Føroyum leggur 3 ferðir um árið, og 2-3 ungar eru í hvørjari legu. Kortini er sjáldan, at veðrið er so gott, at allar 3 legurnar koma undan. Í leguni hjá pólharuni í Grønlandi eru 5-7 ungar. Teir eru kynsbúnir, tá ið teir eru 8 mánaðir gamlir. Hetta hevur við sær, at ársgamlar harur leggja.

Pólhara og snjóhara verða veiddar, tí at kjøtið smakkar so væl. Hildið verður, at stovnurin í Føroyum í 1997 var uml. 5 000 harur, men av tí at harumenn í Føroyum ikki skulu biðja um veiðiloyvi ella geva fongin upp, er torført at meta um, hvussu nógv verður skotið árliga. Í Føroyum er loyvt at skjóta haru frá 2. november til 31. desember.

Fleiri staðsettir (lokalir) snjóharustovnar breðga frá upprunastovninum, og verður hetta nevnt frábrigdi; t.d. í Skotlandi (L. t. scoticus), í Írlandi (L. t. hibernicus) og í Sveis (L. t. varronis). Føroysku harurnar hava longu sýnt broytingar, ið benda á at føroyski stovnurin kann gerast eitt føroyskt frábrigdi í framtíðini, eins og hent er við føroysku mýsnum og fleiri føroyskum fuglastovnum. 




#Article 433: Soppar (308 words)


Soppar er en storur lívveru bólkur, sum hoyrur til biota, sum er tættari í ætt við djór enn plantur. Torført er at staðfesta, um teir eru plantur ella djór. Soppar vaksa væl í myrkja, slavna skógarbotninum. Luftin er tung av leyvi, ið liggur og rotnar. Soppasløgini eru fleiri enn 100 000. Í soppafylkinum eru til dømis bjølgasoppar, hýggjsoppar og hattasoppar. Soppar eru leyvgróplantur, felagsheitið á øllum einføldum plantum. Flestu soppar eru rotplantur, sum súgva rotin evni úr jørðini og eru soleiðis í lívskringinum í náttúruni. Summir soppar liva sum snultarar á dýrum og plantum. Nógv soppasløg vaksa í slavnum skógum og fruktagóðari jørð, serliga um heystið. Summir soppar eru etandi, aðrir eru sera eitrandi. Vit nevna nógvar soppar hundaland; hetta eru hattasopparnir. Ovasti parturin er hatturin, miðparturin er leggurin, og í moldini er leyvið, ið sýgur føðsluevni upp. Millum rukkurnar uppi undir hattinum eru grókornini, sum lætt spjaðast við vindi og spíra árið eftir. Nógvir soppar elva sjúkur hjá fólki, dýrum og plantum. Men nógvir soppar verða brúktir til brygging og baking. Gersoppar fáa t.d. breyð at ganga. 

Mong soppasløg eru etandi og verða nevnd átusoppar. Summir soppar ikki bara smakka væl, men eru heilsugóður matur. Champignon verður dyrkaður í slavnum, myrkum húsum í mógvi og rossatøðum. Soppasavnarar leita hvørt ár eftir villum átusoppum. Men fólk, ið taka soppar úti, eiga at vera varin og duga á at skyna, tí nógvir átusoppum. Hvørt ár doyggja fólk av soppaeitran. Tann friði, reyði flugusoppurin er eitrandi. Hvíti flugusoppurin er so eitrandi, bara tú smakkar á hann, kanst tú doyggja. Tí er umráðandi ikki at taka hann. Hann líkist nógv champignon. 

Í Føroyum vita vit um meiri enn 600 ymisk soppasløg, nærum helvtin av teimum eru hattsoppar, t.e. soppar við hatti og leggi. Hattsopparnir í Føroyum kunnu skiftast sundur í tríggjar nærum eins stórar bólkar alt eftir, hvar ið teir vaksa.




#Article 434: Vakshattar (303 words)


Vakshattarnir (frøðiheiti - Hygrocybe) eru soppar ið vaksa á graslendi. Flestu vakshattarnir eru gulir, appilsingulir ella reyðir, men einstakir eru, sum eru ljóst viólubláir á liti, grønir, brúnir, gráir ella hvítir. Vakshattar vaksa á lendi, har ið teir verða mettir at liva av at niðurbróta deyðar plantulutir. Teir eru hattsoppar við flíggi undir hattinum. Vanliga er hatturin úr 1 og upp í 10 cm breiður. Tú sært mun á sløgunum, hyggur tú at liti og skapi teirra, men tú kanst eisini hyggja at, um teir eru turrir ella fitikendir, hálir, flusutir ella trevsutir.

Vakshattarnir eru uppi í teimum hattsoppasløgunum her í Føroyum, sum flest sløg eru av. Vit vita um 29 sløg, tað er um leið helvtin av teimum sløgunum, sum vit vita um í Evropa. Tey sløgini, ið resta í her á landi, eru júst sovorðin, sum eru tengd at skógarumhvørvi ella sum dáma betur kálkalendi ella líggjari kringumstøður.

Vakshattar seta stór krøv til vakstrarstaðið. Flestu sløgini eru næstan bara at finna á heldur turrum, óveltum graslendi, har ið eingi handilstøð verða nýtt og har ið trø ella runnar ikki fáa breitt seg, tí etið verður av lendinum. Nógva staðni í Evropa minkar hetta slagið av náttúruøkjum, sostatt gongur eisini aftur á hondina við vakshattum. Avleiðingin av hesum er hon, at ikki so fáir vakshattar eru at finna á teimum sonevndu reyðu listunum, t.e. á yvirlitunum, sum londini hvørt sær gera yvir teir soppar, tey óttast fyri kanska fara at verða týndir.

Í Føroyum eru stak góðir møguleikar hjá vakshattum at standa seg. Næstan alla staðni etur seyður av haganum, ikki eggja tær brøttu líðirnar heldur nøkrum til at velta upp úr nýggjum ella til at trároyna tær á annan hátt. Sostatt kunnu Føroyar metast sum eitt friðskjól hjá vakshattum, yvirhøvur eisini hjá soppum, plantum og flogkyktum, sum trívast á sovorðnum støðum.




#Article 435: Matur (131 words)


Matur er nakað, sum kann etast. Matur er høvuðskeldan til orku og føðsluevni fyri djór, og kemur vanliga frá djóri ella plantu. Øllum djórum og menniskjum tørvar mat. Í matinum eru lívsneyðug evni, ið veita kroppinum bæði orku og hita, og evni, sum eru lívsneyðug fyri trivnað og vøkstur. 

Kosturin er ymiskur um allan heim og lagar seg eftir, hvør matur er tøkur. Menniskan kann sodna sera ymiskan mat av gróðri og djóri, men summi fólk eru urtaátarar, vegetarar, burturav. Tey eta ikki kjøt, tí trúgv teirra loyvir tí ikki, ella tey halda tað vera ringt fyri heilsuna. Er kosturin ikki nóg heilsugóður, ella mattrot er, kann sjúka standast av tí. Hjarta- og æðrasjúkur og aðrar vælferðarsjúkur kunnu vit fáa, um vit oveta okkum av mati, sum er ringur fyri heilsuna. 




#Article 436: Jógvan á Lakjuni (333 words)


Jógvan á Lakjuni (13. november 1952 í Fuglafirði) er føroyskur politikari og tónasmiður. Hann er útbúgvin lærari og hevur verið lærari í Fuglafjarðar Skúla og á Føroya Handilsskúla á Kambsdali. Jógvan er giftur við Odvør, og eiga tey 5 børn.

Í politiska lívi sínum er Jógvan fólkafloksmaður, hann var landsstýrismaður í mentamálum 2004-2008 og løgtingsformaður frá november 2011.

Jógvan á Lakjuni er dugnaligur tónleikari og hevur skrivað løg til nógvar sangir, m.a. til tekstir hjá Hans A. Djurhuus og Ismari Joensen. Eisini hevur hann havt barnakór í Fuglafjarðar Skúla og saman við Frits Johannesen stjórnað og spælt undir hjá Fuglafjarðar Gentukóri. Jógvan hevur eisini sungið vid í fleiri kórum, m.a.  Berøa-kórinum, sum Jóannes S. Hansen og Alfred Hansen høvdu síðst í 60-árunum, í Ebenezer-kórinum undir leiðslu av Jens Guttesen frá 1972 til1977 - og ikki minst í Siloa-kórinum, sum beiggi hansara, Eyðun á Lakjuni hevur stjórnað síðan 1988. Eisini hevur Jógvan tey seinastu nógvu árini sungið við í mans-dupulkvartettini Vega í Fuglafirði. Jógvan hevur eisini verið vid á fleiri plátu-, band- og fløguútgávum. Í lestrarárunum í Havn í 70-árunum sang hann vid Nicodemussangbólkinum, har hann var við á trimum plátuútgávum. Í 1984 skipaði hann saman við Frits fyri útgávu av bandi av Fuglafjarðar Gentukóri, og í 1986 var Jógvan primus motor aftan fyri bandið Heima við bólkinum Bros, har hann eisini sang við á summum av løgunum. Jógvan eigur sjálvur eini 8 ella 9 av teimum 14 løgunum á bandinum. Í november 2012 góvu Jógvan og sonur hansara Bárður út fløguna Gakk tú tryggur. Heitið hevur hon eftir barnarímuni hjá Hans. A. Djurhuus, sum er vorðin fólkaogn og eisini komin við í kirkjusálmabókina, síðan Jógvan gjørdi sítt vakra lag til hana í 1980. Jógvan hevur gjørt sjey av løgunum á fløguni, og Bárður fimm, m.a. tann sera vakra sangin Sólstrálan. Hans Andreas Djurhuus eigur annars helmingin av yrkingunum á fløguni. Tónleikarar á fløguni eru m.a.: Magnus Johannessen, Mikael Blak, Jan Rúni Poulsen, Niclas Johannesen, Finnur Hansen og Rúni Hentze. Niclas Johannesen hevur produsera.




#Article 437: Brennivín (178 words)


Brennivín er rúsdrekka, sum hevur meir enn enn umleið 21 rúmprosent av  alkoholi. Í brennivíni er nógv meiri alkohol enn í víni og øli. Rúsnøgdin í brennivíni er viðgjørd á serstakan hátt, hon er dropadrivin, eisini nevnt destillerað. Smakkurin er tengdur at, hvussu løgurin er dropadrivin, hvør frukt er nýtt til framleiðsluna, og hvussu brennivínið verður goymt eftir destillering. Tað hevur eisini týdning, hvussu leingi tað verður goymt, og hvørjum træi tað verður goymt í, áðrenn tað verður tappað. 

Brennivín er til dømis vodka, akvavit og whisky. Í Føroyum er ikki loyvt at selja brennivín og annað alkohol í vanligum handlum. Brennivín verður selt í Rúsuni (Rúsdrekkasøla Landsins), sum hevur deildir í Tórshavn á Streymoynni, Klaksvík á Borðoynni, Skálavík á Sandoynni, á Drelnesi í Suðuroynni, Saltangará í Eysturoynni og í Miðvági á Vágoynni. Eitt føroyskt felag framleiðir alkohol. Tey fyrstu árini noyddist felagið at framleiða brennivíni í Danmark og Íslandi, men í 2011 samtykti Føroya Løgting, at nú er loyvt at bryggja sterkt í Føroyum.

Markið hjá tollvaldinum millum heitvín og brennivín er 22 %.

Alkohol í brennivíni




#Article 438: Alkohol (107 words)


Eitt alkohol er, í evnafrøðiligum høpi, eitt lívrunnið mýl við einum ella fleiri hydroxybólkum (-OH). Rúsandi løgurin vit vanliga nevna alkohol eitur í evnafrøði ethanol (sí mynd). Alkoholir verða nevnd við endingini -ol ella, um aðrir hægri raðfestir bólkar eru í mýlinum, við hydroxy-. Eitt mýl við einum hydroxybólki bundnum til ein benzenring kallast ein phenol og verður ikki roknað sum eitt alkohol.

Alkoholir verða deild í tríggjar bólkar:

Dømi um nøkur alkohol:

Framleiðsla av alkoholum kann gerast á nógvar ymiskar mátar. Niðanfyri er ein listi yvir teir mest nýttu.

Alkoholir kunnu reagera á óteljandi mátar. Niðanfyri er ein listi yvir nakrar av teimum mestu vanligu reaktiónunum.




#Article 439: Tindhólmur (195 words)


Tindhólmur er ein hólmur í Vágum. Kemur ella fer ein við flogfari umvegis Vága Floghavn, er tað ofta, at ein flýgur fram við Tindhólmi. Tindhólmur er størsti hólmur í Føroyum, og er hann 65 hektar til støddar. Hólmurin er tvær merkur og hevur nógvan fugl. Í hólminum er ofta grind deyð, men seinastu ferð um leið 1970.

Tann sermerkti hólmurin, sum sæst úr bygdini Bø, hevur fingið navn eftir sínum høgu tindum. Tindarnir eru fimm í tali, og eita teir Ytstitindur, Arnatindur, Lítlitindur, Breiðitindur og Boygditindur. Í skúlanum hevur verið vanligt, at børnini lærdu tindarnar við hesi ramsuni Ytsti, Arni, Lítli, Breiði, Bogni, og er ramsan eisini nýtt sum niðurlag í einum populerum sangi. 

Hóast eingin býr har, hevur tað ikki altíð verið so. Søgn er, at hann skal hava verið bygdur í gomlum døgum. Søgan sigur, at ein familja (maður, kona og barn) búði har einaferð, men meðan maðurin var og fiskaði, kom ein ørn og tók smábarnið, og fleyg tað upp á ein av tindunum. Og hóast mamman megnaði at fara eftir barninum, var ov seint. Eftir hetta flutti familjan av oynni, og síðan tá hevur eingin búsett seg har.

Hólmar í Føroyum




#Article 440: Vodka (144 words)


Vodka er rúsdrekka, sum er sterkari enn 37,5% alkohol. Vodka er upprunaliga ein eysturevropeiskur drykkur, ið verður framleiddur úr øllum rávørum, sum kunnu gerast um til alkohol, men sum oftast verður korn ella epli nýtt. Tá ið tað er dropadrivið, verður sprittið sílað, so at øll lukt- og smakkfrumevni verða tikin burtur. Munurin á teimum ymsu sløgunum liggur í dygdini á rávørunum og í vatninum. Vodka verður mest nýtt til at blanda ymiskar drykkir. Vodka inniheldur vatn og alkohol. Tað fæst harumframt eisini við einum ótali av ymsum tilsettum smakkum. Alkoholprosentið spennir millum 35 % og 50 %. Navnið Vodka er eitt vart navn í ES, og reglurnar eru greiðar. Vodka skal verða destillerað til minst 95 % og síðani blandað til í minsta lagið 37 %. Um hesar reglur ikki verða fylgdar, kann tað ikki eita Vodka, men má seljast undir øðrum navni. 




#Article 441: Nepal (326 words)


Nepal er eitt lýðveldi í Asia. Høvuðsstaður er Kathmandu. Fólkatalið er umleið 26,5 milliónir. Nepal liggur millum Kina í norði og India í suðri. Tíggju av sekstan av heimsins hægstu fjøllum liggja har norðuri í Nepal, av teimum er eisini Mount Everest, ið er heimsins hægsta fjall og liggur á markinum millum Nepal og Kina. Lítla landið Nepal er ógvuliga avbyrgt land í syðra parti í Himaleiafjøllum. Flestu fólk eru hinduar, men hjá mongum fólkum er átrúnaðurin blandingur av hinduismu og buddismu. Til 1991 var kongur einaveldugur, men eftir harðan politiskan ófrið, varð skipanin broytt til parlamentariskt kongsveldi, og fólkið slapp at velja stýrið sítt, og nú styrir fólkavald stjórn landinum. Í 2006 varð kongurin koyrdur frá, og landið varð stovnað sum lýðveldi. Hægstu fjøll í heiminum - harímillum Mount Everest - eru í Nepal, og tí er landið væl umtókt ferðamál hjá fjallaklívarum og fólki, sum dámar at ganga í fjøllunum.

Kathmandu er høvuðsstaður í Nepal og størsti býur. Í gamla býarpartinum eru nógvar trongar gøtur og mong torg við gomlum templum og minnisvarðum. Í einum templi býr livandi gudinnan Kumari Devi, ein smágenta, sum kosin er at umboða hindugudinnuna Parvati. Gentan er í templinum, til hon kemur í kynsbúningaraldurin, tá verður ein onnur vald. Í Nepal eru mong fólkasløg. Sherparnir í eystara parti í hálendinum eru óføra djarvir fjallaklívarar. Gurkharnir miðskeiðis í landinum eru heimsgitnir fyri dirvi og evni síni sum hermenn og manna serdeildir bæði í indiska og bretska herinum. Newrarnir í Kathmandudali eru kendir fyri træskurðarlist sína, sum prýðir mong tempul og hús í Nepal. Meiri enn helvtin av fólkinum í Nepal er nepalar, ið eru ættaðir úr India. Um 90 % av fólkinum í Nepal arbeiðir í landbúnaðinum. Mong dyrka rís og aðra grøði í vælgjørdu bríkunum, sum eru laðaðar langt niðan í brøttu líðirnar. Soleiðis ber til at velta í lendi, sum annars hevði verið óhugsandi sum dyrkilendi. Sum aðrastaðni her um leiðir hevur monsunregnið alt at siga fyri gróðurin.




#Article 442: Lena Anderssen (142 words)


Lena Anderssen (fødd 26. september 1974 i Tórshavn) er ein føroysk-kanadisk songkvinna.

Lena hevur valt at útliva dreymin um eitt lív sum yrkistónleikari. Saman við manninum Niclas Johannesen hevur hon síðani seinnu helvt av nítiárunum roynt seg bæði uttanlands og í Føroyum. Í 2005 hava tey satsað miðvíst upp á danska marknaðin. Har hava tey spælt nógvar konsertir, givið út fløgu Can't Erase It, luttikið í nógvum útvarpsendingum, fingið fleiri frálík ummæli og hava verið á konsertferð saman við amerikonsku songkvinnuni Beth Hart.

Lagið Step On The Gas, av nýggju endurljóðblandaðu útgávuni av fløguni Can’t Erase It, hevur verið nógv at hoyrt í útvarpinum í Danmark. Í løtuni (juni 2006) byrjar Can’t Erase It at verða spælt í donskum útvarpi. 

Lena er nógv ment sum songkvinna, tekstskrivari og tónasmiður. Hennara inniliga rødd nemur við hjartað hjá mongum, tá hon syngur sínar søgur.




#Article 443: Kári Sverrisson (139 words)


Kári Sverrisson er ein føroyskur tónleikari, sangari, sangskrivari og tónasmiður.
Eru vit til, spurdi Kári Sverrisson í sanginum, á Amnesty International fløguni fyri sløkum 15 árum síðani. Tað var tað fyrsta, sum føroyingar veruliga hoyrdu til sangskrivaran og sangaran Kára Sverrisson. Kári var sentralur limur í tónleikabólkinum Enekk, sum var ein tann mest nýskapandi bólkurin í føroyskari tónleikasøgu. Sum einstaklingur hevur Kári javnan framførslur við tónleiki hjá sær sjálvum og øðrum. Hann er ein gávaður og nýskapandi sangskrivari, sum telist millum teir størstu vísusangararnar, sum Føroyar hava átt. Røddin er sera egin og hann var millum uppskotini til besta sangara á Planet Awards. Á Asfalt hevur Kári fingið Føroya besta botn við sær. Føroya besti trummuleikari sambært AME Rógvi á Rógvu og Føroya besti bassleikari somuleiðis sambært AME Arnold Ludvig vóru við til at gera framførsluna til eina bólkaframførslu.




#Article 444: Montenegro (371 words)


Tjóðveldið Montenegro (Serbiskt: Црна Гора/Crna Gora, úttala: /'tsr̩naː 'gɔra/) er land í landsynningsevropa. Tað hevur strond við Adriahav fyri sunnan og mark við Kroatia fyri vestan, Bosnia og Hersegovina í útnyrðingi, Serbia í útnyrðingi (herundir eisini ST-umsitna landspartin Kosovo og Albania í landsynningi. Høvuðsstaðurin er Podgorica.

Sjálvstøðugt frá Seinmiðøld til 1918, men landið gjørdist seinri partur av Jugoslavia í ymiskum holdum og ríkissamveldinum Serbia og Montenegro. Grundað á úrslitini frá fólkaatkvøðu 21. mai 2006 kunngjørdi Montenegro sjálvstøðu sína 3. juni 2006. Montenegro varð viðurkent sum sjálvstøðug tjóð av Serbia 15. juni og 28. juni. Tað gjørdist 192. limaland Sameindu tjóða.

Navn Montenegro – á egnum máli Crna Gora – merkir beinleiðis svart fjall, sum sipar til dimmu skógirnar, ið einaferð klæddu líðirnar í Dinarisku alpunum sæddar frá sjóvarmálanum. Landsins navn á flestu vesturevropisku málum endurspeglar venetisku týðingina av navninum monte negro, ið eisini merkir svart fjall. Onnur mál, serliga nærmastu grannamálini, nýta sína egnu beinleiðis týðing av hugtakinum. T. d. albanskt: Mali i Zi, bulgarskt: Черна гора (ið merkir Svartur skógur, har ið orðið гора er farið at merkja skógur heldur enn fjall í nútíðarbulgarskum); romanskt: Muntenegru, grikskt: Μαυροβούνιο og turkiskt: Karadağ; svørt fjøll, nakað fjarari eisini russiskt: Черногория og kinverskt: 黑山 (pinyin: hēishān). Somuleiðis hevur skotið verið upp at nevna landið Svartafjall á føroyskum.

Landið er kent fyri at vera ein partur av Serbia undir krígnum millum Bosnia og Kroatia í 1990-unum og var partur av serbiska herinum, ið leyp á Kroatia. Landið byrjaði eina sjálvsstýristilgongd í 2005 og fekk endaliga sjálvstýri frá Serbia í 2006.

Fyrsta ríki at viðurkenna Montenegro var Ísland 8. juni 2006, síðan fylgdu Sveis og Estland). Sameinda kongsríkið gav formliga viðurkenning 13. juni, Kina og Frakland 14. juni soleiðis, at allir fimm limirnir í ST-trygdarráðnum viðurkenna stjórn Montenegro. Serbia, hin fyrrverandi parturin í ríkissamveldinum, viðurkendi Montenegro 15. juni. OSCE gjørdi av at góðtaka Montenegro sum 56. lim sín 21. juni, og landið tók við sæti sínum í Fasta Ráðnum 22. juni. Sameindu tjóðir gjørdu við atkvøðu í Trygdarráðnum at bjóða fullan limaskap í felagskapinum sum hitt nýggja sjálvstøðuga tjóðveldið Montenegro 22. juni 2006. Montenegro varð váttað sum limur 28. juni.

Montenegro er eitt lítið land í Eysturevropa. Tað liggur ímillum Kroatia, Serbia, Bosnia-Hersegovina og Albania. 




#Article 445: Spania (1084 words)


Spania (spanskt; España) er eitt land í Suðurevropa. Høvuðsstaður er Madrid, og londinum hevur umleið 45 millionar íbúgvar. Spania hevur mark við Andorra, Frakland, Gibraltar, Portugal og Marokko (frá Ceuta og Melilla). Høvuðsmálið er spanskt. 

Fyrst í 11. øld var Spanianes lutað sundur ímillum muslimsk ríki sunnan fyri og í miðjuni og mong kristin kongsríki norðanfyri. Í 1037 eydnaðist Fernando av Kastilia at fullfíggjað ta mál, pápi hansara hevði sett sær; at taka grannaríkið Léon. Men ikki fyrr enn í 1072 kendi sonur Fernandos Alfonso 6. seg so tryggan í sæti, at hann tordi at leggja á muslimsku ríkini fyri sunnan. Stríðið vardi í 400 ár, til síðsta muslimska kongsríkið, Granada, mátti lúta í 1492. 

Trý skip úr spanska rannsóknarflotanum, sum skuldu sigla kring jørðina við portugisiska sjófaranum Ferdinandi Magellan (1480-1521) sum høvuðsmanni, sigldu um tað ovurstóra Kyrrahav. Tey komu fram á tvær smáar polynesiskar oyggjar á vegnum. Onnur var Pukapuka. At enda kom Magellan til Guam, størstu oynna á Marianoyggjum, tá var manningin illa fyri, og nógvir vóru deyðir. 16. mars 1521 steig Magellan fótin á land á filipinsku oynni Samar, og nakrar vikur seinni drupu uppøst fólk á oynni hann. Bara eitt skip við næsta sjóloytnanti Magellans, Sebastian del Cano (1486/1487-1526) sum skipara, kom heim aftur til Spania í september 1522, tá hevði tað fullført fyrstu siglingarferðina um knøttin. Og umsíðir var prógvað, at jørðin var rund. 

Í 1931 noyddu spanskir lýðveldismenn Alfonso 13. kong í útlegd. Nýggja lýðveldisstjórnin førdi sosialistiskan politikk og legði hald á góðseigarajørð og býtti út til bøndur og avmarkaði valdið hjá kirkjuni og herinum. Á valinum í 1936 fekk Sosialistiska Fólkafylkingin meiriluta. Tá gjørdu yvirmenn í spanska herinum, sum stuðlaðu fasistunum, uppreistur. Herovastin Francisco Franco gjørdist oddamaður teirra. Ræðuligt borgarakríggj brast á í landinum. Italia sendi herlið at hjálpa Franco, og Týskland sendi honum hernaðarflogfør. Sovjetsamveldið sendi stjórnini pening og vápn, men í mars 1939 hevði Franco tikið meginpartin av Spania. Hann gjørdist einaræðisharri, og bara ein flokkur, Falengeflokkurin, slapp at vera. 

Eftir blóðugt borgarakríggj frá 1932-1939 tók einaræðisharrin Francisco Franco við og stýrdi øll árini til 1975. Eftirmaður hansara, Juan Carlos kongur 1., setti fólkaræði aftur í gildi. Nú á døgum er Spania sterkt ídnaðarland; mong fólk arbeiða eisini í landbúnaðinum, og ferðavinnan er í støðunum vøkstri. Størsta menningin og mesta virksemið er fram við strendurnar.

Føroyar útfluttu í nógv ár klippfisk til Spania, har fiskurin varð nevndur bacalao. Spanska heitið gav eisini navn til flakavirkið í Havn við sama navni. Spaniar eta framvegis nógvan bacalao, men innflyta hann nú úr øðrum londum enn Føroyar.

Í Spania hava fólk spælt ymisk sløg av fótbólti heilt aftur til rómverjatíðina. Síðan tíðliga í 20. øld hevur enska slagi av fótbólti, ið er tað slagi, ið føroyingar eisini best kenna, verið vælumtókt í Spania. Real Madrid C.F. og FC Barcelona eru millum heimsins kendastu og mest vinnandi feløg í heiminum. Spanska fótbóltslandsliðið vann EM í fótbólti í 1964, 2008 og 2012 og HM í fótbólti í 2010.

Aðrar ítóttagreinar ið eru væl umtóktar í Spania eru kurvabóltur, tennis, súkkling, hondbóltur, futsal, motorsúkklukappkoyring og, seinastu árini eisini Formula Eitt.

Spania gjørdi saman við sameindum londum innrás í Afghanistan í 2002. Síðan eru 22 spanskir hermenn deyðir í krígsherjaða landinum. Í løtuni (oktober 2009) eru 1.200 spanskir hermenn í Afghanistan.

Tað mesta av Spania er ein turrur háslætti, men so eru kortini stórar og veldyrkaðar fløtur uppímillum. Sunnan fyri Pyreneurnar er Ebrofløtan. Har er turt veðurlag, men ógvuliga heitt um summarið; um veturin kann kortini vera kavi. Har, sum tað ber til at veita vatn oman úr fjøllunum, er fløtan væl dyrkað. Vestan fyri fløtuna fram við Biscayavíkini eru tey Kantabrisku fjøllini. Har á norðursíðuni fellur ógvuliga nógv regn niður, og har vaksa skógir av tundureik. Mitt í Spania er háslættin Castilia. Har er so turt og steikjandi heitt um summarið, at gróðurin svidnar av. Um veturin kann tað vera kalt, og ikki so sjáldan kavar hann. Í útnyrðingshorninum av háslættanum regnar kortini nakað, og har velta teir hópin av hveiti og rugi. Størstu áirnar í Castilia eru Tajo og Duero, men tað er við teimum, sum við hinum sponsku áunum, um veturin standa tær á tremur, og um summarið kunna tær brúkast sum vegir. 

Sunnan fyri Castilia í útsynningshorninum av Spania er vítt slættlendi, sum eitur Andalusia. Har er heitasta plássið í Spania. Nógvastaðni á fløtuni hava teir veitt vatn frá Guadalquivir og øðrum áum út yvir bøin, og bøndurnir dyrka nógvar plantur, sum bert trívast í nógvum varma. Har vaksa m.a. mais, hveiti, vín og suðurfruktir. Eystan fyri Andalusia er fjallalendið Granada; har síggjast nógvir vakrir bygningar frá teirri tíðini, tá ið maurarnir ráddu yvir Suðurspania. Fram við Miðjarðarhavsstrondini eru nógvar smáar fløtur. Hesar fløtur, sum á sponskum kallast huertas, urtagarðarnir, eru besta jørðin í Spania. Heitt er bæði vetur og summar, og úr fjøllunum koma nógvar áir, sum teir frá fornari tíð hava veitt oman yvir bøin við teimum mongu frukttrøunum. Har vaksa bæði mandlur, sitrónir, víndrúir, olivur, appilsinir, fikur, abrikosur og dadlur, og teir heysta fleiri ferðir um árið. 

Allar sunnast í Spania eigur Stórabretland ein lítlan bý, Gibraltar. Í Atlantshavinum eigur Spania Kanarisku oyggjarnar.

Spania verður ofta sett í samband við fiesta og flamenko. Flestu fólk eru katolikkar, og tá ið teir halda fiesta, er tað tíðum at minnast ymisk halgimenni; tá ganga teir skrúðgongu, spæla tónleik og dansa. 

Fleiri fólkasløg við egnum máli og serstakari mentan eru í Spania. Málini eru fleiri, til dømis katalónskt, gæliskt og euskera. Baskar, ið búgva í Norðurspania og nakað inn í Frakland, tala euskera, sum als ikki er skilt við spanskt eins og hini bæði málini eru. Almenna málið í Spania er kastilianskt, og allir skúlanæmingar læra tað, umframt enskt ella franskt. 

Sponsk børn bera orð fyri at leggjast seint: tey eta lítla máltíð, tá ið tey koma úr skúla, so spæla tey uttandura, til alt húskið fær sær nátturða um níggjutíðina.

Landbúnaður og fiskivinna vóru grundarlagið undir spanska búskapinum. Nú á døgum er stórur stálídnaður í landinum, meginparturin er miðsavnaður uttan um Barcelona. Har eru eisini nógvar bilverksmiðjur. Í 1980-árunum komu nógvar elektróniskar og hátøkniligar verksmiðjur; nógv av tí fíggjaðu útlendskar fyritøkur. Týdningarmestu landbúnaðarvørurnar eru korn, oljuber, vínber og aldinfruktir, helst appilsinir úr fruktagóða lendinum við Sevilla. 

Búskaparkreppan er farin illa við Spania seinastu árini, og neyðugt hevur verið at siga nógvum fólkum úr starvi, fyri at spara, samstundis sum neyðugt hevur verið at lænt stórar peningaupphæddir, fyri at landið kann hóra undan; spanski landskassin skyldar meir í 2014, sjálvt um stjórnin hevur gjøgnumført krevjandi sparingar á fíggjarlógini 




#Article 446: Ynys Môn (107 words)


Ynys Môn ella Anglesey (enskt: Isle of Anglesey, kymriskt: Ynys Môn, framborið  (IPA)) er ein oyggj og sýsla í Útnyrðingswales. Høvuðsstaður á Ynys Môn er Llangefni. 

Oyggin er skild frá meginlandinum av einum smølum sundi, ið eitur Menai Strait. Hon er bundin at meginlandinum við tveimum brúm, tí upprunaligu Menai Suspension Bridge, ið ber A5 og sum varð bygd av Thomas Telford í 1826 til vegsamband, og tí nýggjaru, tvær ferðir bygdu Britanniabrúnni, ið ber A55 og North Wales Coast Railway line. Ynys Môn-sýslan hevur fleiri aðrar oyggjar, m.a. Holy Island. 

Ynys Môn er limur í altjóða Oyggjaleikasamtakinum.

Væntandi verður Ynys Môn vertur fyri oyggjaleikunum í 2025.




#Article 447: Føroyskur dansur (615 words)


Føroyskur dansur stavar úr miðøld. Hetta er dansur uttan ljóðføri, ístaðin verður kvøðið. Føroyskur dansur hevur verið vanligur í stórum partri av Evropa, men nú er tað bara í Føroyum, at hann er livandi

Stuttleikin við tí føroyska dansinum liggur fyri mestan partin í, at hann verður troddur til sang, kvæði, kempivísur og fólkavísur, sum verða sungnar fyri av einum ella fleiri skiparum, meðan øll taka undir í viðganginum við endan av hvørjum ørindi.  Øll tey dansandi fylgja hugtikin við í søgugongdini í kvæðinum, og tá okkurt serliga yndisligt ella hugtakandi kemur fyri, sæst tað á andlitsbrøgdum og atferð teirra dansandi – tá ruðileikin í bardaganum kemur fyri, taka tey hendurnar fastliga saman, og tá sigur er vunnin, loypa tey av gleði.

Sjálvur dansurin gongur fyri seg soleiðis, at fólk taka saman hendur og gera ein ring, og um fleiri koma upp í ringin, verður hann brotin og eitt innvik ringist inni í sjálvum ringinum.  Er fólkatalið til tess og stovan nóg stór, ringist so aftur eitt innvik innan í tí fyrra, og so framvegis – men altíð í einum samanhangandi dansiringi, so at tann dansandi má fylgja hesum innvikunum i ringinum, og viðhvørt er í tí uttara ringinum, og løtu seinni í tí innara.  Tey dansandi koma sostatt framvið hvørjum øðrum andlit til andlit og møtast tvær reisur í hvørjum umfarið.

Kvæðaløgini eru í sættaparts takt, sum verður hildin av jøvnum og einstáttaðum fótatrampi. Vanligasti dansihátturin er tað sokallaða “stígingarstevið”.

Tey dansandi flyta seg støðugt til vinstru, so at hvør takt í tónleikinum verður fylgd av seks trinum.:

og soleiðis verður hildið fram óavbrotið, við sama stevið í takt við tónleikin.  Er tað ein álvarsom vísa ið verður sungin seigliga, fylgir dansurin spakuligari og sinniligari.

Eitt frábrigdi av dansinum er “trokingarstev” (av at troka), har fólk sum vanligt halda saman hendur í einum óbrotnum ringi, men standa still ella fara eitt sindur aftureftir við tí vanliga stevinum meðan ørindið verður sungið, og so flyta seg frameftir við sama stevi, tá niðurlagið kemur fyri.
Til henda dans verða serliga skjótar og lívligar vísur nýttar. Hetta stev er burturfallið norðanfjørðs, men í Suðuroy, serliga í teimum syðru bygdunum, havi eg ofta luttikið í hesum dansi. Í heila tikið leggja fólk har ein heilt annan dent á dansin enn norðanfjørðs, har tað oftast er tað einstáttaða stevið, ið dentur verður lagdur á.

Eitt triðja slag av dansi, har skjótar og livligar vísur verða nýttar, er bandadansurin.
Har standa fólk í tveimum røðum, 1 – 2 alin frá hvørjum øðrum, menn á aðrari síðuni, og kvinnur hinumegin við einum bandi ímillum sín.  Meðan vísan verður sungin, stendur man í stað og trínur tað vanliga stevið, men tá niðurlagið byrjar, verða hendurnar, ið halda bondunun, lyftar upp í loft, og úr tí endanum av røðini, sum andlitini venda ímóti, boyggja fólk seg parvís undir tey lyftu bondini, til tey eru komin út aftur úr røðini, snara sær á og hevja aftur bondini yvir teimum, tey tá møta.  Steðgað verður á tí plássinum har hvørt parið byrjaði, og so byrjar alt umaftur og heldur fram til vísan er endað. Hetta er ein sera lívligur, men eisini troyttandi dansur.

Fyri uttan sjálvan dansin eru eisini fleiri ymiskir jólaleikir, og nakrir av hesum leikum verða leiktir til sangir, ið hoyra til.  Summir leikir eru serføroyskir (sum t.d. Frísavísa), aðrir eru komnir aðrastaðnis frá, t. d. at ríða ediling, sum eisini er íslendsk vikivaka: “her riðr Hoffin...”, og somuleiðis finnast í Jútlandi (samanber Lyngbye fær, kvæder, s. 37 – 38 og 589).
Svabo hevur í 5. bindi av sínum ferðafrásagnum á tí Kgl. Bókasavninum sagt frá einari rúgvu at tílíkum leikum, sum verða nýttir til samkomur í húsunum ella úti undir opnum himli.




#Article 448: Mošovce (149 words)


Mošovce er ein av teimum størstu bygdunum í tí søguliga økinum Turiek, sum nú liggur í Turčianske Teplice landslutinum í Žilina Regiónini í norður-Slovakia. Nógvir søguligir varðveittir bygningar eru í Mošovce. Tað fyrsta søguliga dokumentið, ið nevnir bygdina var frá 1233. Av fyrstan tíð var talan um tvey bústaðarøki, Machyuch og  Terra Moys. Áin Mošovka rennur gjøgnum bygdina. Í bygdini eru fleiri minnisvarðar og søguligir bygningar, eitt nú er ein klassisk-rokoko harragarður frá seinna helmingi av 19. øld við enskum hava. Onnur støð, sum eru vitjunarverd í bygdini eru ein neo-gotisk katólsk kirkja, ein luthersk kirkja frá 1784 og eitt mausoleum sum nú er eitt museum. 

Mošovce er føðibygdin hjá kenda Slovakiska skaldinum Ján Kollár. Húsið har hann varð føddur er eisini eitt stað, ið ferðafólk plaga at vitja.

Fólkatalið í Mošovce er minkað tey seinastu árini og var 1380 í 2001, sum var 7,4% minni enn í 1994. 




#Article 449: Húsavíkarbrøvini (337 words)


Húsavíkarbrøvini eru savn við tilsamans 6 brøvum, ið snúgva seg um arvin eftir Guðruna Sjúrðardóttir í Húsavík. Brøvini eru at finna sum pergament (skinnbræv) í Árnasavninum ella savninum á Det arnamagnæanske Institut á Københavns Universitet og eru talmerkt AM fasc. 100 nr. 1a. Brøvini eru samanskrivað í eitt transskriftarbræv 3. juli 1407.

Guðrun var dóttir Sjúrð Hjalt - hvørs navn bendir á, at hann hevur verið av hetlendskari ætt - og gift við Arnbjørn Guðleiksson, einum føroyskum stórmanni. Arnbjørn er deyður í 1403. Arnbjørn og Guðrun áttu tvey børn saman, sonin Sjúrð og eina dóttur, og tá Arnbjørn doyði, arvaði sonurin ognir faðirsins, men doyr stutt eftir. Síðani arvaði dóttir Arbjarnar og Guðrunar bróður sín, men eisini hon doyr stutt seinni, og Guðrun lyftir arvin eftir mann og børn síni einsamøll. Í 1405 doyr Guðrun eisini, og hon er eftir øllum at døma tann seinasta av ættini. Húsavíkarbrøvini eru stórt sæð royndir at fáa skil á ognarviðurskiftini til hesar eftir tátíðarinnar máti sera stóru ognir. 

Brøvini verða av mongum roknað sum fyrsta dømið um, at føroyskt mál er farið at menna seg so langt burtur frá tí felags norrøna málinum, at tosast kann um eitt serstakt føroyskt mál. Tó eru øll ikki á einum máli um hetta. Inngangurin verður endurgivin soleiðis:

(Q G er stytting fyri Qvedju Guðs).

Talan er um tilsamans 6 brøv, ið snúgva seg um:

Hans Jacob Debes er av teirri fatan, at Guðrun Sjúrðardóttir ikki er tann sama sum tann kenda hústrúgvin (ella húsfrúgvin) í Húsavík, ið kend er úr søgnunum. Hústrúgvin í Húsavík eitur sambært søgnini Sissal ella Cecilia, og er gift við Nevi, meðan tað er próvfast, at hjúnini í Húsavík eita Guðrun og Arnbjørn. Ein frásøgn vil vera við, at maður nevndur Nevur verður sendur av kongi úr Noregi at byggja Húsavíkar bygd uppaftur, og giftist hann við húsfrúnni. 

Ivasamt er, hvussu tað bar til, at øll ættin í Húsavík doyr út eftir lutfalsliga stuttari tíð. Ein sannlíkur møguleiki er, at tey vórðu rakt av Svartadeyða ella av aðrari farsótt.




#Article 450: Søgukvæði (267 words)


Søgukvæði (enskt ; Historical ballads), eisini rópt sannsøgulig kvæði;, snúgva seg um persónar, ið veruliga hava livað. Í Norðurlondum finnast sambært yvirlitsverkinum The Types of Scandinavian Medieval Ballad (TSB) 41 tílík kvæði, men á føroyskum finst bert eitt sannsøguligt kvæði, og er tað Margretu kvæði (CCF 77). Kvæðabólkurin verður allýstur soleiðis (brot úr Encyclopaedia Britannica):

The details in historical ballads are usually incorrect as to fact because of faulty memory or partisan alterations, but they are valuable in reflecting folk attitudes toward the events they imperfectly report.

TSB skrásetingin hevur hendan bólkin við sum bólk C. 

Í TSB eru skrásett fýra føroysk kvæði av hesum slagi, men verða trý teirra roknað sum tættir av Margretu kvæði - nevniliga Margretu kvæði (TSB C 6), Frúgvin Margreta (TSB C 22) og Eyðuns ríma (TSB C 23). Hartil verður Frú Dagmoy (TSB C) eisini roknað sum sannsøguligt kvæði í TSB. V. U. Hammershaimb ger í Færøsk Anthologi I (1891, bls. 120) vart við, at Margreta Dagmoy og Margreta Eiriksdóttir, ið Margretu kvæði snýr seg um, eru komnar í bland á Sandoynni, har Margretu kvæði verður kvøðið sum trítáttað við Drotningin av Rúnsborg sum fyrsta tátti. 

Sjálv hendingagongdin í Margretu kvæði snýr seg um søguliga persónin Margretu Eiriksdóttir (1283-1290), ið sambært søguni sjólætst á veg at verða gift við skotska trúnarvinganum. Kvæðið vil vera við, at hon varð burturflutt til Týsklands, fyri síðani at venda aftur til Bergen í 1300 at krevja trúnuna eftir faðir sín, Eirik Magnusson (1268-1299). Faðirbróður hennara, Hákun Magnusson (1270-1319) annaðhvørt trýr henni ikki, ella vil ikki lata trúnuna frá sær, og letur hana brenna á báli. 




#Article 451: Eystein Eggen (136 words)


Eystein Eggen (føddur 1944, deyður 19. november 2010) er norskur rithøvundur, útbúgvin málfrøðingur og søgufrøðingur.

Í 1993 gav hann út Gutten fra Gimle, í 1994 Agnar Mykle - en dikterskjebne, og í 1996 skaldsøguna Generalen, ið er um lagnuna, ið Carl Gustav Fleischer, generalmajorur, fekk undir seinna heimsbardaga, og árið eftir var tað, at hann kom við bókini Hov.

Kærleikssøgan Hov fer fram í tíðarskeiðnum 1272 til 1328. Hon er lutað upp í trý skeið. Tað fyrsta fer fram frá 1272 til 1293, hitt næsta frá 1293 til 1302 og hitt triðja og seinasta frá 1303 til 1328. Í einum parti av søgugongdini eru hendingar tiknar við, sum um hetta mundið fara fram í Føroyum.

Kona Eystein Eggen er føroysk, ættað av Skála, eitur Unni Friis Skogstad, gentunavnið var Unni Karlsen, dóttir Jógvan Karlsen (Johan Karlsen).




#Article 452: LSD (112 words)


LSD, ið er ein stytting fyri LysergSýra Diethylamid, er eitt hallusinogent rúsevni. Viðhvørt verður LSD eisini nevnt við slangorðinum sýra ella tripp.

LSD varð í 1950-árunum nýtt í samrøðuviðgerð av sálarsjúklingum, av tí at man metti tað at vera ein snarveg til at fáa sjúklingin at opna upp fyri tað undirbevísta.

LSD er eitt tað sterkasta psykoaktiva evnið, vit kenna. Ein vanlig dosa er millum 100 og 500 mikrogram. Hetta svarar til umleið 1/10 av vektini á einum sandkorni. Tað verður vanliga selt sum frímerki á ólógliga marknaðinum. Hetta eru smá pappírspetti, har ein dropi av LSD er dryppaður á, svarandi til eina dosu. Frímerkini eru ofta prýdd við ymiskum litríkum myndum.




#Article 453: Bye Bye Bluebird (132 words)


Bye Bye Bluebird er ein føroyskur filmur eftir Katrini Ottarsdóttur úr 1999. Høvuðsleikarar í filminum eru Sigri M. Gaïni, Hildigunn Eyðfinnsdóttir og Johan Dalsgaard. Filmurin er framleiddur í Føroyum. 

Filmurin er ein roadmovie, ið fylgir tær báðar Rannvá og Barbara, tá tær venda heim til Føroyar, eftir at hava búð uttanlands í fleiri ár. Bye Bye Bluebird vann fimm heiðurslønir, m.a. Prize of the Ecumenical Jury – Special Mention á Mannheim - Heidelberg International Filmfestival og Audience Award á Rotterdam International Film Festival. 

Einasti útbúni føroyski filmsleikstjórin tá – Katrin Ottarsdóttir var klár við Bye Bye Bluebird í 1999. Bye Bye Bluebird er seinasti heili spælifilmur, ið er framleiddur í Føroyum.

Tær báðar ungu vinkonurnar, Rannvá (Hildigunn Eyðfinsdóttir) og Barba (Sigri Mitra Gaïni), venda aftur til Føroya eftir fleiri ár í útlondum. 




#Article 454: Óðin (356 words)


Óðin (Norrønt: Óðinn) er mætasti gudurin í norrønu gudalæruni og forngermanskari gudafrøði, har hann verður nevndur Wotan. Óðin er gudur vísdómsins, krígsins og stríðsins, gandsins, sigursins og skaldskaparins. Hann er alfaðir og kongur alra ása. Hann er einoygdur eftir at hava latið annað eyga sítt í veð fyri at drekka úr Mimirs brunni, haðani hann hevur fingið sín vísdóm. Ravnar Óðins, Hugin og Munin (Hugurin og Minnið), flúgva um allan heimin og boða Óðini frá tí, ið fyriferst í heiminum.

Kona Óðins eitur Frigg, men hann eigur eisini børn við Jørðini og nøkrum jatnadøtrum. Mætastur av synum Óðins er Tórur, sum vinnur á øllum livandi. Aðrir synir Óðins eru Baldur, Høður, Váli, Víðar og kanska Heimdallur, Týr og Bragi.

Óðin eigur hestin Sleipnir, sum hevur átta bein.

Fornnorrøna gudanavnið Óðinn og tess skyldorð fornenskt Wóden, fornsaksiskt Wōden, fornhátýskt Wuotan og Langobardiskt  Godan ella Guodan, stava øll frá tí endurskapta protogermanska gudanavninum *wōđanaz. Kallkynsnavnorðið *wōđanaz rann úr protogermanska lýsingarorðinum *wōđaz ið er skylt við latínskt vātēs of fornírskt fáith, ið bæði merkja ‘spámaður, profetur’. Lýsingarorð, ið stava frá *wōđaz, umfata m.o. gotiskt woþs 'besettur', fornnorrønt óðr ‘óður’, og fornenskt wód 'óður'. Lýsingarorðið *wōđaz (ella *wōđō) er vorðið til onnur navnorð t.d. fornnorrønt óðr ið merkir viti’, ‘sál’, ‘orka’ ella ‘lívskraft’.  

Navnið Óðinn er samansett av tveimum liðum óð og -inn, har seinni liður í hesum føri merkir ‘harri’. Sostatt merkir navnið ‘Harrin yvir lívskraftini’. Uml. 200 onnur nøvn ella eyknevni eru fyri Óðini ið lýsa hansara útsjónd og eginleikar, t.d. Alfǫðr (Alføður), Blindi, Bragi (Høvdingi) Bölverkur (Illgerðarmaður), Forni, Grímnir (Grímuklæddi), Hárbarðr (Gráskeggi), Herfǫðr (Herfaðir), Hildolfr (Krígsálvur), Loðungr (Rísni kappi), Síðhöttur (Síðhattur), Síðskeggr (Síðskeggi), Valfǫðr (Vígvallarfaðir) og Vegtamr (Vegkendi).

Í fyri-kristnu tíðini varð Óðin dyrkaður í øllum tí germanska økinum í núverandi Týsklandi, Hollandi og Onglandi. Ætlandi spjaddist dyrkanin av Óðini norðureftir frá Rhínøkinum í 1. øld e.kr. og hevur nátt Skandinavia í 5'tu øld e.Kr. Her hevur ásatrúgvin avloyst eina eldri fruktbærisdyrkan. Óðin framstendur sum ein krígsgudur í suðurgermanskum keldum frá 5'tu til 8. øld e.Kr. 

Óðin eigur hestin Sleipnir, sum hevur átta bein.

Føroysku orðini óður, øði, ódn og (á suðuroyarmáli) ónsdagur, stava frá navninum Óðin.




#Article 455: Rúsevni (289 words)


Eitt rúsevni er eitt evni, ið kann verða brúkt til heilivág, til at fáa ein rús, til at skerpa evni mans, til at orka meira ella til annað endamál, tá eitt menniskja ella djór tekur ella fær hesi evni innvortis ella á annan hátt. Rúsevni virkar á heilan og gevur ein rús í stóran ella lítlan mun. Flestu rúsevni eru ring fyri heilsuna, tó eru summi verri enn onnur og summi hava eisini víst seg at hava nakrar góðar eginleikar í smáum nøgdum og brúkt á rættan hátt, eitt nú til at linna ella lekja sjúkueyðkenni. Men sum heild verða rúsevni mett at vera skaðilig, serliga tá ið tey verða misnýtt. 

Rúsevni eru ymisk evni, summi lóglig og onnur ólóglig. Til dømis eru tubbak og kaffi lóglig, og kaffi er vanligasta evnið, ið kemur undir rúsevni. Rúsdrekka er lógligt í nógvum londum, men verður í summum londum ikki selt frítt men í serligum handlum, sum t.d. í Føroyum og Svøríki. Heilivágur kemur eisini undir rúsevni. Summi sløg fáast í handkeyp, meðan onnur bert fáast við læknaávísing. Narkotika er felagsheiti fyri ymsum sløgum av rúsevnum, og er í høvuðsheitum bannað í flestum londum. Flest rúsevni verða vanliga sædd sum rúseitur, og eru ólóglig í flestum londum. Nevnast kunnu nøkur av hesum evnum: lsd, heroin, kokain og ekstasi. Um ein tekur amfetamin, verður ein í góðum lag, ovfarakátur og heldur seg megna alt. Samtíðis verður ein friðleysur, sjávsøkin og mælskur. Amfetamin køvir ávaringartekin kropsins, til dømis pínu og møði. Kroppurin er tískil ikki førur fyri at boða frá, hóast hann er útlúgvaður, og ein kann tí smella av møði. Nógv verður gjørt t.d. á skúlum at upplýsa um rúsevni. Besta fyribyrging er vitan um skaðiligu evnini í narkotika, alkoholi og tubbakki. 




#Article 456: Javni (168 words)


Javni er landsfelag fyri fólk við menningartarni og teirra avvarðandi. 
Endamál felagsins er í einum og øllum at stuðla menningartarnaðum og teirra avvarðandi og fremja áhugamál teirra, so tey kunnu liva á sama støði sum onnur fólk í Føroyum.

Felagið Javni var stovnað 14. mai 1971. Endamál felagsins er at virka fyri at bøta um korini hjá fólki við menningartarni á øllum økjum, eitt nú viðvíkjandi bústaðamøguleikum, skúla, barnaansing, korunum hjá eldri og so framvegis. Javni hevur skrivstovu í Havn, á Hoydalsvegi 40, 3. hædd, tlf. 314827. Javni hevur eina fimmmannanevnd og tveir tiltakslimir. Á skrivstovu felagsins er ein dagligur leiðari í fulltíðarstarvi og eitt skrivstovufólk parttíð.

Javni samstarvar við onnur líknandi feløg bæði innanlands og uttanlands. Innanlands er Javni eitt av limafeløgnum í MBF, Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum. Uttanlands er Javni limur í bæði evropeiska felagnum fyri menningartarnað, Inclusion Europe, og í altjóða felagnum fyri menningartarnað, Inclusion International. Norðurlendsku systurfeløgini hjá Javna hava eisini eitt tætt samstarv, NSR, Norðurlendska samstarvsráðið, og har er Javni virkin limur.




#Article 457: Hydrogen (108 words)


Hydrogen (latín hydrogenium, úr grikskum ὑδρο- hydōr- vatn, og -γενής, -genēs, framleiðari, upprunaliga upphav; symbol H), er eitt frumevni, ið hevur atomnummar 1 í skeiðbundnu skipanini.
Á føroyskum verður evnið eisini nevnt vetni av upprunaheitinum, sum meira neyvt kundi verið umsett vatnupphav. Latínska heitið kemur av, at hydrogen er annað av teimum báðum frumevnunum í vatni. Almenna danska heitið er hydrogen, men heitið brint verður eisini brúkt. Hetta seinna navnið kemur av, at hydrogen brennir væl.

Hydrogen er gass við atmosferiskt trýst og vanligan hita. Frítt hydrogen finst sum hydrogenmýl, . Hydrogen er sera eldfimt; saman við oxygeni gevur tað vatn, .

Hydrogen H finst í trimum isotopum: 




#Article 458: Loki (146 words)


Loki ella Lokki er ein av ásagudunum í norrønu gudalæruni. Loki er av jatnaætt, men sum vinur Óðins búsettur í Ásgarði. Gylvaginning sigur um hann: Loki er fríður og fagur í útsjónd, illur av lyndi og skiftandi í atferð. Hann var snildari enn fólk flest og svikaligur í øllum lutum. Hann voldi ofta ásum stórar vandar, og ofta loysti hann teir við sviki. Børnini hjá Loka eru Miðgarðsormur, Hel, Fenrisúlvur, Narvi og Sleipnir. Kona hansara eitur Sigyn. Loki orsakaði deyða Baldurs og eftir tað bundu æsirnir hann. Hann man losna við ragnarøk, har hann berjist saman við jatnum ímóti æsum. Hann berjist við Heimdall; teir verða hvørjum øðrum at bana.

Víkingar hava ikki dyrkað Loka. Heldur hevur hann verið ímyndin av menniskjasligum eginleikum, sum víkingarnir hava kent aftur í sær sjálvum.

Loki umtalast í einum føroyskum kvæði, Lokka tátti, har hann hjálpir fólki móti einum risa.




#Article 459: Kveiki (106 words)


Ein kveiki ella eitt ensym er eitt protein, sum økir um ferðina á eini ávísari evnafrøðiligari reaktión - ein lívfrøðiligur katalysatorur. Kveikin skundar undir reaktiónina millum reaktant (substrat) og produkt, men verður tó ikki sjálvur broyttur í reaktiónini.

Fyrr varð hildið, at allir lívfrøðiligir katalysatorar vóru proteinir, men í 1980-árunum varð uppdagað, at nøkur RNA-mýl kunnu verða munadyggir katalysatorar, og tey verða nú nevnd ribozymir.

Vanligt verða kveikar nevndir við endingini -ase. Tó hava nakrir av teimum fyrstu kveikunum, ið funnir vóru, gomul heiti, og enda sostatt ikki við -ase.

Kveikar verða bólkaðir í 6 ymiskar høvuðsbólkar eftir teirra starvi:

Tað eru eisini undirbólkar undir høvuðsbólkunum.




#Article 460: Sørvágs Ítróttarfelag (139 words)


Sørvágs Ítróttarfelag ella SÍ er eitt ítróttarfelag úr Sørvági, sum var stovnað tann 17. mars 1905. Felagið er virkið innan flogbólt og fyrr eisini innan fótbólt, nú tó við felagnum 07 Vestur. Aðrar ítróttargreinar sum svimjing og hondbóltur hava eisini verið íðkaðar í Sørvági í Sørvágs Ítróttarfelag. Í fyrstani æt felagið Sørvágs Bóltfelag, men navnið passaði ikki longur, tá svimjingin eisini gjørdist partur av felagnum. SÍ var føroyameistari í fótbólti í 1947. Árini 1998 - 2003 var SÍ partur av FS Vágar, eftir tað endaði felagið í 4. deild, vann deildina og rykti upp í 3. deild. Í 2007 var fótbóltsfelagið 07 Vestur stovnað. Tað vóru FS Vágar og SÍ sum løgdu saman og gjørdist til nýggja felagið 07 Vestur. SÍ er tó enn virkið innan flogbóltin. SÍ hevur lið í bestu deildunum hjá monnum og kvinnum í 2010/11.




#Article 461: Frankfurt am Main (105 words)


Frankfurt am Main er stórbýur i Týsklandi. Býurin er fimtstørsti býur í landinum og størsti býur í Hessen.

Flogvøllurin í Frankfurt am Main í Týsklandi er tann fjórðstørsti í Evropa. Hiðan er millum annað gott samband við flogvøllir í USA og Ásia. 

Fyrstu ferð, Frankfurt verður nevndur í skrivligum keldum, er tað í miðøldini. Býurin verður umrøddur sum Franconofurd í einum skjali frá árinum 794. 
Í 1220 fekk Frankfurt framíhjárættindi sum frælsur býur í Heilaga rómverska ríkinum. Frá 1810 til 1813 var býurin høvuðsstaður í stórhertugadøminum Frankfurt. Í oktober 1866 verður Frankfurt limaður inn í Prusslandi. Undir Seinna heimsbardaga vórðu stórir partar av býnum oyðilagdir.




#Article 462: Annika Hoydal (270 words)


Annika Hoydal (fødd 19. november 1945) er ein sjónleikari, songkvinna og tónasmiður úr Havn. Hon er limur í bólkinum Harkaliðið. Hon er búsitandi í Danmark har hon m.a. hevur virkað sum sjónleikari á palli, í filmi, sjónvarpi og útvarpi.

Annika er fødd í Havn, hon er dóttir føroyska rithøvundan og politikaran Karsten Hoydal og donsku Marie Louise Hoydal, fødd Falk-Rønne. Hon hevur tríggjar brøður: Gunnar, Kjartan og Egil. Hon er uppvaksin í Føroyum og í Ekvador í Suðuramerika, har familjan búði í nøkur ár. Seinni hevur hon eisini búð í Spania og Skotlandi. Í 1973 var hon útbúgvin sum sjónleikari á Statens Teaterskole, men hennara royndir sum sjónleikari byrjaði longu í 1960-árunum við studentakabaret í Hoydølum, og í 1968 spældi hon við í í ”Færinger frænder” á Fiolteatret í Keypmannahavn.

Hon hevur búð í Keypmannahavn í nógv ár og er kend í øllum Norðanlondum og í Týsklandi sum sjónleikarinna. Hon hevur eisini verið sera virkin sum songkvinna. Í 1973 útgav hon plátuna Til børn og vaksin við barnasangum, sum Hans Andrias Djurhuus hevur yrkt. Henda útgávan var útgivin sum CD í 1998. Annika luttók í Dansk Melodi Grand Prix 1979 við sanginum Aldan, sum hon sjálv hevði gjørt lag til, og sum bróðir hennara Gunnar Hoydal hevur yrkt. Sangurin gjørdist nummar fýra.

Í 1966 sang hon á fyrsta sinni við  Harkaliðnum í Føroyum. Tey gjørdust sera vælumtókt og eru enn virkin av og á, tó við broyttari manning: Annika Hoydal, Jógvan Dahl, Eyðun Mohr Hansen og Kaj Johannesen.

Politikarin Høgni Hoydal er bróðursonur Anniku.

Annika Hoydal, Jógvan Telling Joensen, Kári Mouritsen, Jógvan Dahl, umframt Jaspur Petersen (bert á fyrstu útgávuni)




#Article 463: Turkaland (699 words)


Lýðveldið Turkaland (Turkiskt: Türkiye Cumhuriyeti) er bæði í Evropa og Asia, og smalt sund er ímillum evropeiska og asiatiska partin. Turkaland hevur mark við Svartahav í norðri, Bulgaria og Grikkaland í vestri, Sýria og Irak í suðri, og við Iran, Armenia, Aserbadjan og Georgia í eystri. Í meiri enn 600 ár var Turkaland partur av máttmikla Osmannaríkinum. Nú er Turkaland lýðveldi, har bæði islamskir og kristnir siðir hava djúpar røtur. Turkaland hevur uml. 71,8 mió. fólk (juli 2008). Yvir 11,3 mió býr í Istanbul. Istanbul er størsti býur í Turkaland. Høvuðsstaður er Ankara við 3,9 mió. íbúgvum. Til samans er Turkaland 783 túsund ferkilometrar til støddar. Mong ferðafólk koma til Turkalands. BTÚ fyri hvønn íbúgva í landinum er $ 12,900 (sbrt. ). Tjóðardagur er 29. oktober.

Fyrri heimsbardagi gjørdi enda á Osmannaríkinum. Arábisku landslutirnir fingu sjálvræði, og ríkið misti øll landøki síni í Evropa uttan Konstantinopel, og í 1923 legði seinasti osmanniski sultánurin, Mohammed 6., frá sær. Í oktober sama ár varð landið lýst lýðveldi, og Mustafa Kemal (19. mai 1881 – 10. november 1938) varð valdur forseti. Hann var heryvirmaður og hevði verið uppi í at stovna eina tjóðskaparfylking seinast í heimsbardaganum. Mustafa varð afturvaldur í 1927, 1931 og 1935; hann varð nevndur Atatúrk, sum merkir faðir turkanna, og hesi árini setti hann stórar nýskipanir í verk og nútíðargjørdi landið. Ímillum nýskipaninar varð nýggj stýrisskipan, nýggj sivil rættarskipan, valrættur til konufólk, latínska stavraðið varð tikið í nýtslu, og fleirkonuhjúnalag varð bannað. Eisini eggjaði hann landsmonnum at ganga í evropeiskum klæðum og skipaði fyri einari fýra-ára búskaparætlan. Kemal Atatúrk doyði í 1938. 

Í 2007 var val í Turkalandi, og samstundis harðnaði andstøðan millum kurdar og turkisku stjørnuna, ið hevur ført við sær eina øking av bæði yvirgangi og av turkiskari nationalismu.

Í 2004 byrjaðu samráðingar um ES-limaskap. Tað eru 32 samráðingarøki, ið skulu góðkennast. Samráðingar um seks av hesum økjum eru byrjaðar. Bert eitt av hesum økjum er í dag góðkent, tað er tøkni og vísindi. 

At byrja við gekk tað væl við kjakinum um ES-limaskap, serliga tí Turkaland hevði eina sterka alliansu við Bretland, sum við Tony Blair á odda hevði formanskapin í ES. Í dag er tað Nicolas Sarkozy, sum situr við formansskapinum í ES, og Fraklandi er einamest móti turkiskum limaskapi. Forsætisráðharrin í Bretlandi Gordon Brown, er heldur ikki so heitur fyri turkiskum limaskapi. 

Turkiska nationalisman er einamest við til at seta fóti fyri øllum samráðingunum um turkiska limaskapin í ES. Eitt stórt problem í mun til hetta er, at turkiski herurin er alt ov sterkur. At turkar enn forfylgja minnilutum, so sum kurdum, kristnum og sínum egnu atfinnarum, við lógini móti at tosa niðursetandi um alt, sum er turkiskt. Enn vil Turkaland ikki viðurkenna Kýpros og vil ikki loyva skipum úr Kýpros at leggja at í turkiskum havnum, bert við hesi avgerð brýtur Turkaland við 8 økir, ið skulu góðkennast av ES. 

Marknaðir ella basarar eru vanligir í mongum turkiskum býum. Turkaland er gitið fyri listhandverk sítt, helst vøkru teppini, lutir úr leiri, leðurvørur og smíðaðar lutir úr kopari. Teppini verða knýtt av silkitráði og bummullartráði og hava vøkur mátað mynstur ella blómumynstur, ið ofta eru úr heimstaði vevarans. 

Siður er, at fólk hittast á uttandurakaféum, helst mannfólkini. Teir koma hagar at drekka te ella turkiskt kaffi, roykja pípu og práta. Ofta spæla teir kort ella damma. Bara mannfólk roykja vatnpípu. Roykurin verður sogin ígjøgnum langa slangu. Sterkt, svart kaffi er væl umtóktur drykkur í Turkalandi. 

Landafrøðisliga liggur bara 3 prosent av Turkalandi í Evropa. Restin liggur í Asia. Landslagið er fjølbroytt, og veðurlagið er skiftandi, nógvastaðni fruktar væl, og landið er sjálvbjargið við mati. 

Fleiri milliónir ferðafólk koma til Turkalands á hvørjum ári at njóta góða veðrið, at vera á sandstrondunum og at síggja fornminni. Ferðavinnan er ein av høvuðsvinnuvegunum í Turkalandi. 

Annaðhvørt fólk í Turkalandi arbeiðir í landbúnaðinum. Bøndurnir dyrka m.a. hveiti, bummull, tubbak, sukurrøtur og frukt. Fram við Svartahavi dyrka teir nógv te, tað er væl dámdur drykkur í Turkalandi. Konufólk gera mesta landbúnaðararbeiði. Nógv og góð búnaðarjørð er í Turkalandi, og landið dyrkar nóg mikið til egna nýtslu og til útflutnings. 

Meginparturin av fólkinum er muslimar, ið tala turkiskt; men eingin ríkisátrúnaður er í landinum. Miðallívsævin í landinum er 75.73 ár. 




#Article 464: Fenerbahçe (136 words)


Fenerbahçe Spor Kulübü ella FB er eitt ítróttarfelag og fótbóltsfelag úr Istanbul í Turkalandi. Felagið varð stovnað í 1907 og er tað mest vinnandi fótbóltsfelagið í Turkalandi við 18 turkiskum meistaraheitum. Felagið hevur eisini luttikið í evropeiskum fótbólti og hevur í hesum sambandi spælt móti føroyska B36 í Champions League undankappingini í 2006-07. Fenerbahçe vann báðir dystirnir móti B36 og kom víðari, men taptu í 3. rundu móti Dinamo Kiev. Í UEFA Champions League 2007-08 komu teir víðari og komu til kvartfinaluna, sum teir spældu móti enska felagnum Chelsea FC, teir vunnu heimadystin 2-1, men taptu á útivølli 2-0.

Stadion hjá teimum, Fenerbahçe Şükrü Saracoğlu Stadyumu, liggur í býarpartinum  Kadıköy, sum liggur í asiatiska partinum av Istanbul og er tað mest nýmótans fótbóltsstadion'ið í Turkalandi. Tvey onnur feløg, ið kappast móti Fenerbahçe eru Beşiktaş og Galatasaray.




#Article 465: 200 (rokkbólkur) (179 words)


Sangirnir hjá 200 eru allir á føroyskum og eru merktir av skemti og sjálvsironi. Sangurin Muscleman Blað, sum var ovast á føroyska hittlistanum í fleiri vikur, snúði seg um homoseksuelitet, og her talaði bólkurin at ágangi ímóti teimum samkyndu. Bólkurin kom fram á almenna pallin í 2001 í kappingini Prix Føroyar og gjørdist kendur bæði í Føroyum og Íslandi eftir hetta. Á ólavsøku 2005 hevði Norðurlandahúsið, í teirra ólavsøkuframsýning, eitt 2,9 metur høgt roterandi papmaché listaverk, sum var ein fokk jú fingur, og 200 brúkti hetta listaverk sum dekoratión á teirra palli á konsertum.. 

Fløgan Vendetta varð av allscandinavian.com kosin Besta fløguútgáva í Skandinavia 2012.

Eftir framførsluna á G! Festivalinum í 2005 við papmasché fokk jú-fingrinum, var ein mynd at síggja á Nym.fo, sum er ein føroysk dagdvølja á netinum við skemti og øðrum, sum vísti 200 á Gøtusandi og eina náttúrumynd frá Mykinesi. Mykines-myndin vísti ein stóran klett, sum lættliga kundi líkst einum fokk jú-fingri. Hugsast kann, at tað var haðani, at Niels og hinir báðir limirnir í bólkinum fingu íblástur til at gera ein stóran fokk jú-fingur.




#Article 466: Funnings kirkja (108 words)


Funnings kirkja er ein av gomlu trækirkjunum í Føroyum. Hon varð vígd 30. november 1847 og er tískil yngst av gomlu trækirkjunum. Porkeris kirkja varð eisini vígd í 1847, men nakrar mánaðar frammanundan. Funnings kirkja er harafturat einasta trækirkja og elsta kirkja í Eiðis prestagjaldi. Til 1929, tá Gjáar kirkja varð vígd, var Funnings kirkja eisini sóknarkirkja, ið fevndi um bygdirnar Funning og Gjógv.

Staðið, har kirkjan stendur, verður nevnd niðri í Hólma. Í dag líkist økið ikki einum hólmi, men ein á (Tentlá) rennur norðanfyri kirkjuna; hon er í dag løgd undir heilt.

Kirkjan hevur 10 benkur mannfólkamegin og 9 konufólkamegin. Prædikustólurin er framman fyri fremsta konufólkabonk.




#Article 467: Kevin Cosgrove (131 words)


Kevin M. Cosgrove (6. januar, 1955 ndash; 11. september, 2001) úr West Islip, New York var eitt av offrunum í 11. september-yvirgangsálopunum. Cosgrove var fangaður í eini skrivstovu í landnyrðingshorninum á 105. hædd í sunnara torninum. Saman við honum vóru starvsfelagin Dough Cherry og ein annar ónevndur persónur. 

Eftir at hava ringt til skyldfólk ringdi hann til neyðkall (911) um hjálp. Meðan hann enn var á tráðnum skramblaði bygningurin saman kl. 09:59 (14:59 føroyska tíð), og sambandið reyk. Síðstu orð hansara vóru Oh God! Oh... (føroyskt: Á, Gud! Á...). 

Kevin Cosgrove var varastjóri hjá Aon Corporation. Hann var 46 ára gamal. Líkið varð funnið, áðrenn vika var liðin, og hann varð jarðaður 22. september í St. Patrick-kirkjugarðinum í Huntington, New York. 

Upptøkan av neyðarkallinum varð spæld til rættarmálið hjá Zacarias Moussaoui. 




#Article 468: Absalon Guttormsen (347 words)


Absalon Guttormsen (5. mai 1830 – 11. juli 1902) var bóndi í Útistovu á Trøllanesi. Hann var sjálvlærdur lærari í Kalsoynni 1875 – 1893. Hann var virkin í Føringafelag og var frá umleið 1870 íðin fráhaldsmaður, og virkaði fyri at stovna fráhaldsfeløg ymsastaðni, serliga í Norðoyggum og í Eysturoy. Tingmaður fyri Norðuroyggjar 1861 – 1869 og 1873 – 1877. 

Absalon var bóndasonur í Útistovu á Trøllanesi, elstur av 4 systkjum. Hann fór ungur til Tvøroyrar, har hann lærdi til snikkara. Absalon festi eftir pápan, Guttorm Absalonsen, í 1857, 26 ára gamal, og sat við festinum í 39 ár, tá sonurin Poul Johannes tók festið eftir hann. Absalon giftist í 1855 við Ellen Sofie Jensdatter av Viðareiði. Tey fingu 9 børn, ið øll fingu eftirnavnið Østerø.
Absalon var framburðsmaður, og longu í 1865 var hann partaeigari í Norderø Fiskeri- og skibsselskab af 1865, sum árið eftir keypti skonnartina Caprice, 63 registartons til støddar. Endamálið var at reka fiskiskap undir Føroyum og síðani farmasigling afturat. Eftir miseydnaða roynd at reka fiskiskap fór skipið í farmasigling, og í 1871 keypti skiparin, Jóhannes Johansen allan partapeningin. 
Í 1872 var við lóg ásett, at øll børn yvir 7 ára aldur skuldu hava skúlagongd. Absalon átók sær sjálvur at vera lærari í Kalsoynni 1875 til 1893, og í 1895-96 var hann lærari í Kunoy, hóast hann ikki var læraralærdur. Hann var talsmaður fyri at fáa føroyskt mál inn í skúlan og at avtaka uttanatslæruna.
Frá umleið 1870 var Absalon íðin talsmaður fyri fráhaldsrørsluna, ið tók seg upp um hetta mundið. Hann ferðaðist um allar Norðuroyggjar og eystursíðuna á Eysturoynni og eggjaði til at stovna fráhaldsfeløg fyri at tálma stóru rúsdrekkanýtsluni. 
Absalon var íðin tjóðskaparmaður og virkin í Føringafelag. Í blaðgreinum (td. Dimmalætting nr. 49, 1895) streingir hann á fyri at vinna føroyskum máli rættindi í kirkju og á tingi. Hann var tingmaður fyri Norðuroyggjar 1861 – 1869 og 1873 – 1877.
Absalon doyði brádliga á Trøllanesi 11. juli 1902, 72 ára gamal. Hann er grivin á Trøllanesi, har minnissteinur er settur yvir hann. Steinurin hevur hetta ørindi, eftir Símun av Skarði, sum innskrift: 




#Article 469: Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins (133 words)


Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins (Nordisk Råds Litteraturpris) varð stovnað av norðurlendsku stjórnunum í 1961. Virðislønin verður latin árliga av Norðurlandaráðinum, fyrstu ferð í 1962. Í 1962 var virðislønin 50.000 dkk. Síðan 1995 hevur hon verið 350.000 dkk.

Virðislønin verður latin fyri eitt bókmentaligt verk skrivað á norðurlendskum máli. Endamálið við virðislønini er at økja um áhugan fyri máli og bókmentum í Norðurlondum og fyri norðurlendska mentanarfelagskapinum.

Higartil hava bert tveir føroyingar fingið Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, William Heinesen fekk hana í 1965 fyri Det gode håb og Rói Patursson fekk hana í 1986 fyri yrkingasavnið Líkasum. Tóroddur Poulsen hevur verið tilnevndur seks ferðir: 1996, 2002, 2005, 2009, 2011 og 2014.  Jóanes Nielsen hevur verið tilnevndur fimm ferðir: 1988, 1994, 1999, 2004 og 2013, meðan Carl Jóhan Jensen hevur verið tilnevndur fýra ferðir: 1991, 1998, 2007 og 2008.




#Article 470: Rakel Helmsdal (165 words)


Rakel Helmsdal er fødd 25. september 1966 í Tårnby á Amager, men hevur búð meginpartin av lívi sinum í Havn. Tó hevur hon búð fimm ár í Frankaríki, har hon skrivaði fýra av bókum sínum. Rakel er dóttir Guðrið Helmsdal. Hon hevur undirvíst í kreativari skriving og drama og hevur skrivað og sett upp leikir saman við ungdómi. Rakel er serliga kend fyri bøkurnar um dreingin Viktor Hugo Persson og myndabøkurnar um lítla og stóra skrímsl. Fýra bøkur eru komnar út um Hugo og ein við søgum úr Port Janua, har hann býr. Fyrsta bókin: Tey kalla meg bara Hugo, er týdd til norskt. Bøkurnar um skrímslini hevur Rakel skrivað saman við svenska rithøvundanum Kalle Güettler og íslendska myndprýðaranum og høvundanum Áslaug Jónsdóttir. Bøkurnar eru komnar út í Føroyum, Íslandi, Svøríki, Fraklandi, Finlandi, Spania og Noregi. 
Rakel Helmsdal hevur marionett-leikhúsið Karavella Marionett-Teatur, har hon setir upp egnar leikir.
Hon var forkvinna í Rithøvundafelag Føroya 2009 til 2011.

Síðani 2009 hevur hon arbeitt burturav sum listafólk.




#Article 471: Uganda (436 words)


Uganda (enskt; Republic of Uganda, swahili; Jamhuri ya Uganda), ella Lýðveldið Uganda er stórt land í Eysturafrika við umleið 36 mió. íbúgvar.

Tá ið farið var at leggja jarnbreytir í 1931, fingu túsundtals ugandarar arbeiði. Í Uganda fekk jarnbreytafelagið sær eisini arbeiðarar úr Asia, sum vórðu sendir heimaftur, tá ið arbeiðið varð liðugt. 

Fyri tað, at Uganda loysti frá Bretlandi, var tað ríkt land. Perlan í Afrika kallaði kendi politikarin Winston Churchill tað. Men í 1986 var landið oyðilagt og á húsagangi. Frá 1971 til 1979 stýrdi rái einaræðisharrin Idi Amin landinum. Túsundtals menniskju vórðu jagstrað og myrd. Evropearar og ásiatar vórðu riknir av landinum, og hald varð steðgað, tá ið umheimurin varnaðist, hvussu rotið og harðrent Idi Amin-stýrið var. Í 1979 varð Idi Amin rendur frá og flýddi, men viðurskiftini batnaðu ikki fyrr enn í 1986, tá ið Yoweri Museveni kom til valdið og gjørdist forseti í landinum. Uganda stríðist nú við at endurreisa búskapin og fáa í gildi fólkaræðiliga stýrisskipan.

Í Uganda eru ovurstórar nøgdir av olju funnar, og í 2009 byrjar beinhørð kapping millum heimsins størstu oljufeløg, ið síggja sær møguleika fyri vinningi í landinum. Startskotið til hetta var í januar 2009, tá kanadiska oljufelagið Heritage Oil fann tað, sum helst er størsta fund á landi sunnanfyri Sahara. Hetta fund ber heitið Giraffe 1, og metingin sigur, at har finnast í minsta lagi 400 milliónir tunnur av olju. Síðan hava útlendsk oljufeløg funnið tíggjutals onnur fund har vesturi í Uganda. Til samanberingar kann nevnast, at í sjeytiárunum vóru oljufundini í Norðsjónum 400 milliónir tunnur. Nýggjasta metingin haðani er, at umleið 20 milliónir tunnur eru eftir, áðrenn liðugt er við olju úr Norðsjónum. Kandiska Heritage Oil hevur borað átjan brunnar í Uganda, og í øllum brunnunum varð olja funnin. Síðsta oljufelag, ið fann olju í Uganda, var írsk-bretska Tullow Oil í august 2009. Hetta felag metir, at minst 700 milliónir tunnur eru í vestara partinum av Uganda.

Tingið í Uganda hevur fyrireikað eina lóg, sum loyvir mismuni og hatri mótvegis samkyndum, tvíkyndum og transpersónum. Lógin, ið verður rópt Anti-Homosexuality Bill hevur verið ávegis síðani 2009. Umrødda lógin heimildar mismuni mótvegis teimum, ið eru, ella kunnu hugsast at vera, samkynd. Núverandi revsilóg í Uganda forbjóðar longu, at fólk av sama kyni eru saman kynsliga, men nýggja lógaruppskotið er nógv meira víðgongt. Lógaruppskotið leggur upp til deyðarevsing fyri provokerandi samkyndleika, ger tað revsivert, um man ikki innan 24 tímar fráboðar, at man veit um ein samkyndan og kann geva sjey ára fongsulsrevsing fyri at arbeiða fyri rættindunum hjá samkyndum, tvíkyndum ella transpersónum. Sudan, Jemen, Móritania, Iran og Saudiarábia hava longu sett deyðarevsing í verk fyri samkyndleiki 




#Article 472: Brøðrasamkoman (717 words)


Brøðrasamkoman er vanligt heiti á kristnari leikmanna vekingarrørslu í Føroyum. Brøðrasamkoman er í dag tann størsta kristna samkoman uttanfyri fólkakirkjuna við samkomuhúsum í flestu størru bygdum, td. Ebenezer í Havn, Betesda í Klaksvík, Berøa í Saltangará, Hebron á Argjum og Bethel í Vági. Íalt hevur samkoman eini 30 samkomuhús í størri og smærri bygdum um alt landið, tey flestu við bíbilskum navni, umframt at onkur samkoma heldur til í leigaðum hølum, td. samkoman Lívdin í Hoyvík. Brøðrasamkoman hevur ongan skrásettan limaskap, men fevnir helst um eini 12% av fólkatalinum í Føroyum, í støðum upp til 40%. Hvør bygdasamkoma er sjálvstøðug, og rørslan er ikki skipað í  landsnevnd ella líknandi. Ongin er formliga settur í starv í samkomuni. Rørslan hevur ongan prest at leiða samkomufundirnar ella at prædika.

Brøðrasamkoman hevur ikki nakra trúarjáttan, men læran er í samsvari við apostólsku trúarjáttanina. Brøðrasamkoman uppfatar menniskjað sum syndugt, og tí má tann einstaki “venda um” og “verða frelstur”. Dópurin er fyrst og fremst ein játtan og ein vitnisburður eftir at ein er frelstur. Í mun til aðrar vekingarrørslur leggur brøðrasamkoman dent á, at frelsan er “ævig”, tað vil siga, at hon kann ikki missast aftur.
Rørslan leggur dent á ikki at taka sær onnur heiti enn tey, sum verða nýtt í Nýggja Testamenti um tey kristnu, og haðani kemur heitið brøður ella brøðrasamkoman. Tey, ið hoyra til rørsluna verða á manna munni ofta eisini nevnd baptistar, og sipar hetta til dópsfatanina, at rørslan bert doypir fólk, sum sjálvi kunnu játta sína trúgv og svara fyri sín dóp. Dópur fer tí vanliga fram frá uml. 10 - 12 ára aldri og uppeftir. Dópur í brøðrasamkomuni fer altíð fram við, at tann doypti verður koyrdur heilt undir í vatni; brøðrasamkoman viðurkennir ikki pinkubarnadóp.

Brøðrasamkoman er ein grein av eini rørslu, sum byrjaði í Dublin í Írlandi umleið 1825. Fyrsta stóra samkoman var tó í Plymouth í suður Onglandi, og haðani hevur rørslan fingið heitið Plymouth Brethren. Rørslan fór tíðliga í tveir høvuðspartar, kallaðir opnir brøður (open brethren), og lokaðir brøður (eksclusive brethren). Samkoman breiddi seg um miðja 19. øld um Bretland, og í 1865 bar skotski trúboðarin William Gibson Sloan (f. 1838) opnu greinina av rørsluni úr Hetlandi til Føroya. Í 1879 búsettist William Sloan í Havn – Sloans hús við Tinghúsvegin ber navn eftir hann –  og í 1879 var fyrsta samkomuhúsið hjá Brøðrasamkomuni bygt við Tinghúsvegin í Havn, á leið har Havnar Bio er nú. Árið eftir vóru tey fyrstu doypt. Fyrst í 1890-unum var eisini ein lítil samkoma í Miðvági. Síðani kom stígur í, men eftir aldamótið vendi gongdin. Umleið 1906 byrjaðu samkomur á Viðareiði, í Skálavík og í Hvalba, og árini eftir byrjaðu samkomur í fleiri bygdum, td. Porkeri, Vági, Tvøroyri, Sørvági, Gásadali og í Hesti. Tað er hesi árini, at brøðrasamkoman festir seg í Føroyum. Næsta stigið í gongdini er í tveimum: 2 ungir trúboðarar byrja fulltíðar trúboðaratænastu í Føroyum umleið 1915 - 1917: Victor Danielsen úr Søldarfirði og Andrew Sloan úr Havn, sonur William Sloan. Teir ferðast dúgliga bygd úr bygd og halda møti, og hetta gjørdist teirra lívsstarv. Hin tátturin er, at menn fara at halda møti um borð á sluppunum – ofta saman við monnum frá Heimamissiónini. Hesa tíðina upp til seinna kríggið byrja samkomur í fleiri bygdum, td. Klaksvík, Leirvík, Fuglafirði, Toftum, Eiði og Søldarfirði. 
Frá umleið 1950 tykist stóri vøksturin hjá rørsluni at minka nakað. Rørslan fylgir tó við broyttum bústaðarmynstri, og í 1960-unum byrjaði samkoman í Berøa í Saltangará, og umleið ár 2000 byrjaði samkoman Lívdin uppi í Hoyvík. Í 1973 byrjaði samkoman Kristnastova millum føroyingar í Keypmannahavn, og nøkur ár seinni byrjaði samkoman Malta í Hirtshals, fyrst serliga sum ein sjómansmissión. Í 1967 bygdi Brøðrasamkoman leguhúsið Zarepta í Vatnsoyrum. Har eru legur fyri ymsar aldursbólkar og áhugabólkar alt summarhálvárið umframt styttri legur flestu vikuskiftini á vetri eisini. 
Brøðrasamkoman hevur gingið á odda í at nýta føroyskt mál í samkomuhøpi. Serliga Victor Danielsen var undangongumaður og umsetti Bíbliuna til føroyskt, umframt at hann yrkti og umsetti einar 900 sálmar og 20 bøkur til føroyskt. Brøðrasamkoman er virkin í trúboðan. Einir 50 føroyingar eru um allan heim sum trúboðarar frá brøðrasamkomuni. Brøðrasamkoman hevur serliga seinnu árini eisini verið virkin í sosialum arbeiði, eitt nú við at savna inn klæði og annað at senda til Eysturevropa – tey seinastu árini serliga til Rumenia.




#Article 473: Kappróður (184 words)


At rógva kapp er elligomul ítróttagrein. Frá gamlari tíð hevur verið vanligt, at bátar hava róð kapp, eitt nú á grindaferð ella aftur av útróðri. Tað hevur tó ikki verið undir skipaðum viðurskiftum, men meira tilvildarliga, tá tað bar so á, at bátar fóru somu leið samstundis. 

Seinni, serliga eftir at føroyski róðrarbáturin hevði mist sín týdning sum álitið í útróðri, varð farið undir at skipa fyri kappróðri á Ólavsøku og til aðrar stevnur. Fyrstu árini var tað mest við teimum bátum, ið vóru til taks, men seinnu árini hava menn latið smíðað bátar til kappróður. Kendastu bátasmiðirnir á hesum øki eru Niklas í Koltri og seinni Sámal Hansen. 

Kappingarnar verða nú skipaðar undir Róðrarsambandi Føroya, RSF, sum er eitt av sersambondunum í Ítróttasambandi Føroya, ÍSF. 

Tá róð verður, eru nógvar serstakar orðingar, ið verða nýttar. Til dømis tá tann, ið rør, ikki fær árina niðurí, ella at árin gleppur burtur úr sjónum. Hetta verður á føroyskum rópt: at fara ov stutt niður í búkin. 

Nevnast kunnu tey ensku og donsku heitini, sum eru ávikavist: to catch a crab og at fange en ugle. 




#Article 474: Jákup í Skemmuni (159 words)


Jákup Pauli Christiansen, vanliga nevndur Jákup í Skemmuni, er føroyskur týðari, búsitandi í Svendborg í Danmark. Hann er føddur 27. oktober 1951 í Vági. Flutti 12 ára gamal til Sands, har hann vaks upp í Skemmuni.

Las á Odense Universiteti (nú Syddansk Universitet) og tók cand.phil.-prógv í norðurlendskum máli og bókmentum. Jákup í Skemmuni er serliga kendur sum týðari. Jákup í Skemmuni hevur týtt umleið 200 bøkur til føroyskt, serliga úr svenskum og norskum, fyrst og fremst barna- og ungdómsbøkur, men eisini norðurlendskar klassikarar sum Keisaran av Portugáliu eftir Selmu Lagerlöf.
Meginpartin av bókmentunum hevur hann givið út á egnum forlagi, nevnt Nýlendi. Hann hevur havt týddar stuttsøgur og framhaldssøgur í tíðarritunum Glugganum og Vencli og í blaðnum 14.SEPTEMBER, har hann var blaðmaður frá 1973 til 1976.

Jákup í Skemmuni fekk í 1986 Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs fyri týðingar- og útgávuvirksemi sítt, og í 1994 læt Sveriges Författarfond honum virðisløn fyri at týða svenskar bókmentir til føroyskt, seinni eisini starvsløn.




#Article 475: Bókadeild Føroya Lærarafelags (115 words)


Bókadeild Føroya Lærarafelags, ofta stytt BFL, varð stovnað í 1956. BFL hevur givið nógvar bøkur út, serliga til børn og ung. Hetta virksemið hevur verið skipað gjøgnum barnabókaklubba og ungdómsbókaklubba. Bókadeild Føroya Lærarafelags er helst virknasta forlag í landinum. Føroya Lærarafelag eigur Bókadeild Føroya Lærarafelags. Í 1985 setti forlagið Ingrið Sondum í starv sum leiðara, sum burturav fekst við bókaútgávu. Í 1997 varð Niels Jákup Thomsen settur sum leiðari á Bókadeildini. 

Hvørji jól, síðan forlagið varð sett á stovn, er Mín jólabók komin út. Tær fyrstu jólabøkurnar høvdu bleytar permur, men síðan 2004 er jólabókin vorðin sum stór myndabók í litum við stívari permu. Innihaldsliga er hon broytt munandi við adventssøgu og ítrivi til børnini. 




#Article 476: Kongsjørð (147 words)


Kongsjørð ella kongs er jørð, ið er almenn ogn. Tað er fyri tað mesta jørð, ið kirkjan átti í katólskari tíð, sum við trúbótini verður løgd undir kong. Kongsjørð er um alt landið, men misjavnt er, hvussu stórur partur er ogn og hvussu stórur partur er kongs. Eitt nú er mest sum øll jørð kongs í Suðurstreymoy og Suðureysturoy, meðan lítið er av kongsjørð norðast i Eysturoynni. Ein kongsbóndi leigar kongsjørðina frá almennu myndugleikunum, vanliga ein hagapart uttangarðs við tilhoyrandi bø innangarðs, og slíkt leigumál verður kalla eitt festi. Vanliga hevur festið gingið í arv frá faðir til elsta son, men seinnu árini er eisini vanligt, at døtur ella yngri synir festa, og um onki av børnunum hevur áhuga at festa, kann festarin siga festið frá sær. Kongsið, sum kongsjørðin eisini verður kallað, verður í dag umsitin av Búnaðarstovuni.

Jørð, ið ikki er kongs, verður kallað óðalsjørð




#Article 477: Trettandi (187 words)


Trettandi ella trettandadagur er heiti fyri dagin 6. januar - 13. dagin eftir jóladag (jóladagur íroknaður). Á trettanda var fyrr vanliga dansað í ávísum bygdum. Bygd, har dansað var á trettanda, varð kallað trettandabygd.

Vanligt hevur verið at taka veðragjólingar inn aftur á trettanda, 6. januar. Tá er brundtíðin at enda (síðan 6. desember, á niklasarmessu). 

Í , sum er kend bæði úr Mikladali og úr Skálavík, koma kóparnir upp á helluna at dansa á trettandunátt og lata seg úr haminum; tá líkjast teir menniskjum. 

Í kirkjuárinum verða 5 sunnudagar eftir trettanda (hendinga ár 6 sunnudagar) nevndir 1. sunnudagur eftir trettanda, 2. sunnudagur eftir trettanda o.s.fr. Kirkjuliga hevur dagurin verðið hildin til minnis um teir tríggjar vísmenninar, sum leitaðu eftir nýfødda jødakonginum, so sum Matteus 2:1-12 greiðir frá. Í frumkirkjuni hevur dagurin helst eisini verið hátíðarhildin sum føðingardagur Jesusar, men í fjórðu øld varð gjørt av, at 25. desember var rætti dagurin at hátíðarhalda Jesu føðing. Trettandi verður eisini kallaður gomlujól. Hetta sipar tó helst til skiftið frá julianska kalendaranum til gregorianska kalendaran í ár 1700. Í ortodoksu kirkjuni er enn vanligt at halda jól 6. januar. 




#Article 478: Islam (212 words)


Islam (arábiskt الإسلام‎, al-ʾIslām) er ein Ábrahamsk trúgv, ið umleið 21 % heimsins íbúgvum fylgja. Tey, ið hoyra til Islam, eita muslimar. Miðdepilin í trúnni er tær fimm súlurnar: trúarjáttanin, bønin, fastan, olmussan og pílgrímsferðin. Heilaga skrift muslima er Koranin, ið er eitt savn við teimum opinberingum, sum Muhammed profetur fekk í árunum 610 til 632 í Mekka og Medina í Saudi-Arabia. Muslimar eru í 2 høvuðsbólkum, Sunni Islam (umleið 90 %) og Shia Islam (uml. 10 %), aðrar smærri rørslur eru eisini til, t.d. sufisma og Ahmadiyya.

Islam er eitt arábiskt navnorð, ið er kemur frá semitisku 'hjáljóðs-rótini' s-l-m ið formar ein bólk av orðum ið sipa (serliga) til fullkomleika, tryggleika og frið, (friður eitur t.d. salam á arábiskum). Í átrúnaðarligum høpi verður islam umsett til at merkja at leggja seg undir ella geva seg til. Islam er ein átrúnaður, ið byggir upp á Guðs vilja og er borin fram gjøgnum nógv ár av profetum. Í dag er islam ein ordiliga stórur átrúnaður og er í yvir 50 londum. Tey, ið trúgva á islam, eru muslimar, og teir flestu muslimarnir búgva í beltinum frá Marokko til Pakistan. Eisini eru nógvir muslimar í Vesturafrika og Landsynningsásia. Indonesia er tað landið í heiminum, sum hevur flest muslimar. 

Muslimar halda gudstænastu í einari mosku. 




#Article 479: Charles Darwin (119 words)


Charles Darwin (12. februar 1809 – 19. apríl 1882) var ein bretskur lívfrøðingur. Tað var á síni rannsóknarferð við Beagle, at Darwin fekk hugskotið til arvalæru sína (menningarlæruna). Beagle vitjaði Galapagosoyggjarnar, og har sá Darwin, at sami upprunaligi fuglurin - finkan - gjøgnum tíðina var vorðin til eini tjúgu ymisk sløg av fuglum, hvør við sínum serligu eginleikum. Tað gingu tó útvið tjúgu ár eftir at Darwin kom aftur av ferðini, áðrenn úrslitini og niðurstøðurnar, hann gjørdi sær, komu út í bók. Men tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at bókin The Origin of Species gjørdist ein hin mest týðandi bókin í heiminum, og enn tann dag í dag verður arvalæran dúgliga umrødd millum leikfólk. 




#Article 480: Leypár (209 words)


Leypár er kalendaraár, sum er 1 dag longri enn hini árini; tað verður eisini nevnt skotár. Eyka dagurin verður settur inn í februar, sum tá hevur 29 dagar. Tá leypár er, verður 24. februar nevndur leypársmessa.

Eitt leypár er sostatt eitt ár við 366 døgum í gregorianska kalendaranum í mun til teir vanligu 365 dagarnar. 

Eitt ár er leypár, um árstalið kann býtast við 4, men ikki við 100; tá árstalið kann býtast við 400, er tað kortini leypár. Soleiðis var ár 1900 ikki leypár, meðan 2000 var. Eftir hesari reglu vera 97 leypár fyri hvørji 400 ár, og árið verður í miðal 365 dagar ella 365,2425 dagar, meðan miðalsólárið er 365,2422 dagar. Tað er so mikið neyvt, at tað ganga 3571 ár, áðrenn kalendarin er eitt samdøgur skeivur.

Leypárið er sett inn fyri at tryggja, at kalendarin liggur fastur í mun til árstíðirnar. Við fastari longd á árinum uppá 365 dagar hevði várjavndøgur flutt seg næstan ein dag hvørji fýra ár. Eftir 400 árum hevði kalendarin verið fluttur 97 dagar í mun til sólarárið. Eftir 730 árum hevði kalendarin verið fluttur so mikið í mun til árstíðirnar, at várið hevði verið í september og heystið í mars. Leypár var longu ásett í julianska kalendaranum frá ár 46 f.Kr.




#Article 481: Oddvør Johansen (161 words)


Oddvør Johansen f. 30. oktober 1941 í Havn er føroyskur rithøvundur og organistur, síðan 2007 hevur hon starvast sum organistur í Hoyvíkar kirkju. Hon er dóttir Verland Johansen, urgusmiður, ið hevur smíðað 20 orgul, ið standa í føroyskum kirkjum, og Ebbu Restorff úr Havn. Oddvør hevur fingið tríggjar føroyskar bókmentavirðislønir fyri ávikavist eina barnabók og tvær skaldsøgur. Hon er higartil (2013) fyrsta og einasta føroyska kvinnan, ið er tilnevnd Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, tað var fyri skaldsøguna Í morgin er aftur ein dagur, sum var tilnevnd í 2001. Hon vann ikki heiðurslønina.

Pápin var hondverkari, mamman heimaarbeiðandi. Oddvør gekk 9 ár í skúla, var síðani arbeiðskona í eitt ár, fyri síðani at fara á musikkháskúla í Svøríki í eitt ár. Giftist blaðung og nam sær meiri kunnleika í orgulspæli uttanlands. Adopteraði tvey børn, men fór eftir hjúnaskilnað á konservatoriið í Keypmannahavn at læra orgulspæl. Giftist uppaftur og búði trettan ár í Danmark, har hon átti tvey børn. Hevur síðan 1987 búð í Føroyum.




#Article 482: Grækarismessuhald (118 words)


Grækarismessuhald er hátíðarhald á grækarismessu, 12. mars, við røðum og tónleiki, har tjaldrið og várið verða fagnað.
Siðurin at halda grækarismessu, ella tjaldursdagin, er ikki gamal. Siður hevði tikið seg upp millum Sigmund Brestissonar skótarnar í Havn í 1930 árunum. . Skótarnir møttust at fagna fuglunum og høvdu bál í Varðaholuni í Havn. 

Fyrsta almenna Grækarismessuhald vit vita um, var í Havn í 1943, tá Sverri Patursson helt røðu. Sverri hevði heitt á SSB skótarnar í Havn um at skipað fyri og hava skótarnir síðan skipað fyri Grækarismessuhaldinum í Havn á hvørjum ári.

Grækarismessurøða er røða, ið verður hildin til grækarismessuhald. Grækarismessurøður eru vanliga at síggja í føroyskum bløðum dagarnar eftir grækarismessu.

Grækarismessurøðan hjá Anniku W. Joensen, 2003




#Article 483: Venesuela (686 words)


Venesuela er eitt land í norðara partinum av Suðuramerika. 

Landið hevur mark við Kolombia í vestri, við Brasil í suðri, og við Gujana móti eystri. 
Norðanfyri vendir landið móti Suðurkaribiska havinum. Her eru nógvar kendar oyggjar og oyggjabólkar, sum eru partur av Karibiaoyggjum.

Niðurlendsku ABC-oyggjarnar liggja í ein útnyrðing úr venesuelansku strandarlinjuni, meðan Grenada, Barbados ella Trinidad og Tobago finnast Í ein landnyrðing. Allar hesar smáu oyggjarnar í Suðurkaribiahavi sum liggja fram við venesuelansku strondini, eru partur av Smáu Antilloyggjum.

Víða hvar í regnskógunum í Venesuela daga fleiri enn 100 høg sandsteinsfjøll, nevnd tepuis, upp ímóti luftini, summi eru 1.000 m. Hesi fjøll vóru áður í fyrndini víður háslætti, sum regn og vindur í ótaldar øldir hava matað niður. Mong rár plantusløg og dýrasløg hava ment seg í hesum horvnu heimum.

Hægsta fjallið í Venesuela kallast Pico Bolívar og er 4.978 metrar høgt. Fjallið liggur sunnanfyri Maracaibovatnið.

Orinocoá (2.140 km) er longsta á í Venesuela.

Mesta fólkið býr í býunum norðantil. Mongum teirra dámar væl norðuramerikanska undirhaldsmentan, t.d. at lurta eftir rokktónleiki og at spæla hornabólt (baseball), ein ítrótt, sum menn, ið komu hagar at arbeiða í oljuvinnuni, høvdu við sær.

Tey fáu upprunafólkini, sum enn eru eftir í Venesuela, halda til langt inni í landinum tætt við markið ímillum Brasil og Venesuela. Fjølmentastir eru yanomamo-indiánarnir, eini 17.000 fólk. Yanomamoar eru veiðimenn og savnarar. Teir veiða við bogum, ið eru tveir metrar langir. Ørvaoddarnir eru smurdir við eitri, gjørt úr plantum. Teir búgva í ovurstórum rundum sevsmáttum, nevndar yanos, sum teir byggja á einum ruddaðum bera í skóginum. Teir eru í vanda fyri at vera tyndir, bæði tí at skógarvinnufyritøkur og námsfyritøkur oyðileggja lendið teirra, og tí at teir eru ikki mótstøðuførir fyri sjúkum, t.d. meslingum.

Smátturnar eru gjørdar av tunnum plankum og klønum greinum og taktar við pálmabløðum. Í miðjuni er vanliga stórt tún. Eini 10-20 húski búgva í einari yano, og hvørt teirra hevur sítt egna býli.

Tá ið italski rannsóknarfarin Amerigo Vespucci sigldi fram við strondini í Suðurkaribiahavi í 1499, kallaði hann landið Venesuela, ið merkir Lítla Venezia. Húsini stóðu á steyrum, og tað minti hann um húsini og siglingarveitirnar í italska býnum Venezia í Italia. Í 300 ár var landið spanskt hjáland, men í 1811 gjørdist Venesuela frælst ríki. Stórur ójavni er í landinum: oljuvinnan gevur milliardir av sær, kortini búgva ógvuliga mong fólk í fátækrabýlingum í stórbýunum. Inni í landinum búgva indiánar, sum so at siga einki vita um nútíðarmentan okkara.

Nógva oljan, ið varð funnin í Maracaibovatni í 1917, hevði við sær, at Venesuela, ið hevði verið av fátækastu londum í Suðuramerika, gjørdist eitt hitt ríkasta í Suðuramerika. Oljukeldurnar í Maracaibovatni eru tær størstu, vit vita um, tá ið tær í Miðeystri eru frá; eisini eru oljukeldur og stór asfaltdíki við Orinocoá. Hóast alt ríkidømið eru mong fólk fátæk. Lítið er gjørt burtur úr at menna almennar tænastur, og landbúnaðurin gevur lítið av sær. Oljuprísfallið hevur elvt til búskaparliga afturgongd.

Høgt uppi yvir býnum Mérida er heimsins hægsta kaðalbreyt. Hon flytur ferðafólk úr býnum og langt niðan til fjals, 4.765 m oman sjóvar. Ferðin varir stívan tíma, og ferðafólkini mega skifta breyt fýra ferðir.

Venusuela er eitt land, sum ikki er serliga vinarligt móti USA. Tað kom tíðuliga fram, tá fyrrverandi forsetin úr Venusuela Hugo Chavez koma á røðarapallin í ST í 2006 beint eftir George W. Bush og segði at hann kundi lukta at Satan hevði verðið her . Venesuela hevur verið rættiliga ófriðarligt í februar 2014; bæði viðhaldsfólk hjá Nicolás Maduro forseta og andstøðan hava verið í gøtunum og mótmælt. Tað sum byrjaði fyrst í februar sum mótmælir frá lesandi hevur spreitt seg til at gerast eitt umfatandi mótmæli móti støðuni í landinum, har fátækradømi er umfatandi, og kriminaliteturin er høgur. Tað verða t.d. dripin umleið 25.000 fólk í Venesuela hvørt einasta ár. Tey krevja at Nicolás Maduro leggur frá sær tí tey halda ikki at hann loysir politisku trupulleikarnar í landinum. Maduro tók við sum forseti aftaná Hugo Chavez, tá hesin doyði. 

USA hevur ikki vilja samstarva við Venesuela í fleiri ár, og støðan versnaði herfyri tá Maduro sendi nakrar ameikanskar sendimenn av landinum í 2013 .

 




#Article 484: Harry Potter (120 words)


Harry Potter eitur ein røð av sveimbókmentum, sum bretski rithøvundin J.K. Rowling hevur skrivað. Tær snúgva seg um tannáringin Harry Potter, sum dugir at ganda. Tær ganga mest fyri seg á Hogwarts (skúlanum fyri gandakynstur og galdralist), sum er ein skúli fyri ungar gandakallar og ungar heksir. Tær eru mest um bardagan millum Harry og tann ónda gandakallin Voldemort, sum drap foreldrini hjá Harry sum lið í ætlanini at yvirtaka gandaheimin. 

Filmar eru givnir út um allar bøkurnar. Bøkurnar um Harry Potter hava fingið status sum ongar aðrar barnabøkur, fleiri enn 300 miljónir eintøk seld. Bøkurnar um Harry Potter eru týddar til føroyskt av Gunnari Hoydal (I-III), Maluni Háberg (IV) og Bergi Rasmussen (V-VII). 

Harry Potter bøkurnar eru eisini filmatiseraðar. 




#Article 485: Uni Arge (118 words)


Uni Jógvansson Arge (f. 20. januar 1971) er føroyskur blaðmaður, fyrrverandi fótbóltsleikari og landsliðsleikari, hondbóltsleikari, tónleikari, tónasmiður, sangari og rithøvundur. Uni leikti 105 dystir fyri Kyndil og skeyt 693 mál. Hann er næstformaður í Kyndli. Tá hann spældi fótbólt, so leikti hann øll árini í Føroyum við HB. Hann hevur eisini spælt uttanlands, 1998-99 spældi hann við íslendska felagnum Leiftur, frá 1999 til 2000 spældi hann við danska felagnum Aarhus Fremad, og í 2000 spældi hann við íslendska felagnum ÍA Akraness. 

Uni Arge hevur spælt 37 A-landsdystir fyri Føroyar í tíðarskeiðnum 1992-2002. Uni skoraði 8 mál fyri Føroyar í 37 landsdystum.

 

Í oktober 2007 gav Uni út fløguna Mitt í sjónum. 
Í 2009 gav hann út fløguna Meldurtíð.




#Article 486: Jens Martin Knudsen (158 words)


Jens Martin Knudsen (11. juni 1967) var føroyskur fótbóltsspælari til 2007 og er nú venjari. Jens Martin hevur A-venjaraútbúgving.

Í 2012 var útgivin bók við ævisøguni hjá Jens Martini Knudsen við heitinum Maðurin við topphúgvuni, Sprotin gav bókina út, Uni Holm Johannesen skrivaði bókina..

Jens Martin Knudsen man vera heimsins kendasti málmaður í topphúgvu. Hann hevur verið landsliðsmálmaður mong ár og hevur eisini verið málmansvenjari og hjálparvenjari hjá føroyska A-landsliðnum fyri menn. 

Sum landsliðsmálmaður hevur Jens Martin Knudsen spælt 65 dystir fyri Føroyar, bara Fróði Benjaminsen, Óli Johannesen og Jákup Mikkelsen hava spælt fleiri A-landsdystir fyri Føroyar enn Jens Martin.

Jens Martin Knudsen hevur spælt við føroyskum og útlendskum fótbóltsfeløgum.

Jens Martin Knudsen hevur verið málmansvenjari hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum í fleiri ár. 25. januar 2008 varð hann eisini settur sum hjálparvenjari hjá A-landsliðnum, hann avloysti tá John Petersen (fótbóltsleikari).

Jens Martin hevur fleiri ferðir verið kosin Ársins málverji í føroyskum fótbólti. T.d. í 2001 og 2002.




#Article 487: Allan Mørkøre (155 words)


Allan Mørkøre (føddur 22. nov. í 1971) er ein føroyskur fótbóltsspælari (miðvallaleikari) og venjari. Allan er mest kendur frá føroyska landsliðnum, hann hevur millum annað skorað móti dananum Peter Schmeichel, sum var málmaður á danska fótbóltsmanslandsliðnum og bæði í 1992 og 1993 varð útnevndur heimsins besti málmaður. Allan er útbúgvin pedagogur og hevur arbeitt á barnagarði í fleiri ár. Beiggi Allan, Kurt Mørkøre, er eisini kendur frá føroyska A-landsliðnum í fótbólti. 

Allan Mørkøre hevur spælt 54 dystir fyri føroyska landsliðið í tíðarskeiðnum 1990 til 2001. Hetta tíðarskeiðið hevur Allan skorað eitt mál fyri Føroyar . 

Allan Mørkøre var leikandi venjari hjá bestu deildini hjá AB í nøkur ár, fram til 2010 Síðsta árið spældi hann ikki við liðnum. Í august 2010 gjørdist Allan Mørkøre høvuðsvenjari hjá B36. Sigfríður Clementsen var venjari áðrenn hann. Í 2011 var hann venjari hjá næstbesta liðnum hjá HB. Í 2012 er hann venjari hjá B71, sum spælir í 1. deild.




#Article 488: Tynwald (188 words)


Tynwald (á mannskum: Tinvaal) er gamla navnið a lógar-tinginum á Mann, tað formliga navnið nú á døgum er High Court of Tynwald. Gamla navnið er runnið úr norrønum, Þingvǫllr, og er av sama uppruna sum íslendska orðið Þingvellir. Tynwald er eitt parlament við tveimum kømrum. Á hvørjum árið er hátíðarhald í býnum St. John's, sum liggur mitt á oynni. Hátíðarhaldið er vanliga 5. juli og er hildið uttandura. Burtursæð frá hesum degi, tá tingið er flutt til St. John's, so halda bæði kømrini til í Douglas. House of Keys tekur sær mest av at smíða lógir. Legislative Council hevur 11 limir og er lóggevandi. Limirnir mugu vera í minsta lagi 21 ára gamlir og búgva á Mann. Átta av teimum eru valdir av undirhúsinum, Keys. Tað eru tríggir fastir limir: Biskoppurin av Sodor og Man, Forsetin av Tynwald og Stjórnaradvokaturin. House of Keys hevur beinleiðis valdir limir, 24 í tali. House of Keys varð fyrstu ferð nevnt í søguligum skjølum í 1417, sum varð skrivað av einum enskum vísindamanni, sum skrivaði á latíni um Claves Mann and Claves Legis (The Keys of Mann og The Keys of Law).




#Article 489: Kvívíks Jógvan (233 words)


Joen Danielsen (nevndur Kvívíks Jógvan og Kvívíkar-Jógvan) (* 11. juni 1843 í Kvívík - † 2. mai 1926 við Gjógv). Hann vaks upp saman við Jóani Peturi upp í Trøð. 

Var m.a. húskallur í Mikladali og á Selatrað, áðrenn hann giftist og búsettist við Gjógv. 

Eingin skipað skúlagongd var í bygdini tá, men hugaður sum drongurin var fyri bókini, lærdi hann seg sjálvur at lesa bæði føroyskt og danskt. 
 
Í 1855 gjørdist V. U. Hammershaimb prestur í Norðstreymoy og flutti inn á Kirkjuteigi í Kvívík. Jógvan var tá 12 ára gamal, og skjótt leitaði hann sær í prestagarðin, har bøkur vóru at fáa til láns. 

Tá Jógvan var komin til mans, fór hann út á ymsar bóndagarðar at tæna, og seinni fór hann til skips. 

Á vetri 1872 varð hann biðin til húskall norðuri við Gjógv; her fekk hann sær konu, tey giftust í 1875, og her búði hann til deyðadags 1926. 

Kvívíks-Jógvan var komin væl upp í árini — mundi liggja um 50 ára aldur — tá hann steig fram sum yrkjari. Partvíst yrkti hann sangir, ið lovprísa føðilandi og móðurmáli, partvíst yrkti hann kvæði og tættir, kendastu teirra eru »Kópakvæði« og »Trolara-tátturin«. 

Tað nógva av tí, hann hevur yrkt, er savnað saman í bókini »Yrkingar«, ið felagið Varðin gav út í 1926. 

Sagt verður at nógvar av yrkingum Kvívíks Jógvans, fórust við tað at nógv bleiv brent vegna tuberklar í  húsinum. 




#Article 490: Dagblaðið (173 words)


Dagblaðið var Føroya fyrsta rættiliga dagblað og síðan oktober 2015 hevur Dagbaðið verið ein internet tíðindaportalur. Tað var eitt politiskt óheft blað, ið legði dent á tíðindaflutning. Tað kom út frá 28. juli til 1. september 1934 heilar 6 ferðir um vikuna. Tá Vinnuflokkurin var stovnaður í 1935 tørvaði honum eisini eitt málgagn, eitt blað. Blaðið fekk navnið Dagblaðið, men tykist ikki hava havt annað til felags við fyrra Dagblaðið enn navnið. Eftir at Vinnuflokkurin legði saman við einum parti av Sjálvstýrisflokkinum í 1939 og Fólkaflokkurin varð stovnaður, gjørdist Dagblaðið málgagn Fólkaflokins. 

Eftir at Óli Breckmann hevði tikið við sum blaðstjóri í 1975 varð roynt at nútímansgera blaðið við at leggja størri dent á tíðindaflutning og vinnulív og minni dent á flokstilknýti, og í 1977 var blaðið næststørsta blað í Føroyum. Ætlanin helt tó ikki, og síðan seinast í sjeytiárunum hevur Dagblaðið umboðað ytsta høgravongin í føroyskum politikki. Dagblaðið kom í fíggjarligar trupulleikar í 1990-árunum og steðgaði útgávuni í 1994. Frá 1997 kom blaðið aftur út í nøkur ár, til blaðútgávan aftur steðgaði. 




#Article 491: DNA (138 words)


DNA ella DNS er stytting fyri deoksyribonukleinsýra (sýra = acid á enskum). DNA er ein nukleinsýra sum goymir arvfrøðiligu leiðbeiningarnar fyri menningina av eini kyknu ella virusi. DNA er ein long røð av nukleotidum sum stýra raðfylgjuni av aminosýrum í proteinum ígjøgnum arvfrøðiligu koduna.

DNA er, sum sagt, ein røð av nukleotidum. Hvør nukleotid inniheldur ein nukleinbasa, ein sukurbólk (2'-deoxyribosa) og ein phosphatbólk. Nukleinbasin kann vera adenin (A), guanin (G), sytosin (C) ella thymin (T).

DNA er uppbygt sum ein dupultur snyril (spiralur), við eini breiðari kloyvu og eini smalari.

DNA verður margfaldað í eini prosess nevnd replikatión, avritað til RNA í eini prosess nevnd transskriptión, og síðani verða protein framleidd út frá RNA í eini prosess nevnd translatión.

Watson, J., Crick, F. Molecular Structure of Nucleic Acids: A Structure for Deoxyribose Nucleic Acid. Nature 171, 737–738 (1953). 




#Article 492: Aminosýra (125 words)


Aminosýrur eru øll mýl, ið hava bæði ein amin- og ein karboksylsýrubólk. Ofta verður heitið aminosýra tó nýtt um α-aminosýrurnar, t.e. har amin- og karboksylsýrubólkurin eru bundin at sama karbonatomi. Almenni frymilin fyri eina α-aminosýru er NH2-CHR-COOH, har R er ein síðuketa, sum er serstøk fyri tær ymisku aminosýrurnar.

Aminosýrur eru byggisteinarnir í proteinum. Tað finnast 20 α-aminosýrur í proteinum (sí niðanfyri), hesar verða nevndar tær proteinogenu aminosýrurnar. Av teimum eru 10, sum eru neyðugar at fáa inn við kostinum hjá menniskjum (essentiellar, merktar við * niðanfyri), meðan hinar 10 kunnu framleiðast av kroppinum. Tó eru arginin og histidin bert essentiellar hjá smábørnum, tí kroppur teirra ikki klárar at byggja nokk av teimum.

Aminosýrurnar verða ofta nevndar við eini trý-bókstav ella ein-bókstav stytting (sí niðanfyri).




#Article 493: Thiamin (152 words)


Thiamin ella vitamin B1 er eitt litleyst evni við frymilinum C12H17N5O4S. Tað kann upploysast í vatni, men ikki í alkohol. Thiamin er alneyðug í niðurbrótingini av kolhydratum.

Thiamin verður í kroppinum gjørt um til thiamin pyrophosphat (TPP), ið er eitt coensym fyri allar dekarboksyleringar av α-ketosýrum t.d. pyruvat dehydrogenase, α-ketoglutarat dehydrogenase og transketolase.

Thiamin finst serliga í korni, bjølgum (t.d. ertrar og bønir), soltnum kjøti, mjólk og í osti. 

Thiamin verður brúkt til at umskapa kolhydratir til drúvusukur (glukosu). Tá drúvusukur verður umskapa í kroppinum, skapast orka, sum er týdningarmikil fyri hjarta, heilan og vøddarnar. 

Mangul av thiamin kann elva til nervadegeneratión, svinn og deyða. Mangulin kann m.a. koma av rúsdrekkamisnýtslu og skeivari føði ella hungri. Tekin uppá thiaminmangul eru versnaður matarhugur, møði, ørkymlan og konsentratiónstrupulleikar. Viðvarandi mangul kann elva til sjúkurnar beriberi og Korsakoffs sinnissjúku.

Mangul er tó sera óvanligt og sæst her á landi bert hjá persónum við stórari rúsdrekkamisnýtslu.




#Article 494: Jóan Petur Gregoriussen (118 words)


Jóan Petur Gregoriussen (1. juni 1845 - 15. november 1901) var føddur í Kvívík. Hann verður vanliga nevndur Jóan Petur uppi í Trøð. Jóan Petur var til skips um várarnar og heystarnar undir Íslandi. Hann átti eitt sindur av jørð, sum hann røkti, og umframt hetta tókst hann við at smíða. Jóan Petur var sera virkin í tjóðskaparrørsluni, ið tók seg upp í Føroyum í 1890árunum, og yrkti mangan til fólkafundir, sum tá vóru hildnir víða um í landinum. Hann yrkti føðilandssangir og kvæði. Eisini yrkti hann vísuna um Vaagen og ta føroysku brúðarvísuna: Várharra hann segði, tað er ikki gott. Tað mesta, sum hann skrivaði, kom út í savninum Yrkingar (1928). Har stendur yrkingin Eitt heim eisini. 




#Article 495: Brúgvin um Streymin (537 words)


Brúgvin um Streymin er einasta brúgv millum oyggjar í Føroyum. Brúgvin um Streymin er tvørtur um Sundalagið millum Eysturoynna og Streymoynna, har tað er smalast - millum bygdirnar Oyrarbakka og Norðskála á Eysturoynni. Brúgvin, sum er 220 metrar long, varð tikin í nýtslu í 1973. Tað var byggifelagið E. Pihl  Søn, ið stóð fyri arbeiðinum. Hæddin undir brúnni er 18 metrar í siglingarrennuni (sbr. Kort 84: Færøerne, Havne og ankerpladser, Kort- og Matrikelstyrelsen 2002), og har er ? m. Saman við Norðskálatunlinum, sum varð tikin í brúk 3 ár seinni, er hon partur av meginferðsluæðrini í Føroyum.

Brúgvin um Streymin fyllir 40 ár

Sama dag sum kenda brúgvin um Bosporussundið í Turkalandi, ið knýtir Evropa og Asia saman, var liðug, læt Brúgvin um Streymin upp fyri almennari ferðslu.

Týsdagin 30. oktober 1973 var hátíðardagur bæði í Sundalagnum og í Istanbul, tí tá vórðu ávikvist Brúgvin um Streym og brúgvin um Bosporus-sundið tiknar alment í nýtslu. Hóast stórur munur í stødd, so mundi týdningurin av nýggja sambandinum í Sundalagnum vera líka stórur fyri okkum føroyingar, sum fasta sambandið um Bosporus-sundið var fyri turkar. 

Brúgvin um Streymin var samstundis fyrsta brúgvin fyri bilferðslu um Atlantshavið, og kostnaðurin fyri tátíðar størstu føroysku verkætlan nakrantíð, var umleið 14 mió. krónur. 

Tað tók hálvtriðja ár at gera brúnna. Arbeiðið at gera undirstøðið byrjaði í mars 1971, og hálvttriðja ár seinni stóð brúgvin liðug. Brúgvin er 220 metrar long, 9,5 metrar breið (er síðani breiðkað við eini gongubrúgv) og 17 metrar høg. Frammanundan var ein byrging gjørd um sundið í 1970. 

Í 1950 var ferðatíðin av Eiði til Havnar fýra tímar, men síðani brúgvin kom – og seinni eisini Kollfjarðartunnilin – tekur hetta minni enn ein tíma. Menningin av hesi farleið legði sostatt lunnar undir ein nýggjan hátt at búleikast í Føroyum, tí tað ikki í sama mun longur var neyðugt at búgva, har arbeiðsplássið var.  

Trý ár eftir, at Brúgvin um Streymin var liðug, kom Norðskálatunnilin, og enn fleiri føroyingar fingu tá fulla gleiði av brúnni. Sundalagið gjørdist tá høvuðsferðsluæðrin í Føroyum, tí nærum alt samband millum norður, suður, eystur og vestur – nú dagliga umleið 4.500 bilar – fara um hesa farleið. Brúgvin um Streymin hevur tí havt avgerðandi týdning fyri menningina av føroyska samfelagnum. 

Fyri fáum árum síðani varð brúgvin dagførd, og er nú sum nýggj. Í sambandi við høvuðsumvælingina, sum var liðug í 2011, varð nýggj gongubrúgv, sum er fest í norðaru brúgvasíðu, tikin í nýtslu. Hetta hevur gjørt tað trygt hjá fólki at ganga og renna tvørturum, tí tey nú ikki koma í samband við koyrandi ferðsluna.

Fleiri hundrað skúlabørn, lærarar, barnagarðsbørn og pedagogar úr teimum ymsu skúlunum og dagstovnunum í Sunda Kommunu vóru komin til hátíðarhaldið, sum varð hildið 10. mars 2011, har tey gingu eftir gongubrúnni veittrandi við føroyskum fløggum.

Umvælingin av Brúnni um Streym kostaði umleið tað sama, sum tað kostaði at byggja hana í síni tíð. Roknað til nútíðarprís hevði brúgvin kostað umleið 75 mió. krónur.

Til samanberingar kostaði brúgvin um Bosporus 200 mió. amerikanskar dollarar. Dagsins prísur hevði verið 1,05 mia. dollarar, sum svara til stívar 5,7 mia. krónur.

Lesið søguna um Brúnna um Streymin í 60 ára jubileumsbókini um Landsverk frá 2008 undir heitinum Mynstur broytast frá síðu 254-261. .

Kelda: Landsverk




#Article 496: Skipskronometur (143 words)


Eitt skipskronometur er ein serliga neyv klokka, ið kann nýtast til at rokna navigatión eftir. 

Í 1714 lovaði enska parlamentið 3 virðislønir, ávikavist 10 túsund, 15 túsund og 20 túsund £ til tann, ið kundi konstruera eitt ur, sum var so beint, at geografiska longdin á eini 3 vikur langari sjóferð kundi ásetast við ávikasvist 60, 40 og 30 sjómíl neyvleika. 

John Harrison (1693 - 1776) brúkti meginpartin av lívinum at konstruera skipskronometur. Í 1762 varð eitt av hansara skipskronometrum roynt á eini ferð úr Onglandi til Jamaika, og tá skipið var aftur í havn í Portsmouth, varð staðfest, at tað var minni enn 2 minuttir skeivt. Tað gav ein geografiskan neyvleika uppá 18 sjómíl, og við hesum prógvi kravdi John Harrison ta gomlu virðislønina útgoldna. Eftir drúgva togtogan fekk hann í 1773 útgoldið tey 20.000 pundini. Hann var tá 80 ára gamal.




#Article 497: Julianski kalendarin (196 words)


Julianski kalendarin varð brúktur í Rómverjaríkinum síðan 45 f.Kr.. Hann varð seinni brúktur í næstan øllum vesturheiminum til 1582. Síðan varð hann skiftur út, stig fyri stig, við gregorianska kalendaran.  

Julius Cæsar, keisari í Rom (deyður ár 44 f.Kr), dagførdi tann kalendaran, ið hevði verið nýttur í Rom. Frammanundan hevði verið nýttur ein mánakalendari við 12 mánaðum - (mánamánaðum). Árið var tí ov stutt, og av og á vórðu so eyka dagar lagdir afturat. Eftir ferð í Egyptalandi, har Julius Cæsar helst hevur havt høvi at fundast við teir lærdu í Alexandria, gjørdi hann av at skifta til nýggjan kalendara; við tað at árið er umleið 365,25 samdøgur, skuldi árið verða 365 dagar í 3 ár og 366 dagar 4. árið. Árið við eyka degnum kalla vit leypár ella skotár. Skiftið var gjørt við, at ár 46 f.Kr. varð longt við 80 døgum - partvís lagdir inn efti februar mánað og partvís millum november og desember. Hetta árið varð soleiðs 445 dagar. Hesin kalendarin - uppkallaður eftir Juliusi - varð galdandi til 1582, tá Gregorius XIII pávi innførdi nýggjan kalendara, gregorianska kalendaran.

Í Føroyum var tann julianski kalendarin brúktur fram til og við 16. november 1700.




#Article 498: Wilamowiciskt mál (192 words)


Wymysorys ella Wilamowiciskt (Wymysöryś) er eitt málføri av miðalhátýskum, ið verður tosað í býnum Wilamowice (Wymysoj á Wymysorys) á markinum millum Slesia og Minna Pólland. Í dag eru umleið 100 føddir nýtarar av wymysojer, meirilutin eru gomul fólk, og tískil er málið hótt.

Wymysorys er, sum tað sær út, komið av miðtýskum úr 12. øld við sterkari ávirkan av lágtýskum, niðurlendskum, frísiskum, pólskum og fornenskum. Íbúgvarnir í Wilamowice verða hildnir at vera ættaðir frá niðurlendskum, týskum og skotskum niðursetufólkum, ið komu til Póllands í 13. øld. Íbúgvarnir í Wilamowice hava altíð noktað sambandið við Týskland og víst á niðurlendska upprunan. 

Wymysorys var talumálið í Wilamowice til 1945–1949. Eftir 2. veraldarbardaga, bannaðu kommunisktisku myndugleikarnir nýtsluna av málinum. Hóast bannið fór úr gildið eftir 1956, tekur pólskt meira og meira yvir eftir wymysorys, serliga millum tey ungu.

Wymysorys var málið, ið skaldskapurin hjá Floriani Biesik er skrivaður á, í 19. øld.

Wymysoriska stavraðið hevur 34 bókstavir:

Her er ein lítil wymysorisk orðabók við týskum, niðurlendskum og føroyskum umsetingum. Leggið til merkis, at ł verður lisið sum enskt w (nøkunlunda sum ð í góður) og w sum v:

Ein vøgguvísa á wymysoriskum við føroyskari umseting:




#Article 499: Jólamaðurin (1381 words)


Jólamaðurin, stundum nevndur jólanissan ella bara nissan, er ein norðurlendsk útgáva av amerikanska Santa Claus, ið aftur hevur røtur í niðurlendska Sinterklaas ella Sint Nicolaes. Upprunin til Sint Nicolaes er Santa Nikolaus frá Myra, sum Niklasarmessa verður hildin til minnis um. Vanliga er jólamaðurin avmyndaður sum ein førur, kátur, hvítskeggjutur maður – stundum við brillum – í reyðum koti við hvítum kraga og ermakvarðum, reyðum buksum við hvítum buksufaldum, og svørtum leðurbelti og styvlum. Hendan ímyndin av jólamanninum, gjørdist vælumtókt í USA og Kanada í 19. øld, orsakað av eini yrking eftir Clement Clarke Moore “A Visit From St. Nicholas”, og av tekningum hjá Thomas Nast. Hendan ímyndin hevur hildið sær og er styrkt gjøgnum sangir, útvarp, sjónvarp, barnabøkur og filmar.

Siðvenjan við jólamanninum byggir á søgnina um tað kristna halgimennið Sankta Nicholas (Sankta Niklas), sum var biskupur í havnabýnum Myra í Lykia, í núverandi Turkalandi í 3 øld. Hann skal hava verið tiltikin gávumildur, og hjálpt nógvum familjum í neyð. Millum annað skal hann í loyndum hava givið tríggjar posar við gulli til ein mann sum átti tríggjar døtur, men ikki hevði ráð at geva teimum heimanfylgju (medgift)‚ tá tær skuldu giftast.Niklas var verndarhalgimenni fyri millum annað børn og ung. Í 1200-talinum varð tann stóra barnafestin i Frankaríki løgd á minnisdegi Sankta Niklasar tann 6. desember, áNiklasarmessu . Henda fest spjaddi seg við tíðini til onnur lond í  Evropa. Siðurin var m.a. at geva smáar gávur, sokallaðar Niklas-gávur, og ofta var tað Niklas sjálvur, ið kom við gávunum. Við síðuna av hesum siði uppstóð ein tilsvarandi fólksligur siður í 1400-talinum har Niklas kom heim til fólk við gávum. Innan protestantismuna, bleiv tann katólski Niklas-figururin sæddur sum ein kappingarneyti til tann veruliga jólaboðskapin, og har bleiv hann útskiftur við Jesusbarnið (Christkind) ella ein protestantiskan ella sekuleran Jólamann á fleiri støðum.

Sambært germansku gudalæruna (sum m.a. umfatar ta norrønu gudalæruna) plagdi Óðin at ríða á áttabeinta rossi sínum Sleipni, ið kundi leypa long strekki; hetta kann samanlíknast við reinsdjórini hjá jólamanninum, ið dragsa gávufyltu sletuna hjá jólamanninum eftir himmalhválvinum. Óðini varð eisini givin mong nøvn, ið benda á ein gamlan hvítskeggjuntan mann, m.o. Síðgrani, Síðskeggr, Langbarðr (ið øll merkja ’síðskeggjutur’) og Jólnir (Jólamaðurin). Um jóltíðir plagdu børn at seta styvlar fyltar við sukri, gularótum ella hoyggi til rossið Sleipnir hjá Óðini, og afturfyri gav hann teimum góðgæti ella gávur. Framvegis seta børn í Týsklandi, Belgia, Niðurlondum og pørtum av Frankaríki, skógvar fram, ikki til Óðins, men til kristna Sankta Niklas. Í øðrum londum, m.ø. Føroyum, eru styvlarnir skiftir út við hosur, ið verða hongdar upp so jólamaðurin kann koyra gávur í tær um náttina.

Jólamaðurin kom til Norðurlond í seinnu helvt av 1800-talinum, og avloysti so við og við tann eldra  ”jólabukkin” í leiklutinum sum gávuútberi jólaaftan í øllum norðurlondunum. Jólabukkurin, ella Jólageitin, er stórt sæð bara kendur frá Skandinavia (tó ikki Føroyum). Upprunin til jólabukkin er ókendur, men siðurin er elligamal og er jólabukkurin ein tann elsta ímyndin av jólum í skandinavia. Eitt boð uppá upprunan til jólabukkin er at tað var gamal víkingasiður at offra ein geitarbukk um jóltíðir, við ynskjum um at fáa eitt gott nýtt ár; eitt annað boð er at jólabukkurin stavar frá miðaldarligum kirkjuligum jólaspæli, ið ofta eisini hevði ein djevul við hornum, ið líktist einum hornutum geitarbukki.Í Svøríki verður jólamaðurin róptur Jultomten, í Danmark Julemanden, í Noregi Julenissen, í Íslandi Jólasveinn, í Grønlandi Juulimaaq og í Finlandi Joulupukki har geitarbukksnavnið er varðveitt  (pukki merkir bukkur), og á finnlandssvenskum julgubben.Norðurlendsku nissurnar byggja í grundini á vættrar, ið onki samband hava við Sankta Niklas, men tær eru blivnar knýttar at honum við nissu-navninum, sum kemur frá tí norðurlendska forminum av Niklasi, Niels – tvs. jólaniels bleiv til jólaniss. Frá endanum av 1800-talinum vórðu tær smáu garðsnissurnar (vættrarnir) ofta avmyndaðar sum ‘jólanissur’, serliga á jólakortum, og í dag eru tær smáu skeggjutu nissurnar ímyndin av jólunum.

Nútíðar føroyski jólamaðurin ella jólanissan er av donskum uppruna, komin við danskari mentan, vikubløðum v.m. til Føroya í 20. øld. Roynt hevur verið at føroyska henda danska jólamannin eftir íslendskari fyrimynd, har jólamaðurin verður sagdur at vera “ein góðvættur, ið sigst bera børnum gávur á jólum - ella fólk, ið er ílatið sum slík”. Eisini hava føroyskir jólamenn fingið nøvn sum ‘Kertustubbi’, ‘Greytasleikur’ og ‘Kjøtkrókur’ eftir íslendskum leisti, men hesi nøvn koma fyrst á skrift í Íslandi í 1860, og eru sostatt eini 1600 ár yngri enn Niklas navnið. Eisini er íslendski ‘jólakøtturin’ vorðin til føroyska jólafrensin ‘Halaleysi’, tó hevur íslendska ‘grýlan’ ikki fingið innivist í føroysku jólunum. Marius Johannesen roynir í sanginum Eg eri jólamaðurin... at lata jólamannin í føroysk klæðir og búgva í heyggi eins og huldufólkini: Eg eri jólamaðurin við stórum gráum skeggi, í koti og svørtum knæbuksum, eg búgvi í hulduheyggi. Ein siður ið hevur tikið seg upp seinastu árini er, at føroysku jólamenninir nú koma til landið við eini føroyskari slupp; hóast onga ávirkan haðani, so minnir hetta um Sinterklaashaldið í Niðurlondum, har Sinterklaas kemur til Niðurlong við einum dampskipi.

Eisini føroysku vættrarnar eru vorðnar til nissur; Orðabókin sigur um nissu: nissa: vættur ið heldur til nær menniskjum t.d. í úthúsum (hildin at vera lítil gráklæddur maður í reyðari topphúgvu og við skeggi), - stundum verður jólamaðurin eini róptur jólavættur, og nissurnar jólavættrar.

Sambært nýmótans amerikanskari siðvenju, er jólamaðurin ein tjúkkur (førur) maður við kritahvítum síðum skeggi, klæddur í reytt við hvítum pelskantum og svørtum styvlum. Vanliga sigur hann eitt hjartaligt “Ho ho ho!”. Hann býr á Norðpólinum har hann framleiðir gávur saman við smáum hjálparum ella nissum. Jólanátt flýgur hann gjøgnum luftina í eini sletu ið verður dragsað av reinsdjórum, har kendasta reinsdjórið er “Rudolf við tí reyðu nøsini”. Frá sletuni fer hann niður gjøgnum skorsteinskaminuna við jólagávum. Tað er vanligt at seta eitt sindur av mati fram til jólamannin. Jólamenn upptraðka ofta áðrenn jólaaftan í keypsmiðstøðum (sentrum) har teir ofta spyrja børn hvat tey ynskja sær til jóla, ella fyri at savna pengar inn til vælgerandi endamál.Tann enski og USA-amerikanski jólamaðurin byggja á ímyndirnar av tí káta jólaglaða “Father Christmas” frá bretsku oyggjunum og Sinterklaas frá Niðurlondum. Frásagnir, yrkingar og tekningar av jólamanninum, serliga yrkingin A Visit From St. Nicholas (ella The Night Before Christmas) frá 1823, skaptu eina felagsmynd av jólamanninum í amerikansku siðvenjuni. Reklamutekningar fyri Coca-Cola í 1931, teknaðar av svenskamerikanaranum Haddon Sundblom, gav gjøgnumbrot fyri tann reyð-hvíta búnan jólamaðurin er ílatin í dag – litirnir hjá Coca Cola.Jólamaðurin verður oftast róptur Father Christmas í Stórabretlandi, meðan hann í USA verður róptur Santa Claus, ein anglifisering av tí niðurlendska Sinterklaas, tvs. Sankta Nicholas. Hesin jólamaðurin er avmyndaður í óteljandi bókum og filmum, og haraftrat í jólaframsýningum og jólapynti, og er kendur um allan heimin.

Í tí gomlu russisk-ortodoksu kirkjuni var Sankta Nicholas hitt mætasta halgimennið, og kom hann eisini við gávum har. Í Russlandi er tað tó Ded Moroz (Дед Мороз), tvs. ”Abbi Frost” (ella Frostabbi) ið hevur leiklutin sum jólamaður. Hann hevur ein gandastav og deilir gávur út til børn á nýggjárinum, ofta saman við abbadóttur síni Snegurotsjka (Снегурочка) á føroyskum «Snjómoyggin». Abbi Frost kemur eisini fyri í týskari siðvenju, har hann verður róptur Väterchen Frost. Undir kommunismuni varð Ded Moroz fyrst bannlýstur, men seinni bleiv hann m.a. brúktur í mentanarpolitiskari propaganda, sum ein mótsetningur móti tí dekadenta (forfalna) vesturlendska jólamanninum, og var tá nærum altíð klæddur í bláan kappa (kot). 

Fleiri lond siga seg hýsa heimstaðnum hjá jólamanninum. Tá danskt sjónvarp sendi jólarøðina (seriuna) ”Nissebanden i Grønland” í 1989, uppstóð ein nýggj mýta – at húsini hjá jólamanninum liggja í Umanak á vesturstrond Grønlands. Norðmenn siga at jólamaðurin býr í Drøvbakk, sviar at hann býr í bygdini Mora, har tað eisini er ein park nevnd Tomteland, meðan finnar siga hann býr á fjallinum Korvatunturi í landnyrðings-Finnlandi, men hetta plássið hevur fingið kapping frá einum øðrum plássi í Finnlandi, Rovaniemi, har ein Santa Park opnaði í 1998, og royna finnar at fáa ES at góðtaka hetta sum almenna heimstað jólamansins. Sambært norðuramerikanskari siðvenju, so býr jólamaðurin á Norðpólinum, og gav kanadiska stjórnin jólamanninum (Santa) kanadiskan ríkisborgaraskap tann 23 desember í 2008. Men eisini muslimska Turkaland ger (helst tað mest legitima) krav uppá bústað jólamansins, nemliga í heimstaði kristna Sankta Niklasar Myra, nú Demre í Turkalandi. Í muslimska Turkalandi er jólamaðurin eisini vælumtóktur, har er hann kendur sum Noel Baba og gevur hann børnum gávur á nýggjárinum, tí turkar halda ikki kristin jól.




#Article 500: Santa Nikolaus frá Myra (257 words)


Santa Nikolaus frá Myra var biskupur í Myra (nú Antalya í Turkalandi) í Lítlaásia í fyrru helvt av 4. øld. Deyðadagur hansara, 6. desember, kallast Niklasarmessa. 

Hann doyði 6. desember millum ár 345 og 351. Hann var av ríkari ætt og var tiltikin at vera hjálpsamur og gávumildur, men varð fongslaður vegna trúgv sína undir Maximinius keisara. Hann sigst hava verið millum teirra, ið tóku lut á kirkjufundinum í Nikea ár 325. 
Santa Niklas var best umtókta halgimennið í miðøld, næst eftir Mariu moy, og hann var verndari hjá sjómonnum, børnum, ógiftum gentum, keypmonnum, advokatum, fiskimonnum, apotekarum, sløkkiliðsmonnum og fangum. 

Tað er tó gávumildni hjá Niklasi, sum hevur gjørt hann mest kendan og hevur givið íblástur til siðin at geva gávur henda dag. Martin Luther helt, at betri var at minnast Jesus við gávum enn halgimennið Niklas, og tí varð gávusiðurin fluttur til jólaaftan. Siðurin at geva gávur á Niklasarmessu livdi tó víðari, serliga í Hollandi, og við hollendingum, ið búsettust í USA, flutti hann vestur um hav, har siðvenjan kom í bland við enska Father Christmas. Navnið, Santa Nikolaus, styttist til Claus, og soleiðis verður Santa Claus til, sum jólamaðurin eitur á enskum. 

Hugmyndin at lata jólamannin koma ríðandi á sletu við reinsdjórum fyri er helst íblástur frá Tóri í norrønu gudalæruni, sum norðmenn, ið hava búsett seg í USA, hava havt við sær.

Í 1087 stjólu italienskir sjómenn halgileivdirnar av Santa Niklasi úr Myra í Lítlaásia og tóku tær við sær til Bari í landsynnings Italia; tí verður hann eisini kallaður Santa Nikolaus frá Bari.




#Article 501: Jólaevangeliið (296 words)


Jólaevangeliið verður frásøgnin um Jesu føðing ofta nevnd. Vanligt er at lesa jólaevangeliið til jólaguðstænastu, kristilig jólahald og tílík tiltøk á jólum. 

v8  Og tað vóru hirðar har í sama bygdarlaginum, sum lógu úti á markini um náttina og goymdu at seyðafylgjum sínum. v9  Og sí, eingil Harrans stóð hjá teimum, og dýrd Harrans ljómaði rundan um teir, og teir vórðu ógvuliga óttafullir. v10  Og eingilin segði við teir: »Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. v11  Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði! v12  Og hetta skulu tit hava til merkis: Tit skulu finna eitt barn reivað og liggjandi í eini krubbu.« v13  Og í somu stund var hjá einglinum ein fjøld av himmalskum herskarum, sum lovaðu Guði og søgdu: v14  »Heiður veri Guði í hægsta himli, [og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!«] v15  Og tað hendi, tá ið einglarnir vóru farnir frá teimum aftur til himmals, tá søgdu hirðarnir hvør við annan: »Latum okkum nú fara beinanvegin til Betlehem og vita um hesi tíðindi, sum hend eru, og sum Harrin hevur kunngjørt okkum.« v16  Og teir fóru við skundi hagar og funnu bæði Mariu og Jósef og barnið liggjandi í krubbuni. v17  Og tá ið teir sóu tað, søgdu teir frá teimum orðum, sum talað høvdu verið til teirra um hetta barn. v18  Og øll, ið hoyrdu tað, undraðust á tað, sum teimum varð sagt av hirðunum. v19  Men Maria legði sær øll hesi orð í geyma og hugsaði um tey í hjarta sínum. v20  Og hirðarnir fóru avstað aftur, og teir lovaðu og prísaðu Guði fyri alt tað, sum teir høvdu hoyrt og sæð, soleiðis sum tað hevði verið sagt við teir.




#Article 502: Jól (939 words)


Jólini eru fyrsta høgtíðin í kirkjuárinum. Jóladagur er 25. desember, og í Føroyum verða tveir jóladagar hildnir sum halgidagar - 25. og 26. desember. Seinasti dagurin framman undan jóladegi - tann 24. desember - kallast jólaaftan. Hann var fyrr vanligur arbeiðsdagur, men varð roknaður sum halgidagur frá kl. 18. Nú er jólaaftan frídagur í Føroyum, og mong byrja jólahaldið seinnapart jólaaftan. Jóladagur hevur altíð verið mikil høgtíðisdagur í Føroyum, og enn eru jólini størsta høgtíð føroyinga. 

Um okkara leiðir eru jólini ein gomul høgtíð, sum eisini varð hildin, áðrenn okkara forfedrar vórðu kristnaðir. Hesa ársins tíðina hátíðarhildu teir, at nú fór vend at koma í. Nú fór tann ljósa tíðin at koma. Í 336 e.Kr. gjørdu kirkjufedrarnir í Róm av, at 25. desember skuldi verða hátíðarhildin sum Jesu føðingardagur. Roynt varð at nevna høgtíðina kristmessu. Navnið vann ikki frama í Norðurlondum, men í t.d. Bretlandi og USA eita jólini Christmas. 

Í Føroyum hátíðarhalda vit jólaaftan 24. desember, meðan meginparturin av kristna heiminum hátíðarheldur jólini 25. desember. 

Orðið jól hevur óvissan uppruna. Møguliga er tað sama orðið sum hjól, og sipar tá til ársins gongd, tað støðugu endurtøkuna. Orðið jól er hvørkikynsorð í fleirtali. Vit siga Jólini, tey.... 

Jólini eru høgtíðin til minnis um Jesu føðing. Hetta sæst aftur í t.d. enska heitinum, Christmas, Kristmessa. Um føðing Jesu lesa vit í Lukasar evangelium, kap. 2, ør. 1 - 20. Hetta brot verður ofta nevnt jólaevangeliið. Eisini Matteusar evangelium sigur í 2. kapitli frá Jesu føðing. Tá ið norðbúgvar høvdu tikið við kristnari trúgv um ár 1000, gjørdi kirkjan av, at jólini skuldu verða hildin sum føðingardagur Krists, 25. desember. Nakrir granskarar siga, at hendan dagfestingin ikki kann vera røtt, tí í desember mánaði liggur seyðurin ikki úti í Ísrael. Tað verður sagt, at tað var av praktiskum orsøkum, at kristna jólahátíðin var løgd til seinast í desember mánaði. Onki var nevnt í Nýggja Testamenti um árið, mánaðin ella mánaðardag. Hetta varð gjørt, so at tann heidna jólaveitslan skuldi fáa eitt annað innihald, at gera jólini til eina kristna høgtíð. 

Hetta er tað tíðarskeiðið í kirkjuárinum, tá flest gudstænastur verða hildnar í fólkakirkjuni og samstundis tað tíðarskeiðið, tá kirkjan verður mest vitjað. 

Í Norðurlondum hildu forfedrar okkara heiðin jól, vetrarsólstøðu, sum eisini varð hildin gróðurgudinnuni Froyu til heiðurs. 
Jólahald er upprunaliga ein heiðin høgtíð at fagna, at aftur vendir móti ljósari tíðum. Í norðurlondum var henda høgtíð hildin í fyrst í januar, men í syðri londum var henda høgtíð hildin 25. desember. Í 4. øld (í 354?) valdi kirkjan at áseta fastan dag til høgtíðina til minnis um Jesu føðing, og tá var henda kristindómsins fagnarhøgtíð løgd á jólini, 25. desember. Tað elsta vit vita um jólahald í Norðurlondum er umleið 875, tá orðið er nevnt í sambandi við Harald Hárfagra. Hvussu hesi jól hava verið hildin fæst kanska ein ábending um í orðingum sum at drekka jólini, sbr. td. kvæðaorðingina: Gud man ráða, hvar vit drekka onnur jól. 

Sólstøðuhátíðin er møguliga tann elsta hátíð, sum menn hava hildið. Fyri 4000 árum síðani hildu fólk í Mesopotámíu 12 daga hátíð um vetrarsólstøðu. Hendan hátíð var hildin til at sýna gudinum Marduk heiður. Fólk í Mesopotámíu hildu at Marduk stríddist ímóti óndari megi hesar dagar. Persar og babýlóníumenn hildu hátíð, sum líktist og nevnist Sacaea. Í ein dag skiftu trælir og húsbóndafólk um leiklut. Trælir gjørdust húsbøndur, og húsbóndafólk gjørdust trælir. Fólk í Evropa trúði, at illir andar, álvar og trøll vóru á ferð um jóltíðir, og tey gjørdu ritualir fyri at fáa sólina upp aftur. Íbúgvar í Norðurskandinaviu síggja ikki sólina í ein heilan mánað, og fólk fór til fjals fyri at finnasólina. Tá tey komu aftur við tíðindum um, at sólin var á veg, var hildin stór veitsla, og eldur var tendraður at bjóða sólini vælkomnari. 

Grikkar blótaðu Kronos um vetrarsólstøður og rómverjar hildu hatíð Saturnusar, sum hevði tamarhald yvir gróðursemi jarðarinnar. Rómaríkið hevði vald yvir stórum parti av Evropu og londum kring Miðjarðarhav. Kristni var gjørd almenna trúgvin ár 380, men fólk vildi ikki halda aftur skemtaninni um jólini. Fólk vildi sleppa at dansa, fáa gávur og góðan mat við víni og hava glæsiligar sjónleikir. Gávurnar vóru ofta kertur. Saturnusarhátíðin var frá miðjum desember til 1. januar. Fólk arbeiddu minni og vóru tá ofta útklødd, gingu í skrúðgongu, ótu góðan mat, vitjaðu vinfólk og góvu gávur. Rómverjar pyntaðu heimið við livandi ljósum, sum hingu á grønum trøum. Tað hendi seg, at húsbóndafólk skiftu um arbeiði við trælir og borðreiddu fyri teimum. 

Smátt um smátt yvirtók kirkjan vetrarsólstøður og broytti hugmyndina um føðingadag ósigrandi sólar dies natalis solia invicti til føðingadag Jesu. Í gomlum døgum var ikki vanligt at halda føðingadag. Umleið ár 98 var føðingadagur Jesu hildin fyrstu ferð, og ár 138 gjørdi biskupur í Róm dagin til stórhátíðardag. Men tá tey ikki vistu neyva dagin, vóru dagar sum 2. januar, 6. januar, 23. mars, 28. mars, 18. apríl, 20. apríl, 20. maí, 17. november og 25. desember brúktir. Tann gamla kirkjan valdi 6. januar til føðingadag Jesu, tí tá kappaðist hon ímóti Osíris-Aion trúgv í Aleksandríu, sum hevði sína hátíð tá. Men ár 440 avgjørdi Júlíus pávi 1. at føðingadagur Jesu skuldi haldast tann 25. desember hvørt ár, men tað gjørdist ikki lóg, fyrr en ár 534. 

So hvørt sum kristnidómurin breiddist út um Evropu, tók hann upp siðir, sum vóru frá heidnari trúgv, so sum mistiltein, jólatræ og at kynda bál. Tann siður at hava jólatræ kann førast aftur til dyrkan av ask yggdrasils (-úr ásatrúgv). Tað var vani at pynta hús við grønum greinum um jólini, og geva øðrum greinar, til minnis um megi nátturunnar. Kristni kom til Skandinavia uml. 900, og heiðin jól gjørdust kristin.




#Article 503: Stefan Casta (104 words)


Stefan Casta er svenskur tíðindamaður og rithøvundur, føddur í 1949 í Vadstena og vaks upp í Norrkøping; frá uml. 1980 búsitandi í Skåne. Stefan byrjaði sum sjónvarpsmaður, men  er nú rithøvundur burturav. Í 1999 vann hann stóru svensku bókmentavirðislønina Augustpristet fyri bókina Spelar død, og í 2000 fekk hann fyri somu bók Nils Holgersson heiðurlønina, sum rithøvundar flestir tráa eftir. Hann hevur eisini vunnið Astrid Lindgren virðislønina í 2002.

Yndisbók sína sigur Stefan vera Summarið við Mary-lou, sum kom út á svenskum í 1997, á føroyskum í 2002 í týðing eftir Jákup í Skemmuni. Stefan Casta situr nú í sæti 13 í svenska Barnabókaakademinum.




#Article 504: Sjómíl (231 words)


Ein sjómíl, ein international nautisk míl ella ein fjórðingur er 1852 metrar. Ein sjómíl er upprunaliga ásett sum ein miðal breiddarminuttur (bogaminuttur norður og suður), tvs. 1/60 av einum stigi av einum stórsirkli gjøgnum pólarnar.
Tá meturskipanin varð gjørd, var ætlanin, at stórsirkulin gjøgnum pólarnar og gjøgnum París skuldi vera eksakt 40#8239;000#8239;000 metrar. Út frá hesum skuldi ein sjómíl verið   = 1851,85 m. Í dag verður stórsirkulin settur til 40#8239;007,86 kilometrar, og eftir tí skuldi ein sjómíl verið 1#8239;852,22 metrar.

Óvissan á mátingini av stórsirklinum gjørdi, at fyrr kundi ein sjómíl vera eitt lítið sindur ymisk, í Danmark var hon 1#8239;851,11 m fram til tíðliga í 20. øld.

Men í 1929 varð avgjørt á millumtjóða fundi, at ein sjómíl skuldi vera eksakt 1#8239;852 m. Londini, sum longu brúktu meturskipanina, tóku beinan vegin undir við hesum millumtjóða standardi, USA tók undir við honum í 1954 og Ongland í 1970.

Jørðin er ikki heilt kúluskapað, hon er eitt sindur ellipsoidskapað. So ein breiddarminuttur er millum 1#8239;842,9 og 1#8239;861,6 metrar.

Stórsirkulin um ekvator er 40#8239;075#8239;017 metrar, og ein longdarminuttur við ekvator er tí 1#8239;855,32 metrar. Eisini tann stórsirkulin hevur verið brúktur til at definera ymiskar geografiskar míl, sum ikki longur verða brúktar.

Ein sjómíl er 24,6 % ella rættuliga nær við fjórðingin av eini gamlari danskari míl. Hon fekk tí eisini navnið fjórðingsmíl ella fjórðingur, hóast ein fjórðingur upprunaliga var eitt lítið sindur longri. 




#Article 505: Landsstýrismaður (188 words)


Ein landsstýrismaður (ella landsstýrisfólk ella landsstyriskvinna) er ein ráðharri í landsstýrinum, ið er føroyska stjórnin. Landsstýrismenn verða tilnevndir av løgmanni, ið er ovasti leiðarin fyri landsstýrinum.

Í mun til landsstýrisfólkini, ið verða tilnevnd av løgmanni, so er tað Løgtingið, ið velur løgmann. Landsstýrið er sostatt samansett av løgmanni og teimum landsstýrismonnum, ið løgmaður hevur tilnevnt. Sambært Stýrisskipan føroya skal løgmaður velja minst tveir landsstýrismenn í landsstýrið. Hvørki løgmaður ella landsstýrismenn hava atkvøðurætt í løgtinginum, men hava, eins og løgtingslimir, rætt at leggja fyri løgtingið uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmælir ella løgtingssamtyktir.

Ymisku ábyrgdarøkini hjá landsstýrinum verða nevnd málsøkir og verða hesi lutaði millun landsstýrismennirnar av løgmanni í einum málsøkjabýti. Løgmaður kann eisini velja at umsita málsøki sjálvur. Eitt sindur ymiskt er frá einum landsstýri til annað, júst hvussu málsøkini verða býtt.

Formliga heitið á ráðharrunum í landsstýrinum er sambært Stýrisskipanini landsstýrismaður, men til tíðir verður umframt landsstýrismenn eisini tosað um landsstýrisfólk ella landsstyriskvinnur. Ongin innihaldsligur munur er á landsstýrismanni, landsstýrisfólk ella landsstýriskvinnu, men koma ymisku heitini helst frá, at summi halda tað vera løgið at kalla eina kvinnu fyri landsstýris-mann.

Í 2015 eru í landsstýrinum umframt løgmann sjey landsstýrismenn. 




#Article 506: Bermuda (265 words)


Bermuda er ein oyggjabólkur sum hoyrir til Bretland, sum liggja í Norðuratlantshavi eystanfyri USA. Nærmasta stað í USA er Cape Hatteras, North Carolina, sum liggur umleið 1030 km í ein útnyrðing frá Bermuda. Oyggjarnar liggja 1.239 kilometrar sunnanfyri Cape Sable Island, Nova Scotia, og 1.770 kilometrar í ein landnyrðing av Miami. Høvuðsstaðurin eitur Hamilton, tó var St. George tann fyrsti høvuðsstaðurin, og er St. George tann elsti enskt-talandi býurin uttanfyri Stórabretland í heiminum. Oyggjarnar eru 53,2 km2 til støddar. Í 2010 var fólkatalið 64.268 og fólkatættleikin var 1.275 pr. km2. 
Bermuda er tað norðasta og eystasta staðið av Burmuda-trýkantinum, har tað sigst at nógv skip eru gingin burtur og flogfør eru dottin niður á mystiskan hátt.

Bermuda oyggjarnar vóru funnar í 1505 av spanska Juan de Bermúdez kapteini, sum oyggjarnar eru uppkallaðar eftir. Í 1609 stovnaði Virginia Company eina búseting á Bermuda, hetta var tvey ár eftir, at sama fyritøka hevði sett á stovn býirinir Virginia og Jamestown á amerikanska kontinentinum. Búsetingin fór fram tá ein ódn herjaði øki og tað søkkandi enska skipið Sea Venture noyddist at stýra á eitt sker har um leiðir, so at manning og ferðafólk kundu fara í land. Virginia Company stýrdi oynni til 1614, tá ein onnur fyritøka Somers Isles Company, tók yvir og hevði ræði á oynni til 1684, tá bretar tóku valdið á oynni.

Í 1707 vóru oyggjarnar alment innlimaðar í Stóra Bretland.

Bermuda er limur í Oyggjaleikunum, har Føroyar eisini eru limir. Oyggjaleikir 2013 verða á Bermuda. Bermuda luttekur eisini á Olympisku Leikunum. 

Tey hava eitt nú luttikið í sigling, svimjing, kaving, frælsum ítrótti og triatlon.




#Article 507: Visible Fish (546 words)


Visible Fish var mannað av Derhardi Olsen (gittar), Ásbirni Berthelsen (trummur), Peturi Pólson (tá Jensen)(sang), Boga á Lakjuni (bass) og Eileri Hansen (gittar).

Bólkurin byrjaði um veturin í 1992, tá Derhard og Eiler, sum gingu í sama flokki í studentaskúlanum við Gøtugjógv, gjørdu av at byrja ein bólk. Eftir at hava roynt ein trummuleikara og einar tveir bassleikarar, kom fyrst Petur við. Petur, sum hevði gingið í einum hægri flokki í sama studentaskúla og longu var smákendur sum yrkjari, var triði maður í bólkinum. Stutt eftir kom Ásbjørn við, og stutt eftir hann kom eisini Bogi við.

Upprunaliga varð vant í sluppini Høganes, men táið allir omanfyri vóru við, varð ístaðin vant í Glyvra Bio. 

Visible Fish hevði fleiri steðgir á leiðini. M.a. var Bogi uttanlands eitt skifti og somuleiðis Ásbjørn.

Í 1994 spældi Visible Fish fyri fyrstu ferð til konsert. Hetta var ein konsert í sambandi við Varmakeldustevnuna í 1993. 

Í 1996 tóku Visible Fish sjálvir eitt band upp, við sangum, sum teir høvdu gjørt. Bandið var einans ætlað til bólkin sjálvan og er tí ongantíð útgivið. Upptikið varð á loftinum hjá P/F Esmar Simonsen á Kambsdali á sumri í 1996. Eykabassleikari á bandinum (av tí at Bogi var uttanlands) var Jens L. Thomsen.
Ein sangur á bandinum, skemti-kontri sangurin I Swallow Flies, endaði tó á eini útgávu, tá tað í síðstu løtu varð avgjørt at koyra tað sum hidden track á fløguna Doing Lounge Jesus, sum kom út í 1998. 

Í 1997 luttók Visible Fish fyri fyrstu ferð á Prix Føroyar kappingini. Undankappingin var í Klaksvík og so mætir bólkar sum Mark No Limits, við kenda Teiti Lassen á odda, og lokalu hetjurnar Aria struku við sigrinum. Men Visible Fish slóg navn sítt fast ímillum tónleikaáhugaðar føroyingar við teirra sermerktu og villu framførslu. Serliga nógv var gjørt burturúr, at forsangarin Petur í einum sangi gjørdi sjálvmorð, við einum spælirevolvara, á pallinum.

Seinni í 1997 var Visible Fish við á uppsamlingsfløguni Rokk í Føroyum 2, sum Tutl gav út. Sangurin Tender Skin, gjørdist eitt rættiligt hitt og varð nógv spældur í Útvarpi Føroya um ta tíðina. Hann endaði sum nr. 3 á 15 teimum bestu.

Um hesa tíðina, t.v.s. frá 1997 til og við 1999, skipaði Visible Fish fyri nógvum konsertum í Losjuni við Gøtugjógv. Afturvendandi tiltak hvørja ferð var at bjóða einum nýggjum og uppkomandi bólki við á konsertina.

Fløgan Doing Lounge Jesus kom út á sumri í 1998 og seldi heilt væl. Eitt lag av fløguni, Styrofoam P, kom á 15 tær bestu hitt-listan og rakk øðrum plássi.

Í 1998 varð Tónleikasamtakið GRÓT stovnað og Visible Fish var ein rímuliga afturvendandi bólkur hjá samtakinum tað fyrsta árið. 

Á heysti í 1998 gav ÚF eina fløgu út við barnasangum, innspældir av nýggjum. Visible Fish tulkaði barndómshittið Í Barnagarði hjá Hjørdis Johansen. Sangurin var sera væl móttikin og er spældur heilt nógv gjøgnum árini.

Í 1999 gav plátufelagið Tutl út eina fløgu, sum æt Grótføroyskt, sum var samansett av ymiskum føroyskum bólkum, ið spældu egið tilfar. Visible Fish luttók við sanginum Bróðir Judas. 

Um ársskiftið 1999-2000 avgjørdu limirnir í Visible Fish at steðga fyribils og hava ikki vant regluliga síðani. Tó var ein reunion konsert hildin á sumri í 2003 í Losjuni í Gøtu. 

Í oktober 2007 kunngjördu Visible Fish, at teir vóru byrjaðir aftur.




#Article 508: Frits Johannesen (107 words)


Frits Johannesen er uppvaksin í Fuglafirði, har hann eisini býr.
Hann er útbúgvin lærari og hevur í mong ár starvast í Fuglafjarðar Skúla. Umframt lærarastarvið hevur Frits nógv kreativ jørn í eldinum.

Frits hevur í mong ár verið kórleiðari og primus motor hjá Fuglafjarðar Gentukóri. Hann hevur eisini skrivað løg og útsett tey fyri kórið. Fyri fáum árum síðani myndaði Frits eitt úrvalskór við tí endamáli at fara til New York at framføra Passíusálmarnar.

Frits hevur eisini altíð fingist við at mála og gera aðra myndlist, og seinnu árini er hann vorðin alt meira kendur kring allar Føroyar fyri málningar sínar, sum ofta hava tónleik sum myndevni.




#Article 509: Steinhovden (110 words)


Steinhovden er ein bygd millum eysturu vág og vestaru vág í Flora Kommunu, Noreg, hevur verið hildið frá fornari tíð. Handilsbygningarnir hjá kongliga einahandlinum í Flora kommuna eru bygdir í miðøld. Steinhovden hýsir í dag 119 íbúgvum.

Steinhovden hevur fingið navn av steinhaldi, sum var vanligt í Noregi í steinøldini. Í bygdini er tó eitt flakavirki, ið ikki longur keypir slegghamaran frá útróðrarbátum á plássinum, men ístaðin keypir sína rávøru á uppboðssølunum, serliga á uppboðssøluni í Seljeset.

Slegghamarmann varð føddur í Steinhovden 1947. Hann eigur slegghamaran Mjølnir og við honum berjist hann mót automatin. Tá ið ein Firda-fyr er nóg nær, letur kjaftin upp og gloypir honum.

Fjøll í Steinhovðin




#Article 510: Hanus G. Johansen (137 words)


Hanus Gjærdum Johansen, best kendur sum Hanus G. ella Hanus G. Johansen, er føddur í Klaksvík 18. juni 1950. 
Hann er kendur sum vísusangari og hevur millum annað tulkað norska yrkjaran Jakob Sande. Hann framførir onkuntíð við Aldubáruni og hevur eisini sungið saman við Frændum. Í 1998 var hann føroyskt innslag á mentanartiltaki í økinum kring Flekkefjord í Noregi. 

Hanus hevur gjørt løg til yrkingar síðani síðst í 70-árunum og hann metir, at hann tilsamans hevur gjørt løg til áleið 250 yrkingar. 
Hann er serliga kendur fyri at tulka yrkingarnar hjá kenda føroyska skaldinum Poul F. Joensen. Hanus hevur gjørt løg til áleið 90 yrkingar hjá Hargaskaldinum. Hann gav út LP og kasettuband í 1988, sum nevndist Gaman og álvara - Hanus syngur Poul F. Henda útgáva kom út sum fløga (CD) 20 ár seinni í 2008.




#Article 511: Ebenezer (151 words)


Ebenezer er navnið á samkomuhúsi hjá Brøðrasamkomuni í Niels Finsens gøtu í Havn. Navnið Ebenezer er hebraiskt og er tikið úr Sámuelsbók (1. Sám. 4:1 og 7:12) í Bíbliuni. Fyrsti salurin, Ebenezer, varð bygdur beint eftir 1900 og varð tikin í nýtslu 17. juli 1905. Hann varð í 1963 tikin niður og fluttur inn í Saltangará, har hann fekk navnið Berøa. Núverandi samkomubygningurin er tikin í brúk 6. september 1963 og fekk umfatandi ábøtur og umbygging í 2006.
Áðrenn salurin Ebenezer varð bygdur í 1905 savnaðist samkoman í Sloans sali við Tinghúsvegin; tann salurin varð bygdur í 1879.

Nógv verður sungið í Ebenezer og fleiri kór eru. Í 2013 eru trý kór:

Fyrsta brúðarvígslan í Ebenezer var í 1978. Tað vóru Richard Schwartz Jacobsen og Anna Kjærbo, sum giftust. Tey høvdu fingið serloyvi til at verða vígd í salinum, og politiassistenturin Niclas Poulsen hevði fingið serloyvi frá fútanum at víga parið.




#Article 512: Føstuinngangur (120 words)


Føstuinngangur er inngangurin til føstuna, sum í kristindóminum verður hildin í 7 vikur undan páskum. Føstuinngangur er tann sunnudagin, sum er tann 7. sunnudagurin frammanundan páskadegi. Mánakvøld og týskvøld í føstuinngangi, sum vit eisini kalla fastalávint, hevur verið vanligt at hava ymiskt til skemtunnar, eitt nú at ganga grýlu (ella ganga langaføstu), og at sláa tunnu. Mánadag í føstuinngangi, á fastalávint, er vanligt at dansa føroyskan dans, og henda dag endar dansiárið. Mikudagur í føstuinngangi nevnist øskudagur, og tá byrjar álvarsamari parturin av føstuni. Gamalt var ikki at eta kjøt í føstu; hetta sæst aftur í summum sagnum, eitt nú um Kálv lítla. Siðurin ikki at eta kjøt í føstu hevur upp til okkara tíð verið hildið í katólskum londum.




#Article 513: Rúni Nielsen (114 words)


Rúni Nielsen (21. februar 1979 á Tvøroyri) er fyrrverandi formaður í Unga Tjóðveldinum, størsta politiska ungmannafelagið í Føroyum. Hann er samstundis tann, ið longst hevur sitið sum formaður felagsins. 

Í 2002 og 2003 var hann eykamaður á løgtingi fyri Hergeir Nielsen. 

Hann sat við fíggjarábyrgdini í formanskapinum í Unga Norðurlandaráðnum umboðandi Sosialistiskan Ungdóm í Norðanlondum (SUN) árini 2005 til 2007. Hevur eisini eygleiðari í Vælferðarnevndini og í Umhvørvisnevndini í Norðurlandaráðnum í sama tíðarskeiðið. Fór fyrstu ferð umboðandi Unga Tjóðveldið í Unga Norðurlandaráðið í 2001.

Rúni Nielsen varð aftur formaður í Unga Tjóðveldinum eitt stutt skifti. Hann varð valdur formaður á fundi 22. mars 2007 og tók ikki við afturvali á landsnevndarfundi 22. mars 2008. 




#Article 514: Torradagar (102 words)


Torradagar kallast mentanarvika, ið verður hildin í Klaksvík í torra, fyrstu ferð í 2007. Torri - ella í torra - kallast mánamánaðurin, ið byrjar í seinnu helvt av januar ella fyrru helvt af februar og varir í 4 vikur fram, tað er eina mánaringrás.

Í torravikuni verður skipað fyri ymiskum tiltøkum í Klaksvík. Fyrilestrar um torra, torrafisk og torrahald. Um fiskivinnu og siðir á sjónum. Eisini er ætlanin at skipa fyri fyrilestrum um fiskivinnuna í dag og fáa serfrøðingar frá fiskirannsóknarstovuni at greiða frá fiskivinnuni, sæð frá teirra eygum. Heilsukafé, forkunnug fiskamatarskrá og torrasvimjing eru bert nøkur av áhugaverdu tiltøkunum úr Torrarúgvuni.




#Article 515: Mánamánaður (119 words)


Ein mánamánaður ella astronomiskur mánaður er tíðin, tað tekur mánanum at ferðast eina ringrás um jørðina, ein mánaringrás. Hon er frá tendring (nýmána) til næstu tendring (nýmána). Ein mánamánaður er umleið 29,5 samdøgur (29 samdøgur, 12 tímar, 44 minuttir og 2,8 sekund, fyri at vera heilt neyvur). (Tað eru aðrir hættir at rokna longdina á eini mánaringrás, og teir geva 27 samdøgur og millum 7 og 13 tímar). 

Mánamánaðirnir hava allir navn á føroyskum; teir eita allir -sól, t.d. jólasól, gøsól, torrasól. Hesi nøvn eru nú mestsum burturdottin.  

Teir tólv mánamánaðirnir eru gott 354 dagar tilsamans, meðan árið er gott 365 dagar. So umleið triðja hvørt ár er ein 13. máni, millumpartasól, sum er ímilum 1. og 2. mánamánaðin.




#Article 516: Lomvigi (627 words)


Lomvigi ella lomviga (frøðiheiti - Uria aalge) er svartur sjófuglur. Sagt verður, at lomvigin kemur at landi á pálsmessu og í bergið á leypársmessu. 31. juli sigst lomvigin aftur leggja frá landi.  Loyvt er (í 2007) at skjóta lomviga frá 1. oktober til 20. januar. er svartur omaná, hvítur í neðra. Summir hava eina hvíta striku aftur frá eyganum; teir eru sama slagið sum hinir, men eru oftast stórir. Fyrst í juni hevur lomvigin vorpið, eittans egg, stórt eftir fuglinum. Frá tí tjúkkasta smalkast tað beint og javnt móti hinum klænra endanum, sum er óvanliga spískur; eggið rullar tí ikki beinan veg, men heldur runt í ring, og tað man mangan hava bjargað teimum frá at fara út av rókini. Frá 5. til 8. juni fara menn at ræna, t. e. at taka eggini. Í stórum línum síga teir langt niður í bergið — í Skúvoy um 80 favnar, — og har, sum loft er, gera teir stór reiggj út og inn. Eggini eru vøkur, frá fagrasta grøna til bleikgrønt og stundum hvítt, sett við dimmum blettum og strikum, sum gera tey ólík hvørjum øðrum. Orðið gongur, at aldri finnast tvey lomvigaregg, sum eru meinlík á liti. Summi sýnast at vera einlitt grøn, men hyggur tú gjøllari eftir, so sært tú altíð onkun dimman blett, sum ger eitt frámerki.
 
Skúvoy og Dímun eru bestu lomvigalondini í Føroyum. Skúvoyingar fáa so nógv egg útyvir tað, teir brúka sjálvir, at teir fara við heilum bátsfarmi til Havnar at selja. Skjótt verpur lomvigin aftur, og hann vermir í rúmar 4 vikur. Ungfuglurin situr hesa tíðina niðast við sjógvin; hann er kallaður hellufuglur og verður tikin av báti við fleygastong. Nú pisurnar eru útkomnar, flúgva teir gomlu javnan við nebbasild í nevinum. Tá ið ein lendir á rókini, eru nógv opin gap uttan um hann, men hin gamli kennir væl unga sín. Dúnaða pisan er brúnlig omaná, grá-sprøklut um háls og síður, hvít í neðra. Um miðjan juli kemur fyglingin fyri. Við eini stuttari stong og stórum neti gongur fyglingarmaðurin eftir rókini, varliga framat, har sum lomvigin situr tættur. Har leggur hann netið omanyvir og kann fáa nógvar í tað, um 5—8 man vera tað vanliga, 10—15 er væl fingið, og 20 má sigast nógv, tó at tað hevur hent at fingið 60. 1000 lomvigar kann ein kringur fyglingarmaður fáa ein góðan dag. Men við hetta lag misfarast nógvar pisur. Tí hava teir summstaðni lagt fyglingina av og fleyga nú í staðin. Í flognum er lomvigin ikki so snúiligur sum lundin og tí betri at fleyga.

Fyri ólavsøku eru pisurnar floygdar. Mest um kvøldið síggjast tær fara av rókini, ein lítil fyrst og tveir stórir — faðir og móðir — hvør sínumegin aftanvert við hana. Har, sum stór urð er undir, bera tey gomlu ofta ótta fyri at hin lítla fer ikki at vinna út á sjógv, og so við og við geva tey henni tá eitt stump uppeftir. Eisini á sjónum halda tey saman fyrru tíðina. Ber okkurt, sum t. d. ein fles, upp ímillum, so tey ikki síggja hvørt annað, so ljóðar í heilum karr karr karr øðrumegin og pi pi pi hinumegin, til tey hittast aftur. Umframt við fygling og fleygi verður nógvur lomvigi fingin við snaru. Snaran er ein flaki av viði við nógvum lykkjum av faksi omaná, og lomvigin, sum altíð dámar væl at sita á rekaviði, fer upp á hann, men fær so føturnar fastar í lykkjurnar. Eisini verður nógvur lomvigi skotin víða um á sjónum. Og tó hevur hann heldur nørst enn minkað í seinnu tíðini. Um veturin ferðast hann um langt úti á havinum. Nakrir síggjast tó her; tá er hann bleikgráur framman á hálsinum og upp í vangarnar. Sama lit hevur steffan, t. e. pisan, tá ið hon er komin á sjógvin.




#Article 517: Jarðfrøði (100 words)


Jarðfrøði ella geologi er læran um bygnaðin á jørðini, t.d. um tey ymisku jarðløgini, virksemi á jørðini, so sum eldgos og jarðskjálvtar, og um jarðarsøguna, so sum ístíðir og hvussu landslagi er broytt gjøgnum tíðina.

Ein sum fæst við jarðfrøði sum yrki, verður nevndur ein jarðfrøðingur.

Føroyar eru úrslit av stórum eldgosvirksemi í økinum fyri 55 milliónum árum síðani. Føroyar eru skaptar í 3. og endaligu spjaðingini av Atlantshavinum, sum enn er virkin. 

Atlantshavið breiðkar so við og við, sum Europa-plátan og Afrika-plátan flytar seg burtur frá Norður- og Suðurameriku-plátunum. Eitt nú breiðkast Ísland í løtuni við 7 cm árliga. 




#Article 518: Læknafrøði (171 words)


Læknafrøði er læran um menniskjakroppin og greining, forðing og leking av sjúkum og eisini ymiskum skaðum, sum menniskjað kann koma út fyri. Granskarar kanna sjúkuárin og royna nýggjar viðgerðarhættir. Sjúka verður viðgjørd við til dømis geisling, uppvenjing, heilivági og skurðviðgerð. Fyribyrgjandi viðgerð, til dømis at koppseta, er týðandi partur í nýmótans læknavísindum.   Fyri tveimum øldum síðan kundu fólk ikki vænta sær at gerast stórt eldri enn 40 ár. Nú verða mong fólk í ídnaðarlondum 80 ára gomul ella eldri. Betri matur og serstakliga betri heilsurøkt gera tað, at fólk liva longri, men menningin í læknavísindum hevur eisini nógv at siga. Stórur læknatørvur er enn í menningarlondum. Heilsufólk verða útbúgvin at hjálpa hesum fólkum. Heilsufólk koppseta og duga at veita lætta sjúkraviðgerð. Tey leiðbeina eisini í reinføri, í mati og í smábarnarøkt. Miðallívsævin kann eisini vera 40 ár styttri í menningarlondum enn í ídnaðarlondum. Miðallívsævin í Angola er t.d. bara 38 ár. 

Læknafrøði fatar um so nógv, at læknar mugu eftir próvtøku útbúgva seg meiri og fáa sær serútbúgving.   Greinir í læknavísindum  :




#Article 519: RNA (126 words)


RNA er stytting fyri ribonukleinsýra (sýra = acid á enskum). RNA er, eins og DNA, samansett av nukleotidum við hvør sínum nukleobasa. Men har DNA hevur nukleobasan thymin (T), hevur RNA nukleobasan uracil (U). Eisini er sukureindin í hvørjum nukleotid ribosa í staðin fyri, sum í DNA, 2'-deoxyribosa.

RNA hevur ymisk størv í kyknuni. tRNA (transfer RNA) flytur aminosýrur til proteinsyntesuna á ribosomunum. mRNA (messenger RNA) verður nýtt til at flyta upplýsingar frá DNA til ribosomini. Eisini hava vit rRNA (ribosom RNA), sum ribosomini eru samansett av.

DNA verður avritað til RNA í eini prosess nevnd transskriptión, og síðani verða proteinir framleidd út frá RNA í eini prosess nevnd translatión.

Vanliga verður DNA nýtt til goymslu av arvfrøðiliga tilfarinum, men nøkur virus nýta í staðin RNA.




#Article 520: Virus (216 words)


Eitt virus er ein undir-mikroskopiskur partikkul (millum 20 og 300 nm) sum kan smitta eina kyknu í einari lívfrøðiligari veru. Eitt virus kan bert nøra seg við at smitta eina vertkyknu, sum kunnu verða bæði prokaryotar (t.d. bakteriukyknur) og eukaryotar (t.d. djórakyknur). Nógv virus elva til sjúkur í menniskjum og djórum. Viðgerð er trupul, tí antibiotika nyttar ikki og fá sløg av heilivági finnast, ið virka ímóti virusum.

Virus eru, í grundini, samansett av arvatilfari inni í einum proteinhylkið. Proteinhylkið er antin uppbygt sum ein spiralur, so virusið gerst avlangt (helicalt), ella eru proteineindirnar samansettar sum í einum fótbólti, so virusið er runt (icosahedralt). Tað finnast eisini kompleks virus sum hava hvørki av áðurnevndu skapum, men kunnu t.d. hava ein proteinhala ella ein annaleiðis vegg.

Nøkur hava eisini ein lipid dupultlag membran uttanum hylki; tey ið ikki hava verða kallaði nakin virus. Tað eru mest djóravirus, ið hava membran. Flestu virusir hava ikki egin ensymir, men tað eru tó nøkur sum hava. Ensymini hava ymiskar funktiónir, t.d. at framleiða DNA út frá RNA (revers transcriptase), bróta hol á bakteriuveggir (lysosym) og hjálpa virusinum at loysa seg frá kyknuni (neuraminadase).

Tá virus deila seg gongur tað fyri seg í 5 stigum:

Virus verða ofta bólkaði eftir hvat teirra arvatilfar er og hvussu tey framleiða mRNA. (Baltimore flokkingin):




#Article 521: Bakteria (196 words)


Ein bakteria er ein einkyknað mikroskopisk lívvera. Bakteriur hoyra til prokaryotar verur og hava sostatt ongan kyknukjarna. Menniskjakroppurin hevur umleið tíggju ferðir fleiri bakteriukyknur enn menniskjakyknur í sær, serliga á húðini og í maga-tarm-kanalini. Tað finnast bæði óhættisligar og sjúkuelvandi (patogenar) bakteriur. Menniskju verða javnan smittað við sjúkuelvandi bakterium, men hetta er tíbetur lætt at viðgera, tí bakteriur kunnu vanliga drepast við antibiotika. Tað er tó vorðið alt meira vanligt, at bakteriur gerast antiobiotika-mótstøðuførar. Hetta kemst ivaleyst av, at menniskjan hevur ovurnýtt antiobiotiskan heilivág.

Bakteriur eru umleið tíggju ferðir minni enn eukaryotar kyknur og eru vanliga 0,5-5 mikrometrar til støddar. Tær kunnu hava ymisk skøp, t.d. rundar (coccus), avlangar (rod), S-formaðar (spirillum), snúraðar (spirochete) og tráðformaðar (filament).

Bakteriur kunnu bólkast eftir samanseting av kyknuveggi í grampositivar og gramnegativar bakteriur. Tá man viðger bakteriur við Gram-liting gerast grampositivar bakteriur violettar og gramnegativar reyðar.

Nakrar ættir av grampositivum bakterium:

Actinomyces, Bacillus, Clostridium, Corynebacterium, Enterococcus, Lactobacillus, Listeria, Micrococcus, Mycobacterium, Staphylococcus, Streptococcus og Streptomyces.

Nakrar ættir av gramnegativum bakterium:

Enterobacter, Escherichia, Helicobacter, Hemophilus, Klebsiella, Legionella, Neisseria, Proteus, Pseudomonas, Salmonella, Shigella og Vibrio.

Bakteriur kunnu hava trý ymisk sløg av eitur:

Exoeitur kunnu býtast í tríggjar bólkar: Cytolytisk, AB-eitur og superantigenir.




#Article 522: Napoleon Bonaparte (646 words)


Napoléon Bonaparte (15. august 1769 – 5. mai 1821) var ein franskur generalur og keisari 1805–1815.

Nabulione Buonaparte varð føddur í Ajaccio á oynni Korsika, ið nýliga var blivin franskt hjáland. Hann var næstelsti sonur Carlo Buonaparte (1746 – 1785) og Maria Letizia Ramolino (1750 – 1836), sum fingu í alt 8 frísk børn. Hóast bæði foreldrini vóru aðalsfólk, vóru tey ikki rík, tey máttu arbeiða hart fyri at breyðføða børn síni.

Í 1778 bleiv 9 ára gamli Nabullione sendur í ein hernaðarskúla í Norðurfraklandi fyri at læra at tosa rætt franskt, men hann lærdi aldrin rættuliga at tosa og skriva franskt. Hóast hann ikki dugdi so væl franskt, kláraði hann seg væl í skúlanum, hann var serstakliða góður til søgu og støddfrøði. Lærararnir góvu honum franska navnið Napoleón Bonaparte í staðin fyri í teirra eygum bygdasliga italska navnið Nabullione Buonaparte.

Tá Napoléon í 1784 var blivin 15 ár, bleiv hann fluttur til tað kongliga hernaðarakademiið í Paris, har hann hevði avgjørt at blíva offiserur í franska herinum. Napoléon las nógva hernaðarsøgu, og hann sá upp til sínar hetjur, ið vóru Aleksandur Mikli, Karlamagnus, Hannibal og Julius Cæsar. Hesir fýra herførararnir vóru heimsins størstu herførarar, og Napoléon føldi, at hann fór at blíva størri enn hesir nevndu herførarar.

Hann bleiv lærdur á einum hernaðarskúla og fekk skjótt hægri rang, og í 1796 bleiv hann leiðari av tí franska herinum í Italia, har hann fekk Eysturríki og teira sameindu til at gera eina friðaravtalu. Í 1798 hertók Napoleon Ottomansk stýrda Egyptaland í eini roynd í at forða tí bretsku handilsrutuni við India. Hann var strandaður, tá ið skip hansara vóru løgt í oyði av onglendinum í stríðnum um Nilánna.

Harumframt fóru Eysturríki og Russland í samstarv við tær bretsku oyggjarnar. Napolion fór aftur til París har í stjórnin var í neyð. Í einum kvetti varð hann útnevndur til generalkonsul í 1799, og bert tvey á aftan á bleiv hann útnevdur konsul restina av lívstíð hansara. Tvey ár seinni gjørdist hann keisari og stovnaði Banka Fraklands og setti katólsku trúnna sum tjóðartrúgv.

Í 1800 vann hann á Eysturríki við Marengo. Hann fekk sum avtalað eina friðaravtalu, ið førdi til frið í Evropa. Í 1803 fór Bretland í kríggj við Frakland, og aftur seinni vann hann saman við Russlandi og Eysturríki móti Bretland í skipsbardaga við Trafalgar í 1805, so Napoleon avgjørdi ikki at gera landgongd í Bretlandi. Síðan vendi hann sær móti eystur-russisku herdeildunum, og vann móti teimum við Austerlitz seinni sama ár. Hann vann nógv land og eisini innliman í Proysia, ið førdi til at hann eftir øllum at døma fekk valdi á øllum Evropa. Tað heilaga rómverska ríki var deilt, og tað førdi til at Holland og Vesturfalia vóru stovnaði. Tey næstu árini seti Napoleon familiulimir og annað fólk hann hevði álit á at stýra í Hollandi, Vesturfalia, Italia, Spania, Svøríki og Napoli.

Í 1810 gifti hann seg við Josephine de Beauharnais. Tey fingu eingi børn og blivu skild. Hann gifti seg uppaftur við Marie-Louise av Eysturríki, dóttir eysturíkska kongin, við tí vón at fáa ein arving. Eitt ár seinni fekk Napoleon ein son, Napoléon-François-Joseph-Charles Bonaparte (1811-1832).

Í tí penisulara kríginum í byrjaði í 1808, tapti Frakland og teir blivu við í fimm ár. Hetta drenaði tann franska hernaðarliga pengakassan. Og í 1812 tá ið hann invaderaði Russland ið endaði við einari afturtøku. Tað byrjaði at ganga hin vegin og í mars 1814 blev Paris tikin. Tann 11. apríl varð Napoleon noyddur at skriva undir semjuskjal um at lata trónuna sum franskur keisari frá sær og at liva í útlegd á miðjarðarhavsoynni Elba. Seint í apríl 1814 flutti Napoleon í útlegd á oynni Elba, men longu í mars 1815 rýmdi hann og fór at Paris aftur. 

Slagaði við Waterloo stegaði hansara stuttu aðru roynd eftir øllum Evropa tann 18 juni. Bretar tóku hann til fanga á oynni St Helena, har hann doyði 5. mei í 1821.




#Article 523: Býarbókasavnið í Havn (103 words)


Býarbókasavnið er fólkabókasavnið í Havn. Í nógv ár var Anna Brimnes býarbókavørður, og síðani eitt skifti Svend Højgaard (1. sept 2011-31. mai 2012). Frá 1. januar 2013 er Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð býarbókavørður. Umframt býarbókavørðin eru 14 starvsfólk í føstum starvi, 3 hjálparfólk og 6 bókauppsetarar (frítíðararbeiði hjá skúlanæmingum). Øll kunnu læna á bókasavninum, bæði bøkur, ljóðbøkur, filmar, bløð og talgildar bøkur, ljóðbøkur og filmar.

Bókasavnið er nú  813 fermetrar í 4 hæddum, á 1. hædd er inngongd, á 2. hædd er avgreiðsla, lesistova og  útlán fyri vaksin, á 3. hædd er barnabókasavnið og skrivstovur, og á  4. hædd er goymsla, skrivstova og starvsfólkahøli.




#Article 524: Tróndur Patursson (268 words)


Tróndur Sverri Patursson (føddur 1. mars 1944 í Kirkjubø) er listamaður, myndahøggari, sjófarari og ævintýrari. Hann hevur fleiri ferðir siglt á heimsins høvum við sjófararanum Tim Severin, eitt nú í 1993, tá teir sigldu frá Kina til Amerika á einum bambusflaka. Túrurin vardi 106 dagar. Ferðin gav honum íblástur til at gera Kosmiska rúmið. Í 2013 gjørdi Kringvarp Føroya eina sending um Trónd Patursson, har tey m.a. fylgdu við honum til Nordic Cool framsýningina í Kennedy Center í USA. Hin 15. januar 2014 varð Tróndur heiðraður við Mentanarvirðisløn Landsins, sum er á 150.000 krónur og harvið størsta føroyska mentanarheiðurslønin. Handanin fór fram á hátíðarhaldi í Stóra Pakkhúsi í Vági.

Tróndur er ein viðurkendur listamaður, hann er eksperimenterandi, arbeiðir nógv við glasi, jarni og kopari. Hann hevur m.a. prýtt sølumiðstøðina SMS í Havn, Gøtu kirkju, Katólsku kirkjuna í Havn og Tornbjerg kirke í Odense. Tróndur var í læru til listamálara hjá Ingálvur av Reyni, síðan fór hann til Danmarkar, har hann fekk undirvísing hjá Hans Christian Høyer á Glyptotekinum. Í 1966-67 gekk hann á Norges Kunsthåndværkerskole. Eina tíð lærdi hann hjá Ståle Kyllingstad. Hann gekk í trý ár á Statens Kunstakademi í Oslo. Í 1972 hevði hann sína fyrstu serframsýning í Listasavni Føroya.

Tróndur hevur havt fleiri framsýningar í øðrum londum. Í februar 2013 hevði hann eina framsýning á John F. Kennedy Center for the Performing Arts; tað var ein installasjón, sum á enskum nevndist “Migration,” og vísti fram umleið 90 stórir havfuglar úr litaðum glasi, sum hungu uppi í tí stóra rúminum í Kennedy Sentrinum í Grand Foyer vindeygannum á einari norðurlendskari framsýning, ið nevndist Nordic Cool 2013.




#Article 525: 15 tær bestu (107 words)


Sendingin datt so niður fyri í nógv ár, men bleiv so tikin uppaftur í 1990'unum. 
Frá 1994 og til 2002 var Heðin Arge fastur vertur á 15 Teimum Bestu.
Síðani hava fleiri aðrir vertir verið, m.a. Niels Uni Dam. Í 2004 gjørdist Tummas Gudmundsen vertur, og seinni Jarleivur Hansen, sum var vertur til 2009.

Í fyrstuni fór atkvøðugreiðslan fram við at skriva og senda bræv til sendingina, og skúlar og aðrir stovnar fingu blankar atkvøðulistar sendandi, sum kundu margfaldast, útfyllast og sendast aftur til Útvarpið. Nú greiðir man atkvøðu beinleiðis á heimasíðuni hjá sendingini.

Sendingin hevur øll árini verður send leygarkvøld og endursend seinni í komandi vikuni.




#Article 526: Kim Hansen (235 words)


Kim Hansen er uppvaksin í Nólsoy. Hann lærdi seg á ungum árum at spæla tangentar og er síðani vorðin kendur í Føroyum fyri at syngja, spæla klaver og keyboard. Hann smíðar løg sjálvur, men framførir eisini løg hjá øðrum.

Kim byrjaði sum fólkatónleikari við Spælimonnunum í Nólsoy. Nakað seinni var hann tónleikari til fleiri studentakabarettir í sjónleikarhúsinum, eins og hann spældi við m.a. Ingun Simonsen Band og øðrum bólkum í Havn. Aftaná á tónleikaháskúlan í Danmark í 1991, gav hann saman við bólkinum Jóanes  Co í 1992 út kasettubandið Flúgvandi Hugskot, har tey flestu helst kenna lagið Maria. 
Kim gjørdist av álvara kendur við bólkinum Moirae, sum vann Prix Føroyar í 1995. Bólkurin Moirae hevur tvær útgávur á baki: Moirae, 1996 og Sangir úr náttini, 1998. 
Aftaná Moirae var Kim sangari og klaverleikari í bólkinum Taxi í nøkur ár, sum eisini vann Prix Føroyar í 1999. 
Annars hevur Kim sitið aftan tangentarnar í sangleikum sum Jesus  Makedonarin og Skeyk 1997 eins og hann hevur skriva tónleik, lagt til rættis, lagt røddir og tónar til fleiri av føroysku útgávunum tey seinastu árini. 
Kim hevur eisini gjørt tónleik til sjónvarpsendingar og filmar, eins og hann hevur skriva tónleik til leikirnar Elling  Kjell Bjarni í 2004, Momo 2005, Í Geyma 2008. 
Kim hevur arbeitt sum tónleikari saman við m.a. Frændur, , Jens Lisberg, Eyðun Nolsøe, Chase, Brandur Enni, Eivør Pálsdóttir, Maggie Reilly, FR David, Russ Taff og Showmonnum.




#Article 527: Jens-Kjeld Jensen (138 words)


Jens-Kjeld Jensen er ein fugla- djóra- skordýrs- og náttúruserfrøðingur, sum er sjálvlærdur. Hann er rithøvundur og hevur útgivið fleiri bøkur um djóralívið og fuglalívið í Føroyum. Í mai 2015 varð hann tilnevndur heiðursdoktari av Fróðskaparsetri Føroya. Hann er dani, men hevur búð í Føroyum síðan 1970. Hann býr í Nólsoy saman við unnustu síni Maritu Gulklett. Hann tekst við ymiskum náttúrutengdum virksemi.

Kendastur er hann helst sum fuglaútstappari, men harumframt er hann serfrøðingur í føroyskum fuglum og skordýrum, og eisini hevur hann stóran áhuga í plantum. Í Nólsoyar bygd hevur hann eisini ein garð við ymiskum føroyskum pílasløgum. Hann hevur funnið fleiri nýggj djórasløg, nýggj sløg av skordýrum og lúsum. Hann hevur nógv samband við bæði føroyingar og útlendingar. Í 2012 varð hann heiðraður við Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri Mentanaravrik. Í 2020 fekk hann umhvørvisheiðurslønina hjá Norðurlandaráðnum.




#Article 528: Jóannis Kristiansen (159 words)


Jóannis Kristiansen (12. februar 1918 í Leirvík -  3. mars 1988 í Keypmannahavn), ofta eisini nevndur leirvíksmálarin, var listamálari. Hann giftist 1967 við Else Margrethe Bonke úr Hvidkilde á Lollandi, og hon er á mongum av hansara persónsmyndum. Jóannis fór í 1935 til Danmarkar, har hann fór í handverkslæru sum málari. Tá lærutíðin var lokin, var seinni heimsbardagi brostin á, og Jóannis var eins og mangir aðrir føroyingar verandi í Danmark krígsárini. Hesi árini slapp hann at útbúgva seg á listarliga økinum. Í 1941-42 kom Jóannis inn á Tegne- og malerskolen Studio í Palægade. Seinni kom Jóannis í læru hjá myndahøggaranum Ib Schmedes, sum hevði næmingar sínar á Den Kongelige Afstøbningssamling á Statens Museum for Kunst, og endiliga – í 1944 – lá gøtan opin inn á Kunstakademiið.

Jóannis varð búgvandi í Danmark til hann doyði í 1988, men vitjaði javnan í Føroyum um sumrini at mála. Nógvir av málningum hansara hava myndevni úr Leirvík og har um leiðir.




#Article 529: Ølklubbar (111 words)


Ølklubbar vóru upprunaliga eitt fyribrigdi íkomið av føroysku rúsdrekkaskamtanarskipanina, sum varð avtikin fyrst í 1990-árunum. Bara í Havn vóru fleiri ølklubbar: Mimir, Kaggin, Tórshøll, Kvøldlot og Havnar Klubbi. Eisini Klaksvík hevði sín klubba, Klaksvíkar Klubbi, og fleiri bygdir høvdu klubbar eisini, til dømis Fuglafjarðar Klubbi og Tvøroyrar Klubbi.

Síðan rúsdrekkaskamtanin varð avtikin eru hesir klubbar broyttir meir ella minni til vertshús, og stranga kravið um limaskap er bloytt upp, og hava klubbarnir nú antin atgongumerkjasølu ella ókeypis atgongd.

Ølklubbarnir vóru ein háttur at umgangast skamtanarskipanina; limirnir lótu inn skamtanarkort sítt, og klubbin keypti so inn stóra nøgd av rúsdrekka fyri samlaða skamtin hjá limunum. Síðani rak klubbin barr á vanligan hátt.




#Article 530: Kaggin (314 words)


Kaggin varð settur á stovn í 1969 í Havn og virkaði sum ølklubbi til hann læt aftur á heysti 2007. 

Sosialurin hevði eina grein um Kaggan í blaðnum tann 20. november 1999 við yvirskriftini Mjørkadalur dróg konufólkini. Í greinini varð greitt frá søguni hjá Kagganum. Sonne Smith hevði skrivað eina bók um Kaggan, nú tað vóru liðin 30 ár, síðan felagið varð stovnað á stovnandi aðalfundi hin 8. november 1969 á loftinum á kondittarínum í Havn. Navnið bleiv samtykt nakrir dagar frammanundan, tað var Sonja Egholm, systir Hjørdis, konu Heðin Mortensen, ið fann uppá navnið. Á stovnandi aðalfundinum vóru: Sigurd Bech, Steinbjørn Zachariasen, Sonne Smith, Heðin Mortensen, Eyðun Jensen, Marius Joensen á Hvítanesi, Frits Joensen, Ronald Thomsen, Svend Poulsen (Bambus), Thomas Michael Smith, Kári D. Petersen og Finnur Johansen. Heðin Mortensen varð valdur til orðstýrara og fundurin valdi Sigurd Bech til formann og Steinbjørn Zachariasen, Sonna Smith, Eyðun Jensen og Thomas Michael Smith í nevndina. Teir ið tóki stig til at seta Kaggan á stovn, ynsktu at hava eitt alternativ til Mimir og Mjørkadal. Teir hildu, at Mjørkadalur hevði ymiskt tiltøk ið dróg ungdómin og serliga genturnar til sín. Teir ynsktu eisini, at konufólk kundu gerast limir, og tað hendi so tvey ár seinni, tá ið trý konufólk gjørdist limir í Kagganum.

Kaggin lá á horninum við Dalavegin og Jóannesar Paturssonargøtu. Eitt dansifelag, sum dansaði føroyskan dans, helt til í Kagganum og var uppkallað eftir honum, tað nevndist Dansifelag Kaggans. Har var eisini Bridgedeild Kaggans og Billjarddeild Kaggans.
Veitslur vóru hildnar í Kagganum, og sangir vóru eisini yrktir til høvið. Í 2009 útkom ein fløga við heitinum Kaggin - sangur og skemt við sangum og samrøðum, t.d. eru fleiri sangir við Robert McBirnie og Herman Jacobsen, sála. Kaggin lat aftur á heysti 2007.

Húsið, har Kaggin helt til, varð seinni selt til Frelsunarherin, sum bygdi um og læt húsið upp sum herberg fyri heimleys.




#Article 531: Hans Fróði Hansen (126 words)


Hans Fróði Hansen (føddur 24. august 1975) er ein føroyskur fótbóltsleikari og venjari. Hann spældi 26 landsdystir fyri Føroyar. Hann hevur eisini roynt innan onnur øki, eitt nú hevur hann roynt seg innan húðrøktarvørur og líknandi. 

Hans Fróði gjørdist fyrst kendur sum fótbóltsspælari, har hann spældi 26 dystir á landsliðnum 1998-2003. Í 2012 avgjørdi Hans Fróði at royna seg í føroyskum fótbólti enn einaferð, hesaferð sum leikandi hjálparvenjari fyri TB. Ætlanin er at hann skal spæla við besta liðnum, sum flutti upp í Meistaradeildina eftir leiklok í 2011.

Seinni hevur hann nomið sær kunnleika innan móta og stíl og var eitt skifti vakurleikafrøðingur í USA undir navninum Mr. KayKay. Tað var eisini við navninum KayKay at Hans Fróði í 2006 útgav bók á enskum um vakurleikarøkt.




#Article 532: Robert Baden-Powell (215 words)


Robert Stephenson Smyth Baden-Powell (føddur sum Robert Stephenson Smyth Powell 22. februar 1857, deyður 8. januar 1941) 
var ein bretsk hermaður og rithøvundur, sum millum annað stovnaði skótarørsluna.

Robert Baden-Powell var virkin sum heryvirmaður í bretska herinum í India og Afrika frá 1876 til 1910. 
Sum bert 19 ára gamal gjørdist hann yvirmaður í 13. Husarregimenti í India í 1876. 
Í 1896 vendi hann aftur til Afrika, har hann luttók í Matabelekrígginum (Simbabvi) og Ashanti-herferðini (Gana). Hann skipaði verjuna í Mafeking í Boarakrígginum (1899-1902) í Suðurafrika, og gjørdist hann heimsgitin av hesum.  Eisini skipaði hann suðurafrikansku ríðandi løgregluna, og gjørdist generalinspektørur í 1903. 

Tá ið hann kom aftur til Onglands, vildi hann læra dreingir at vera sjálvbjargnir, sum er endamálið við skótarøsluni. 
Robert Baden-Powell stovnaði skótarørsluna á Brownsea-oynni í Dorset tann 1. august 1907. Fyrsta altjóða Jamboree varð hildin í Onglandi í 1920. 
Har varð Robert Baden-Powell útnevndur til alheims skótaovasta. 

Hann giftist við Olave Baden-Powell (fødd St Clair Soames) í 1912. 
Hon gjørdist seinni ovasti hjá gentuskótunum og var áhugað í skótaarbeiðinum.
Í 1939 fluttu hjúnini Baden-Powell úr Onglandi til Nyeri í Kenja. Robert Baden-Powell andaðist 8. januar 1941 og varð jarðaður í Kenja. 
Hann hevði búð og verið í kríggi í Afrika so stóran part av lívinum, at hann valdi at jarðast har.




#Article 533: Føroyska fótbóltsmanslandsliðið (238 words)


Føroyska A-landsliðið í fótbólti hjá monnum vann fyrsta EM-undankappingardyst sín í Landskrona 12. september 1990, tá Torkil Nielsen skeyt mál móti eysturríkska landsliðnum. Síðani hava úrslitini verið svingandi, sum oftast vinna mótstøðuliðini, men onkrir sigar og javnleikir eru av og á, og sigurin hjá stórum fótbóltstjóðum er onkuntíð sera tepur, sum t.d. tá Føroyar tapti 0-1 á heimavølli móti Italia í 2011. Føroyar fingu limaskap í FIFA í 1988 og UEFA í 1990 og spældu sín fyrsta altjóða landsdyst móti Íslandi hin 24. august 1988, Ísland vann dystin 1-0. 

Hin 14. november 2014 vunnu Føroyar á útivølli móti Grikkalandi í undankapping til EM í fótbólti. Jóan Símun Edmundsson gjørdi málið. Hin 13. juni 2015 eydnaðist tað enn einaferð fyri føroyska fótbóltslandsliðið at vinna móti Grikkalandi, tá ið Føroyar hevði heimavøll á Tórsvølli. Føroyar vann dystin 2-1, málini hjá Føroyum gjørdu Hallur Hansson og Brandur Olsen. Gott 11 milliónir búgva í Grikkalandi og umleið 49.000 í Føroyum. Grikkaland gjørdist evropameistari í 2004 og luttók í endaspælinum á HM 2014.

Føroyska A-landsliðið vann gull á Oyggjaleikunum í 1989 og 1991. Føroyska fótbóltslandsliðið hjá monnum hevur ikki luttikið á Oyggjaleikum í nógv ár.

Dagført pr. 14. oktober 2020 eftir dystin móti Andorra.

Hesir leikarar fingu landsliðsboð til vinardystin móti Danmark 7. oktober 2020 og UEFA Nations League 2020-21 dystirnir móti Letlandi 10. oktober og Androrra hin 13. oktober 2020.
Dystir og mál pr. 14. oktober 2020 eftir dystin móti Andorra.

Kelda: 




#Article 534: Tórsfest (627 words)


Tórsfest (fyrr: Ólavsøkukonsertin og Ó-festivalur)  hevur verið fyriskipað í Tórshavn síðan 1986. Konsertin hevur verið hildin ymsastaðni í Havn, millum annað á Skansanum, á Skálatrøð, í Tórsgøtu og í nøkur ár í Kommunuskúlagarðinum. 2008-2010 var konsertin hildin í Tórsgøtu mitt í býnum, í 2011 varð konstertin aftur hildin á Skálatrøð, tó undir heitinum Ó-konsertin.

Tey fyrstu árini var tað FUT sum fyriskipaði árligu konsertina, ið var eitt startskot til ólavsøkuna. Konsertin lá í byrjanini 27. juli, beint áðrenn Ólavsøku. Síðan 2012 hevur Tórshavnar ítróttarráð fyriskipað ólavsøkukonsertina, og í 2014 broytti konsertin navn til Tórsfest, og flutti samstundis niðan á Vaglið í Havn. Konsertin liggur nú síðsta leygarkvøldið fyri ólavsøku, tó var eitt undantak gjørt í 2019, tá konsertin varð hildin 20. juli og 2018 varð hon hildin 21. juli. Hetta tí Gay Pride hevur lagt seg fast á 27. juli. 

Í 2010 var tað Tórshavnar kommuna sum skipaði fyri konsertini og í 2011 var tað Tonleikur.fo við Elin Hentze sum fyriskipaði og samskipaði Ó-konsertina og Ó-Festivalin fyri Tórshavnar kommunu.

Ólavsøkukonsertin hevur ferðast kring býin, og tykist nú at hava funnið sítt fasta pláss á Vaglinum í Havn, undir nýggja navninum Tórsfest. 

Í 2011 broytir konsertin navn og verður partur av størri konsepti, sum nevndist Ó-festivalurin. Sjálv konsertin var sum vanligt um kvøldið 27. juli, í 2011 varð hon á Skálatrøð. Men harafturat vóru fleiri smærri ókeypis konsertir við í Ó-Festivalinum, tær vóru ymsastaðnis í miðbýnum ólavsøkuaftan og ólavsøkudag (28. og 29. juli). Pallarnir nevndist: Áarpallur, Tórspallur, Steinatún og Skálatrøð.  Skráin til Ó-konsertina 2011:
Byrjað varð kl. 17, Mike, frásøgumaður, DJ Pandaboy kl. 18, Levi Mørk, býráðslimur setti Ó-Festivalin kl. 19.00.  SIC, Gipsy Train, Kristel Lisberg, Brandur Enni, dansarar úr Kennir tú Margar?, FAROE5, The Dreams, Páll Finnur Páll og at enda enn einaferð DJ Pandaboy kl. 2.30. Ólavsøkuaftan framførdu føroyskir tónleikarar og sangarar á ókeypis konsertum á einum av pallunum kring um í býnum. 28. juli á Áarpalli: Elin Brimheim Heinesen, Person, Dánjal og Bjarki, Konni Kass Trio. Á Tórspalli 28. juli: Guðrið Hansdóttir, Hanus G. Johansen, Høgni Lisberg og Tinganest. 28. juli í Steinatúni: Martin  the Revelators, Sakaris. 28. juli á Skálatrøð: Angela  Hannibal, Rambo – Ungdómsbólkur, Jákup  Bára, Streingjakórið hjá Frelsunarherinum, Eldshow, DJ Rex, Joey Moe. 29. juli á Áarpalli: Marner av Lofti, Stanley Samuelsen, Jens Marni Hansen, Lív  the Zoo. 29. juli í Steinatúni: Fróði  the Pink Slips, Hamferð. 29. juli á Tórspalli: Guðrun og Bartal, Kim Hansen, Divaz. 29. juli á Skálatrøð: Angela  Hannibal, Jákup  Bára, Rambo – ungdómsbólkur, Eldshow, DJ Fox, tvey kór, Joey Moe. 

Á góðveðurs degnum tann 23.Juli 2010, var ein ókeypis upphitingarkonsert til Ólavsøkukonsertina 2010 hildin í Vágsbotni. Diskarnir Brynjolf á Heygum, (B.A.B.Y.) og DJ Afrokid spældu síð um síð, og eisini bólkurin, Bet You Are William, vóru forbí. Filip Mortensen frá The Ghost var undirhelt. Unn Kragesteen var conferencier. Mett varð, at uml. 500 fólk møttu upp at njóta góðveðrið og tónleikin henda dagin.

Føroysku nøvnini á Ólavsøkukonsertini 2010 vóru hesi: Guðrið Hansdóttir, Bet You Are William, Crawling Blue, The Ghost, Grandma´s Basement, Hamferð, Jens Marni Hansen og Páll Finnur Páll. 

Høvuðsnavnið varð danski rock bólkurin Dúné.

Aftrat hesum var tað vælumtøkta Underbeat í Perluni og hildi eitt 'Ólavsøku-rave', har tann kendi danski diskarin og internationali produsarin Kasper Bjørke spældi, saman við fleiri føroyskum diskarum, millum annað Dj Afrokid, Brynjolf á Heygum, Frau og mong onnur.

Konsertin ið 2010 varð deild upp í ein 'Høvuðspallin' ið var uttandura í Tórsgøtu. Ein 'uppkomandi-pall' inni á Gamla Reinsarínum, har uppkomandi føroyskir bólkar spældu meðan steðgur var á 'høvuðspallinum'. Og síðan Underbeat í Perluni.

Tey sum framførdu á Ólavsøkukonsertini 2008 vóru hesi: Hanus G. Johansen við bólki, Páll Finnur Páll, Lena Anderssen, Sic, 200, Bet You Are William, Synarchy, DJ Pete Switch, Eager To Please, Katla, Martin Joensen og Brandur Enni.




#Article 535: Lisboa (430 words)


Lisboa er høvuðsstaður og størsti býur í Portugal. Á føroyskum verður býurin ofta nevndur Lissabon, men hetta er týska heitið fyri býin, eins og vit nevna København Keypmannahavn, og eingilskmenn nevna Firenze Florence.

Í 1755 var ein stórur jarðskjálvti, sum legði miðbýin í oyði. Í kontrast til gomlu sjarmerandi og labyrintisku býarpartarnar Alfama og Bairro Alto, sum liggja ávikavist eystan- og vestanfyri er miðbýurin Baixa merktur av neyvari býarplanlegging, stásiligum bygningum og beinum linjum og vinklum. Lissabon var stórur og ríkur strandabýur. Eftir jarðskjálvtan tók tað mong ár at byggja býin uppaftur til tað, hann áður var. 

Jarðskjálvtin í portugisiska høvuðsstaðnum Lissabon í 1775 var versta náttúruvanlukka í Evropa í 18. øld. Ímeðan túsundtals fólk vóru savnað til messu í kirkjunum allahalgannadag, fóru ógvisligir skjálvtar um býin í 15 ræðuligar minuttir. Tveir triðingar av øllum húsum, stórum og smáum, toftunum. Pombal stóð á odda fyri endurreisingini. Hann nýtti gull og silvur úr ríka portugisiska hjálandinum Brasil at fíggja arbeiðið við. 

Jarðskjálvtin í Lissabon gjørdi, at fyrst dró alt vatnið út úr Tejoá. So kom ein øgilig flóðalda niðan ígjøgnum ánna og legði inn yvir forstaðirnar. Í nógvar dagar eftir skjálvtan var ymsastaðni eldur í býnum. 

Elsta økið í býnum, har tú framvegis finnur miðaldarlig pláss og pláss, ið eru ávirkað av arabunum. Í gomlum døgum var Alfama økið, har tey fínu fólkini búðu, men eftir jarðskjálvtan í 1755 gjørdist tað arbeiðarakvarter. Nógvar gøtur eru so smalar, at bilar fáa ikki koyrt, og aðrastaðni er bilkoyring ómøgulig, av tí at brøttu gøturnar gjørdar til trappur.

Eyðkendi sangstílurin fado hevur sín uppruna í Alfama; klagandi sangurin er ofta um saknaðar ella sjólátnar sjómenn, sum sum vera man ofta búðu í hesum arbeiðarakvarterinum, og í Mouraria, ið nú er so samansmeltað við Alfama, at ilt er at siga, hvar annar býlingurin endar, og hin byrjar.

Tað er í Alfama, tú finnur miðaldarborgina Castelo de São Jorge og vøkru kirkjuna Graça.

Bairro Alto (navnið merkir høgi býlingurin) er eins lokkanetkent og Alfama. Men har Alfama er arbeiðarakvarter burturav, er Bairro Alto eitt bohemekvarter, har tey ungu og kulu búgva og hittast. Her yður í hippum handlum og lekrum matstovum, og hetta er eisini staðið, har fólk hittast fyri at fara í býin á smáu barrunum og spælistøðunum. Eitt vanligt vikuskiftiskvøld kunnu gøturnar vera eins pakkaðar við vælhýrdum fólki og havnargøtur á Ólavsøku.

Bairro Alto er samansmeltað við fínara økið Chiado, sum er úrslitið av endurbygging í 18. øld. Frá Chiado ber til at fara við elevatorinum Elevador de Santa Justa niður til Baixa (navnið merkir lágt). Elevatorurin er partur av almenna flutninginum í býnum.




#Article 536: Portugisiskt mál (130 words)


Portugisiskt mál er í ætt við spanskt, men kortini eru málini rættiliga ymiskt. Serliga er tað ljóðið í málunum, ið brýtur frá - lættari er hjá portugisum og spaniarum at lesa enn at hoyra málini hvør hjá øðrum. Tó skilja nógvir portugisar spanska talu, ið liggur tættari upp at tí skrivaða enn portugisiskt ger. 

Portugisiskt er ættað úr latíni og ávirkað av arabiskum og øðrum málum, av tí at portugisar altíð hava verið sjófólk við stórum handilssambandi við útheimin. 

Frá 1500- til 1700-árini var portugisiskt eitt týdningarmikið handils- og samskiftismál, nakað sum enskt er nú á døgum. 

Umframt at verða talað í Portugal, verður portugisiskt mál tosað í Brasilia, Guinea-Bissau, Angola, Mosambik, Makao, Grønhøvdaoyggjunum og Sao Tomi og Prinsipi. Málið verður talað av umleið 180 mió. fólkum kring allan heim. 




#Article 537: Brasil (2317 words)


Samveldis Lýðveldið Brasil (á portugisiskum República Federativa do Brasil), ofta stytt Brasilia ella Brasil, er størsta og fólkatættasta landið í Suðuramerika, víddin er næstan tann sama sum hjá USA. Landið er á stóra økinum millum Andesfjøllini og Atlantshavið og hevur landamørk upp til Uruguei, Argentina, Paraguei, Bolivia, Perú, Kolombia, Venesuela, Gujana, Surinam og Franskt Gujana. Brasil hevur fingið navn eftir brasiltrænum, sum veksur í landinum, og hevur eitt stórt náttúrutilfeingisríkidømi. Landið hevur stór landbúnaðarøki og risastórar regnskógir. Brasil er fimtstørsta land í heiminum, bæði hvat viðvíkir íbúgvatali og landafrøði. Við nógvum og góðum náttúrutilfeingi, skjótt vaksandi ídnaði og sterkum gjaldoyra, verður landið roknað sum eitt av heimsins komandi stórveldum . 

Høvuðsstaðurin eitur Brasília. Hann avloysti í 1960 Rio de Janeiro, sum inntil tá hevði verið brasilskur høvuðsstaður. Stórfingni býarplanurin hevur skap sum eitt jetflogfar. Størstu býir eru São Paulo og Rio de Janeiro. Aðrir stórir býir eru Anapolis, Belem, Belo Horizonte, Campinas, Curitiba, Fortaleza, Goiania, Manaus, Porto Alegre, Recife, Salvador, Vila Velha og Vitória. 

Brasil er beint við og beint sunnan fyri ekvator, so har er rættiliga heitt alt árið, men tann mesti hitin er ofta í desember. Meðal samdøgurshitin í t.d. Rio de Janeiro er 24 °C.

Úr 16. til 19. øld var Brasil portugisiskt hjáland, og tað vóru portugisar, ið nevndu landið Brasil eftir tropiska reyðviðinum bresilja (frøðiheiti Caesalpinia echinata). 

Les eisini: Brasilska søgan

Nomaduættarbólkar høvdu búð í Brasil í í minsta lagi 6000 ár, tá landið varð uppdagað av portugisiskum rannsóknarfararum umleið ár 1500. Komandu trýhundrað árini búsettu portugisar seg í landinum og stýrdu tað sum eitt gevandi hjáland, grundað á trælahaldi. Evropearar fóru til Suðuramerika at leita eftir gulli og silvri. Í 18. øld kom næstan alt silvur í heiminum úr sponskum námum í Latínamerika. Síðst í 17. øld funnu nakrir portugisiskir trælahandilsmenn gull í landslutinum Minas Gerais eystantil í Miðbrasil. Fólk floymdu hagar úr sukurlundunum við brasilsku strondina. Í 1727 vórðu diamantar eisini funnir í Minas Gerais. So mong fólk fluttu hagar úr sukurlundunum, at sukurídnaðurin var um at fara fyri skeytið. Indiánarar og afrikanskir trælir arbeiddu í námunum fyri lítla og onga løn. Arbeiðararnir doyðu av sjúku, mattroti og løstum, teir fingu í námunum. 

Í 1808 flutti João VI av Portugal, sum var flýddur undan Napoleon, til Brasil saman við kongafamiljuni og stjórnini. Hóast tey fóru aftur til Portugals í 1821, hevði uppihaldið við sær, at brasilska fólkið ynskti sær sjálvstýri, og í 1822 stovnaði Dom Pedro I tað sjálvstøðuga Brasilska Ríkið. Ríkið vardi inntil næsti keisarin Dom Pedro II, varð koyrdur frá í 1889 og ein republikansk føderatión varð sett á stovn. 

Síðst í 1800-árunum og fyrst í 1900-árunum fluttu fleiri enn 5 milliónir evropear og asiatar til Brasil. Í sama tíðarskeiði vaks eisini ídnaðurin, og man fór at gagnnýta lendið betur. Brasilska demokratiið broyttist til einaveldi tríggjar ferðir: 1930-1934 og 1937-1945 undir Getulio Vargas, og 1964-1985 undir eini røð av herovastum. Fólkaræði hevur verið í landinum síðan 1985, men mutur og svik er framvegis stórt vandamál í brasilskum politikki. 

Les eisini greinina: Brasilsk landalæra

Brasil er størsta landið í Suðuramerika og er næstan helvtin av øllum meginlandinum. Í landnyrðingspartinum í landinum eru oyðimerkur, norðanfyri og vestanfyri eru ovurstórir regnskógir, og sunnanfyri eru óføra víðar grasfløtur. Av tí at veðurlagið er so fjølbroytt, ber til at dyrka mest sum allar búnaðarvørur. Í Brasil eru bæði nútímans stórbýir og ógranskað villmørk. Fyri sunnan eru áirnar Paragueiá og Paraná vorðnar byrgdar og veittar í Itaipúbyrgingina, sum er hemsins størsta vatnorkuverkætlan. Brasil er eyðkent av víða og lága Amazonas-regnskóginum norðanfyri, stóra váta lendinum Pantal vestanfyri, og sunnanfyri tað opna lendið við heyggjum og smáum fjøllum. Tað er brasilski landbúnaðardepilin, og har býr størsti parturin av fólkinum. Framvið Atlantshavsstrondini eru fjallaryggir, men hægstu fjøllini Pico da Neblina (3.014 m) og Pico 31 de Março (2.992 m), eru á markinum til Venesuela í statinum Amazonas. 

Amasonasáin er heimsins størsta á, tá tað er vatnmongdin, sum telur. Amasoná og áirnar, ið renna í hana, eins og mýrar og vøtn, eru ovurstórt feskvatnsøki. Amasoná rennur úr Andesfjøllum í Peru og verður alsamt størri og breiðari, sum hon rennur eystur ígjøgnum Suðuramerika og út í Atlantshav. Áin er 6.439 km. Longra helvtin á ánni rennur ígjøgnum Brasil, og er hon týdningarmesta flutningsleið í landinum. Stór skip sigla langt inn í landið, enntá til nýmótans býin Manaus, einar 1600 km úr Atlantshavsstrondini. Á hvørjum ári fer áin upp um áarbakkarnar, og nógv móra, ið taðar væl, legst á markirnar. Í Paraná-ánni eru teir hugtakandi Iguaçu-fossarnir, og harumframt skulu nevnast Rio Negro, São Francisco, Xingu, Madeira og Tapajós. Brasil er nær við ekvator, og tískil er veðurlagið í høvuðsheitum tropiskt, við fáum broytingum. Í sunnara partinum av landinum er veðurlagið tó subtropiskt, og meira tempererað, og har kann bæði kavi og frostveður koma fyri. Nógv avfall er í váta partinum av Amasonasøkinum, hóast tey eisini hava minni fruktagóð øki, serliga í landnyrðingspartinum. 

Størsti regnskógur á jørðini er í Amasonlendinum; lendið er næstan líka so stórt sum Avstralia og er triðingurin av Suðuramerika. Meginparturin av skóginum er í Brasil, báðumegin Amasoná. Í skógunum liva alskyns súgdýr, fuglar, skriðdýr og skordýr; har hava eisini mong indiánsk fólkasløg búð í fleiri túsund ár. Men regnskógurin er viðbrekin, og nú eru bæði dýr og upprunafólk í vanda fyri at verða týnd, tí at skógurin verður høgdur niður. Myndugleikarnir í Brasil hava seinastu árini ruddað stór skógarlendi og eggjað ognarleysum fólki at keypa sær búnaðarjørð og búseta seg har. Men jørðin er grunn, og eftir stuttari tíð ber hon onga grøði. Stórir partar av skóginum eru týndir, tí at trøini verða feld fyri at fáa við og landbúnaðarjørð til fólk, ið flytur til skógarøkið at búgva. Slakur triðingur av regnskóginum í Brasil er ruddaður at útvega ovurstóru neytagørðunum beiti. Men eftir fáum árum er beitið avbitið. So verður flutt og farið at fella trø aðrastaðni í skóginum.

Í Brasil búgva fólk fyrst og fremst fram við strendurnar, og í minni mun inni í landinum. Fólkið er sera fjølbroytt og nógvar ymiskar mentanir eru at finna. Í suðri eru tað í stóran mun fólk sum eru eftirkomarar av eftirkomarum av evropearum frá hjálandatíðini, fyrst og fremst frá portugisum, týskarum og italiumonnum, men eisini polakkar og frá tilflytarum eftir hjálandatíðina. Fólk sum í nýggjari tíð eru flutt til syðra part av landinum eru polakkar, ukrainar, niðurlendingar, kinesarar og suðurkoreanar. Í norði og í ein landnyrðing er fólkið meira blandað við upprunafólkum og fólki av afrikanskum og evropeiskum uppruna. Tó hendi ein stór fólkaflyting mitt í 20. øld frá norði og Bahia móti suðri, hetta førdi til favela'irnar, og í dag eru tað fyrst og fremst fólk av blandaðum uppruna ið búseta seg har. 

Medianaldurin fyri alt fólkið er 27,81 ár og tilsvarandi tøl fyri bæði kynini er:

Pinkubarnadeyði:

Árligi fólkavøksturin er 10,6 promillu.

Í Brasil eru 26 lutstatir (estados) og eitt federalt distrikt (distrito federal) og verður býtt sundur av IBGE í fimm regiónir: Norður, Landnyrðin, Mið-vestur, Landssynning og Suður.

Región Norður hevur 45,27 % av landøkinum hjá Brasil, men samstundis er tað eisini har at fólkatalið er minst. Økið er sera lítið ment og har er lítið av ídnaði, men tað inniheldur størsta regnskógin í heiminum og har búgva nógv fólkasløg av indianskum uppruna.
 

Ein triðingur av fólkunum í Brasil búgva í Región landnyrðingi. Regiónin er mentanarliga fjøltáttað við rótum frá tí portugisisku kolonitíðini, afrobrasilsk mentan og kulturellt diversifierad med rötter från den portugisiska kolonialiseringen, afrobrasiliansk kultur och heimlig indianaramentan. Regiónin er eisini tann ið hevur størst fátækradømi og hevur long tíðarskeið við turki. Regiónin er kend fyri sína vøkru strandalinju.

Región mið-vestur er næststørsta regiónin í Brasil, men tey flestu fólkini búgva í teimum stóru býunum, og tað er her at høvuðsstaðurin Brasília liggur, somuleiðis liggur eisini heimsins størsta vátlendi, Pantanal, í regiónini.

Región Landsynning er tann ríkasta regiónin og tað er eisini har at fólkatættleikin er størstur. Regiónin hevur størri fólkatal enn nakað annað land í Suðuramerika og meir enn nakar av teimum størstu metropolunum í heiminum: São Paulo og Rio de Janeiro. Í regiónini er eisini tann størsta framleiðslan av olju og gas í Brasil.

Región Suður hevur hægstu inntøku per íbúgva í Brasil og hægsta livistøði í landinum. Regiónin er eisini tann kaldasta við frostnætrum og einstakum kavastormum. Í Región Suður er tað størsta tali av tilflytarum úr Týskland og Italia og farvegurin eftir teirra mentan sæst allastaðna.

Brasil er bæði ríkt og fátækt land. Nakrir stórbøndur og vinnulívsmenn eru ófatiliga ríkir, men flestu fólk á bygd eru fátæk. Stór framgongd og húsagangur hava leingi eyðkent brasilska búskapin. Í 1960- og 1970-árunum var stórur búskaparvøkstur í landinum. So kom stígur í, og stutt eftir fór Brasil á húsagang og var heimsins størsta skuldartjóð. Í dag er Brasil vegna stóra skuld í stórari búskaparligari og sosialari kreppu. Skuldin verður goldin við einum stórum parti av BTÚ, og hetta forðar fyri neyðugum íløgum og búskaparligum vøkstri. Størsti trupulleikin hjá stjórnini er at gjalda ovurstóru skuldina aftur. Men stórt náttúruríkidømi er í Brasil, til dømis gull og jarnmálmur, og námsvinnan er ein av týdningarmestu vinnuvegunum. Síðstu tredivu árini er nógv gull og eisini onnur steinsløg funnin í regnskóginum í Amasonlendinum. Við býin Carjas var av tilvild komið fram á eitt jarnmálmsfjall, tá ið ein jarðfrøðingur noyddist at seta seg við tyrlu sínari. Koparmálmur og manganmálmur vórðu eisini funnir har. Námsvinnan hevur stóran búskaparligan týdning í Brasil; men hon fer illa við viðbrekna regnskóginum.

Brasil er mestsum sjálvbjargið við matvørum og øðrum nýtsluvørum, men landinum tørvar inntøku til tess at gjalda aftur stóru uttanlandsskuldina. Týdningarmestu útflutningsvørurnar, eru kaffi, steinsløg og flogfør, men eisini bilar, ið serliga verða seldir til Argentina. Meginparturin av vinnuídnaðinum í Brasil er í tríhyrninginum ímillum ídnaðarbýirnar Rio de Janeiro, São Paulo og Belo Horizonte. Høgi oljuprísurin í 1970-árunum noyddi Brasil at fáa sær okkurt annað brennievni. Granskarar komu eftir, at etanol, ið verður vunnið burtur úr geraðum avlopstilfari av sukurrørum, var væl nýtiligt. Tað er bíligari enn vanligt bensin og dálkar ikki so illa, tí at minni koltvísúrevni kemur frá brenningini. Triði hvør bilur í Brasil koyrir nú við hesum grøna brennievni. 

Í skógunum vaksa plantur, ið verða brúktar sum ráevni í mongum dýrum ídnaðarvørum, t.d. gummi, máling, lakki, smyrsli og týdningarmest og fram um alt í heilivági. Í børkinum á kinatrænum er kinin, ið er heilivágur fyri malariu. Í øðrum plantum eru evni, sum verða nýtt í viðgerð fyri krabbamein. Túsundtals íbinholt-, tekk- og mahognitrø verða á hvørjum ári feld til útflutnings. Nú verða fólk eggjað til at keypa møblar av nálaviði, t.d. furu, sum veksur nógv skjótari. Brasil er tað land í heiminum, sum dyrkar og flytur út mest kaffi. Tað verður dyrkað í stórum lundum, tær flestu eru í státunum Paraná og São Paulo. Kaffi er tó bara ein høvuðsgrøðin; nógv verður eisini dyrkað av soyabønum, sukurrørum og bummull. Fá lond í heiminum dyrka fleiri appilsinir, bananir og kakaobønir enn Brasil. Um triði hvør brasiliani starvast í landbúnaðinum. Garðarnir eru misjavnir til støddar, úr smábrúkum til veldugar stórgarðar. Flestu verkafólk í landbúnaðinum stríðast og strevast fyri heilt lítla løn; men nakrir fáir stórbøndur vinna ómetaligan pening og eru so ríkir, sum fá kunnu ímynda sær.

Fólkið í Brasil er blandað, flestu fólk eru hvít ella mulattar. Stórur munur er á ríkum og fátøkum, og í slummøkjunum í býunum er meginparturin av íbúgvunum svørt ella mestizar. 

Fyrr vóru um 5 milliónir indiánar í regnskóginum. Nú eru teir færri enn 200.000. Tey flestu eru flakkfólk; brenna eitt skógarøki av, dyrka tað og veiða har um vegir eina tíð og flyta so til annað øki. Hesin lívsháttur hevur við sær, at indiánarnir hava ikki týnt skógin. Men eftir at fremmand fólk uttaneftir komu inn í skóg in, eru mangir indiánar deyðir av sjúkum, sum t.d. krími og meslingum, tí at teir eru ikki mótstøðuførir ímóti hesum sjúkum.Fólkið í Brasil er nógv blandað. Nøkur eru ættað frá indiánunum, sum hava verið í Brasil í fleiri túsund ár; onnur frá portugisarum, sum ráddu har í 300 ár. Mangir brasilianar hava afrikanskar forfedrar, ið vórðu førdir til Brasil sum trælir í 17. øld at arbeiða í sukurlundunum. Fyrst í 20. øld komu mangir japanskir tilflytarar higar, tí at grøðin í Japan varð miseydnað. Mangir evropearar eru eisini fluttir til Brasil í 20. øld; teir hava búsett seg í syðra parti í landinum. Landsluturin Bahia í Landnyrðingsbrasil var tann fyrsti, sum evropearar løgdu undir seg. Seinni gjørdist Bahia kendur fyri, at svartir trælakokkar gjørdu góðar fiskarættir, sum teir smakkaðu til við kryddi úr Afrika. Á strondunum í Bahia selja konufólk enn hesar rættir umframt góðgæti úr kokos og leskiligar, kryddaðar fiskaposteiir.

Tríggir fjórðingar av fólkinum í Brasil búgva í býum; teir flestu eru bygdir tætt við strondina. Mong fólk eru flutt av bygd og til býirnar at leita eftir arbeiði og betri korum. Í mong ár vuksu býirnir ógvuliga skjótt, men nú vaksa teir minni. Størsti býur er São Paulo; fleiri enn 19 milliónir fólk búgva har.
 
Bráður býarvøkstur og stórt íbúðartrot hava havt við sær, at einar 25 milliónir fólk búgva í vesaligum fátækrabýlingum, nevndir favelas, í býarútryðjunum. Flestu húsini hava fólk sjálv bygt av burturblakaðum byggitilfari, men bygt verður eisini við viði, múrsteinum og sementi, sum verður keypt. Mong hús hava hvørki vatn ella kloakkskipan.

Av tí at Portugal, ið er katólskt land, hevði yvirvaldið í Brasil í 300 ár, eru flestu fólk í Brasil katolikkar, og hvør býur og hvør bygd hava sítt egna verndarhalgimenni. Men fleiri milliónir brasilianar tilbiðja eisini gudar og andar úr gomlum afrikonskum átrúnaðum. Í desember og januar leggja fólk afrikonsku havgudinnuni, Iemanjá, gávur á strondina, t.d. blómur, sápu og frukt, í teirri vón, at nýggjársynski teirra skulu ganga út.

Allir brasilianar spæla fótbólt ella hyggja at fótbólti, og í øllum stórum býum eru stórir bóltvøllir. Stóri Maracanavøllurin í Rio de Janeiro, sum var gjørdur til HM-meistaraskapin í fótbólti í 1950, rúmar 85.000 áskoðarum. Brasil hevur vunnið heimsmeistaraheitið fleiri ferðir enn nakað annað land. Mangir fótbóltsspælarar úr Brasil spæla uttanlands á kendum fótbóltsliðum í Portugal, Spania, Onglandi og Italia. 




#Article 538: Kap Verde (216 words)


Grønhøvdaoyggjar ella Kabo Verdi (portugisiskt: Ilhas do Cabo Verde) er oyggjabólkur uttanfyri afrikonsku vesturstrondini. Oyggjarnar kallast eisini Kap Verde Oyggjarnar. Málið er portugisiskt. Hetta er ein oyggjabólkur, til støddar 4.000 ferkilometrar (3 x Føroyar) sum liggja umleið 600 km. vestanfyri Senegal í Afrika. Kap Verde umfata 10 størri og fimm smærri oyggjar. Tann størsta Sao Tiago er 1.000 km2 ella umleið fýra ferðir størri enn Eysturoy. Fólkatalið er umleið 506.000. 

Upprunaliga vóru oyggjarnar eitt portugisiskt hjáland, men tað gjørdist sjálvstøðugt í 1975 eins og hini portugisisku hjálondini í Afrika. Men mótsatt teimum hevur friður verið á Kap Verde. Málið tey tosað er kreolskt, ein blandingur av portugisiskum og upprunamáli. Men skriftmálið er portugisiskt, sum eisini øll duga, eins og vit duga danskt.

Kap Verde varð stovnað av portugisarum í 1462, og var í mong ár ein stór og týdningarmikil trælahavn í Vesturafrika. Eftir at trælahandilin steðgaði, royndu upprunafólkini sum frægast at liva av landbúnaði, men tey stóðu seg illa. Javnan var turkur í landinum og jarðartýningar gjørdi jørðina torføra at velta. Tá Kap Verde fekk sjálvstýri í 1975, var enn sera fátæksligt og hungursneyð kom fyri nógvastaðni í landinum, men í 1980'unum byrjaði rættilig ferð at koma á búskaparligu menningina. Í dag er Kap Verde at kalla eitt miðalinntøkuland, sum kann samanberast við eitt nú Marokko.




#Article 539: Guinea-Bissau (185 words)


Tjóðveldið Guinea-Bissau (alment portugisiskt heiti: República da Guiné-Bissau) er eitt land í Vestur-Afrika. Almenna málið er portugisiskt. Guinea Bissau er slætt land við stórum mýrum og er innibyrgt ímillum Senegal og Guinea. Landið hevur verið portugisiskt hjáland - og gjørdist sjálvstøðugt í 1974. Landið er ógvuliga fátækt, og búskapurin er nógv bundin at menningarhjálp úr útheiminum. Mong fólkasløg búgva í landinum, fjølmentast er balantefólkið, sum býr úti við strondina. Flestu fólk liva av landbúnaði. Kokosnøtir, bummull, jarðnøtir og cashewnøtir er høvuðsgrøði. Jarðnøtur vaksa, sum navnið sigur, niðri í jørðini eins og epli. Nøtirnar verða tiknar upp og lagdar at torna, áðrenn bjølgurin og skalið verða brotin uttanav. Nakað av nøtum verður selt á bygdamarknaðunum, men meginparturin verður gjørdur til jarðnøtaolju (nýtt í matvøruídnaði) og jarðnøtamjøl (nýtt sum ráevni í jarðnøtasmøri). Skógarvinnan og fiskiskapur eru eisini týdningarmikil vinna. Sum í grannalondunum eru strendurnar í Guinea Bissau fagrar og dragandi. Fram við strendurnar eru mangrovumýrar, ovurstór runudíki, ósar og áir, ið skera seg sum ovurstórar villiniborgir inn í landið. Nógvur fiskur er fram við landi, og fiskiskapur hevur stóran týdning fyri fólkið, sum býr úti við strendurnar.




#Article 540: Angola (100 words)


Tjóðveldið Angola (Portugisiskt: República de Angola) er eitt land í Afrika. Í norðri hevur Angola mark við Sair, í eystri við Sambia og í suðri við Namibia. Høvuðsstaðurin eitur Luanda. Fólkatalið var 25 789 024 við ársbyrjan 2014. Leingi hava borgarakríggj og hungur rakt Angola meint. 

Bæði politiskt kegl og ósemjur millum ættbólkarnar elva ofta til kríggj. Fyrst í nítiárunum vóru Angola herjað av borgarakríggi og skerpingi. Her er mattrot, og í nógvum býum er eigin vatnútbúningur. Tað eru tey veikastu, børnini og tey gomlu, sum doyggja fyrst. Í 2002 var so stór hungursneyð, at 18 000 fólk vóru hótt 




#Article 541: Mosambik (382 words)


Lýðveldið Mosambik (alment República de Moçambique) er eitt land í Eysturafrika. Tá ið Mosambik gjørdist frælst ríki í 1975, flýddu gomlu valdhavarnir, portugisar, av landinum, men áðrenn høvdu teir oyðilagt nógvar verksmiðjur og flutningskervið. Drúgv borgarakríggj, turkur og vatnflóð hava síðan verið atvold til, at landið er vorðið av fátækastu londum í heiminum. Minur frá krígnum sløðast um alt landið, og fáar brýr standa uppi. Men Mosambik skuldi havt góðar møguleikar at komið fyri seg aftur. Tilfeingið er nógv, jørðin er fruktagóð, og stórar lindir av ymsum steinsløgum eru mest sum órørdar. 

Í 1975 brast borgarakrígg á ímillum kommunistisku Frelimo-stjórnina og mótstøðurørsluna Renamo, sum Suðurafrika stuðlaði. Kríggið tók 900 000 mannalív og elvdi til stóra hungursneyð. Eftir tað at Renamo misti stuðul sín uttanlands, og Frelimostjórnin gjørdi av at seta í verk fólkaræðiliga fleirflokkaskipan, samdust partarnir um at binda frið og skrivaðu báðir undir friðaravtalu í 1992. Tá ið loyst var, løgdu myndugleikarnir í Mosambik alt heilsuverkið undir ríkið og skipaðu fyri, at øll sjúkrarøkt og læknatænasta vóru ókeypis. Í drúgva borgarakrígnum vórðu flestu sjúkrahúsini og læknamiðstøðirnar á bygd oyðiløgd, og mong doyggja enn av sjúkum sum t.d. tuberklum, malariu og lungnabruna. Fleiri milliónir fólk flýddu av landinum, ella inn til býirnar. Har var tryggari. Næstan alt fólkið livir nú í størstu armóð, og helvtin av fólkinum livir av teirri matvøruhjálp, sum umheimurin sendir landinum. Hvørt ár fær Mosambik nógva neyðhjálp; mestu hjálpina senda USA og lond í Vesturevropa.

Meiri enn 85 % av fólkinum í Mosambik arbeiða í landbúnaðinum. Bøndurnir dyrka m.a. sukur, bummull, te, cashewnøtir og aldinfruktir á fruktagóða lendinum fram við strondini; inni í landinum dyrka teir tubbak og halda neyt. Nógvur fiskur er á landgrunninum, og rækjur, hummari og ymiskur fiskur verða flutt út og eru kærkomin inntøka hjá illa komna búskapinum. Havnabýurin Beira við Indiahav er næststørsti býur í Mosambik og týdningarmesti havnabýur. Meginparturin av út- og innflutninginum úr grannalandinum Simbabvi fer um Beira, haðan jarnbreyt, vegur og oljuleiðingar liggja til simbabviska høvuðsstaðin Harare. Í borgarakrígnum vardu upp í 10 000 simbabviskir hermenn hesa leið, ið er sjálv lívæðrin í Simbabvi. 

Chopifólkið, ið býr við strondina, ger eitt ljóðføri, nevnt mbila (flt. timbila). Timbilabólkarnir spæla undir, tá ið torgreiddi dansurin migodo verður dansaður, og yrkingar við tilburðum úr bygdalívinum verða bornar fram. Timbilatónleikurin er tjóðartónleikur í Mosambik. 




#Article 542: Margrethe II (420 words)


Margrethe II ella Margreta II (Margrét Þórhildur II) (f. 16. apríl 1940) er drotning í Danska kongaríkinum, og altso eisini í Føroyum og Grønlandi. Dóttir kong Frederik IX og drotning Ingrid, sum var fødd og uppvaksin í Svøríki.  Hon giftist við prins Henrik (1934-2018), sum var úr Fraklandi og upprunaliga æt Henri Marie Jean André greivi de Laborde de Monpezat. Tey fingu synirnar Frederik (f. 1968) og Joachim (f. 1969).

Margreta drotning varð borin í heim tann 16. apríl 1940 á Amalienborg í Keypmannahavn. Foreldur hennara vóru táverandi krúnprinsurin Fríðrikur, seinni Fríðrikur kongur IX av Danmark, og krúnprinsessan Ingrid. Í 1944 og 1946 fekk krúnprinsaparið tvær døtur afturat, prinsessurnar Benedikte og Anne-Marie av Danmark. Tann lítla prinsessan varð doypt tann 14. mai 1940 í Holmens Kirke í Keypmannahavn. Hennara fulla navn gjørdist Margrethe Alexandrine Þórhildur Ingrid. Um hetta mundið høvdu kvinnur ikki arvarætt til krúnuna, so tað var ikki fyrr enn arvalógin frá 27. mars 1953 varð samtykt, at Margreta gjørdist krúnprinsessa av Danmark. Tann 16. apríl 1958 gjørdist Margreta krúnprinsessa limur í Ríkisráðnum og virkaði sum leiðari av ríkisráðsfundunum, tá Fríðrikur kongur ikki var tøkur.

Margreta prinsessa fekk sína fólkaskúlaútbúgving á Zahles Skole í Keypmannahavn frá 1946-1955. Tey fyrstu árini gekk frálæran tó fyri seg heima á Amalienborg. Eftir eitt stutt skeið á kostskúla í Bretlandi (1955-56) fór hon á studentaskúla og tók nýmálsligt studentsprógv á Zahles Skole í 1959. Í 1960 tók krúnprinsessan Margreta filosofikum við fróðskaparsetrið í Keypmannahavn. Í 1960 til 1961 las hon fornfrøði á University of Cambridge í Onglandi. Í tíðarskeiðinum 1961-1962 las hon samfelagsfrøði á fróðskaparsetrinum í Århus, í 1963 las hon í Sorbonne í Fraklandi og í 1965 var hon á London School of Economics.
 
Í 1967 giftist krúnprinsessan Margreta franska diplomatinum Henri Marie Jean André greiva de Laborde de Monpezat, ið við giftuni gjørdist Heindrikkur prinsur av Danmark. Tey fingu tveir synir, Fríðrik krúnprins, ið varð føddur tann 26. mai 1968 og Joachim prins, ið varð føddur tann 7. juni í 1969.

Tann 14. januar 1972 doyði Fríðrikur IX. Dagin eftir varð krúnprinsessan staðfest sum Margreta drotning II, av táverandi forsætismálaráðharra Jens Otto Krag í borgargarðinum við Christiansborg. Hennara hátign Margreta drotning II er konstitutionellur ríkisleiðari í Danmark, Føroyum og Grønlandi.

Margrethe II hevur javnan vitjað í Føroyum. Fyrstu ferðirnar við foreldrum sínum, og seinni í fylgi við manni sínum og viðhvørt synunum eisini. Tá hon vitjaði í Føroyum í 2005, var krúnprinsaparið Frederik og Mary eisini við. Tá drotningin vitjaði Føroyar í 2016 vóru hvørki Heindrikkur prinsur ella synirnir við henni.




#Article 543: Spanskt mál (570 words)


Spanskt mál er eitt av teimum málunum í heiminum, sum hava størsta útbreiðslu. Spanskt er almennt mál í 21 londum við 500 millionum íbúgvum. Harafturat eru umleið 35 millionir spanskttalandi í USA, Filippinunum og Turkalandi. Tilsamans tosa umleið 600 milliónir spanskt. Aðrar 100 milliónir tosa spanskt sum sítt annað mál. Spanskt er heimsins fjórstørsta mál, tey størstu eru kinesiskt, enskt og hindi. Í USA og Kanada er tað spanskt, ið verður lært mest av, av útlendskum málum. 

Indoevropeiska málættin, romanska greinin. Spanskt mál er ættað úr latíni, og er harumframt ávirkað av arabiskum. Bundna kallkynskenniorðið el er til dømis arabiskur arvur. 

I Evropa verður spanskt bert tosað í Spania, men á hinari síðuni av Atlantshavinum verður spanskt tosað í næstan øllum londunum. Í ymiskum statum í USA (t.d. Texas, New Mexico, Arizona og Kalifornia) og í øllum londunum heilt suður til Antarktis, tó ikki í Brasil, har tey tosað portugisiskt. Eisini verður tosað spanskt í fleiri av teimum fyrrverandi ensku, fronsku og hollendsku hjálondunum í tí karibiska havinum. Harumframt verður spanskt tosað á ávísum støðum í Afrika og á Filippinunum. 

Spanskt er størsta málið í Spania, og verður har nevnt castellano. Harumframt er spanskt høvuðsmálið í Argentina, Kili, Bolivia, Uruguei, Paraguei, Venesuela, Kolombia, Ekvador, Perú, Nikaragua, Panama, Kosta Rika, El Salvador, Honduras, Guatemala, Meksiko, Kuba, Dominikanska Lýðveldinum og Puerto Riko (USA), sum øll eru í Suður- og Miðamerika. Eisini eru stórir spanskttalandi minnilutar í Sambandsríki Amerika.

Umleið 200 føroyingar læra spanskt hvørt ár á studentaskúla, handilsskúla og kvøldskúla. Spania er eitt elskað ferðamál hjá nógvum føroyingum. Uttanfyri ferðamannabýirnar tosa bert fáir spaniólar onnur mál, so dugir tú málið, fært tú nógv fleiri upplivingar við tær heim. Serliga hinumegin Atlantshavið letur ein heilt nýggj verð seg upp fyri tær. Tú kanst tosa við indiánarar i Peru, við cowboys úti á argentinsku pampasini, við vælhavandi eksilkubanarar í Miami í Florida og við teir ólógligu tilflytararnir í Suðurkalifornia. Tann spanskttalandi parturin av heimsins íbúgvum er í stórum vøkstri bæði í nøgd og búskapi, so vit kunnu rokna við, at tað verður meiri brúk fyri teimum, ið hava lært málið.

Her eru nøkur slang orð, sum eru at hoyra í Meksiko og Kolombia. 

Um tú vilt duga ordiliga væl spanskt, skalt tú læra teg ein hóp av orðum og eisini læra teg ein stóran part av mállæruni, um tú vilt hava tey fíni brigdini við. Men tá letur eisini ein nýggj og spennandi verð seg upp innan bókmentirnar á sponskum. Hygg t.d. í hendan listan yvir nobelvinnarar í bókmentum: 

Til dagin í dag hava 10 spanskttalandi rithøvundar fingið Nobelheiðurslønina í bókmentum. Her hevur tú ein lista yvir teir:

Tað er lætt at koma í gongd við at tosa spanskt. Tað verður úttalað, sum tað verður skrivað, so tá tú hevur lært nøkur fá ljóð, sum eru annarleiðis enn á føroyskum, kanst tú úttala øll orð, eisini tey, sum tú ikki hevur sæð fyrr. 

Niðanfyristandandi evnir, eru tey í verða brúkt á C støði í sponskum á Handilsskúlanum. Hesi evni kunnu eisini verða brúkt til sjálvlesandi og til umlestur tá ein hevur verið vekk frá sponskumm eina tíð. Eisini kunnu tey verða góð at hava til fyrireiking til B støði. 

Sponsk navnorð eru antin kallkyn ella kvennkyn. 
  	  	  	  	 

	 
  	  	  	  	 

  	  	  	  	 

  	  	  	 

  	  	  	 

  	  	  	 
Fyri orð, sum hava aðrar endingar enn tey omanfyri nevndu, og sum ikki lýsa mannligar ella kvinnuligar verur, eru ongar fastar reglur. Brúka tí orðabókina ella orðalistan. 

Samansett navnorð verða ofta sett saman av tveimum navnorðum við de: 
  	  	  	 

 




#Article 544: Gustave Eiffel (127 words)


Gustave Eiffel (f. 1832 í Dijon, d. 27. desember 1923) var hann, sum bygdi heimskenda Eiffeltornið í París. 

Áðrenn hann stóð fyri at byggja Eiffeltornið, hevði hann verið leiðari av byggingini av eini tokbrúgv í Útsynningsfraklandi, og síðani stovnaði hann eitt virki við spesiali innan jarnkonstruktiónir, sum var nakað lutfalsliga nýtt tá í tíðini. Hann var við at gera nógvar stórfingnar konstruktiónir, millum annað bygdi hann í portugisiska býnum Porto eina viadukt yvir ánna Douro, Garabit-viaduktina, Pest-tokstøðina í Ungarn, eitt observatorium í Nice og stálkonstruktiónina innan í Frælsisgudinnuni í New York. 

Í 1887 skrivaði hann undir sáttmála um at byggja slúsurnar í Panamaveitini, men tann verkætlanin gekk ikki sum ætlað.

Aftan á Panamagøluna tók Gustave Eiffel seg aftur og starvaðist sum granskari innan veðurfrøði, radiotelegrafi og aerodynamikk.




#Article 545: Joachim (prinsur) (125 words)


Joachim prinsur (Joachim Holger Waldemar Christian, f. 7. juni 1969) er yngri sonur Margrethe II drotning og Henrik prins (1934-2018). Eldri beiggi hansara eitur Frederik.

Joachim prinsur er doyptur í dómkirkjuni í Århus 15. juli 1969 og konfirmeraður í Fredensborg Slotskirkju 10. juni 1982.

Joachim giftist 18. november 1995 við Alexandru Christinu Manley (f. 1964 í Hongkong), sum hann eigur synirnar Nikolai (Nikolai William Alexander Frederik, f. 1999) og Felix (Felix Henrik Valdemar Christian f. 2002) saman við. Tey skildust í 2005. 
Joachim prinsur varð giftur á øðrum sinni hin 24. mai 2008 í Møgeltønder Kirkju við frøken Marie Cavallier, sum tá gjørdist Prinsessa Marie.

Joachim er greivi av Schackenborg í Suðurjútlandi, har hann búi í fleiri ár. Nú býr hann á Emiliekildevej, Gentofte Sjælland.




#Article 546: Nym.fo (118 words)


Nym.fo sá fyrstu ferð dagsins ljós á sumri 2005. Upprunaliga var Nym.fo ætlað sum ein almenn tænasta hjá starvsfólkum á stovnum og fyritøkum, ið høvdu brúk fyri at smílast og stytta sær stundir framman fyri telduskerminum, tá arbeiðsdagurin gjørdist ov langur og keðiligur. Í dag er Nym.fo vorðið eitt kent vørumerki og hevur ment seg til eitt fastan part av internetnýtsluni hjá fleiri túsund føroyingum heima og uttanlands, ið leita sær inn á síðuna dagliga at síggja skemt, speisemi og samfelagskritikk hvørt um annað – og geva sítt íkast til hesa brúkaraskaptu síðuna. Hvønn dag senda tey vitjandi stuttligar, áhugaverdar ella løgnar leinkjur og myndir inn á síðuna, sum allar verða vístar á síðuni, um tær lúka treytirnar. 




#Article 547: Hans Jacob Højgaard (189 words)


Hans Jacob Højgaard  (* 11. september 1904 á Toftum - † 10. juni 1992 í Tórshavn) var ein av stóru tónaskøldunum í Føroyum í 20. øld. 
Foreldur hansara vóru Daniel Jacob Højgaard, kongsbóndi á Regni og Hansine Marie Petersen úr Saltnesi. 

Pápin, Dánjal Jákup, var tiltikin kingosangari og kvæðakempa. Mamman, Hansina, var systir Fríðrik Petersen próst, ið eisini var politikari og sanghøvundur.

Sum aðrir unglingar fór Hans Jacob til sjós sum 15 ára gamal í 1919. Hann tók seturskipara eksamiu í 1923, men gjørdi í 1924 av at venda sjólívinum bakið fyri at fara á læraraskúla í Danmark. Á fólkaháskúlanum í Karise gjørdist hann fyri fyrstu ferð aktivur í kórsangi.
Eftir at hava lokið læraraprógv á Jonstrup Statsseminarium, vendi Hans Jacob aftur til Føroya sum 25 ára gamal í 1929.

Hann gjørdist lærari við Tofta skúla, har hann stovnaði Toftakórið, sum hann eisini vandi til hann flutti til Havnar í 1952.
Fyrsta almenna konsertin hann hevði við Toftakórinum uttanfyri heimbygdina, var í Sjónleikarhúsinum í Havn, tann 19 desember 1937. 

Hans Jacob Højgaard smíðaði hópin av nýggjum løgum til føroyskan kórsang, eins og hann setti gomul løg upp av nýggjum.




#Article 548: Kvæði (246 words)


Kvæði - felagssangur sum verður sungin í samband við føroyskan dans. Eitt kvæði hevur sum oftast nógv vers og eitt niðurlag. Tað fortelur ofta eina søgu um hetjur úr gomlum søgnum. Fyrsti skaldskapur føroyinga varð borin munn av munni, frá ættarliði til ættarlið. Stóri kvæðaskattur føroyinga er fremsta eyðkenni fyri frásøgu og mentan frá farnum tíðum. Kvæðini hava uppruna í eini felagsevropeiskari forntíð, frá mýtum um hetjur og hetjugerðir niðri í Evropa frá fyri ár 1000. Hesin stóri mentanararvur, sum kvæðini eru, hava verið við til at givið føroyingum ta barlast, sum ein tjóð byggir sín málsliga og mentanarliga samleika á. Týdningarmesti kvæðabólkurin er Sjúrðarkvæðini, sum byggja á forngermanska sagnarkringin Niebenlungenlied. Onnur kvæði eru yrkt úr íslendingasøgum, m.a. Heimskringlu og Vølsungasøgu. Nøkur kvæði hava tilfar úr Føroyum, m.a. úr Føroyingasøgu. Høvundarnir til tey eldru kvæðini eru ókendir, men í teimum yngru kvæðunum eru yrkjararnir í flestum førum kendir. Jens Christian Djurhuus (1773–1853) og Jens Hendrik Djurhuus (1799–1892), faðir og sonur og bøndur við Sjógv í Kollafirði vóru sera evnaríkir kvæðayrkjarar. Í nýggari tíð hava Jóannes Patursson (1866–1946), Mikkjal á Ryggi (1879–1956) og Poul F. Joensen (1898-1970) yrkt kvæði. 

Táttayrkingin, sum varð nýtt til teitis, og sum mangan var bersøgið og niðrandi skemt úr gerandishendingum, stóð í besta blóma um 1800. Kendasti táttayrkjari okkara var Nólsoyar Páll (1766–1809) og tátturin Fuglakvæðið, sum umrøður embætismisnýtsluna hjá donsku embætismonnunum í samtíð Páls, er enn í dag ímyndin av tí stríði, sum føroyingar í farnum tíðum stríddu við donsku yvirvøldina. 




#Article 549: Saudiarabia (774 words)


Saudi-Arabia (arábiskt: المملكة العربية السعودية, al-Mamlaka al-ʻArabiyya as-Suʻūdiyya), eisini nevnt Saudiarabia ella Saudi-Arábia, er størsta landið á arábisku hálvoynni. Tað er heimsins 13. størsta land. Saudi-Arábia hevur mark við 7 lond: Í eystri hevur Saudi-Arábia mark við Kuveit, Katar og Sameindu Emirríkini, í suðuri við Oman og Jemen, í norðri Irak og Jordan og vesturi er Reyðahav. Landið hevur umleið 25 mió íbúgvar. Høvuðsstaður er Riyadh og høvuðsmálið er arábiskt.

Saudi-Arábia er størsta oljuland í heiminum og vinnur út 25 % av allari olju, nýtt verður í heiminum. Næstan 90 % av landsins útflutningi er olja. Saudi-Arábia er eitt av høvuðsslondunum í OPEC (altjóða oljulandafelagsskapur). OPEC ásetur, hvussu stór oljuútvinningin og oljuútflutningurin skulu vera og verjir áhugamál limalandanna. 

Næstan alt Saudi-Arábia er turr oyðimørk og berligt runnalendi, púra ónýtiligt sum dyrkilendi. Eingin landbúnaður fær verið, uttan at vatn verður veitt. Nýgjørdar vatnveitingarskipanir gera, at saudiarábar nú dyrka melónir, tomatir, hveiti og bygg í oyðimørkini. 

Tað er lógarkrav í Saudi Arabia, tú skalt vera muslimur. Tað er ólógligt at trúgva nakað annað. Saudi Arabia er eitt hitt strangasta muslimska landið í Miðeystri – nógv strangari enn eitt nú Irak og Afghanistan, og brotini á altjóða mannarættindi eru mong í tali. Saudi Arabia og Abdullah kongur verða tó sjáldan nevnd fyri tað ringa í altjóða politikki, m.a. tí Saudi Arabia er eitt tað ríkasta land í heiminum og situr á einum avgerandi stórum parti av heimsins oljuframleiðslu. 

Saudi-Arabia hevur strangar lógir um at menn og kvinnur ikki kunna umgangast alment, uttan so at tey eru gift. Samstundis eru lógir um, at kvinnur heldur ikki sleppa at arbeiða í handlum ella koyra bil. Saudi Arabia hevur tikið undir við sáttmálanum um barnarættindi, sum klárt setir forboð fyri at nýta deyðarevsing móti ungmennum. 

Myndugleikarnir í Saudiarabia hava sett fólki forboð fyri at skipa fyri mótmælisgongum ella øðrum mótmælistiltøkum ímóti landsins stýri.

Nýtslan av deyðarevsing er hækkað í stóran mun í Saudi Arabia seinastu árini. Landið avrættar nú yvir tvey fólk um vikuna – ofta við almennum hálshøggingum. Í 2008 eru í minsta lagi 71 fólk blivin avrættað í Saudi Arabia. Saudi-Arabia hevur um vikuskiftið 1. mars 2015 avrættað ein drápsdømdan mann. Hann bleiv hálshøgdur. Maðurin er tann 35, ið er avrættaður i landinum higartil í 2015. Narkotikasøla, neyðtøkur, dráp, vápnð rán og fráfall frá Islam er brotsgerðir sum føra til deyðadóm í Saudi-Arabia. Ofta verða tey dømd til deyða við ófullfíggjaðum prógvum og við lutvíst loyniligum rættarmálum, har tey ákærdu sjáldan fáa møguleika at nýta sakførara ella tulk. Dømi eru um deyðadømd, sum ikki hava kent lagnu sína fyrr enn tann morgunin, tá tey verða førd til almennu avrættingina. Saudi Arabia skilir seg út frá øðrum londum, sum nýta deyðarevsing, við eisini at avrætta ung, sum hava framt brotsverk teirra, áðrenn tey eru blivin 18 ár – og hetta er brot á altjóða lóggávu.

Saudi Arabia hevur tikið undir við sáttmálanum um barnarættindi, sum setir forboð fyri nýtslu av píning og deyðarevsing viðvíkjandi persónum undir 18 ár. Við at nýta hesar revsingar móti børnum brýtur Saudi Arabia tí skyldur sínar sambært altjóða lóggávu. Deyðarevsing verður nýtt fyri nógv lógarbrot, harímillum nøkur, sum eins og í hesum máli ikki hava deyða við sær. Rættarmálini eru ofta órættvís og liva ikki upp til altjóða krøv.

Um 90% av landinum er heit og turr sandoyðimørk. Størstu oyðimerkurnar eru Nafudoyðimørk fyri norðan og Rub al Kali fyri sunnan. Veruligar áir eru ongar, men bara áarfør, sum sum fyllast við vatni, tá ið regnar, og tað er so sjáldan, at tað kunnu vera gjørt landið ovurríkt og ógvuliga máttmikið og hevur verið við til at ment ídnaðin og landbúnaðin og lívskorini hjá fólkinum munandi. 

Mekka, har Muhammed profetur varð borin í heim, og sum er halgasti býur islams, er vestarlaga í Saudi-Arábia. 

Í mong túsund ár hava beduinar, ið eru flakkfólk í Saudi-Arábia, farið um oyðimørkina í Saudi-Arábia eftir vatni og beiti til fenað sín. Summir beduinar halda kamelar, aðrir seyð og Geitir. Beduinar búgva í tjøldum, ið eru løtt at seta upp, taka niður og flyta við sær. Nú á døgum fækkast beduinarnir í stórum, tí at myndugleikarnir eggja teimum at búseta seg í bygdum og býum. 

Í okkara eygum liva mong muslimsk konufólk í Saudi-Arábia o.ø. arábiskum londum ógvuliga ófræls. Mong ganga í síðum klæðum og við sløri ella burku niður fyri eyguni. Í Saudi-Arábia hava konufólk hvørki loyvi at koyra bil ella at arbeiða saman við mannfólki. Tó hava allar gentur rætt til hægri skúlagongd. Í Saudi-Arábia er eisini púra vanligt, at smágentur verða giftar burtur fyri pengar. 

Osama bin Laden sigst vera føddur tann 10. mars í 1957 í Saudi-Arábiska býnum Jeddah, hann varð skotin hin 3. mai 2011.




#Article 550: Bloggur (325 words)


Bloggur ella blogga (blog á enskum) er stytting fyri weblog. Fenomenið kom í einaferð í 1990'unum, men nágreiniliga tíðarfestingin er ring at áseta, av tí at tað eisini er ein definitiónsspurningur, júst hvat ger, at ein blog er ein blog.

Upprunaliga heitið weblog er samansett av web (fyri internet) og log (eins og í orðinum logbók). 
Tann sum skrivar ein blog, nevnist ein bloggari. Sagnorðið verður nevnt at blogga, og hann ella hon bloggar.

Útsjóndin á eini bloggu er eisini grundleggjandi lík eini logbók; Bloggarin skrivar við jøvnum millumbilum innlegg í blogguna.

Bloggarin velur sjálvur, hvat innihaldið skal vera. Summi velja at skriva persónligar frágreiðingar um dagliga lívið - onnur velja at geva bloggur út í bók, m.a. er ein útgivin, sum nevnist The Baghdad Blog og er ein frásøgn hjá einum persóni, sum upplivir seinasta Irakkríggið innanífrá. Onnur fólk skriva um evni, sum tey hava serligan áhuga í. Soleiðis kunnu onnur, sum hava hendan serliga áhuga, nýta hesar bloggur til at fylgja við á serøkjum.

Eitt, sum ger, at bloggur bróta frá heimasíðum innihaldsliga, er, at lesarin hevur møguleika fyri at skriva viðmerkingar beinleiðis á blogguna. Tó er tað vorðið alt meira vanligt, at heimasíður hava ein innbygdan blog, so ofta munnu heimasíður nú í veruleikanum vera hybridar av gomlu formunum heimasíðu og bloggu.

Tað finnast nógvar internettænastur, har tú kanst leita eftir bloggum eftir evni, og sum eisini bjóða tær at tekna hald til ávísar bloggur. Fólk kring allan heim skapa á hendan hátt ein virtuellan umheim, sum tykist nær, hóast landafrøðiliga langt burturi.

Dimmalætting byrjaði fyri nøkrum mánaðum síðani ein fastan tátt, sum kallast Bloggan, har fýra føroyskar kvinnur skiftast um at skriva eina persónliga klummu um okkurt, tær hava áhuga fyri. Navnið Bloggan sigur Dimmalætting vera eina konstrueraða kvennkynsútgávu av blog, og formurin á klummuni er undirhaldandi, samstundis sum innihaldið er tankavekjandi og ofta provokerandi - eins og tað ofta er í teimum bloggum, ið veruliga fáa fastar lesarar á internetinum.




#Article 551: Adolf Hitler (168 words)


Adolf Hitler (20. apríl 1889 - 30. apríl 1945 var týskur politikari og leiðari av tí tjóðskaparsosialistiska týska arbeiðaraflokkinum (á týskum: Nationalsozialistische Deutsche Arbeiterpartei (NSDAP), vanliga kendur sum nasistaflokkurin). Hitler var týskur ríkiskanslari frá 1933 til 1945 og einaræðisharri í Týsklandi (við heitinum Führer und Reichskanzler) árini 1934-1945. Hann hevði ein avgerandi høvuðsleiklut í stovnanini av Nazismuni, í Seinna heimsbardaga og í Holocaust.

Hitler var borin í heim í Eysturríki-Ungarn. Hann fekk seinni týsk ríkisborgararættindi og stillaði upp til týska forsetavalið í 1932. Hann vann tó ikki, men í 1933 gjørdist hann ríkiskanslari. Hetta var eitt fet á leiðini til einaveldið. Tá ið forsetin Hindenburg doyði í 1934 gjørdist Hitler bæði kanslari og forseti og útnevndi seg sjálvan til ríkisførari, harav týska heitið Führer und Reichskanzler. Tá hann nú var einaveldisharri avgjørdi hann, at bólkar av øðrvísi fólki skuldu avrættast, herundir jødar og samkynd. Eisini gjørdust fakrørslurnar ólógligar, og umfatandi sensurur varð framdur.

Hitler verður mest settur í samband við seinna heimsbardaga, Holocaust og nasistisku rørsluna í Týsklandi.




#Article 552: A Portuguesa (326 words)


A Portuguesa er tjóðsangurin í Portugal. Tittulin merkir hin portugisiska. Henrique Lopes de Mendonça yrkti tekstin, Alfredo Keil setti lag til. Sangurin varð viðurkendur sum tjóðsangur í 1910 ella 1911.

Sangurin varð yrktur av tjóðskaparsinnaðum portugisum, ið vóru uppøstir um, at bretar settu fram krøv til portugisar viðvíkjandi Afrika, har Portugal í nógv ár hevði havt hjálond.

Sangurin hevur framvegis sama innihald, og snýr seg millum annað um fornermilsi og pínligheit, tí soleiðis uppfataðu portugisar bretsku krøvini. Seinasta reglan í niðurlagnum var upprunaliga Contra os bretões marchar, marchar, sum merkir Móti bretunum marchera vit, marchera vit. Nú er bretunum broytt til byrsunum.

Eins og føroyingar ofta gera, syngja portugisar ofta bara fyrsta ørindi umframt niðurlag, tá tjóðsangurin verður sungin. Ørindið og ein leyslig umseting eru at lesa niðanfyri.

Í 1956 vóru fleiri útgávur at hoyra av lagnum, bæði viðvíkjandi nótum og hvørji ljóðføri vóru sett til. Tí setti stjórnin eina nevnd at áseta eina almenna útgávu av A Portuguesa. Ráðharraráðið góðkendi uppskotið 16. juli 1957, og almenna útgávan er framvegis galdandi í dag.

A Portuguesa (fyrsta ørindi)
Hero'is do mar, nobre povo / Naçao valente, imortal / Levantai hoje de novo / Os esplendor de Portugal / Entre as brumas da memória / Ó Pátria sente-se a voz / Dos teus egrégios avós / Que ha'-de guiar-te 'a vito'ria / Niðurlag: Às armas! Às armas! / Sobre a terra, sobre o mar! / Às armas! Às armas! / Pela Pátria lutar! / Contra os canhões marchar, marchar! 

Leysliga umsett til føroyskt (fyrsta ørindi)
Hetjur á sjónum, heiðurliga fólk / (valente) og ódeyðiliga tjóð / Nú er tíðin komin at rísa aftur / (Os esplendor) hjá Portugal / Úr tokutu minnunum / Áh faðirland, vit hoyra røddirnar / Hjá tínum stóru forfedrum / Sum skulu føra teg til sigurin / Niðurlag: Til vápnini! Til vápnini! / Á landi og á sjónum! / Til vápnini! Til vápnini! / At berjast fyri okkara faðirland! / At marchera móti byrsunum!




#Article 553: Flaggdagur (132 words)


Flaggdagur er 25. apríl til minnis um, at føroyska flaggið, Merkið, tann 25. apríl 1940 varð viðurkent sum tjóðarmerki føroyinga. Hetta hendi undir bretsku hersetingini av Føroyum, sum byrjaði 13. apríl. Danmark varð hertikið av týskarum 9. apríl. 25. apríl í 1940 gav bretska stjórnin boð um í bretska útvarpinum, BBC, at nú skuldu føroysk skip sigla undir føroyska flagginum, Merkinum. Tá vóru Føroyar hersettar av bretum og Danmark av týskarum. Flaggið var tó ikki ókent millum føroyingar. Síðan 1947 hevur 25. apríl verið hildin sum flaggdagur føroyinga, og í heimastýrislógini frá 1948 varð Merkið viðurkent av donsku stjórnini sum tjóðarflagg føroyinga. Løgtingslóg sigur, hvussu Merkið skal brúkast og hvørjir litirnir eru. 

Longu í 1919 varð Merkið fyrstu ferð borið fram av føroysku studentunum Jens Olivur Lisberg. Dagurin 25. apríl kallast eisini markusarmessa. 




#Article 554: Páskadagur (197 words)


Páskadagur er kristin halgidagur til minnis um uppreisn Jesusar, sum sagt verður frá í Bíbliuni, í Matteusar evangelium kap. 28; Markusar evangelium kap. 16; Lukasar evangelium kap. 24 og Jóhannesar evangelium kap. 20. 
Páskadagur er ikki sama dato hvør ár, men er altíð fyrsta sunnudag eftir fyrsta fullmána eftir várjavndøgur. Páskadagur kann sostatt í fyrsta lagi vera 22. mars (1818, 2285) og í seinasta lagi 25. apríl (1886, 1943, 2038). Navnið kemur av hebráiska orðinum pasah, sum merkir at fara um ella at leypa um, og sipar til at deyðseingilin skuldi leypa um hús hebreara í Egyptalandi. Summir halda, at orðið kanska merkir at fara yvirum, og skipar til útferðina úr Egyptalandi, tá ið ísraelsmenn gingu turrskøddir um Reyðahavið. Í hvussu so er gjørdust páskir týdningarmesta hátíðina hjá jødum, til minnis um hesar hendingar. Hon varð hildin í mánaðinum nisan (mars/apríl). Við uppreisn Krists verða páskir eisini týdningarmesta høgtíðin hjá kristnu kirkjuni, men nú við einum øðrum dámi. 

Tað var kortini ikki fyrr enn á einum kirkjufundi í Nikea í árinum 325, at teir samdust um, at páskadagur skuldi vera fyrsta sunnudag eftir fyrsta fullmána eftir várjavndøgur ella fyrsta sunnudag eftir várjavndøgur, um fullmáni er henda dagin.




#Article 555: Durita Holm (127 words)


Durita Holm (fødd 10. juni 1975) er uppvaksin á Sandi. Foreldur hennara eru Anna Katrin og Tórstein Holm.

Hon fór undir at lesa antropologi í Oslo og hevur síðani keypt hús í eini lítlari bygd í spanska landspartinum Andalusia, har hon býr við manni og tveimum døtrum.

Durita hevur higartil útgivið fýra bøkur, harav eru tvær bøkur um upplivingar hennara, og eru hesar týddar til fleiri onnur mál. Í 2013 gav hon út sína fyrstu skaldsøgu, sum er ein krimiskaldsøga við heitinum Offurmorðið. Árið eftir, í november 2014, gav hon út næstu krimiskaldsøguna, ið ber heitið Zapatista. Høvuðspersónurin í krimiskaldsøgunum eitur Alisa og er ein mannfrøðingur (antropologur) úr Noregi. Krimisøgur hennara hava fingið góð ummæli í Føroyum. Offurmorðið er fyrsta føroyska krimiskaldsøga, ið er skrivað av kvinnu.




#Article 556: Andalusia (197 words)


Andalusia er ein sjálvstýrandi landspartur í Suðurspania. Høvuðsstaður er Sevilla. Landsparturin fevnir um 87.600 ferkilometrar og hevur 7,4 mió. íbúgvar (2005). Nú á døgum er ferðavinnan ein stór inntøkukelda fyri Andalusia, og nógvir føroyingar hava hoyrt um ella enntá verið á Costa del Sol (sólstrondini).

Tá ið maurarnir komu til Spaniu var Andalusia nærum oyðin. Teir fóru undir at veita vatn oman á láglendið og út um fløtuna, har teir umsíðir kundu vælta bæði rís, bummull, morberjatrø og allar suðrønar fruktir. Arabar (maurar) hava sett sín dám á Andalusia, millum annað við at byggja navnframa Alhambra, sum framvegis er at síggja, tó í sterkt endurskaptum formi, av tí at meginparturin av anlegginum brendi í 1800-árunum. Andalusia var miðdepilin í Maurararíkinum í 7-800 ár, har Córdoba var mentanarmiðstøð.

Suðuri í Spaniu er láglendið Andalusia, sum áin Guadalquivir rennur ígjøgnum. Andalusia er lýggjasti blettur í allari Evropu (30 °C í miðal í juli). Andalusia er ein vælveltur slætti, har alskyns fruktir eru at fáa.

Føroyski ævintýrarin og rithøvundurin Durita Holm flutti fyri nøkrum árum síðani til eina lítla andalusiska bygd, og hon hevur skrivað bókina Á Smølum Andalusiskum Gøtum (2003) um fólkið og lívið har, umframt søguna hjá landspartinum.




#Article 557: Naser Khader (214 words)


Naser Khader (arabiskt:(ناصر خاضر) (føddur 1. juli 1963 í Damaskus) er ein danskur-sýriskur skribentur, fyrilestrarhaldari og politikari. Hann var fólkatingslimur fyri Radikala Vinstra 2001-07. Hann var ein av stovnarunum av flokkinum Ny Alliance. Hann stovnaði felagsskapin Demokratiske Muslimer í sambandi við gøluna um Muhammedtekningarnar.

Árini 1975-80 gekk Naser Khader í fólkaskúla og 1980-83 á studentaskúla í Keypmannahavn. Hann var tann fyrsti danin við útlendskari bakgrund, sum fekk stundentsprógv. Hann er cand.polit. frá Københavns Universiteti, har hann var innskrivaður 1986-93.

Harumframt hevur hann lisið mellemøststudier á Odense Universiteti 1991-93, fjarlestur í islam, m.a. summarskeið á al-Azhar Universitetinum i Kairo 1997, og er útbúgvin innan retorikk og miðlan á Aarhus Universiteti 1994-95. Hann hevur fleiri ferðir verið á námsferð í Miðeystri og hevur verið á fleiri tulkaskeiðum.

Naser Khader hevur verið limur í Radikala Vinstra árini 1984-2007 og verið Keypmannahavnskur býráðslimur árini 1997-2000.

Foreldur hansara eita Ahmed Abu Khader og Sada Abu Khader. Hann livdi saman við løgfrøðinginum og rithøvundanum Bente Dalsbæk frá 2003 til 2010 saman við trimum børnum, hann átti eina dóttir frammanundan og hon átti ein son, í 2004 fingu tey ein son saman. Hon flutti frá honum í 2010. Hann var fólkatingslimur fyri Radikale Venstre, tá tey komu saman, og hon var tá taluskrivari fyri Christian Majdahl, sum var Fólkatingsins formaður tá. 




#Article 558: Tóra við Keldu (105 words)


Tóra við Keldu (f. 1974) er føroyskur svimjari úr Klaksvík. Hon er dóttir Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóra og Betty Skaale. Hon luttók í Paralympisku Leikunum í Seoul, Suðurkorea í 1988, men gavst at svimja, tá hon var 21 ára gomul. Hon starvast sum lærari í Ósáskúlanum í Klaksvík. Tá beiggin Pætur við Keldu luttók í danska Melodi Grand Prix'num, var Tóra við sum kórsangari. Systir Tóru, Gunvá við Keldu var borgarstjóri í Klaksvík 2009-2012 og pápi hennara, Jógvan við Keldu, var borgarstóri í Klakvíkar kommunu 1981-88 og 1993-2000.

Tóra vann fleiri heiðursmerki á Paralympisku Leikunum í Seoul í 1988, tvey bronsu og eitt silvur.




#Article 559: Elspa Mørkøre (184 words)


Elspa Mørkøre (f. 22. oktober 1991) er føroyskur svimjari. Elspa er fyrsta føroyska kvinnan sum svam 100 m frí undir eitt minutt. Elspa flutti heimaftur til Føroya í august 2009 og svimur nú fyri Ægir í Klaksvík og fyri Føroyar. Í eina tíð búði hon niðri í Danmark, har hon vandi og svam fyri West Swim í Esbjerg og fyri danska landsliðið.  

Elspa Mørkøre hevur sett fleiri føroysk met. Metini kunnu verða tikin (betraði) av øðrum, síðan hetta bleiv skrivað. Víst verður annars til heimasíðuna hjá Svimjisambandi Føroya. Hesi føroysku met átti Elspa Mørkøre í august 2010:

Føroysk met á langbana:

Føroysk met á stuttbana:

DM 2009: Elspa Mørkøre vann gull í 50 m og 100 m rygg svimjing, silvur í 200 m rygg og 200 m frí. 

Elspa Mørkøre vann 8 gull heiðursmerki og eitt silvur á Oyggjaleikumun á Rhodos í 2007. Á Oyggjaleikunum í 2005 vann hon 1 gull heiðursmerki, eitt silvur og trý bronsu heiðursmerki. 

Elspa Mørkøre vann heiðurin Ársins Ítróttarbragd í 2005. Heðin Mortensen helt røðu fyri henni og nevndi m.a. at hon hevði sett 25 føroysk met tað árið.




#Article 560: Kristoffur Hentze (133 words)


Kristoffur Hentze (f. 1982) er føroyskur svimjari. Hann svam fyri Føroyar á Oyggjaleikunum í 1997, 1999 og 2003. Hann vann ikki nakað heiðursmerki á Oyggjaleikunum. Hann og tríggir aðrir hava sett føroyskt met í 4 x 100 m frí á langbana, hinir svimjararnir eru: Aksal Norðfoss, Jóannes á Fløtti og Andrass Thomsen, teir settu met við tíðini 3:57.08, tíðin er enn (mai 2013) tann skjótasta fyri ikki-landslið, skjótasta tíðin sum eitt føroyskt landslið hevur sett er 3:46.49. Á FM-stevnu í 1999 settu Kristoffur og tríggir aðrir føroyskt met í 4 x 200 m frí við tíðini 8:11.62, hinir tríggir vóru: Bogi Lenvig, Heini Harryson og Kristian Martin Joensen. Metið var tikið 11 ár seinni, tá teir fýra úr Susvim Eyðbjørn Joensen, Jón Hofgaard, Sofus Bech og Pál Joensen svumu teinin við tíðini 8:11.26.




#Article 561: Summartíð (286 words)


Summartíð er, at klokkan summarhálvárið verður flutt ein tíma fram fyri at gagnnýta dagslýsið betri. Við at flyta klokkuna ein tíma fram, er seinni ljóst um morgunin og longri ljóst um kvøldið. Dagslýsið verður tá meira í samsvari við vanligu dagsrútmuna hjá fólki. 

Benjamin Franklin skeyt av fyrstan tíð - og kanska hálvavegna í skemti - upp at flyta klokkuna. Tað var gjørt í greinini An Economical Project í 1784. Summartíð var fyrstu ferð brúkt í Eysturríki og Týsklandi undir fyrra heimsbardaga - 30. apríl 1916 - fyri at spara olju, meðan kríggj var. Fleiri evropeisk lond, teirra millum Danmark, fóru yvir til summartíð 21. mai sama árið.

Summartíð hevur verið í gildi í Danmark í fleiri umførum. Fyrst í 1916, síðani aftur í 1940 - 1948. Summartíð, sum vit kenna hana í dag, hevur verið í gildi í Danmark síðani 1980. Í Føroyum varð farið yvir til summartíð við støði í Løgtingslóg nr. 66 frá 21. mai 1980 um summartíð. Neyvari verður ásett í kunngerðum; nú er galdandi Kunngerð nr. 87 frá 29. august 2016 um summartíð 2017, 2018, 2019, 2020 og 2021. Fyrstu árini varð flutt til summartíð seinast í apríl og aftur til vetrartíð (vanliga tíð) seinast í september. Síðan 1996 hava vit flutt til summartíð samstundis sum ES-londini, frá seinasta sunnudegi í mars til seinasta sunnudag í oktober. 

Formliga eitur tað, at klokkan 01.00 seinasta sunnudag í mars verður klokkan flutt til 02.00. Seinasta sunnudag í oktober verður flutt aftur hin vegin. Klokkan 02.00 verður klokkan flutt aftur til 01.00. Ein háttur at minnast, hvønn veg klokkan skal flytast, er at hugsa um, at vit vilja gagnnýta summarljósið. Klokkan skal tí altíð flytast móti sumrinum: fram um várið og aftur um heystið. 




#Article 562: Evropeiska Samveldið (1292 words)


ES er stytting fyri Evropasamveldið ella Evropeiska samveldið, á donskum og flestu evropeiskum málum verður brúkt styttingin EU, stytting fyri Europæiske Union ella European Union, er eitt samveldi í Evropa. Hugsanin um at stovna eitt samveldi í Evropa kom upp eftir Seinna heimsbardaga, tí evropeisku londini hildu hetta vera einastu leið at sleppa undan fleiri kríggjum í heimspartinum. Felagsskapurin, ið upprunaliga æt EEC (stytting fyri Búskaparligi Felagsmarknaður Evropa), hevur skipað øll limalondini sum ein marknað. Vøra, tænastur og arbeiðsmegi hava frítt at fara limalandanna millum. ES skipar seg nú sum búskaparligt samveldi við einum gjaldoyra, evru, í øllum londunum. Ein onnur framtíðarhugsjón er ES sum politiskt samveldi. Tað vóru tey seks londini, Frakland, Luksemborg, Belgia, Niðurlond, Vesturtýskland og Italia, sum stovnaðu henda felagsskap í Róm í Italia í 1957, og tí verður sjálvur sáttmálin nevndur Rómsáttmálin. Í 1973 komu Stóra Bretland, Danmark og Írland uppí, í 1981 Grikkaland, í 1986 Spania og Portugal og um ársskiftið 1995 Svøríki og Finnland. Føroyar eru ikki við, men hava serligan sáttmála við ES. Sama er við til dømis Íslandi, Sveis og Noregi. Grønland fylgdi Danmørk inn í ES. Tá ið Grønland fekk heimastýri, vórðu viðurskiftini við ES endurskoðað, og Grønland segði seg úr felagsskapinum. Eftir broytingarnar í Eysturevropa seinastu árini, vilja nógv av teimum londunum sleppa upp í Evropasamveldið, og summi hava longu søkt um limaskap. Efir at limalondin góðtóku Maastricht-sáttmálan í 1993, er lagt upp til nógv meira víðfevnandi samstarv enn upprunaliga ætlað.

Í 2014 vóru 28 lond í ES, fólkatalið 506 mió. og í vídd umleið 4,38 mió. km2. Tá ið Japan er frá, er ongastaðni so nógv fólk á hvørjum km2 sum í ES. 24 almenn mál eru í ES og fleiri óalmenn mál. ES-londini eru ídnaðarlond burturav og nógv ríkari enn lond flest. Tað er aðalmál ES at gera eitt Evropa við ongum landamørkum, har vøra og peningur hava frítt at fara. Í ES- og EBS-londunum hava vørur, tænastur, fólk og kapitalur frítt at fara. Hesi “fýra frælsini” gera tað lættari at virka. Føroyar hava ein handilssáttmála, sum gevur ávísum fiskavørum at kalla fría atgongd til ES marknaðin. Mangt og mikið snýr seg um pening, men ES er meira enn tað. Samstarv er á nógvum økjum: vísindi, handil, umhvørvi, undirvísing og uttanríkispolitikkur er nøkur dømi. Nógv halda, at ES er stigið fram ímóti sameindu tjóðum Evropa, við felags gjaldoyra og eisini felags verju og løgreglu. 

Í 1957 gingu fimm lond saman og stovnaðu Evropeiska Búskaparliga Felagsmarknaðin (EEC). Tey hildu, at neyvt búskparligt samstarv fór at avmarkað vandan fyri kríggi ímillum limalondini og at skapa vælferð í Evropa. Seinni komu fleiri onnur lond uppí, og nú eitur felagsskapurin Evropasamveldið (ES). 28 lond eru limir, og umframt búskaparliga samstarvið verður nú virkað fyri at gera ES til politiskt samveldi. 

Seinni veraldarbardagi tók milliónir mannalív og syndraði Evropa. Evropeiski felagsmarknaðurin varð settur á stovn, so at kríggj og ósemjur ikki aftur skuldu vera millum lond í Evropa. Tey seks (sum tey tá vórðu nevnd) europeisku londini Belgia, Niðurlond, Luksemborg, Frakland, Vesturtýskland og Italia skrivaðu í 1957 undir Rómsáttmálan og skipaðu harvið Europeiska Felagsmarknaðin, stytt EF. Endamálið var í fyrstu syftu, at hesi londini skuldu hava felags tollmark, felags arbeiðsmarknað og frían innanhýsis kapitalflutning landanna millum. Í aðru syftu varð ætlanin, at EF skuldi mennast til eitt búskaparligt og politiskt samveldi. Fyri at standa seg ímóti hesum felagsskapi tóku tey sjey europeisku londini Danmark, Svøríki, Noreg, Stóra Bretland, Portugal, Eysturríki og Sveis seg saman í felagsskapin EFTA (stytting fyri European Free Trade Association á enskum). Sáttmálin varð undirskrivaður í Stokkhólmi í Svøríki í november 1959. EFTA er eitt fríhandilsøki, har allur tollur ímillum limalondini er avtikin, samstundis sum hvørt limaland sær kann varðveita tann toll, tey høvdu við triðjalond. Føroyar gjørdist limur í EFTA í 1967, men fór í 1972 burturúr aftur, tá ið Danmark gjørdist limur í ES. Tey EFTA-lond, ið ikki eru farin upp í ES, skrivaðu í 1992 undir ein sokallaðan EBS-sáttmála við ES. EBS er stytting fyri Europeiska Búskapar Samstarvið, sum merkir, at Innmarknaðurin í ES eisini kom at fevna um EFTA londini. Nú er einki eftir av EFTA, og tey lond, sum ikki hava fingið limaskap í ES, hava í staðin fingið handilssáttmála, EBS-avtaluna.

Stjørnurnar í flagginum hjá ES siga frá, hvussu mong lond vóru limir, men nú eru fleiri lond komin afturat. 

Valdið í ES verður býtt í tríggjar partar. Lóggevandi valdið hevur ráðharraráðið, útinnandi valdið hevur kommissiónin, og dómsvaldið hevur dómstólurin. Haraftrat er ráðgevandi ting, sum eitur Evropatingið.

Føroyar er ikki limur í ES, men tað er Danmark, sum Føroyar er í ríkisfelagsskapi við. Bæði áðrenn og aftaná at Danmark fór upp í ES, hava anstøðingar har, eins og í Føroyum, hildið fundir og gingið mótmælisgongur. Í øllum Norðurlondum eru fólk bæði ímóti og fyri ES. Vidðhaldsfólk halda, at ES hevur bundið londini í Evropa fastari saman, og tey 28 ES londini hava fingið størri ávirkan á heimin. Hildið verður, at ES er til gagns fyri til dømis útflutning og fyri fólk flest. Andstøðingar halda, at landið missir ein part av støðu síni sum sjálvstøðugt ríki. Tey vilja hava frælsi sjálvi at ráða og vilja ikki, at landið skal verða stjórnað úr Brússel. 

Í 1970 fóru Danmark, Stórabretland, Írland og Noreg undir samráðingar við EF um møguligan limaskap. Undir samráðingunum segði danski marknaðarráðharrin, at fyri Føroyar og Grønland kundu taka seg upp serligir spurningar, sum gjørdu tað neyðugt, at serskipanir av ymsum slagi vórðu gjørdar fyri hesar partar av ríkinum. Hetta setti av álvara ferð á kjakið í Føroyum um, hvørt Føroyar skuldu fylgja Danmark inn í felagsskapin

Tá løgtingið fyrst í sjeytiárunum skuldi taka støðu til, um Føroyar skuldu fara við Danmark inn í Evropeiska Felagsmarknaðin (EF), birtist ein tann størsta politiska rørsla, sum hevur verið í Føroyum: Fólkafylkingin móti EEC. Fylkingin - væl stuðlað av serliga Tjóðveldisflokkinum - førdi eina kampanju, ið lýsti felagsmarknaðin sum nakað stórt og fremmant, ið fór at týna Føroyar, gjørdust vit limir. Málið um føroyskan EF limaskap varð endaliga avgreitt, tá ið eitt samt løgting í 1974 gjørdi av, at Føroyar skuldu standa uttanfyri, hóast Danmark var farið inn í felagsskapin. 

Í 1992 atkvøddi ein meirluti av dønum ímóti tættari ES-samarbeiði. Danska fólkið er 1 % av fólkinum í ES, og danir eiga bert ein lítlan part av atkvøðunum í ES-ráðnum og 1,7 % í ES-parlamentinum. 

Sendistovan í Brússel starvast mest við viðurskiftum Føroya við ES. Endamálið hjá sendistovum Føroya er í høvuðsheitum, eins og hjá øðrum londum, at skapa og røkja sambond í vertslandinum og miðla kunning og sambond millum mentanarlív og aðrar samfelagsbólkar í vertslandinum. Kate Sanderson er fyrsta sendikvinna Føroya í Brússel. 

Evropasamveldið er vaksið sera nógv síðan Rómsáttmálin varð undirskrivaður av Vesturtýsklandi, Fraklandi, Italia, Niðurlondum, Belgia og Luksemborg í 1957. Tey seks stovnandi londini verða ofta umrødd sum tey seks ella kjarnu-Evropa. 

ES fekk Nobel friðarheiðurslønina í 2012. Í hennara grundgevingum varð m.a. sagt, at ES í yvir seks áratíggju hevur virkað fyri friði, fólkaræði og mannarættindum í Evropa. Nevndin vísti á, at áðrenn Seinna heimsbardaga høvdu Týskland og Frakland, í eitt 70 ára skeið, verið í kríggi tríggjar ferðir. Eisini tók Nobelnevndin fram, at ES hevur slóðað fyri fólkaræði, ikki minst í Eystur- og Suðurevropa er fólkaræði styrkt, og fleiri stríð millum etniskar bólkar eru loyst á friðarligan hátt. Samanumtikið hevur ES, sambært Nobelnevndini, stabiliserað Evropa, og broytt tað frá at vera ein heimspartur, sum var merktur av kríggi, til at vera ein heimspartur, har friður valdar. “Evropeiska Samveldið hevur í 60 ár borgað fyri støðufesti, trygd og friði í Evropa síðani Seinna heimsbardaga, og hevur eisini styrkt mannarættindini í Evropa, segði Thorbjørn Jagland, formaður í Nobelnevndini, tá hann í okt. 2012 kunngjørdi, hvør fær friðarheiðurslønina 2012. 

ES hevur í fleiri ár verið í uppskoti at fáa friðarheiðurslønina. Nobelnevndin varð samd um at lata ES heiðurslønina.  




#Article 563: Fólkakirkjan (315 words)


Fólkakirkjan er almenna kirkjan í Føroyum, og tað viðførir millum annað, at tað er læra fólkakirkjunnar, ið verður lærd næmingum í fólkaskúlanum. Eisini byrjar tingsetan á Ólavsøku við at landsins politikarar og prestar fara til gudstænastu í Havnar kirkju. Fólkakirkjan er evangelisk-luthersk. 

Flestu føroyingar eru í fólkakirkjuni, tó at grundlógin í 1849 tryggjaði trúarfrælsi. Í Føroyum eru 14 prestagjøld og 20 prestar. Fjórða hvørt ár er kirkjuráðsval. Ráðið hevur rættiliga stórar heimildir. Tað velur prest, klokkara, dekn og urguleikara. Tað ansar eftir, at kirkjan verður hildin í góðum standi, og gevur loyvi til sangframførslur og tónlistaframførslur í kirkjuni. 

Í 1963 varð próstaembætið avtikið, og varabispur settur í staðin. Í 1990 gjørdust Føroyar sjálvstøðugt bispadømi, og bispurin ovasti myndugleiki kirkjunnar. Ólavsøkudag 2007 varð Fólkakirkjan yvirtikin.

Fróðskaparsetur Føroya hevur fyrireikandi prestaútbúgving. Flestu prestarnir fáa endaliga útbúgving á lærda háskúlanum í Århus, Keypmannahavn ella Reykjavík. 

Barnadópur verður praktiseraður í Fólkakirkjuni. Børn og vaksin, sum verða doypt í kirkjuni, gerast limir í fólkakirkjuni. Børnini verða borin til doypifuntin inni í kóri, har prestur doypir tey. Tá eitt barn fer til dópin, hevur tað fleiri gummur og gubbar - hesi eru oftast familja og vinir hjá foreldrunum. Formliga er uppgávan hjá gudforeldrum at hava ábyrgdina av kristnu uppalingini hjá barninum, skuldi so borið á, at foreldrini fella frá, áðrenn barnið er konfirmerað. Tó er tað ofta eisini so, at forvæntað verður, at gummur og gubbar taka seg eitt sindur eyka av barninum í tímiliga lívinum, geva jóla- og føðingardagsgávur o.s.fr. Formliga treytin fyri at kunna gerast gumma ella gubbi er vanliga, at man tilhoyrir fólkakirkjuna og er konfirmeraður. Frávik verða tó viðhvørt gjørd frá hesi reglu.

Høvuðsgrein: Prestagjøld í Føroyum
Øll, sum eru í fólkakirkjuni, eru í einum kirkjuliði í einum prestagjaldi. Í einum prestagjaldi er ein kirkja ella fleiri. Hvør kirkja hevur kirkjuráð, klokkara, dekn og urguleikara. Prestagjøldini í føroysku Fólkakirkjuni eru 14 í tali:

Høvuðsgrein: Kirkjur í Føroyum




#Article 564: Fuglafjarðar Gentukór (176 words)


Fuglafjarðar Gentukór er sum navnið sigur eitt gentukór úr Fuglafirði. Kórið varð sett á stovn í 1982 av Frits Johannesen, og hevur síðani havt ymiskar kórleiðarar og klaverleikarar.

Kórið hevur havt stórt konsertvirksemi, bæði innan- og uttanlands. Eisini hevur kórið við millumbilum útgivið bond og seinni fløgur.

Tá kórverkið Carmina Burana eftir Carl Orff varð uppført í Norðurlandahúsinum, var gentukórið eitt av luttakandi kórunum. 

Tá Sissel Kyrkjebø var á konsertferð í Føroyum í 1991, var kórið bakgrundskór í onkrum einstakum lagi á konsertini í Norðurlandahúsinum, og harumframt myndaðu umleið 10 gentur frá Fuglafjarðar Gentukóri saman við 10 gentum frá Gentukórinum hjá Paula í Sandagerði eitt úrvalskór, ið fylgdi Sissel Kyrkjebø á øllum konsertunum í Norðurlandahúsinum í Havn og í Christianskirkjuni í Klaksvík.

Fuglafjarðar Gentukór sang eisini kór til frumframførsluna av Tey dansa eins og skuggar, sum Eyðun Nolsøe syngur.

Í 1992 luttók kórið undir leiðslu av John Høybye á Tórshavnar Jazz-, Fólka- og Bluesfestivali; tað var eisini John Høybye sum stjórnaði kórinum til jazzkendu 10 ára føðingardagskonsertini, sum var í Fuglafjarðar Kirkju í august sama ár.




#Article 565: Bókavarðafelagið (123 words)


Bókavarðafelagið er felagið fyri allar bókavørðir í Føroyum við bókasavnsfakligari útbúgving. Í nevndini sita Høgni Bech, Herluf Hansen og Kartni Ravnsfjall 

Felagið varð stovnað í 1986, og er eitt áhugafelag. 

Fyri at gerast limur í Bókavarðafelagnum, krevst bókasavnsfaklig útbúgving frá hægri lærustovni sum Bibliotekar DB, cand. scient.bibl., cand.mag. í mentan og miðlan ella onnur viðkomandi útbúgving.  

Í 2019 eru umleið 25 limir í Bókavarðafelagnum. Nevndarlimir í Bókavarðafelagnum verða valdir fyri tvey ár í senn á árliga aðalfundinum. Nevndin skipar seg sjálv við formanni, skrivara og kassameistara. Flestu limir í Bókavarðafelagnum eru limir í Magistarafelagi Føroya í AKF, og summir eru limir í Starvsmannafelagnum. 

Bókasavnsfaklig útbúgving frá hægri læristovni er kravd fyri at kunna setast í starv sum bókavørður á almennu bókasøvnunum í Føroyum.




#Article 566: Arnbjørn Ó. Dalsgarð (166 words)


Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð (f. 28. august 1971, ættaður av Velbastað) er rithøvundur, bókavørður og tónleikari, guitarleikari. Í 2012 varð hann settur í starv sum leiðari á Býarbókasavninum. Áðrenn tað starvaðist hann á Føroya Landsbókasavni. Hann gjørdist liðugur við útbúgving sum bókavørður í 1999. Hann er føddur í 1971, er uppvaksin á Velbastað og býr í Havn. Er ritstjóri á bókmentatíðarritinum Vencili saman við Oddfríða M. Rasmussen. Árini 2003-2007 hevur hann verið formaður í Bókavarðafelagnum, og í mars 2007 bleiv hann valdur til formann í Rithøvundafelagnum og legði frá sær í Bókavarðafelagnum, hann varð formaður í Rithøvundafelagnum til 2009. Meðan hann búði í Keypmannahavn í 1990-árunum var hann onkuntíð blaðstjóri á blaðnum Oyggjaskeggi, sum er blaðið hjá føroyskum lesandi uttanlands, serliga í Danmark. Hann hevur fyrr spælt sum guitarleikari í fleiri føroyskum orkestrum, tað var í 1980-árunum. Hann spældi eitt nú saman við James Olsen og Óla Hans Andreasen. Arnbjørn er giftur við Rigmor Dam, sum er løgtingskvinna (2011-), lærari og blaðkvinna. Tey eiga trý børn saman.




#Article 567: Orknoyggjar (219 words)


Orknoyggjar (skotskt gæliskt: Arcaibh, enskt: the Orkney Islands) eru ein oyggjabólkur millum Hetland og skotska meginlandið. Oyggjabólkurin er ein av 32 skotskum regiónunum. Tað eru 200 smáar oyggjar 16 km í ein norðan úr Caithness í Norðurskotlandi. Størsta oyggin nevnist Mainland (sama orð sum føroyskt meginland). Fólk býr á umleið 20 oyggjum. 

Orkney hevur umleið 20#8239;100 íbúgvar, harav búgva 7000 í høvuðsbýnum Kirkwall. Í ferjubýnum Stromness búgva umleið 2000 fólk.

Longu í 8. øld settu fyrstu norðmenninir búgv her. Oyggjarnar komu sum frá leið undir norskt vald, og norsk mentan, mál og virksemi gjørdist ráðandi. 

Bygdin Skara Brae varð bygd í yngru steinøld um 3000 f.Kr. Hon varð funnin av tilvild í 1850, tá ið sandurin, sum hevði fjalt bygdina øld eftir øld, feyk burtur í einum herviligum ódnarveðri. Í bygdini eru eini tíggju laðað hús. Veggirnir vóru laðaðir av fløtum hellum, gólvini vóru steinsett við stórum hellum. Innbúgvið var laðað av gróti ella høgt inn í veggin. Búnyttur og amboð vóru eisini av steini, sumt av beini. Viður var eingin, tí skógur veksur ikki í Orknoyggjum. 

Skara Brae varð sett á heimsmentanararvslistan hjá UNESCO í 1999.

Tað er vorðið alt meira vanligt, at føroyingar vitja Orknoyggjar, hetta kemst millum annað av tí at stuttleikabátar eru vorðnir alramannaogn, og at nógvur av bátaeigarunum dámar væl at vitja næstu grannalondini. 




#Article 568: Debrecen (155 words)


Debrecen (IPA: ) er næstørsti býur í Ungarn og hevur umleið 207.270 íbúgvar (2010). Debrecen er høvuðsbýur í landslutinum Hajdú-Bihar og liggur umleið 35 kilometrar frá markinum til Rumenia og umleið 220 kilometrar eystanfyri høvuðsstaðin Budapest. Býurin er ein stórur universitetsbýur við lesandi úr øllum heiminum.

Býurin varð fyrstu ferð nevndur í 1235 sum Debrezun.

Jødar fingu fyri fyrstu ferð loyvi til at búseta seg í Debrecen í 1814. Við fólkateljing vóru 118 jødiskir menn taldir eftir fýra árum. Tjúgu ár seinni fingu jødar loyvi til at keypa jørð og bústaðarhús. Í 1919 var 10% av íbúgvunum í býnum jødar, tá vóru yvir 10.000 skrásett í jødiska samfelagnum í býnum, og tey áttu nærum helmingin av størri ognum í og kring býin.

Tær ungarsku antisemitisku lógirnar frá 1938 førdu til at nógvar fyritøkur noyddust at lata aftur, og í 1939 vóru nógvir jødar senir til arbeiðsleir í Ukraina, har ið mong teirra doyðu í minuøkjum.




#Article 569: Bonaire (156 words)


Bonaire er ein niðurlendsk oyggj í Karibiska havinum. Oyggin er ein av teimum trimum ABC-oyggjunum og liggur 20 km eystan fyri Curaçao. Høvuðsstaðurin eitur Kralendijk.

Í 2001 var fólkatalið 10 791, í 2004 var tað minkað til 10 185, 2010 13 389. Mesta fólkið er afrikanarar, men eisini er ein hvítur minniluti. Almenna málið er niðurlendskt, men enskt, papiamento og spanskt eru eisini vanlig mál. Bonaire merkir góð luft.

Oyggin er 288 km² stór. Hóast strandarlinjan er fruktagóð, er miðjan á oynni at rokna sum oyðimarkarlendi. Ein stórur partur av økinum er lagt út sum náttúrupark, sum tað kostar at sleppa at vitja. Ein strond á oynni kallast Pink Beach; har er sandurin ljósareyður og mjúkur, og gerst sjáldan heitur.

Av tí at oyggin hevur sera góð viðurskifti til surfing, marknaðarførir Bonaire seg sum Surfers' paradise, sum eisini er tekstur á nummarspjøldrunum á bilunum.

Óbygda grannaoyggin Klein Bonaire vestan fyri Bonaire er 6 km² til støddar.




#Article 570: Niðurlendsku Antillurnar (194 words)


Niðurlendsku Antillurnar ella Niðurlendsku Antilloyggjar (niðurlendskt: Nederlandse Antillen, papiamento: Antia Hulandes) var heitið á einum bólki av 6 meiri og minni smáum oyggjum í Karibiska Havinum, sum allar eru partur av Smáu Antilloyggjum.
 
Bólkurin varð myndaður av sunnuaru ABC-oyggjunum (Windward Islands) og norðaru SSS-oyggjunum Sint Maarten, Sint Eustatius og Saba (Leeward Islands). 

Samanlagt vóru oyggjarnar millum 1954 og 2010 eitt av teim stakríkjunum ið myndaðu um hetta mundið Kongsríki Niðurlond. Land binnen het Koninkrijk er niðurlendska heitið fyri stakríki av hesum slagi. Í 1986 varð Aruba tó frábýtt. Oyggin gjørdist til eitt stakríki innan kongsríki og í 2010 fylgdu Curaçao og Sint Maarten við. 

Síðan 2010 eru tær seks oyggjarnar býttar sundur í tríggjar kommunur við serstøðu, t.e. Bonaire, Sint Eustatius og Saba, og í trý stakríki t.e. Aruba, Curaçao og Sint Maarten.

Tær tríggjar kommunur við serstøðu (bijzondere gemeenten á niðurlendskum) eru nú ein partur av stakríkinum Niðurlond. 
Hesar oyggjarnar, Bonaire, Sint Eustatius og Saba, kallast eisini BES-oyggjarnar ella Karibisku Niðurlond.

Í dag er Kongsríki Niðurlond myndað av fýra stakríkinum: 3 stakríki í Karibia og stakríki Niðurlond sum er samansett av 12 landslutum í Evropa og teimum trimum kommununum við serstøðu í Karibia.




#Article 571: Helsinki (110 words)


Helsinki (svenskt: ) er høvuðsstaður í tjóðveldinum Finnland. Hann er vakur býur við beinum gøtum og nógvum prýðiligum húsum. Í býnum er universitet, og har er stórt fornminnissavn. Annars er hann mettur at vera størsti ídnaðarbýur í Finnlandi. Í býinum er eisini óføra góð havn, og fram við havnalagnum er sølugøta, har fólk selja grønmeti, frukt, fisk og blómur. Í Helsinki eru mong spennandi og nýmótans hús bygd soleiðis, at tey hóska saman við tí gamla og skapa ein serligan finskan byggistíl. 

Høvuðsstaður Finnlands er út ímóti havinum og liggur opin og frítt fyri. Í Finnlandi er meginlandaveðurlag. Í Helsinki er miðalhitin kaldasta mánaðin -5 °C og heitasta +18 °C. 




#Article 572: Seinni heimsbardagi (1541 words)


Seinni heimsbardagi (enskt: World War II, WW2) vardi frá 1. september 1939 til 2. september 1945. Eingi kríggj síðan hava verið so stór sum Seinni heimsbardagi. Seinni heimsbardagi kom í av ætlanum Hitlers at leggja onnur lond undir Týskland, í fyrsta lagi Eysturevropa.

Í 1936 tók Hitler avvápnaða Rínøkið. Í mars 1938 tvingaði hann Eysturríki at leggja saman við Týsklandi, og árið eftir tók hann fyrst landslutin Sudetaland í Kekkoslovakia. Seinni varð restin av Kekkia lagt undir Týskland, meðan Slovakia varð gjørt til sjálvstøðugt land. Bretland og Frakland róku eftirlætispolitikk, ið gav Hitler frið at gera hetta. 1. sept. 1939 leyp Hitler á Pólland. Frammanundan hevði hann gjørt sáttmála við Stalin um at býta Pólland teirra millum. Pólland hevði stóran her, men hann var ov illa útgjørdur og ov illa skipaður at standa seg ímóti týskarum. Hitler væntaði ikki, at Bretland og Frakland vildu koma Póllandi til hjálpar, men 3. sept. 1939 sendu tey Týsklandi krígsavbjóðing. Týskarar lupu á við stríðsvognadeildum og øðrum brynjaðum akførum, sum tóku seg langt inn í fíggindalandið. Í hølunum á teimum komu gonguherliðini, ið kringsettu stórar deildir av fíggindaherinum; álopsdeildirnar fingu stuðul frá stríðsflogførum. Hesin álopsháttur varð nevndur  ella snarkríggj, og einki helt fyri týskarum í fyrstuni. Pólland gav seg undir seinast í september í 1939. Árið eftir leyp Hitler á Noreg og Danmørk í 9. apríl, og um somu tíð tók Bretland Føroyar og Ísland. Ein mánað seinni leyp Hitler á Niðurlond, Belgia og Frakland. Um miðjan juni 1940 høvdu øll hesi londini givið seg undir. Bretland var einsamalt eftir.

Hitler ætlaði at gera innrás í Bretlandi í 1940, og frá juli til september gjørdi hann áhaldandi loftálop á skip, flogvøllir, havnir og býir til tess at lemja bretska flogvápnið, Royal Air Force). Tað var nógv verri mannað enn týska flogvápnið Luftwaffe, men skeyt tvey týsk flogfør niður fyri hvørt bretskt flogfar, ið fórst, og noyddi Hitler at sleppa innrásini.

Beint fyri at Frakland gav seg undir, tóku bretskar og franskar herdeildir seg aftur til strondina við Dunkerque í Belgia, eftir tað at tær har vórðu vorðnar avbyrgdar í týska álopinum. Gjørt varð av at flyta tær um Ermarsund til Onglands. Hvørt einasta bretskt far varð nýtt at flyta 200#8239;000 bretskar og 120#8239;000 franskar hermenn í um sundið. 

Um alt Evropa vórðu húski spjadd í allar ættir, og mangar milliónir gjørdust flóttafólk. Í Bretlandi vórðu børnini flutt úr býunum.

Í juni 1941 høvdu ásarveldini (Týskland og Italia) tikið Jugoslavia, Albania og Grikkaland og noytt Rumenia, Ungarn og Bulgaria at hjálpa sær. Og 22. juni leyp Týskland við allari megi á Sovjetsamveldið, hóast teirra ikki-álopssáttmála. Í september kringsettu týskar herdeildir Leningrad (nú St. Pætursborg), men megnaðu ongantíð at taka býin. Álopið steðgaði í desember, stutt frá Moskva, av harða vetrinum og russisku mótálopunum. Á fyrsta sinni vóru týskarar fyri øgiligum tapum.

Samstundis lupu japanar á Pearl Harbour. Japan hevði ikki sent USA krígsavbjóðing, tá ið teir lupu á Pearl Harbor í Hawaii, sum var týdningarmesta herflotahavnin hjá USA í Kyrrahavinum. Fimm amerikonsk slagskip og 15 onnur skip vórðu søkt ella oyðiløgd. Beint eftir sendu Týskland og Italia USA krígsavbjóðing. Japan tók skjótt alt Landsynningsásia og hótti Avstralia og India.

Í 1940 hevði bardagin breitt seg til Norðurafrika, har italskar herdeildir í Libya lupu á Egyptaland, sum var undir bretskum yvirvaldi. Bretar róku italsku herdeildirnar aftur, og tað hevði við sær, at týskarar komu italiamonnum til hjálpar. Við Rommel herovasta á odda róku týskarar bretar aftur til Egyptalands. Bardagin stóð við, til bretskar herdeildir við Montgomery á odda vunnu avgerandi sigur í bardaganum við El Alamein í Egyptalandi í oktober-november 1942. Eftir tað tóku Montgomery og menn hansara seg skjótt tvørtur um Libya at sameina seg við amerikanskar og bretskar herdeildir, sum vóru farnar í land í Algeria og Marokko. Herurin hjá ásaveldunum varð avbyrgdur ímillum herar teirra sameindu og legði vápnini í mai 1943. 

Í 1941 gjørdist Erwin Rommel (1891-1944) hægstur fyri týska herinum í Afrika. Hann gjørdist alt atfinningarsamari ímóti Hitleri og evnum hans at stíla fyri krígnum, og í 1944 stuðlaði hann samansvørjing ímóti Hitleri.

Í november 1942 høvdu Týskland og Italia tikið ræðið í meginpartinum í Evropa. Tað stóð nógv á Bretlandi og Sovjetsamveldinum, til USA kom upp í bardagan saman við teimum seinast í 1941.

Bardagin í Evropa gjørdi, at bretsk, fronsk og niðurlendsk hjálond í Asia og Kyrrahavi onga verju høvdu. Japanar lótu tað ikki fara aftur við borðinum, og í 1941 og 1942 tóku teir nógv lond og nógvar oyggjar í Kyrrahavi. Framgongdin hjá teimum sameindu á sjónavgerandi sigrar við Korallhav og við Midwayoy, báðir í 1942.

Árið 1943 gjørdist vanlagnuár fyri týskarar á næstan øllum hermótum, og tróttugu bumbuálopini á týskar býir og ídnaðarøki høvdu við sær, at teir viknaðu. Kortini hildu teir fram sum ongantíð áður at pína og myrða fangar í týningarlegunum í Týsklandi og í evropeisku londunum, teir høvdu hersett. Har sótu politiskir fangar úr øllum Evropa, og har vórðu jødar og aðrir fangar hóptýndir. Týningarlegurnar vóru miðdepil í nazistisku ætlanunum at týna jødarnar. Fleiri milliónir jødar vórðu noyddir at gera trælaarbeiði í týningarlegunum, har teir vórðu svøltaðir, píndir og at enda dripnir í gasskømrunum. 

Týskarar tóku pólska høvuðsstaðin Warszawa í 1939. Jødarnir vórðu noyddir at búgva í einum lítlum býlingi í býnum, og hvønn dag gjørdu nazistarnir seg inn á teir. Í 1943 gjørdu jødarnir í Warszawa uppreistur ímóti týskarum. Næstan allir 40#8239;000 jødarnir í býlinginum vórðu dripnir.

Í 1944 fóru týskarar at missa takið í Evropa. Sameinda innrásin í evropeiska meginlandið kom 6. juni í 1944, tá ið amerikanskar, bretskar, kanadiskar og aðrar herdeildir gjørdu landgongd á strondina í Normandínum undir amerikanska herovastanum Dwight D. Eisenhower. Eftir harðar bardagar fingu teir fótin fastan og brutu seg ígjøgnum týsku verndarvirkini. Meðan teir sameindu tóku seg fram í bardaganum, fingu teir dyggan stuðul frá mótstøðurørslunum í til dømis Belgia, Kekkoslovakia, Grikkalandi, Jugoslavia, Póllandi og handan hermótið í Sovjetsamveldinum. Í august gjørdu sameindar herdeildir landgongd í Suðurfraklandi og tóku seg norðureftir. Ein mánað seinni var næstan alt Frakland frælst. Í apríl 1945 høvdu herdeildirnar vestaneftir tikið seg so langt inn í Týskland, at tær møttu sovjetisku herdeildunum, ið komu eystaneftir. Týskland var fallið.

Í 1943 broyttist gongdin í Kyrrahavi, tá ið amerikanskar herdeildir tóku aftur nakrar oyggjar, og í 1944 tóku amerikanarar og bretar Filipsoyggjar og Burma aftur frá japanarum. Tíðliga í 1945 tóku amerikanarar japonsku oyggjarnar Iwojima og Okinawa. Hin 6. august tveitti eitt amerikanskt bumbuflogfar fyrstu kjarnorkubumbuna niður yvir japanska býin Hiroshima, og 80#8239;000 menniskju lótu lív. Hitin frá spreingingini oyðilegði hús 7 km í radius úr spreingideplinum. Tríggir dagar seinni var aftur ein kjarnorkubumba tveitt, hesa ferð yvir Nagasaki. Harafturat sendi Sovjetsamveldið Japan krígsavbjóðing, og hetta noyddi Hirohito keisara at geva seg undir. 15. august 1945 løgdu japanarar vápnini. Annar heimsbardagi var av.

Týskland gav seg treytaleyst undir teir sameindu 8. mai 1945. Eitt eftirlitsráð undir herovastunum hjá teimum trimum sterkastu sigursveldunum Eisenhower (USA), Montgomery (Bretland) og Sjukov (Sovjetsamveldið) tók valdið í Týsklandi. Týskland varð síðan býtt í fýra hersetingarøki, og USA, Bretland, Frakland og Sovjetsamveldið stýrdu hvør sínum øki. Ráðstevna í Potsdam í juli skuldi gera av framtíð Týsklands. Týski høvuðsstaðurin Berlin var fullkomiliga oyðilagdur, tá ið týskarar løgdu vápnini. Hitler hevði beint fyri sær í stjórnarskýli sínum. Sovjetisku herdeildirnar hersettu eystara part í Týsklandi, og USA, Bretland og Frakland hersettu vestara part. Berlin, ið er í eystara parti, varð býttur ímillum tey fýra sameindu veldini. Skjótt sást, at mótsetningarnir ímillum kommunistiska Sovjetsamveldið og vestanveldini var ógvuliga stórur. 

Í november 1945 vórðu 21 av fremstu nazistisku oddamonnunum drignir fyri ein altjóða dómstól í Núrnberg í Týsklandi. Ákærurnar ímóti hvørjum einstakum vóru eitt ella fleiri av hesum málum: Krígssamansvørjing, krígsbrotsverk, brot á friðaravtalu og brotsverk ímóti mannaættini. Rættarmál vóru eisini ímóti nøkrum øðrum nazistaovastum afturat, helst ovastum í týningarlegunum og heryvirmonnum har. 11 av teimum 21 nazistunum vórðu dømdir til deyða og hongdir í Núrnberg. Aðrir fingu drúgva fongsulsrevsing, og bara tríggir vórðu fríkendir. Mangir nazistiskir krígsbrotsmenn flýddu.

Annar heimsbardagi kravdi um 50 milliónir mannalív. Sovjetsamveldið misti flest fólk - einar 20 milliónir (tíggju % av sovjetiska fólkinum). Fleiri milliónir sivilfólk doyðu í loftálopum og minst 10 milliónir í nazistisku týningarlegunum, av teimum vóru seks milliónir jødar. Uppaftur fleiri vórðu særd og gjørdust kryplingar bæði til likams og sálar ella mistu hús og heim og gjørdust flóttafólk.

Annar heimsbardagi broytti fullkomiliga Føroya støðu politiskt og búskaparliga. Týskarar hersettu Danmark, og Føroyar vórðu hersettar av bretum, ið onkuntíð høvdu um 8000 hermenn her. Fleiri hundrað ára gamla sambandið við Danmark var nú púra kvett. Politiskar broytingar vóru neyðugar. Bráðfeingisstýrisskipan varð gjørd. Føroyar vórðu stýrdar av løgtingi og amtmanni í felag. Føroyska flaggið varð viðurkent. Búskaparligu broytingarnar vóru eisini stórar. Føroyski skipaflotin gavst í stóran mun at fiska og sigldi í staðin við ísfiski millum Íslands og Bretlands. Av tí sera lítla útboðnum á marknaðinum fleirfaldaðust prísirnir. Teir, ið sigldu við, vunnu gylt av pengum, og reiðararnir enn meir. Men sigling á krígshøvunum var vandafull, og 205 føroyingar lótu lív á krígsvøllum og vanlukkum á føroyskum og útlendskum skipum. At fiskurin ikki bleiv fiskaður og arbeiddur umborð og ikki kom upp á land í Føroyum til víðari virkingar, bar við sær stórt arbeiðsloysi. Bretska virksemið hjálpti tó nakað upp á tað. Bretar høvdu flotahavn á Skálafjørðinum og floghavn í Vágum. Sí eisini bretska hersetingin í Føroyum.




#Article 573: Jóansøka (284 words)


Jóansøka (á donskum Sankt Hans) er høgtíð á miðsumri, 24. juni. Jóansøka eitur eftir Jóhannesi Doyparanum í Bíbliuni. Sambært Lukasar evangelium kap. 1, v. 36 var Jóhannes 6 mánaðir eldri enn Jesus, og soleiðis er føðingardagurin ásettur til 24. juni. 

Í grannalondum okkara, eitt nú í Danmark, er siður at brenna bál á jóansøku - og ofta er bálið prýtt við eini dukku, ið skal ímynda eina heks. Hesin siður at brenna bál hevur uppurnaliga til endamáls at styggja tað ónda burtur. Við eini heks á bálinum er hetta gjørt meira ítøkiligt. Siðurin at brenna jóansøkubál er nýggjur í Føroyum, men hevur í hvussu er verið vanligur seinnu árini - sum eitt hugnaligt og sosialt tiltak eitt góðveðurskvøld. 

At stevna verður hildin í Suðuroynni er ikki so gamal siður; tað var í 1923, at suðringar avgjørdu at halda ólavsøku á Tvøroyri. Møguliga komst hetta av, at arbeiðsgevarum ikki dámdi, at stórur partur av arbeiðsstyrkini rýmdi til Havnar í fleiri dagar á hvørjum ári. Árið eftir, í 1924, broyttist tíðspunktið fyri stevnuni kortini til síðst í juni, samstundis sum danir halda Skt. Hans.

Jóansøka verður hildin sum bygdastevna í Suðuroy 24. juni ella nærmasta vikuskifti beint eftir 24. juni. Vanliga er jóansøkan seinasta vikuskifti í juni. Eins og fleiri av hinum summarstevnunum í Føroyum er kappróður ein týðandi partur av stevnuni. Stevnan verður hildin annaðhvørt ár í Vági (makað árstal) og annað hvørt ár á Tvøroyri (stakt árstal).

Vanligt er, at nýfloygdar pisur fara á jóansøku at hátíðarhalda prógvið og annars vera saman eina seinastu ferð. Pisufundur plagar eisini at vera fríggjadagin á jóansøku.

Í 2006 varð fyrsti Jóansøkufestivalurin hildin, tað var tónleikatiltak á jóansøku. Seinastu árini hevur hann tó bert verið hildin á Tvøroyri.




#Article 574: Jóansøkufestivalurin (140 words)


Jóansøkufestivalurin varð á fyrsta sinni hildin á Jóansøku 2006 í Vági. Festivalurin var tá aftursvar upp á tónleikafestivalin Mjús á Sandi, sum í 2005 varð hildin fyrstu ferð, júst á Jóansøku. Fyri at Jóansøkan ikki skuldi missa ov nógvar stevnugestir til Mjús valdu suðringar so at skipa fyri sínum egna tónleikafestivali. Í 2007 varð hesin tónleikafestivalur hildin á Tvøroyri, men í 2008, tá Jóansøkan var í Vági, bleiv ongin tónleikafestivalur hildin. Árið eftir, í 2009, tá Jóansøkan var á Tvøroyri, var Jóansøkufestivalin aftur, hesaferð niðri á Havnalagnum við Seglloftið.

Jóansøkufestivalurin 2009 á Tvøroyri varð stuðulskonsert til frama fyri Project Salt, sum er verkætlan til frama fyri at endurbyggja Saltsiloina á Drelnesi til eina konserthøll og mentanarhús. Nógvir føroyskir tónleikabólkar og sangarir og ein danskur DJ framførdu uttan kostnað á Jóansøkufestivalinum 2009 á Tvøroyri. Teir luttakandi bólkarnir og einstaklingarnir vóru hesir:




#Article 575: Summarfestivalurin (115 words)


Summarfestivalurin er ein føroyskur tónleikafestivalur, sum varð hildin fyrstu ferð í Klaksvík í 2004. Steintór Rasmussen var ein av stigtakarunum til henda festivalin, og samskipaði hann at byrja við. Tað er ein festivalnevnd, ið tekur sær av at skipa fyri Summarfestivalinum. Festivalurin verður hildin fyrsta vikuskifti í august. Í 2012 verður festivalurin hildin 2. - 4. august. Eitt av høvuðsnøvnunum er danski tónleikabólkurin TV-2. Summarfestivalurin er ofta vælumtóktur hjá familjum at fara til, meðan G-Festivalurin í Gøtu er best umtóktur millum tey ungu. Festivalnevndin skipar saman við Kunningarstovuni í Klaksvík fyri kamping, har fólk kunnu gista í kampingvognum teirra ella í teltum, sum tey sjálvi hava við. Sjálv konsertin verður hildin á Vágsbøi í Klaksvík.




#Article 576: Sálomonoyggjarnar (208 words)


Sálomonoyggjarnar eru oyggjabólkur í Oseania í Kyrrahavinum, eystan fyri Papua Ný Guinea og í ein útnyrðing úr Vanuatu. Miðallívsævin í landinum er 73,69 ár.

Fólkið á Sálomonsoyggjum livdi í samfeløgum og vóru saman um alt. Tey vildu ikki vita av fremmandafólki, sum tey hildu hava ilt í kvittanum. 

Oyggjabólkurin varð 2. apríl 2007 raktur av stórari flóðaldu, sum stóðst av einum jarðskjálvta, ið vísti 8,2 á Richterstiganum. 

Sálomonoyggjarnar eru í einum sera virknum jarðskjálvtaøki. Ein jarðskjálvti við Sálomonoyggjarnar 1. apríl í 2007 var so harður, at ávaringarstøðirnar í økinum settu í gongd eina tsunamiávaring fyri stórar partar av útsynningsøkinum í Kyrrahavinum, Sálomonoyggjarnar, Papua Ný Guinea, Avstralia og Nýsæland. Jarðskjálvtin varð máldur at vera 8,2 á Richterstiganum. 

Jarðskjálvtin elvdi til eina tsunamialdu, sum skolaði inn yvir fleiri av Sálomonoyggjunum og Papua Ný Guinea. Fólk á staðnum boðaðu frá, at aldan var fleiri metrar høg summa staðni. Ávaringar um tsunami vóru sendar út fáar minuttir eftir hendingina, men tsunamialdan skolaði inn yvir Sálomonoyggjarnar so skjótt, at tey nærmastu fólkini náddu ikki at fáa hesar ávaringar. Tey kendu ristingarnar frá jarðskjálvtanum og megnaðu at bjarga lívinum við at flýggja niðan í brekkurnar.

Sálomonoyggjarnar eru limir í ST, WTO og The Commonwealth.

Sálomonoyggjarnar eru býttar upp í níggju landslutir og eitt høvuðsstaðarøki:




#Total Article count: 575
#Total Word count: 199906